• Móststøðuliðið hjá H71 er lent – Spæla bara ein dyst

    Móststøðuliðið hjá H71 er lent – Spæla bara ein dyst

    H71-kvinnurnar skula bara spæla ein dyst móti niðurlendska liðnum Fortes Venlo í European Cup. Hann verður spældur í Hoyvíkshøllini í kvøld klokkan 20.00.

    Upprunaliga skuldu tveir dystir spælast, ein í gjár og ein í dag. Men vánalig floglíkindi gjørdu, at niðurlenska liðið ikki lendi hóskvøldið og heldur ikki í gjár.

    Nú hava feløgini bæði saman við EFH avgjørt at bara ein dystur skal spælast, um hvør kemur víðari til 3. umfar í European Cup.

    Les Facebookuppslag her
  • West Ham sendir venjaran til hús

    West Ham sendir venjaran til hús

    Premier League-felagið West Ham boðar í morgun frá, at høvuðsvenjarin Graham Potter er loystur seg úr starvi.

    Potter tók yvir eftir Julen Lopetegui í januar. Men úrslitini í seinnu hálvu av farna kappingarári og í byrjanini av 2025/26 hava ikki livað upp til vónirnar.

    Potter er annar venjarin í Premier League, sum missir starvið hetta kappingarárið. Hin var Nuno Espírito Santo hjá Nottingham Forest, sum varð uppsagdur fyrrí septembur.

    Les fráboðanina á Facebook
  • Floglíkindi gera, at H71 ikki spælir Europa Cup í kvøld

    Dysturin, sum kvinnurnar hjá H71 skuldu spæla í Evropa Cup í kvøld, er avlýstur ella útsettur.

    Flogfari, sum mótstøðuliðið Fortes Venlo úr Niðurlondum skuldi koma við, er ikki lent í Vágum, og tí er alt óvist, hvussu verður við dystunum báðum, sum skuldu spælast í kvøld og í annaðkvøld.

  • Elias og Kiel fremstir í Týsklandi

    Elias og Kiel fremstir í Týsklandi

    Elias á Skipagøtu og THW Kiel eru fremstir í týsku Bundesliguni við fullum stigatali, 12 stigum, eftir seks dystir.

    Í kvøld vunnu teir greiðan 33-25 sigur á heimavølli. Í steðginum var støðan 17-9 til Kiel.

    Elias skoraði fýra mál og legði upp til trý mál.

    Elias hevur skotið 49 mál og er deildur toppskjútti í Bundesliguni saman við Kai Häfner og Omar Inga Magnusson, sum tó hevur spælt ein dyst færri.

  • Hákun og Füchse framvegis fult stigatal í Champions League

    Hákun og Füchse framvegis fult stigatal í Champions League

    Hákun West av Teigum skoraði øll síni fimm mál fyrstu 17 minuttirnar og hevði harvið stóran leiklut í, at Füchse Berlin so at siga avgjørdi dystin í Champions League móti pólksu Kielce longu fyri steðgin.

    Berlinararnir vóru frammanfyri 22-15 í hálvleikinum.

    Dysturin endaði 37-32 til Füchse, sum hevur vunnið allar tríggjar dystirnar í bólki A.

    Mattias Gidsel skoraði 13 mál fyri Füchse

  • Neistakvinnur høvdu munin á VÍF

    Eftir ein sera spennandi enda, eydnaðist kvinnunum hjá Neistanum at vinna 27-26 móti VÍF í høllini á Hálsi í kvøld.

    Í fyrra hálvleiki var leingi talan um ein javnan dyst, men móti endanum av fyrra hálvleiki bjargaði málverjin hjá Neistanum, Yui Shibuya, fleiri leysum møguleikum, og tað var var høvuðsorsøkin til, at Neistin fór til hálvleiks framman fyri 14-11.

    Les meira
  • Liverpool steingir 145.000 atgongumerkjakontur

    Liverpool steingir 145.000 atgongumerkjakontur

    Liverpool ger átøk móti sølu av atgongumerkjum á svarta markanaðinum.

    Seinastu tvey árini hevur felagið stongt heili 145.000 kontur, sum hava verið brúktar til ólógliga sølu.

    BBC sigur, at 1.114 fólk vórðu útihýst á lívstíð í fjør. 500 fingu ikki atgongd til Anfield, tí tey royndu at sleppa inn við sokallaðum “burner phones”.

    Í Bretlandi er ólóglig endursøla av atgongumerkjum vanlig, og fleiri útlendskar heimasíður royna at koma uttan um reglurnar.

    Tey, sum selja atongumerki ólógliga, brúka sjálvvirkandiforrit og falskar samleikar til at keypa hundraðtals atgongumerki, sum síðan verða seld víðari fyri ovurdýrar prísir.

    Hetta ger tað torført hjá vanligum fjepparum at keypa atgongumerki á rættan hátt, og summi enda við atgingumerki, sum ikki rigga.

  • Ísrael møguliga útihýst úr evropeiskum fótbólti

    Ísrael møguliga útihýst úr evropeiskum fótbólti

    Evropeiska fótbóltssamgongan UEFA fer í næstu viku at taka støðu til, um Ísrael skal úthýsast úr evropeiskum kappingum.

    Orsøkin er ST-frágreiðingin, sum sigur, at Ísrael fremur fólkamorð í Gaza.

    The Times skrivar, at ein stórur meiriluti av stýrinum í UEFA skal vera fyri at útihýsa Ísrael.

    Serfrøðingar í ST hava heitt á bæði UEFA og FIFA um atútihýsa Ísrael. Teir vísa á, at Russland varð útihýst eftir innrásina í Ukraina í 2022.

    UEFA kann tó ikki sjálvt útihýsa Ísrael frá HM-kappingini, men ein meiriluti í UEFA kann leggja stórt trýst á FIFA, sum skipar fyri HM.

    FIFA hevur ábyrgd av disiplinerreglum í HM, og ein møgulig útihýsing kann tí seta FIFA í ein trupula støðu.

    Forsetin í FIFA, Gianni Infantino, hevur tætt samband við amerikanska forsetan Donald Trump, og The Times skrivar, at Hvítu Húsið fer at vera sera ónøgt, um Ísrael verður útihýst undan HM í USA, Kanada og Meksiko næsta ár.

    Ein talsmaður fyri Trump sigur við Sky News, at tey fara at arbeiða uttan íhald fyri at steðga øllum royndum at útihýsa Ísrael”.

  • Stríðast um rættin til familjunavnið Ingebrigtsen

    Stríðast um rættin til familjunavnið Ingebrigtsen

    Í Noreg er kenda rennifamiljan Ingebrigtsen altíð í brennideplinum.

    Nú er stríð millum teir tríggjar brøðurnar,Jakob, Filip og Henrik, og teirra pápa, Gjert Ingebrigtsen, um um rættin at brúka familjunavnið í vinnuligum høpi.

    Pápin, Gjert, hevur søkt um einkarrætt til vørumerkið Ingebrigtsen-metodan. sum hann vil brúka til venjingarforrit, undirvísing og ítróttarútgerð.

    Men brøðurnir vilja ikki góðtaka tað, og teir hava setn mótmæli til norska Patentstýrið.

    Teir halda, at navnið Ingebrigtsen í ítrótti fyrst og fremst verður sett í samband við teir og teirra úrslit.

    Brøðurnir hava eisini broytt navn á familjufyritøkuni til Team Ingebrigtsen A/S, eftir at teir í 2022 keyptu pápan út.

  • Stjørnan hevði munin móti EB

    Stjørnan hevði munin móti EB

    Stjørnan vann í SMS deildini hjá kvinnum ein spennandi 25-22 sigur á EB í KÍ-høllini í kvøld.

    EB var á odda 13-10 í hálvleikinum, men Stjørnan vendi gongdini í seinna hálvleiki.

    Ai Waagstein var toppskjútti hjá Stjørnuni við 6 málum, Jancy Jógvansdóttir Poulsen skoraði 5, og Joan Sørensen 4.

    Hjá EB vóru Sigrid Eidesgaard og Nadja Pejovic mest eyðsýndar við 6 mál hvør.

    Dysturin var javnur og spennandi, men Stjørnan hevði munin móti endanum og tryggjaði sær sigurin.

    Dómaraseðilin á hsf.fo

  • Kyndilskvinnur stórsigur á Skála

    Kyndil vann ein greiðan 37-12 sigur á StÍF í SMS-deildini í høllini á Skála í kvøld.

    Kyndil hevði fult tamarhald á dystinum frá byrjan til enda. Útiliðið legði seg á odda 5-0 og 11-1, og hálvleiksstøðan var 19-7.

    Bára Krossteig Hansen var toppskjútti hjá Kyndli við 9 málum, Turid Arge Samuelsen skoraði 8, og Silja Geirsdóttir Eystberg 6.

    Hjá StÍF var Malene Madsen mest eyðsýnd við 4 málum.

    Dómaraseðilin á hsf.fo

  • Geza og Grimsby taka móti Brentford í 4. umfari í EFL-Cup

    Geza Turi og Grimsby, sum fyrst sendu risastóru Manchester United úr lítlu steypakappinini í Onglandi og síðan Sheffield Wednesday, skulu í 4. umfari spæla á heimavølli móti Premier League-liðnum Brentford.

    Annars eru stóru dystirnir í 4. umfari Newcastle móti Tottenham og Arsenal móti Brighton.

    Yvirlit yvir allsr dystirnar, sum verða spældir umleið 27. oktobur, síggjast niðanfyri.:

  • Venjarin hjá Liverpool ikki blíður við sín egna áleypara

    Venjarin hjá Liverpool ikki blíður við sín egna áleypara

    Nýggi franski áleyparin hjá Liverpool, Hugo Ekiteke, ognaði sær eitt av teimum heilt býttu reyðu kortunum, tá ið hann fegnaðist um 2-1-sigursmálið móti Southampton við at lata seg úr troyggjuni og harvið fáa sítt annað gula kort..

    Tað hendi fimm minuttir áðrenn dysturin tí lítlu ensku steypakappingini, EFL-Cuð var liðugur.

    Liverpoolvenjarin, Arne Slot, var alt annað enn nøgdur: – Hatta var býtt og á ongan hátt klókt, segði hann við Sky Sports.

    Slot helt, at franski áleyparin heldur átti at havt takkað Federico Chiesa fyri góða uppleggið.

    Fyrra gulu kortið fekk Ekiteke fyri at sparka bóltin burtur í frustratión.

    Ekiteke er leikbannaður til dystin í Premier League móti Crystal Palace leygardagin.

  • Svenska fótbóltssambandið meldað hatursboð móti Jon Dahl Tomasson

    Svenska fótbóltssambandið meldað hatursboð móti Jon Dahl Tomasson

    Svenska fótbóltssambandið hevur meldað fleiri hatursboð móti landsliðsvenjaranum, Jon Dahl Tomasson, eftir at Svøríki tapti móti Kosovo í HM-kappingini.

    Á sosialu miðlunum, serliga á Instagram, hava fólk skrivað grov boð. Tomasson kallar tað fyri munnligan harðskap og sigur, at hann heldur, at tað er Eg haldi, at tað er andstyggiligt.

    Hóast trýstið, heldur Tomasson fast: – Vit leypa ikki framav. Vit hava eina ætlan og nakrar dreingir, sum vilja gera alt fyri Svøríki, sigur hann.

    Í næsta dysti møtir Svøríki sterka liðnum úr Sveis á heimavølli í Stockholm.

  • Óli aftur á vøllinum í sigri í Champions League

    Óli aftur á vøllinum í sigri í Champions League

    Óli Mittún, sum gjørdist skaddur í dysti mót Aalborg herfyri, var aftur á vøllinum í kvøld, tá ið GOG í Champions League vann 31-28 á útivølli móti RK Eurofarm Pelister úr Norðurmakedonia.

    Óli byrjaði ikki á vøllinum, og GOG var aftanfyri meginpartin av fyrr hálvleiki.

    Tað eydnaðist kortini hjá GOG at koma upp á javnt 14-14 í stegðinum, og í seinna hálvleiki dróg danska liðið beinanvegin frá og helt seg framman fyri allan dystin.

    Óli skoraði fýra mál, øll í seinna hálvleiki.

  • EB/Streymur stóð móti KÍ og Árna ein góðan tíma

    EB/Streymur stóð móti KÍ og Árna ein góðan tíma

    Eftir 3-0 sigurin móti EB/Streymi á Eiði í kvøld, er KÍ á gáttuni at gerast føryameistari 2025.

    KÍ hevði alt spælið í fyrra hálvleiki, og tað var rár hending at sundalagsmenn vóru inni á KÍ-hálvuni.

    Einki mál kom í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki gekk ikki longurhjá EB/Streymi.

    Ein góður tími var farin, tá ið Árni Frederiksberg skoraði sítt fyrsta mál. Eitt korter seinni legði hann upp til málið hjá Filip Brattbakk og nakrar minuttir fyri tíð skoraði Árni sítt annað mál í 3-0 sigrinum, sum saktans kundi verið størri.

    KÍ skal hava fýra stig í fýra dystum, so eru teir meistarar.

    (Skermmynd: Televarpið)

  • Føroyar betri møguleika at koma til HM í 2030

    Føroyar betri møguleika at koma til HM í 2030

    Føroyar fáa kanska ongantíð so góðan møguleika at spæla seg til eitt HM-endaspæl í fótbólti, sum til HM-endaspælið í 2030. Tí tá verða kanska 64 lond við í endaspælinum.

    NRK skrivar frá avísini La Nacion, at Forsetin í FIFA, Gianni Infantino, týskvøldið møtti forsetanum í suðuramerikanska fótbóltssambandinum Conmebol í New York.

    Har skal eitt uppskort vera lagt fram um at økja talið av luttakandi londum í 2030 til heili 64. Tað er sambært DPA fyrstu ferð, at uppskotið varð lagt fram.

    La Nacion skrivar, at tað var Infantino sjálvur, sum tók stig til fundin. Hann skal eisini stuðla ætlanini.

    HM í 2030 verður 100 ára hátíðarhald hjá HM-endaspælinum. Uppskotið um 64 lond skal vera ein eingangsætlan.

    Verður uppskotið góðkent, verða kanska 128 dystir spældir í HM í 2030. Tað eru tvífalt so nógvir sum í tíðarskeiðinum 1998–2022.

    Longu til HM í 2026 verður talið økt úr 32 til 48.

  • Heimsins besti fótbóltsleikari triðja árið á rað

    Heimsins besti fótbóltsleikari triðja árið á rað

    Spanska Aitana Bonmati gjørdist í kvøld tann fyrsta kvinnan at vinna gullbóltin trý ár á rað.

    Barcelonaleikarin fekk heiðurin handaðan frá Barcelona-legenduni Andres Iniesta.

    – Tað er serligt at móttaka heiðurin frá Iniesta. Eg havi altíð sæð upp til hann og Xavi, segði Bonmati.

    – Sum lítil helt eg ikki hetta vera møguligt. Eg sá bara menn á sjónvarpinum, segði hon.

    Spania og Arsenal-stjørnan Mariona Caldentey gjørdist nummar tvey.

  • Dembele vann Ballon d’or

    Dembele vann Ballon d’or

    Fransmaðurin, Ousmane Dembele, vann í kvøld Ballon d’or, sum merkir, hann er ársins fótbóltsleikari.

    Hann hevði eitt frálíkt kappingarár og vann saman við Paris SG Champions League og franska meistaraheitið.

    Lamine Yamal gjørdist nummar tvey og á plássunum 1-10 komu:

    3. Vitinha – Paris Saint-Germain
    4. Mohamed Salah – Liverpool
    5.Raphinha – FC Barcelona
    6. Achraf Hakimi – Paris Saint-Germain
    7. Kylian Mbappé – Real Madrid
    8. Cole Palmer – Chelsea
    9. Gianluigi Donnarumma – Manchester City
    10. Nuno Mendes – Paris Saint-Germain

  • Wiegman og Enrique vunnu Johan Cruyff heiðurin

    Sarina Wiegman, venjari hjá kvinnulandsliðnum hjá Onglandi, er vald til ársins venjara í kvinnufótbólti. Niðurlenski venjarin leiddi ensku kvinnurnar til evropameistaraheitið í summar.

    Í mansfótbólti fekk Luis Enrique, venjari hjá PSG, heiðurin. Hann var ikki til staðar undir Ballon d’or handanini, tí hann leiðir PSG í dysti móti Marseille. Enrique vann Champions League við Paris SG.

  • Yamal ársins ungi leikari

    Yamal ársins ungi leikari

    Lamine Yamal vann í kvøld sum tann fyrsti nakrantíð Kopa heiðurin tvey ár ár rað.

    Tað hendi undir Ballon d’Or-haldinum, har heiðurin verður givin besta spælara undir 21 ár.

    18 ára gamli Yamal hevur nærum ikki verið til at steðga, síðan gjøgnumbrotið sum 15 ára gamal.

    Í fjør skoraði hann 18 mál og legði upp til 25, og saman við Barcelona vann hann sponsku greipuna.

    Seinasta summar hann hann EM við Spania.

    Hjá kvinnunum vann 19 ára gamla Vicky López eisini úr Barcelona Kopa heiðurin.

  • Víkingur heldur fast í fjórða plássinum

    Víkingur heldur fast í fjórða plássinum

    Víkingur gjørdi aftur í dag sítt til at halda seg á fjórða plássi, sum gevur atgongd til evropeiskan fótbólt næsta ár.

    Tað endaði við 2-1 sigri á heimavølli ímóti 07 Vestur. Jørgen Nielsen var stóri maðurin, og hann skoraði bæði málini hjá Víkingi. Tað fyrra kom í 19. minutti, eftir at Aron Jarnskor Ellingsgaard royndi seg við langskoti, og Jørgen var fyrstur á returbóltinum. Tað seinna kom undan steðginum, við uppleggi frá Ara Olsen.

    07 Vestur minkaði um munin við sjálvmáli frá Arnbjørn Svensson, og spenningur var til síðsta bríksl.

    Hóast tapið, vístu vágamenn gott avrik og eru framvegis omanfyri strikuna.

    Víkingur skal næsta sunnudag spæla rættiliga avgerandi dyst um fjórða plássið móti B36 í Gundadali.

  • Nú manglar KÍ sjey stig

    Nú manglar KÍ sjey stig

    KÍ hevur framvegis beina kós móti føroyameistaraheitinum. Sjey stiga í fýra dystum, so er meistaraheitið tryggjað.

    Páll A. Klettskarð legði lunnar undir sigurin við tveimum málum í fyrsta hálva tíman. EB/Streymur minkaði til 2-1 við sjálvmáli frá René Shaki Joensen.

    Beint eftir steðgin økti Patrik Johannesen til 3-1. Síðan gjørdi Páll A. Klettskarð hattrikk við 4-1 málinum.

    Virgar Jónsson svaraði við høvdaramáli til 4-2. Men Daniel Johansen og Mads Bo Mikkelsen staðfestu trivaliga 6-2 sigurin.

  • B36 stórsigur í Trongisvági

    B36 stórsigur í Trongisvági

    Pætur Petersen setti hol á miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá ið B36 vann heili 5-0 í Trongisvági.

    Við til søguna hoyrir eisini, at málverjin hjá TB, Anders Tønnesen, beint fyri hálvleik fekk eitt sera ivasamt reytt kort, og tað gjørdi tað sjálvdi sera trupult hjá TB at koma aftur í aftur.

    Pætur skoraði eisini málið til 2-0, og síðan økti Marius Kryger Lindh um til 3-0.

    Tobias Hansen, sum var á besta liðnum fyri 22. ferð, gjørdist tvífaldur málskjútti og økti um til 4-0 og 5-0.

    Stóra tapið setur TB undir trýst undan grannauppgerðini og botndystinum móti FC Suðuroy komandi sunnudag og tað verur uttan málverjan, Anders Tønnesen, sum er leikbannaður

    B36 er framvegis í hørðum stríði við Víking um fjórða plássið, sum gevur atgongd til evropeiskan fótbólt komandi kappingarár. Júst B36 og Víkingur spæla í Gundadali komandi sunnudag.

  • HB basti FC Suðuroy í seinastu løtu

    HB basti FC Suðuroy í seinastu løtu

    Hóast HB var stórfavorittur, tá ið FC Suðuroy vitjaði í Gundadali í dag, so vóru tað gestirnir loyptu hvøkk á beinanvegin við ein málið, sum Fríði Holm skoraði eftir eitt skjótt mótálop.

    HB svaraði aftur eftir eitt korter, og tað var sjálvandi Emil Grønn Pedersen, sum sendi bóltin í málið við einum frálíkum skallara.

    Restina av dystinum stríddist HB við at fáa sigursmálið, men tað var ikki nóg góð góðska og neyvleiki í álopsspælinum hjá havnarliðnum.

    Best sum alt bendi á eitt óvæntað stig til FC Suðuroy, eydnaðist tað tríggjar minuttir fyri tíð innskifta Heðini Hansen at skall bóltin í málið eftir hornaspark, og so var 2-1 til HB.

    HB er á triðja plássi við 52 stigum, tvey stig aftanfyri NSÍ.

    Stigatalvan á fsf.fo

  • NSÍ heldur fast á øðrum plássi

    NSÍ heldur fast á øðrum plássi

    NSÍ vann kvøld grannadystin móti B68 á Toftum 3-1.

    NSÍ sat á spælinum frá byrjan, og Jasper van der Heyden legði NSÍ á odda í 10. minutti. Tíggju minuttir seinni økti Fabian Ness til 2-0 við einum flottum máli.

    Stutt fyri hálvleik minkaði B68 um munin, tá ið Djóni Samuelsen sendi eitt skot á stongina, og bólturin støkk út í ryggin á Kristian Joensen í málinum hjá NSÍ og haðani í málið.

    Móti endanum av dystinum fór B68 longri fram og hevði eisini nakrar góðar atsóknir. Men tað var NSÍ skoraði seinasta málið í dystinum í 88. minutti, tá ið Klæmint Andrasson Olsen smekkaði bóltin í netið staddur nakað uttan fyri brotsteigin..

    NSÍ hevur nú vunnið allar tríggjar dystirnar móti B68 í ár, og er ósigrað í ellivu dystum og hevur trý stig upp til KÍ, sum tó hevur spælt tveir dystir færri.

  • Víkingur tapti í UEFA Youth League

    Víkingur tapti í UEFA Youth League

    U19-dreingirnir hjá Víkingi taptu 1-0 móti Narva Trans í Tallinn, í fyrsta dystinum í UEFA Youth League.

    Víkingur umboðar Føroyar í kappingini fyri ungdómslið. Tað eru U17-meistararnir, sum fáa plássið, men spælt verður við U19-liði.

    Nikita Baljabkin skoraði sigursmálið fyri Narva Trans longu í 4. minutti.

    Víkingur royndi at svara, og sambært uefa.com hevði Arnór Brandsson fleiri royndir

    Víkingur hevði fýra málroyndir og fimm hornaspørk, men Narva Trans var meira vandamikil við tólv royndum og tíggju hornaspørkum.

    Seinni dysturin verður á Tórsvølli 1. oktobur klokkan 18.00..

  • FC København mundi vunnið móti Leverkusen

    FC København mundi vunnið móti Leverkusen

    FC København var sera nær við at vinna fyrsta dystin í bólkaspælinum í Champions League heima í Parkini móti Bayer Leverkusen.

    Jordan Larsson legði danska meistaraliðið á odda eftir bert níggju minuttir, eftir gott upplegg frá Elias Achouri.

    FCK hevði fleiri møguleikar at økja, men Leverkusen javnaði við frísparki frá Grimaldo í 82. minutti.

    Robert Silva legði FCK fram um aftur í 87. minutti, men eitt sjálvmál frá Pantelis Hatzidiakos í yvirtíðini gjørdi, at dysturin endaði 2-2.

  • Hákun skoraði 100 prosent móti Aalborg

    Hákun skoraði 100 prosent móti Aalborg

    Meðan kappingarárið í Champions League er byrjað heldur trilvandi, so gongurbetri hjá Füchse Berlin og Hákuni West av Teigum í Champions League.

    Í kvøld vunnu teir 31-28 móti danska stórfelagnum Aaborg Håndbold í Berlin.

    Týsku meistararnir førdu meginpartin av dystinum, og einaferð vóru sjey mál á muni. Aaborg minkaði nakað um munin móti endanum. Hákun skoraði seinasta málið í dystinum og avgjørdi endaliga dystin, tá ið ein minuttir var eftir.

    Hákun West av Teigum skoraði upp á øll fýra skotini av høgra veingi.

    Füchse Berlin hevur vunnið báðar dystirnar í Champions League bólki A.

  • Elias í heimsflokki skoraði 14 mál

    Elias í heimsflokki skoraði 14 mál

    Elias á Skipagøtu var heilt stóri maðurin hjá THW Kiel, tá ið teir vunnu 40-34 móti TSV Hannover-Burgdorf við Vilhelm Poulsen á liðnum.

    Elias stórspældi frá byrjan í dystinum, sum leingi var sera javnur. Í hálvleikininum var 19-19, og tað var ikki fyrr enn seinastu tíggju mintuttirnar, at dysturin var avgjørdur, og hesa løtuna skoraði Elias fleiri mál av høgra bakki. 14 mál hevði hoyvíkingurin skorað, tá ið dysturin var av. “Weltklasse” segði týski frásøgumaðurin.

    Elias hevur veruliga fóta sær í bestu týskudeildini hetta kappingarárið, og er nummar trý á toppskjúttaralistanum við 36 málum

    Kiel hevur vunnið fýra teir fyrstu dystirnar í Bundesliguni, og eru fremstir í deildini saman við Magdeburg og Flensburg við 8 stigum.

  • “The Special One” er aftur á venjarabeinkinum

    “The Special One” er aftur á venjarabeinkinum

    Litríki porturisiski venjarin, Jose Mourinho, var ikki leingi uttan starv.

    Nú 62 ára gamli Mourinho hevur skrivað tvey ára sáttmála við Benfica, sum er felagið, har hann hevði sítt fyrsta venjarastarv í 2000.

    Hann varð uppsagdur av Fenerbahce fyri einum mánaði síðan, eftir at hann hevði kritiserað nevndina fyri vánaligt flytingararbeiði undan Champions League-playoff dystinum móti júst Benfica.

    Hann gjørdist veruliga kendur, tá ið hann førdi FC Porto til sigurs í Champions League í 2004. Hann setti veruliga lit á Premier League sum venjari hjá Chelsea og nevndi seg sjálvan fyri “The Special One”.

    Síðan hevur hann vant Inter, Real Madrid, Chelsea einaferð afturat, Manchester United, Tottenham, Roma og Galatasaray.

    30. septembur spælir Benfica spæla móti Chelsea í Champions League í London.

  • Vilhelm og Elias móti hvør øðrum í kvøld kl. 18.00

    Vilhelm og Elias móti hvør øðrum í kvøld kl. 18.00

    Í kvøld klokkan 18.00 spæla landsliðsleikararnir Vilhelm Poulsen og Elias á Skipagøtu móti hvørjum øðrum í týsku Bundesliguni.

    Dysturin verður vístur á Viaplay.

  • Hákun móti Aalborg í Champions League á DR2 klokkan 17.45 í dag

    Hákun móti Aalborg í Champions League á DR2 klokkan 17.45 í dag

    Füchse Berlin og Hákun West av Teigum spæla í kvøld klokkan 17.45 móti danska stórfelagnum Aalborg í Champions League. Bæði liðini vunnu fyrsta dystin bólki A.

    Dysturin verður vístur á donsku rásini DR2

  • Úrslit í Champions League í kvøld

    Úrslit í Champions League í kvøld
    • Liverpool – Atlético Madrid 3–2
    • Bayern – Chelsea 3–1
    • PSG – Atalanta 4–0
    • Ajax – Inter 0–2
    • Slavia Praha – Bodø/Glimt 2–2
    • Olympiacos – Pafos 0–0

  • Liverpool gjørdi tað fyri fimtu ferð

    Liverpool gjørdi tað fyri fimtu ferð

    Liverpool vann enn einaferð í seinastu løtu, tá ið teir vunnu 3-2 móti Atletico Madrid heima á Anfield í Champions League í kvøld. Liverpool hevur vunnið allar fimm týðandi dystirnar hetta kappingarárið við málum seint í dystinum.

    Liverpool kom annars fram um við málum frá Robertson og Salah beinanvegin í dystinum. Men Atletico Madrid stríddi seg inn í dystin aftur. Marcos Llorente minkaði um mundin beint fyri hálvleiki, og javnaði níggju minuttir fyri tíð.

    Metkeypið hjá Liverpool, sviin Alexander Isak, spældi eitt sindur meira enn ein hálvleik fyri Liverpool.

  • Fyrsta norska stigið í Champions League síðan 2007

    Fyrsta norska stigið í Champions League síðan 2007

    Norska felagið Bodø/Glimt, sum fyri trimum árum síðan tapti móti KÌ, spældi í kvøld sín fyrst dyst í Champions League nakrantíð á útivølli móti Slavia Praha úr Kekkia.

    Tað sá einki út hjá norðmonnum, tá ið gestirnir førdi 2-0, og teir høvdu brent eitt brotsspark. Men við tveimum málum, sum Daniel Bassi og Sondre Brunstad Fet skoraðu, fekk Bodø/Glimt eitt stig við heim aftur til Noregs.

    Hetta er fyrstu ferð síðan 2007, at eitt norskt felag er við í Champions League.

  • GOG uttan Óla tapti í Champions League

    GOG uttan Óla tapti í Champions League

    GOG uttan Óla Mittún tapti í kvøld 31-36 móti ungarska Pick Szeged í Champions League.

    Fleiri av føstu spælarunum vóru skaddir, og tað gjørdi uppgávuna trupla á heimavølli í Svendborg.

    Dysturin byrjaði javnt, men Szeged var allan tíðina á odda. GOG royndi at sníkja seg inn aftur við 7 móti 6 spæli. Teir nærkaðust móti endanum, men misbrúkti góðar møguleikar.

    GOG hevur nú tapt tveir teir fyrstu dystirnar í Champions League.

  • Dýrasti leikari í enskum fótbólti byrjar fyri Liverpool

    Dýrasti leikari í enskum fótbólti byrjar fyri Liverpool

    Champions League fótbóltbóltur er í kvøld, og hjá Liverpool byrjar dýrasti leikari í enskum fótbólti nakrantíð, svenski Alexander Isak, á vøllinum í sínum fyrsta dysti fyri Liverpool móti Atletico Madrid á Anfield.

    Tann stóra flytingarframhaldssøgan í summar, var um Alexander Isak fór at skifta frá Newcastle til Liverpool, og Isak noktaði at venja við Newcastle í summar.

    Endin varð, at Liverpool keypti hann á Seinasta degi, flytingarvindeyga var opið fyri 135 milliónor pund, sum er tað mesta nakað enskt felga hevur givið fyri ein leikara.

  • Stutt kliptar negl og aðrar broytingar í hondbóltsreglunum

    Stutt kliptar negl og aðrar broytingar í hondbóltsreglunum

    Nakrar broytingar í altjóða hondbóltsreglunum komu í gildi 1. juli. Endamálið við broytingunum er at gera spælið meira flótandi og tryggja rættvísari revsingar.

    Ein av teimum stuttligu broytingum er, at tað stendur í klombrum, at negl skulu vera stutt kliptar.

    Frá nú av kunnu lið hava upp til 16 leikarar og 5 hjálparfólk. Hetta skal gera tað lættari at laga manningina til einstøku dystirnar. Hetta er galdandi er fyri hondbólt á øllum aldursstigum.

    Ein onnur týðandi broyting er, at skot í høvdið á málverjanum undir straffikasti ikki føra til útvísing av sær sjálvum. Í staðin verða givnir tveir minuttir útvísing. Hetta skal minka um harðar revsingar fyri brot av óvart, uttan at tryggleikin verður settur til síðis.

    Ein av mest týðandi broytingunum er nýggja tulkingin av regluni um null fet. Fram til nú hevur ein leikari verið mettur at hava tikið fyrsta fetið, tá hann steðgar at dribla og setti fótin í gólvið. Nú verður hann í staðin mettur at vera tikið null fet, tá ið hann tekur bóltin upp í hondina. Hetta skal gera spælið meira flótandi.

    Venjaraøkið er í nýggja reglunum greitt lýst, at vera frá 3,5 metrum frá miðlinjuni til 8 metrar frá mállinjuni.

    Í brotskastskapping er ikki longur krav um at kasta øll fimm kastini, um úrslitið longu er avgjørt. Hetta samsvarar við reglur í øðrum ítróttargreinum.

    Málverjar sleppa nú at fara út úr málteiginum við bóltinum, hóast teir ikki hava fulla kontrol. Tað verður upp til dómaran at meta um støðuna.

    Broytingar í reglunum vóru royndar U21-HM í Póllandi, har Føroyar vóru við.

  • Grimsby enn eitt umfar víðari í Carabao Cup

    Grimsby enn eitt umfar víðari í Carabao Cup

    Geza Turi sat á beinkinum allan dystin, tá ið Grimsby í gjárkvøldið vann 1-0 á útivølli móti Sheffield Wednesday í 3. umfari Carabao Cup.

    Í øðrum umfari, vann Grimsby nógv umtalaða sigurin móti Manchester United, og tá skoraði Geza í brotssparkskappingini. Í gjár sat Geza á beinkinum allan dystin.

    Í fjórða umfarið er møguleiki, at møta góðum liðum. Seinastu dystirnir í 3. umfari verða 24. septembur, og vanliga er lutkastið til næsta umfar beint eftir at seinastu dystirnir eru spældir.

  • Arsenal, Tottenham og Real Madrid væl í gongd við Champions League

    Arsenal, Tottenham og Real Madrid væl í gongd við Champions League

    Champions League er í gongd aftur.

    Arsenal vann 2-0 á Athletic Club Bilbao. Tað vóru innskiftararnir Gabriel Martinelli og Leandro Trossard, sum tryggjaðu sigurin.

    Tottenham og danski venjarin Thomas Frank fingu eina gávu, tá iðmálverjin hjá Villareal gjørdi sjálvmál eftir fýra minuttir, sum eisini gjørdist einasta málið í dystinum.

    Real Madrid vann tepurt 2-1 á Marseille. Timothy Weah legði franska liðið á odda, men Kylian Mbappé javnaði við brotssparki. Dani Carvajal hjá Real fekk reytt kort fyri stúta ein mótleikara. Men Madrid fekk enn eitt straffi, og Mbappé tryggjaði sigurin.

    Juventus og Dortmund spældi ein villan dyst, sum endaði 4-4. Øll málini komu í seinna hálvleiki. Dusan Vlahovic skoraði tvey mál og legði upp til tað seinasta, sum Lloyd Kelly stútaði inn. Juventus tryggjaði sær eitt stig í seinastu løtu.

    PSV Eindhoven tapti óvæntað 1-3 móti Union úr Belgia.

    Qarabag úr Aserbadjan gjørdi eitt ótrúligt comeback móti Benfica, sum førdi 2-0. Qarabag skoraði tríggjar ferðir, og vann harvið púra óvæntað í Lissabon

  • Hondbóltskvinnurnar vandu í Vestmanna í dag

    Hondbóltssambandið hevur lagt myndir á Facebook.

  • HB aftur í 1. deild

    Næstbesta liðið hjá HB verður aftur at síggja í 1. deild næsta ár.

    Við 4-1 sigri móti FC Hoyvík í kvøld, tryggjaðu teir sær uppflyting,

    Næstbesta liðið HB flutti niðurí fjør.

  • U19-dreingir hjá Víkingi spæla Youth League í Estlandi hósdagin

    U19-dreingir hjá Víkingi eru farnir til Estlands at spæla Youth League

    Víkingur skal hósdagin klokkan 15.45 spæla móti Narva Trans 1. umfari í stóru evropeisku ungdómskappingini Youth League. Seinni dysturin verður á Tórsvølli 1. oktobur klokkan 18.00..

    Youth League er ungdómsútgávan av Champions League og er fyri U19-lið. Í Føroyum verður tó U17-kappingin brúkt til at finna luttakandi felagið.

    Víkingur vann FM hjá U17 í fjør og fær tí møguleikan at vera við í kappingini í ár.

    Í fjør var HB fyrsta føroyska felagið í Youth League. Teir spældu móti Progrés Niederkorn úr Luksemborg, men tapti samlað.

    Dysturin á uefa.com

  • Atgongumerki til EM-undankapping til sølu fríggjadagin

    Atgongumerki til EM-undankapping til sølu fríggjadagin

    Fríggjadagin 19. septembur klokkan 10.00 koma atgongumerkini til EM-undankappingardystin hjá kvinnum millum Føroyar og Montenegro til sølu.

    Dysturin verður spældur leygardagin 18. oktobur klokkan 19.00 við Tjarnir. Sølan verður á atgongumerki.fo..

    Sitipláss eru talmerkt, meðan standipláss eru kring gyrðingina handan áskoðaraplássini. Børn undir skúlaaldur sleppa ókeypis inn, um tey sita hjá einum vaksnum.

    Í mesta lagi ber til at keypa 6 atgongumerki. Sitipláss kostar 200 krónur, standipláss 150 krónur. Avgreiðslugjald kemur afturat.

    Føroyar byrja undankappingina á útivølli móti Íslandi mikudagin 15. oktobur. Heimadysturin móti Montenegro verður leygardagin 18. oktobur. Fjórða liðið í bólkinum er Portugal, og verða dystirnir móti teimum í mars

  • Champions League fer í gongd í kvøld

    Champions League fer í gongd í kvøld

    Heimsins besta fótbóltskapping, UEFA Champions League, fer í gongd í kvøld. Kvøldsins dystir síggjast niðan fyri, og nøkur stórfeløg eru við frá fyrsta bríksli.

    Millum áhugaverdu dystirnar í kvøld eru Atlhletic Bilbao og Arsenal, og Dortmund og Real Madrid

    Tvey norðurlendsk lið er við í Champions League. Bodø/Glimt, sum er við fyri fyrstu ferð nakrantíð, spælir ímikukvøldið móti Slavia Praha klokkan 17:45. FC København møtir Bayer Leverkusen mikudagin klokkan 17:45.

    Týsdag

    • 17:45 – Athletic Club – Arsenal
    • 17:45 – PSV Eindhoven – Royale Union Saint-Gilloise
    • 20:00 – Benfica – Royale Union Saint-Gilloise
    • 20:00 – Qarabag- Juventus
    • 20:00 – Borussia Dortmund – Real Madrid
    • 20:00 – Marseille – Tottenham

    Mikudag

    • 17:45 – Olympiacos – Pafos
    • 17:45 – Slavia Praha – Bodø/Glimt
    • 20:00 – Ajax – Inter
    • 20:00 – Bayern München – Chelsea
    • 20:00 – Liverpool – Atlético Madrid
    • 20:00 – PSG – Atalanta

    Hósdag

    • 20:00 – Sporting – Kairat Almaty
    • 17:45 – Club Brugge – AS Monaco
    • 17:45 – FC København – Bayer Leverkusen
    • 20:00 – Eintracht Frankfurt – Galatasaray
    • 20:00 – Manchester City – Napoli
    • 20:00 – Newcastle United – Barcelona
  • Óli skjótt á vøllinum aftur

    Óli skjótt á vøllinum aftur

    Skaðin, sum Óli Mittún fekk í dystinum móti Aalborg í vikuskiftinum er ikki so álvarsamur. Tað skrivar Kringvarpið.

    Óli Mittún mátti av vølli eftir eina harða takkling seint í fyrra hálvleiki og meiddi sær økslina.

    Hann kom ikki aftur á vøllin til seinna hálvleik, og eftir dystin segði hann, at hann ikki hevði roynt álvarsligan skaða fyrr og tí var eitt sindur stúrin.

    Nú er staðfest, at talan er um eina lítla fipurspreinging undir økslini. Óli kann væntast aftur á vøllin um eina til tríggjar vikur.

  • Mattias aftur í málinum hjá Fredericia

    Mattias aftur í málinum hjá Fredericia

    Landsliðsmálverjin, Mattias Lamhauge, var aftur vøllin, eftir at hava verið á beinkinum í seinasta dysti.

    Í kvøld stóð hann í málinum hjá Fredericia móti Vejle. Dysturin endaði 1-1.

    Talan var um fimta dystin hjá Mattiasi í bestu donsku fótbóltsdeildini hetta kappingarárið.

    Vejle kom á odda í 64. minutti við einum skoti frá Amin Chiakha.

    Níggju minuttir seinni javnaði Oscar Buch fyri Fredericia eftir gott innlegg frá Patrick Egelund.

    Fredericia hevur 11 stig eftir átta dystir og liggur nummar seks í bestu donsku deildini.

  • Víkingur vann eitt stig í Klaksvík

    Víkingur vann eitt stig í Klaksvík

    Higartil hetta kappingarárið eru tað bara HB, sum hevur megnað at taka stig frá KÍ, sum stýrir beint móti føroyameistaraheitinum.

    Í kvøld megnaði Víkingur so at gerast annað liðið í á at taka stig frá KÍ, tá ið tey bæði liðini spældu málleysan javnleik í Klaksvík.

    KÍ hevði bóltin nógv mest í fyrra hálvleiki, men eftir steðgin kom Víkingur betri við. Tað eydnaðist tó hvørgum liðunum at skora

    KÍ er fremst, seks stig framman fyri Víking, og hevur spælt ein dyst minni.

    Víkingur stríðist við B36 um fjórða plássið, og er við javnleikinum í kvøld tvey stig framman fyri hvítsvarta havnarfelagið.

    Stigatalvan á fsf.fo >>

  • Duplantis setti heimsmet fyri 14. ferð

    Svenski stangarleyparin, Armand Duplantis, hevur enn einaferð sett heimsmet.

    Í finaluni í HM í Tokyo leyp hann 6 metrar og 30 sentimetrar. Tað er hansara 14. heimsmet.

    Nærmasti kappingarneytin kláraði júst 6 metrar, og Duplantis kappast í veruleikanum bara móti sær sjálvum.

    Við tónum hjá ABBA “Gimme! Gimme! Gimme!” í hátalarunum, rann hann runt meðan áskoðararnir fagnaðu honum við lógvabrestum.

    Duplantis er bert 25 ár og hevur sett fýra heimsmet í ár. Hann manglar bert trý met, so hevu hann sett eins nógv met, sum legendariski ukrainin Sergej Bubka, sum setti 17. heimsmet seinast í farnu øld.