Føroyameistarnir úr KÍ eru stórfavorittar at endurvinna meistaraheitið í ár, og tí var tað helst gott fyri kappingina, at NSÍ dag megnaði at spæla javnt 1-1 í Klaksvík.
Tað var øgiliga javnt, og dysturin gekk báðar vegir.
KÍ legði seg á odda beint eftir, at Aron Knudsen hjá NSÍ hevur brent ein stóran møguleika.
Árni Frederiksberg legði, sum so ofta, neyvt innfyri til Páll A. Klettskarð, sum stýrdi bóltinum í netið.
Seks minuttir eftir steðgin javnaði Petur Knudsen við frísparki, har KÍ‑málverjin helst iðrar seg um, at hann ikki bjargaði.
NSÍ bjóðaði veruliga av, og sum seinni hálvleikur leið, vóru teir gulu ikki minni vandamiklir enn heimaliðið, men liðini deildust um stigini.

