Coventry aftur í Premier League eftir 25 ár

Coventry við Frank Lampard sum venjara tryggjaði sær í kvøld uppflyting í Premier League.

1-1 úti móti Blackburn í fjórðseinastu umfari var nóg mikið at tryggja beinleiðis uppflyting.

Blackburn kom á odda í seinna hálvleiki við máli frá Ryoya Morishita, men Bobby Thomas javnaði til stóra frøi hjá teimum 7000 viðhaldsfólkini úr Coventry, sum vóru við í Blackburn..

Á vøllinum var fullkomið ovfarakæti, tí hetta er fyrstu ferð síðan 2001, at Coventry er í ovastu deildini.

Coventry hevur havt eitt sera gott kappingarár og hevur skorað 85 mál, sum er flest í Championship.

Felagið hevur síðan niðurflytingina í 2001 verið niðri í bæði League One og League Two.