HB vann aftur uttan at sannføra

Meistaradeildin menn
HB – 07 Vestur 2-0 (2-0)

HB gjørdi aftur í dag sína skyldu og vann 2-0 móti sera tannleysum vágamonnum.

HB kom fram um longu í øðrum minutti, tá ið Ási Dam sendi eitt hornaspark inn móti nærmastu stong, og har beindi Storm Pettersen bóltin í málið. 19 ára gamli norski áleyparin hevur skorað í báðum teimum fyrstu dystinum í ár.

HB hevði spælið í fyrra hálvleiki og royndi at byggja upp við at flyta bóltin runt. Men HB megnaði ikki at finna pláss fram eftir vøllinum, og hvørja ferð royndu at spæla inn í tætt fólkað øki, so mistu teir bóltin.

Einasta veruliga hóttanin hjá HB kom í høgru síðu, har Ási Dam og serliga Mathias Voss voldu verjuni hjá 07 Vestur ávísar trupulleikar.

HB legði seg eisini fram um, tá ið Voss rak seg leysan í høgru síðu, legði bóltin inn fyri, og har beindu vágamenn bóltin í egið mál.

Í seinna hálvleiki kom 07 nógv betri við í dystin, og HB hevði sera torført við at spæla seg út trýstinum, sum 07 legði langt frammi á vøllinum. Veruliga vandamiklir vóru vágamenn tó sjaldan, meðan HB hinvegin hevði nakrar rimmar møguleikar eftir skjót mótálop.

07 má veruliga taka sær um reiggj, um teir ikki skulu enda í soma støðu sum í fjør, tá ið teir bardust fyri at sleppa undan niðurflyting heilt til seinasta umfar. Teir vóru bukaðir av KÍ í fyrsta umfari, og í dag sá tað avgjørt ikki serliga gott út.

HB má eisini bøta um góðskuna í spælinum, um teir ætla heilt upp á stigatalvuna at spæla um meistaraheitið. Teir eru robustir í verjupartinum, men tað knípur við bóltspælinum, tá ið teir skulu spæla á tætt fólkaðum økjum og missa bóltin alt ov lætt bara eitt sindur er á bólthaldaranum.

Dysturin á FaroeSoccer