Category: Fótbóltur

  • So gekk ikki meira hjá B36 – Víkingur steypavinnari í U15

    Eftir at havai vunnið tríggjar tær fyrst steypafinalurnar gekk ikki longur hjá B36 í U15-steypafinaluni hjá dreingjum.

    Víkingur vann finaluna 2-1 móti B36,og er harvið steypavinnari.

    Hjartaliga til lukku Víkingur

    Síggj myndir á Facebooksíðuni hjá FSF
  • B36 vinnur alt – Eisini steypavinnarar hjá U13 gentum

    B36 vann í gjár steypafinaluna hjá U17-dreingjum og í morgun hjá U13-dreingjum. Og nú fyri løtu síðan gjørdist B36 eisini steypavinnari hjá U13-gentum.

    B36 vann 2-1 á 07 Vestur, sum kom á odda tíðliga í dystinum. Men genturnar hjá B36 vendu dystinum við tveimum málum, sum Ró Apolonia Hansdóttir og Eva Petra Soll skutu.

    Vorðið sum steypavikuskiftið hjá B36. Hjartaliga til lukku

    Síggj FAcebook
  • Bayern reisir standmynd av “Keisaranum”

    Bayern reisir standmynd av “Keisaranum”

    Í sambandi við, at fyrrverandi stórleikarin hjá Bayern München,  Franz Beckenbaur, hevði fylt 80 ár, hevur týska stórfelagið reist eina standmynd í bronsu uttanfyri Allianz-leikvøllin.

    Síggj fleiri myndir niðanfyri
  • B36 steypavinnari hjá U13-dreingjum

    B36 vann steypfinaluna hjá U13-dreingjum 4-1 móti Víkingi.

    Fyri B36 skeyt Hjalti Rógvason tvey mál, meðan Jógvan Bárðarson og Filip Andreasen skutu hvør sítt.

    Hjartaliga til lukku B36

    Síggj filmsbrot av fegnum B36-dreingjum
  • B36 steypavinnari hjá U21

    U21-menninir hjá B36 eru steypavinnarar 2025. Teir vunnu í kvøld steypafinaluna 3-0 móti AB á Tórsvølli.

    Einki mál kom í fyrra hálvleiki, men eftir steðgin skoraðu Emil Elmelund Hansen, Elias Hansen og Tobias Elmelund Hansen. Dagsins leikari gjørdist Emil Elmelund Hansen.

    Hjartaliga til lukku B36.


    Leygardagin eru fimm finalur á skránni:

    Kl. 10:00 Víkingur – B36 (U13 dreingir)
    Kl. 11:30 07 Vestur – B36 (U13 gentur)
    Kl. 13:00 Víkingur – B36 (U15 dreingir)
    Kl. 16:00 FC Hoyvík – Skála (U16 gentur)
    Kl. 19:00 B36 – Víkingur (U17 dreingir)

    Síggj myndir á Facebooksíðuni hjá B36
  • United leigar Onana út til Turkalands

    United leigar Onana út til Turkalands

    Nógv útskeldaði málverjin hjá Manchester United, Andre Onana, er læntur út til turkiska felagið Trabzonspor í eitt kappingarár.

    Onana hevur ikki spælt í Premier League í ár, og einasta dystur hansara var í ósigrinum Carabao Cup móti Grimsby Town við Geza Turi á liðnum. Hann stríddist við ein skaða í baklærinum og varð ikki valdur til fyrstu dystirnar.

    Beint áðrenn flytingarvindeyga lat aftur, keypti Manchester United eisini málverjan Senne Lammens úr Royal Antwerp fyri 21 milliónir evrur.

    Onana kom til United úr Inter í 2023 og hevur spælt 102 dystir og havt 24 rein mál. Hann varð settur á bonkin í endanum av seinasta kappingarári, eftir at hann gjørdi fleiri mistøk í Europa League móti Lyon.

    Onana hevur sáttmála við United fram til 2028.

  • KÍ longt sáttmálan við Gaston

    KÍ longt sáttmálan við Gaston

    KÍ boðar í kvøld frá, at felagið hevur longt sáttmálan við argentinska verjuskansin Gaston Nicolas Tellechea til og við 2027.

    Gaston kom til Føroya við ársbyrjan og hevur síðan verið ein týðandi partur av KÍ-liðnum, bæði í landskappingini og í evropeiskum dystum.

    Hann hevur eisini skorað sítt fyrsta mál fyri felagið í einum týdningarmiklum evropeiskum dysti á útivølli.

  • Chelsea ákært fyri 74 lógarbrot

    Chelsea ákært fyri 74 lógarbrot

    Enska fótbóltssambandið ákærir Chelsea fyri 74 brot á reglurnar um umboðsfólk, millumfólk og íløgur frá triðja parti í leikarar.

    Talan er um tíðarskeiðið frá 2009 til 2022, tá ið Roman Abramovitsj átti felagið. Flestu brotini vóru í kappingarárunum frá 2010/11 til 2015/16.

    Chelsea hevur freist til 19. septembur at svara ákærunum.

    Chelsea sigur seg sjálvt hava boðað frá møguligu brotunum, og sigur seg samstarva við myndugleikarnar.

    Síðan 2022 hevur felagið verið í ogn hjá Clearlake og Todd Boehly-konsortiinum.

  • B36 vann móti 07 Vestur í 1. deild

    B36 vann móti 07 Vestur í 1. deild

    Næstbesta liðið hjá B36 vann kvøldsins dyst í 1. deild móti teimum næstbestu hjá 07 Vestur.

    Úrslitið gjørdist 1-0 til heimaliðið. Jóhann Joensen skoraði málið tíggju minuttir fyri tíð.

    Tey trý stigini eru kærkomin hjá B36, sum í løtuni sær út til at fara at bjarga sær í næstbestu deildini.

    07 Vestur er niðast, og tað sær rættiliga ómøguligt út hjá teimum at sleppa undan niðurflyting.

  • Christian Eriksen til Wolfsburg

    Christian Eriksen til Wolfsburg

    Danski landsliðsleikarin, Christian Eriksen, heldur fram við fótbóltslívinum í týska felagnum Wolfsburg. Tað boðar týska felagið frá á heimasíðun síni

    33 ára gamli veteranurin hevur skrivað undir sáttmála, sum varar til 2027.

    Eriksen var uttan felag, eftir at sáttmálin við Manchester United gekk út í summar.

    Eriksen hevur spælt 144 landsdystir og skora 46 mál fyri danskalandsliðið.

  • Albert høvuðsungdómsvenjari í 07 Vestur

    Albert høvuðsungdómsvenjari í 07 Vestur

    07 Vestur hevur sett Albert Ellefsen sum høvuðsungdómsvenjara. Albert hevur drúgvar royndir sum venjari og hevur áður arbeitt við ungdómsarbeiði í felagnum.

    Hann skal nú savna og stuðla lokalum venjarum, og virka sum mentor. Felagið væntar, at hansara tilknýti til nærumhvørvið fer at styrkja samanhald og fótbóltsgleði.

    Albert sigur, at hann gleðir seg at skapa góðar karmar fyri børn og ung.

  • Botndystur í 1. deild í kvøld

    Ein dystur verður spældur í 1. deild við monnum í kvøld.

    Klokkan 20.00 spæla næstbestu liðini hjá B36 og 07 Vestur í Gundadali.

    B36 er beint omanfyri niðurflytingarstrikuna við 18 stigum, javnir í stigum við NSÍ. 07 Vestur er langt aftast við einans 7 stigum, og tí mugu teir vinna, um teiri skulu gera sær nakrar vónir at koma upp um niðurflytingarstrikuna.

    1. deild á FaroeSoccer >

  • Fyrsti muslimski spælarin hjá Onglandi

    Fyrsti muslimski spælarin hjá Onglandi

    Tottenham-spælarin Djed Spence skrivaði søgu í gjárkvøldi, tá ið hann gjørdist fyrsti muslimur nakrantíð, sum hevur spælt á enska landsliðnum í fótbólti.

    Spence kom inn í 5-0 sigrinum móti Serbia í HM-undankappingini.

    Muslimska umhvørvið í Bretlandi kallar hetta ein merkisdag.

    –⁠ Hann spælir ikki bert fyri Ongland, men fyri muslimum kring heimin, sigur Ebadur Rahman, sum er ráðgevi hjá fleiri muslimskum ítróttafólkum í Onglandi

  • Barcelona spælir heimadyst á lítlum leikvølli

    Barcelona spælir heimadyst á lítlum leikvølli

    Bara 6.000 áskoðarar sleppa at síggja Barcelona á heimavølli móti Valencia sunnudagin. Orsøkin er, at felagið ikki hevur fingið neyðugu loyvini at brúka Camp Nou, sum er undir umbygging.

    Tí verður dysturin fluttur til Johan Cruyff-leikvøllin á venjingarøkinum hjá Barcelona.

    Vanliga er tað kvinnuliðið hjá Barcelona, sum spælir á hesum lítla leikvølli, sum kortini tekur fleiri fólk enn okkara Tórsvøllur.

  • Brasil og Argentina taptu í nátt

    Tey bæði stóru fótbóltslondini í Suðuramerika taptu sínar dystir í HM-undankappingini í nátt. Bæði hava longu tryggjað sær pláss í HM-endaspælinum komandi summar.

    Brasil tapti 1-0 móti Bolivia eftir eitt umstrítt brotsspark, givið eftir VAR-kanning.. Hetta var fyrsti sigurin hjá Bolivia á Brasil síðan 2009, sum eisini tryggjaði teimum 7. plássið, sum gevur møguleika spæla seg til HM komandi vár.

    Brasil fall av øðrum niður á fimta pláss á stigatalvuni. Liðið hevur bert vunnið tríggjar av átta dystum og hevur tapt fýra av teimum seinastu fimm.

    Argentina uttan Lionel Messi tapti eisini, hesaferð 1-0 móti Ekvador. Bæði liðini vóru longu tryggjað pláss í HM. Nicolás Otamendi var útvístur í fyrra hálvleiki. Enner Valencia skoraði sigursmálið við brotssparki langt inni í yvirtíðini.

    Argentina, Ekvador, Kolumbia, Uruguai, Brasil og Paraguai hava longur tryggjað sær pláss í HM-endaspælinum í USA næsta summar.

    Síggj alla stigatalvuna
  • Ísland argaði Frakland – Úrslit í kvøldsins HM-undandystum

    Ísland hevði bóltin í málunum, og hildu teir høvdu javnað til 2-2 móti Fraklandi, men VAR kolldømdi málið.

    Andri Lucas Guðjohnsen legði Ísland á odda í 21. minutti. Frakland javnaði við brotssparki, sum Kylian Mbappé skoraði úr beint áðrenn hálvleik.

    Í seinna hálvleiki legði Bradley Barcola Frakland framum 2-1. Fimm minuttir seinni fekk Tchouaméni reytt kort. Men Frakland slapp við hvøkkinum.


    Úrslit í HM-undandystum í kvøld

    Bólkur D

    • Aserbadjan – Ukraina 1–1
    • Frakland – Ísland 2–1

    Bólkur F

    • Armenia – Írland 2–1
    • Ungarn – Portugal 2–3

    Bólkur H

    • Bosnia-Hersegovina – Eysturríki 1–2
    • Kýpros – Rumenia 2–2

    Bólkur I

    • Noreg – Moldova 11–1

    Bólkur K

    • Albania – Lettland 1–0
    • Serbia – Ongland 0–5

    Støðan í øllum bólkunum sæst her

  • Televarpið: Hæddarpunktini frá U21-sigrinum móti Luksemborg

    Televarpið hevur gjørt ein samandrátt av sigrinum hjá U21 dreingjunum niðri í Luksemborg.

    Hygg her >

  • Haaland fimm mál – Noreg vann heili 11-1

    Haaland fimm mál – Noreg vann heili 11-1

    Noreg vann í kvøld ein risa stórsigur á Moldova, heili 11–1.

    Erling Braut Haaland gjørdi fimm mál og hevur nú skotið 49 landsliðsmál á 45 dystum.

    Martin Ødegaard og Thelo Aasgaard vóru eisini í høvuðsleiklutum. Ødegaard skoraði eitt mál og legði upp til fleiri. Aasgaard fekk hattrick eftir at Haaland gav honum eitt brotsspark, og skoraði sítt fjórða mál á yvirtíðini.

    Úrslitið hevur við sær, at Noreg tryggjaði sær sera góðan málmun í HM.undanbólki I.

    Noreg hevur nú vunnið allar sínar fimm dystir og liggur fremst í bólkinum, og kappast millum annað við Italia, um at spæla seg beinleiðis til HM-endaspælið.

  • B36 í flest ungdómsfinalum á Tórsvølli um vikuskiftið

    B36 í flest ungdómsfinalum á Tórsvølli um vikuskiftið

    Stóra steypafinaluvikuskiftið í ungdómsfótbólti verður um vikuskiftið á Tórsvølli. B36 er umboðað í fimm av seks finalum.

    Fríggjadagin 12. septembur klokkan 19:00 spæla AB og B36 finalu í U21.

    Leygardagin 13. septembur eru fimm finalur á skránni:

    Kl. 10:00 Víkingur – B36 (U13 dreingir)
    Kl. 11:30 07 Vestur – B36 (U13 gentur)
    Kl. 13:00 Víkingur – B36 (U15 dreingir)
    Kl. 16:00 FC Hoyvík – Skála (U16 gentur)
    Kl. 19:00 B36 – Víkingur (U17 dreingir)

    Atgongumerki fáast við dyrnar. Kostnaðurin er 50 krónur fyri vaksin. Børn og ung sleppa ókeypis.

  • Hans Jákup bjargaði brotssparki og sigrinum

    U21-manslandsliðið EM-undanbólkur C
    Luksemborg – Føroyar 0-1 (0-1)

    U21 menninir í fótbóltii hava framvegis fult stigatal eftir tríggjar dystir í EM-undankappingini.

    Í kvølld vunnu teir ein flottan sigur í Luksemborg, sum undan dystinum var mett at vera favorittur, tí teir hava mannað liðið við spælarum úr fleiri londum.

    Eftir hart trýst frá Luksemborg fyrstu løtuna, fóru Føroyar í eitt av sínum fyrstu álopum í 26. minutti, og endin var, at David Reynheim setti høvdið á eitt innlegg frá Heina Sørensen, og so var mál til Føroyar.

    Luksemborg hevði bóltin nógv mest í dystinum, og átta minuttir fyri tíð fingu teir eitt brotsspark, sum var torført at fáa eyga á, men dómarin segði, at bólturin kom í hondina á onkrum føroyingi.

    Málverjin, Hans Jákup Arngrímsson, gjørdi ikki mætari enn at bjarga brotssparkinum, og harvið gjørdist hann dagstins maður.

    Les meira
  • Hesir byrja fyri U21 móti Luksemborg

    Hesir ellivu byrja á vøllinum nú klokkan 18.30 spælir móti Luksemborg á útvølli í U21 EM-undanbólki C.

    Televarpið vísir dystin.

    Byrjanaruppstilling:

    Hans Jákup Arngrímsson – Ejvind Mouritsen, Jákup Vilhelmsen, Ingi Arngrímsson, Virgar Jónsson, Hanus Højgaard, Árni Nóa Atlason, Mattias Hellisdal, Heini Sørensen, Áki Samuelsen, Dávid Reynheim

    Útskiftarar:

    Rasmus Olsen (má), Bjarti Thorleifsson, Jónas Prior, Aron Benjaminsen, Dávid Andreasen, Tobias Hansen, Tokil Holm, Jógvan Gullfoss, Aron Reinert Hansen

  • Ange Postecoglou nýggjur venjari í Forest

    Ange Postecoglou nýggjur venjari í Forest

    Ange Postecoglou, sum var koyrdur sum venjari hjá Tottenham eftir at hava vunnið Europa League, er settur sum nýggjur venjari hjá Nottingham Forest.

    Hann tekur yvir eftir Nuno Espirito Santo, og tað skrivar Nottingham Forest á síni heimasíðu.

    Eigarin Evangelos Marinakis sigur, at Postecoglou hevur prógvað, at hann dugir at vinna steyp.

    Australiumaðurin hevur vunnið steyp annað árið í øllum feløgum, eisini í Tottenham, hóast liðið endaði á 17. plássi í Premier League.

    Nottingham Forest skal royna seg í Conference League seinni í heyst..

  • Myndir frá landsdystinum í gjár

    Fótbóltssambandi hevur deilt myndir frá 1-0 sigrinum móti Gibralgar í gjárkvøldið. Hans Erik Danielsen hevur tikið myndirnar.

  • Nottingham Forrest sendir Nuno til hús

    Nottingham Forrest sendir Nuno til hús

    Nottingham Forrest boðar í morgun frá, at felagið hevur loyst Nuno Espirito Santo úr starvinum sum høvuðsvenjari.

    Avgerðin kemur eftir, at sambandið millum portugisiska venjaran og eigaran Evangelos Marinakis er versnað nógv seinastu vikurnar.

    Nuno tók yvir í desembur 2023 og førdi felagið til eitt minnisvert kappingarár, har Forest tryggjaði sær europaspæl fyri fyrstu ferð síðan 1996.

    Men í ár hevur hann verið kritiskur og sagt, at felagið hevur ein stóran trupulleika.

    Forest hevur bert fingið fýra stig í trimum dystum og tapti seinast 0-3 móti West Ham.

  • Luca Modric 40 ár

    Luca Modric 40 ár

    Heimskendi fótbóltsleikarin, Luca Modric, sum fyri fáum døgum síðan spældi á Tórsvølli móti Føroyum, fyllir í dag 40 ár.

    Luka Modric er ein av heimsins fremstu miðvallarleikarum og ein tann mest vinnandi spælarin í søguni hjá Real Madrid við seks Champions League heitum

    Í 2018 vann hann Ballon d’Or sum besti spælari í heiminum.

    Modric hevur spælt yvir 190 landsdystir og leiddi Kroatia til HM-finaluna í 2018 og bronsu í 2022 .

    Hann er kendur fyri leikførleika, yvirblikk og støðufesti.

    Modric skifti í summar til italska felagið AC Milan

  • Martin Agnarsson avgjørdi dystin við sínum fyrsta landsliðsmáli

    Martin Agnarsson avgjørdi dystin við sínum fyrsta landsliðsmáli

    HM-undanbólkur L: Gibraltar- Føroyar 0-1 (0-0)

    Eftir ein vánaligan fyrra hálvleiki og eitt vánaligt fyrsta kortet av seinna hálvleiki, settu tríggjar innskiftingar lív føroyska landsliðið.

    Føroyar yvirtóku spælið seinasta hálva tíman, og høvdu fleiri rímiligar royndir móti málinum.

    Tað endaði við, at Martin Agnarsson var fyrstur á einum retur, tá ið málverjin hevði bjargað einum hálvkiksaðum skoti hjá Brandi Olsen, og ungi havnarmaðurin sendi bóltin í meskarnar í sínum fyrsta landsdysti frá byrjan.

  • Jóan Símun nýtt landsliðsmet

    Jóan Símun nýtt landsliðsmet

    Jóan Símun Edmundsson kom fyri løtu síðan inn á vøllin í landsdystinum móti Gibraltar.

    Hetta er hansara landsdystur nummar 96, og harvið tekur hann landsliðsmetið hjá bygdamanni sínum, Fróða Benjaminsen.

    Jóan Símun Edmundson spældi sín fyrsta landsdyst 12. august 2009 móti Fraklandi á Tórsvølli.

  • Málleyst í linligum fyrra hálvleiki í Gibraltar

    Málleyst í linligum fyrra hálvleiki í Gibraltar

    Einki er komið burturúr hja Føroyum í einum sera tomum fyrri hálvleiki millum Gibraltar og Andorra.

    Lítil ferð er á føroyska spælinum, og tað sama kann sigast um spælið hjá Gibraltar.

    Einki bit hevur verði í álopsspælinum, og tað hevur valla verið nøkur roynd móti málinum.

    Vónandi verður betri eftir steðgin.

  • Liðformaðurin heldur fram í EB/Streymi

    Liðformaðurin heldur fram í EB/Streymi

    Andras Ólason Olsen heldur fram í EB/Streymi til og við 2027.

    Hann spældi sín fyrsta dyst í 2015 og hevur síðani 2020 verið liðformaður. Sambært FaroeSoccer hevur hann leikt 230 dystir og skorað 18 mál.

    Andras sigur við heimasíðuna hjá EB/Streymi, at felagið hevur altíð fylt nógv hjá sær.

    – Hjartað er blátt og svart, sigur hann.

  • Nógvar broytingar móti Gibraltar

    Nógvar broytingar móti Gibraltar

    Seks broytingar eru á føroyska liðum, sum í kvøld skal spæla HM-undandyst móti Gibraltar niðri í Gibraltar.

    Samuel Chukwudi kemur inn í miðverjuna fyri leikbannaða Odmar Færø. Martin Agnarsson og Jann Benjaminsen koma inn á bakkarnar fyri Jóannes Kalsø og Viljorm Davidsen. Mitt á miðjuni kemur Geza Turi inn fyri Jákup Andreasen og vinstru megin kemur Jóannes Bjartalíð inn fyri Hanus Sørensen. Heilt frammi fær Páll Klettskar møguleikan í staðin fyri Meinhard Olsen.

    Liðið er hetta:
    Mattias Lamhauge – Jann Benjaminsen, Samuel Chukwudi, Andrias Edmundsen, Gunnar Vatnhamar, Martain Agnarsson – Árni Frederiksberg, Brandur Olsen, Geza Turi, Jóannes Bjartalíð – Páll Klettskarð.

    Á beinkinum:
    Bjarti Mørk (má), Bárður á Reynatrøð (má), Jóannes Kalsø Danielsen, Viljormur Davidsen, Meinhard Olsen, Jóan Símun Edmundsson, Gullbrandur Øregaard, Adrian Justinussen, Noah Mneney, Hanus Sørensen, Poul Kallsberg, Jákup Andreasen

    Les meira
  • Manchester City og Premier League hava gjørt semju

    Manchester City og Premier League hava gjørt semju

    Manchester City og Premier League hava gjørt semju um eitt a drúgt rættarstríð um APT-reglurnar, sum eru reglur, sum stýra virksemi millum ein fótbóltsfelag og fyritøkur, sum hava tilknýti til eigararnar.

    Stríðið snúði seg um avtalu við Etihad Airways, sum Premier League helt ikki hevði rættvíst marknaðarvirði.

    Ein óheft dómstólur staðfesti, at reglurnar vóru ólógligar, og fleiri broytingar vórðu gjørdar í 2024.

    Í novemburr atkvøddu 16 feløg fyri nýggju reglunum, meðan City, Newcastle, Forest og Villa vóru ímóti.

    Semjan merkir, at forðingar avtaluni við Etihad Airways nú eru tiknar burtur. Avtalan kann nú verða góðkend, men enn er einnki endaligt komið upp á pláss.

  • Hjulmand tekur yvir í Leverkusen

    Hjulmand tekur yvir í Leverkusen

    Fyrrverandi danski landsliðsvenjarin Kasper Hjulmand fer nú at standa á odda fyri týska felagnum Bayer Leverkusen.

    Felagið boðar frá at Hjulmand tekur yvir Erik ten Hag, sum fekk sekkin eftir bert tveir dystir av kappingarárinum..

  • Ætla at vinna móti Gibraltar í kvøld

    Ætla at vinna móti Gibraltar í kvøld

    Føroyska manslandsliðið í fótbólti spælir í kvøld klokkan 19.45 HM-undandyst í bólki L á útivølli móti Gibraltar.

    Í juni vunnu Føroyar á Tórsvølli 2-1 móti Gibraltar, og við útvarpið sigur landsliðsvenjarin, Eyðun Klakstein, at teir vita at teir eru favorittar í kvøld, og fara eftir sigrinum, hóast teir eisini vita, at Gibraltar er eitt gott lið.

    Eyðun Klakstein hevur boðað frá, at tað verða í minsta lagi tríggjar broytingar á liðnum.

    Samuel Chukwudi kemur inn í miðverjuna fyri leikbannaða Odmar Færø. Martin Agnarsson og Jann Benjaminsen verða møguliga møguliga á bakkkunum, og á miðvøllinum er væl møguligt at Géza Turi fær møguleikan. Heilt frammi kann væl verða, at Páll Klettskarð verður frá byrjan

    Dysturin verður vístur beinleiðis í sjónvparpinum, sum byrjar at senda beint eftir Dag og viku.

    FM1 sigur eisini beinleiðis frá dystinum og byrjar at senda klokkan 19.00.

  • Vit taptu, gott avrik og Modric kom inn

    Vit taptu, gott avrik og Modric kom inn

    Vit áttu kanska, at verið glað fyri at klára eitt heiðurligt eitt máls tap móti kroatisku fótbóltsstjørnunum. Men tann tíðin má vera farin nú, og tað var ógvuliga skuffandi, at tað ikki eydnaðist at fáa okkurt stig burtur úr hetta fyrsta heystarkenda kvøldið í ár. Og tað var eisini gott at síggja skuffilsið lýsa av okkara leikarum eftir dystin.

    Landsliðsvenjararnri, Eyðun Klakstein og Atli Gregersen hava megnað, at vent tunga huglaginum, sum var um landsliðið undir Håkan Ericson, og nú er nógv meira sprell í. Nú tíma fólk aftur at hyggja eftir landsliðnum, álopsspælið er komið aftur, og í heila tikið hava teir funnið fram ein spælistíl, sum hóskar nógv betri til Føroyar.

    Nú manglar bara veruligu at lyfta seg eins og hondbólturin, so at vit vinna stig og dystir. Áskoðararnir kundu eisini nógv fleiri verið í landsliðstroyggju, og so hevði eisini verið gott, um allir áskoðararnir vóru komnir inn, tá ið tjóðsangurin verður sungin. Forrestin, so ljóðaði tað framúr, tá ið Pól Arni Holm sang fyri tjóðsangin við síni kraftmiklu rødd.

    (more…)
  • Jota spældi við einum smíli

    Jota spældi við einum smíli

    Sjokkið, sum rakti okkum tíðliga hósmorgunin, tá ið deyðsboðini av Diogo Jota frættust, var ræðiligt, og hóast vit í Føroyum ikki kendu Diogo Jota persónliga, so rakar tað allar Liverpoolfjepparar, tá ið ein av okkara leikarum brádliga doyr í syrgiligari ferðsluvanlukku.

    Men fyrst og fremst er missurin svárur hjá konuni, børnunum og foreldrunum, sum mistu tveir synir í bestu árum. Tað ber ikki til at seta seg inn í teirra støðu, og má jesuspápi fylgja teimum í hesi sváru tíð.

    Fyri okkum Liverpoolfjepparar í Føroyum og um allan heimin, var Jota ein av leikarunum, sum kom inn í stovuna hjá okkum hvørt vikuskifti, tá ið Liverpool spældi og ofta eisini mitt í viku.

    Eisini hava nógvir føroyskir fjepparar verið niðri á Anfield og sæð Jota spæla. Myndin omanfyri er tikin undan dystinum móti Tottenham í apríl, tá ið undirritaði, saman við einum feraðlagi hjá Liverpool Føroyum, sá okkara hetjur tryggja sær meistaraheitið.

    (more…)