Category: Fótbóltur

  • HB reisti seg aftur

    Alt rokið uttanfyri vøllin í HB, sást ikki á vøllinum, tá ið HB vann 4-1 móti Skála í Gundadali í kvøld.

    Nakað fyri hálvleik skoraði Stefan Radosavljevic til 1-0 eftir upplegg frá Noah Mnenéy, og Jákup L. Thomsen økti til 2-0.

    Hóast HB var nógv betri í seinna hálvleiki, var tað Markus Isaksen, sum minkaði til 2-1.

    Men HB fótaði sær aftur, og Heini Sørensen økti til 3-1 við frálíkum máli, áðrenn Noah Mnenéy staðfesti 4-1 sigurin í yvirtíðini eftir gott skjótálop.

    HB hevur nú 21 stig og níggju stig niður til niðurflytingarstrikuna og bara tvey stig upp til Víking á fjórða plássi.

    Skála er niðast við 11 stigum og fær leygardagin vitjan av B68, sum er á næstaftasta plássi við 12 stigum.

    Dysturin á dystir.fo

    Stigatalvan á dystir.fo

  • Martinelli avgjørdi fyri Brasil í seinastu løtu

    Japan legði seg fram um móti Brasil, tá ið Kaishu Sano skoraði í fyrra hálvleiki. Brasil hevði bóltin nógv, men kom ikki ígjøgnum, og Japan helt fast til steðgin.

    Í øðrum hálvleiki fekk Brasil tamarhald á dystinum. Casemiro javnaði til 1-1 eftir 56 minuttir, tá ið hann skallaði bóltin í málið við handaru stong. Brasil trýsti støðugt, meðan Japan royndi við seg við mótálopum við sínum kviku spælarum.

    Tá 95 minuttir vóru farnir, fall avgerðin. Gabriel Martinelli tók væl móti einari góðari sending frá Bruno Guimaraes og setti bóltin í netið til 2-1

    Brasil skal nú spæla áttandapartsfinalu móti vinnaranum av dystinum millum Noreg og Fílabeinsstrondina.

    Síggj hæddarpunkt úr dystinum >>

  • Kanada fyrsta landið í áttandapartsfinalunum

    Kanadiska landsliðið í fótbólti skrivaði í kvøld søgu, tá ið Stephen Eustáquio hamraði ein fluktara flatt í málið tveir minuttir inni í yvirtíðini.

    Dysturin móti Suðurafrika var tættur og nakað av fjáltri sást á liðunum, og á SoFi leikvøllinum sást, hvussu nógv tað hevði at siga fyri vertslandið at vinna.

    Suðurafrika spældi væl, men skapti lítið. Hinvegin var Kanada meira vandamikið. Móti endanum á dystinum yvirtóku teir eisini spælið, og tað gav úrslit.

    Í næsta umfari skal Kanada møta vinnaranum í dystinum millum Niðurlond og Marokko.

  • EB/Streymur vann gott stig móti B36

    EB/Streymur vann gott stig móti B36

    Meistardeildin hjá monnum heldur fram at koma við óvæntaðum úrslitum, sum kanska ikki eru so óvæntað kortini, nú tey henda so ofta.

    Við Margáir legði B36 seg beinanvegin fram um, tá ið Bartal Páll Klein skoraði í fyrsta minutti.

    Gestur Bogason Dam, sum áður hevur spælt við B36, vilda tað tó øðrvísi, og hann bæði javnaði og legði EB/Streym fram um.

    B36 hevði meginpartin av spælinum allan dystin, og tá ið 66 minuttir vóru spældir, eydnaðist Ragnari Samuelsen at javna, tá ið hann var fyrstur á einum leysum bólti, eftir at málverjin hevði bjargað einum langskoti.

    Fleiri mál komu ikki. EB/Streymur vann eitt gott stig í botnstríðnum.

    B36 megnaði ikki at vinna triðja dystin á rað og er fyribils dragna í oddastríðnum. Teir hava tó framvegis heili nýggju stig at geva av, áðrenn teir missa plássið í Evropa.

    Dysturin á dystir.fo

    Stigatalvan á dystir.fo

  • 07 Vestur fyrsta liðið at vinna á KÍ undir Powell

    07 Vestur fyrsta liðið at vinna á KÍ undir Powell

    07 gjørdist í dag fyrsta liðið, sum vinnur á KÍ við Magnus Powell sum venjara.

    KÍ vann 1-0 við einum máli, sum Casper Hansen skoraði við fløtum langskoti miðskeiðis í seinna hálvleiki.

    KÍ trýsti nógv á seinastu løtuna at javna. Árni Frederiksberg rakti stongina, og onkursvegna bjargaði málverjin hjá 07 Vestur, Sebastian Wille, tá ið Páll Klettskarð slapp at skjóta beint framman fyri málinum.

    Harvið vann 07 Vestur annan dystin á rað, síðan Tór Ingar Akselsen tók við sum venjari. Samstundis fara teir eisini upp um niðurflytingarstrikuna, í hvussu er til Skála og B68 spæla sínar dystir mánakvøldið

    Hetta er fyrsti ósigur hjá KÍ í bestu deildini í meira enn tvey ár. 2. juni í 2024 tapti KÍ 2-0 fyri Víkingi. Hetta er, sum nevnt, eisini fyrsti ósigurin hjá venjaranum, Magnus Powel, í landskappingini, síðan hann kom til KÍ undan landskappingini í fjør.

    Ósigurin hjá KÍ gevur NSÍ ein gyltan møguleika at draga frá teimum í meistarastríðnum. Um NSÍ vinnur á Víkingi í Gøtu í morgin, eru teir fimm stig fremst.

    Dysturin á dystir.fo

    Stigatalvan á dystir.fo

  • Hvørjum sekstandapartsfinalum skalt tú hyggja eftir?

    32 lond eru komin víðari til sekstandapartsfinalurnar í HM, og nú er greitt hvørji lond spæla móti hvørjum.

    Hvørjum sekstandapartsfinalum skalt tú hyggja eftir? Her er yvirlit.


    Sekstandapartsfinalur í HM í fótbólti 2026

    Sunnudagur 28. juni

    Kl. 20:00 Suðurafrika – Kanada

    Mánadagur 29. juni

    Kl. 18:00 Brasil – Japan
    Kl. 21:30 Týskland – Paraguai

    Týsdagur 30. juni

    Kl. 2:00 Niðurlond – Marokko
    Kl. 18:00 Fílabeinsstrondin – Noreg
    Kl. 22:00 Frakland – Svøríki

    Mikudagur 1. juli

    Kl. 2:00 Meksiko – Ekvador
    Kl. 17:00 Ongland – Fólkalýðveldið Kongo
    Kl. 21:00 Belgia – Senegal

    Hósdagur 2. juli

    Kl. 1:00 USA – Bosnia-Hersegovina
    Kl. 20:00 Spania – Eysturríki

    Fríggjadagur 3. juli

    Kl. 0:00 Portugal – Kroatia
    Kl. 4:00 Sveis – Algeria
    Kl. 19:00 Avstralia – Egyptaland
    Kl. 23:00 Argentina – Grønhøvdaoyggjar

    Leygardagur 4. juli

    Kl. 2:30 Kolumbia – Gana

    Her sæst, hvussu londini møtast víðari

  • Messi kom inn og bøtti um málmetið í HM

    Lionell Messi byrjaði á beinkinum, tá ið Argentina vann 3-1 á Jordan. Men tá ið hann kom inn eftir ein tíma, skrúaði hann beinanvegin eitt frispark rundan um múrin og skoraði sítt sætta HM‑mál í trimum dystum. Messi hevur nú skotið19 HM-mál tilsamans.

    Argentina skifti níggju mans út til dystin, og Giovani Lo Celso og Lautaro Martínez høvdu longu lagt Argentin fram um 2-0, áðrenn Jordan minkaði við Mousa Al‑Tamari.

    Í hinum dystinum í bólki K millum Algeria og Eysturríki endaði javnt 3-3. Harvið fóru bæði londini víðari, akkurát sum væntað.

    Riyad Mahrez legði Algeria fram um 3-2 í yvirtíðini, men Sasa Kalajdzic javnaði beint aftaná. Úrslitið sendi Iran út av kappingini. Hetta hendi 44 ár eftir “gøluna” í Gijon», og aftur hesaferð vistu liðini, at javnleikur fekk bæði liðini víðari.

    Nú skal Algeria møta Sveis, meðan Eysturríki skal spæla móti Spania. Argentina vann bólkinn og møtir Grønhøvdaoyggjum í sekstandapartsfinaluni.

    Stigatalvurnar í HM

  • Kolumbia og Portugal einki mál í sera góðum dysti

    Í bólki K spældu Kolumbia og Portugal í nátt ein sera góðan dyst, har serliga Kolumbia spældi sera góðan og fótbólt, og at enda fekk bóltin í málið. Men málið varð eftir VAR kolldømt fyri rangstøðu, hóast var torført at síggja í endurtøkunum.

    Málleysi javnleikurin hevði við sæt, atKolumbia vann bólkin og Portugal gjørdist nummar tvey.

    Kolumbia møtia Gana í 1/16-finalunum og Portugal møtir Kroatia.

    Í hinum dystinum í bólkinum vann DR Kongo 3-1 móti Usbekistan. Kongo kom harvið víðari á triðja plássi, og skal møta Onglandi 1/16-finalunum.

    Stigatalvurnar í HM

  • Skotland úti – Steve Clarke sigur upp

    Á midnátt gjørdist endaliga greitt, at Skotaland er úti úr HM‑endaspælinum, og stutt eftir varð staðfest, at Steve Clarke hevur sagt upp eftir sjey ár sum landsliðsvenjari.

    Tá ið Gana tapti 2‑1 fyri Kroatia, var ikki longur møguligt hjá Skotlandi at røkka millum átta teir bestu tríararnar.

    Clarke skrivar í einum almennum brævi, at tað hevur verið ein heiður at vera “gaffer”, og at leikararnir hava uppiborið alt rós.

    Nú byrjar arbeiðið hjá skotska fótbóltssambandinum at finna ein nýggjan venjara.

  • Kane tók HM-met frá Lineker – Ongland vann bólk L

    Ongland tryggjaði sær við 2-0 sigri á Panama fyrsta plássið í HM‑bólki L.

    Jude Bellingham stýrdi í seinna hálvleiki einum hornasparki í netið. Síðan avgjørd Harry Kane dystin og fór fram við Gary á Lineker sum mest skorandi enski leikarin í HM‑søguni við ellivu málum.

    Ongland hevði bóltin nógv, men tað var torført at skapa stórar møguleikar, og Panama var eisini vandamikið nakrar ferðir.

    Í hinum dystinum vann Kroatia 2-1 á Gana. Petar Sucic skoraði fyrst, men Derrick Luckassen javnaði. Nikola Vlasic skoraði sigursmálið eftir hornaspark frá Luka Modric, sum við 40 ár og 291 døgum gjørdist elsti leikari nakrantíð at leggja upp til eitt mál í HM.

    Kroatia og Gana eru víðari sum nummar tvey og trý. Ongland møtir helst Senegal í 1/16-finalujni, meðan Kroatia møtir nummar tvey í bólki K, og Gana skal spæla móti vinnaranum í sama bólki. Kolumnia og Portugal spæla í løtuni um fyrsta plássið í bólki K.

    Stigatalvurnar í HM

  • 44 ára gomul gøla kann endurtaka seg í nátt

    44 ár eru síðan gøluna í Gijon, tá ið Eysturríki og Vesturtýskland spældu ein syndarligan dyst, har ein vesturtýskur 1-0 sigur gjørdi, at bæði liðini komu víðari, samstundis sum Algeria mátti heim.

    Í 80 minuttir spældu teir bóltin runt, og Algeria sendi eftir dysti klagu til FIFA, men tað hjálpti einki.

    Í nátt klokkan 3.00 kann gølan endurtaka seg, og hesaferð er Algeria beinleiðis umboðað í dystinum, tá ið teir spæla móti Eysturríki fyri fyrstu ferð síðan 1982.

    Ein javnleikur kann senda bæði londini víðari, tí bæði hava ein sigur og eitt tap. Eysturríki er nummar tvey orsakað av málmuni.

  • Áki tvey mál móti FCK

    Áki tvey mál móti FCK

    Hoyvíkingurin, Áki Samuelsen, skoraði tvey mál móti FCK í venjingardysti í dag. FCK vann 5-3.

    Áki skoraði eisini í eitt frálíkt mál í venjingardyst fyrr í vikuni.

    Tað hevur verið eitt sindur avmarkað við spælitíð hjá Áka í Allsvenskan, men møguleikin fyri meira spælitíð skuldi verið øktur við góðu avrikunum í venjingardystunum.

    Svenska andskappingin byrjar aftur 4. juli. Mjallby er nummar seks.

    Bolt.fo skrivar, at Mjallby skal spæla Champions League í summar. Teir fingu eitt gott lutakast, og skulu spæla móti vinnaranum av dystinum millum meistararnar úr Gibraltar og Andorra.

  • Messi á beinkinum móti Jordan

    Messi á beinkinum móti Jordan

    Messi verður á beinkinum í kvøld, tá ið Argentina spælir seinasta bólkadystin móti Jordan.

    Venjarin, Scaloni váttar, at Lionel Messi verður á beinkinum, tí Argentina longu er víðari sum bólkavinnari eftir sigrar á Algeria og Eysturríki.

    Messi skoraði hattrick og síðan tvey mál. Nú fáa aðrir spælarar møguleikan, sigur venjarin. Dysturin móti Jordan verður klokkan 3 í nátt.

  • Trossard skaraði burturúr í 5-1 sigri

    Arsenal-leikarin, Leandro Trossard, gekk undan, tá ið Belgia vann 5-1 móti Nýsælandi og vann bólk G í HM-endaspælinum.

    Belgia hevur havt torført við at skora, men í nátt kom hol á í seinna hálvleiki. Trossard skoraði tvey og legði upp til eitt mál. Kevin De Bruyne, Romelu Lukaku og Alexis Saelemaekers skoraðu hini málini.

    Í hinum dystinum í bólki G endaði javnleiður 1-1 millum Iran og Egyptaland. Bæði liðini eru víðari. Iran fekk mál kolldømt á yvirtíðini, og Egyptaland gjørdist nummar tvey í bólkinum.

    Belgia spælir móti Suðurkorea í 1/16 finalunum, Egyptaland møtir Australia, meðan Iran ikki kennir mótstøðuliðið enn.

    Stigatalvurnar í HM

  • Oyggjaland víðari – Fyrrverandi heimsmeistari úti

    Spania og Grønhøvdaoyggjar eru komin víðari til 1/16-finalurnar í HM.

    Grønhøvdaoyggjar eru víðari fyri fyrstu ferð nakrantíð. Teir spældu málleysan javnleik móti Saudi Arabia. Teir spældu tríggjar javnleikir í bólkaspælinum, sum er nokk at koma víðari.

    Gleðin var sera stór, tá ið tað var greitt, at landið við 500.000 íbúgvumfólkum var komið víðari. Nú bíða Lionel Messi og Argentina í 1/16-finalunum.

    Hinvegin er tvífaldi heimsmeistarin Uruguai úti. Teir taptu 1-0 móti Spania í nátt.

    Alex Baena skoraði málið í fyrra hálvleiki, tá ið 40 ára gamla málmanslegendan hjá Uruguai, Fernando Muslera, gjørdi ein stóran feil. Muslera bað sjálvur bað um at verða skiftur út í hálvleikinum.

    Spania møtir Eysturríki ella Algeria í 1/16-finaluni.

    Stigatalvurnar í HM

  • Dembele vann á eykaliðnum hjá Noreg

    Norski landsliðsvenjarin, Ståle Solbakken, valdi heldur óvæntað at spara alt liðið í HM-dystinum móti Fraklandi í bólki I.

    Bæði liðini vóru komin víðari undan dystinum, sum var um fyrsta plássið í bólkinum.

    Ousmane Dembélé legði Frakland fram um beinanvegin og økti eisini til 2-0 um miðjan fyrra hálvleik. Thelo Aasgaard minkaði beinanvegin til 2-1 við góðum málið. Men Ousmane Dembélé var ikki liðugur enn, og skoraði nakrar minuttir seinni til 3-1.

    Í seinna hálvleiki hevði Strand Larsen møguleika at minka um munin við brotssparki, men skotið var sera vánaligt. Í yvirtíðini gjørdi Désiré Doué tað til 4-1 til Frakland.

    Harvið vann Frakland bólkin, og Noreg gjørdist nummar tvey.

    Noreg skal spæla móti Fílabeinsstrondini í 1/16 -finalunum. Frakland møtir væntandi Svøríki.

    Senegal tryggja sær triðja plássið og víðari luttøku við 5-0 sigri á Irak. Tað merkir samstundis, at Skotland ikki kemur víðari.

    Stigatalvurnar í HM

  • City keypir enskan landsliðsleikara fyri 116 milliónir pund

    Besta enska liðið seinastu tíggju árini, Manchester City, hevur gjørt avtalu við Nottingham Forest um at keypa miðvallaran Elliot Anderson. Tað skrivar Sky Sports.

    Forest hevur givið loyvi til læknakanning, men tað er óvist nær, tí England skal leygardagin spæla móti Panama í HM.

    Prísurin er 116 milliónir pund, og tað ger Anderson til dýrasta bretan nakrantíð. Í Onglandi verður spekulera, um at prísurin ikki er 115 milliónir, tí tað minnir ov nógv um tær tiltiknu 115 ákærurnar móti City fyri fíggjarligt óskil.

    Anderson er er byrjaður inni báðar dystirnar í HM-bólkaspælinum.

    10 teir dýrastu leikararnir í Premier League >>
  • Skotland bíðar eftir HM-lagnuni

    Torskildi tríararoknskapurin í HM ger, at millum annað Skotland og Svøríki eru í bíðistøðu. Skotland um teir koma víðari, og Svøríki hvørjum teir skulu møta komandi dagarnar.

    Skotland tapti 3-0 fyri Brasili og endaði nummar trý í bólki C við trimum stigum og -3 í málmuni. Teir liggja á 8. plássi á triðjaralistanum, har átta av tólv tríarum koma víðari.

    Støðan er tøtt og fleiri bólkar eru ikki liðugt spældir, og Skotland hevur sambært Opta bara 5,26% møguleika at koma víðari, og nógv úrslit skulu fella rætta vegin, um Skotland skal koma víðari. Men teir mugu bíða, áðrenn teir kunnu fara í summarfrí.

    Svøríki er eisini í óvissu. Teir eru komnir víðari sum tríari, og teir kunnu koma tí ta støðu, at teir skulu bíða til hálvtannað samdøgur áðrenn, hvørjum teir skulu spæla móti í 1/16-finaluni. Møguligt mótstøðuland eru Týskland, Frakland, Noreg, Meksiko ella USA, alt eftir hvussu tríararoknskapurin verður.

    Svensku miðlarnir kalla støðuna ótolandi.

  • Minti um avtalað spæl – Avstralia og Paraguai víðari

    Seinastu dystirnir í bólki D í HM vóru spældir tíðliga í morgun.

    Paraguai og Avstralia spældu málleysan javnleik, og so vóru bæði liðini víðari til 1/16-finalurnar í HM. Dysturin var sera keðiligur, og ikki løgið um onkur heldur, at úrslitið var avtalað spæl.

    Avstralia endar sum nummar tvey í bólkinum, meðan Paraguai endar á triðja plássi við 4 stgum, sum tryggjar teimum at enda millum átta tey bestu londini í tríararoknskapinum.

    Í hinum dystinum vann Turkaland 3-2 á USA. Hetta vóru fyrstu stigini hjá Turklandi, og ikki nokk at koma víðari. USA hevði hinvegin vunnið bólkin frammanundan eftir sigrar í tveimum teimum fyrstu dystunum.

    USA møtir Bosnia-Hersegovina í 1/16-finaluni, meðan enn er ógreitt hvørjum Avstralia og Paraguai skula spæla móti.

    Stigatalvurnar í HM

  • Svøríki víðari í HM sum tríari

    Eina løtu sá ikki gott út hjá Svøríki, men við 1-1 javnleiki móti Japan tryggjaði Svøríki sær triðja plássið í bólki F og víðari luttøku í HM.

    Japan var betra liðið stóran part av dystinum, og tíðliga í seinna hálvleiki legði Daizen Maeda Japan fram um.

    Síðan yvirtók spælið, og Anthony Elanga javnaði við góðum skoti fáar minuttir seinni.

    Móti endanum á dystinum hevði Svøríki fleiri góðar royndir móti japanska málinum, men fleiri mál komu ikki.

    Í hinum dystinum í bólki F vunnu Niðurlond 3-1 á Tunesia. Fyrsta málið var sjálvmál. Brian Brobbey økti til 2-0, áðrenn Hazem Mastouri minkaði til 2-1. Jan Paul van Hecke skoraði seinasta málið hjá Niðrulondum.

    Japan gjørdist nummar tvey í bólki F.

    Stigatalvurnar í HM

  • Ekvador vann á Týsklandi og er víðari

    Tað var sum eitt ævintýr, tá ið Ekvador vendi HM‑dystinum móti Týsklandi og vann 2-1, og harvið spældi seg víðari til 1/32-finalurnar.

    Leroy Sané legði Týskland fram um, men Nilson Angulo javnaði skjótt til 1-1.

    Í 77. minutti fall avgerðin, tá ið Gonzalo Plata sendi bóltin upp í nettakið

    Tað er greitt, at Ekvador kemur víðari, tí liðið er ovast á listanum yvir bólkatríararar við 4 stigum. Nakrir av hinum tríarunum hava longu spælt liðugt og kunnu í mesta lagi fáa 3 stig. Tað er tí ómøguligt, at Ekvador fer niður um 8. plássið í tríararoknskapinum.

    Týskland var longu bólkavinnari í bólki E, og Fílabeinsstrondin gjørdist nummar tvey eftir 2-0 sigur móti Kurasau í kvøld.

    Stigatalvurnar í HM

  • Víkingur flongdi skroypiligt HB

    Løgmanssteypið, seinna hálvfinala
    Víkingur – HB 4-0 (2-0) (Samanlagt 5-2)

    Víkingasangurin rungaði í Sarpugerði, meðan HB-viðhaldsfólk smoygdu sær snópin suður aftur til Havnar.

    Víkinginur hevði júst bukað HB av 4-0 í seinnu hálvfinaluni í steypakappinginin og harvið sent HB úr steypakappingini, sum nærum var seinasta vónin hjá havnarfelagnum at spæla seg út í Evropa komandi ár.

    Les alla dystarfrásøgnina
  • FIFA útihýsir asiatiskum landi

    Sambært The Guardian hevur FIFA útihýst Nepal frá øllum altjóða kappingum. Orsøkin er “óheimilað íblanding frá triðjaparti”, har ósemja hevur verið millum nepalska fótbóltsambandið og landsins almenna ítróttarmyndugleika.

    Tað er brot á reglurnar hjá FIFA, sum banna almennum myndugleikum at blanda seg upp í fótbóltin.

    Nepal sleppur nú ikki at spæla HM‑kappingar, kappingar um asiatiska meistaraheitið, umframt at landið ikki sleppur at vera við í menningarætlanum hjá FIFA.

  • HB sendir André til hús

    HB sendir André til hús

    HB boðar seinnapartin frá, at felagiðhevur valt at enda samstarvið við André Olsen sum høvðusvenjara hjá HB-monnum.

    Eftir vánaligu gongdina seinastu tíðina, er avgerð tikin um at enda samstarvið millum HB og André Olsen.

    HB er innan stutta tíð at seta nýggjan høvuðsvenjara.

  • NSÍ gav B36 fyrsta ósigurin og er fremst

    NSÍ gav B36 fyrsta ósigurin og er fremst

    NSÍ vann í kvøld greiðan 3-0 sigur á B36 í oddadystinum hetta umfarið. Hetta var fyrsta tapið hjá B36 í Meistaradeildini í ár.

    Undan dystinum høvdu bæði liðini 26 stig, tað sama sum KÍ.

    B36 hevði meira spæl tíðliga í dystinum. Men brádliga skoraði NSÍ tvey mál eftir lítlari løtu.

    Fyrst fekk Tobias Hestad fótin á eitt innlegg frá Alex Freyr Elisson, og síðan skallaði Michal Przybylski bóltin í málið.

    Nakrar minuttir fyri hálvleik fekk Heini Vatnsdal hjá B36 sítt annað gula kort og mátti av vøllinum.

    Í seinna hálvleiki sendi Viljormur Davidsen eitt fríspark beinleiðis í málið úr spíðskum vinkli til úrslitið 3-0.

    NSÍ er nú fyribils oddalið til KÍ spælir móti Skála í morgin.

    Dysturin á dystir.fo

    Stigatalvan á dystir.fo

  • Solbakken: Vit eru øll hyklarar

    Solbakken: Vit eru øll hyklarar

    Norski landliðsvenjarin, Ståle Solbakken, legði ikki fingrarnar millum, tá ið hann møtti fjølmiðlunum á HM-tíðindafundi.

    Hann varð spurdu um irakiska Aymen Hussein, sum varð avhoyrdur í nærum sjey tímar í Chicago.

    Solbakken segði, at “vit eru øll hyklarar”, og at nógv kundi verið gjørt øðrvísi. Hann vísti á bæði visumtrupulleikar og at vertslandið er í kríggi við annað land.

    Hann staðfesti, at nógv uttanum tað ítróttaliga órógvar fyrireikingarnar, og at fleiri støður kundur verið gjørdar øðrvísi. Men Noreg er nú her fyri at spæla fótbólt, segði hann.

    Noreg spælir fyrsta dystin móti Irak týskvøldið klokkan 23.00.

  • Trý reyð kort  – Meksiko vann lættliga

    Trý reyð kort – Meksiko vann lættliga

    Meksiko og Suðurafrika spældu í kvøld fyrsta dystin í HM-endaspælinum.

    Á heimavølli legði Meksiko trýst á Suðurafrika langt frammi á vøllinum, og tað gav longu úrslit í níggjandi minutti, tá ið Suðurafrika misti bóltin, og Julian Quinones skoraði.

    Meksiko var betra liðið og rakti millum annað stongina,

    Tíðliga í seinn hálvleiki fekk Sphephelo Sithole hjá Suðurafrika reytt kort og miðskeiðis í seinna hálvleiki økti Raul Jimenez við einum góðum skallara.

    Móti endanum á dystinum komu tvey reyð kort afturat. Themba Zwane hjá Suðurafrika fyri eitt slag sum VAR tulkaði til reytt kort, og Cesar Montes hjá Meksiko fyri ein neyðbremsu,

    Stigatalvur í øllum bólkum

    Dystarskráin og úrslit

  • Hanus bjargaði Baltic Cup

    Manslandsliðið í fótbólti vann í dag bronsudystin í venjingarkappingini Baltic Cup 1-0 móti Lettlandi.

    Innskifti Hanus Sørensen skoraði málið í seinna hálvleiki eftir góða sending frá Jóannesi Bjartalíð. Hanus lat seg úr troyggjuni, og við teksti á troyggjuni innanfyri ognaði hann málið systir síni, sum hevur krabbamein.

    Hanus hevur nú skorað fimm mál fyri Føroyar og nærkast spakuliga málmetinum á tíggju mál, sum Rógvi Jacobsen og Klæmint Olsen deila sínamillum.

    Dysturin í dag var eins og ósigurin fyri Estlandi leygardagin ein typiskur vinardystur. Tað hendi millum lítið og einki. Men málið og sigurin bjargaðu føroysku æruni. Petur Knudsen sendi eisini eitt gott fríspark á stongina.

    Í heyst skulu Føroyar spæla Nations Cup móti Moldova, Slovakia og Kasakstan.

    Mynd: Hans Erik Danielsen – fsf.fo

  • Oddmar Færø farin 62 ára gamal

    Fyrverandi landsliðsleikarin í fótbólti, Oddmar Færø, er deyður 62 ára gamal.

    Hann var ein av okkara frægu fótbóltsleikarum í 80’árunum, og sambært FaroeSoccer náddi hann í 1993 at spæla ein almennan landsdyst, eftir at føroyskur fótbóltur fekk millumtjóða góðkenning. Umframt spældi hann eisini fýra landsdystir fyrst í 80’árunum.

    Oddmar var sera evnaríkur og var millum annað tikin út til danskt ungdómslandslið saman við ongum minni enn Michael Laudrup. Hann spældi eisini við Glostrup IC í Danmark.

    Seinni valdi hann tannlækna­yrkið, men spældi tó við B36 og vann FM við B68 í 1992.

    Oddmar Færø er partur av einari heilt serligar ættarsøgu í føroyskum fótbólti.

    Pápi Oddmar, sum eisini æt Odmar við einum d, var eisini góður fótbóltsleikari og landsliðsleikari, og sonur Oddmar, sum sjálvandi eitur Odmar vi einum d, hevur nú í mong ár verið fastur á landsliðnum og er tað framvegis.

    Grein um teir tríggjar á fsf.fo


    Ivan Eginsson Eysturland hevur skrivað hesi orðini um Oddmar Færø út á Facebooksíðuna World Cups & Euros 1970-1998

  • Eriksen small aftur um á vøllinum

    Danski landsliðsleikarin, Christian Eriksen, small um í kvøld í venjingardystinum móti Ukraina í Odense. Dysturin varð steðgaður beinanvegin, og bæði danskir og ukrainskir spælarar gjørdu ring um hann.

    Hann fekk skjóta hjálp og reisti seg aftur eftir einari løtu. Hann gekk sjálvur av vøllinum.

    Danska fótbóltssambandið boðar frá, at hann er við vit og hevur tað gott eftir umstøðunum. Hann varð koyrdur á sjúkrahús til nærri kanningar.

    Støðan minti nógv um tilburðin í EM í 2021, tá ið Eriksen eisini small um og fekk innbygdan ein hjartakvikil.

    Dysturin móti Ukraina verður ikki spældur liðugur, og liðið er sjálvandi nógv ávirkað av hendingini.

  • Føroyar taptu fyri Estlandi

    Føroyar taptu fyri Estlandi

    Føroyar taptu í dag 1-0 í vinardystinum í Baltic Cup móti Estlandi. Hetta var triðja tapið á rað í kappingini.

    Estland skoraði í 66. minutti, tá Tony Varjund setti verjuna av við skotfintu og sendi bóltin í stongina og inn. Føroyar høvdu fáar royndir í fyrra hálvleiki, hóast Árni Frederiksberg hevði góða roynd útifrá.

    Beint áðrenn og beint aftaná málið komu okkara fram til møguleikar, men síðsti neyvleikin manglaði, og tað eydnaðist ikki at javna.

    Áki Samuelsen spældi sín fyrsta landsdyst, tá ið hann var skiftur inn seinasta hálvan tíma.

    Nú skulu Føroyar mánadagin spæla um triðja plássið móti Lettlandi.

    Dysturin á dystir.fo

  • Kvinnulandsliðið vendi dystinum

    Kvinnulandsliðið vendi dystinum

    Kvinnulandsliðið í fótbólti var aftanfyri bæði 1-0 og 2-1. Kortini eydnaðist at vinna HM-undandystin á útivølli móti Georgia 3-2 við tveimum málum seinastu minuttirnar.

    Georgia legði seg á odda við brotssparki. Beint fyri hálvleik javnaði Brá Zakariasardóttir. Eftir steðgin kom Georgia aftur á odda, og 2-1 sá út at gerast úrslitið.

    So varð Birita Ryan feld í hornasparksstøðu. Tórunn H. Joensen skoraði brotssparkið í 87. minutti. Í 90. minutti avgjørdi innskifta Tóra Mohr eftir innlegg frá innskiftu Eydnu Dalheim.

    Føroyar vunnu 3-2 og enda nummar tvey í bólkinum við seks stigum. Í næstu viku gerst greitt, um kvinnurnar sleppa at spæla røkkstøkkdystir um at koma til HM-endaspælið í Brasil komandi summar. Tað veldst um úrslit hjá øðrum londum.

  • Iraola skal venja Liverpool

    Iraola skal venja Liverpool

    Tað hevur verið meira ella minni greitt í nakrar dagar, og í kvøld váttar enska stórfelagið Liverpool FC, at 43 ára gamli spaniólin Andoni Iraola er nýggjur høvuðsvenjari í felagnum. Hann tekur við eftir Arne Slot, sum varð sendur til hús í seinastu viku.

    Iraola hevur í trý ár vant Bournmouth í bestu ensku deildini og hevur við undirhaldandi og orkumiklum fótbólti ført felagið til bestu úrslini nakrantíð. Í júst farna kappingarárið gjørdist Bournmouth nummar seks.

    Iraola spældi nærum alla yrkisleiðina í Athletic Bilbao, og sum venjari hevur hann millum annað vant Rayo Vallecano.

  • Pætur aftur í B36 – Ein annar áleypari fer

    B36 boðar í kvøld frá, at Pætur Petersen kemur aftur í felagið og verður tøkur, tá flytingarvindeygað letur upp 15. juni

    Pætur var orkuríkur áleypari í B36 í fjør. Hann valdi í vetur at fara til Danmarkar at spæla fyri Hillerød, har tað hevur verið ógvuliga avmarkað við spælitíð.

    Hann fær nummar 11 á ryggin, tí Torgeir Børven samstundis gevst í B36. Hann spældi sín seinasta dyst á Toftum í gjár har hann skoraði og vann brotsspark

    Børven fer av persónligum ávum aftur til Noreg. Hann spældi 14 dystir og skeyt seks mál fyri B36.

  • Adrian og Horsens flyta upp í Superliguna

    Adrian og Horsens flyta upp í Superliguna

    Adrian Justinussen spældi nærum allan dystin, tá ið Horsens í dag vann 1-0 á Kolding á heimavølli og harvið tryggjaði sær uppflyting í bestu donsku deildina, Superliguna.

    Fyri nøkrum umførum síðan var lítið, sum bendi á at Horsens, sum hevur amerikanskan eigarar, fór at flyta upp.. Men við góðum úrslitum seinastu vikurnar kom Horsens upp á annað plássið, sum gevur uppflyting.

    Adrian skifti frá Hillerød til Horsens um ársskiftið, og nú verður spennandi hvønn leiklut hann fer at at hava í Superliguni,

  • Takk fyri 20. meistaraheitið – Hvat nú?

    Tað kókaði á og uttanfyri Anfield sunnudagin 27. apríl 2025. Í fagrasta sólskynsveðri vunnu Liverpool og Arne Slot 20. meistaraheitið í søgu felagsins.

    Eitt ár seinni er Arne Slot sendur til hús eftir eitt misseydna kappingarár.

    Meistaraheitið kunnu vit ongantið taka frá honum, og hann skal fáa allan tann heiður hann hevur uppiborið fyri meistaraheitið, sum hevur verið alt ov sjáldsamt seinastu 35 árini.

    Taktiskt snildni við fáum broytingum gjørdi Liverpool til meistarar 2025. Men eftir nógvar broytingar seinasta summar fótaði liðið sær ongantíð aftur, og tað var heldur ongantíð nakað, sum bendi á, at Slot fór at megna at venda keðiligu gongdini.

    Slot hevði verið undir stórum trýsti frá byrjan næsta kappingarár. Nú verður tað í staðin onkur annar venjari, sum verður undir stórum trýsti.

    Spaniólin, Andoni Iraola, verður mettur at vera besta boðið. Hann hevur við undirhaldandi og orkumiklum fótbólti gjørt Bournmouth til eitt topplið í Premier League, sum mundi tikið plássið í Champions League frá okkum. So er spurningurin bara um hann klárar at taka stigið upp at venja eitt av heimsins størstu feløgum. Tað er nógvir venjarar, sum ikki hava klárað tað.

    So kunnu vit eisini droyma stórt um Luis Enrique ella uppaftur størri um Pep Guardiola ella kanska, at Ulla ynskir at flyta aftur til Merseyside. Tað hendir neyvan nakað av hesum, og væntandi skulu vit ikki bíða leingi, so frættist hvør skal stjórna okkara monnum næsta kappingarár.

    Úrslit kann eingin garantera. Men vit kunnu í minsta lagi forlanga meira undirhaldandi fótbólt, sum vit tíma at hyggja eftir.

  • Schjønberg liðugur í 07 Vestri

    07 Vestur boðar í kvøld frá, at felagið er komið ásamt við venjaran, Michael Schjønberg, at enda samstarvið.

    Schjønberg kom aftur til 07 Vestur tíðliga seinasta kappingarár, eftir at 07 hevði eina sera vánaliga byrjan upp á kappingarárið. Hann vendi gongdini og vágamenn bjargaðu sær undan niðurflyting í seinasta umfari.

    Higartil í ár hava úrslitini ikki verið serliga góð, og 07 Vestur er aftast í Mestaradeildini, Í gjár taptu teir 2-1 á Skála.

    Michael Schjønberg spældi í 90’árunum á danska landsliðnum og var eisini týskur meistari við Kaiserslautern.

  • Einki mál og lítið undirhald

    Meistaradeildin menn
    HB – Víkingur 0-0 (0-0)

    Besti maður á vøllinum í Gundadali í dag var dómarin. Hann dømdi ein feilleysan dyst, og tað var nú heldur ikki so torført, tí liðini bæði HB og Víkingur vóru ógvuliga spøk og tannleys í sínum spæli.

    Tað var torført at síggja, at hesi bæði liðini hava verið partur av oddinum í føroyskum fótbólti seinnu árini.

    Í fyrra hálvleiki var einasti glottin á vøllinum Aron Benjaminsen, sum voldi verjuni hjá HB stórar trupulleikar við sínum avbjóðandi spælistíli, tá ið hann úr høgru síðu rak við vinstra beininum inn í vøllin. Tvær ferðir rakti hann stongina, og tað var í tí stóra heila tað sum hendi í fyrra hálvleiki.

    HB fekk álopsliga als einki at hanga saman fyri steðgin. Miðvøllurin megnaði als ikki at halda upp á bóltin. Tí var mest vandi á ferð, tá ið bólturin var sparkaður fram. Í heilt fáum førum var eisini eitt lítið sindur vandamikið framman fyri málið hjá Víkingi.

    Fyrst í seinna hálvleiki var besta løtan hjá HB. Tað riggaði at leggja trýst á Víking langt frammi á vøllinum, og tað spurdust nakrar góðar støður burtur úr. Men veruligur vandi var ikki ár ferð.

    HB hevði eisini nógvar deyðbóltar, men tað eru lítið veiggj í bæði fríspørkum og hornaspørkunum, sum Dan í Soylu øll somul sendi í alt ov bleytan boga inn móti málinum hjá Víkingi. Bleyt fríspørk eru eingin hóttan í dagsins fótbólti, og eru alt ov løtt hjá málverja og verju at rudda burtur. Eitt sindur løgið, at HB ikki hevur onkran annan møguleika enn lata Dan taka deyðbóltarnar.

    Móti endanum av dystinum var Víkingur tættast við at vinna dystin. Fyrst fekk Jørgen Nielsen ein rimmar møguleika, tá ið hann slapp at skjóta púra leysar, tá ið Víkingur lættliga slapp at spæla seg fram í vinstru síðu. Eisini hevði Sølvi Vatnhamar ein góðan møguleika, tá ið hann skallaði við nærmastu stong.

    HB hevði sínar bestu møguleikar heilt móti endanum. Fyrst Dan sum ikki fekk ordiliga skot á, og síðan Ási Dam, men Bárður á Reynatrøð gjørdi vinkulin lítlan og bjargaði.

    Dysturin á dystir.fo

    Stigatalvan á dystir.fo

  • Liverpool sendir Slot til hús

    Liverpool sendir Slot til hús

    Enska stórfelagið Liverpool boðar í morgun frá, at Arne Slot fer frá sum høvuðsvenjari og hetta hendir beinanvegin. Felagið sigur, at arbeiðið at finna ein nýggjan venjara er byrjað.

    Slot tók yvir sum venjari í Liverpool í juni í 2024 og vann beinanvegin 20. meistaraheitið hjá mest vinnandi felagnum í enskum fótbólti. Hann førdi eisini liðið í Carabao Cup finaluna.

    Júst farna kappingarár gjørdist eitt stórt skuffilsi hjá Slot og Liverpool, hóast felagið brúkti nógvar pengur upp á nýggjar leikarar, millum annað týska stjørnuleikaran Florian Wirtz og svenska stjørnuáleyparan Alexander Isak.

    Liverpool sigur, at avgerðin var torfør. Men at broyting er neyðug fyri at føra felagið víðari.

  • CL: Finalan millum tann góða og keðiliga fótbóltin

    CL: Finalan millum tann góða og keðiliga fótbóltin

    Í kvøld klokkan 17.00 verður finalan í Champions League spæld í Budapest. Verandi meistari PSG umboða tað góða spælið, meðan Arsenal umboðar eitt nýtt rák við mongum deyðbóltum og ofta keðiligum spæli.

    Fyri tíðina fer fótbólturin tann vegin, at alsamt fleiri lið spæla keðiligan fótbólt. Í Ongland hevur Arsenal gingið undan hetta kappingarárið og vanliga undirhaldandi orkufulla liðið Liverpool, hevur eisini droppað alt undirhald.

    Tí verður tað spennandi, hvør vinnur finaluna í kvøld, tann góði fótbólturin ella tann keðiligi fótbólturin.

    Tað hevur nevniliga ofta víst seg, at spælimátin hjá einum einstakum liðið, kann avirka fótbóltin í mong ár aftan á.


    Tey mongu fyrstu árini var fótbóltur undirhaldandi. Men tá ið komið var upp í 60’árini gjørdist fótbóltsspælið spakuliga meira taktiskt og verjukent. Tað rákið helt fram komandi áratíggjuni, og í 90’árini og nulluni var verjukendi fótbólturin í hæddini. AC Milan við Franco Baresi og Paolo Maldini í verjuni, nærum stongdi málið fyrst í 90’árunum, og í nullinum fingu verjukendir venjarar sum José Mourinho og Rafael Benitez góð úrslit.

    So broytti Pep Guardiola alla fótbóltsfatan við Tiki-taka-fótbóltinum hjá Barcelona, sum bygdi víðari á fótbóltstankarnar hjá Johan Cruyff.

    Í nøkur ár royndi allur heimurin at spæla Tiki-taka, til týski orkufótbólturin tók yvir við Bayern München og Týska landsliðnum.

    Síðan hevur fótbóltur á hægsta stigi verið merktur av nógvari orku og góðum bóltspæli, og bert heilt fá lið hava spælt verjukent.

    Í kvøld fáa vit so at síggja, um heldur óáhugaverdi fótbólturin hjá Arsenal fer at vinna á væl spælandi liðnum hjá PSG, og kanska venda álopssinnaða rákinum seinnu árini til meira verjukent spæl.

  • Skála vann týðandi botndystin á 07 Vestur

    Skála vann uppibornan 2-1 sigur á 07 Vestur heima á Mýruhjalla í kvøld. Øll málini komu í seinna hálvleiki. Í fyrra hálvleiki brendi Skála brotsspark.

    Gestirnir løgdu seg móti gongdini í spælinum á odda við máli frá Jonathan Flensborg, tá ið verjan hjá Skála ikki kláraði at rudda burtur.

    Skála svaraði beinanvegin aftur. Fyrst við brotssparki frá Simon Jørgensen og síðan skoraði Maxwell Effiom til 2‑1 eftir upplegg frá Markus Isaksen

    Skála hevði greiða leikliga yvirvág, fleiri góðar møguleikar og eina rúgvu av hornaspørkum.

    Við sigrinum kom Skála upp um niðurflytingarstrikuna, meðan 07 Vestur framvegis er aftast í Meistaradeildini.

    Dysturin á dystir.fo

    Stigatalvan á dystir.fo

  • Crystal Palace vann Conference League

    Crystal Palace vann Conference League

    Enska felagið Crystal Palace vann í kvøld finaluna í UEFA Conference League 1-0 móti sponsku Rayo Vallecano. Jean‑Philippe Mateta skoraði málið tíðliga í 2. hálvleiki.

    Beint eftir sendi Crystal Palace eitt fríspark á báðar stengurnar, og retururin fór eisini á stongina.

    Rayo royndi at svara aftur, men teir ikki komu til nógvar møguleikar.

    Crystal Palace helt fast og vann 1-0 og lyfti sítt fyrsta evropeiska steyp.

    Hetta er annað árið á rað, at ensk lið vinna bæði Conference League og Europa League.

  • Adrian sendi Horsens á uppflytingarkós

    Adrian sendi Horsens á uppflytingarkós

    AC Horsens vann í dag trupla útidystin í næstbestu donsku deildini móti oddaliðnum Lyngby 2-0 eftir at Adrian Justinussen skoraði fyrsta málið.

    Málmansmistak hjá Lyngby gav Adrian ein púra leysan møguleikan, og hann legði Horsens á odda tíggju minuttir fyri hálvleik.

    Við 2-0 sigrinum er Horsens á uppflytingarkós. Teir skulu næsta sunnudag vinna seinasta dystin á heimavølli móti Kolding, so er uppflytingin í Superliguna tryggjað.

  • B36 dugir at vinna

    Meistardeildin menn
    B36 – 07 Vestur 1-0 (1-0)

    B36 vísti seg sum eitt veruligt topplið í Gundadali í dag, tá ið 07 Vestur var á vitjan.

    Allan fyrra hálvleik vóru vágamenn minst líka góðir sum B36, og gestirnir høvdu eisini nógv teir størstu málmøguleikarnar.

    Í einum føri høvdu teir tríggjar góðar møguleikar í einum. Men fyrst bjargaði Silas Eyðsteinsson, so bjargaði Símun Sólheim á strikuni, og seinasti møguleikin varð skotin upp um. Eisini hevði 07 Vestur ein púra leysan skallara, men inn fór bólturin ikki.

    Og so beint fyri hálvleik legði Boubacar Dabo hjá B36 innfyri úr vinstru síðu, og har kom Tobias Hansen og skallaði bóltin í málið.

    Tobias tók harvið av møguleikanum, nú hann byrjaði inni. Umframt at skora arbeiddi hann sera hart allan dystin og vann við síni høgu hædd nógvar luftbóltar. Eisini hevði hann onkra aðra góða atsókn.

    Í seinna hálvleiki hevði B36 nógv meira tamarhald á støðuni. Teir høvdu eisini bóltin í málinum eftir frísparksinnlegg, men av onkrari løgnari orsøk, so skuldi frísparkið takast umaftir. Á endurtøkunum hjá Televarpinum var torført at síggja hví.

    07 Vestur royndi at koma longri fram seinasta korterið, men teir skaptu ongan møguleika í seinna hálvleiki, og samanumtikið var tað í lagi, at B36 vann dystin.

    Við sigrinum vísir B36 veruliga, at teir meina tað í álvara, at teir vilja vera við í FM-stríðnum, eisini hóast lyklaleikarar sum Heini Vatnsdal og Jógvan Gullfoss eru skaddir.

    Dysturin á dystir.fo


    Hini oddaliðini vunnu eisini í dag. NSÍ vann 1-0 móti EB/Streymi á útivølli. Petur Knudsen skoraði við høvdinum. KÍ vann 2-1 móti AB, sum setti spenning í dystin móti endanum. Í Gøtu setti Skála eisini spenning í dystin, tá ið teir minkaði til 2-1, men eisini Víkingur helt stand. Harvið vunnu allir favorittarnir í dag.

    Dysturin millum B68 og HB var avlýstur av ov nógvum vindi á Svangaskarði. Hann verður spældur í morgin klokkan 18.30.

    Stigatalvan á dystir.fo

  • Eftirmeting: Endiliga er kappingarárið av – Bert heilt fáir glottar

    Seinasti dysturin hetta kappingarárið heima móti Brentford gjørdist ein spegilsmynd av elendiga kappingarárinum, sum fyri okkum Liverpoolfjepparar tíbetur endiliga er av.

    Champions League stóð upp á spæl. Troyggjurnar vóru nýggjar. Salah og Robertsen byrjaðu í sínum seinasta dysti fyri Liverpool, og eisini Alisson var við aftur. Rio Ngumoha slapp eisini at byrja, akkurát sum tey flestu ynsktu.

    Søgan var tó tann sama. Vit høvdu bóltin nógv, men bóltumgangurin var seinur, og vandin fyri at sovna frammanfyri skerminum var til staðar.

    Tann einasti á vøllinum, sum sá út til at taka dystin í álvara, var Salah, sum tyktist vilja enda ordiliga í Liverpool, eftir eitt vánaligt kappingarár. Hann var eisini besti maður, og átti næstseinasta fót á bóltinum, tá ið Jones skoraði. Hví hann skuldi takast út so týðliga, vísir bara, hvussu lítið skil er á í ár.

    Málið kom eftir skjótálop, og tað sama gjørdu hinir báðir stóru møguleikarnar. Eisini rakti Salah stongina við einum frísparki. Restin av tíðini koyrdi spælið í tómgongd.

    Heldur ikki hesuferð kláraðu vit at halda ‘nullið’. Tað hava vit bara gjørt tíggju ferðir í vetur. Tilsamans er 53 mál farin inn, og tað er tað vánaligasta, síðan farið var yvir til 38 dystir mitt í 90’arunum.

    Javnandi málið endurspeglaði verjuavrikið seinasta árið. Øll álop hjá mótstøðuliðnum gerast vandamikil. Ein avrætting, Robertson klárar ikki fram um áleyparan, og so er mál.

    Eitt vánaligt kappingarár endaði uppaftur verri. Vit vunnu ikki í fýra teimum seinastu dystunum og sóu ikki út til at tíma at vinna.

    Glottarnir síðan august kunnu teljast á einari hond. Ein góður dystur mót Real Madrid, og onkur hendinga brúkiligur dystur móti vánaligari mótstøðu í Champions Leage. Heimadysturin móti Aston Villa var eisini í lagi. Annars verða tað helst bara langskotsmálini hjá Szoboszlai, sum vit fara at minnast aftur á.

    Slot hanga vit nokk upp á summarið yvir, Men tað verður ógvuliga stórt trýst á honum frá fyrsta leikdegi í august. Spuringurin er um hann yvirlivir oktobur og novembur? Tað er lítið, sum bendir á tað í løtuni, tí tað er sjáldan, ógvuliga sjáldan, at ein venjari klárar at venda einari so vánaligari gongd.

  • Besti norski fótbóltsleikarin deyður – Segði nei til stóru feløgini

    Tom Lund er deyður 75 ára gamal. Her heima eru helst fá sum kenna hann. Men hann verður mettur sum tann besti norski fótbótbóltsleikarin nakrantíð, í hvussu er áðrenn Erling Haaland.

    Tom Lund spældi alla sína yrkisleiðfyri Lillestrøm frá 1967 til 1982. Hann gjørdist eitt ímynd í felagnum og í norskum fótbólti sum heild. Hann spældi 47 landsdystir og skoraði 12 mál fyri Noreg .

    Tommy, sum hann varð róptur, var kendur fyri sítt lága tyngdarpunkt, sítt kvika rykk og at vera duga líka væl við báðum beinum.

    Stóru feløgini royndu at fáa hann. Ajax vildi hava hann sum avloysara fyri sjálvan Johan Cruyff, og eisini Bayern München vísti stóran áhuga. Men Tom Lund segði nei og valdi at verða verandi í Lillestrøm . Tað gjørdi hann til eina veruliga fólkahetju.

    Hann førdi Lillestrøm inn í gulløldina við bæði meistaraheitum og steypasigrum. Hann var eisini venjari í felagnum.

    Uttanfyri Åråsen, leikvøllin hjá Lillestrøm, stendur standmyndin Steget, sum minni um tann leikaran, sum nógv í Noregi halda vera tann størsta nakrantíð .

    Síggj filmsbrotið, sum Lillestrøm hevur deilt á Facebook
  • Carrick fingið fast venjarastarv í United

    Manchester United boðar í dag frá, at Michael Carrick heldur fram sum venjari hjá stórfelagnum.

    Hann hevur fingið góð úrslit, sum fyribilsvenjari síðan hann tók yvir í januar, eftir at Ruben Amorim varð koyrdur.

    Partarnir eru samdir um ein tvey ára sáttmála við møguleika fyri einum ári afturat.

    Undir leiðsluni hjá Carrick spældi liðið seg upp á 3. pláss og tryggjaði sær pláss í Champions League komandi kappingarár.

    Carrick spældi 464 dystir fyri United sum miðvallari og hevur áður verið hjálparvenjari í felagnum.

  • Guardiola gevst í Manchester City

    Manchester City váttar í dag, at venjarin seinastu tíggju árini, spanski Pep Guardiola, gevst sum venjari í felagnum.

    Hann hevur hesi tíggju árini vunnið seks ensk meistaraheiti, eitt Champions League, trý FA‑Cup, fimm League Cup og eitt heimsmeistaraheiti fyri feløg. Í ár hevur City vunnið League Cup og FA-cup, meðan teir enda nummar tvey í Premier League.

    Guardiola hevur ikki bara vunnið nógv, men verður av fótbóltsserfrøðingum mettur sum ein venjari, ið hevur ment fótbóltsspælið til heilt nýggjar hæddir.

    City heiðrar honum nú við at uppkalla nýggju landsíðuna eftir honum, The Pep Guardiola Stand, og einari standmynd uttanfyri.

    Guardiola sigur, at tíðin er komin, og at einki varir í allar tíðir.

    Enzo Maresca er sambært bretskum miðlum favorittur at taka yvir.

  • Málverji leingir við B36 til 2028

    Málverji leingir við B36 til 2028

    Silas Eyðsteinsson hevur havt eitt frálíkt kappingarár í málinum hjá B36, og er helst høvðusorsøkin til góðu úrslitini hjá felagnum.

    Fyrr í dag vara hann eisini útikin til landsliððið, og í kvøld boðar B36 frá, at Silas verður í B36 til og við 2028.

    28 ára gamli sandavágsmaðurin kom sambært FaroeSoccer til B36 í 2023, og hevur veruliga bitið seg fasta sum fyrsti málverji B36.

  • Áki spældi 35 minuttir í Allsvenskan

    Fyrr í dag var Áki Samuelsen tikin út til føroyska landsliðið fyri fyrstu ferð, og í kvøld spældi hann ein lítlan hálvleik fyri Mjällby í 1-1 javnleikinum móti Elfsborg á útivølli.

    Elfsborg legði seg fram um tíðliga í dystinum, og Mjällby janvnaði beint eftir stegðin.

    22 ára gamli hoyvíkingurin kom inn tíggju minuttir eftir stegðin og stóð seg væl og bjóðaði verjuni av nakrar ferðir.

    Mjällby er á fjórða plássi í bestu svensku deildini

    Stigatalvan í Allsvenskan