Michal Przybylski skallaði bóltin í málið í allarseinastu løtu og tryggjaði harvið NSÍ ein 1-0 sigur móti EB/Streymi. Harvið vann NSÍ fyri aðru ferð í ár í seinastu løtu, móti einum av botnliðunum.
Úti á Argjum megnaði heimaliðið AB heilt óvæntað at taka stig frá føroyameistarunum KÍ,. Tað var í veruleikanum AB, sum kundi iðra seg mest um úrslitið, tí alt bendi á, at málið sum Obule Sunday Moses skoraði fyri AB í fyrra hálvleiki fór at røkka til sigurs. Men heilar níggju minuttir inn í longdu leiktíðina javnaði Deni Pavlovic við einum skallara.
Eisini Víkingur misti óvæntað stig á Skála, har einki mál varð skorað. Skála fekk harvið sítt annað stig í ár,
Eisini í Sørvági lá leingi eitt óvæntað úrslit í luftini. Men miðskeiðis í seinna hálvleiki fekk B36 hol á móti 07 Vestur. Ragnar Samuelsen skoraði málið.
Eisini í gjárkvøldið var eitt sera óvæntað úrslit á Toftum, tá ið B68 uppiborið vann 3-1 móti sigursvandu HB, sum hevur spælt sera trilvandi seinastu umførini.
Djóni Samuelsen og fransmaðurin Loick Jean Henri Lespinass løgdu heimaliðið fram um, áðrenn innskifti Ebiye Moses minkaði fyri HB.
Í yvirtíðini avgjørdi liðskipain hjá toftamonnum, Hanus Højgaard, tó dystin við einum frálíkum máli, og so máttu havnarmenn so nakkalangir suður aftur gjøgnum Eysturoyartunnilin.
Higartil má staðfestast, at landskappingin í fótbólti ikki er, sum hon plagar at vera. Øll tey stóru liðini hava víst veileikar. NSÍ hevur tó bara mist tvey stig, og er nú fýra stig fremst í Meistaradeildini.

