Category: Fótbóltur

  • 10 ár eftir meistaraheitið flytur Leicester niður annað árið á rað

    Í 2016 vann Leicester mest óvæntaða meistaraheitið í nýggjari enskari fótbóltssøgu. Nú tíggju ár seinni er ævintýrið væl og virðiliga av.

    Eftir 2–2 móti Hull, flytur Leicester niður annað árið á rað, og skal spæla í triðbestu ensku deildini komandi kappingarár.

  • Brighton eyðmýkti Chelsea

    Fyri fyrstu ferð í 114 ár hevur Chelsea tapt fimm dystir á rað og einki mál skorað.

    Chelsea fekk ikki eitt beint ti jørðina í Premier League-dystinum móti Brighton, sum vann 3-0.

    Ferdi Kadioglu skoraði eftir trimum minuttum, og Brighton helt fram at vera omaná.

    Jack Hinshelwood økti til 2-0 eftir eitt skjótt mótálop, og veteranurin, Danny Welbeck, í stórformi staðfesti 3-0 sigurin í yvirtíðini við einum skoti upp í trýkantin,

  • Wolverhampton flutt niður

    Av tí, at West Ham í gjárkvøldið fekk eitt stig í 0-0 dystinum móti Crystal Palace, er endaliga greitt, at Wolverhampton flytur niður úr Premier League eftir átta kappingarár í bestu ensku deildini.

    Tvey tey fyrstu árini endaði Wolves nummar sjey. Á liðnum var millum annað, Diogo Jota, sum seinni skifti til Liverpool og andaðist í syrgiligari ferðsluvanlukku í fjør.

    Seinnu árini hevur Wolves ligið niðarliga í Premier League, og í ár hevur liðið verið langt aftast so at siga alt kappingarárið, og nú fimm umfør eru eftir í Premier League er eingin vegur aftur hjá Wolves.

  • Ársins mál á Toftum í gjár

    Ikki nokk við, at B68 sendi HB so nakkalangar suður til Havnar við ein 3-1 ósigri sunnudagin.

    Liðformaðurin hjá B68, Hanus Højgaard, skoraði eisini ársins mál higartil.

  • Fleiri óvæntað úrslit – NSÍ lagt seg fremst

    Fleiri óvæntað úrslit – NSÍ lagt seg fremst

    Michal Przybylski skallaði bóltin í málið í allarseinastu løtu og tryggjaði harvið NSÍ ein 1-0 sigur móti EB/Streymi. Harvið vann NSÍ fyri aðru ferð í ár í seinastu løtu, móti einum av botnliðunum.


    Úti á Argjum megnaði heimaliðið AB heilt óvæntað at taka stig frá føroyameistarunum KÍ,. Tað var í veruleikanum AB, sum kundi iðra seg mest um úrslitið, tí alt bendi á, at málið sum Obule Sunday Moses skoraði fyri AB í fyrra hálvleiki fór at røkka til sigurs. Men heilar níggju minuttir inn í longdu leiktíðina javnaði Deni Pavlovic við einum skallara.


    Eisini Víkingur misti óvæntað stig á Skála, har einki mál varð skorað. Skála fekk harvið sítt annað stig í ár,


    Eisini í Sørvági lá leingi eitt óvæntað úrslit í luftini. Men miðskeiðis í seinna hálvleiki fekk B36 hol á móti 07 Vestur. Ragnar Samuelsen skoraði málið.


    Eisini í gjárkvøldið var eitt sera óvæntað úrslit á Toftum, tá ið B68 uppiborið vann 3-1 móti sigursvandu HB, sum hevur spælt sera trilvandi seinastu umførini.

    Djóni Samuelsen og fransmaðurin Loick Jean Henri Lespinass løgdu heimaliðið fram um, áðrenn innskifti Ebiye Moses minkaði fyri HB.

    Í yvirtíðini avgjørdi liðskipain hjá toftamonnum, Hanus Højgaard, tó dystin við einum frálíkum máli, og so máttu havnarmenn so nakkalangir suður aftur gjøgnum Eysturoyartunnilin.


    Higartil má staðfestast, at landskappingin í fótbólti ikki er, sum hon plagar at vera. Øll tey stóru liðini hava víst veileikar. NSÍ hevur tó bara mist tvey stig, og er nú fýra stig fremst í Meistaradeildini.

    Stigatalvan á dystir.fo

  • Coventry aftur í Premier League eftir 25 ár

    Coventry aftur í Premier League eftir 25 ár

    Coventry við Frank Lampard sum venjara tryggjaði sær í kvøld uppflyting í Premier League.

    1-1 úti móti Blackburn í fjórðseinastu umfari var nóg mikið at tryggja beinleiðis uppflyting.

    Blackburn kom á odda í seinna hálvleiki við máli frá Ryoya Morishita, men Bobby Thomas javnaði til stóra frøi hjá teimum 7000 viðhaldsfólkini úr Coventry, sum vóru við í Blackburn..

    Á vøllinum var fullkomið ovfarakæti, tí hetta er fyrstu ferð síðan 2001, at Coventry er í ovastu deildini.

    Coventry hevur havt eitt sera gott kappingarár og hevur skorað 85 mál, sum er flest í Championship.

    Felagið hevur síðan niðurflytingina í 2001 verið niðri í bæði League One og League Two.

  • Fyrsti kvinnuligi venjari í eini topp-5 deild

    Fyrsti kvinnuligi venjari í eini topp-5 deild

    34 ára gamla Marie-Louise Eta er fyrsta kvinna, sum venur eitt mannfólkalið í nakrari av teimum sokallaðu topp-5 deildunum í Evropa.

    Hon tekur yvir í Union Berlin í týsku Bundesliguni, eftir at Steffen Baumgart varð koyrdur frá.

    Eta hevur sum leikari vunnið Champions League við Turbine Potsdam í 2010. Hon hevur áður verið hjálparvenjari hjá Union og staðið á odda fyri liðnum í einum dysti í 2024, sum Union vann.

    Nú skal hon stýra liðnum restini av kappingarárinum.

    Union Berlin er á 11. plássi, ellivu stig omanfyri niðurflytingarstrikuna.

  • Yvirlit: Sekstan 2-2 javnleikir millum havnarfeløgini síðan 2009

    Meistaradeildin menn
    HB-B36 2-2 (1-1)

    Dysturin millum havnarfeløgini HB og B36 er altíð nakað serligt, og fótbóltsáhugaði havnarfólk gleða seg í fleiri dagar undan dystunum.

    Sum í so nógvum øðrum grannadystum, so hevur úrslitið júst hendan dyst ofta lítið og einki at gera við, hvussu góð liðini annars eru, og nærum altíð eru dystirnir javnir og spennandi.

    Tey seinastu mongu árini er so tað løgna fyribrigdið íkomið, at merkiliga nógvir dystir enda við javnleiki 2-2. Soleiðis var aftur í gjár, tá ið HB og B36 møttust fyri fyrstu ferð í hetta kappingarárið.

    Les alla dystarfrásøgnina og síggj yvirlit yvir teir sekstan 2-2 javnleikirnar
  • NSÍ stríddi seg aftur til eitt máls sigur

    NSÍ stríddi seg aftur til eitt máls sigur

    Eins og móti AB, so mátti NSÍ aftur í dag veruliga stríðast fyri at vinna væntaða sigurin móti grannunum B68. Tað endaði við 2-1 til NSÍ á Svangaskarði.

    Aron Knudsen legði NSÍ fram um, men hóast NSÍ hevði bóltin mest, so javnaði Sebastian Lau Nielsen beint eftir steðgin.

    B68 spældi heilt væl eina løtu, og hóast NSÍ tók yvir spælið, so hevði B68 fleiri góðar møguleikar.

    Sigursmálið kom átta minuttir fyri tíð, tá ið Beinir Nolsøe beindi bóltin í málið.

    NSÍ hevur nú vunnið tríggjar dystir við einum máli, og ofta verða sagt, at slíkt eyðkennir meistarar. Livst so spyrst.

  • Evnaríkir ungir víkingar fyrstir at knógva André

    Evnaríkir ungir víkingar fyrstir at knógva André

    Avskriva ongantíð Víking. Tað lærdu vit aftur í kvøld, tá ið unga liðið hjá Víkingi kryddrað við Sølva Vatnhamar vendi hóttandi ósigri móti HB til sigurs, og syrgdi fyri, at André Olsen tapti sín fyrsta dyst sum venjari hjá HB í føroysku kappingini.

    Les alla dystarfrásøgnina
  • De Zerbi skal bjarga Tottenham

    De Zerbi skal bjarga Tottenham

    Enska felagið Tottenham boðaði í gjár frá, at italski Roberto De Zerbi er settur sum nýggjur høvuðsvenjari við langtíðarsáttmála.

    Hann skal royna at venda vánaligu gongdini hjá felagnum seinstu tíðina. Tottenham er beint omanfyri niðurflytingarstrikuna og hevur bert fingið eitt stig seinastu sjey dystirnar.

    Samstundis er De Zerbi ein langtíðarloysn, og greitt er, at hann eisini heldur fram, um tað ringasta skuldi hent, at Tottenham flutti niður.

    De Zerbi byrjaði mitt í 10’unum sum venjari í Seriu A í Italia, har hann vandi Palermo, Benevento og Sussuolo. Hann gjørdist kendur fyri gott gott bóltspæl og álopskendan spælistíl.

    Síðan fór hann til ukrainska Shakhtar Donetsk, har hann førdi felagið í Champions League og vann ukrainska Super Cup.

    Í 2022 tók hann yvir í Brighton í Premier League, og førdi liðið til bestu úrsliini nakrantíð og tryggjaði sær evropeiskan fótbólt.

    Seinast var hann í Marseille, har felagið endaði nummar tvey í 2024/25.

    Fyrsti dystur hjá De Zerbi við Tottenham er 12. apríl á útivølli móti Sunderland.

  • Svøríki spældi seg til HM-endaspælið – Danmark kiksaði

    Svøríki spældi seg til HM-endaspælið – Danmark kiksaði

    Svøríki, Kekkia, Turkaland og Bosnia-Hersigovina spældu seg í kvøld sum tey seinastu londini úr Evropa til HM-endaspælið í USA, Kanada og Meksiko.

    Svøríki vann 3-2 móti Pólandi, eftir at Svøríki eisini hevði ført 1-0, og 2-1. Anthony Elanga, Gustaf Lagerbielke og Viktor Gyokeres skoraðu svensku málini. Gyokeres skoraði sigursmálið tveir minuttir fyri tíð.

    Danmark tapti eftir brotssparkskapping móti Kekkia. Danmark var aftanfyri frá triða minutti í Kekkia. Men Joachim Andersen javnaði átjan minuttir fyri tíð, og so var umdystur. Í umdystinum kom Kekkia aftur fram um, áðrenn Kasper Waarst Høgh javnaði eftir hornaspark.

    Áður so stóra fótbóltsstjóðin, Italia, kom heldur ikki til HM-endaspælið hesaferð, eftir at teir taptu fyri Bosnia-Hersigovina eftir brotssparkskapping. Italia kom fram um í fyrra hálvleiki, men beint fyri steðgin fekk ein italskur leikari reytt kort. Ellivu minuttir fyri tíð javnaði Bosnia-Hersigovina. Í umdystinum kom einki mál. Hetta er triðju ferð á rað, at Italia ikki spælir seg til HM.

    Turkaland vann 1-0 móti Kosovo,

  • Tottenham sendir enn ein venjara til hús

    Tottenham sendir enn ein venjara til hús

    Igor Tudor er liðugur sum venjari hjá Tottenham eftir bara sjey dystir. Felagið váttar í dag , at tað er semja um at enda samstarvið beinanvegin.

    Tudor tók yvir eftir danan Thomas Frank, sum eisini var koyrdur til hús.

    Tudor tapti fimm dystir, spældi ein javnleik og vann ein dyst upp á 44 dagar.

    Saman við honum fara eisini málmansvenjarin og fysiski venjarin úr felagnum.

    Tottenham er bara eitt stig frá niðurflyting, og skal nú aftur hava nýggjan venjara.

  • Føroyar vunnu spakan venjingardyst í San Marino

    Føroyar vunnu spakan venjingardyst í San Marino

    Jákup Andreasen og Árni Frederiksberg skoraðu málini, tá ið manslandsliðið í fótbólti vann venjingardystin móti San Marino 2-1.

    Fyrri hálvleikur var ógvuliga tamur. Føroyar vóru nógv á bóltinum, men spælið gekk seint fyri seg.

    San Marino legði seg á odda eftir gjøgnumbrot í vinstru síðu og flatt innlegg. Viljormur Davidsen kláraði ikki at sparka burtur, og so skoraði heimaliðið.

    Jákup B. Andreasen javnaði við høvdinum í yvirtíðini í fyrra hálvleiki. Jóannes Danielsen, Árni Frederiksberg og Petur Knudsen spædlu frálíkt upp til málið.

    Í seinna hálvleiki setti Føroyar ferðina eitt sindur upp, og í 64. minutti avgjørdi Árni Frederiksberg, tá ið hann smekkaði bóltin í málið eftir uppspæl í vinstru.

  • U21-menninir taptu tepurt í Sveis

    U21-menninir taptu tepurt í Sveis

    Hóast Sveis hevði alt spælið, so hildu føroysku U21-mennirnir í fótbólti sveisarum frá at skora í fimm korter.

    Ofta leikaði hart á frammanfyri føroyska málið, men verjan bardist manniliga og í málinum stóð Hans Jákup Arngrímsson ein sera góðan dyst.

    Tá ið eitt lítið korter var eftir, eydnaðist kortini sveis at skora einasta málið í dystinum eftir eitt hornaspark. Hans Jákup bjargaði fyrsta skallaranum, men bólturin støkk út til ein sveistara, sum skallaði í málið.

    Føroyar koma móti endanum av dystinum longri fram og høvdu nøkur brúkilig álop, men veruliga vandamikið gjørdist tað ongantíð, og okkara dreingir taptu 1-0.

    Føroyar hava nú 9 stig fyri 7 dystir og eru nummar 4 í EM-undanbólki C.

    Dysturin á uefa.com

    Stigatalvan í U21-EM-undanbólki C

  • Salah gevst í Liverpool í summar

    Salah gevst í Liverpool í summar

    Enska stórfelagið Liverpool og stjørnuáleyparin hjá felagnum, Mohamed Salah, boða í dag frá, at egyptiski kongurin, sum Salah verður nevndur, gevst í felagnum í summar.

    Eftir níggju ár á Anfield takkar hann fyri seg í einum farvælfilmsbroti, har hann sigur, at stuðulin frá Liverpool‑fjepparum er nakað hann ongantíð fer at gloyma.

    Salah kom úr Roma í 2017 og hevur síðan staðfest seg sum ein av teimum størstu leikarunum í søguni. Hann hevur skorað 255 mál í 435 dystum og vunnið bæði Premier League, Champions League, FA‑cup og ligacup.

    Seinasta kappingarár var Salah sera týðandi leikari á meistaraliðnum hjá Liverpool, tá ið hann bæði skoraði og legði upp til eitt hav av málum.

    Hetta kappingarárið hevur hvørki gingið væl hjá Liverpool ella Salah, og nú er so greitt, at 32 ára gamli egyptiski kongurin gevst í Liverpool í summar.

    Salah sigur, at Liverpool altíð verður hansarar heim og at hann fer ongantíð at ganga einsamallur.

  • Áki og Mjällby í svensku steypafinaluni

    Áki og Mjällby í svensku steypafinaluni

    Svensku meistararnir, Mjällby, við Áka Samuelsen á liðnum spældi seg í dag í svensku steypafinaluna, tá ið teir vunnu 3-0 móti GAIS.

    Áki kom inn í hálvleikinum, tá ið Mjällby førdi 2-0 og fáar minuttir inn í seinna hálvleik økti Mjällby til úrslitið 3-0.

    Í finaluni 16. mei skal Mjällby spæla móti Hammerby.

    Besta svenska deildin, Allsvenskan, fer í gongd 4. apríl, og tá spælir Mjällby eisini móti Hammerby á útivølli.

  • B36 og NSÍ fremst í Meistaradeildini

    B36 og NSÍ fremst í Meistaradeildini

    Eftir at KÍ heilt óvænta misti tvey stig móti EB/Streymi í gjárkvøldið, gagnnýttu bæði B36 og NSÍ møguleikan, og vunnu sær trý stig í dag.

    Í Runavík gav óvæntaða oddaliðið AB heimaliðnum NSÍ harða mótstøðu, og NSÍ var heppið at vinna dystin, tá ið Petur Knudsen í yvirtíðini høgdu bóltin í málið.

    AB var minst líka gott í fyrra hálvleiki, og tá ið Daniel Obbekjær hevði skallað NSÍ fram um eftir hornaspark, gingu bert fáir minuttir, so javnaði AB, tá ið Klæmint Olsen var óheppin at skalla bóltin í egið mál. AB hevði betru møguleikarnar í fyrra hálvleiki.

    Í seinna hálvleiki hevði NSÍ vindin í ryggin og sat á øllum spælinum. Men AB bardist manniliga móti.

    AB hevði eisini onkran stóran møguleika, men í yvirtíðini var tað so Petur Knudsen, sum bjargaði NSÍ dagin.


    B36 hátíðarhelt hundrað ára føðingardagin við at hølva B68 av. Norðmaðurin, Torgeir Børven, skoraði tvær ferðir beint fyri steðgin, og Dávid B. Andreasen økti beinanvegin í seinna hálvleiki. Tobias Hansen, Bogi Reinert Petersen og Boubacar Dabo staðfestu 6-0 sigurin.


    Í Vágum vann 07 Vestur síni fyrstu stig við eitt máls sigri á Skála, sum framvegis ikki er komið á stigatalvuna. Lucas Gardar skoraði einasta málið í dystinum tíðliga í seinna hálvleiki.


    Mánakvøldið spæla Víkingur og HB seinasta dystin í hesum umfarinum í Gøtu. HB hevur tá møguleikan at leggja seg fremst í bestu deildini.

    Stigatalvan á FaroeSoccer

  • Føroyameistarin KÍ snávaði í Streymnesi

    Føroyameistarin KÍ snávaði í Streymnesi

    Mest óvæntaða úrslitið higartil hetta kappingarárið gjørdist í kvøld veruleiki, tá ið EB/Streymur heima í Streymnesi heilt óvæntað spældi málleysan javnleik móti føroyameistarunum úr KÍ, sum er stórfavorittur at endurvinna meistaraheitið.

    KÍ hevði alt spælið allan dystin, og ofta var nær við, men verjan hjá EB/Streymi stríddist við øllum kreftum og málverjin Jóannes Davidsen stóð ein branddyst í málinum.

    EB/Streymur hevði eisini nakrar rimmar møguleikar, men eisini málverjin hjá KÍ, Sebastian Linnet John, bjargaði meistarliga einar tvær ferðir.

    Móti endanum av dystinum legði KÍ alt fyri og legði eitt rimmar trýst á málið hjá KÍ. Viðhvørt dansaði bólturin á málstrikuni, og einaferð fór eitt skot umvegis ein EB/Streyma-verjaleikara á stongina.

    Eftir átta minuttir yvirtíð, floytaði dómarin av, og KÍ hevði annað vikuskiftið á rað mist tvey stig. Meðan EB/Streymur vann sær fyrsta stigið í ár.

  • Eyðun valt hesar til vinardystin móti San Marino

    Eyðun valt hesar til vinardystin móti San Marino

    Eyðun Klakstein, landsliðsvenjari, hevur valt hesar út til landsliðshópin til vinardystin móti San Marino leygardagin 28. mars klokkan 14:00..

    Hópurin:
    Mattias Heðinsson Lamhauge, Strømsgodset IF (Noreg)
    Bárður á Reynatrøð, Víkingur
    Bjarti Vitalis Mørk, HB Tórshavn
    Andrias Edmundsson, Hellas Verona FC (Italia)
    Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
    Samuel Chukwudi, SJK Seinäjoki (Finnland)
    Arnbjørn Svensson, Víkingur
    Viljormur Davidsen, NSÍ Runavík
    Martin Agnarsson, Aarhus Fremad (Danmark)
    Ási Dam, HB Tórshavn
    Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ Klaksvík
    Jann Julin Benjaminsen, NSÍ Runavík
    Jákup Biskopstø Andreassen, KÍ Klaksvík
    Géza David Turi, Grimsby Town FC (England)
    Noah Mneney, HB Tórshavn
    Jóannes Bjartalíð, FC Kyzylzhar (Kasakstan)
    Árni Frederiksberg, KÍ Klaksvík
    Poul Kallsberg, Hillerød Fodbold (Danmark)
    Hanus Sørensen, NK Triglav Kranj (Slovenia)
    Adrian Justinussen, AC Horsens (Danmark)
    Páll Andrasson Klettskarð, KÍ Klaksvík
    Petur Knudsen, NSÍ Runavík
    Patrik Johannesen, KÍ Klaksvík

  • B68 vann botndystin móti Skála

    B68 vann botndystin móti Skála

    Tá ið Nicolai Møller Dohn hjá B68 fekk reytt kort fyri eina neyðbremsu, longu tá ið eitt korter er spælt, sá einki út hjá B68, hóast Issah Ahmet Latif frammanundan hevði lagt B68 fram um við beinleiðis hornasparki, sum við hjálp av vindinum fór í málið.

    Toftamenn vóru tí undirmannaðir í fimm korter, men teir hildu fast. Skála hevði bóltin nógv í seinna hálvleiki og javnaði til 1-1, tá ið Simon Jørgensen smekkaði bóltin dygst út við stólpan.

    Skálamenn trýstu víðari uttan úrslit. Í staðin fekk B68 eitt mótálop og Hanus Højgaard setti bóltin í málið.

    B68 vann harvið síni fyrstu stig, meðan Skála framvegis ikki hevur fingið stig.

  • AB á toppinum

    AB á toppinum

    Uppflytararnir av Argjum hava veruliga fingið góða byrjan í Meistardeildini og eru oddalið eftir tvey umfør.

    AB vann í dag 3-0 við Margáir og hevur seks stig og málmunin 5-0 eftir tvey umfør.

    Argjamenn vóru nógv betri, serliga í fyrra hálvleiki, har EB/Streymur hevði lítið at bjóða.

    Brian Jakobsen, Gunnar Reynslág og Sørin N. Samuelsen skoraðu málini.

    Í triðja umfari fáa argjamenn seg veruliga royndar, tá ið teir spæla móti NSÍ í Runavík

  • KÍ misti stig móti NSÍ

    KÍ misti stig móti NSÍ

    Føroyameistarnir úr KÍ eru stórfavorittar at endurvinna meistaraheitið í ár, og tí var tað helst gott fyri kappingina, at NSÍ dag megnaði at spæla javnt 1-1 í Klaksvík.

    Tað var øgiliga javnt, og dysturin gekk báðar vegir.

    KÍ legði seg á odda beint eftir, at Aron Knudsen hjá NSÍ hevur brent ein stóran møguleika.

    Árni Frederiksberg legði, sum so ofta, neyvt innfyri til Páll A. Klettskarð, sum stýrdi bóltinum í netið.

    Seks minuttir eftir steðgin javnaði Petur Knudsen við frísparki, har KÍ‑málverjin helst iðrar seg um, at hann ikki bjargaði.

    NSÍ bjóðaði veruliga av, og sum seinni hálvleikur leið, vóru teir gulu ikki minni vandamiklir enn heimaliðið, men liðini deildust um stigini.

  • HB vann aftur uttan at sannføra

    Meistaradeildin menn
    HB – 07 Vestur 2-0 (2-0)

    HB gjørdi aftur í dag sína skyldu og vann 2-0 móti sera tannleysum vágamonnum.

    HB kom fram um longu í øðrum minutti, tá ið Ási Dam sendi eitt hornaspark inn móti nærmastu stong, og har beindi Storm Pettersen bóltin í málið. 19 ára gamli norski áleyparin hevur skorað í báðum teimum fyrstu dystinum í ár.

    Les alla dystarfrágreiðingina
  • Bjargaði Arsenal og gjørdist tíðarinnar yngsti málskjútti í Premier League

    Bjargaði Arsenal og gjørdist tíðarinnar yngsti málskjútti í Premier League

    Leggið tykkum í geyma navnið Max Dowman hjá Arsenal. Hann er bara 16 ár og 73 dagar, og gjørdist í kvøld søguligur, tá ið hann gjørdist yngsti málskjúttin í Premier League nakrantíð.

    Arsenal royndi og royndi, men tað var innskifti Dowman, sum vendi øllum. Fyrst legði hann upp til leiðslumálið, sum somuleiðis innskifti Viktor Gyökeres skoraði, og í yvirtíðini setti hann turboina frá og endaði við at rulla bóltin í tóma málið hjá Everton.

    Everton hevði eisini stórar møguleikar í dystinum, men Dowman bjargaði kvøldinum á Emirates-leikvøllinum. Arsenal er harvið framvegis fremst í Premier League. Frammanfyri City, sum spælir móti West Ham í kvøld.

    Stigatalvan í Premier League

  • FC Suðuroy sett kós móti uppflyting

    FC Suðuroy sett kós móti uppflyting

    FC Suðuroy, sum flutti niður úr bestu deildini í fjør, hevur fingið góða byrjan upp á kappingarárið í 1. deild. Í dag vunnu teir heili 6-1 móti ÍF, sum eisini er eitt av liðunum, ið kann flyta upp..

    Hálvleiksstøðan var 1-0, og tað var Dánjal Godtfred, sum setti hol á í tíðini, dómarin legði aftrat. Beint eftir steðgin økti Salmundur Bech til 2-0. Síðani tók 20 ára gamli Olivur Renéson Thomsen yvir og skoraði hattrikk upp á einar 20 minuttir. Pætur Augustinussen gjørdi síðsta málið hjá heimaliðnum. Atli Djurhuus Petersen skoraði einasta málið hjá .

    FC Suðuroy vann í fyrsta umfarið ein torføran útisigur móti B71 og sær veruliga út, sum teir ætla sær upp aftur í bestu deildina beinanvegin.

    Tveir aðrir dystir vóru í 1. deild í dag. FC Hoyvík vann 4-3 á NSÍ, og TB vann 2-0 móti EB/Streymi. Hóskvøldið vann Víkingur 3-2 móti B71, og í morgin spæla næstbesti liðini hjá havnarfeløgunum HB og B36 í Gundadali.

  • Víkingur og B36 deildu stigini

    Víkingur og B36 deildu stigini

    Ársins fyrsti javnleikur í Meistaradeildini hjá monnum gjørdist í kvøld veruleiki, tá ið Víkingur og B36 spældu málleysan javnleiki í Sarpugerði.

    Dysturin var ógvuliga taktiskur, og hvørki liðið legði serliga nógv fyri.

    Víkingur hevði fleiri góðar royndir, men skotini fóru framvið ella vórðu blokerað. B36 hevði sínar møguleikar í fyrra hálvleiki.

    Í 74. minutti fekk Símun Sólheim hjá B36 beinleiðis reytt kort, men hóast undirtal megnaðu gestirnir at halda fast í javnleikinum

  • Stefan aftur í HB

    Stefan aftur í HB

    HB boðar í dag frá, at tvørámaðurin, Stefan Radosavljevic, sum spældi fyri felagið í 2021 og 2022 er aftur í felagnum.

    Stefan, sum nú er 25 ár, var ein sera evnaríkur ungur leikari, men yrkisleiðin steðgaði upp, tá ið hann strandaði í írskum fótbólti í tvey ár.

    Tað eydnaðist heldur ikki ordiliga at fáa gongd aftur á yrkisleiðina, tá ið hann í fjør kom hann heim til Víking, og fyri nøkrum døgum síðan, boðaði Víkingur frá, at samstarvið við Stefan var steðgað.

    Sunnudagin var Stefan millum áskoðararnar, sum sóu HB vinna á Skála, og nú skal hann aftur spæla fyri stórfelagið í Havn, har hann í 2022 gjørdist hann toppskjútti í landskappingini við 13 málum.

  • KÍ svenskan avloysara fyri Shaki

    KÍ svenskan avloysara fyri Shaki

    KÍ hevur gjørt sáttmála við 31 ára gamla svenska miðvallarleikaran, Hampus Näsström. Hann skal økja breiddina í hópinum, nú René Shaki er skaddur stóran part av kappingarárinum.

    Näsström er royndur leikari úr svenskum fótbólti, og Magnus Powell, venjari hjá KÍ, sigur, at hann hevur drúgvar royndir, leiðsluevni og er sera tryggur á bóltinum.

    Näsström hevur sambært Transfermarkt frá 2022 til 2024 spælt 76 dystir í bestu svensku deildini, og hevur annars spælt í næstbestu deildunum í Noregi og Svøríki.

  • NSÍ styrkir seg upp aftur meira

    NSÍ styrkir seg upp aftur meira

    NSÍ hevur skrivað undir eitt ára sáttmála við 22 ára gamla svenska miðverjan Filip Drinic.

    Filip leikti í fjør við 07 Vestur, har hann spældi 26 dystir og skoraði eitt mál. Áðrenn hann kom til Føroyar, spældi hann í 2. og 3. bestu deildini í Svøríki.

    NSÍ lýsir Filip sum ein kropssterkan leikara, ið dugir væl at lesa spælið og er róligur á bóltinum.

  • HB basti akkurát røskum skálamonnum

    Meistaradeildin Menn
    Skála – HB 0-1 (1-2)

    HB kláraði at fáa ein 2-1 sigur við sær aftur til Havnar, tá ið teir vitjaðu á Skála í kvøld í seinasta dystinum í fyrsta umfari í Meistaradeildini.

    HB var nógv betri fyri steðgin og førdi eisini við góðum máli, sum norski áleyparin Storm Pettersen skoraði.

    Í seinna hálvleiki var Skála nógv betri við. Men kortini var tað innskifti Jákup Thomsen, sum økti til 2-0 við einum dundur skoti.

    Tá ið Jákup Pauli Frederiksberg minkaði til 2-1 langt inni í londgu leiktíðini var ov seint hjá Skála, og HB slapp við hvøkkinum.

    Les alla dystarfrágreiðingina
  • NSÍ vann á sterkum Víkingum

    Leingi var Víkingur betra liðið móti favorittunum NSÍ við Løkin í dag.

    Víkingur var vandamiklari í fyrra hálvleiki, og Jørgen Nielsen hevði bóltin í málinum. Men tað var kolldømt.

    Í seinna hálvleiki setti NSÍ ferðina upp, og mitt í seinna hálvleiki skoraði Michal Przybylskji einasta málið í dystinum.

  • B36 livdu um til favorittleiklutin

    B36 livdu um til favorittleiklutin

    Tað tók sína tíð, og EB/Streymur megnaði at standa móti B36 í ein lítlan tíma.

    Tá legði Torgeir Børven B36 fram um og ellivu minuttir fyri tíð økti Boubacar Dabo til 2-0.

    Tað eydnaðist tó Virgar Jónsyni hjá EB/Streymi at minka til 2-1, men nærri komu sundalagsmenn ikki.

    Harvið fekk B36 góða byrjan upp á kappingarárið, eftir at teir eisini hava staðið seg ógvuliga væl í vinardystunum undan kappingarbyrjan.

  • So vunnu Andrias og Verona

    So vunnu Andrias og Verona

    Í fimta dystin fyri Hellas Verona eydnaðist umsíður Andrias Edmundsson at vinna sín fyrsta sigur í italsku Seriu A.

    Andrias var á vøllinum allan dystin, tá ið botnliðið Verona heldur óvæntað vann 2-1 á útivølli móti Bologna, sum er á áttandaplássið í deildini.

    Øll trý málini komu eftir steðgin. Bologna kom fram um 1-0 beint eftir steðgin. Men við tveimum málum í 53. minutti og 57. minutti kom Verona fram um.

    Hóast Verona eisini fekk eitt mál kolldømt, so hildu teir fast um leiðsluna.

    Verona er nú farið fram um Pisa, og er á næstniðasta plássið. Enn eru tó sjey upp til niðurflytingarstrikuna við tíggju dystum eftir at spæla.

  • AB oddalið í bestu deildini fyri fyrstu ferð í mong ár

    Meistardeildin Menn
    AB – B68 2-0 (1-0)

    AB er fyrsta oddaliðiðið í bestu deildini hjá monnum hetta kappingarárið, og tað man vera langt síðan, at tað er hent, um enn nakrantíð.

    Uppflytararnar av Argjum vunnu ársins fyrsta dyst 2-0 á heimavølli móti B68, og sigurin var uppiborin.

    Les alla dystarfrásøgnina
  • Óli sjónligur í útisigri í Champions League

    Óli sjónligur í útisigri í Champions League

    Óli Mittún spældi ein góðan dystin og skoraði sjey ferðir, tá ið GOG vann útidystin í Champions League móti ungarska liðnum Szeged 37-34, hóast teir vóru aftanfyri 16-15 í steðginum.

    Seinasti dysturin í bólkaspælinum verður mikukvøldið í Svendborg Arena móti RK Zagreb, sum bara hevur tvey stig. Vinnur GOG, og PSG ikki fær fult móti Magdeburg, kann GOG enda á fjórða plássi.

    Aftaná bólkaspælið bíða tveir røkkstøkk dystir móti liði úr bólki A, har samlaði vinnarin fer í fjórðingsfinalurnar.

    Hin føroyingur, sum spælir Champions League hetta kappingarárið, Hákun West av Teigum, hevur longu spælt seg beinleiðis í fjórðingsfinalurnar saman við liðið sínum Füchse Berlin

  • Ársins fyrst fótbóltsdystur útsettur til leygardagin

    Ársins fyrst fótbóltsdystur útsettur til leygardagin

    Veðrið ávirkar longu ársins fyrsta dyst í Meistaradeildini í fótbólti hjá monnum millum AB og B68, sum eftir ætlan skuldi spælast í morgin, fríggjakvøldið.

    Veðurforsøgnin boðar tó frá nógvum vindi, og tí verður tað ikki mett ráðiligt at spæla dystin fríggjakvøldið.

    Í staðin verður dysturin spældur leygardagin klokkan 16.45 út í Vika á Argjum.

  • NSÍ svenskan styrk

    NSÍ svenskan styrk

    NSÍ brynjar seg til at at taka meistarastríðið upp við KÍ, og boðar í dag frá, at felagið skrivað eitt ára sáttmála við 26 ára gamla svian Adrian Edqvist fyri 2026.

    Hann hevur drúgvar royndir úr næstbestu deildini í Svøríki, har hann hevur spælt við feløgum sum Kalmar, Jönköping, Gefle IF og Østersunds FK. Eisini spældi hann nakrar dystir í Allsvenskan á ungum døgum.

    Hann kann spæla bæði bakkur og vongur á báðum síðum.

  • Fótbóltskvinnurnar javnt móti Kypros

    Fótbóltskvinnurnar javnt móti Kypros

    Kvinnulandsliðið í fótbólti spældi í dag javnt 1-1 móti Kýpros í síðstu aðalroyndini áðrenn HM‑undankappingina.

    Heimaliðið legði seg tíðliga á odda, hóast Føroyar høvdu bóltin nógv og stýrdu spælinum.

    Tá 73 minuttir vóru spældir, javnaði Anna Caroline Brændstrup, og fleiri mál komu ikki.

    Nú venda kvinnurnar sær móti Grikkalandi leygarkvøldið, har fyrsti HM‑undankappingardysturin verður spældur.

    Dysturin á FaroeSoccer

  • Andrias aftur fulla leiktíð í ósigri móti italsku meistarunum

    Andrias aftur fulla leiktíð í ósigri móti italsku meistarunum

    Aftur hetta vikuskiftið spældi Andrias Edmundsson allan dystin fyri Hellas Verona í 2–1 ósigrinum fyri italsku meistarunum, Napoli.

    Føroyski miðverjin hevði nógv at gera móti einum liði, sum hevði bóltin nógv og trýsti Verona aftur ígjøgn. Men Andrias helt fokus og arbeiddi hart í verjuni.

    Andrias hevur fingið fulla leiktíð allar fýra dystirnar, síðan hann flutti til Verona í bestu italsku deildini.

    Hóast Verona bara hevur fingið eitt stig hesar dystirnar, so lýsa italskir miðlar Andrias sum ein arbeiðssaman, álítandi og disiplineraðan leikara, sum venjarin stólar upp á.

    Verona er aftast í Seriu A, níggju stig undir niðurflytingarstrikuni.

  • 70 prosent av jørðini er sjógvur – restina verjir Géza

    70 prosent av jørðini er sjógvur – restina verjir Géza

    Gøtumaðurin, Geza David Turi, hevur síðan nýggjár fingið nógva spælitíð í Grimsby Town

    Í enska fiskivinnubýnum hava tey serliga lagt merki til hansara stóru renniorku, og á Facebook skrivar Grimsby, “70 prosent av jørðini er sjógvur. Restin er vard av Géza Dávid Turi”.

    Grimsby vann í gjár 1-0 á útivølli móti Notts County. Grimsby er nummar ellivu í fjórðbestu ensku deildini. Trý stig eru upp til sjeynda plássið, sum gevur atgongd til røkkstøkk-spælið um at flyta upp í triðbestu deildina.

    Síggj uppslagið á Facebook
  • H71 vann hjá kvinnum og VÍF hjá monnum

    H71 vann hjá kvinnum og VÍF hjá monnum

    Bæði kvinnur og menn hjá H71 vitjaðu í Vestmanna í dag.

    Hjá kvinnunum vann H71 35-34 og fekk harvið hevnd fyri ósigurin í hálvfinalunum í steypakappingini.

    VÍF førdi 13-8 eitt skiftið í fyrra hálvleiki, men H71 kom aftur í aftur fyri steðgin, tá ið støðan var 14-13 til VÍF.

    Í seinna hálvleiki kom H71 fram um eftir 10 minuttir, og hildu seg framman fyri við umleið tveimum málum restina av dystinum.

    Hjá VÍF skoraði veteranurin Liljan Müller 12 mál, meðan Maria Weyhe skoraði 11 fyri H71.


    Hjá monnunum var umvent. VÍF vann við einum máli, 36-35.

    Fyrri hálvleikur var javnur, men í seinna hálvleiki fór VÍF undan og førdi 32-26 miðskeiðis í seinna hálvleiki.

    So fór H71 at hála inni, og tveir minuttir fyri tíð javnaði H71 til 35-35. Men tað eydnaðist VÍF at skora eitt mál afturat og vinna dystin.

    Hóast H71-liðið verður mett klárt tað sterkasta hetta kappingarárið, so hevur VÍF í trimum dystum móti nýklaktu steypavinnarunum vunnið tveir og spælt ein javnan.

    Fyri VÍF skoraði Filip Jojic 12 mál, og blaðungi Boas Ellefsen á Skipagøtu skoraði 10 fyri H71.

  • KÍ vann uppiborið Stórsteypið

    Stórsteypadystur
    KÍ – HB 1-0 (0-0)

    Greipuvinnararnir úr KÍ vístu í Stórsteypadystinum móti HB, at teir eru klárir, nú landskappingin byrjar komandi vikuskiftið. KÍ vann dystin 1-0 við málið tíðliga í seinna hálvleiki.

    Lea alla dystarfrágreiðingina
  • Áki fær spælitíð hjá svensku meistarunum

    Áki fær spælitíð hjá svensku meistarunum

    U21-liðformaðurin, Áki Samuelsen, skifti í vetur til ongan minni enn svenska meistaraliðið, Mjällby, sum heilt óvæntað vann svensku meistaraheitið í fjør.

    Nú er svenska steypakappingin farin í gongd, og Áki hevur verið á vøllinum í báðum dystunum. Í síðstu viku spældi hann 36 minuttir, tá ið Mjällby vann 2-0 á Kalmar, og í gjárkvøldið spældi hann heilar 83 minuttir í 3-0 sigrinum á útivølli móti Örgryte.

    Áki var nær við at skora í gjárkvøldið, tá ið eitt dundurskot rakti stongina.

    Svenska steypakappingini byrjar við bólkaspæli, og Mjällby hevur fult stigatal eftir tvey umfør.

  • B68 styrkir seg við hoyvíkingi og fransmanni

    B68 styrkir seg við hoyvíkingi og fransmanni

    Nú landskappingini nærkast av álvara, styrkir B68 seg við tveimum nýggjum leikarum.

    Annar er 20 ára gamli arbeiðssami miðvallarin Baldur Niclasen, sum er uppvaksin í HB, men spældi við 1. deild hjá B36 í fjør.

    Hin er 25 ára gamli fransmaðurin Loïck Lespinasse. Hann hevur spælt í Real Sociedad, bæði U18, U23 og B-liðnum í RFEF 1, síðan í Ligue 2 við PAU og seinast í Luksemborg.

    Loïck er framherji, men kann eisini spæla sum nummar 10 og á vonginum.

  • Premier League fer at senda dystir á egnari rás

    Premier League fer at senda dystir á egnari rás

    Premier League fer næsta kappingarár at royna sína egnu Netflix‑líknandi stroymingartænastu í Singapore.

    Nýggja rásin fær navnið Premier League+, og fer at vísa allar 380 dystirnar, eykatilfar og eina 24‑tíma rás, uttan at fara á vanligar sjónvarpsrásir.

    Um royndin eydnast, verður hon roynd í øðrum pørtum av heiminum

    Fleiri serfrøðingar halda, at ein slík loysn kann geva feløgunum størri altjóða inntøkur.

  • Bolt.fo: Jens Berthel favorittur í Celtic

    Bolt.fo: Jens Berthel favorittur í Celtic

    Meistaravenjarin hjá HB í 2020, danin Jens Berthel Askou, er nú sambært oddsunum størsti favorittur at taka yvir í skotska stórfelagnum Celtic. Tað skrivar bolt.fo.

    Hann vann greipuna við HB og hevur síðan staðið á odda fyri AC Horsens, IFK Gøteborg og nú Motherwell.

    Har hevur gingið sera væl hetta kappingarárið. Liðið liggur á 4. plássi og hevur bert tapt tríggjar dystir.

    Celtic hevur hinvegin havt stórar trupulleikar og skal hava nýggjan venjara. Askou er nú besta boðið, frammanfyri Roberto Martinez, Ange Postecoglou, Martin O’Neill, Robbie Keane og Graham Potter.

  • Real Madrid og Manchester City bresta saman í Champions League

    Real Madrid og Manchester City bresta saman í Champions League

    Lutakastið til áttandapartsfinalurnar í Champions League lagaði seg soleiðis, at hesi lið møtast.

    • Real Madrid – Manchester City
    • Paris SG – Chelsea
    • Bodø/Glimt – Sporting Lisboa
    • Newcastle – Barcelona
    • Galatasaray – Liverpool
    • Atletico Madrid – Tottenham
    • Atalanta – Bayern München
    • Leverkusen – Arsenal

    Fyrru dystirnir verða spældir 10. ella 11. mars. Meðan seinnu dystirnir verða spældir 17. ella 18. mars

  • Føroyar spæla U17-menningarkapping á Tórsvølli komandi dagarnar

    Føroyar spæla U17-menningarkapping á Tórsvølli komandi dagarnar

    Komandi dagarnar verður U17-menningarkapping á Tórsvølli,.Føroyar, Estland, Bosnia Hersigovina og Ísland er við.

    Føroyar spæla sínar dystir fríggjadagin 27. februar klokkan 15.30 móti Bosnia Hersigovina., sunnudagin 1. mars klokkan 15.30 móti Estlandi, og móti Íslandi mikudagin klokkan 15.00.

    Endamálið er at gera ungu spælararnar klárar til framtíðar uppgávur á altjóða pallinum.

    Síggj skránna og føroyska hópin her
  • Gilli aftur í B36

    Gilli aftur í B36

    Gilli Samuelsen skal spæla við besta mansliðnum hjá B36 í ár.

    26‑ára gamli Gilli er uppvaksin í felagnum, har evnini vóru tíðliga eyðsýnd, og hann fekk sínar fyrstu minuttir á besta liðnum longu í 2016.

    Hann hevur síðani roynt seg í 07 Vestur og B68, men skaðar hava darvað og gjørt tað trupult at fáa støðuga spælitíð.

    Í vetur hevur hann verið við í fyrireikingunum í B36, og nú er hann birgur at kappast um pláss í Gundadali.