Category: Fótbóltur

  • Átta lið spælt seg í áttandapartsfinalurnar í Champions League

    Átta lið spælt seg í áttandapartsfinalurnar í Champions League

    Átta tey seinstu liðini í áttandapartsfinalunum í Champions League í fótbólti vóru funnin í seinnu røkkstøkk dystunum í kvøld og í gjárkvøldi.

    Í kvøld kom Juventus á heimavølli fram um 3-0 móti Galatasary, sum vann fyrsta dystin 5-2. So var umdystur, og tá skoraði turkiska liðið tvey mál og vann samanlagt 7–5.

    Í Madrid vann Real Madrid 2–1 á Benfica og fór víðarvið samanlagt 3–1. Aurélien Tchouaméni legði heimaliðið á odda, áðrenn Vinícius Júnior økti um leiðsluna og avgjørdi dystin.

    Í Bergamo vann Atalanta 4–1 á Dortmund og samanlagt 4-3.

    Í París endaði dysturin millum PSG og Monaco 2–2. PSG tryggjaði sær harvið víðari luttøku við samlaða úrslitinum 5–4.

    Í gjár vann Bodø/Glimt heilt óvænta 2-1 á Inter í Milano . Norðmenninir vunnu eisini fyrra dystin og fóru víðari samanlagt 5–2.

    Atlético Madrid hevði ongar trupulleikar í heimadystinum móti Club Brugge og vann 4–1. Tað gav spanska liðnum samanlagdan sigur 7–4 og víðari luttøku.

    Í Týsklandi tryggjaði Leverkusen sær víðari pláss eftir málleysan javnleik móti Olympiakos. Heimaliðið hevði tamarhald á dystinum og fór víðari samanlagdum 2-0 sigri.

  • Televarpið gevst at selja einstakar dystir

    Televarpið gevst at selja einstakar dystir

    Tað verður ikki longur møguligt at keypa einstakar dystir í bestu føroysku deildunum á Televarpinum. Tað skrivar Televarpið.

    Undanfarin ár bar til at keypa einstakar dystir á netinum, men komandi kappingarár er tað einans kundar við haldi hjá Televarpinum, sum fáa atgongd til allar dystirnar umvegis Stórapakka+.

    Fleiri brúkarar vísa ónøgd á Facebook. Onkur kallar avgerðina monopol. Aðrir siga seg ikki vilja rinda fyri Stórapakka+. Nøkur halda, at hetta er “sjalvmál” og at Televarpið fer at missa kundar. Uppaftur aðrir mæla til at fara á vøllin hyggja.

    Allir 135 dystirnir í Meistaradeildini hjá monnum verða nú vístir á Stórapakka+. Eisini verða nakrir dystir hjá kvinnum vístir hvørt umfar.

  • NSÍ fær norskan álopskendan leikara

    NSÍ fær norskan álopskendan leikara

    NSÍ boðar frá, at felagið hevur skrivað undir við norska álopskenda leikaran Tobias Hestad.

    25 ára gamli norðmaðurin hevur gjørt eitt ára sáttmála.

    Tobias,er uppaldur í Molde FK, hann kann spæla í álopinum og á báðum vongunum.

    Hann hevur seinastu árini spælt í 2. og 3. bestu norsku deildunum, seinast við Jerv.

  • Norska Bodø/Glimt sendi Inter úr Champions League

    Norska Bodø/Glimt sendi Inter úr Champions League

    Norska Bodø/Glimt sendi í kvøld ongan minni enn italska stórfelagið Inter úr Champions League, tá ið teir vunnu seinna røkkstøkk-dystin 2-1 og samanlagt 5-2.

    Ævintýrið hjá Bodø/Glimt heldur harvið fram, og teir eru nú í áttandapartsfinalunum, har teir kunnu møta Manchester City ella Sporting Lisboa.

    Norsku garparnir hava fyrr í vetur vunnið á júst Manchester City, umframt móti Atletico Madrid á útivølli.

    Jens Petter Hauge legði Bodø/Glimt fram um við sínum sætta málið í Champions Leage í vetur, tá ið ein tími var spældur, og eitt korter seinni økti Håkon Evjen. Inter megnaði bert at skora eitt mál, og tí var norska sensatiónin veruleiki.

    Einki norskt felag hevur staðið seg so væl, síðan Rosenborg í 1996/97 rakk fjórðingsfinalunum í Champions League.

    Í 2022 spældi KÍ móti Bodø/Glimt í 1. umfari í UEFA Champions League. KÍ vann 3-1 í Klakvík, Bodø/Glimt vann 3-0 í Noreg og kom akkurát víðari..

    Champions League á heimasíðuni hjá UEFA

  • Nigeriskur áleypari aftur á Skála

    Nigeriskur áleypari aftur á Skála

    Skála boðar í kvøld frá, at nigeriski áleyparin, Maxwell Effiom, skal spæla fyri Skála í summar, um øll loyvi koma upp á pláss.

    26 ára gamli Maxwell spældi tíggju dystir og skorðai fimm mál fyri Skála í 2024.

    Hann kom fyrst til Føroya at spæla fyri 07 Vestur, og seinnu helvt av 2024 varð hann leigaður til Skála.

    Áðrenn hann kom til Føroya, spældi hann í næst- og triðbestu deildunum í Noreg, fyrst fyri Sandnes Ulf og síðan fyri Skeid.

    Í fjør spældi hann fyri CS Gloria Bistrița í næstbestu deildini í Rumenia.

    Keldur: Faroesoccer og Transfermarkt

  • Milner tikið metið fyri flestar spældar dystir í Premier League

    Milner tikið metið fyri flestar spældar dystir í Premier League

    James Milner gjørdist í dag tann leikarin, sum hevur spælt flestar dystir í Premier League.

    40 ára gamli miðvallarin byrjaði á vøllinum fyri Brighton á útivølli móti Brentford. Harvið hevur hann spælt 654 dystir, ein meira enn Garreth Barry, sum hevði metið framman undan.

    Milner hevur spælt í fremstu ensku deildini síðan 2002, tá hann var 16 ára gamal. Hann hevur umboðað Leeds, Newcastle, Aston Villa, Manchester City, Liverpool og nú Brighton.

    Metið er tó bara galdandi fyri tíðarskeiðið, síðan besta deildin fekk navnið Premier League, og framvegis er langt upp til merið hjá málverjanum Peter Shilton, sum spældi heilar 849 dystir í bestu ensku fótbóltsdeildini.

    Milner hevur vunnið meistaraheitið tríggjar ferðir og hevur eisini vunnið FA Cup, League Cup og Champions League.

  • Kendi danski landsliðsvenjarin Sepp Piontek er deyður

    Kendi danski landsliðsvenjarin Sepp Piontek er deyður

    Kendi danski landsliðsvenjarin í 80’árunum, Sepp Piontek er deyður, 85 ára gamal.

    Piontek, sum var týskari, førdi í 80’unum danska landsliðið til nýggjar hæddir við sera vøkrum og undirhaldandi spæli, og 80’ara liðið hjá dønum verður framvegis mett sum tað besta danska landsliðið nakrantíð.

    Sepp Piontek var landsliðsvenjari hjá Danmark frá 1979 til 1990.

    Hann førdi Danmark til EM-endaspælið í Fraklandi í 1984, har liðið rakk hálvfinaluni.

    Í 1986 stóð hann á odda, tá ið Danmark fyri fyrstu ferð spældi HM-endaspæl í Meksiko.

    Her heima var hetta tíðin, áðrenn føroyska landsliðið var í altjóða fótbólti, og føroyingar fylgdu ógvuliga væl við danska landsliðnum við frálíkum leikarum sum Preben Elkjær, Michael Laudruo, Morten Olsen, Søren Lerby, Frank Arnesen.

  • Arsenal tveitti tveymáls leiðsu burtur móti botnliðnum

    Arsenal tveitti tveymáls leiðsu burtur móti botnliðnum

    Arsenal, sum hevur verið greitt oddalið í Premier League alt kappingarárið, snávaði í kvøld á útivølli móti botnliðnum Wolverhampton, sum púra óvæntað megnaði at koma aftur í aftur, hóast Arsenal førdi 2-0.

    Bukayo Saka og Piero Hincapié sendu Arsenal á sigurskós. Hugo Bueno minkaði fyri Wolves og fýra minuttir inni í longdu leiktíðini javnaði TomEdozie.

    Arsenal hevur undir spanska venjaranum, Mikel Arteta, fleiri ferðir seinnu árini mist greiðar oddasessir í Premier League, og nú er so spurningurin, sum Arsenal aftur fær tey sokallaðu “gummibeinini” hetta kappingarárið.

    Arsenal, sum ikki hevur verið meistari síðan 2004, er nú fimm stig frammanfyri Manchester City, sum hevur spælt ein dyst færri.

    Stigatalvan í Premier League

  • Norska Bodø/Glimt vann á Inter í Champions League

    Norska Bodø/Glimt vann á Inter í Champions League

    Ævintýrið hjá norska felagnum Bodø/Glimt í League fær ongan enda, og í kvøld gjørdi undirtippaða norðurnorska felagið ikki mætari enn at vinna 3-1 á italska stórfelagnum Inter í fyrra røkkstøkk dystinum um at koma í áttandapartsfinalurnar í heimsins sterkastu fótbóltskapping.

    Sondre Brunstad Fet legði Bodø/Glimt fram um í fyrra hálvleiki, áðrenn Pio Esposito javnaði.

    Í seinna hálvleiki hildu norðmenninir fram við góðum spæli. Tá ið ein tími var spældur, legði Jens Petter Hauge heimaliðið fram um, og løtu seinni staðfesti danin Kasper Høgh 3-1 sigurin. Bodø/Glimt hevur fyrr í vetur vunnið á Manchester City og Atletico Madrid.

    Í 2022 spældi KÍ móti Bodø/Glimt í 1. umfari í UEFA Champions League. KÍ vann 3-1 í Klakvík, Bodø/Glimt vann 3-0 í Noreg og kom akkurát víðari..

    Tríggir aðrir røkkstødd dystir vóru í Champions League í dag.

    Anthony Gordon var dagsins maður og skoraði fýra ferðir í fyrra hálvleiki, tá ið Newcastle hølvaði Qarabag úr Aserbadjan av heili 6-1.

    Í Belgia spældur Club Brugge og spanska Atletico Madrid 3-3. Meðan týsku Bayer Leverkusen vunnu 2-0 móti Olympiakos í Grikkalandi.

    Champions League á heimasíðuni hjá UEFA

  • Shaki skaddur alla fyrru hálvu

    Shaki skaddur alla fyrru hálvu

    Norðlýsið skrivar í dag, at KÍ-eikarin, René Shaki Joensen, helst missir alla fyrru hálvu av kappingarárinum. 33 ára gamli havnarmaðurin hevur verið ein týdningarmikil partur av liðnum síðan 2022.

    Hann spældi stóran part av kappingarárinum í fjør við skaða, og nú er rokningin komin.

    Eftir kanningar er niðurstøðan, at hann skal binda frið í fleiri mánaði, og helst ikki spælir áðrenn summarsteðgin,

  • Rasisma: Vinicius Junior noktaði at spæla í 10 minuttir

    Rasisma: Vinicius Junior noktaði at spæla í 10 minuttir

    Tað var mikið rok, tá ið Benfica tók móti Real Madrid í Champions League røkkstøkk-dystinum í Lissabon.

    Real Madrid vann 1-0 við frálíkum máli, sum Vinicius Junior skoraðií 50. minutti.

    Tað var tó tað, sum hendi eftir málið, ið fylti mest. Hátíðarhaldið hjá Vinicius Junior østi heimafjeppararnar og fleiri Benfica-spælarar. Tá ið dysturin var bríkslaður í gongd aftur, rann Real Madrid-vongurin yvir til dómaran og vísti á, at rasistisk orð vóra søgd við hann.

    Dómarin gjørdi krossmerki við ørmunum og setti harvið í verk antirasismuprotokollina hjá UEFA.

    Dysturin varð steðgaður í umleið 10 minuttir, meðan kaos var við beinkirnar, og Vinicius Junior sýntist ikki at vilja spæla víðari beinanvegin.

    Seinni vóru lutir kastaðir á vøllin, og brasiliumaðurin fekk gult kort.

    Venjarin hjá Benfica, José Mourinho, fekk reytt kort í 85. minutti, tá ið hann kravdi at Vinicius Junior fekk sítt annað gula kort.

  • Verandi meistarar PSG vendu dystinum í Champions league móti Monaco

    Verandi meistarar PSG vendu dystinum í Champions league móti Monaco

    Í kvøld vóru fýra røkkstøkk-dystir í Champions League.

    Verandi meistarar, Paris SG, fingu ein ordans hvøkk, tá ið Monaco legði seg fram um 2-0 við tveimum málum frá Florarin Balogun. Men tað eydnaðist PSG at svara aftur við málum frá Désiré Doué, Achraf Hakami og so aftur Désiré Doué.

    Evropeisku kongarnir úr Real Madrid gjørdu sítt, tá ið teir á útviølli vunnu 1-0 móti Benfica. Vinicius Junoir skoraði málið. Venjarin hjá Benfica, José Mourinho, sum er fyrrverandi venjari hjá Real Madrid, fekk seint í dystinum reytt kort fyri tvey gul.

    Mest óvæntaða úrslitið var helst, at turkisku Galatasaray vunnu heili 5-2 móti italska stórfelagnum Juventus, sum førdi bæði 1-0 og 2-1.

    Dortmund vann eisini ein góðan 2-0-sigur heima móti Atalanta.

    Champions League á heimasíðuni hjá UEFA

  • NSÍ gjørt sáttmála við svenskan málverja

    NSÍ gjørt sáttmála við svenskan málverja

    NSÍ hevur skrivað undir sáttmála við 28 ára gamla svenska málverjan, Tom Amos, fyri kappingarárið 2026.

    Tom er 196 sentimetrar høgur. Hann hevur fingið sína fótbóltsuppaling í IFK Gøteborg, har hann leikti við U17 og U19 liðnum.

    Sum vaksin hevur Tom fyrst og fremst spælt í næstbestu og triðbestu deildini í Svøríki. Hann hevur eisini leikt eitt ár í Hapoel Beer Sheva í bestu deildini í Ísrael.

  • B68 fær serbiskan miðvallara

    B68 fær serbiskan miðvallara

    B68 hevur skrivað undir sáttmála við 21 ára gamla serbiska miðvallaran Jovan Goronjic.

    Jovan er ein spennandi og kreativur offensivur miðvallari. Henn fer at styrkja um liðið framrættað, skrivar B68 á Facebook.

    Hann hevur áður spælt við Borac Cacak og Javor Ivanjica í Serbia.

  • Danskur miðvallari til EB/Streym

    Danskur miðvallari til EB/Streym

    EB/Streymur hevur skrivað undir eitt ára sáttmála við 20 ára gamla danan Marius Kallestrup Nielsen.

    Hann hevur spælt ungdómsfótbólt í Silkeborg IF og hevur síðani roynt seg í lægri donskum deildum, seinast í Kjellerup IF í danmarkseriuni.

    Marius er ein rennisterkur “box til box” leikari. Hann er sterkur á bóltinum, ein móti einum og hevur eitt gott spark.

  • Kvinnulandslið í fótbólti úttikið

    Kvinnulandslið í fótbólti úttikið

    Pætur Smith Clementsen hevur kunngjørt tær 20, ið eru úttiknar til venjingardystin móti Kýpros 2. mars og HM-undankappingardystin móti Grikkalandi 7. mars. Báðir dystirnir eru á útivølli.

    Nýggj í hópinum er Súsanna Laksáfoss Godtfred úr HB

    Hesar hava fingið landsliðsboð:
    Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ
    Birita Ryan, KÍ
    Durita Hummeland, KÍ
    Eyðvør Klakstein, KÍ
    Tórunn Højgaard Joensen, KÍ 
    Sanna Svarvadal, KÍ
    Sólja Ernstdóttir, KÍ
    Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, Víkingur
    Rakul Sørensen, Víkingur
    Mona Rasmusdóttir, Víkingur
    Gunnvá Lützen, HB
    Teresa Jacobsen, HB
    Rúna Jacobsen, HB
    Julia Naomi Mortensen, HB
    Sara Samson Shaki, HB
    Súsanna Laksáfoss Godtfred, HB
    Heidi Sevdal, NSÍ
    Anna Caroline Brændstrup, Gil Vicente (Portugal)
    Ásla Johannesen, Piteå IF (Svøríki)
    Fridrikka Maria Clementsen, ÍBV (Ísland)

  • B36 vann Venjarakappingina

    B36 vann Venjarakappingina

    B36 vann í kvøld finaluna í Venjarakappingini móti NSÍ eftir brotssparkskapping.

    Dysturin sjálvur endaði 2-2. Fyri B36 skoraðu Dávid Andreasen og Jógvan Gullfoss. Vit vita ikki, hvør skoraði fyri NSÍ.

    Tað eru tríggjar vikur til landskappingini hjá monnum fer í gongd.

    Mynd: B36

  • Gambiskur leikari til EB/Streym

    Gambiskur leikari til EB/Streym

    EB/Streymur hevur gjørt sáttmála við gambiska Ba Lamin Sowe. Talan er um ein 22 ára gamlan og vinstrabeintan leikara, sum kann spæla á báðum kantum og eisini sum vinstri bakkur.

    Felagið sigur, at sáttmálin er galdandi í tvey ár, og at Lamin kemur við bæði royndum og stórum potentiali.

    Hann hevur spælt 10 dystir fyri U20-landsliðið hjá Gambia, har hann vann bronsu í AFCON U20 sum 17 ára gamal, silvur í 2023 og luttók í U20 HM sama ár.

    Lamin hevur áður verið knýttur at CD Tenerife í Spania og Krya Vrysi í triðjbestu griksku deildini. Men á Transfermarkt er hann ikki skrásettur fyri nakrar dystir.

    Ba Lamin Sowe á Transfermarkt

  • Byrja Nations League móti Kasakstan á Tórsvølli í septembur

    Byrja Nations League móti Kasakstan á Tórsvølli í septembur

    Føroyar spæla fyrsta dystin í UEFA Nations League á heimavølli leygardagin 26. septembur ímóti Kasakstan

    Føroyar eru í í bólki C3 við Kasakstan, Slovakia og Moldova.

    Leikskráin hjá Føroyum – UEFA Nations League 2026-2027
    26. septembur: Føroyar – Kasakstan (Kl. 17:00)
    29. septembur: Moldova – Føroyar (Kl. 19:45)
    2. oktobur: Føroyar – Slovakia (Kl. 19:45)
    6. oktobur: Kasakstan – Føroyar (Kl. 15:00)
    13. novembur: Slovakia – Føroyar (Kl. 19:45)
    16. novembur: Føroyar – Moldova (Kl. 15:00)

  • Arsenal misti stig í oddastríðnum

    Arsenal misti stig í oddastríðnum

    Oddaliðið Arsenal misti í kvøld tvey stig, tá ið teir spældu javnt 1-1 á útivølli móti Brentford.

    Harvið er spenningurin aftur í oddastríðnum, tí nú er Manchester City á øðrum plássinum bert fýra stig aftanfyri Arsenal, sum leingi hevur sæð út til at hava beina kós móti sínum fyrsta meistaraheiti síðan 2004.

    Arsenal hevði einki skot móti á málið í fyrra hálvleiki. Men tá ið ein góður tími var spældur, legði Noni Madueke Arsenal fram við við einum vøkrum máli.

    Brentford fall tó ikki í fátt og javnaði tíggju minuttir seinni. Brentford var eisini nærmast sigursmálinum, hóast Arsenal eisini var nær við í síðstu løtu.

    Stigatalvan í Premier League

  • Føroyar móti Kasakstan, Slovakia og Moldova í Nations League

    Føroyska manslandsliðið í fótbólti kom í UEFA Nations Leagur bólk C3 saman við Kasakstan, Slovakia og Moldova, tá ið lutkastið var í Brússel seint seinnapartin.

    Hetta má metast at vera ein heldur trupul og lítið áhugaverdur bólkur, har landsliðið eisini skal ferðast langt til útidystirnar.

    Dystirnir verða spældir í septembur, oktobur og novembur.

    Her eru allir bólkarnir í UEFA Nations LEAGUE
  • Nottingham Forest sendir enn ein venjara til hús

    Nottingham Forest sendir enn ein venjara til hús

    Enska Premier League felagið Nottingham Forest hevur aftur sent venjaran, Sean Dyche, til hús eftir bert 114 dagar í sessinum.

    Dyche tók yvir í oktobur og stóð á odda í 18 Premier League dystum, seks sigrar, fýra javnleikir og átta tap.

    Hetta er triði venjarin Forest hevur sent til hús seinasta árið. Hinir vóru Nuno Espírito Santo og Ange Postecoglou.

    Forest er á 17. plássi, trý stig frá niðurflyting.

  • Fjakkandi serbiskur miðverji til NSÍ

    Fjakkandi serbiskur miðverji til NSÍ

    NSÍ boðar frá, at felagið hevur gjørt sáttmála við serbiska miðverjan Nikola Kovacevic fyri kappingarárið 2026.

    Hann er 192 cm høgur og hevur fyri nøkrum árum síðan spælt í bestu serbisku deildini, har hann tilsamans hevur spælt 139 dystir, seinast fýra dystir í 2022.

    Sambært Transfermarkt hevur hann havt eina sera fjakkandi yrkisleið, og hevur umboðað heili 16 feløg, síðan 2013.

    Seinastu fýra árini hevur hann spælt í Montenegro og Indonesia, og seinasti dystur hann er skrásettur fyri var í januar 2025 í næstbestu deildini í Indonesia. Síðan í summar hevur hann verið uttan felag.

    Nikola Kovacevic á Transfermarkt

  • Aston Villa og Liverpool vunnu týðandi sigrar

    Aston Villa og Liverpool vunnu týðandi sigrar

    Stríðið um tey fimm plássini í Champions League er hart í Premier League.

    Í gjár mistu bæði Manchester United og Chelsea stig, og í kvøld gjørdu Aston Villa á triðja plássi og Liverpool sítt til at halda seg í stríðnum at sleppa við í heimsins sterkastu fótbóltskapping komandi kappingarár.

    Aston Villa vann 1-0 móti Brighton, men avgerandi málið kom ikki fyrr enn fimm minuttir fyri tíð, tá ið ein leikari hjá Brighton beindi bóltin í egið mál. Aston Villa er nummar trý, seks stig eftir oddaliðið Arsenal

    Liverpool vann eisini bara 1-0 móti Sunderland við málið í seinna hálvleiki, sum Virgil van Dijk skallaði í málið eftir hornaspark. Liverpool er nummar seks, tvey stig aftanfyri Chelsa á fimta plássi, sum gevur atgongd til Champions League. Ósigurin var tann fyrsti hjá Sunderland á heimavølli.

  • City avgjørdi fyri steðgin

    City avgjørdi fyri steðgin

    Manchester City gjørdi í kvøld sítt fyri at fylgja við Arsenal í oddinum í Premier League, tá liðið vann greitt á Fulham í Premier League.

    City hevði fult tamarhald á dystinum fyri steðgin. Antoine Semenyo og Nico O’Reilly stóðu fyri teimum báðum fyrstu málunum, áðrenn Erling Haaland økti til 3-0 við einum fløtum skoti fimm minuttir fyri steðgin.

    Haaland hevur nú skorað 22 mál og er toppskjútti í kappingini.

    City er trý stig aftanfyri Arsenal á fyrsta plássi, sum tó hevur ein dyst til góðar. Teir spæla í annaðkvøld í Londondysti móti Brentford.

    Stigatalvan í Premier League

  • Thomas Frank fingið sekkin í Tottenham

    Thomas Frank fingið sekkin í Tottenham

    Enskir miðlar boða í morgun frá, at Tottenham hevur sent danska venjaran, Thomas Frank, til hús. Totenham hevur seinni í morgun váttað tíðindini.

    Thomas Frank tók í summar við starvinum eftir Ange Postecoglou, men nú er tíðarskeiðið í London liðugt. Frank fær sekkin eftir 1–2 ósgurin móti Newcastle í gjárkvøldið.

    Tottenham hevur ikki vunnið í átta dystir og liggur á 16. plássi, bert fimm stig frá niðurflyting.

    Hóast trupulleikar í Premier League, hevur liðið tó klárað seg væl í Champions League og er komið beinleiðis í áttandapartsfinalurnar.

  • Saksurin aftur í skuffuna

    Manchester United-fjepparin, Frank Ilett, sleppur ikki at klippa sær enn.

    United megnaði ikki at vinna fimta sigurin á rað á útivølli móti West Ham, og tí má Frank Ilett, sum í oktobur 2024 lovaði ikki at klippa sær aftur fyrr enn fimm United-sigrar á rað, bíða í minsta lagið fimm dystir afturat.

    Tað merkir, at hann sleppur at klippa sær í fyrsta lagið 20. mars

    Les meira um Frank Ilett her

  • So misti United fyrstu stigini við Carrick sum venjara

    Tað eydnaðist ikki Carrick at vinna fimta sigurin á rað sum venjari hjá Manchester United.

    Tað sá út til, at United var á veg móti einum ósigri, eftir at Tomas Soucek hevði lagt West Ham fram um tíðliga í seinna hálvleiki. Men langt inni í longdu leiktíðini eydnaðist Benjamin Sesku at javna fyri United við einum frálíkum fluktara.

    Tað eina stigið , ger at United er framvegis á fjórða plássið, meðan West Ham er tvey stig undir niðurflytingarstrikuna.

    Støðan í Premier League

  • Tottenham tapti og trýstið á Thomas Frank er sera stórt

    Tottenham tapti og trýstið á Thomas Frank er sera stórt

    Tað hevur gingið sera illa í hond hjá dananum Thomas Frank í starvinum sum venjari hjá Tottenham.

    Aftur í kvøld tapti Tottenham á heimavølli 2-1 móti Newcastle, og teir eru nú fimm stig frá niðurflytingarstrikuni.

    Harvið er trýstið á Thomas Frank sera stórt, og mett verður, at hann ikki tolir nógv vánalig úrslit afturat.

    Støðan í Premier League

  • Chelsea misti stig

    Chelsea misti stig

    Chelsea, sum hevur verið sera vælkoyrandi, síðan Liam Rosenior tók við sum venjari fyrst í árinum, mátti í kvøld taka til takkar við einum 2-2 javnleiki á heimavølli móti uppflytarunum úr Leeds. Chelsea liggur tó framvegis væl fyri stríðnum um plássini í Champions League.

    Chelsea kom fram um 2-0. Joao Pedro legði Chelsea fram um í fyrra hálvleiki, og Carlton Palmer økti vit brotssparki í seinna hálvleiki.

    Nú hildu tey flestu, at dysturin var avgjørdur. Men Lukas Nmecha við brotssparki og Noah Okafor skoraðu hvør sítt mál, og Leeds vann eitt týðandi stig í botnstríðnum.

    Støðan í Premier League

  • Sleppur “heimsins kendasti” United-fjeppari at klippa sær

    Seinast 29 ára gamli viðhaldsmaðurin hjá Manchester United, Frank Ilett, klipti sær, var í oktobur 2024.

    Tá lovaði hann, at hann klipti ikki hárið aftur fyrr enn United vann fimm dystir á rað.

    Tað gekk ikki við Erik ten Hag sum venjara, og undir Ruben Amorim vann United ongantíð meira enn tríggjar dystir á rað.

    Í januar gjørdist fyrrverandi, Unitedleikarin, Michael Carrick, fyribils venjari hjá United, og síðan hevur felagð vunnið fýra dystir á rað, so nú manlgar bara ein sigur, móti West Ham , týskvøldið, so sleppur langhærdi United-fjepparin endiliga at klippa sær aftur.

    Michael Carrick sigur seg kenna væl søguna um United-fjepparan, og á netinum eru nógvar myndir vitlíkismyndir í umfer, har Michael Carrick klippur Frank Ilett.

    Síggj eina vitlíkismynd her
  • Televarpið vísir føroyskan fótbólt komandi trý árini

    Televarpið vísir føroyskan fótbólt komandi trý árini

    Televarpið heldur fram at vísa føroyskan fótbólt beinleiðis á rásum sínum komandi trý árini.

    Fótbóltssambandið og Televarpið hava gjørt avtalu um, at Televarpið eigur sjónvarpsrættindini til Meistaradeildina, sum hon nú eitur, og steypakappingina hjá bæði kvinnum og monnum til ársenda 2028.

    Televarpið hevur víst dystirnar í bestu mansdeildini í fótbólti beinleiðis síðan 2019, og seinnu árini eru eisini fleiri dystir í kvinnudeildini beinleiðis.

  • Aron heldur fram í Víkingi

    Aron heldur fram í Víkingi

    Víkingur hevur gjørt nýggjan sáttmála við Aron Jarnskor Ellingsgaard. Talan er um ein tvey ára sáttmála.

    Aron er hart arbeiðandi miðvallari, sum higartil bert hevur hevur umboðað Víking. Hann hevur sambært FaroeSoccer spælt 82 dystir á besta liðnum.

    Hóast ljóðað hevur, at hann kundi roynt seg aðrastaðni, so er tað nú greitt, at hann verður ljósabláur eisini tvey tey komandi árini.

    Víkingur leggur dent á, at bulurin á liðnum er lokalur, og hendan undirskriftin styrkir júst hetta.

  • Ungur evnaríkur klaksvíkingur til B36

    Ungur evnaríkur klaksvíkingur til B36

    Dávid Biskopstø Andreasen fer komandi tvey árini at spæla fyri B36. Tað boðar árstalsfelagið frá í dag.

    21 ára gamli klaksvíkingurin flytur úr barndómsfelagnum KÍ, har hann hevur spælt 53 dystir fyri besta liðið. Fyrstu minuttir í bestu deildini fekk hann sambært FaroeSoccer á sumri 2021.

    David mátti móti endanum av farna kappingarárið eins og aðrir ungir klaksvíkingar sanna, at tað er trupult at fáa spælitíð á besta liðið hjá KÍ, og spældi seinastu umførini við næstbesta liðnum.

    Í B36 er frammanundan ein annar ungur KÍ-ári, miðverjin Børge Petersen.

    David hevur spælt sjey dystir fyri U21-landsliðið.

  • Sølvi tekur eitt ár afturat í Víkingi

    Sølvi tekur eitt ár afturat í Víkingi

    Sølvi Vatnhamar, sum er elsti maður á besta liðnum hjá Víkingi, síðan Atli Gregersen gavst, tekur eitt ár afturat í ljósabláu troyggjuni. Tað boðar Víkingur frá í dag.

    39 ára gamli stríðsmaðurin og fyrrverandi landsliðsleikarin spældi sambært FaroeSoccer sínar fyrstu dystir í vaksnamannafótbólti fyri LÍF í 2003, og síðan 2008 hevur hann verið fastur maður á besta liðnum hjá Víkingi.

    Samanlagt hevur hann spælt 431 dystir í bestu deildini og skora 153 mál.

    Á landsliðnum varð tað til 79 landsdystir.

  • Argjamaður aftur í AB

    Argjamaður aftur í AB

    Ragnar Skálá fer aftur at spæla fyri barndómsfelagið AB, sum aftur verður at síggja í bestu fótbóltsdeildini komandi summar. Tað boðar AB frá í kvøld.

    Eftir tvey ár í útlegd hevur Ragnar skrivað undir ein tvey ára sáttmála, galdandi fyri kappingarárini 2026 og 2027. Hann er uppvaksin í AB, spældi fyrsta dystin í 2018 og hevur sambært FaroeSoccer higartil spælt 81 dystir fyri argjamenn.

    Í 2022 og 2023 menti hann seg til ein profil á miðvøllinum, serliga við kvikleika, orku og arbeiðssemi.

    Eftir niðurflytingina í 2023 fór hann til Skála, og síðan til Víking, har hann spældi 33 dystir í ár, eisini evropeiskar dystir og steypafinaluna móti KÍ.

    Nú er hann triði nýggi leikarin, sum AB hevur tryggjað sær til kappingaráríð 2026. Hinir eru Jimmy Abdul, sum kemur úr FC Suðuroy og Pálli Eirik Djurhuruus úr Víkingi.

    AB kallar hetta eina rimmar jólagávu til viðhaldsfólkini.

  • Úr TB til HB

    Úr TB til HB

    HB boðar frá, at felagið hevur skrivað sáttmála við senegalesiska miðvallaran Amidou Diop, sum spældi við TB í fjør.

    Diop er 33 ára gamal. Hann kom til TB Tvøroyri í mars í fjør, og var við sínum 196 sentimetrum sera sjónligur á vøllinum.

    Diop er sentralur miðvallari, men kann eisini spæla sum miðverji. Hann er høgur og sterkur í luftini, sterkur kropsliga, og er góður á bóltinum.

    Diop hevur spælt 181 dystir í Elituseriuni, bestu deildini í Noreg.

  • Danmark kiksaði – Skotland til HM fyrstu ferð  síðan 1998

    Danmark kiksaði – Skotland til HM fyrstu ferð síðan 1998

    Skotland og Danmark spældu ein branddyst á Hampden Park í Glasgow í kvøld. Vinnarin kom beinleiðis til HM. Danmark stóð seg við javnleiki.

    Dysturin byrjaði við einum av teimum heilt sjáldsomu málunum, tá ið Scott McTominay saksasparkaði bóltin aftur um seg í málið, eftir hart skotskt trýst. Eitt frálíkt mál.

    Danmark svaraði væl aftur og hevði alt spælið. Tað gav úrslit tíðliga í seinna hálvleiki, tá ið Rasmus Højlund javnaði við brotssparki.

    Løtu seinni fekk Rasmus Kristensen hjá Danmark sítt annað gula kort og mátti av vølli.

    So var tað Skotland sum trýsti, og Hampden Park kókaði, tá ið Lawrence Shankland legði Skotland fram um við beinleiðis hornasparki tólv minuttir fyri tíð.

    Men Danmark svaraði enn einaferð aftur, tá ið Patrick Dorgu javnaði.

    Hóast Skotland ikki megnaði at trýsta Danmark ordiliga, so javnaði Kieran Tierney í yvirtíðini við góðum skoti, tá ið Danmark ikki megnaði at sparka bóltin burtur.

    Og við seinasta sparki í dystinum sendi Kenny McLean bóltin frá miðjuni upp um Kasper Schmeichel beinleiðis í málið til 4-2.

    Skotland er víðari til HM-endaspælið fyri fyrstu ferð síðan 1998, meðan Danmark skal spæla avgerandi røkkstøkk dystir í vár.

  • Góða gongdin hjá landsliðnum helt fram í vinardysti

    Góða gongdin hjá landsliðnum helt fram í vinardysti

    Føroyar vunnu vinardystin móti Kasakstan, sum varð spældur í Kroatia í dag.

    Hóast einans fýra mans av teimum, sum byrjaðu móti Kroatia fyrr í vikuni, byrjaðu aftur í dag, so vóru Føroyar frá byrjan munandi betri enn Kasakstan í hesum typiska vinardystinum.

    Tað gav úrslit miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá ið Arnbjørn Svensson sendi ein flatan bólt móti málinum, og framman fyri málið, sett Petur Knudsen fótin á bóltin, sum fór í málið.

    Í seinna hálvleiki var Kasakstan við yvirlutan, men Føroyar høvdu framvegis góðarstøður í mótálop.

    Fleiri mál komu ikki í dystinum, og harvið helt góða gongdin undir Eyðuni Klakstein fram niðri í Kroatia.

    HB-leikarin, Ási Dam kom inn seint í dystinum í sínum fyrsta landsdysti.

    Dysturin á FaroeSoccer

  • U21: Ófatiliga bíligt brotsspark bjargaði Fraklandi móti Føroyum

    U21: Ófatiliga bíligt brotsspark bjargaði Fraklandi móti Føroyum

    U21-menninir í fótbólt høvdu týðiliga lært av 6-0 avsmurninginum móti Frakland í Klaksvík herfyri.

    Føroyar stóðu nevniliga sera væl móti komandi fronsku heimsstjørnunum og hildu teimum frá teimum stóru møguleikunum, hóast bólturin einaferð tók í yvirleggjaran.

    Føroyar vóru bert hendingaferð framman fyri miðjuna, og ta einu ferðina eydnaðist Jógvani Gullfoss at lirka bóltin frá Manchester United-leikarunum, Leny Yoro, og leggja bóltin inn til Mattias Hellisdal, sum helst átti at rakt málið, men tíverri fór bólturin upp um.

    Sum gongdin var í dystinum, bendi nógv á, at Føroyar kundu koma til hálvleiks við 0-0. Men so broytti dómarin dystin, tá ið hann dømdi eitt sera bíligt brotsspark, tá ið bólturin úr sera stuttari frástøðu heilt afturi við baklinjuna, varð sparkaður upp í armin á einum føroyskum verjuleikara, um bólturin í heila tikið rakta armin.

    Les alla dystarfrágreiðingina
  • Magnus skal venja kvinnurnar hjá NSÍ

    Magnus skal venja kvinnurnar hjá NSÍ

    Magnus Hendriksson Olsen skal venja kvinnurnar hjá NSÍ komandi kappingarár. Tað boðar NSÍ frá í dag.

    Magnus er sandoyingur úr Skálavík og vaks upp í B71. Hann býr í Runavík og spældi fleiri ár við besta mansliðnum hjá NSÍ. Hann er, sum navnið týður upp á, beiggi landsliðsleikaran, Brand Hendriksson Olsen.

    NSÍ gjørdist nummar tvey í ár, og vann bæði føroyameistaraheitið og steypakappingina í fjør.

    Allan Dybczak, sum hevur vant kvinnurnar hjá NSÍ í trý ár, verður nú venjari í HB.

  • Føroyar trý málmet: Pluss á málkontuni fyri fyrstu ferð

    Í 17 undankappingum hevur manslandsliðið í fótbólti altíð havt ein málmun í minus.

    Men nú undankappingin til HM-2026 er av, er hetta broytt. Tí fyri fyrstu ferð í einari undankapping hevur manslandslið í fótbólti skorað fleiri mál enn mál eru latin inn.

    Føroyar skoraðu 11 ferðir í HM-undankappingini og lótu bara 9 mál ígjøgnum. Tað gevur ein málmun á pluss 2, sum er nógv tann besti málmunurin nakrantíð.

    Besti málmunur áðrenn var -11 í EM-undankappingunum í 2004, 2016 og 2024.

    Vánaligasti málmunurin var -39 í undankappingini til HM-2008.

    Ongantíð skora so nógv mál

    Føroyar hava heldur ongantið skorað so nógv mál sum 11. Tað besta áðrenn 10 í EM-1996 og HM-1998.

    Ongantíð latið so fá mál inn

    Og fyri tað ikki skal vera lygn, so hava Føroyar heldur ongantíð latið so fá mál sum 9 inn í eini undakapping. Metið áðrenn var 13 í seinastu undankappingin hjá Håkan Ericson til EM-2024.

    Síggj málmunin í øllum undankappingunum síðan 1990
  • Føroyski HM-dreymurin brast í Kroatia

    Føroyski HM-dreymurin brast í Kroatia

    HM-undanbólkur L
    Kroatia – Føroyar 3-1 (1-1)

    Tað byrjaði so sera væl, tá ið Geza Turi legði Føroyar fram um tíðliga í dystinum.

    Men Kroatar vóru ov sterkir, og hóast vit høvdu nakrar góðar møguleikar, so var tað til endans bara ein spurningur um, hvussu stórur kroatiski sigurin fór at verða.

    Kroatia vann dystin 3-1, og harvið er tann evarska lítli dreymurin um HM-endaspæl endaliga farin.

    Les alla dystarfrásøgnina
  • Hesir byrja fyri Føroyar í kvøld

    Eyðun Klakstein hevur valt sínar fyrsu ellivu í kvøld. Teir síggjast á myndini niðanfyri.

    Hjá Kroatia er Luca Modric millum teir, sum byrja á vøllinum.

    Dysturin á uefa.com

  • Páll Eirik til AB

    Páll Eirik til AB

    Gøtumaðurin, Páll Eirik Djurhuus, skal spæla við AB kappingarárið 2025. 21 ára gamli miðvallarin skiftir úr Víkingi til AB.

    Hann fekk sínar fyrstu minuttir í Betrideildini í 2023 og hevur síðan spælt 17 dystir fyri barndómsfelagið. Í fyrru helvt 2025 var hann útleigaður til TB, har hann spældi 13 dystir.

    Páll Eirik er sonur, Hans Jørgen Djurhuus, sum spældi við besta liðnum hjá Víkingi í mong ár.

  • Ronaldo reytt kort og Portugal tapti

    Ronaldo reytt kort og Portugal tapti

    Í kvøld hendi nakað so sjáldsamt sum, at Cristiano Ronaldo ikki skoraði í einum landsdysti.

    Portugal tapti 2-0 móti Írlandi, og so hendi tað ótrúliga, at Ronaldo sveiggjaði alboganum eftir einum mótstøðuleikara, og VAR-eftirlitið vísti greitt reytt kort.

    Hóast ósigurin er Portugal framvegis fremst í HM-undanbólki F, og kann endaliga tryggja plássið í HM móti Armenia á heimavølli sunnudagin. Tann dysturin verður nú uttan Ronaldo.

    Ungarn og Írland spæla sunnudagin í Ungarn avgerandi dystin um annað plássið í bólkinum. Írland má vinna. Ungarn stendur við við javnleik.

    Stigatalvan í øllum HM-undanbólkunum

  • Íslendski HM-dreymurin livir enn

    Íslendski HM-dreymurin livir enn

    Ísland vann í HM-undankappingini 2-0 á útivølli móti Aserbadjan í kvøld.

    Albert Guðmundsson skoraði fyrsta málið í 20. minutti, og Sverrir Ingi Ingason økti til 2-0 í 39. minutti.

    Úrslitið ger, at Ísland hevur alt í egnum hondum. Dysturin móti Ukraina sunnudagin, sum verður spældur í Póllandi, kann tryggja pláss í røkkstøkk dystunum, sum verða spældir í vár.

  • Noreg  og Haaland á gáttini til HM-endaspælið

    Noreg og Haaland á gáttini til HM-endaspælið

    Nógv skal enda galið, um Noreg ikki verður við í HM-endaspælinum í Norðuramerika komandi summar.

    Noreg vann í kvøld 4-1 móti Estlandi heima á Ullevaal. Fyrri hálvleikur endaði 0-0. Men beinanvegin eftir steðgin skoraði Alexander Sørloth tvær ferðir. Erling Braut Haaland fylgdi upp við 3-0, og tá ið tímin var farin gjørdi Haaland tað til 4-0.

    Estland minkaði einaferð, men Noreg hevur nú 21 stig og 19 mál betri málmun enn Italia.

    Vinnur Italia í Moldova í kvøld, verður alt avgjørt í Milano sunnudagin, tá ið Italia tekur móti Noreg. Men bert ein kollaps kann steðga norsku monnunum at koma til HM 2026.

  • Landsliðsleikari til HB

    Landsliðsleikari til HB

    Landsliðsleikarin, Lea Lisberg, skal komandi kappingarár spæla við HB. Tað boðar HB frá í kvøld.

    Lea spældi øll síni ungdómsár við EB/Streymi. Sum bert 15-ára gomul fekk hon pláss í fremstu deildini hjá EBS/Skála. Har var hon við til at vinna greipuna í 2017 og 2018.

    Í 2024 spældi hon við Víkingi. Har skoraði hon 25 mál í 22 dystum. Sambært FaroeSoccer hevur hon spælt 129 dystir í bestu kvinnudeildini og skotið 72 mál.

    Hon hevur spælt á øllum ungdómslandsliðum frá U15 til U19, og hon hevur spælt 20 A-landsdystir.

    Lea kann spæla bæði í verjuni og í álopinum. Hon er kvik og sterk.

    Lea Lisberg á faroesoccer.com

  • U21 tapti fyrsta vinardystin nakrantíð

    U21 tapti fyrsta vinardystin nakrantíð

    U21 fótbóltslandsliðið við monnum spældi í dag fyri fyrstu ferð nakrantíð ein vinarlandsdyst. Dysturin var móti Ungarn á útvølli.

    Dysturin minti um nógvar dystir hjá U21-landsliðnum. Mótstøðuliðið hevði bóltin mest, men Føroyar høvdu eisini sínar løtur, og millum annað hevði Thomas Bjørn Mizian í fyrra hálvleiki eina góða roynd úr stutari frástøðu og spíksum vinkli, men málverjin bjargaði.

    Beint eftir stegðin kom Ungarn fram um, tá ið ein bóltur var lagdur innfyri og skallaður upp í málhorni, uttan møguleika hjá Hans Jákup Arngrímsson at bjarga.

    Ungarn helt fram at hava spælið allan seinna hálvleik og skoraðu tvey mál afturat til úrslitið 3-0.

    Føroyar spardu fleiri leikarar. Millum annað var stjørnuleikarin, Áki Samuelsen, á beinkinum allan dystin. Meðan aðrir sum Heini Sørsensen, Mattias Hellisdal og Árni Atlason spældu bara ein hálvleik.

    Thomas Bjørn Miezian, Djóni Samuelsen, Rasmus Olsen, Marjus Nón og Markus Isaksen spældu sín fyrsta U21-landsdyst í dag.

    Mynd: FSF