Føroysku U20-hondbóltskvinnurnar taptu 27-22 fyri Noreg í avgerandi dystinum í bólki H í HM-endaspælinum í Kina. Dysturin skuldi vinnast, um Føroyar skuldu víðari í meginumfarið.
Noreg legði seg fram um beinanvegin í dystinum. Men seinastu tíggju minuttirnar fyri steðgin stríddu Føroyar seg inn í dystin aftur, og hálvleiksstøðan var 12-10 til Noreg.
Seinni hálvleikur byrjaði við trimum norskum málum og so var trupult hjá okkara kvinnum at koma aftur í aftur.
Nakrar ferðir var munurin seks mál. Men okkara góvust ikki so, og við einari væl spælandi Joan Johannesen á høgra veingi og nøkrum bjargingum frá Gyltu á Neystabø komu Føroyar niður á 21-18, og Noreg tók leikbrá.
Nærri komu Føroyar tó ikki, og úrslitið gjørdist 27-22 til Noreg.
Føroyskir málskjúttar vóru:
Joan Johannesen 6, Rakul Borgarlíð Joensen 5, Rakul Christiansen 3, Karin Elisabet Leonsdóttir Kjærbæk 2, Ró Reginsdóttir 2, Silja Geirsdóttir Eystberg 2, Agatha Djurhuus og Marjun Jansdóttir 1.
Gylta á Neystabø bjargaði 9 av 30 skotum og Maria Beder 1 av 5.
Dystartøl á heimasíðuni hjá IHF
Stigatalvan sæst her
Føroyar halda nú fram í Presidents Cup, har spælt verður um plássini frá nummar 17 til 32.
Føroyar og Kroatia úr bólki H koma her í bólk við Tunesia og Taivan. Føroyar spæla móti Taivan mánadagin og móti Tunesia týsdagin. Eftir tað verða spældir plaseringsdystir fram til 5. juli.