Tórshavn Backyard Ultra byrjaði leygarmorgunin klokkan 8.00, og í meira enn eitt samdøgur rann Marner Djurhuus í Havnardali og vann Tórshavn Backyard Ultra..
Hann rann 25 umfør á umleið 6,7 kilometrar, tilsamans167,65 kilometrar og gjørdist einasti rennarin, sum megnaði at koma aftur á startin í 25. umfari.
41 ára gamli rennarin var fyri eini tíggju árum síðan ein av bestu føroysku rennarum og eigur framvegis okkurt føroyskt met.
Besta kvinnan var Lydia Í Lambanum, sum eisini var samanlagt nummar tvey. Hon rann 24. umfør og 160,944 kilometrar. Harvið tryggjaði hon sær “100 miles-heiðurin” (ensk míl).
Tórshavn Backyard Ultra er ein úthaldsrenning í Havnardali, har rennarar skulu renna sama umfar á 6,7 kilometrar hvønn tíma til bert ein er eftir.
Sera góða gongdin hjá okkara fremsta langteinarennara, Juliani Gregersen, heldur fram.
Hósdagin rann hann 5 kilometrar í DM‑vikuni í Herning, har hitabylgjan merkti kappingina og gjørdi, at renningin varð sera taktisk.
Treysti.fo skrivar, at fyrstu tríggir kilometrarnir vórðu runnir upp á 9 minuttir, og síðani setti Julian ferðina upp og rann síðsta kilometurin upp á 2.40 minuttir.
Hann endaði á fjórða plássi við 14:33, sum er ein betran av føroyska metinum við 19 sekundum.
Í gjár rann hann 10.000 metrar á breyt. Eingin vildi taka leiðsluna, og fyrstu 6 kilometrarnir vóru varliga.
Tá 800 metrar vóru eftir, setti Julian endaspurtin inn við einum 62‑sekunda umfari og vann DM‑gullið góð trý sekund frammanfyri næstfremsta. Tíðin var 32:37.
Ragnar Rasmussen og Neli Heldarskarð komu á mál ávíkavist á 4. og 5. plássi.
Á myndini ovast: Neli Heldarskarð, Julian Gregersen og Ragnar Rasmussen (Mynd: Rune Clausen)
Maria Biskopstø úr Treysti heldur fram við góðu gongdini. Í gjárkvøldii bøtti hon sítt egna føroyska met í 400 metra rimarenning á Boysen Memorial á Bislett í Oslo.
Hon rann teinin upp á 1.00,56. Gamla metið setti hon í Hvidovre síðsta summar við 1.01,42.
Hetta er ein stórur bati upp á eitt lítið ár. Maria hevur seinastu mánaðirnar tikið fleiri føroysk met, bæði á 800 metrum og 300 metrum.
Burtur úr ongum hevur 20 ára gamli amerikanski studenturin, Kobe Tharp, tikið heimsmetið í 110 metra rimarenning.
Tharp rann teinin upp á 12,75 sekund í NCAA‑universitetsmeistarakappingini í Oregon. 14 ára gamla metið hjá Aries Merritt var 12,80 sekund.
Tharp segði eftir semifinaluna, at hann bara royndi at yvirliva og koma víðari. Hann var málleysur og segði, at hetta var ikki nakað, hann hevði ætlað. Hann segði seg tó vera væl fyri, og hevði niðurlaga venjingina fyri, at toppa júst nú.
ESPN sigur, at hetta er fyrstu ferð í 50 ár, at eitt heimsmet verður sett í NCAA.
Hinir teinarnir vóru hálvt marathon renning, hálvt marathon til gongu, 10 kilometrar og 5,5 kilometrar.
Hjá monnunum vann týskarin, Raoul Jankowski, marathonteinin við tíðini 2 tímar 43 minuttir og 25 sekund Hann hevur áður vunnið Tórshavn Marathon fýra ferðir og setti í 2022 rutumet á 2:35:11.
Nummar tvey gjørdist Rógvi Kárason úr Bragdi við tíðini 2:43:56, sum er skjótasta føroyska tíðin í Tórshavn Marathon nakrantíð. Triðjur um mál kom Torbjørn Hentze somuleiðis úr Bragdi við tíðini 2:57:56.
Skjótasta kvinnan var Frida Södermark úr Svøríki við tíðini 3:23:36. Á øðrum plássi kom Valborg Heinesen úr Bragdi við tiðini 3:30:23, og nummar trý var Marita Andrasardóttir úr Bragdi við tíðini 3:32:40.
Tórshavn Marathon er eisini FM í Marathon. Tí eru Rógvi Kárason og Valborg Heinesen føroyameistar í marathon 2026.
Kappingarnar í hálvum marathon vunnu hjá monnum Oliver Granhøj úr Bragdi við tíðini 1:22:52, og hjá kvinnum vann Bjørk Herup Olsen við tíðini 1:37.01.
354 útlendskir rennarar úr 34 londum vóru við í Tórshavn marathon í dag. Teir vóru millum annað úr fjarskotnum londum sum Singapor, Kasakstan, Filipsoyggjum, Brasil og Meksiko.
Elsti marathonrennarin var 74 ára gamla Karin Baldwin úr USA.
Ítróttafelagið Bragdið hevur í nærum eitt ár fyrireikað hendan stóra dagin, og eini 100 sjálvboðin hava hjálpt við teimum mongu uppgávunum.
Tórshavn Marathon hevur verið runnið síðan 2003. Men var avlýst í 2020 og 2021 av koronasmittuni.
Tórshavn Marathon verður í dag runnið í Havnargøtum, inn eftir Kaldbaksfirði og til Kaldbaks. Byrjað verður niðri í Vágsbotni klokkan 13.00.
Umleið 700 rennarar fara at renna teir fimm teinarnar, 180 teirra marathon.
Hinir teinarnir eru hálvt marathon renning, hálvt marathon til gongu, 10 kilometrar og 5,5 kilometrar.
Fremstu føroyingarnir í Marathon verða føroyameistarar.
Í ár eru 354 útlendskir rennarar úr 33 londum við í Tórshavn marathon.
Týskarin, Raoul Jankowski, setti rutumetið í 2022, tá ið hann brúkti 2 tímar 35 minuttir og 11 sekund um teinin. Hann er við aftur í ár.
Runnið verður úr Vágsbotni, yviri við Strond, eftir Ringvegnum niðan til R.C. Effersøesgøtu, oman til Skansan og so aftur yviri við Strond, Hvítanesvegin og norðureftir.
Vendipunktið til hálvt marathon er beint áðrenn Sund og tey, sum renna heilt marathon, renna til Kaldbaks og sama veg heim aftur. Komin til krossin Hvítanesvegur/Ringvegur, skal aftur rennast yviri við Strond og so beina leið oman í Vágsbotn.
Ultrarennarin, Hallur Holm úr Bragdinum, kom í dag klokkan 12 á mál eftir at hava runnið 329,7 kilometrar í 48 tímar í Viadal Ultra í Skåne í Svøríki.
Hallur vann kappingina, og rann heilar 38 kilometrar meira enn nummar tvey. Hann tók eisini sítt persónliga met, sum frammanundan var 268 kilometrar. Hann kláraði eisini at renna longri enn tær magisku 200 ensku mílirnar.
Í kappingini ræður um at renna so langt sum møguligt upp á 48 tímar á eini knapt 700 metra langari grúsbreyt. Hallur rann 489 umgangir hesi bæði samdøgrini.
Unnustan hjá Halli, Elisabeth Larsen, gavst eftir 94 kilometrar, og var síðan á síðulinjuni sum hjálpari og viðhaldsfólk hjá Halli.
Á Facebook eru aðrir rennarar hugtiknir av avrikinum hjá Halli, og skriva millum annað “okkara føroyski supermann”, “ótrúligt avrik”, “ein sonn fyrimynd” og “tú ert eitt satt beist”.
Ungu frælsu ítróttaíðkararnir hava seinnu árini tikið nógv føroysk met, og í vikuskiftinum setti Maria Biskupstø úr Treyst nýtt met í 300 metra renning uttandura.
Maria rann leygardin í Herning Games 300 metrar uppá 40,72 sekund, og tað er betri enn gamla metið hjá Margit Fríðmundsdóttir á 41,56.
Maria gjørdist nummar tvey av 21 rennarum, og úrslitið gevur góðar vónir fyri komandi kappingar.
Julian Gregersen úr Treysti heldur fram at seta nýggj føroysk met, og leygarmorgunin bøtti hann um sítt egnað met í hálvum marathon.
Hann vann NS-hálvmarathon á heimavegi í Klaksvík, og brúkti 1 tíma 7 minuttir og 27,3 sekund um at renna teir 21,1 kilometrarnar.
Hjá kvinnunum vann Bjørk Herup Olsen úr Bragdi við tíðini 1:27:8,3, sum eru undir Oyggjaleikakravið.
Julian hevur seinasta árið tikið ein rúgvu av føroyskum metum, og hann átti frammanundan sjálvur metið í hávlum matathon, sum hann setti í Valencia í heyst við tíðini 1:07:57.
Hann hevur eisini tikið legendariska metið hjá Absaloni Hansen í marathon, umframt at eiga metini á 1500 metrum, fimm kilometrum á breyt, 5 kilometrum á vegi og 10 kilometrum á vegi.
Treysti skrivar at 121 rennarar gjøgnumførdu NS-hálvmarathon.
Fyri fyrstu ferð nakrantíð hevur ein rennari runnið Marathon skjótari enn tveir tímar.
Í London Marathon í morgun rann 31 ára gamli kenjarin, Sabastian Sawe, teir 42.195 metrarnar við tíðini 1 tímar 59 minuttir og 30 sekund. Eisini Yomif Kejelcha úr Etiopia, sum gjørdist nummar tvey, rann undir tveir tímar við 1:59:41.
Hjá kvinnunum vann etiopiska Tigist Assefa við tíðini 2:15:41. Tað er eisini nýtt heimsmet í Marathon, har bara kvinnur eru við. Í Marathon, har bæði kyn eru við, er skjótasta kvinnan nakrantíð Ruth Chepngetich úr Kenja við 2:09:56.
London Marathon er stórhending í enska høvðusstaðnum, og 59.000 rennarar runnu í “Streets of London” í morgun.
Julian Gregersen legði seg beinanvegin fremst (Mynd: Bragdið)
39. Flaggdagsrenningin var í dag í fagrasta veðrið. Renningin, sum altíð hevur verið eftir Flaggdagshaldið í Havn, var í ár flutt til klokkan 12.00.
Julian Gregersen úr Treysti kom fyrstur á mál hjá monnunum við tíðini 21 minuttir og 5 sekund. Eingin ivi var um sigurin. Oliver Granhøj var næstur og Ísak Kolden tók triðja plássið í endaspurti.
Hjá kvinnunum vann Hallbjørg Danielsen. Beinta J Danielsen var nummar tvey og Súsanna Katrina G Mørkøre nummar trý.
Julian Gregersen úr rennifelagnum Treysti í Klaksvík setti leygardagin nýtt føroyskt met á 10 kilometra teininum í Aarhus.
27 ára gamli rennarin hevði áðrenn kappingina sett sær fyri at taka gamla metið hjá Alberti Marna Joensen frá 1994, og tað eydnaðist.
Julian brúkti 30 minuttir og 42 sekund., og tað eru 14 sekund skjótari enn metið, sum Albert Marni somuleiðis setti í Århus fyri meira enn 30 árum síðan.
Frælsur Ítróttur Føroyar skrivar, at góða tíðin og metið skal eisini síggjast út frá tí, at bæði grús og brekkur vóru á teininum. Í einum sera sterkum felti í Aarhus, endaði Julian nummar 18.
Metið á 10 kilometrum er enn eitt met í røðini hjá Julian. Hann hevur í fjør og í ár tikið metini á 1500 metrum, á 5 kilometrum á breyt og á vegi, í hálvmarathon, og fyrr í ár tók hann eisini legendariska marathonmetið hjá Absalon Hansen frá 1988, tá ið hann rann 2:21:30 í Valencia.
Julian Gregersen hevur harvið veruliga runnið seg inn í føroyska ítróttasøgu seinasta hálvtannað árið.
Jacob Kiplimo úr Uganda tók sunnudagin heimsmetið í hálvum maraton aftur, tá hann rann 57 minuttir og. 20 sekund í Lisboa í Portugal.
Við eini miðalferð á 22,08 kilometrar um tíman setti 25 ára gamli rennarin nýtt heimsmet.
Kiplimo legði gróthart út og hevði tað eitt sindur tyngri seinastu helvt, men kortini bøtti hann um metið hjá eteopiska Yomif Kejelcha frá 2024 við tíggju sekundum.
Kiplimo tók eisini heimsmetið í 2021, tá hann rann 57.31 í somu rutu í Lisboa. Í 2025 rann hann 56.42 í Barcelona, men tað heimsmetið bleiv kolldømt, tí hann fekk ólógliga hjálp.
Mett verður, at Kiplima kann gerast fyrsti rennarin nakrantíð at renna eitt marathon undir tveir tímar.
Í gjár runnu havnarmaðurin, Niels Poulsen, og toftamaðurin, Jaspur Højgaard 82 kilometrar lendisrenning í rennikappingini, Transgrancanaria, sum verður runnin á Gran Canaria. Eisini rann Beinta Napoleonsdóttir 46 kilometrar.
Niels Poulsen brúkti 13 tímar 34 minuttir og 33 sekund um teinin, meðan Jaspur brúkti 14 tímar, 26 minuttir og 36 sekund.
Beinta brúkti 8 tímar 15 minuttir og 10 sekund um teir 46 kilometrarnar.
82 kilometrateinurin, sum kallast “Advanced”, er ein sera krevjandi teinur og er góðar 4000 hæddarmetrar.
Byrjað verður í fjallabygdini Teror, og síðan gongur leiðin gjøgnum bæði skóg, vulkanlendi og krevandi brekkur, áðrenn rennararnir enda í hitanum í Maspalomas.
Transgrancanaria er ein av størstu ultrakappingunum í Evropa og hevur verið hildin síðan 2003.
Kappingin savnar fleiri túsund rennarar úr øllum heiminum, og er kend fyri sítt skiftandi landslag og hørðu treytirnar, sum seta stór krøv til bæði tol og styrki. Umfram 82 kilometra teinin, ber eisini til at renna 46 kilometrar og longsti teinurin er heilar 126 kilometrar
Klaksvíkingurin, Julian Gregersen, skrivaði seg inn í føroyska itróttasøgu, tá ið hann í morgun setti nýtt føroyskt met á marathonteininum í Valencia Marathon í Spania. Tað skrivar Norðlýsið.
27 ára gamli Julian brúkti 2 tímar 21 minuttir og 30 sekund um teir kendu 42 kilometrarnar og 195 metrarnar. Harvið tók hann legendariska metið hjá Absalon Hansen frá 1988 við seks minuttum.
Julian gjørdist nummar 259 av heili 38.439 rennarum. Viðmerkjast skal, at hetta var fyrstu ferð Julian rennur eitt Marathon.
Julian hevur í ár sett fleiri føroysk met Millum annað á 1500 metrum, fimm kilometrum á breyt, 5 kilometrum á vegi og í hálvmarathon.
Kvinnuligi kenianski rennarin Ruth Chepngetich er dømd til trý ára bann frá allari renning fyri brot á dopingreglurnar.
Í mars varð hon tikin fyri at hava brúkt hydrochlorothiazide, eitt vatndrívandi evni, sum kann fjala spor av øðrum ólógligum evnum.
Athletics Integrity Unit (AIU) boðar frá, at bannið byrjar 19. apríl í ár og varir í trý ár.
AIU ætlaði fyrst fýra ár, men av tí at Chepngetich játtaði brotið, varð revsingin stytt.
Í fjør setti hon setti hon nýtt heimsmet á marathonteininum í Chicago við tíðini 2 tímar, 9 minuttir og 56 sekund, sum var næstan tveir minuttir skjótari enn gamla metið.
Heimsmetið verður kortini standandi, tí tað varð sett áðrenn hon tikin fyri doping. AIU hevur váttað, at úrslitini fram til 14. mars 2025 eru framvegis galdandi.
Í morgun runnu teir tríggir Julian Gregersen, Rógvi Kárason og Neli Heldarskarð hálvt maraton í Valencia.
Julian Gregersen úr Treysti setti føroyskt met við tíðini 1.07.57. Gamla metið hjá Marnari Djurhuus var 1.08.52 og hevði staðið í ellivu ár.
Rógvi og Neli, báður úr Bragdinum, settu eisini persónligt met. Tíðirnar vóru ávikavist 1.09.51 og 1.11.43.
Julian hevur havt eitt frálíkt renniár í 2025, og eigur nú føroyska metið í 1500 metrum innan- og uttandura, á 5000 metur á bana og á vegi og nú eisini á hálva marathonteininum
Í Noreg er kenda rennifamiljan Ingebrigtsen altíð í brennideplinum.
Nú er stríð millum teir tríggjar brøðurnar,Jakob, Filip og Henrik, og teirra pápa, Gjert Ingebrigtsen, um um rættin at brúka familjunavnið í vinnuligum høpi.
Pápin, Gjert, hevur søkt um einkarrætt til vørumerkið Ingebrigtsen-metodan. sum hann vil brúka til venjingarforrit, undirvísing og ítróttarútgerð.
Men brøðurnir vilja ikki góðtaka tað, og teir hava setn mótmæli til norska Patentstýrið.
Teir halda, at navnið Ingebrigtsen í ítrótti fyrst og fremst verður sett í samband við teir og teirra úrslit.
Brøðurnir hava eisini broytt navn á familjufyritøkuni til Team Ingebrigtsen A/S, eftir at teir í 2022 keyptu pápan út.
Svenski stangarleyparin, Armand Duplantis, hevur enn einaferð sett heimsmet.
Í finaluni í HM í Tokyo leyp hann 6 metrar og 30 sentimetrar. Tað er hansara 14. heimsmet.
Nærmasti kappingarneytin kláraði júst 6 metrar, og Duplantis kappast í veruleikanum bara móti sær sjálvum.
Við tónum hjá ABBA “Gimme! Gimme! Gimme!” í hátalarunum, rann hann runt meðan áskoðararnir fagnaðu honum við lógvabrestum.
Duplantis er bert 25 ár og hevur sett fýra heimsmet í ár. Hann manglar bert trý met, so hevu hann sett eins nógv met, sum legendariski ukrainin Sergej Bubka, sum setti 17. heimsmet seinast í farnu øld.
Tá ið áskoðararnir á tjóðarleikvøllinum í Tokyo í marathonkappingini fyri kvinnur tóku móti Julia Paternain úr Uruguai við lógvbrestum, visti hon ikki, at hon hevði vunnið HM-bronsumerkið, sum eisini er fyrstu heiðursmerki hjá Uruguai nakrantíð í frælsum ítrótti
Hon var ógvuliga troytt, tá ið hon kom á einsamøll mál langt aftaná nummar eitt og tvey
Hon var týðiliga óvfarin og glað, tá ið tað gekk upp fyri henni, at hon hevði vunnið bronsumerki.
Norski stjørnurennarin, Jakob Ingebrigtsen, er úti úr 1500 metra kappingini í HM longu í innleiðandi umfari.
Hann gjørdist nummar átta í sínum umfari við tíðini 3.37,84, tað var 52 hundraðpartar frá at koma víðari.
Hetta var fyrsta kappingin hjá honum í ár í ár, eftir seks mánaðar við einum akillesskaða.
Við VG segði hann, at hetta var nógv verri enn hann hevði væntað.
Jacob Ingebrigtsen segði, at 1500 metrar krevur meiri toppferð enn hann hevur fingið vant, og at 5000 metra renningin fríggjadagin er meira realistiskt.
Ein annar norskur rennari, Narve Gilje Nordås vann sítt umfar og kom víðari.
Fyrstu kappingarnar í heimsmeistarakappingini í frælsum ítrótti vóru í japanska høvuðsstaðnum Tokyo í nátt føroyska tíð.
Kappingarnar verða vístar beinleiðis á DR, NRK og SVT. Tær byrja vanliga klokkan á midnátt okkara tíð, og kvøldkappingarnar eru frá klokkan 10.30 føroyska tíð. So tað er ikki lætt at fylgja við.
Við norðurlendskum eygum verður serliga spennandi at fylgja við svenska stangarleyparanum Armand Duplantis, sum longu eigur heimsmetið og er greiður favorittur at vinna gull. Tað skal ikki undra, um hann tekur sítt egna heimsmet. Finalan er mánadagin.
FM í frælsum ítrótti verður á Tórsbreyt um vikuskiftið.
Kappast verður bæði um føroyameistaraheitini hjá hjá ungum og vaksnum.
Ungdómsbólkarnir eru upp til og við 17 ár, og tey vaksnu eru 18 ár og eldri. Yngri íðkarar kunnu vera við í kappingini hjá teimum vaksnu, um tey fylla minst 15 ár í ár.
Kappingin byrjar í dag klokkan 17.00 og heiðursmerkjahandan er klokkan 18.25.
Leygardagin verður byrjað klokkan 10,00 og seinastu heiðursmerkini verða handanði klokkan 14.45.