• FC Suðuroy og B71 kós móti uppflyting

    Hóast stutt er fráliðið av kappingarárinum í 1. deild, so bendir nógv á, at FC Suðuroy og B71 hava kós móti uppflyting.

    FC Suðuroy vann í dag heili 7-2 móti næstbest liðnum hjá B36. FC Suðuroy er fremst í deildini við 16 stigum fyri seks dystir, og hevur sostatt bara mist tvey stig.

    B71 vann í Runavík 1-0 móti næstbestu monnunum hjá NSÍ. Sandoyingar hava á øðrum plássi 15 stig, nú sjey umfør er spæld.

    ÍF og TB, sum eisini kunnu flyta upp í bestu deildina spældu 1-1 í Fuglafirði. Tey hava ávikavíst 9 og 8 stig.

    Stigatalvan í 1. deild

  • Julian vann siðbundnu Flaggdagsrenningina

    Julian Gregersen legði seg beinanvegin fremst (Mynd: Bragdið)

    39. Flaggdagsrenningin var í dag í fagrasta veðrið. Renningin, sum altíð hevur verið eftir Flaggdagshaldið í Havn, var í ár flutt til klokkan 12.00.

    Julian Gregersen úr Treysti kom fyrstur á mál hjá monnunum við tíðini 21 minuttir og 5 sekund. Eingin ivi var um sigurin. Oliver Granhøj var næstur og Ísak Kolden tók triðja plássið í endaspurti.

    Hjá kvinnunum vann Hallbjørg Danielsen. Beinta J Danielsen var nummar tvey og Súsanna Katrina G Mørkøre nummar trý.

    Eisini runnu nógv børn Flaggdagsrenningina.

    Úrslini av Flaggdagsrenningini síggjast her

    Síggj myndirnar, sum Bragdið hevur lagt á Facebook
  • Arsenal tók oddasessin aftur

    Nú Manchester City ikki spældi í Premier League hetta vikuskiftið, brúkti Arsneal møguleikan at taka oddasessin aftur við einum 1-0 sigri móti Newcastle.

    Eberechi Eze skoraði málið í fyrra hálvleiki eftir eina væl vanda hornasparksstøðu.

    Havertz og Eze máttu báðir út við smáskæðum. Men venjarin, Arteta, segði eftir dystin, at tað helst ikki var so álvarsligt.

    Arsenal er nú trý stig frammanfyri City, sum tó hevur ein dyst til góðar.

    Stigatalvan í Premier League

  • H71 rann Kyndil um koll og er føroyameistari

    Kyndil megnaði als ikki at standa móti H71-maskinuni í triðju FM-finaluni hjá monnum í Hoyvíkshøllini í kvøld.

    H71 snøgt sagt trumlaði Kyndil niður frá fyrsta bríksli, og tað var ein fragd at síggja framúrskarandi hondbóltsspælið hjá øllum teimum framúrskarandi hondbóltsleikarunum úr hondbóltsháborgini í Hoyvík.

    Les alla dystarfrásøgnina
  • Liverpool komið ájavnt við Manchester United og Aston Villa

    Hóast Liverpool hevur havt eitt nógv verri kappingarár enn væntað, so hava nøkur góð úrslit seinastu vikurnar nærum tryggja Liverpool luttøku í Champions League komandi kappingarár.

    Í dag vann Liverpool 3-1 heima á Anfield. Svenski áleyparin, Aleksander Isak, og Andy Robertson løgdu Liverpool fram um fyri steðgin.

    Eftir steðgin minkaði Daniel Monoz fyri Crystal Palace eftir eina løgna støðu, har hann sparkar bóltin í tómt mál, meðan málverjin hjá Liverpool liggur niðri við skaða.

    Florian Wirtz staðfesti 3-1 sigurin við einum frálíkum skoti í longdu leiktíðini.

    Liverpool er á fjórða plássi við 58 stigum, ájavnt við Mancester United á triða plássi og Aston Villa á fimta plássi. United hevur tó spælt ein dyst færri. Aston Villa tapti í dag 1-0 móti Fulham. Manchester United tekur mánakvøldið móti Brentford.

    Stigatalvan í Premier League

  • West Ham og Tottenham vunnu týðandi sigrar í niðurlytingarstríðnum

    Londonfeløgini Tottenham og West Ham kappast um at sleppa undan at flyta niður í næstbestu deildina í Onglandi.

    Í dag vunnu bæði liðini. Tottenham vann 1-0 móti Wolves, og West Ham vann 2-1 á Everton.

    Harvið er West Ham við 36 stigum omanfyri niðurflytingarstrikuna, tvey stig framman fyri Tottenham, nú fýra dystir eru eftir at spæla.

    Beint omanfyri West Ham hevur Notingham Forest 39 stig og Leeds 40 stig, og tey kunnu eisini gerast partur av niðurflytingarstríðnum.

    Wolves og Burnley eru flutt niður.

    Stigatalvan í Premier League

  • Geza Turi og Grimsby trý týðandi stig í stórsigri

    Geza Turi spældi allan dystin, tá ið Grimsby tók móti Swindon, sum er eitt av liðnunum, sum kappast við Grimsby um at náa plássini, ið geva atgongd til at kappast um uppflyting í triðbestu deildina.

    Grimsby gjørdi ikki mætari enn at vinna dystin 4-0, og vann sær harvið trý tíðandi stig, nú bara ein dystur er eftir at spæla í fjórðbestu ensku deildini.

    Vinnur Grimsby seinasta dystin móti Tranmere á útivølli, eru Geza og teir tryggjaðir at vera við í avgerandi dystunum um uppflyting. Ein annar møguleiki er, at Chesterfield tapir dagsins dyst móti Crewe.

    Stigatalvan í League Two

  • Real Madrid misti sigurin í seinastu løtu

    Real Madrid tveitti í gjárkvøldið sigurin burtur í seinastu løtu úti móti Real Betis. Tað endaði 1-1

    Vinicius Junior legði Real fram um í fyrra hálvleiki. Men Real var trýst, og Lunin máhevði fleiri góðar bjargingar.

    Betis javnaði í yvirtíðini, tá ið Hector Bellerin skoraði eftir trunkaspæl.

    Venjarin hjá Real, Alvaro Arbeloa, var alt annað enn nøgdur eftir dystin. Hann helt, at dómarin skuldi havt dømt fríspark til Ferland Mendy beint áðrenn málið.

    Real er nú átta stig aftanfyri Barcelona, sum kann leggja seg ellivu stig fremst, tá ið teir í dag spæla móti Getafe á útivølli.

    10. mei spæla Barcelona og Real sokallaða El Clasico á Camp Nou.

  • Bjarni og Allan vunnu fyrstu íslendsku finaluna

    Valur við fyrrverandi StÍF‑leikarunum, Bjarna í Selvindi og Allani Norðberg á liðnum vunnu í gjárkvøldið fyrstu av fimm møguligum finalum um íslendska meistaraheitið í hondbólti móti FH.

    Tað stóð 16‑16 í steðginum. Eftir steðgin fór Valur frá og vann 37‑33 í Reykjavík.

    Bjarni skoraði tvey mál. Allan gjørdi sítt í verjuni.

    Liðini spæla aftur mánakvøldið klokkan 20.30 á Hafnafjørðinum.

  • Menninir hjá H71 kunnu gerast føroyameistarar í kvøld

    Triðja FM-finalan í hondbólti hjá monnum millum H71 og Kyndil verður spæld í Hoyvíkshøllini í kvøld klokkan 19.00.

    H71 vann tvær báðar fyrstu finalurnar, fyrst tepurt 24-23 og so greitt 31-24.

    H71 hevur verið greitt besta liðið í føroyskum manshondbólti, og er tí greiður favorittur at gerast føroyameistari, og møguliga verður tað í Hoyvíkshøllini í kvøld.

    Spælt verða í mesta lagi fimm finalur. Tað merkir, at fyrsta liðið at vinna tríggjar finalur er føroyameistari

  • Nottingham Forest nærum bjargað sær

    Við knúsandi 5-0 sigri á útivølli móti Sunderland er Nottingham Forest væl á veg at tryggja sær at vera verandi í Premier League komandi kappingarár.

    Forest hevur nú 39 stig og hevur ikki tapt í seks dystir. Teir kappast við West Ham og Tottenham. sum hava ávikvíst 33 og 31 stig og hava spælt ein dysti færri. Burnley og Wolves er longu flutt niður.

    Fyrsta málið í kvøld var sjálvmál frá Trai Hume. Síðan gjørdu Chris Wood, Morgan Gibbs-White og Igor Jesus tað til 4-0 longu í fyrra hálvleiki. Í yvirtíðini í seinna hálvleiki staðfesti Elliot Anderson 5-0 stórsigurin.

    Stigatalvan í Premier League

  • Annika fyrsti føroyingur í pólskum hondbólti

    Landsliðsmálverjin í hondbólti, Annika Fríheim Petersen, skiftir í summar til pólska felagið Enea MKS Gniezno. Tað skrivar Portalurin.

    Hoyvíkskvinnan hevur eisini spælt í Íslandi, Noreg og Danmark hevur gjørt eitt ára sáttmála við pólska felagið.

    Gniezno er í løtuni á sjeynda plássið í bestu pólsku deildini.

  • Bartal tvey føroysk met

    Svimjisambandið skrivar í kvøld, at Bartal Erlingsson Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag í kvøld setti tvey nýggj føroysk met á Swim Open Tórshavn á langgeil í nýggja 50 metra svimjihylinum í Gundadali.

    Fyrst tók hann gamla metið í 50 metra frísvimjing við tíðini 23,46 sekund, har Magnus Jákupsson frammanundan átti metið á 23,48 sekund heilt afturi frá 2012.

    Løtu seinni koma annað metið í hús, tá ið Bartal svam 50 metra bringusvimjing við tíðini 28,81 sekund, og betraði sítt egna met á 29,09 sekund frá 2025.

    Eitt framúr gott fríggjakvøld hjá Bartali Erlingsson Eidesgaard og føroyskari svimjing.

    Føroysk met í svimjing

  • Steypafinalur hjá monnum og kvinnum við Tjarnir leygardagin

    Fyri fyrstu ferð verða steypafinalurnar í flogbólti spældar í høllini við Tjarnir. Høllin letur upp klokkan 13.

    Kvinnufinalan verður millum Mjølnir og TB. TB er aftur í eini finalu fyri fyrstu ferð í níggju ár. Mjølnir er verandi steypavinnari hjá kvinnum. Kvinnufinalan byrjar klokkan 14 við Tjarnir.

    Mansfinalan verður millum ÍF og SÍ. Sørvingar eru greiðir favorittar eftir 21 sigrar á rað í vetur. ÍF hevur tó áður givið SÍ høvuðbrýggj, so hvør veit? Finalan hjá monnum byrjar klokkan 17.

  • Tríggjar nýggjar fótbóltshallir

    Fótbóltssambandið boðar frá at stuðul er latin til tríggjar nýggjar fótbóltshallir. Tær eru í Sarpugerði í Norðragøtu, á Giljanesi, og í Trongisvági.

    Talan er um ítøkiligar verkætlanir, sum hava søkt stuðul fyrr í ár. Hallirnar fáa ávikavist 10, 6 og 4 milliónir krónur úr FIFA Forward 3.0.

    Verkætlanirnar skulu fyrireikast í 2026, og byggingin skal byrja innan 2027.

    Les meira á fsf.fo

  • Loyvt at dopa seg á “Víðkaðum leikum”

    Tá ið Enhanced Games, Víðkaðir leikir, byrja í Las Vegas í USA um ein mánaða er loyvt hjá teimum 50 ítróttafólkunum at dopa seg við øllum hugsandi stimbrandi evnum.

    Á ítróttastevnuni verða millum annað svimjararnir Cody Miller, Benjamin Proud, James Magnussen og Shane Ryan . Eisini eru íslendski vektlyftarin, Hafþór Júlíus Björnsson, og rennarin Fred Kerley við.

    Tað eru stórar peningarupphæddir at vinna, hálv millión dollarar í hvørjari grein, umframt 1 millión dollarar fyri at seta heimsmet .

    Íðkararnir eru tó ikki heilt frítt settir frá læknaligum eftirliti. Fyrireikararnir gjørdust bangnir um heilsuna hjá íðkarunum og um løgligu avleiðingarnar. Tí verður bert loyvt at brúka evni, sum eru góðkend til sjúklingaviðgerð av amerikansku heilsumyndugleikunum.

  • Kreppurakta Tottenham søkir eftir sálarfrøðingi

    Tottenham er í svárari kreppu og liggur til niðurflyting úr Premier League.

    Nú vil felagið hava sálarfrøðing inn at hjálpa. Nýggi venjarin De Zerbi sigur, at hann vil broyta mentalitetin, tí liðið liggur á niðurflytingarplássi og hevur 15 dystir uttan sigur.

    Á LinkedIn søkir Tottenham eftir einum frálíkum avrikssálarfrøðingi, sum skal stuðla spælarum og venjarum.

    Felagið sigur, at tann nýggi sálarfrøðingurin má vera álítandi, umhugsin og klára trýstið í Premier League.

  • Hákun og Füchse upp á Champions League-pláss

    Við 28-26 sigri móti Gummersbach í Bundesliguni í gjárkvøldið vann Füchse Berlin við Hákun West av Teigum á liðnum seg upp á annað plássið, sum gevur atgongd til Champions League komandi kappingarár.

    Dysturin var sera javnur, 13-12 í steðginum, og Füchse mátti stríðast fyri sigrinum.

    Hákun hevði ikki ein av sínum bestu døgum og missbrúkt øll síni trý skot.

    Füchse kappast fyrst og fremst við SG Flensburg-Handewitt um annað plássið. Füchse hevur nú 46 stig fyri 29 dystir, meðan Flensburg hevur 45 stig fyri 28 dystir. Magdeburg er langt fremst við 52 stigum.

    Stigatalvan í Bundesliguni

  • Óvist nær Elias spælir aftur

    Skaðin í økslini heldur fram at arga Elias á Skipagøtu, og sambært handball-world.news er óvist nær hann spælir aftur. Tað merkir millum annað, at hann ikki verður við avgerandi HM-undandystunum hjá Føroyum móti Bosnia-Hersigovina mitt í mei.

    Elias hevur spælt 22 av 28 dystum fyri THW Kiel hetta kappingarárið og hevur skorað 152 mál og spælt upp til 70.

    Skaðin í økslini hevur argað leingi, Hann sat yvir nakrar dystir í desembur. Men spældi fyri Føroyar í EM-endaspælinum í Oslo.

    Síðan var hann burtur fleiri dystir hjá Kiel, áðrenn hann gjørdist toppskjúti í dysti móti HSV Hamburg herfyri.

    Men skaðin fór ongantíð burtur, og nú sigur Elias við handball-world.news, at hann má halda fullkomiligan steðg fyri at fáa skaðan burtur.

    Kiel má tí klára seg uttan sínu stjørnu í avgerandi dystunum í Bundesliguni og EHF European League.

  • Nógvir HM-dystir seint um kvøldið og um náttina

    Tey, sum ætla at síggja dystirnar í HM-endaspælinum í fótbólti beinleiðis í summar, mugu vera uppi alla náttina, fara seint í song ella tíðliga upp.

    HM byrjar 11. juni og verður spælt í USA, Kanada og Meksiko. Tí verða heilt nógvir dystir spældir seint um kvøldið ella um náttina føroyska tíð.

    Nakrir dystir, umleið ein um dagin, verða tó spældir fyrr um kvøldið.

    Hetta er fyrsta ferð, at 48 lið eru við, Tey eru býtt í 12 bólkar.

    Les alla dystarskránna fyri innleiðandi bólkaspælið
  • Yamal skaddur – Spania heldur ondini

    Nú sjey vikur eru til HM-endaspælið í Norðuramerika byrjar, er ungi stjørnuleikarin hjá Spania, Lamine Yamal, vorðin skaddur.

    Hann mátti út í 1-0 sigrinum hjá Barcelona móti Celta Vigo.

    Mundo Deportivo sigur, at tað er ein vøddaskaði í lærinum. Yamal verður úti í minsta lagi fimm vikur og harvið restina av kappingarárinum.

    Alt Spania heldur ondini, tí fyrsti HM‑dystur hjá Spania er 15. juni móti Kapo Verdi.

  • Haaland skoraði og City tók oddasessin frá Arsenal

    Við 1-0 sigri úti móti Burnley er Manchester City nú oddalið í Premier League. Teir hava eins og Arsenal 70 stig og málmun á +37. City hevur tó skorað trý fleiri mál og er tí fremst.

    Erling Haaland legði Manchester City fram um longu í fimta minutti, og hóast City hevði meginpartin av spælinum, so helt spenningurin sær allan dystin.

    Fimm umfør eru eftir at spæla í Premier League, og sjáldan hevur spenningurin verið so stórur.

    Stigatalvan í Premier League

  • Martin Agnarsson legði upp til trý mál

    Landsliðsleikarin, Martin Agnarsson, átti næstseinasta fót bóltinum við trý av málunum, sum Aarhus Fremad skoraði, tá ið teir vunnu heili 5-1 á Middelfart í niðara endaspælinum í næstbestu donsku deildini.

    Middelfart legði seg á odda við brotssparki, men Aarhus Fremad vendi dystinum við trimum málum upp á 27 minuttir. Martin legði upp til 2-1, 3-1 og 4-1.

  • H71 beina kós móti føroyameistaraheitinum

    H71 beina kós móti føroyameistaraheitinum

    Burn-deildin, menn – 2. finala
    Kyndl – H71 24-31 (13-17)

    Við 6-1 leiðslu eftir átta minuttir góvu kyndilsmenn sær sjálvum so góðan møguleika fyri sigri, sum tú einaferð kanst fáa móti sterka H71-liðnum.

    Tað var tó ikki nokk, tí H71 javnaði longu til 8-8, tá ið einogtjúgu minuttir vóru spældir.

    Síðan streyk H71 avstað og førdi 17-13 í stegðinum.

    Kyndil megnaði ongantíð at fáa spenning í dystin aftur, og tað skyldast millum annað, at Torstein Sivertsen stóð væl í málinum.

    H71 vann at enda so greitt sum 31-24.

    Fyri Kyndil skoraðu William Skovsager og Ovi Lützen 5 mál hvør, meðan Jákup Egholm skoraði 7 ferðir fyri H71.

    Triðja FM-finalan verður spæld í Hoyvíkshøllini leyarkvøldið klokkan 19.00

    Dómaraseðil á hsf.fo

  • Vestmannakvinnur í FM-finaluni

    SMS-deildin, kvinnur – 3. hálvfinala
    H71 – VÍF 25-26 (13-15) (VÍF í FM-finalu)

    VÍF vann triðju og avgerandi hálvfinaluna í bestu kvinnudeildini móti H71 í Hoyvíkshøllini í kvøld. Harvið skulu vestmannakvinnur spæla FM-finalu móti Kyndli.

    Dysturin var sera javnur. H71 var frammanfyri stóran part av fyrra hálvleiki, men beint fyri steðgin kom VÍF fram um og førdi 15-13, tá ið liðini fóru at hvíla seg.

    VÍF helt munin fyrst í seinna hálvleiki, og hóast H71 javnaði fýra ferðir seinastu fimm minuttirnar, so var endin, at VÍF vann 26-25.

    Les alla dystarfrásøgnina
  • Chelsea sendir enn ein venjara til hús

    Enska stórfelagið Chelsea boðar í dag frá, at venjarin, Liam Rosenior, er sendur til hús.

    Hann tók við starvinum fyri trimum mánaðum síðan, tá ið Enzo Maresca var sendur til hús eftir hálvt ár í heita sessinum.

    Tíðin í Chelsea byrjaði væl hjá Rosenior, sum vann fimm teir fyrstu dystirnar. Men síðan hevur gingið alsamt verri. Chelsea tapti seks teir seinastu dystirnar undir hansara leiðslu, og verður helst ikki við í Champions League komandi kappingarár.

    Chelsea hevur havt sjey venjarar síðan 2019.

  • Kyndil skal royna at svara aftur í aðru FM-finaluni

    Klokkan 20.00 í kvøld spæla menninir hjá Kyndli og H71 aðru FM-finaluna av fimm møguligum í høllini á Hálsi í Havn.

    H71 vann fyrstu finaluna 24-23 í Hoyvíkshøllini. Kyndil var annars frammanfyri meginpartin av dystinum, so tað er lagt upp til eina spennandi finalu í kvøld.

  • Kvinnurnar hjá H71 og VÍF avgerandi hálvfinalu í kvøld

    Í kvøld klokkan 18.00 spæla kvinnuliðini hjá H71 og VÍF triðju og avgerandi hálvfinaluna í Hoyvíkshøllini.

    VÍF vann fyrstu hálvfinaluna 38-32 eftir umdyst. H71 hevði greiða yvirvág í aðru hálvfinaluni og vann 33-29.

    Í kvøld skal so alt avgerast. Vinnarin av kvøldsins hálvfinalu fer í finaluna.

  • Geza og Grimsby upp á røkkstøkk-plássini

    Grimsby hevur stríðst leingi, og í kvøld eydnaðist at koma upp á røkkstøkk-plássini, sum geva atgongd til at kappast um at flyta upp í triðbestu deildina í Onglandi.

    Grimsby við Geza Turi á liðnum vann í kvøld 2-1 móti Cambrigde.

    Geza fekk gult kort beint fyri hálvleik og varð skiftur út mitt í seinna hálvleiki, tá ið støðan var 1-1. Grimsby skoraði sigursmálið fýrá minuttir inni í longdu leiktíðini.

    Grimsby er á sjeynda plássi. Tvey umfør er eftir at spæla, áðrenn farið verður undir at spæla røkkstøkk-dystirnar.

    Stigatalvan í League Two

  • Ensk feløg vraka VAR

    Feløgini í næstbestu, triðbestu og fjórðbestu ensku fótbóltsdeildunum hava vrakað uppskotið at innføra VAR í deildirnar, skrivar BBC.

    Feløgini siga nei til eina VAR‑skipan, har hvør venjari skal kunna krevja, at tvær støður í einum dysti verða mettar av VAR.

    Hetta er ein skerd útgáva av VAR, sum krevur minnið at seta í verk.

  • 10 ár eftir meistaraheitið flytur Leicester niður annað árið á rað

    Í 2016 vann Leicester mest óvæntaða meistaraheitið í nýggjari enskari fótbóltssøgu. Nú tíggju ár seinni er ævintýrið væl og virðiliga av.

    Eftir 2–2 móti Hull, flytur Leicester niður annað árið á rað, og skal spæla í triðbestu ensku deildini komandi kappingarár.

  • Brighton eyðmýkti Chelsea

    Fyri fyrstu ferð í 114 ár hevur Chelsea tapt fimm dystir á rað og einki mál skorað.

    Chelsea fekk ikki eitt beint ti jørðina í Premier League-dystinum móti Brighton, sum vann 3-0.

    Ferdi Kadioglu skoraði eftir trimum minuttum, og Brighton helt fram at vera omaná.

    Jack Hinshelwood økti til 2-0 eftir eitt skjótt mótálop, og veteranurin, Danny Welbeck, í stórformi staðfesti 3-0 sigurin í yvirtíðini við einum skoti upp í trýkantin,

  • Argentinskur høgri bakkur til Neistan

    Argentinskur høgri bakkur til Neistan

    Neistin hevur gjørt avtalu við argentinska høgra bakkin Tomás de San Roque,

    Tomás de San Roque er 28 ára gamal og hevur drúgvar altjóða royndir. Hann byrjaði sína hondbóltsleið í Regatas de Mendoza og fór longu sum ungur til Spania. Síðan hevur hann spælt í bæði Argentina, Italia og Spania.

    Afturat sínum leikluti á besta liðnum verður Tomás eisini partur av ungdómsarbeiðnum hjá Neistanum.

  • Næstan útselt til avgerandi dystin móti Bosnia Hersigovina

    Hondbóltssambandið boðar frá, at tað er um at vera útselt á sitiplássunum til avgerandi HM-undankappingardystin hjá monnum ímóti Bosnia Hersigovina.

    Dysturin verður spældur leygarkvøldið 16. mei klokkan 19.00 í høllini við Tjarnir.

    Fyrri dysturin verður spældur á útivølli 14. mei. Samlaði vinnarin kemur til HM-endaspælið í Týsklandi í januar 2027.

  • U20-hondbóltskvinnurnar til HM í Kina

    Hóast føroyska U20-kvinnurnar í hondbólti ikki spældu seg til HM-endaspælið, so hava Føroyar nú fingið eitt sonevnt wild card frá IHF. Tað skrivar Hondbóltssambandið.

    Av tí, at einki land úr Osiania verður við, so fer teirra pláss farið víðari til eitt annað land, sum í hesum førum eru Føroyar.

    Føroyar eru í bólki H saman við Kroatia, Japan og Noreg.

    HM-endaspælið verður leikt í Jinzhong í Kina í døgunum 24. juni til 5. juli.

  • Wolverhampton flutt niður

    Av tí, at West Ham í gjárkvøldið fekk eitt stig í 0-0 dystinum móti Crystal Palace, er endaliga greitt, at Wolverhampton flytur niður úr Premier League eftir átta kappingarár í bestu ensku deildini.

    Tvey tey fyrstu árini endaði Wolves nummar sjey. Á liðnum var millum annað, Diogo Jota, sum seinni skifti til Liverpool og andaðist í syrgiligari ferðsluvanlukku í fjør.

    Seinnu árini hevur Wolves ligið niðarliga í Premier League, og í ár hevur liðið verið langt aftast so at siga alt kappingarárið, og nú fimm umfør eru eftir í Premier League er eingin vegur aftur hjá Wolves.

  • Ársins mál á Toftum í gjár

    Ikki nokk við, at B68 sendi HB so nakkalangar suður til Havnar við ein 3-1 ósigri sunnudagin.

    Liðformaðurin hjá B68, Hanus Højgaard, skoraði eisini ársins mál higartil.

  • Fleiri óvæntað úrslit – NSÍ lagt seg fremst

    Fleiri óvæntað úrslit – NSÍ lagt seg fremst

    Michal Przybylski skallaði bóltin í málið í allarseinastu løtu og tryggjaði harvið NSÍ ein 1-0 sigur móti EB/Streymi. Harvið vann NSÍ fyri aðru ferð í ár í seinastu løtu, móti einum av botnliðunum.


    Úti á Argjum megnaði heimaliðið AB heilt óvæntað at taka stig frá føroyameistarunum KÍ,. Tað var í veruleikanum AB, sum kundi iðra seg mest um úrslitið, tí alt bendi á, at málið sum Obule Sunday Moses skoraði fyri AB í fyrra hálvleiki fór at røkka til sigurs. Men heilar níggju minuttir inn í longdu leiktíðina javnaði Deni Pavlovic við einum skallara.


    Eisini Víkingur misti óvæntað stig á Skála, har einki mál varð skorað. Skála fekk harvið sítt annað stig í ár,


    Eisini í Sørvági lá leingi eitt óvæntað úrslit í luftini. Men miðskeiðis í seinna hálvleiki fekk B36 hol á móti 07 Vestur. Ragnar Samuelsen skoraði málið.


    Eisini í gjárkvøldið var eitt sera óvæntað úrslit á Toftum, tá ið B68 uppiborið vann 3-1 móti sigursvandu HB, sum hevur spælt sera trilvandi seinastu umførini.

    Djóni Samuelsen og fransmaðurin Loick Jean Henri Lespinass løgdu heimaliðið fram um, áðrenn innskifti Ebiye Moses minkaði fyri HB.

    Í yvirtíðini avgjørdi liðskipain hjá toftamonnum, Hanus Højgaard, tó dystin við einum frálíkum máli, og so máttu havnarmenn so nakkalangir suður aftur gjøgnum Eysturoyartunnilin.


    Higartil má staðfestast, at landskappingin í fótbólti ikki er, sum hon plagar at vera. Øll tey stóru liðini hava víst veileikar. NSÍ hevur tó bara mist tvey stig, og er nú fýra stig fremst í Meistaradeildini.

    Stigatalvan á dystir.fo

  • H71 noyddi fram triðju hálvfinaluna móti VÍF

    H71 noyddi fram triðju hálvfinaluna móti VÍF

    Júst sum hjá monnunum vunnu kvinnurnar hjá H71 aðru hálvfinaluna móti VÍF, og harvið skulu liðini spæla eina triðju og avgerandi FM-hálvlfinalu.

    H71 kom skjótt nøkur mál fram um, men VÍF megnaði at minka til hálvleiksstøðuna 16-14 til H71.

    Fyrstu átta minuttirnar av seinna hálvleiki vann H71 7-1, og so var eingin vegur aftur hjá VÍF.

    Ein av lyklaleikarunum hjá H71, Anna Elisabeth Weyhe fekk reytt kort tíggju minuttir eftir steðgin. Men VÍF megnaði ongantíð at koma nærri enn fýra mál, og H71 vann dystin 33-29.

    Stóri málskjúttin og besti leikarin hjá H71 í dag var vinstri vongur, Sára Berg á Lag, sum skoraði 11 ferðir. Hjá VÍF skoraði Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 8 ferðir.

    Triðja og avgerandi finalan verður spæld í Hoyvíkshøllini mikukvøldið klokkan 18.00.

    Dómaraseðilin á hsf.fo

  • Kyndilskvinnur í finaluni

    Kyndilskvinnur í finaluni

    Kyndilskvinnur vunnu eisini lættliga aðru hálvfinaluna móti Neistanum. Tær grønu heilt einfalt smurdu grannarnar av 42-25.

    Fyrstu tjúgu minuttirnar megnaði Neistin at fylgja við. Men seinastu minuttirnar fyri steðgin dróg Kyndil frá. Tað stóð 17-12 á máltalvuni, tá ið liðini fóru at hvíla seg.

    Í seinna hálvleiki megnaði Neistin einki, og Kyndil bara økti til dysturin var av.

    Turið Arge Samuelsen skoraði 11 mál fyri Neistan, og Ró Reginsdóttir skoraði sjey mál fyri Neistan.

    Kyndil vann harvið báðar hálvfinalurnar greitt, og eru í finaluni, har tær skulu spæla móti øðrum av H71 ella VÍF

    Dómaraseðil á hsf.fo

  • Hákun seks mál og týskur steypavinnari

    Hákun seks mál og týskur steypavinnari

    Hákun West av Teigum og Füchse Berlin eru týskir steypavinnarar.

    Hákun skoraði seks mál í 42-33 sigrinum móti Bergischer og hevði harvið ein týðandi leiklut í steypasigrinum

    Bergischer fylgdi annars væl við í fyrra hálvleiki. Men seinastu løtuna fyri steðgin dróg Füchse frá, og so var eingin vegur aftur hjá Bergischer, sum óvænta var í steypafinaluni.

  • Skoraðu sigursmálið móti Georgia í seinastu løtu

    Kvinnulandsliðið í fótbólti vann í dag 1-0 móti Georgia á Tórsvølli.

    Innskifta Anna Brændstrup skoraði málið í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, og so kundu føroysku kvinnurnar og tey 700 viðhaldsfólkini á Tórsvølli frøast um trý stig í HM-undanbólki 4 í deild C.

    Dysturin var javnur við fáum málmøguleikum. Føroya vóru leikliga nakað omaná, og fingu løn fyri stríði í yvirtíðini.

    Føroyar eru í bólki saman við Grikkaland og Georgia. Føroya hava tapt báðar dystirnar móti Grikkalandi. Seinasti dysturin hjá Føroyum verður spældur 6. juni í Georgia.

    Dysturin á uefa.com

    Stigatalvan í HM-undanbólki 4 í deild C

  • Hákun og Füchse spæla týsku steypafinaluna í morgin

    Hákun og Füchse spæla týsku steypafinaluna í morgin

    Landsliðsleikarin, Hákun West av Teigum, skoraði trý mál, tá ið Füchse Berlin vann 39-36 á Lemgo í hálvfinaluni í týsku steypakappingini. Hákun skoraði fyrsta og seinasta málið.

    Hákun og teir vóru longu á odda 20-16 í steðginum. Men Lemgo kom tó aftur í aftur í seinna hálvleiki, og spenningur var í heilt til seinastu minuttirnar.

    Steypafinalan verður spæld í morgin klokkan 14.45 móti Bergischer, sum heilt óvæntað basti oddaliðnum í Bundesliguni, Magdeburg eftir brotskastskapping.

    Týska steypafinalan verður víst á donsku rásini TV3 Max.

  • William tryggjaði H71 sigur í fyrstu finaluni

    William tryggjaði H71 sigur í fyrstu finaluni

    Tá ið 19 ára gamli William Napoleon Djurhuus í næstseinasta sekundi sveimaði inn av høgra veingi og sendi bóltin í málið, tryggjaði hann H71 ein 24-23 sigur í fyrstu FM-finaluni móti Kyndli.

    H71 var annars aftanfyri 12-9 í hálvleikinum og eisini 19-15, tá ið góðir tíggju minuttir vóru eftir at spæla.

    Men so vaknaði H71 og skoraði 10 mál seinastu tíggju minuttirnar, meðan Kyndil einans skoraði 4.

    Kyndil javnaði til 23-23 tjúgu sekund fyri tíð, men tað var ikki nokk.

    Meðan William skoraði tað mest týðandi málið á kvøldinum, var Bóas á Skipagøtu toppskjútti hjá H71 við 7 málum. Fyri Kyndil skoraði Tobias Thisen eisini 7 mál.

    Steypavinnararnir H71 vunnu harvið fyrstu av fimm møguligum FM-finalum móti verandi føroyameistarunum úr Kyndli.

    Onnur FM-finalan verður mikukvøldið klokkan 20.00 í høllini á Hálsi í Havn.

    Dómaraseðil á hsf.fo

  • Coventry aftur í Premier League eftir 25 ár

    Coventry aftur í Premier League eftir 25 ár

    Coventry við Frank Lampard sum venjara tryggjaði sær í kvøld uppflyting í Premier League.

    1-1 úti móti Blackburn í fjórðseinastu umfari var nóg mikið at tryggja beinleiðis uppflyting.

    Blackburn kom á odda í seinna hálvleiki við máli frá Ryoya Morishita, men Bobby Thomas javnaði til stóra frøi hjá teimum 7000 viðhaldsfólkini úr Coventry, sum vóru við í Blackburn..

    Á vøllinum var fullkomið ovfarakæti, tí hetta er fyrstu ferð síðan 2001, at Coventry er í ovastu deildini.

    Coventry hevur havt eitt sera gott kappingarár og hevur skorað 85 mál, sum er flest í Championship.

    Felagið hevur síðan niðurflytingina í 2001 verið niðri í bæði League One og League Two.

  • Peter Krogh aftur á landsliðnum

    Peter Krogh aftur á landsliðnum

    Landsliðsvenjararnir Peter Bredsdorff-Larsen og Hjalti Mohr Jacobsen hava úttikið hesar 16 leikararnar til HM-røkkstøkkdystirnar móti Bosnia-Hersigovina, sum verða ávikavist, á útivølli í Tuzla hósdagin 14. mai, og við Tjarnir leygardagin 16. mai. Vinnarin kemur til HM-endaspælið í Týsklandi.

    Tveir leikarar úr H71 er aftur í hópinum. Verjurisin Peter Krogh og málverjin Tóraldur Kollsker.

    Fasti spældeilarin og stjørnuleikarin á liðjnum, Elias á Skipagøtu, er ikki við, tí hann dregist við skaða í økslini. Eisini strikuleikarin Ísak Vedelsvøll er skaddur.

    Málverjar:
    Pauli Jacobsen, Sandnes (Noreg)
    Tóraldur Kollsker, H71

    Bakkar:
    Tróndur Mikkelsen, HF Karlskrona (Svøríki)
    Rói Ellefsen á Skipagøtu, IF Hallby HK (Svøríki)
    Óli Mittún, GOG (Danmark)
    Pauli Mittún, Team Sydhavsøerne (Danmark)
    Vilhelm Poulsen, TSV Hannover-Burgdorf (Týskland)
    Peter Krogh, H71
    Bjarni í Selvindi, Valur (Ísland)

    Strikur:
    Teis Horn Rasmussen, Ribe-Esbjerg HH (Danmark)
    Pætur Mikkjalsson, Team Sydhavsøerne (Danmark)
    Helgi Hildarson Hoydal, H71

    Vengur:
    Rói Berg Hansen, Køge Håndbold (Danmark)
    Leivur Mortensen, HC København (Danmark)
    Hákun West av Teigum, Füchse Berlin, (Týskland)
    Allan Norðberg, Valur (Ísland)

  • VÍF formáddi sær einki – H71 í ellintu FM-finaluni á rað

    Burndeildin menn, triðja hálvfinala
    H71 – VÍF 31-18 (14-11) (H71 er í finaluni)

    Menninir hjá H71 eru í FM-finaluni ellintu ferð á rað, eftir at teir vunnu triðju og avgerandi hálvfinaluna lættliga 31-18 móti VÍF í Hoyvíkshøllini.

    VÍF skoraði tvey tey fyrstu málini í dystinum, men so tók H71 yvir í einum dystin, sum ongantíð náddi tær stóru leikligu hæddirnar. Serliga skuffaði VÍF.

    Les alla dystarfrásøgnina
  • Fyrsti kvinnuligi venjari í eini topp-5 deild

    Fyrsti kvinnuligi venjari í eini topp-5 deild

    34 ára gamla Marie-Louise Eta er fyrsta kvinna, sum venur eitt mannfólkalið í nakrari av teimum sokallaðu topp-5 deildunum í Evropa.

    Hon tekur yvir í Union Berlin í týsku Bundesliguni, eftir at Steffen Baumgart varð koyrdur frá.

    Eta hevur sum leikari vunnið Champions League við Turbine Potsdam í 2010. Hon hevur áður verið hjálparvenjari hjá Union og staðið á odda fyri liðnum í einum dysti í 2024, sum Union vann.

    Nú skal hon stýra liðnum restini av kappingarárinum.

    Union Berlin er á 11. plássi, ellivu stig omanfyri niðurflytingarstrikuna.

  • EB/Streymur skoraði ov tíðliga móti HB

    Meistaradeildin menn
    EB/Streymur – HB 1-2 (0-0)

    HB vann 2-1, men havnarfelagið hevði tað trupult móti EB/Streymi við Margáir.

    Tað var ikki so óvæntað, tí álopsspælið hjá HB hevur verið ógvuliga stirvið í ár, og tá ið EB/Streymur aftur í ár hevur eina sera væl skipaða verjukenda spæliskipan, so er ikki lætt hjá nøkrum liði at bróta niður tøttu og hartarbeiðandi verjuna hjá Sundalagsmonnum.

    Les alla dystarfrásøgnina
  • Føroysku metini fella fyri Juliani – Í gjár tók hann metið á 10 kilometrum

    Føroysku metini fella fyri Juliani – Í gjár tók hann metið á 10 kilometrum

    Julian Gregersen úr rennifelagnum Treysti í Klaksvík setti leygardagin nýtt føroyskt met á 10 kilometra teininum í Aarhus.

    27 ára gamli rennarin hevði áðrenn kappingina sett sær fyri at taka gamla metið hjá Alberti Marna Joensen frá 1994, og tað eydnaðist.

    Julian brúkti 30 minuttir og 42 sekund., og tað eru 14 sekund skjótari enn metið, sum Albert Marni somuleiðis setti í Århus fyri meira enn 30 árum síðan.

    Frælsur Ítróttur Føroyar skrivar, at góða tíðin og metið skal eisini síggjast út frá tí, at bæði grús og brekkur vóru á teininum. Í einum sera sterkum felti í Aarhus, endaði Julian nummar 18.

    Metið á 10 kilometrum er enn eitt met í røðini hjá Julian. Hann hevur í fjør og í ár tikið metini á 1500 metrum, á 5 kilometrum á breyt og á vegi, í hálvmarathon, og fyrr í ár tók hann eisini legendariska marathonmetið hjá Absalon Hansen frá 1988, tá ið hann rann 2:21:30 í Valencia.

    Julian Gregersen hevur harvið veruliga runnið seg inn í føroyska ítróttasøgu seinasta hálvtannað árið.