Evnaríkir ungir víkingar fyrstir at knógva André

Avskriva ongantíð Víking. Tað lærdu vit aftur í kvøld, tá ið unga liðið hjá Víkingi kryddrað við Sølva Vatnhamar vendi hóttandi ósigri móti HB til sigurs, og syrgdi fyri, at André Olsen tapti sín fyrsta dyst sum venjari hjá HB í føroysku kappingini.

Tað vóru eisini ungir menn, sum áttu høvuðsleiklutin í at venda gongdini. Sera evnaríki strandingurin Aron Benjaminsen var stutt frammanundan komin inn, og hann setti veruliga lív í høgru megin hjá Víkingi. Tað var eisini hann, sum í 73. minutti sendi eitt neyvt inneftir skrúvandi frísparksinnlegg inn fyri úr høgru síðu beint í høvdið á Arnbjørn Svennsson, og so var 1-1.

Og nakrar minuttir seinni var tað eisini Aron, sum setti í gongd álopið til sigursmálið. Hann rak nakað fram í høgru síðu, spældi til Sølva Vatnhamar, sum hóast 39 ár baki, kom rennandi í dýpdina, og síðan spældi víðari til sera evnaríku unga Jósef Ólavsson Gleðisheygg, sum eisini kom rennandi í dýpdina,og hamraði bóltin í málið úr spíðskum vinkli. Møguliga kundi Bjarti Mørk bjarga spíðska skotinum, sum var hart og sera neyvt og gjørdist eisini sigursmálið í dystinum.

Áðrenn hesa góðu løtuna hjá Víkingi var lítið, sum bendi á, at Víkingur fór at svara aftur eftir, at norski áleyparin hjá HB, Storm Pettersen, skoraði triðja dystin á rað. Ási Dam lyfti bóltin inn til hann, tá ið hann kom rennandi inn í brotsteigin høgru megin málið, og við einum frálíkum skoti og einum ordiligum áleyparamálið hampraði hann bóltin í kassan. Storm sær veruliga út til at vera ein fongur fyri HB, og hevur higartil skotið trý sera góð mál.

Annars var fyrri hálvleikur ikki nógv at reypa av. HB byrjaði betri, meðan Víkingur kom seg skjótt og var heldur betri seinna part av fyrra hálvleiki. Tað var tó ikki nakað serligt bit í nøkrum av liðunum, sum bæði høvdu trupult við at fáa spælið at hanga saman. Áskoðararnir vóru samdir um, at fyrri hálvleikur var lítið áhugaverdur, og at dysturin mest av øllum trongdi til eitt mál.

Í seinna hálvleiki var góðskan í spælinum nakað betri, og verjurnar opnaðust nakað.

Hjá Víkingi var tað, sum nevnt, serliga Aron Benjaminsen, sum setti lív í, og í verjuni spældi Arnbjørn Svennsson eisini ein sera góðan dyst.

Hjá HB mangalaði kreativitetur á miðjuni. Amidop Diop, Dan í Soylu og Noah Mneney eru ógvuliga stationerir og gera fáar renningar fram eftir vøllinum. Hóttanin hjá HB var, sum hina rdystirnar í ár, úti í høgru síðu, har Mathias Voss og Ási Dam voldu Víkingi ávísar, men ikki stórar trupulleikar, og so dugir Storm Pettersen, sum nevnt at skora mál.

Víkingur vann hendan javna dystin, og setta harvið veruligan spenning í kappingina. Øll liðini hava mist stig, og næstum vikurnar vera fleiri spennandi dystir í oddinum. HB skal 2. Páskadag spæla grannadyst móti B36, meðan Víkingur skal til Klaksvíkar at vita, um teir eisini megna at arga føroyameistararnar, nú teir fyribils ikki hava víst somu styrki sum undanfarin ár.