Manchester City váttar í dag, at venjarin seinastu tíggju árini, spanski Pep Guardiola, gevst sum venjari í felagnum.
Hann hevur hesi tíggju árini vunnið seks ensk meistaraheiti, eitt Champions League, trý FA‑Cup, fimm League Cup og eitt heimsmeistaraheiti fyri feløg. Í ár hevur City vunnið League Cup og FA-cup, meðan teir enda nummar tvey í Premier League.
Guardiola hevur ikki bara vunnið nógv, men verður av fótbóltsserfrøðingum mettur sum ein venjari, ið hevur ment fótbóltsspælið til heilt nýggjar hæddir.
City heiðrar honum nú við at uppkalla nýggju landsíðuna eftir honum, The Pep Guardiola Stand, og einari standmynd uttanfyri.
Guardiola sigur, at tíðin er komin, og at einki varir í allar tíðir.
Enzo Maresca er sambært bretskum miðlum favorittur at taka yvir.
Fyrr í dag var Áki Samuelsen tikin út til føroyska landsliðið fyri fyrstu ferð, og í kvøld spældi hann ein lítlan hálvleik fyri Mjällby í 1-1 javnleikinum móti Elfsborg á útivølli.
Elfsborg legði seg fram um tíðliga í dystinum, og Mjällby janvnaði beint eftir stegðin.
22 ára gamli hoyvíkingurin kom inn tíggju minuttir eftir stegðin og stóð seg væl og bjóðaði verjuni av nakrar ferðir.
Mjällby er á fjórða plássi í bestu svensku deildini
Pætur Smith Clementsen, landsliðsvenjari hjá kvinnulandsliðnum í fótbólti, hevur tikið hesar leikarar út til HM undankappingardystin Georgia – Føroyar fríggjadagin 5. juni 2026:
Tað hevur bíðað leingi, men nú er Áki Samuelsen loksins tikin út til landsliðshópin.
Hann hevur í eina tíð verið ein tann føroyingurin, sum hevur staðið seg best í útlendskum fótbólti.
Áki skifti undan hesum kappingarárinum til svensku meistararnar Mjällby, har hann hevur fingið fitt av spælitíð á hægri støði enn flestu føroysku fótbóltsleikarar.
Hóast tað hevur hann higartil ikki verið tikin út til landsliðið, serliga tí hann hevur havt aldur at spæla við U21-landsliðnum, har hann er liðskipari og fær fulla spælitíð og nógvar royndir.
Nú er hann so tikin út saman við hesum leikarunum, sum Eyðun Klakstein landsliðsvenjari hevur tikið út til venjingardystirnar 6. juni á útivølli ímóti Estlandi og 9. juni móti annahvørt Lettlandi ella Litava.
Landliðshópurin:
Málverjar
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Mattias Heðinsson Lamhauge, Strømsgodset IF (Noreg)
Enska felagið Aston Villa vann í kvøld finaluna í Europa League 3-0 móti týsku Freiburg.
Aston Villa var greitt betri frá byrjan, og stutt fyri hálvleik legði Youri Tielemans Aston Villa fram um. Í yvirtíðini í fyrra hálvleiki økti Emiliano Buendía við einum frálíkum skoti.
Freiburg royndi at koma inn í dystin aftur, men Aston Villa hevði tamarhald á dystinum, og tá ið Morgan Rogers prikaði ein bólt inn við nærmastu stong, var als eingin ivi.
Enski krúnprinsurin William og hini viðhaldsfólkini hjá Aston Villa kundu við dystarlok frøast um annað frálíka úrslitið í hesi vikuni. Fríggjakvøldið vunnu teir 4-2 á Liverpool og tryggjaðu sær pláss í Champions League næsta kappingarár.
Hetta er fyrsta evropeiska finalan og fyrsta steypið hjá Aston Villa síðan 1982. Tá vunnu teir Europa Cup fyri meistarar, ella Champions League, sum tað eitur í dag.
Hetta var fimtu ferð, at venjarin hjá Aston Villa, Unai Emery, vinnur Europa League. Hann hevur áður vunnið tríggjar ferðir við Sevilla og eina ferð við Villareal.
Hjartaliga til lukku øll føroysk viðhaldsfólk hjá Aston Villa.
Enska stórfelagið, londonfelagið, Arsenal, gjørdist í kvøld enskur meistari uttan at spæla, tá ið kappingarneytarnir, Manchester City, ikki megnaðu at vinna á útívølli móti Bournmouth.
Tað er fyrstu ferð í 22 ár, at felagið úr Norðurlondon er meistari.
Arsenal hevur verið fremst í Premier League meginpartin av kappingarárinum, men er ongantíð sloppið heilt leyst av Manchester City, sum so spakuliga hevur vunnið seg aftur til styrkini frá undanfarnum kappingarárum.
Arsenal hevur kortini hildið stand, hóast mátin at spæla upp á, við nógvum deyðbóltum innfyri, ikki hevur verið so væl dámdur av øllum.
Spaniólin, sum áður spældi við Arsenal, gjørdist venjari hjá felagnum í 2019, eftir at hava verið hjálparvenjari hjá júst Pep Guardiola í Manchester City. Nú hevur Arteta so bast lærimeistaranum og hevur gjørt Arsenal til enskar meistarar.
Arsenal er eisini í finaluni í Champions League móti Paris SG, og kann sostatt eisini gerast evropameistari fyri lið. Tann finalan verður spæld leygardagin 30. mei.
Kvøldsins dystur millum Bournmouth og City endaði 1-1. Erling Haaland tryggjaði City janvleikin í yvirtíðini, og tað hevði við sær, at Bournmouth misti møguleikan at spæla seg til Champions League komandi kappingarár..
Hjartaliga til lukku allir føroyskir Arsenalfjepparar
Sundalagsmenn komu í kvøld upp um niðurflytingarstrikuna og gjørdu samstundis kreppuna í HB enn djúpari, enn hon var frammanundan.
4-3 vann EB/Streymur í Gundadali, eftir at teir førdu 3-0 í hálvleikinum.
Grundalagið undir sigrinum var lagt beinanvegin í dystin, tá ið gestirnir skoraðu tvey í fyrstu tíggju minuttunum.
HB vaknaði ikki fyrr enn í seinna hálvleiki og megnaði at leggja stórt trýst á EB/Streym. Men tað var ikki nokk, og sundalagsmenn vóru ovurfegnir fyri tey trý stigini.
Londonfelagið Chelsea váttar í morgun, at Xabi Alonso skal taka yvir sum høvuðsvenjari í felagnum.
Alonso spældi millum annað í Liverpool, Real Madrid og Bayern München.
Sum venjari tók hann í 2022 við í Bayer Leverkusen. Har gjørdi hann ikki mætari enn at enda á fulkomnu yvirvágini hjá Bayern München, og vann týska meistaraheitið, steypakappingina, og spældi 51 dystir á rað uttan at tapa.
Hann byrjaåi hetta kappingarárið sum venjari hjá Real Madrid. Men hósast hampiliga góð úrslit, so kom hann í stríð við onkrar av stjørnuleikarunum í kongaliga spanska høvðusstaðarfelagnum, og so var hann sendur til hús.
Fyri fyrstu ferð síðan 1985 hevði eitt annað felag enn Rangers ella Celtic møguleika at gerast skotskur meistar.
Men í avgerandi dystinum í dag millum Celtic og Hearts, vann Celtic dystin 3-1 og meistaraheitið.
Shankland skallaði Hearts fram um , men Arne Engels javnaði beinanvegin við brotssparki.
Tað var nokk hjá Hearts. Men fýra minuttir fyri tíð skoraði Maeda fyri Celtic, og í yvirtíðini staðfesti Osmand meistaraheitið, tá ið hann skoraði í tómt, eftir at málverjin hjá Hearts var farin fram við í royndini venda gongdini.
Fyribils venjarin hjá Celtic, legendan, MartinO’Neill hevði longu frammanundan vent kappingarárinum hjá Celtic, sum var seks stig aftanfyri, tá ið hann tók yvir, og endaði eitt stig frammanfyri Hearts.
Dreymurin hjá Geza Turi og Grimsby um at spæla uppflytingarfinalu á Wembley brast eftir longda leiktíð í seinna avgerandi dystinum móti Salford.
Grimsby vann sjálvan dystin í kvøld 2-1, eftir at hava verið aftanfyri. Harvið var samlaða úrslitið 3-3, og longd leiktíð mátti til at avgera, hvør slapp at spæla á Wembley.
Geza spæli í ein góðan tíma og var skiftur út, tá ið Grimsby var aftanfyri 1-0.
Í longdu leiktíðini skoraði Salford tríggjar minuttir fyri tíð, og harvið verður tað liðið hjá fyrrverandi Manchester United-leikarunum, David Beckham og Gary Neville, sum skal spæla finalu móti Notts County um at flyta upp í triðbestu deildina
Eftir ein góðan seinna hálvleik vann HB sær ein lítlan fyrimun undan seinnu hálvlfinaluni í steypakappingini um Løgmanssteypið móti Víkingi í góðveðrinum í Gundadali í dag.
Heima á Camp Nou tyggaði Barcelona sær í gjárkvøldið spanska meistaraheitið við at vinna 2-0 móti Real Madrid.
Eitt stig var nokk, men Barcelona gjørdi skjótt av. Marcus Rashford hamraði eitt frispark upp í hornið í níggjandi minutti, og tíggju minuttir seinni økti Ferrán Torres eftir eitt gott álop.
Real hótti ongantíð, og Barcelona tryggjaði sær sítt 29. meistaraheitið.
“Teir hvítu” úr Aarhus gjørdust í dag danskir meistarar í fótbólti fyri fyrstu ferð í 40 ár.
Eftir at Midtjylland fyrr í dag bara spældi javnt, var greitt, at AGF kundu gerast meistari í dag, um teir vunnu í Brøndby.
AGF kom eisin ibeinanvegin á sigurskós, tá ið Hendrik Dalsgaard skoraði, og um miðjan fyrra hálvleiki økti Kevin Yakob til 2-0.
Fleiri mál komu ikki í dystinum, og heima í Aarhus, brast allur býurin er sigursrróp, nú tað endiliga eydnaðist stórfelagnum í “Smilets by” at vinna meistaraheitið, hóast ein dystur manglar at spæla.
Í einum sera dramatiskum dysti, megnaði oddaliðið í Premier League akkurát at vinna trý sera týðandi stig móti West Ham á útivølli.
Leingi var málleyst á London Leikvøllinum og málverjin hjá Arsenal, David Raya hevði eina dystarvinnandi bjarging, beint áðrenn Arsenal skoraði einasta málið í dystinum.
Leandro Trossard skoraði eftir sera gott forarbeiða av norðmanninum Martin Ødegaard.
Dramatikkurin var ikki av, tí í yvirtíðina fekk West Ham bóltin inn um málstrikuna. Men eftir langan steðg, avgjørdi VAR, at fríspark var gjørti móti Raya í málinum hjá Arsenal, og málið var kolldømt.
Arsenal er nú við 79 stigum fimm stig framman fyri Manchester City, sum hevur spælt ein dyst færri.
FC Suðuroy bukaði TB av í fyrsta dystinum um Suðuroynna í 1. deild hetta kappingarárið. Tað gjørdist ein greiður 4-1 sigur við Stórá.
Einki mál kom í fyrra hálvleiki, men eftir steðtin legði Kouassi Dieudonne Yao FC Suðuroya á odda, og so økti Olivur Renéson Thomsen til bæði 2-0 og 3-0, áðrenn Páll Johannesen gjørdi tað til 4-0.
TB fekk troystarmál seint í dystinum, tá ið Omar Sheik Ali skoraði.
FC Suðuroy hevur beina kós upp aftur í Meistaradeildini, meðan TB bara er tvey stig omanfyri niðurflytingarstrikuna.
Annað vikuskiftið á rað er nýtt oddalið í Meistaradeildini. B36, sum tók oddasessin frá NSÍ seinasta umfar, spældi í kvøld javnt 1-1 móti føroyameistarunum úr KÍ, og harvið er NSÍ aftur fremst eftir sigurin á HB í gjárkvøldið.
Portugiski miðvallarin hjá Manchester United, Bruno Fernandes, er í kvøld valdur til ársins leikara av Football Writers’ Association eftir eitt sera gott kappingarár.
Hann hevur skorað átta mál og lagt upp til heili 19 í Premier League. Hann eigur stóran leiklut í, at United hevur spælt seg til Champions League komandi kappingarár.
Hann fekk 45% av atkvøðunum frá tíðindafólkunum, greitt frammanfyri Declan Rice og Erling Haaland
Fernandes er fyrsti United‑leikari at vinna heiðurin síðan Wayne Rooney í 2010
NSÍ reisti seg í kvøld aftur eftir ósigurin fyri B36 seinasta vikuskiftið..
Michal Przybylski var stóri maðurin í Runavík í kvøld, og skoraði bæði málini fyri NSÍ í 2-1 sigrinum móti HB, sum hevur fingið sera vánaliga byrjan upp á kappingarárið, nú ein triðingur av kappingini er spældur.
Tað gongur ikki altíð stillisliga fyri seg í Real Madrid, men nú ber av.
Fraklendingurin, Federico Valverde, hevur fingið heilaskjálvta, eftir hann bardist við liðfelagan Aurélien Tchouaméni undir venjing.
Real váttar hendingina, og at málið verður kannað.
Valverde má nú halda seg í friði í tíggju til fjúrtan dagar. Valverde hevur eisini fingið fleiri pentur av bardaganum. Hann verður harvið ikki við í El Classico móti Barcelona í vikuskiftinum.
Spanskir miðlar skriva um vánaligt huglag í hópinum hjá Real, og at hesin bardagin var eitt framhald frá einum bardaga frá degnum fyri.
HB boðar í kvøld frá, at felagið er komið ásamt við estiska áleyparan, Erik Sorga, um at enda samstarvið av persónligum orsøkum.
HB styrkti seg við 26 ára gamla áleyparanum undan kappingarbyrjan.
31 landsdystir og fýra mál fyri Esland boðaðu frá, at hesin leikarin kundi gerast góður. Men teir fimm dystirnar hann spældi við HB fekk hann lítið burtur úr og skoraði einki mál.
Tað mest minniliga, hann gjørdi í føroyskum fótbólti, var at missa bóltin mitt á miðjuni móti KÍ, sum skoraði upp á eftirfylgjandi álop.
Londonfelagið Arsenal spældi seg í kvøld í finaluna í Champions League. Teir vunnu 1-0 móti Atletico Madris heima á Emirates leikvøllinum og samanlagt 2-1.
Bukayo Saka skoraði einast málið í dystinum beint fyri steðgin, tá ið hann beindin ein leysan bólt í málið, eftir at Jan Oblak í málinum hevði bjargað einum skoti frá Leandro Trossard.
Tað eydnaðist ongantíð Atletico veruliga at hótta Arsenal í seinna hálvleiki, og í veruleikanum var Arsenal nærri við at økja, og tí var sigurin uppiborin.
Í finaluni á Puscas leikvøllinum í Budapest í Ungarn 30. mei skal Arsenal spæli móti Bayern München ella Paris Saint-Germain, sum spæla seinnu hálvfinaluna í annaðkvøld.
Hetta kappingarárið kann gerast nakað heilt serligt fyri Arsenal, sum ongantíð hevur vunnið stóra evropeiska steypið. Teir eru eisini fremstir í ensku Premier League, nú tríggir dystir eru eftir at spæla.
NSÍ hevði møguleikarnar, meðan B36 skoraði. Soleiðis kann dysturin í Gundadali í kvøld lýsast í stuttum.
Serliga fyrstu løtuna var NSÍ nógv betri, og spældi sum eitt oddalið. Sendingarnar millum leikararnar sótu væl, og NSÍ kom eisini til góðar møguleikar.
Handan forfalnu og duldarfullu múrarnar koma vit inn til ein U17 dyst millum Sparta Praha og okkurt annað lið.
Vit eru sjálvan arbeiðaradagin, 1. mei, á rundferð í bussi í kekkiska høvðustaðnum Prag nærum vilst inn á ein løgnan ítróttaleikvøll uppi á heygnum eystanfyri Vlatavaánna og víðakendu Karlsbrúnna.
Eingin annar valdi at fara av her, og tað er ikki so løgið, tí hetta sær veruliga út sum ein leivd frá kommunistisku tíðini í Kekkoslovakia, sum landið æt tá.
Ofta liva dystir ikki upp til stórar vónir frammanundan. Men tað gjørdi kvøldsins hálvfinala í Champions League millum Paris SG og Bayern München, sum var við fullari ferð og fótbólti á hægsta stigi frá byrjan til enda.
Harry Kane legði Bayern fram um við brotssparki, áðenn Khvicha Kvaratskhelia javnaði og João Neves legði PSG fram um.
Beint fyri hálvleik javnaði Michael Olise fyri Bayern, og í yvirtíðini í fyrra hálvleiki fekk PSG eitt ivasamt brotsspark, sum Ousmane Dembélé sendi í málið til hálvleiksstøðuna 3-2.
Framúr álopsspælið helt fram í seinna hálvleiki, og áðrenn korterið var spælt høvdu Kvaratskhelia og Dembélé gjørt tað til 5-2 til heimaliðið.
Fótbóltsframførslan helt fram, og tað gekk ikki long tíð, so minkaði Dayot Upamecano til 5-3, tá ið hann skallaði bóltin í málið.
Løtu seinni skoraði Luis Diaz eitt framúrskarandi mál, tá ið hann tamdi ein bólt inn um verjuna frá Harry Kane, legði bóltin til rættis og sendi bóltin í málið til 5-4.
Bayern royndi at fáa javnandi málið, men PSG var nær við at økja, tá ið eitt skor rakti málrammuna. Og beint áðrenn seinasta bríkst bjargaði PSG á strikuni eftir hornaspark.
Fótbóltsheimurin gleðir seg longu til seinnu hálvfinaluna í Bayern mikudagin í næstu viku.
Tað verða Manchester City og Chelsea, sum skulu spæla finaluna í kendu ensku steypakappingini, FA-cup, leygardagin 16. mei.
Manchester City vann leygardagin 2-1 á Southampton. Nico González skoraði avgerandi málið seint í dystinum. Finn Azaz legði annars Southampton fram um ellivu minuttir fyri tíð. Men Jérémy Doku janvaði til 1-1 tríggjar minuttir seinni. Hetta var fjórða finalan á rað hjá City.
Chelsea vann sunnudagin 1-0 á Leeds. Enzo Fernández skoraði einasta málið mitt í fyrra hálvleiki. Chelsea er í síni fyrstu FA-cup finalu síðani 2022.
NSÍ var á veg móti greiðum sigri, men Skála javnaði til 3-3 langt inni í yvirtíðini.
NSÍ kom á odda við máli frá Marius Kryger Lindh. Simon Jørgensen javnaði fyri Skála, áðrenn Daniel Obbekjær og Aleks Freyr Elisson fyrsta korterið í seinna hálvleiki gjørdu til 3-1 til NSÍ.
Men skálamenn stríddust víðari. Simon Jørgensen minkaði við brotssparki, tá ið ein tími var spældur, og í yvirtíðini lyfti Bjarti Thorleifsson fríspark hegnisliga upp um manngarðin til 3-3.
Hóast AB beit frá sær, so vann B36 4-1 inni í Vika á Argjum, og nú er árstalsfelagið bara tvey stig frá toppinum.
B36 var omaná fyrst í dystinum, og Bartal Páll Klein legði teir á odda tíðliga. AB fekk tó javnað til 1-1. Tað var Obule Sunday Moses, sum skoraði.
Beint undan steðginum gjørdi AB-málverjin brotsspark, sum Bogi Reinert-Petersen setti í málið. Beint aftaná gjørdi Torgeir Børven tað til 3-1, og innskifti Tobias Hansen gjørdi tað til 4-1.
Toftamenn hava fingið gongd á í Meistaradeildini. Seinasta vikuskiftið vunnu teir móti HB og í dag tóku teir stig frá Víkingi.
Jákup Johansen legði Víking fram um beint fyri steðgin. Men B68 vendi dystinum til 2-1, tá ið Loick Lespinass og Sebastian Lau Nielsen skoraðu tvey mál upp á tríggjar minuttir.
Fýra minuttir fyri leikloki javnaði Jørgen Nielsen til 2-2.
Toftamenn hildu fast, sjálvt um Ahmet Latif fekk reytt og teir vóru undirmannaðir sjey teir seinastu minuttirnar.
Vágamenn vunnu botndystin móti sundalagsmonnum 2-0 í Streymnesi í dag. Harvið komu teir upp um niðurflytingarstrikuna..
Ole Arntsen skoraði sítt fyrsta mál fyri 07 Vestur, tá ið hann sendi fríspark upp um manngarðin og í málið. Stutt eftir økti Jasper Van Der Heyden til 2-0.
Talan var um javnan dyst, har málleyst var í hálvleikinum.
Hóast stutt er fráliðið av kappingarárinum í 1. deild, so bendir nógv á, at FC Suðuroy og B71 hava kós móti uppflyting.
FC Suðuroy vann í dag heili 7-2 móti næstbest liðnum hjá B36. FC Suðuroy er fremst í deildini við 16 stigum fyri seks dystir, og hevur sostatt bara mist tvey stig.
B71 vann í Runavík 1-0 móti næstbestu monnunum hjá NSÍ. Sandoyingar hava á øðrum plássi 15 stig, nú sjey umfør er spæld.
ÍF og TB, sum eisini kunnu flyta upp í bestu deildina spældu 1-1 í Fuglafirði. Tey hava ávikavíst 9 og 8 stig.
Nú Manchester City ikki spældi í Premier League hetta vikuskiftið, brúkti Arsneal møguleikan at taka oddasessin aftur við einum 1-0 sigri móti Newcastle.
Eberechi Eze skoraði málið í fyrra hálvleiki eftir eina væl vanda hornasparksstøðu.
Havertz og Eze máttu báðir út við smáskæðum. Men venjarin, Arteta, segði eftir dystin, at tað helst ikki var so álvarsligt.
Arsenal er nú trý stig frammanfyri City, sum tó hevur ein dyst til góðar.
Hóast Liverpool hevur havt eitt nógv verri kappingarár enn væntað, so hava nøkur góð úrslit seinastu vikurnar nærum tryggja Liverpool luttøku í Champions League komandi kappingarár.
Í dag vann Liverpool 3-1 heima á Anfield. Svenski áleyparin, Aleksander Isak, og Andy Robertson løgdu Liverpool fram um fyri steðgin.
Eftir steðgin minkaði Daniel Monoz fyri Crystal Palace eftir eina løgna støðu, har hann sparkar bóltin í tómt mál, meðan málverjin hjá Liverpool liggur niðri við skaða.
Florian Wirtz staðfesti 3-1 sigurin við einum frálíkum skoti í longdu leiktíðini.
Liverpool er á fjórða plássi við 58 stigum, ájavnt við Mancester United á triða plássi og Aston Villa á fimta plássi. United hevur tó spælt ein dyst færri. Aston Villa tapti í dag 1-0 móti Fulham. Manchester United tekur mánakvøldið móti Brentford.
Geza Turi spældi allan dystin, tá ið Grimsby tók móti Swindon, sum er eitt av liðnunum, sum kappast við Grimsby um at náa plássini, ið geva atgongd til at kappast um uppflyting í triðbestu deildina.
Grimsby gjørdi ikki mætari enn at vinna dystin 4-0, og vann sær harvið trý tíðandi stig, nú bara ein dystur er eftir at spæla í fjórðbestu ensku deildini.
Vinnur Grimsby seinasta dystin móti Tranmere á útivølli, eru Geza og teir tryggjaðir at vera við í avgerandi dystunum um uppflyting. Ein annar møguleiki er, at Chesterfield tapir dagsins dyst móti Crewe.
Real Madrid tveitti í gjárkvøldið sigurin burtur í seinastu løtu úti móti Real Betis. Tað endaði 1-1
Vinicius Junior legði Real fram um í fyrra hálvleiki. Men Real var trýst, og Lunin máhevði fleiri góðar bjargingar.
Betis javnaði í yvirtíðini, tá ið Hector Bellerin skoraði eftir trunkaspæl.
Venjarin hjá Real, Alvaro Arbeloa, var alt annað enn nøgdur eftir dystin. Hann helt, at dómarin skuldi havt dømt fríspark til Ferland Mendy beint áðrenn málið.
Real er nú átta stig aftanfyri Barcelona, sum kann leggja seg ellivu stig fremst, tá ið teir í dag spæla móti Getafe á útivølli.
10. mei spæla Barcelona og Real sokallaða El Clasico á Camp Nou.
Við knúsandi 5-0 sigri á útivølli móti Sunderland er Nottingham Forest væl á veg at tryggja sær at vera verandi í Premier League komandi kappingarár.
Forest hevur nú 39 stig og hevur ikki tapt í seks dystir. Teir kappast við West Ham og Tottenham. sum hava ávikvíst 33 og 31 stig og hava spælt ein dysti færri. Burnley og Wolves er longu flutt niður.
Fyrsta málið í kvøld var sjálvmál frá Trai Hume. Síðan gjørdu Chris Wood, Morgan Gibbs-White og Igor Jesus tað til 4-0 longu í fyrra hálvleiki. Í yvirtíðini í seinna hálvleiki staðfesti Elliot Anderson 5-0 stórsigurin.
Tottenham er í svárari kreppu og liggur til niðurflyting úr Premier League.
Nú vil felagið hava sálarfrøðing inn at hjálpa. Nýggi venjarin De Zerbi sigur, at hann vil broyta mentalitetin, tí liðið liggur á niðurflytingarplássi og hevur 15 dystir uttan sigur.
Á LinkedIn søkir Tottenham eftir einum frálíkum avrikssálarfrøðingi, sum skal stuðla spælarum og venjarum.
Felagið sigur, at tann nýggi sálarfrøðingurin má vera álítandi, umhugsin og klára trýstið í Premier League.