Enn einaferð vísti Lionell Messi øllum heiminum, at er meistarin. Ongland førdi 1-0, men fall aftur á vøllin. Tað gav Messi pláss at stýra “show’inum”, og tað gjørdi hann meistarliga. Hann legði upp til eina rúgvu av møguleikum, áðrenn hann legði upp til tað bæði argentinsku málini.
Category: Fótbóltur
-
Meistarligi Messi stýrdi Argentina í HM-finaluna
-
Spania setti Frakland skák í mát

Hóast Frakland var favortittur, var Spania betra liðið frá byrjan, hevði bóltin meira og megnaði at halda fransmonnum frá allari hóttan.
Tá ið 23 minuttir vóru spældir, var Lucas Digne hjá Fraklandi ikki ordiliga vakin inni í brotsteiginum, og í tí hann skuldi sparka bóltin burtur, kom Lamine Yamal í millum, og Digne rakti bara Yamal, og so var brotsspark.
Mikel Oyarzabal setti brotssparkið trygt í málið.
Spania helt fram við at vera betra liðið og hevði eisini okkurt gott álop, sum saktans kundi givið mál.
Frakland megnaði einafer at senda Kilian Mbappe avstað mitt fyri, men spanski málverjin, Unai Simón, var árvakin og var fyrstur á bóltinum langt uttanfyri brotsteigin.
Sum seinni hálvleikur leið, gjørdist spakuliga risastórur munur á liðunum, og Frakland megnaði einki at gera við samanspælið hjá Spania.
Tá ið næstan ein tími var spældur, legði Pedro Porro eisini Spania fram um 2-0 eftir einfalt eitt-tvey spæl við Dani Olmo.
Løtu seinni var Yamal rangstaddur, tá ið hann sendi bóltin í málið.
Frakland gjørdi eitt lítið sprell miðskeiðis í seinna hálvleiki. Men veruliga vandamikið gjørdist tað ongantíð, og Frakland var merkiliga tamt og vánaligt í kvøld.
Spania vann seg greitt í HM-finaluna, har teir skulu spæla móti Ongland ella Argentina sunnukvøldið klokkan 20.00.
-
Meinhard heima aftur í NSÍ

Tað hevur ljóðað í eina tíð, og nú er tað veruleiki, at landsliðsleikarin Meinhard Egilsson Olsen kemur heima at spæla fyri barndómsfelagið og oddaliðið í Meistaradeildini, NSÍ.
Áðrenn hann fór av landinum spældi hann við NSÍ fram til 2015, áðrenn hann í tvey ár royndi seg í B36.
Síðan hevur hann spælt í Danmark, Noregi og Svøríki. Seinast umboðaði hann danksa felagið Kolding.
29 ára gamli Meinhard er skrásettur fyri 42 landsdystir.
Meinhard hevur gjørt hálvttriðja ára sáttmála við NSÍ.
Hagtøl: FaroeSoccer
-
Argentina mátti stríðast móti Sveis

Tvær ferðir fimtan minuttir longd leiktíð mátti til, áðrenn Argentina megnaði at basa Sveis í einum tøttum dysti, har favorittarnir stríddust óvæntað nógv.
Argentina kom á odda tíðliga í dystinum, tá ið Alexis Mac Allister skallaði bóltin í málið eftir hornaspark, sum Lionell Messi skeyt.
Í seinna hálvleiki javnaði Dan Ndoye fyri Sveis við einum skjótum mótálopi, og alt gjørdist ógvuliga spennandi.
Beint eftir fekk Breel Embolo hjá Sveis sítt annað gula kort fyri at blaka seg niður uttan nakar nært við hann, og so mátti hann av vølli. Sveis var í stórum trupulleikum.
Argentina megnaði ikki at gagnnýta yvirtalsstøðuna í vanligu leiktíðini, og heldur ikki í fyrra hálvleiki í umdystinum kom nakað mál.
Men tá ið 112 minuttir vóru spældir, sendi Julian Alvarez eitt hart og neyvt skot í málið, og í yvirtíðini í umdystinum gjørdi Lautaro Martínez gjørdi tað til 3‑1.
Argentina er nú í hálvfinaluni, har England bíðar teimum.
-
Ongland á knøunum – Bellingham bjargingarmaður

Noreg og Ongland spældu eina góða fjórðingsfinalu í HM í kvøld.
Ongland var leingi betri, men skapti ongan veruligan møguleika.
Tá ið so Noreg einaferð kom longri fram á vøllin eina løtu, var meira bit í, og Andreas Schjelderup hamraði bóltin sera flott í málið úr spíðskum vinkli.
Tað var ikki nógv sum bendi á, at Ongland fór at javna fyri hálvleik. Men Jude Bellingham er sera væl fyri hetta HM-endaspælið, og tá ið Anthony Gordon slap at reka seg leysan í vinstru síðu, og leggja bóltin í føturnar á Bellingham, tók Real Madrid-leikarin eitt gott trekk framvið norsku verjuni, og setti bóltin í málið úr spíðskum vinkli.
Í seinna hálvleik var Noreg leingi betri, og eftir hornaspark høvdu teir eisini bóltin í málinum. Men eftir langa tíð og VAR-døming, valdi dómarin at kolldøma málið, tí Elliot Anderson lat seg detta sera lætt, tá ið Erling Haaland skumpaði hann eitt sindur.
Noreg helt fram at trýsta Ongland langt frammi á vøllinum, og eftir eitt annað hornaspark skallaðu norðmenn á yvirleggjaran, tá ið Jordan Pickford ikki klárðai at boksa bóltin burtur.
Hóast Ongland hevði okkurt gott álop, so var Noreg nógv best allan seinna hálvleik.
Bukayo Saka, sum kom inn í hálvleikinum, var vandamiklasti maðurin hjá Onglandi fram eftir vøllinum, og einaferð breyt hann gjødnum høgrumegin í brotsteiginum, og inni fyri málið, fekk ein norðmaður við neyð og deyð sparkað bóltin til hornaspark
Í longdu leiktíðini var Bellingham aftur upp á spæl. Norski málverjin, Nyland, helt ikki einum langskoti, so so var Bellingham fyrstur á bóltinum.
Noreg trýsti eftir javnandi málinum, Onglan fekk kolldømt eitt brotsspark, og spenningurin var stórur.
Erling Haaland orkaði ikki meira og varð skiftur út, og hóast Noreg royndi og royndi at spæla seg til málmøguleikar, so eydnaðist tað ikki, og tí verður tað Ongland, sum skal spæla hálvfinalu móti Artentina ella Sveis, sum spæla um eina løtu.
Norðmenn kunnu fara stoltir heim. Í kvøld vóru teir minst líka góðir sum Ongland, og sum heilt hava norðmenn spælt góðan fótbólt hetta HM-endaspælið, væl kryddrað við stórskjúttanum og superstjørnuni, Erling Haaland.
-
Risa málmansfeilur sendi Spania í hálvfinaluna

Málverjin hjá Manchester United, Senne Lammens, stóð nærum feilleyst í United farna kappingarár, men í gjárkvøldið gjørdi hann ein stóran feil í málinum hjá Belgia, tá ið Spania vann 2-1 og tryggjaði sær pláss í hálvfinaluni.
Fabian Ruiz legði spania á odda við einum skoti eftir væl skipað uppspæl.
Belgia svaraði aftur tá ið Charles De Ketelaere kastaði seg fram og skallaði bóltin í málið til 1-1 stutt fyri steðgin.
Spania hevði bóltin nógv mest í seinna hálvleiki. Men Beliga stóð í móti heilt til innskifti málverjin, Senne Lammens, bjargaði einum skoti, men bólturin fór beint í føturnar á Mikel Merino, sum skoraði 2-1 og avgjørdi dystin.
Spania spælir móti Fraklandi í hálvfinaluni týskvøldið.
-
Marokko formáddi sær einki móti Fraklandi
Hóast Marokko hevði bóltin rímiliga nógv, so formáddu teir lítið móti krútsterka franska liðnum, og Marokko hevði valla nakran málmøguleika í dystinum.
Hjá Frakland stóð Kilian Mbappe fyri tí mesta. Hann brendi brotsspark í fyrra hálvleiki, skoraði eitt vakurt mál í seinna, legði upp til málið hjá Ousmane Dembélé og fór síðan av vøllinum við einum skaða, sum tó ikki sá so álvarsamur út.
Marokko royndi at hótta móti endanum, men har var einki at gera.
Frakland var betri, og er sum fyrsta landið komið í hálvfinalurnar, har teir spæla móti vinnaranum av fjórðingsfinaluni millum Spania og Belgia.
-

Víkingur tapti greitt í Íslandi
Víkingur spældi í kvøld fyrra dystin í Conference League í Íslandi móti Stjarnuni.
Víkingur kom fram um við einum góðum skoti frá Aroni Benjaminsen, sum heldur fram at vísa seg fram við frálíkum spæli.
Men Stjarnan svaraði aftur við brotssparki undan steðginum og tók yvir eftir hvíldina.
Emil Atlason skoraði tvey mál afturat, og heimaliðið vann 3-1.
Víkingur má nú royna at venda gongdini á heimavølli í Klaksvík. Men tað verður ikki lætt.
-

NSÍ misti sigurin
NSÍ førdi 1-0 við málið, sum Petur Knudsen skallaði í netið eftir hornaspark í fyrra hálvleiki men heimaliðið megnaði ikki at halda fast móti Hamrun Spartans av Malta í dystinum í Conference League, sum var spældur í Runavík í kvøld..
NSÍ hevði yvirtak og fleiri góðar royndir men eftir steðgin misti spælið bit og Hamrun Spartans javnaði við einum veikum skoti.
Síðan hendi lítið, og NSÍ fann ongantíð rútmuna aftur.
Tað endaði 1-1, og maltesiska liðið má nú metast sum favorittur at koma víðari.
Seinni dysturin verður spældur á Malta um eina viku.
-

Martin Agnarsson skrivað undir við Mjällby
Svensku meistararnir og steypavinnararnir, Mjällby, boða í dag frá, at Martin Agnarsson hevur skrivað undir við felagið.
22‑ára gamli havnarmaðurin, sum er uppvaksin í B36, hevur skrivað undir sáttmála til 2030.
Kviki bakkur hevur spælt við Aarhuus Fremmad í næstbestu donsku deildini. Nú er hann klárur at taka stigið upp í Allsvenskuna.
Síggj Facebook-uppslag hjá Mjällby >>
-
Føroyingur gerst liðfelagi hjá Áka í Mjällby

Danska Tipsblaðið skrivar í morgun, at landsliðsleikarin, Martin Agnarsson, skal spæla við svensku meistarunum og steypavinnarunum, Mjällby.
22 ára gamli havnarmaðurin verður hann liðfelagi við Áka Samuelsen, sum kom til felagið undan hesum kappingarárinum.
Kviki lámurin, sum er uppvaksin í B36, fer nú úr Aarhus Fremad. Felagið hevur góðtikið eitt boð á umleið 2,6 milliónir krónur.
Bert læknakanning manglar, áðrenn skiftið væntandi verður klárt í kvøld ella hósdagin.
Tað eru sanniliga spennandi tíðir í føroyskum fótbólti, nú alsamt fleiri føroyingar spælu í bestu deildunum í fleiri londum í Evropa.
-

Eingin dystur í dag – Soleiðis møtast londini í fjórðingsfinalunum
Nú er greitt, hvørji lond møtast í fjórðingsfinalunum í HM. Fýra spennandi dystir eru á skránni frá hósdegi til sunnudag, og her er eitt yvirlitið.
Fjórðingsfinalur í HM í fótbólti 2026
Hósdag 9. juli kl. 21:00 Frakland – Marokko
Fríggjadag 10. juli kl. 20:00 Spania – Belgia
Leygardag 11. juli kl. 22:00 Noreg – Ongland
Sunnudag 12. juli kl. 02:00 Argentina – Sveis
-
Brotsspørk mátu til, áðrenn Sveis kom víðari

Sveis brendi eitt brotsspark, meðan Kolumbia brendi tvey. Sostatt er Sveis komið víðari til fjórðingsfinaluna.
Í einum eyðkendum 0-0-dysti endaði eisini málleyst eftir vanliga leiktíð í áttandapartsfinaluni millum Sveis og Kolumbia í kvøld.
Kolumbia byrjaði betri, men annars var tað fyri tað mesta Sveis, sum hevði bóltin tó uttan at skapa nakað.
Í umdystinum hendi meira enn i restina av dystinum. Kolumbia skallaði einaferð á yvirleggjaran og hevði eitt gott langskot, áðrenn Sveis eisini hevði ein góðan møguleika, sum málverji hjá Kolumbia bjargaði.
Kolumbia hevði ein rimmar møguleika í seinna hálvleiki í umdystinum, men hetta var ein dystur, sum var dømdur at enda 0-0, og so var brotssparkskapping.
Í fjórðingsfinaluni bíðar Argentina eftir Sveis.
-
Argentina var á knøunum, men vendi dystinum

Gjørdist tað Messi ella Salah, sum spældu seinasta HM-dystin í dag, tað var spurningurin.
Argentina var favorittur, men Egyptaland vór betriu frá byrjan, og høvdu eisini Argentina á knøunum í seinna hálvleiki.
Tá ið eitt korter var spælt, kom Egyptaland fram um. Bólturin varð lagdur inn fyri úr høgru síða, og har vann Yasser Ibrahim luftdystin við Lissandro Martinez og skallaði bóltin í málið.
Løtu seinni missbrúkti Lionell Messi ein gyltyan møguleika at fáa Argentina inn í dystin aftur beinanvegin, men málverjin bjargaði brotssparkinum.
Argentina hevði nú alt spælið og hevði eisini møguleikar at javna, men Egyptaland fór til hálvleiks við 1-0 leiðslu.
Argentina helt fram í seinna hálvleiki uttan at hótta tað stóra, og teir fingu eitt ordans sjokk tá ið umleið eitt korter var spælt. Eftir eitt frálíkt skjótálop, stakk Mohammed Salah bóltin fram til Mostafa Ziko, sum skoraði. Tíverri fyri Egyptaland varð málið kolldømt fyri eitt fríspark í mótálopinum.
Løtu seinni fór Egyptaland í enn eitt frálíkt mótálop, og hesa ferð var eingin VAR-døming, sum kundi kolldøma málið hjá Mostafa Ziko. 23 minuttir eftir og Argentina á knøunum.
Argentina helt fram at koyra í tómgongd, men mál broyta dystir, og tá ið Cristian Romero skallaði bóltin í málið eftir innlegg frá Lionell Messi vaknaði dysturin.
Fýra minuttir seinni fall bólturin fyri Messi, og so var javnleikur.
Og Argentina var ikki liðugt enn. Sum ein ordiligur meistari avgjørdu teir dystin tveir minuttir inni í yvirtíðini, tá ið Enzo Fernández skallaði í málið. Aftur var øgiligt rok, tí Egyptaland vildi hava málið kolldømt fyri eitt fríspark fyrr í álopinum, eins og tá ið teir skoraðu fyrr í dystinum.
Fleiri egyptar fingu gult kort og onkur á beinkinum reytt, men málið var standandi.
Argentina er í fjórðingsfinaluna og spælir móti vinnaranum av Sveis og Kolumbia, sum spæla í kvøld klokkan 21.00.
-
B68 skiftir út í verjupartinum
B68 boðar frá, at fyrrverandi liðskiparin, Aleksandur Ólavsson Jensen, aftur verður partur av hópinum restina av árinum.
Hann hevur verið burtur í lestrarørindum í Danmark, men er nú heima aftur og hevur longu fingið nakrar minuttir í tveimum dystum.
Samstundius gevst tvørámaðurin Torkil Úlvur Jespersen Holm í B68.
-
Belgia bukaði USA og bjargaði FIFA
Belgia fekk nógv nýgg viðhaldsfólk, av søguni um, hvussu Trump blandaði seg í HM, og fekk leikabannið hjá amerikanska, Folarin Balogun, stirkað.
Amerikumenn tyktust mest merktir av óhepnu støðuni undan dystinum, og teir vóru als ikki tendraðir til áttandapartsfinaluna móti Belgia, hóast byrjaði á vøllinum.
Belgia byrjaði dystin nógv betri, og USA kláraði ongantíð at fóta sær, áðrenn Charles De Ketelaere legði Belgia fram um eftir níggju minuttir.
Dysturin javnaði seg nakað, og tá ið hálvur tími var spældur javnaði USA, tá ið frísparkið hjá Malik Tillman varð avrættað og lumpaði Thibaut Courtois í málinum hjá Belgia.
Belgia svaraði aftur longu í næsta álopið. Aftur var tað Charles De Ketelaere, sum var fyrstur á einum innleggi, hesaferð við høvdinum.
USA kom ongantíð veruliga fyri seg í dystinum, og tá ið umleið eitt korter var spælt í seinna hálvleiki, var heilt galið. Amerikanski málverjin, Matthew Freese, misti bóltin uttan fyri brotsteigin, og Hans Vanaken skeyt bóltin í málið.
USA gjørdi eitt lítið sprell, tá ið tíggju minuttir vóru eftir. Men tað vardi stutt, og í longdu leiktíðini staðfesti innskifti aldrandi stórskjúttin, Romelu Lukaku , 4-1 sigurin, eftir enn eitt mistak í verjuni hjá USA.
Belgia bjargaði FIFA undan víðari kreppu, og kanska USA bara skal halda seg til at spæla fótbólt við hondunum, og lata restina av heiminum eiga tað vakra spælið.
Onnur lond verða blakaði úr FIFA, tá ið politiska skipanin í landinum blandar seg upp í fótbóltin,
Belgia skal spæla móti Spania í fjórðingsfinaluni
-
Spania gav Ronaldo seinasta HM-valsin
Í einum lítið áhugaverdum dystin vann Spania at enda 1-0 móti grannunum Portugal í áttandapartsfinaluni í HM. Málið kom í longdu leiktíðini, tá ið Mikel Merino smekkaði bóltin í málið. Spania hevur nú hildið “nullið” seks HM-dystir á rað.
41 ára gamla superstjørnan, Cristiano Ronaldo, spældi allan dystin fyri Portugal, uttan at gera tær stóru skreytirnar. Hann fór grátandi av vøllinum, nú hann helst hevur spælt sín seinasta dyst í HM.
Venjari hjá Portugal Roberto Martínez gevst eisini. Hann sigur, at ein nýggj rødd má til, og at tíðarskeiðið í Portugal nú er liðugt.
Spania er víðari og møtir USA ella Belgia í fjórðingsfinaluni.
-
Ongland yvirlivdi kókandi pottin á Azteca
Azteca leikvøllurin kókaði av orku, tá ið 87.000 áskoðararnir, harav 5000 enskir, sóu áttandapartsfinaluna millum Meksico og Ongland. Teir gjørdust eisini vitni til ein frálíkan, orkufullan og heningaríkan dyst.
Meksiko hevði vunnið 26 dystir á rað á Azteca og tað er væl skiljandi, tá ið tú sá, hvussu viðhaldsfólkini við sínari orka lyftu sínar kosnu menn í hesum søguliga leikvølli.
Í tunnu luftini í 2000 metra hædd á meksikanska háslættanum setti Mekisko fulla ferð á og helt ferðina allan fyrra hálvleik.
Ongland stóð tó í móti, og tá ið 36 minuttir vóru spældir fór Ongland í skjótt mótálop, sum endaði við, at Bukaya Sako legði bóltin inn fyri í høvdið á Jude Bellingham og var 1-0 til Ongland.
96 sekund seinni skoraði Bellingham aftur. Tey flestu væntaðu, at Harry Kane fór at skjóta, men hann legði bóltin tvøtur um málið til Bellingahm, og so var 2-0.
Meksiko fall tó ikki í fátt, men setti bara enn meira ferð á. Eftir eitt bíligt fríspark kom bólturin innfyri, og har hamraði Julián Quiñones ein leysan bólt upp undir nettakið.
Seinni hálvleikur helt fram við somu ferð. Jarell Quansah hjá Onglandi fekk púra rætt reytt kort fyri eina ljóta takkling, Men løtu seinni var tað Anthony Gordon, sum vann Onglandi eitt brotsspark, sum Kane setti í málið.
Upp aftur eina løtu seinni gjørdi Kane sjálvur eitt brotsspark, sum Raúl Jiménez sendi í málið. So stóð 3-2 til Ongland.
21 minuttir pluss tað leysa var eftir. Meksiko koyrdi á, men orkan var ikki tann sama sum fyrr í dystinum, og teir megnaðu ongantíð veruliga at leggja ógvusligt trýst á verjuna hjá Onglandi.
Ongland reið stormin av sær, og vann ein rimmar sigur á leikvøllinum, har teir fyri 40 árum síðan taptu fyri Argentina og Maradona.
Ongland møtir nú Noregi í fjórðingsfinaluni 11. juli.
-

Hanus almannakunngjørdur í Aluminij
Slovenska felagið Aluminij Kidricevo Football Club, sum spælir í bestu slovensku deildini, almannakunngerð, at felagið hevur gjørt leigusáttmála við landsliðsleikaran Hanus Sørensen.
25 ára gamli Hanus, sum er uppvaksin í HB, hevur sáttmála við Celje í Slovenia, men hevur verið leigaður út til Triglav í næstbestu slovensku deildini.
-
Rotinskapur: Trump fær FIFA at strika leikbann
Tað, sum nógv stúrdu fyri undan HM, er nú veruleiki. Trump hevur eftir øllum at døma blandað seg beinleiðis upp í HM og fingið FIFA at strika leikbannið hjá amerikanska leikaranum Folarin Balogun.
Balogun fekk reytt fyri at traðka á ein bosniskan leikara, men nú er leikbannið gjørt treytað í eitt ár. Miðlar siga, at Donald Trump ringdi til Gianni Infantino og bað um at FIFA tók málið upp aftur.
Belgiska fótbóltssambandið er ovfarið og sigur, at reglurnar krevja sjálvvirkandi leikbann.
Undan HM strikaði FIFA eisini leikbannið, sum Cristiano Ronaldo átti at havt fyrsta dystin í HM. Tað fekk eisini fótbóltheimin til at undrast, tí slíkt var ikki sæð áður.
Fyrr royndi FIFA at fjala rotinskapin, nú eru hann púra opin. -
Norðmenn rógva víðari – Haaland og Nyland sendu Brasil til hús

Norska manslandsliðið í fótbólti skrivaði í kvøld norska fótbóltssøgu, tá ið teir vunnu 2-1 móti ongum minni enn Brasil í áttandapartsfinaluni í heimsmeistarakappingini.
Sigurin var uppiborin, hóast Brasil hevði teir betru møguleikarnar í fyrra hálvleiki. Millum annað bjargaði ein av stóru norsku hetjunum, málverjin, Ørjan Nyland, brotssparki hjá Bruno Guimaraes. Her skal viðmerkjast, at 35 ára gamli Nyland einki felag hevur í løtuni.
Noreg, sum hevði bóltin mest allan dystin, hevði eisini bóltin í málinum tíðliga í fyrra hálvleiki, men málið var kolldømt fyri rangstøðu.
Í seinna hálvleiki hevði Noreg fult tamarhald á støðuni, Teir høvdu framvegis bóltin mest, og hildu Brasil frá øllum.
Og so var tað sjálvandi, Erling Braut Haaland, sum tíggju minuttir fyri tíð skallaði bóltin í málið. Ikki sast norska superstjørnan nógv í dystinum, men tá ið tað galt, so var hann har.
Brasil royndi við øllum listum at koma inn í dystin aftur. Men beint sum vanliga leiktíðin var um at fara, var tað aftur Haaland, sum vísti, at hann dugir at skora. Hesa ferð hamraði eitt flætt skot við vinstra beini millum beinini á einum verjuleikara og inn við stongini.
Ovfarakæti á øllum norðmonnum í heiminum. Men dómarin vildi gera tað eitt sindur spennandi, og gav Brasil eitt bíligt brotsspark, sum Neymar skoraði upp á.
Dómarin legði eisini i merkiliga nógva eyka tíð aftuat teimum sjey minuttunum, sum frammanundan vóru lagdir afturat. Men tað hjálpti einki hjá Brasil, sum má heim eftir eitt tað vánaligast avrikið í HM nakrantíð.
Noreg rør víðari í HM, og allir norðmenn fara at ballast í alla nátt, og helst í fleiri dagar afturat.
Noreg møtir í fjórðingsfinalunum vinnarunum av Mexico og Onglandi, sum spæla í nátt.
-

HB bjóðar av um plássini í Evropa
Við 4-1 sigri í Sørvági, bjóðar HB nú B36 og Víkingi av í stríðnum um plássini í Evropa. HB hevur nú tvey stig upp til Víking og trý til B36.
HB var nógv betra liðið í fyrra hálvleiki, og dysturin var ikki meira enn sjey ára gamal, tá ið Mathias Voss rakk seg leysan í høgru síðu, legði inn í føturnar á Jákup Thomsen, og áleyparin setti bóltin í málið.
Uppskriftin var akkurát tann sama, tá ið hálvur tímar var spældur, og so var 2-0.
Og tveir minuttir seinni skoraði Mathias Voss sjálvur, tá ið hann rak gjøgnum, og gjørdi tað til 3-0.
07 Vestur kom longri fram á vøllin í seinna hálvleiki. Men kortini var einki, sum bendi á, at nakað lív kundi koma í dystin aftur.
Tá ið 70 minuttir fekk 07 Vestur tó bóltin í málið. HB-verjan klossaði, tá ið teir skuldu sparka burtur, og bólturin fall fyri føturnar á Jonathan Flensborg, og so livdi vónin hjá vágamonnum.
HB, sum bara hevur hildið “nullið” tríggjar ferðir hetta kappingarárið, fall nú fullkomiliga í fátt, og 07 legði eitt ávíst trýst á málið hjá HB.
Tá ið 07 so valdi at satsa ordiliga, fór HB tó í álop og skoraði. Innskifti Ebiye Moses spældi til somuleiðis innskifta Amidou Diop, og so var alt avgjørt.
Tá ið dómarin Alex Troleis floytaði av, var tað samstundis seinastu ferð royndi dómarin floytaði í bestu deildini.
-
Frakland vann á antifótbóltinum hjá Paraguai

Áttandapartsfinalan millum Paraguai og Frakland var akkurát, sum væntað.
Paraguai vardi við øllum snildum og ónollum, meðan Frakland royndi at koma gjøgnum tøttu verjuna hjá Paraguai.
Frakland fann ongan veg til møguleikar, og dysturin var fleiri ferðir rokmikil, og dómaraavrikið var ikki serliga sannførandi.
Tá ið 70 minuttir vóru spældir, fekk Frakland brotsspark eftir VAR-døming. Kylian Mbappé skoraði trygt.
Paraguai hevði einki annað enn ónollur at svara aftur við, og so kom Frakland í fjórðingsfinaluna móti Marokko.
-
Marokko fyrsta landið í fjórðingsfinalunum
Marokko vísti sína styrki og vann greiðan 3-0 sigur á vertslandinum Kanada í kvøld.
Fyrsta málið kom tíðliga í seinna hálvleiki, tá Azzedine Ounahi smekkaði bóltin í hornið eftir eitt fríspark.
Kanada royndi at svara, men Ounahi økti til 2-0, og innskifti Soufiane Rahimi skoraði triðja málið í síðstu løtu.
Marokko er fyrsta liðið í fjórðingsfinalunum og bíðar eftir vinnaranum millum Frakland og Paraguai.
-

Skála vann botndystin móti B68
Tríggjar minuttir fyri tíð avgjørdi Markus Isaksen botndystin millum Skála og B68, tá ið hann var fyrstur á einum leysum bólti.
Aron Reinert Petersen hjá B68 fekk reytt kort mitt í seinna hálvleiki, og var undir stórum trýsti seinastu løtuna.
Skála er nú á áttanda plássi, meðan B68 er aftast.
-

EB/Streymur var betra liðið á Argjum
EB/Streymur komu leysir av niðurflytingarstrikuni, tá ið teir í dag vunnu 2-1 á AB á Argjum.
Fyrsta málið kom eftir 20 minuttir. Virgar Jónsson fekk bóltin í málið eftir eitt fríspark og nakað rokið í málteiginum.
AB kom við í dystin aftur í 71. minutti, tá ið Jón Steingrímsson við framúr góðum langskoti setti bóltin í netið.
EB/Streymur hevði tó síðsta orðið, við einum líka góðum málið.
Innskifti Thomas Bjørn Miezan hælaði bóltin hegnisliga til somuleiðis innskifta Sowe Ba Lamin, sum við frálíkum skotið skeyt sigursmálið
EB/Streymur hevur nú 17 stig og fimm stig niður til strikuna.
-
Víkingur nærkast B36 eftir sigur í Gundadali
Summarfrítíðin kemur helst betri við hjá B36 enn Víkingi
2-0 sigurin hjá Víkingi móti B36 í Gundadali í dag ger nevniliga, at góðan gongdin hjá Víkingi heldur fram, meðan vánaliga gondin hjá B36 eisini heldur fram.
Víkingur hevur ikki tapt síðan í fjórða umfarið, tá ið teir taptu 1-0 móti KÍ. B36 hevur hinvegin ikki vunnið í seinastu fimm dystunum,
Tað ger, at Víkingur nú bara er eitt stig aftanfyri B36, og formkurvin talar fyri, at Víkingur fer fram um B36 nakað skjótt.
Dagsins dystur var spakur, líka til Aron Benjaminsen tók sakina í egnar hendur., rak fram eftir miðjum vølli og hamraði bóltin upp í málhornið úr eini 30-metrum.
Beint eftir steðgin avgjørdi Víkingur dystin, tá ið ein bóltur varð sendur inn fyri úr høgru síðu. Inni fyri málið klossaði B36 bóltin fyri føturnar á Jákup Johansen, og so var 2-0.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki fekk Jákup Johansen sítt annað gula kort og harvið reytt
B36 megnaði ongantíð veruliga at gera gagn av yvirtalsstøðuni, og so vann Víkingur ein góðan sigur í Gundadali.
-
Kolumbia nógvar møguleikar í sigri

Kolumbia var nógv betra liðið á vøllinuum í sekstandapartsfinaluni móti Gana.
Jhon Arias skallaði eitt innlegg í netið eftir eitt korter.
Gana fekk ongantíð veruliga spenning í dystin, hóast bara eitt mál var á muni.
Kolumbia hevði alt spælið og nógvar góðar møguleikar. Meðan Gana hevði einki skot á málið.
Hetta var fyrsti sigur hjá Kolumbia í einum røkkstøkkdysti síðan 2014.
Í áttandapartsfinaluni bíðar Sveits í Vancouver týsdag klokkan 21.
-
Sensatiónin lúrdi: Grønhøvdaoyggjar skakaðu Argentina

Grønhøvduoyggjar vóru nær við, at skapa eitt tað mest óvæntaða úrslitið í HM-søguni. 1-1 stóð á máltalvuni eftir vanliga leiktíð. Tað var tó Argentina, sum vann umdystin 2-1, og heimsmeistararnir er framvegis við í HM.
Argentina hevði alt spælið í fyrra hálvleiki, men spældi ov seint til at skapa nakrar møguleikar.
Tá ið í hálvur tímar var spældur, kom Argentina kortini fram um. Ein langur bóltur varð sendur inn um verjuna til Messi, sum við einari frálíkari temjing og einum líka góðum skoti legði heimsmeistararnar fram um.
So við og við fánaði spælið hjá Argentina, og í seinna hálvleiki komu Grønhøvdaoyggjar nógv betri við í dystin. Tá ið eitt korter var spælt javnaði Deroy Duarte úr spískum, tá ið hann sendi bóltin millum beinini á einum verjuleikara og fram við Emiliano Martínez í málinum.
Grønhøvdaoyggjar høvdu nú dystin akkurát har teir vildu hava hann. Argentina skapti fáar møguleikar, tó at Messi brendi púra leysur. Eisini bjargaði málverjin góðum frísparki frá Messi, og so varð umdystur.
Umdysturin var ikki meira enn byrjaður, so hamraði Lisandro Martínez bóltin í málið úr spískum eftir eitt hornaspark.
Heldur ikki hesaferð vóru Grønhøvdaoyggja lidnar, og Sidny Lopes Cabral skrúvaði bóltin upp í handara málhorn frá vinstra horni á brotsteiginum.
Argentina legði seg enn einaferð fram um, tá ið Cristian Romero skallaði bóltin í málið, eftir hornaspark frá Messi. Málið var skrásett sum sjálvmál.
Hóast Grønhøvdaoyggjar ikki kláraðu at svara aftur hesaferð, so fullu tær við æru og vóru so sera sera nær at vinna ein tann mest skakandi sigurin í HM-søguni.
Argentina spælir móti Egyptalandi í áttandapartsfinaluni.
-
Salah og Egyptaland í áttandapartsfinaluni

Brotssparkskapping skuldi til, áðrenn Egypt tryggjaði sær pláss í áttandapartsfinaluni.
Egyptaland legði seg fram um í 13 minutti. Karim Hafez legði fríspark inn fyri úr høgru síðu, og Emam Ashour skallaði bóltin í málið.
Avstralia javnaði tíðliga í seinna hálvleiki. Aiden O’Neill sendi eitt fríspark inn fyri úr vinstru síðu, og Mohamed Hany rakti bóltin óheppið og gjørdi sítt annað sjálvmál í kappingini.
Avstralia royndi at skifta málmann beint áðrenn brotssparkskapping, men tað gjørdi ongan mun.
Egyptaland skoraði fýra ferðir, og Mohamed Salah setti sítt brotsspark trygt í netið. Avstralia misnýtti tvær av sínum royndum og má tí heim.
Egyptaland skal nú spæla móti vinnaranum av dystinum millum Argentina og Grønhøvdaoyggjar.
-
HM-dystir hjá Onglandi og Noregi kunnu verða fluttir

Torðuveður kann føra til, at HM‑áttandapartsfinalurnar hjá Onglandi og Noregi verða fluttir í síðstu løtu.
Fleiri altjóða miðlar siga, at Ongland–Meksiko kann verða fluttur frá 6. juli klokkan1.00 til 5. juli klokkan 19.00 , tí torða og ringt veður hóttir dystin.
Hetta kann eisini ávírka dystin millum Noreg og Brasil. The Athletic og brasilanskir miðlar skriva, at FIFA kann flyta dystin frá 5. juli lokkan 21.00 til klokkan 22.00.
-

Reyð kort einasta undirhald í oddadysti
Meistaradeildin menn
NSÍ – KÍ 0-0 (0-0)Tað var lagt upp til oddabrak við Løkin í kvøld, tá ið oddaliðið NSÍ tók móti KÍ á øðrum plássi.
Men tað kom ongantíð lív í dystin, og tað sá veruliga út, sum liðini vóru farin í summarfrí.
KÍ hevði bóltin mest men skapt millum lítið og einki, og NSÍ tyktust væl nøgdir við ein javnleik, sum heilt teimum trý stig fremst í Meistaradeildini, nú farið verður í summarfrí í nakrar vikur.
Móti endanum á dystinum kom veruliga øði í grindina, og serliga leikararnir hjá KÍ tyktust ónøgdir.
Ein teirra var landsliðsleikarin Hallur Hansson, sum fyrst fekk gult kort fyri eina ljóta takkling, og síðan inni í longdu leiktíðini beinleiðis reytt fyri at sparka eftir einum mótleikara.
Nú hevði NSÍ nakrar minuttir at taka sigurin, men teir høvdu eisini hug at berjast, og Filip Drinic fór við einari ógvusligar kroppstakkling inn í ein NSÍ’arar, og so var hann eisini rikin av vølli.
-

Áki tvey mál í málríkum javnleiki móti oddaliðnum
Áki Samuelsen er veruliga um at koma fyri seg í Allsvenskan, bestu deildini í Svøríki.
Eftir fleiri góðar vinardystir í summar byrjaði Áki á vøllinum fyri Mjällby í útidystinum móti oddaliðnum Sirius.
Áki takkaði fyri álitið og skoraði tvey mál í málríka dystinum, sum endaði heili 4-4.
Sirius var aftanfyri 3-0 og 4-2. Áki minkaði til 3-1 tíggju minuttir inn í seinna hálvleiki, og til 4-2 í 65. minutti.
Hjá Sirius skoraði Robbie Ure øll fýra málini.
Tá ið tíggju minuttir vóru eftir minkaði Ludvig Svanberg til 4-3, tá ið bólturin støkk leysur eftir frísparksinnlegg frá Áka Samuelsen.
Og ein minutt inni í yvirtíðini javnaði Tom Pettersson til 4-4.
Mjällby er á fimta plássi í Allsvenskan
Síggj málini hjá Áka á Facebooksíðuni hjá Mjällby -
Nagelsmann sendur til hús – Tosa við Klopp
Týska fótbóltasambandið váttar í morgun, at tíðin hjá Julian Nagelsmann sum landsliðsvenjari hjá “Die Mannschaft” er liðug eftir vánaliga úrslitið í HM.
Nagelsmann bað sjálvur um at sleppa úr starvinum á einum loyniligum fundi við leiðsluna.
Týska fótbólltssambandið boðar eisini frá, at nú verður farið at tosað við litríka fyrrverandi venjaran hjá Liverpool, Jürgen Klopp.
Tað hevur í fleiri dagar ljóðað, at Klopp skal taka yvir, og hann hevur longu víst áhuga at taka við starvinum.
Klopp hevur verið væl umtóktur sjónvarpsserfrøðingur saman við fyrrverandi landsliðsleikaranum, Thomas Müller, undir HM-endaspælinum.
-
Sveis sendi Algeria til hús

Sveis er komið víðari í áttandapartsfinalurnar í HM eftir 2–0 sigurin á Algeria.
Tað var eitt sindur óvæntað, tí sveisararnir hava ikki vunnið ein røkkstøkkdyst í nógv ár.
Longu í 10. minutti bardi Johan Manzambi seg leysan við baklinjuna vinstru megin málið og fann Breel Embolo, sum setti bóltin í netið.
Beint eftir steðgin var Rafik Belghali óheppin tá ið hann sparkaði bóltin burtur, og Dan Ndoye økti til 2–0 úr 16 metrum.
Sveis hevði tamarhald allan dystin, og skal 7. juli spæla móti vinnaranum á Kolumbia og Gana, sum spæla í nátt klokkan 2.30.
-
VAR-drama, tá ið Portugal kom víðari

Eftir ein góðan dyst og nógvan VAR-dramatikk kom Portugal víðari í áttandapartsfinalurnar í HM eftir 2-1 sigur á Kroatia.
Portugal hevði alt spælið í fyrra hálvleiki, og nógvir vandamiklir bóltar komu innfyri málið hjá Kroatia. Men miðverjan hjá Kroatia stóð manniliga og helt portugiskum frá teimum heilt stóru møguleikunum.
Fyrstu løtuna eftir steðgin varKroatia nógv betri við í spælinum. Tað gav skjót úrslit, tá ið eitt innlegg úr høgru síðu fór allan vegin tvørtur um málteigin, og har kom eingin annar enn veteranurin, Ivan Perišić , tamdi bóltin og beindi hann í málið.
Hetta var sjeynda málið hjá Perišić í HM-endaspølum, og so nógv hevur eingin annar kroati skorað.
Kroatia hevði fleiri góðar royndir móti portugisiska málinum. Men so brádliga var ein bóltur stendur innum verjuna til Cristiano Ronaldo, sum hegnisliga lyfti bóltin í málið. Hóast tað als ikki sá út, sum rangstøða, so kolldømdi VAR málið.
Løtu seinni skoraði Ronaldo tó endiliga sítt fyrsta HM-mál í einum røkkstøkk-dysti, tá ið Portugal fekk brotsspark eftir púra rætta VAR-døming. Ronaldo skoraði trygt mitt í málið.
Løtu seinni var Ronaldo tikin út, og hóast kroatia framvegis var betra liðið, so bendi alt á longda leiktíð.
Men í teimum tíggju minuttunum, sum vóru lagdir afturat, sendi portugal ein bólt innfyri, og har skallaði Gonçalo Ramos bóltin í málið.
Kroatar náddu at fáa bóltin í málið einaferð afturat, men enn einaferð kolldømdi VAR eitt mál, og so var Portugal víðari í áttandapartsfinalu móti Spania tann 6. juli. Tað verður eisini eitt brak.
-
Spania vann lættliga á Eysturríki
Spania hevði tamarhald á sekstandapartsfinaluni í HM móti Eysturríki frá byrjan til enda.
Spania hevði bóltin nærum alla tíðina, og í hinum endanum skapti Eysturríki valla nakran møguleika í 90 minuttir.
Mikel Oyarzabal legði Spania fram um tíggju minuttir fyri steðgin, og miðskeiðis í seinna hálvleiki avgjørdi Pedro Porro í veruleikanum dystin.
Seinasta málið skoraði Mikel Oyarzabal stutt fyri tíð, og so kundu allir viðmerkjarar í heiminum staðfesta, at Spania er um at finna HM-formin, sum kann gera teir til heimsmeistarar.
Lamine Yamal var eisini við frá byrjan fyri fyrstu ferð hetta HM-endaspælið, og hann sá eisini út til at vera á veg rætta vegin, hóasta hann ikki skoraði í dag.
Spania skal 6. juli spæla móti vinnaranum av Kroatia og Portugal, sum spæla á middnátt.
-

Hanus Sørensen spæla í bestu deildini í Slovenia
Landsliðsleikarin, Hanus Sørensen, skal eftir øllum at døma leigast til Aluminij í bestu slovensku deildini restina av 2026. Tað skrivar Portalurin.
Felagið vann steypakappingina og skal nú spæla í Europa League.
Hanus hevur verið við hjá NK Celje í uppstartinum, men nú tykist greitt, at hann fer til Aluminij, sum flutti upp í 2025 og gjørdist nummar 7 í fjør.
25 ára gamlihoyvíkingurin, sum er uppvaksin í HB, hevur havt eitt gott ár á landsliðnum við fýra málum, millum annað í sigrinum á Montenegro, Kekkia og Lettlandi.
Hann verður væntandi kunngjørdur í nýggja felagnum ein av næstu døgunum.
-
USA víðari hóast reytt kort

Vertstjóðin USA er komin víðari í áttandapartsfinalurnar í HM, eftir 2-0-sigur á Bosnia-Hersigovina í nátt.
Balogun legði USA á odda í fyrra hálvleiki, men fekk seinni beinleiðis reytt, eftir at VAR vísti, at hann traðkaði á mótstøðuleikaran.
Bosnia fekk lítla yvirvág. Men USA fekk skjótt aftur fatur á rætta endanum, og Tillman økti til 2-0 við einum frísparki, sum tryggjaði sigurin.
Bosnia royndi at svara aftur, men eydnaðist ikki.
USA skal nú spæla móti Belgia.
-
Belgia vendi dystinum og vann eftir umstrítt brotsspark

Belgia, sá út til at hava beina lið úr HM-endaspælinum, tá ið teir vóru aftanfyri 2-0 móti Senegal við bert fáum minuttum eftir at spæla. Belgiskir leikarar skeldaðust, og tað sá einki út.
Men so vendi dysturin. Romelu Lukaku, hvør annar, minkaði til 2-1, og løtu seinni skallaði Youri Tielemans bóltin í málið til 2-2.
Umdysturin nærkaðist endanum, tá ið VAR eftir eina hornasparksstøðu dømdi brotsspark til Belgia. Eitt av teimum brotsspørkunum, sum ongantíð hevði verið dømt uttan VAR. Youri Tielemans hamraði bóltin upp í málhornið, og so var Belgia víðari.
Belgia skal tann 6. julil spæla áttandapartsfinalu móti vinnaranum av USA og Bosnia-Hersigovina, sum spæla í nátt.
Senegal var betra landið stóran part av dystinum, og um miðjan fyrra hálvleik legði Habib Diarra Senegal fram um, tá ið hann var fyrstur á einum leysum bólti, sum hevði rakt stongina.
Belgia kom longri fram á vøllin í seinna hálvleiki og hevði onkran góðan møguleika.
Tað var tó Senegal, sum økti við einum frálíkum máli. Ein langur bóltur var sendur fram til Ismaïla Sarr, sum tamdi bóltin við bringuni og hamraði bóltin í málið.
Tað helt tó ikki hjá Senegal, sum nú fer heim.
-

B36 gjørt sáttmála við unga danskan áleypara
B36 boðar í dag frá, at felagið hevur gjørt sáttmála við William Rygaard.
19 ára gamli danski álopsspælarin hevur seinastu tvey árini verið sáttmálabundin við donsku meistararnar AGF.
Hann er kraftmikil spælari við stórum menningarmøguleikanum, sum eisini er vanur at skjóta mál.
B36 hevði brúk fyri einum áleypara, tí norski áleyparinTorgeir Børven er farin aftur til Noregs.
-
Harry Kane frelsti Ongland

Kongo tók Ongland á bóli tíðliga í sekstandapartsfinaluni í HM í kvøld.
Tað vóru bara sjey minuttir farnir, tá ið Brian Cipenga smekkaði bóltin framvið Pickford og legði DR Kongo óvæntað fram um.
Onglendingar vóru skelkaðir og høvdu trupult við at fáa rútmu í spælið.
Eftir steðgin royndu teir at trýsta meira, men Mpasi í kongolesiska málinum hevði fleiri góðar bjargingar.
Men júst tá ið tað sá svartast úr, vísti Harry Kane ábyrgd.
Fyrst skallaði hann bóltin í máið , tá ið eitt korter var eftir. Málverjin hevði hendurnar á bóltinum og átti helst at havt bjargað, men inn fór bólturin.
Tíggju minuttir seinni avgjørdi Kane dystin við einum framúr góðum máli. Í einum trekki setti hann fýra verjuleikarar av í einum, og so hamraði hann bóltin í málið uttan nakran sum helst møguleika hjá málverjanum at bjarga.
Harry Kane vísti harvið, hví tað er so gott at hava eina heimsstjørnu á liðnum. Uttan hann var Ongland ikki komið víðari.
Í áttandapartsfinaluni 5. juli møtir Ongland vertstjóðini Meksiko á tí víðagitna Azteca-leikvøllinum í Meksikobýi.
-
Frakland og Mbappe ov stórur biti hjá Svøríki

Hóast Svøríki eftir førimuni gav stórfavorittunum í Fraklandimótstøðu, so var bitin ov stórur at gloypa, og Frakland vann sekstandapartsfinaluna 3-0.
Frakland hevði nógvar góðar royndir í fyrra hálvleiki, og Sviar vóru ikki eiðasørir, tá ið teir fóru fram eftir vøllinum.
Beint sum farið varð inn í yvirtíðina í fyrra hálvleiki, helt ikki longur hjá Svøríki. Kylian Mbappe breyt í gjørgnum í brotsteiginum vinstru megin málið og bendi bóltin inn við handaru stong.
Í seinna hálvleiki økti Bradley Barcola, áðrenn Kylian Mbappe gjørdi tað til 3-0.
Mbappe er nú við seks málum deildur HM-toppskjútti við Lionell Messi. Á tíðarinnar toppskjúttaralista hevur Mbappe skotið 17 mál, tvey aftanfyri Messi.
Frakland møtir Paraguai í áttandapartsfinaluni 4. juli.
-
Mótstøðulið hjá HB byrjaði kenda RO-rópið hjá Noreg

Vit minnast HÚ‑rópið hjá íslendskum fjepparum í EM 2016, og nú um dagarnar fylla norskir HM‑fjepparar allar heimsins miðlar við sínum R0‑rópið..
Norðmenn verða ákærdir fyri at hava stolið rópið frá íslendingum. Men søgan er eldri tað.
Upprunin liggur í skotska Motherwell, sum HB skal møta í Conference League síðst í juli.
Í 2014 sóu fjepparar hjá íslendska felagnum Stjarnan taktklappið hjá Motherwell-fjepparum í evropeiskum dysti millum feløgini og tóku tað heim við til Íslands. Síðan gjørdi íslendska fjepparafelagið Tólfan tað til sítt egna HÚ‑róp til EM-endaspælið í 2016.
Norska útgávan er rógva og rópa RO er nýggj, og tað var kendi norski fjepparin Ole Frøystad setta tað í gongd í 2025, og tað fór um allan heimin, tá ið Noreg vann á Senegal í fyrsta dystin i HM.
Føroyskir hondbóltsáskoðarar hava eisini eina føroyska útgávu, sum minnir nógv um ta íslendska útgávuna.
-

Fyrrverandi HB’ari til NSÍ
NSÍ boðar í kvøld frá, at felagið hevur gjørt sáttmála við danska miðvallarleikaran Sammy Skytte restina av kappingarárinum.
29 ára gamli Skytte spældi tvey ár við HB og skoraði 16 mál í 49 dystum. Hann hevur eisini royndir úr Danmark, Noregi og Litava, har hann seinast spældi við FA Siauliai.
Skytte er stórur og sterkur, dugir væl í nærdystum og í luftini, og skorar eisini nógv mál
-
Haaland sendi Noregi í áttandapartsfinaluna sum fyrsta evropeiska landið
Noreg vann í kvøld 2-1 á Fílabeinsstrondini í sekstandapartsfinaluni í HM.
Eftir ein javna byrjan, tók Fílabeinsstrongin yvir spælið. Men tað varð ikki teir, sum løgdu seg fram um.
Í staðin var tað Antonio Nusa , sum fimm minuttir fyri hálvleik rak inn úr vinstru síðu, tók eitt trekk millum fleiri mótleikarar og bendi bóltin upp í handara horn við einum frálíkum skoti.
Í seinna hálvleiki var tað sum vera man, Fílabeinsstrondin, sum hevði spælið, og tað tyktist bara at vera ein spurningur um tíð, áðrenn teir skoraðu.
Tað hendi í 74. minutti, tá ið Amad Diallo inni í brotsteiginium beindi bóltin í málið við vinstra beininum,
Stjørnuleikarini, Erling Haaland, var sum so ofta rættiliga ósjónligur hjá Noreg. Men fýra minuttir fyri tíð, var hann á rætta stað, tá ið innskifti Patrick Berg hegnisliga legði bóltin fyri føturnar á honum.
Fílabeinsstrondin legði sjálvandi alt fyri at javna, og eitt frálíkt frísparkslangskot hevði beina kós upp í málhornið. Men málverjin, Ørjan Nyland, kom flúgvandi og bjargaði.
Ovfarakæti á norðmonnum bæði á leikvøllinum og um allan heim.
Noreg skal spæla áttandapartsfinalu móti Brasil 5. juli klokkan 21.00.
-

Samuel skal spæla í bestu deildini í Eysturíki
Landsliðsleikarin, Samuel Chukwudi, skiftir til eysturríkska felagið SV Ried, sum spælir í bestu deildini í Eysturríki. Tað boðar felagið frá í dag.
197 sentimetra høgi 23 ára gamli miðverjin, sum er uppvaksin í HB, hevur spælt í finska felagnum SJK Seinäjoki seinasta hálvtannað árið, og tað hevur gingið so mikið væl, at nú eru boð eftir honum á hægri stigi.
SV Ried endaði á einum sjeynda plássið í Eysturríki seinasta kappingarár. Eysturríkska Bundesligan byrjar aftur fyrst í august.
Samuel er longu farin at venja saman við nýggj liðfeløgunum.
Síggj Facebook-uppsløg hjá SV Ried -
Marokko sendi Niðurlond til hús eftir kraftmiklan dyst og brotssparkskapping
Marokko eru í áttaandapartsfinaluni í HM-endaspælinum. Teir vunnu móti NIðurlondum eftir 1-1 í ordiliga dystinum og brotssparkskapping.
Dysturin var javnur, og bæði liðini brúktu nógva kropsliga styrki.
Sum heild var Marokko vandamiklari í sínum spæli, meðan Niðurlond í stóran mun lógu afturi á vøllinum í einari fimm bakks ketu og bíðaðu eftir marokkanarum.
Tíðliga í seinna hálvleiki rakti stjørnuleikarin hjá Marokkko, Achraf Hakimi, yvirleggjaran.
Men brádliga fóru Niðurlond í mótálop. Júst innskifti Wout Weghorst skallaði eitt útspark frá málverjanum víðari til alla tíðina vandamikla Crysencion Summerville, sum hart kroystur megnaði at spæla bóltin til púra leysa Cody Gakpo, og so var mál.
Marokko javnaði beint, sum farið var inn í yvirtíðina. Miðverjin, Issa Diop, var júst farin fram í álopið, tá ið hann skallaði eitt innlegg í málið.
Longda leiktíðin helt fram við somu ferð, og Marokko hevði ein rimmar møguleika, men Bart Verbruggen bjargaði.
So var brotsparkskapping. Har brendur Niðurlond trý og Marokko tvey.
Marokko skal spæla móti vertstjóðini Kanada í áttandapartsfinaluni.
-
Týsk katastrofa – Paraguai vann eftir brotsspørk

Týskland gjørdist tað fyrsta “stóra” landið, sum varð sligið úr HM-endaspælinum.
Tað hendi, tá ið Paraguai vann á Týsklandi eftir dramatiska brotssparkskapping.
Týskland hevði brent tvær ferðir, men so brendi Paraguai tvey tey seinasta brotsspørkini.
Eyka brotsspørk mátti til. Jonathan Tah brendi fyri Týskland, og so sendi Jose Maria Canale Dominguez Paraguai í áttandapartsfinalurnar.
Í sjálvum dystinum hevði Týskland bóltin alla tíðina. Men teir megnaðu ikki at fáa nóg nógva ferð á spælið til at brota tøttu verjuna hjá Paraguai niður.
Í staðin skoraði Julio Cesar Enciso fyri Paraguai í einum av teirra fáu álopum.
Stutt inn í seinna hálvleik eydnaðist Kai Havert at javna, tá ið hann skallaði bóltin í málið, eftir innlegg frá Florian Wirtz.
Týskland helt fram við hugflogsleysa og seina álopsspælinum, sum var lætt hjá Paraguai at verja fyri.
Týskland hevði bóltin í málinum einaferð, tá ið Jonathan Tah skallaði bóltin í málið eftir hornaspark. Men eftir VAR avgjørdi dómarin at kolldøma málið,tí at málverjin fekk eitt sera lítið skump, sum flestu serfrøðingar haldi ikki at givið fríspark.
Týskland má nú tungu leiðina heim. Meðan Paraguai skal spæla móti vinnaranum av dystinum millum Frakland og Svøríki.
-
AB leyst av niðurflytingarstríðnum
Við 1-0 sigri á Toftum er AB fyribils leyst av niðurflytingarstríðnum.
Brian Jakobsen skoraði seks minuttir undan steðginum, tá ið B68 misti bóltin har afturi á vøllinum.
B68 trýsti nógv eftir steðgin, men AB helt málið reint.
AB er nú átta stig frá B68 og niðurflytingarstrikuni.
Stigatalvan á dystir.fo
(mynd: AB)
