Category: Ítróttur

  • Marnar rann 167 km og vann Tórshavn Backyard Ultra

    Marnar rann 167 km og vann Tórshavn Backyard Ultra

    Tórshavn Backyard Ultra byrjaði leygarmorgunin klokkan 8.00, og í meira enn eitt samdøgur rann Marner Djurhuus í Havnardali og vann Tórshavn Backyard Ultra..

    Hann rann 25 umfør á umleið 6,7 kilometrar, tilsamans167,65 kilometrar og gjørdist einasti rennarin, sum megnaði at koma aftur á startin í 25. umfari.

    41 ára gamli rennarin var fyri eini tíggju árum síðan ein av bestu føroysku rennarum og eigur framvegis okkurt føroyskt met.

    Besta kvinnan var Lydia Í Lambanum, sum eisini var samanlagt nummar tvey. Hon rann 24. umfør og 160,944 kilometrar. Harvið tryggjaði hon sær “100 miles-heiðurin” (ensk míl).

    Tórshavn Backyard Ultra er ein úthaldsrenning í Havnardali, har rennarar skulu renna sama umfar á 6,7 kilometrar hvønn tíma til bert ein er eftir.

    Les meira á Facebook-síðuni hjá Tórshavn Backyard Ultra >>

    Øll úrslitini síggjast her >>

  • (Grein frá 2020) Haaland og árgangur 1999 í Bryne

    (Grein frá 14. februar 2020) Norski álopsúrmælingurin, Erling Braut Haaland, var ikki partur av nøkrum elitu-akademii í fótbóltsuppvøkstrinum. Hinvegin var hann partur av árgangi 1999 í Bryne, 39 dreingir og 1 genta, sum øll fingu somu venjing øll árini, og liðini vóru javnt býtt.

    Fimm teira hava spælt landsdystir á ymiskum norskum ungdómslandsliðum. Erling Haaland og gentan, Andrea Norheim, eru komin á norska a-landsliðið.

    Les alla greinina >>
  • KÍ lítlan fyrimun við til Luksemborgar

    KÍ vann 2-1 móti Atert Bissen í fyrra dystinum í 1. umfari í Champions League við Djúpumýrar í kvøld.

    Heimaliðið fekk eina góða byrjan, tá Oussama Ali stýrdi innleggið frá Jean Carlos De Brito í málið.

    Beint eftir steðgin økti Páll Klettskarð til 2-0 eftir frísparksinnlegg frá Árna Frederiksberg. Men gestirnir svaraðu skjótt aftur og minkaðu til 2-1.

    Seinastu løtuna av dystinum vardi KÍ leiðsluna.

    Klaksvíkingar fara nú við teprum fyrimuni til Luksemborgar, har seinni dysturin verður komandi mikudag.

    Dysturin á uefa.com >>

  • Koeman gevst sum venjari hjá Niðurlondum

    Ronald Koeman boðar í kvøld frá, at hann gevst sum venjari hjá Niðurlondum, eftir at liðið fór út úr HM eftir brotssparkskapping í sekstandapartsfinaluni móti Marokko.

    Hann sigur, at avgerðin varð tikin í gjár, og at tíðarskeiðið sum venjari nú er komið at enda.

    Koeman byrjaði fyri aðru ferð sum landsliðsvenjari í 2023 og kom við Oranje í EM‑semifinaluna í 2024.

  • NSÍ vann týðandi stig í Gøtu

    NSÍ vann týðandi stig í Gøtu

    Víkingur førdi bæði 2-0 og 3-1, men kortini megnaði NSÍ at koma aftur í aftur, og dysturin endaði 3-3.

    Heimaliðið hevði stóra yvirvág í fyrra hálvleiki, og Aron Benjaminsen legði Víking fram vum við langskoti. Síðan legði Jósef Ólavsson Gleðisheygg legði bóltin í høvdið á Sølva Vatnhamar, og so var 2-0.

    NSÍ fekk lív aftur, tá Aron Knudsen minkaði, men í yvirtíðini í fyrra hálvleiki setti Jørgen Nielsen bóltin í málið til 3-1.

    Eftir steðgin vendi NSÍ dystinum. Petur Knudsen skoraði upp á brotsspark, og Tobias Hestad rann frá verjuni og javnaði til 3-3.

    Víkingur hevði góðar støður í endanum, men Tom Amos í málinum bjargaði NSÍ.

    NSÍ er nú trý stig frammanfyri KÍ, sum vitjar við Løkin fríggjadagin.

    Dysturin á dystir.fo

    Stigatalvan á dystir.fo

  • Julian met á 5 km og danskur meistari á 10 km

    Sera góða gongdin hjá okkara fremsta langteinarennara, Juliani Gregersen, heldur fram.

    Hósdagin rann hann 5 kilometrar í DM‑vikuni í Herning, har hitabylgjan merkti kappingina og gjørdi, at renningin varð sera taktisk.

    Treysti.fo skrivar, at fyrstu tríggir kilometrarnir vórðu runnir upp á 9 minuttir, og síðani setti Julian ferðina upp og rann síðsta kilometurin upp á 2.40 minuttir.

    Hann endaði á fjórða plássi við 14:33, sum er ein betran av føroyska metinum við 19 sekundum.

    Í gjár rann hann 10.000 metrar á breyt. Eingin vildi taka leiðsluna, og fyrstu 6 kilometrarnir vóru varliga.

    Tá 800 metrar vóru eftir, setti Julian endaspurtin inn við einum 62‑sekunda umfari og vann DM‑gullið góð trý sekund frammanfyri næstfremsta. Tíðin var 32:37.

    Ragnar Rasmussen og Neli Heldarskarð komu á mál ávíkavist á 4. og 5. plássi.


    Á myndini ovast: Neli Heldarskarð, Julian Gregersen og Ragnar Rasmussen (Mynd: Rune Clausen)

  • Maria Biskopstø bøtti um egið met

    Maria Biskopstø bøtti um egið met

    Maria Biskopstø úr Treysti heldur fram við góðu gongdini. Í gjárkvøldii bøtti hon sítt egna føroyska met í 400 metra rimarenning á Boysen Memorial á Bislett í Oslo.

    Hon rann teinin upp á 1.00,56. Gamla metið setti hon í Hvidovre síðsta summar við 1.01,42.

    Hetta er ein stórur bati upp á eitt lítið ár. Maria hevur seinastu mánaðirnar tikið fleiri føroysk met, bæði á 800 metrum og 300 metrum.

  • AB blómar – HB fánar

    AB blómar – HB fánar

    AB hevur havt eitt gott kappingarár, meðan HB hevur havt eitt vánaligt kappingarár. Tann gongdin helt fram í dag, og AB sendi HB heim aftur um Sandá við einum 3-1 ósigri.

    HB var spælstýrandi fyrsta partin av dystinum. Men tá ið hálvur tími var spældur, gjørdi Amidou Diop í verjuni hjá HB ein rimmar feil og spædi beint til ein AB-ara. Bólturin var siðan lagdur fyri føturnar á Bjarka Hansen og so var 1-0 til argjamenn.

    Luca Ørsted Thorstensen gjørdi tað til 2-0 beint eftir steðgin. Ási Dam gav HB eina lítla løtu eftir. Men tá ið Søren Samulesen gjørdi tað til 3-1 til AB, var eingin vegur aftur hjá HB.

    Við sigrinum fór væl spælandi liðið hjá AB fram um HB upp á fimta pláss í Meistaradeildini.

    HB má hinvegin sigast at vera í stórari kreppu, og sigursvanda felagið skal veruliga halda eyga við niðurflytingarstrikuni, um tað ikki skal enda heilt galið.

    Dysturin á dystir.fo

    Stigatalvan á dystir.fo

  • Ormurin langi størstur var

    Stórur spenningur var undan tíggjumannafarsróðrinum á Eystanstevnu eftir javna róðurin á Norðoyastevnu, tá ið Havnarbáturin vann í seinastu tøkunum.

    Í dag legði Ormurin langi seg skjótt fram um Havnarbátin, og hann dróg Klaksvíkingini fram við sær.

    Í miðróðrinum fór Ormurin langi veruliga undan Klaksvíkingi og sá út til at vinna tryggan sigur. Men tað var um reppið, at Havnarbáturin við einum ordiligum endaspurti tók Ormin langa aftur.

    Teir í Orminum hildu tó stand og vunnu Eystanstevnuróðurin.

    10-mannafør:

    • Ormurin langi (04:32.37)
    • Havnarbáturin (04:33.11)
    • Klaksvíkingur (04:34.32)

    Ormurin langi og Havnarbáturin hava nú 13 stig. Klaksvíkingur hevur 10 stig.


    Hinir róðrarnir

    • Royndin Fríða vann barnaróður 5 mf dreingir (02:34.35)
    • Gulin vann barnaróður 5 mf gentur (02:41.01)
    • Báran vann 5 mf dreingir 14–16 ár (05:07.03)
    • Smyril vann 6-mannafar menn (04:55.27)
    • Drekin vann 5 mf gentur 14–16 ár (05:29.10)
    • Gullbrandur vann 8-mannafar (04:41.01)
    • Fípan Fagra vann 5 mf dreingir 17–18 ár (05:07.47)
    • Froðbingur vann 6-mannafar kvinnur (05:13.18)
    • Sílið vann 5 mf gentur 17–18 ár (05:28.04)
    • Fípan Fagra vann 5 mf kvinnur (05:25.18)

    Síggj øll úrslitini her

  • 20 ára gamal studentur óvæntað heimsmet í 110 metra rimarenning

    Burtur úr ongum hevur 20 ára gamli amerikanski studenturin, Kobe Tharp, tikið heimsmetið í 110 metra rimarenning.

    Tharp rann teinin upp á 12,75 sekund í NCAA‑universitetsmeistarakappingini í Oregon. 14 ára gamla metið hjá Aries Merritt var 12,80 sekund.

    Tharp segði eftir semifinaluna, at hann bara royndi at yvirliva og koma víðari. Hann var málleysur og segði, at hetta var ikki nakað, hann hevði ætlað. Hann segði seg tó vera væl fyri, og hevði niðurlaga venjingina fyri, at toppa júst nú.

    ESPN sigur, at hetta er fyrstu ferð í 50 ár, at eitt heimsmet verður sett í NCAA.

  • Kann gerast torført at fáa atgongumerki til HM-dystirnar hjá Føroyum

    Kann gerast torført at fáa atgongumerki til HM-dystirnar hjá Føroyum

    Hondbóltssamband Føroyar hevur í dag sent út hesa kunning um atgongumerki til dystirnar hjá Føroyum til HM-endaspælið í Týsklandi í januar 2027, tá ið nógvir føroyinar ætla sær avstað.

    Les meira
  • Myndir frá Tórshavn Marathon

    Her eru myndir frá Tórshavn Marathon, sum var runnið í gjár.

    Myndirnar eru tiknar í startinum, úti á rutini og tá ið rennarar á mál.

    Síggj myndirnar
  • Tveir nýggir meistarar í French Open

    Týski Alexander Zverev vann í dag French Open eftir eina finalu, sum tók heili fýra tímar á grúsinum í París. Hann vann 6-1, 4-6, 6-4, 6-7 og 6-1 móti italienska Cobolli. 29 ára gamli Zverev vann harvið endiliga sín fyrsta stóra sigur.

    Í gjár vann 19 ára gamla Mirra Andreeva úr Russlandi sítt fyrsta grand slam heiti, tá ið hon vann 6-3, 6-2 á Chwalinska, sum kom heilt úr kvalifikatiónini og í finaluna.

  • Týskur og svenskur vinnari í Tórshavn Marathon

    Tórshavn Marathon varð í dag runnið í Havn, inn eftir Kaldbaksfirði, til Kaldbaks og aftur til Havnar.

    Umleið 700 rennarar runnu teir fimm teinarnar. 180 teirra tann klassiska 42 kilometra langa marathonteinin.

    Hinir teinarnir vóru hálvt marathon renning, hálvt marathon til gongu, 10 kilometrar og 5,5 kilometrar.

    Hjá monnunum vann týskarin, Raoul Jankowski, marathonteinin við tíðini 2 tímar 43 minuttir og 25 sekund Hann hevur áður vunnið Tórshavn Marathon fýra ferðir og setti í 2022 rutumet á 2:35:11.

    Nummar tvey gjørdist Rógvi Kárason úr Bragdi við tíðini 2:43:56, sum er skjótasta føroyska tíðin í Tórshavn Marathon nakrantíð. Triðjur um mál kom Torbjørn Hentze somuleiðis úr Bragdi við tíðini 2:57:56.

    Skjótasta kvinnan var Frida Södermark úr Svøríki við tíðini 3:23:36. Á øðrum plássi kom Valborg Heinesen úr Bragdi við tiðini 3:30:23, og nummar trý var Marita Andrasardóttir úr Bragdi við tíðini 3:32:40.

    Tórshavn Marathon er eisini FM í Marathon. Tí eru Rógvi Kárason og Valborg Heinesen føroyameistar í marathon 2026.

    Kappingarnar í hálvum marathon vunnu hjá monnum Oliver Granhøj úr Bragdi við tíðini 1:22:52, og hjá kvinnum vann Bjørk Herup Olsen við tíðini 1:37.01.

    354 útlendskir rennarar úr 34 londum vóru við í Tórshavn marathon í dag. Teir vóru millum annað úr fjarskotnum londum sum Singapor, Kasakstan, Filipsoyggjum, Brasil og Meksiko.

    Elsti marathonrennarin var 74 ára gamla Karin Baldwin úr USA.

    Ítróttafelagið Bragdið hevur í nærum eitt ár fyrireikað hendan stóra dagin, og eini 100 sjálvboðin hava hjálpt við teimum mongu uppgávunum.

    Tórshavn Marathon hevur verið runnið síðan 2003. Men var avlýst í 2020 og 2021 av koronasmittuni.

  • Tórshavn Marathon í dag klokkan 13 – Far út og stuðla rennarunum

    Tórshavn Marathon verður í dag runnið í Havnargøtum, inn eftir Kaldbaksfirði og til Kaldbaks. Byrjað verður niðri í Vágsbotni klokkan 13.00.

    Umleið 700 rennarar fara at renna teir fimm teinarnar, 180 teirra marathon.

    Hinir teinarnir eru hálvt marathon renning, hálvt marathon til gongu, 10 kilometrar og 5,5 kilometrar.

    Fremstu føroyingarnir í Marathon verða føroyameistarar.

    Í ár eru 354 útlendskir rennarar úr 33 londum við í Tórshavn marathon.

    Týskarin, Raoul Jankowski, setti rutumetið í 2022, tá ið hann brúkti 2 tímar 35 minuttir og 11 sekund um teinin. Hann er við aftur í ár.

    Runnið verður úr Vágsbotni, yviri við Strond, eftir Ringvegnum niðan til R.C. Effersøesgøtu, oman til Skansan og so aftur yviri við Strond, Hvítanesvegin og norðureftir.

    Vendipunktið til hálvt marathon er beint áðrenn Sund og tey, sum renna heilt marathon, renna til Kaldbaks og sama veg heim aftur. Komin til krossin Hvítanesvegur/Ringvegur, skal aftur rennast yviri við Strond og so beina leið oman í Vágsbotn.

    Ítróttafelagið Bragdið skipar fyri Tórshavn Marathon. Eini 100 sjálvboðin hava fyrireikað tiltakið.

    Tórshavn Marathon hevur verið runnið síðan 2003. Men var avlýst í 2020 og 2021 av koronasmittuni.

    Her ber til at síggja Tórshavn marathon ruturnar og frá klokkan 13.00 fylgja við júst, hvar rennararnir eru: https://luttaka.com/event/tm2026/map

  • Noreg søguliga gott úrslit í HM í íshokki

    Norðmenn eru ovurfegnir, tí íshokkilandslið vann bronsu í HM, eftir at hava vunnið bronsudystin 3-2 móti ongum minni enn Kanada eftir umdyst.

    HM-kappingin í Sveis gjørdist ein søgulig sólskinssøga hjá norsku íshokkimonnunum. Hetta var fyrsta ferð, at Noreg yvirhøvur vann eitt HM‑heiðursmerki.

    Noreg sló risar sum Svøríki og Kekkiu út á vegnum og spældi seg heilt til hálvfinaluna har teir tó taptu 6‑0 móti vertunum úr Sveis..

    Heima í Noregi verður hetta sæð sum byrjanin upp á eina nýggja tíð har landsliðið aftur kann kappast við tey bestu.

  • Tór‑Ingar venjari hjá 07 Vestur

    Í gjár boðaði 07 Vestur frá, at venjarin Michael Schønberg er sendur til hús, og í kvøld boðar 07 frá, at tað verður Tór‑Ingar Akselsen, sum tekur yvir sum høvuðsvenjari

    Hann hevur verið hjálparvenjari og eisini venjari hjá næstbesta liðnum við uppflyting úr 2. upp í 1. deild.

    Tór‑Ingar hevur spælt meira enn 200 dystir fyri felagið og kennir væl til arbeiðið kring besta liðið

    07 Vestur sigur, at setanin er í tráð við langtíðarætlanina, har felagið vil menna lokalar leikarar.

  • Vingegaard søguligur við sigri í Giro de Italia

    Danski súkklarin, Jonas Vingegaard, gjørdist í dag søguligur, tá ið hann vann stóru súkklukappingina Giro de Italia. Harvið er hann tann áttandi at vinna allar tríggjar kappingarnar í Grand Tour, Giro d’Italia, Tour de France og Vuelta a España.

    Hann kom í mál í Roma í ljóðsareyðu føraratroyggjuni og gjørdist greiður vinnari.

    Vingegaard hevur vunnið Tour de France tvær ferðir, Vuelta a España í heyst og nú eisini Giro de Italia.

    Í Italia hevur eingin verið nær honum serliga í mótbrekkunum. Hann vann fimm teinar, hóast hann varraktur av sjúku.

  • Maria nýtt met á 800 metrum

    Maria nýtt met á 800 metrum

    Maria Biskopstø úr Treysti í Klaksvík hevur sett nýtt met í 800 metra renning. Tað skrivar Treysti á heimasíðuni.

    Maria rann í IFAM Outdoor í Brússel við tíðini 2 minuttir og 9,72 sekund.

    Hon tók gamla metið hjá Rebekku Fuglø á 2:10.72. Maria er fyrsta føroyska kvinnan undir 2:10.

    Í dag skal hon royna seg í 400 m rimarenning.

  • Boas og Turið ársins leikarar í hondbóltinum

    Boas og Turið ársins leikarar í hondbóltinum

    Ársins hondbóltsveitsla var í Varpinum í Klaksvík leygarkvøldið, og har vóru ársins hondbóltsheiðrar handaðir av Hondbóltssambandi Føroya.

    Hesi vórðu heiðraði í kvøld:

    Ársins leikari – Burn deildin (menn) – Boas Ellefsen á Skipagøtu, H71

    Ársins leikari – SMS deildin (kvinnur) – Turið Arge Samuelsen, Kyndil

    Ársins lið – menn – Málverji: Tórður Skorheim Guttesen, Kyndil – Vinstri vongur: Jákup Egholm, H71 – Vinstri bakkur: Boas Ellefsen á Skipagøtu, H71 – Miðja: Ovi Lützen, Kyndil – Høgri bakkur: Pauli Hentze Rasmussen, StÍF – Høgri vongur: Silas Faurholt Jacobsen, StÍF – Strika: Helgi Hildarson Hoydal, H71

    Ársins lið – kvinnur – Málverji: Gylta Djurhuus á Neystabø, Kyndil – Vinstri vongur: Sára Berg á Lag, H71 – Vinstri bakkur: Turið Arge Samuelsen, Kyndil – Miðja: Fríða Nolsøe Olsen, VÍF – Høgri bakkur: Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, VÍF – Høgri vongur: Joan Johannesen, Kyndil – Strika: Bjarta Osberg Johansen, Kyndil

    Ársins málverji – menn – Tórður Skorðheim Guttesen, Kyndil

    Ársins málverji – kvinnur – Gylta Djurhuus á Neystabø, Kyndil

    Ársins verjuleikari – menn – Helgi Hildarson Hoydal, H71

    Ársins verjuleikari – kvinnur – Bjarta Osberg Johansen, Kyndil

    Ársins áleypari – menn – Boas Ellefsen á Skipagøtu, H71

    Ársins áleypari – kvinnur – Turið Arge Samuelsen, Kyndil

    Ársins stjørnuskot – menn – Boas Ellefsen á Skipagøtu, H71

    Ársins stjørnuskot – kvinnur – Gylta Djurhuus á Neystabø, Kyndil

    Ársins venjari – menn – Djóni Gaard Joensen, H71

    Ársins venjari – kvinnur – Pether Krautmeyer, Kyndil

    Ársins toppskjútti – kvinnur – Turið Arge Samuelsen, Kyndil, 267 mál

    Ársins toppskjútti– menn Filip Jojic, VÍF, 165 mál

    Les meira á Facebooksíðuni hjá Hondbóltssambandinum

  • Harry Kane avgjørdi týsku steypafinaluna

    Enski landsliðsáleyparin, Harry Kane, er væl fyri, nú tað stundar til HM. Í kvøld skoraði hann eitt reint hatrick, tá ið Bayern München vann týsku steypafinaluna móti Stuttgart.

    Eftir málleysan fyrra hálvleik kom Kane fram til eitt innlegg frá Michael Olise og skallaði Bayern fram um.

    Seinni smekkaði hann til úr langari frástøði, og tá ið hann fekk møguleikan við brotssparki, setti hann bóltin trygt í málið.

    Kane hevur nú skorað 146 mál í 147 dystum fyri Bayern, og nú bíðar HM.

    Hann verður mettur sum eitt gott boð at vinna Ballon d’or næstu ferð. Men tað veldst helst um, hvussu Ongland og Kane fara at standa seg í HM.

  • 32 ferðir á Mount Everest

    Fjallaklintring er vandamikil ævintýrítróttur, og tá ið tað kemur til at klintra upp á heimsins hægsta fjall Mount Everest, ella Sagarmatha, sum tað eitur í Nepal, verður veruliga farið at ytstu mørkum.

    Bert ein føroyingur hevur verið uppi á Himnana Gudinnu. Tað var leirvíkingurin Arni Vatnhamar í 2014.

    Hinvegin so er tað næstan gerandisdagur hjá sherpafólkunum í Nepal at fara upp á Mount Everest, og Kami Rita Sherpa hevur júst verið á heimsins hægsta tindi fyri 32. ferð síðan 1994 og bøtt um sítt egnað met. Tað skrivar Reuters.

    55 ára gamli fjallaklintrarin er við árunum vorðin ímyndin av fjallinum, og nú hevur hann aftur skrivað søgu.

    Les alla greinina
  • Hallur Holm rann 329,7 kilometrar í 48 tímar

    Ultrarennarin, Hallur Holm úr Bragdinum, kom í dag klokkan 12 á mál eftir at hava runnið 329,7 kilometrar í 48 tímar í Viadal Ultra í Skåne í Svøríki.

    Hallur vann kappingina, og rann heilar 38 kilometrar meira enn nummar tvey. Hann tók eisini sítt persónliga met, sum frammanundan var 268 kilometrar. Hann kláraði eisini at renna longri enn tær magisku 200 ensku mílirnar.

    Í kappingini ræður um at renna so langt sum møguligt upp á 48 tímar á eini knapt 700 metra langari grúsbreyt. Hallur rann 489 umgangir hesi bæði samdøgrini.

    Unnustan hjá Halli, Elisabeth Larsen, gavst eftir 94 kilometrar, og var síðan á síðulinjuni sum hjálpari og viðhaldsfólk hjá Halli.

    Á Facebook eru aðrir rennarar hugtiknir av avrikinum hjá Halli, og skriva millum annað “okkara føroyski supermann”, “ótrúligt avrik”, “ein sonn fyrimynd” og “tú ert eitt satt beist”.

  • H71 eigur bróðurpartin av ársins liði

    Hagtalssíðan, Handballstatz, hevur valt ársins lið í bestu hondbóltsdeildini hjá monnum. Liðið er sett saman út frá miðal HBS‑stigum fyri hvønn dyst hjá øllum leikarum, sum hava spælt meira ein tríggjar fjórðingar av dystunum.

    H71 mannar heili fýra av teimum sjey plássunum. Jákup Egholm er á vinstri vongi, Høgni Heinason á vinstri baki, Boas E. á Skipagøtu er spælskipari og Helgi H. Hoydal er strikuleikari.

    StÍF hevur tveir leikarar við. Paula Rasmussen á høgra baki og Silas F. Jacobsen á høgra vongi.

    Í málinum stendur Tórður S. Guttesen úr Kyndli.

    Ársins leikari er einans 17 ára gamli Boas á Skipagøtu úr H71.

    Øll hagtøl í Burndeildini eru her

  • Maria nýtt met í 300 metra renning

    Ungu frælsu ítróttaíðkararnir hava seinnu árini tikið nógv føroysk met, og í vikuskiftinum setti Maria Biskupstø úr Treyst nýtt met í 300 metra renning uttandura.

    Maria rann leygardin í Herning Games 300 metrar uppá 40,72 sekund, og tað er betri enn gamla metið hjá Margit Fríðmundsdóttir á 41,56.

    Maria gjørdist nummar tvey av 21 rennarum, og úrslitið gevur góðar vónir fyri komandi kappingar.

    Uttandura met hjá kvinnum

  • Lyklaleikari í NSÍ til 2031

    Landsliðsleikarin, Petur Knudsen, hevur longt sáttmálan við NSÍ við heili fimm árum fram til 2031.

    Hann kom aftur til NSÍ í 2024 eftir tvey ár í donskum og amerikonskum fótbólti.

    Samanlagt hevur hann spælt 190 dystir og skorað 82 mál fyri NSÍ.

  • IOC loyvir Hvítarusslandi við til OL aftur

    Altjóða olympiski felagskapurin IOC hevur avgjørt at loyva Hvítarusslandi aftur í altjóða ítrótti aftaná fleiri ár við banni.

    Avgerðin merkir, at landið aftur kann vera við á Olympisku leikunum og Paralympics undir egnum flaggi, eisini í liðkappingum.

    Hvítarussland varð útihýst í 2022 orsakað av leiklutinum í innrásini í Ukraina, og síðan hava ítróttarfólk bara verið við sum uttanveltað.

    Nú eru allar avmarkingar tiknar burtur, og landið er tikið inn í hitan aftur

  • Julian bøtti um metið í hálvmarathon á heimavegi

    Julian bøtti um metið í hálvmarathon á heimavegi

    Julian Gregersen úr Treysti heldur fram at seta nýggj føroysk met, og leygarmorgunin bøtti hann um sítt egnað met í hálvum marathon.

    Hann vann NS-hálvmarathon á heimavegi í Klaksvík, og brúkti 1 tíma 7 minuttir og 27,3 sekund um at renna teir 21,1 kilometrarnar.

    Hjá kvinnunum vann Bjørk Herup Olsen úr Bragdi við tíðini 1:27:8,3, sum eru undir Oyggjaleikakravið.

    Julian hevur seinasta árið tikið ein rúgvu av føroyskum metum, og hann átti frammanundan sjálvur metið í hávlum matathon, sum hann setti í Valencia í heyst við tíðini 1:07:57.

    Hann hevur eisini tikið legendariska metið hjá Absaloni Hansen í marathon, umframt at eiga metini á 1500 metrum, fimm kilometrum á breyt, 5 kilometrum á vegi og 10 kilometrum á vegi.

    Treysti skrivar at 121 rennarar gjøgnumførdu NS-hálvmarathon.

  • Heimsmet: Sawe fyrstur at renna marathon skjótari enn 2 tímar

    Heimsmet: Sawe fyrstur at renna marathon skjótari enn 2 tímar

    Fyri fyrstu ferð nakrantíð hevur ein rennari runnið Marathon skjótari enn tveir tímar.

    Í London Marathon í morgun rann 31 ára gamli kenjarin, Sabastian Sawe, teir 42.195 metrarnar við tíðini 1 tímar 59 minuttir og 30 sekund. Eisini Yomif Kejelcha úr Etiopia, sum gjørdist nummar tvey, rann undir tveir tímar við 1:59:41.

    Hjá kvinnunum vann etiopiska Tigist Assefa við tíðini 2:15:41. Tað er eisini nýtt heimsmet í Marathon, har bara kvinnur eru við. Í Marathon, har bæði kyn eru við, er skjótasta kvinnan nakrantíð Ruth Chepngetich úr Kenja við 2:09:56.

    London Marathon er stórhending í enska høvðusstaðnum, og 59.000 rennarar runnu í “Streets of London” í morgun.

  • SÍ er steypavinnari hjá monnum

    SÍ vann steypafinaluna hjá monnum eftir fimmsettara ímóti ÍF í høllini við Tjarnir.

    Settúrslitini vóru 25-23, 17-25, 21-25, 25-22 og 15-12.

    ÍF legði seg á odda 2-1 og var frammanfyri 17-13 í fjórða setti, men SÍ vendi settinum og og vann javnbrótaran.

    Hetta er áttanda ferð, at SÍ vinnur steypakappingina.

    Dagsins leikari gjørdist Hákun Nón hjá ÍF.

  • Mjølnir er steypavinnari hjá kvinnum

    Kvinnur hjá Mjølnir eru steypavinnarar eftir 3-1 sigur á TB í høllini við Tjarnir.

    Settúrslitini vóru 25-17, 25-19, 22-25, 25-20.

    Ásla Johannesen úr Mjølnir gjørdist dagsins leikari.

    Hetta er níggjandu ferð, at Mjølnir vinnur steypakappingina hjá kvinnum

  • Bartal í stórformi enn eitt føroyskt met

    Bartal Erlingson Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag setti í dag í Swim Open Tórshavn føroyskt met i 100 metra frísvimjing á langgeil við tíðini 51,50 sekund. Líggjas Joensen átti meti frammanundan við tíðini 51,68, sum hann setti fyrr í ár.

    Bartal setti eisini tvey met í gjár

    Menninir hjá Havnar svimjifelag settu eisini føroyskt met í dag í 4×100 metra blandaðari svimjing við tíðini 3.57,62.

    Teir, ið mannaðu liðið vóru, Óli Mikkelsen; ryggsvimjing, Bartal Erlingsson Eidesgaard; bringusvimjing, Ísak Brisenfeldt: firvaldasvimjing og Silas Dam Lindberg, frísvimjing.

    Føroysk met í svimjing

  • Julian vann siðbundnu Flaggdagsrenningina

    Julian Gregersen legði seg beinanvegin fremst (Mynd: Bragdið)

    39. Flaggdagsrenningin var í dag í fagrasta veðrið. Renningin, sum altíð hevur verið eftir Flaggdagshaldið í Havn, var í ár flutt til klokkan 12.00.

    Julian Gregersen úr Treysti kom fyrstur á mál hjá monnunum við tíðini 21 minuttir og 5 sekund. Eingin ivi var um sigurin. Oliver Granhøj var næstur og Ísak Kolden tók triðja plássið í endaspurti.

    Hjá kvinnunum vann Hallbjørg Danielsen. Beinta J Danielsen var nummar tvey og Súsanna Katrina G Mørkøre nummar trý.

    Eisini runnu nógv børn Flaggdagsrenningina.

    Úrslini av Flaggdagsrenningini síggjast her

    Síggj myndirnar, sum Bragdið hevur lagt á Facebook
  • Bartal tvey føroysk met

    Svimjisambandið skrivar í kvøld, at Bartal Erlingsson Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag í kvøld setti tvey nýggj føroysk met á Swim Open Tórshavn á langgeil í nýggja 50 metra svimjihylinum í Gundadali.

    Fyrst tók hann gamla metið í 50 metra frísvimjing við tíðini 23,46 sekund, har Magnus Jákupsson frammanundan átti metið á 23,48 sekund heilt afturi frá 2012.

    Løtu seinni koma annað metið í hús, tá ið Bartal svam 50 metra bringusvimjing við tíðini 28,81 sekund, og betraði sítt egna met á 29,09 sekund frá 2025.

    Eitt framúr gott fríggjakvøld hjá Bartali Erlingsson Eidesgaard og føroyskari svimjing.

    Føroysk met í svimjing

  • Steypafinalur hjá monnum og kvinnum við Tjarnir leygardagin

    Fyri fyrstu ferð verða steypafinalurnar í flogbólti spældar í høllini við Tjarnir. Høllin letur upp klokkan 13.

    Kvinnufinalan verður millum Mjølnir og TB. TB er aftur í eini finalu fyri fyrstu ferð í níggju ár. Mjølnir er verandi steypavinnari hjá kvinnum. Kvinnufinalan byrjar klokkan 14 við Tjarnir.

    Mansfinalan verður millum ÍF og SÍ. Sørvingar eru greiðir favorittar eftir 21 sigrar á rað í vetur. ÍF hevur tó áður givið SÍ høvuðbrýggj, so hvør veit? Finalan hjá monnum byrjar klokkan 17.

  • Loyvt at dopa seg á “Víðkaðum leikum”

    Tá ið Enhanced Games, Víðkaðir leikir, byrja í Las Vegas í USA um ein mánaða er loyvt hjá teimum 50 ítróttafólkunum at dopa seg við øllum hugsandi stimbrandi evnum.

    Á ítróttastevnuni verða millum annað svimjararnir Cody Miller, Benjamin Proud, James Magnussen og Shane Ryan . Eisini eru íslendski vektlyftarin, Hafþór Júlíus Björnsson, og rennarin Fred Kerley við.

    Tað eru stórar peningarupphæddir at vinna, hálv millión dollarar í hvørjari grein, umframt 1 millión dollarar fyri at seta heimsmet .

    Íðkararnir eru tó ikki heilt frítt settir frá læknaligum eftirliti. Fyrireikararnir gjørdust bangnir um heilsuna hjá íðkarunum og um løgligu avleiðingarnar. Tí verður bert loyvt at brúka evni, sum eru góðkend til sjúklingaviðgerð av amerikansku heilsumyndugleikunum.

  • Ensk feløg vraka VAR

    Feløgini í næstbestu, triðbestu og fjórðbestu ensku fótbóltsdeildunum hava vrakað uppskotið at innføra VAR í deildirnar, skrivar BBC.

    Feløgini siga nei til eina VAR‑skipan, har hvør venjari skal kunna krevja, at tvær støður í einum dysti verða mettar av VAR.

    Hetta er ein skerd útgáva av VAR, sum krevur minnið at seta í verk.

  • Skoraðu sigursmálið móti Georgia í seinastu løtu

    Kvinnulandsliðið í fótbólti vann í dag 1-0 móti Georgia á Tórsvølli.

    Innskifta Anna Brændstrup skoraði málið í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, og so kundu føroysku kvinnurnar og tey 700 viðhaldsfólkini á Tórsvølli frøast um trý stig í HM-undanbólki 4 í deild C.

    Dysturin var javnur við fáum málmøguleikum. Føroya vóru leikliga nakað omaná, og fingu løn fyri stríði í yvirtíðini.

    Føroyar eru í bólki saman við Grikkaland og Georgia. Føroya hava tapt báðar dystirnar móti Grikkalandi. Seinasti dysturin hjá Føroyum verður spældur 6. juni í Georgia.

    Dysturin á uefa.com

    Stigatalvan í HM-undanbólki 4 í deild C

  • Føroysku metini fella fyri Juliani – Í gjár tók hann metið á 10 kilometrum

    Føroysku metini fella fyri Juliani – Í gjár tók hann metið á 10 kilometrum

    Julian Gregersen úr rennifelagnum Treysti í Klaksvík setti leygardagin nýtt føroyskt met á 10 kilometra teininum í Aarhus.

    27 ára gamli rennarin hevði áðrenn kappingina sett sær fyri at taka gamla metið hjá Alberti Marna Joensen frá 1994, og tað eydnaðist.

    Julian brúkti 30 minuttir og 42 sekund., og tað eru 14 sekund skjótari enn metið, sum Albert Marni somuleiðis setti í Århus fyri meira enn 30 árum síðan.

    Frælsur Ítróttur Føroyar skrivar, at góða tíðin og metið skal eisini síggjast út frá tí, at bæði grús og brekkur vóru á teininum. Í einum sera sterkum felti í Aarhus, endaði Julian nummar 18.

    Metið á 10 kilometrum er enn eitt met í røðini hjá Julian. Hann hevur í fjør og í ár tikið metini á 1500 metrum, á 5 kilometrum á breyt og á vegi, í hálvmarathon, og fyrr í ár tók hann eisini legendariska marathonmetið hjá Absalon Hansen frá 1988, tá ið hann rann 2:21:30 í Valencia.

    Julian Gregersen hevur harvið veruliga runnið seg inn í føroyska ítróttasøgu seinasta hálvtannað árið.

  • Ókendi skotin vann hjørtuni á Anfield við ikoniskum rennitúri

    Flestu viðhaldsfólk hjá Liverpool mundu ivast eitt sindur, tá ið ein nærum ókendur 23 ára gamal skotskur vinstri bakkur var keyptur bíliga frá Hull á sumri 2017.

    Men tá ið hann ein januardag í 2018 við einum ikoniskum rennitúri(sæst niðast í greinini) trýsti alla verjuna hjá Manchester City í botn púra einsamallur, vóru viðhaldsfólkini á Anfield seld. Liverpool vann 4-3, og restin er søga.

    Les meira
  • H71 tapti fyri Kyndli, men vann grundspælið

    Burndeildin: H71 – Kyndil 33-36 (14-14)

    Hóast menninir hjá H71 í kvøld tapu 36-33 fyri Kyndli heima í Hoyvíkshøllini, so er H71 vinnari í grundspælinum.

    Dysturin í kvøld var sera javnur, men seinastu fimm minuttirnar dróg Kyndil frá.

    Fyri H71 skoraði Boas Ellefsen á Skipagøtu 10 mál og tað sama gjørdi William Skovsager hjá Kyndli.

    Hetta var seinasti dysturin hjá báðu liðum í grundspælinum, og hóast hini liðini hava ein dyst eftir at spæla, so er greitt, at H71 endar nummar eitt í grundspælinum og Kyndil nummar tvey, Tað merkir, at bæði hesi liðini koma beinleiðis í hálvfinalurnar. Júst hesi bæði liðini spældu FM-finalurnar í fjør, og tá gjørdist Kyndil føroyameistari.

    Dómaraseðilin á hsf.fo

    Les meira um bestu deildinia í manshondbólti
  • Tíðargrein: Eitt ár er long tíð í fótbólti

    Á myndini sæst, at hýrurin var frálíka góður í góðveðrinum uttan fyri Anfield, tá ið eg fyri einum lítlum ári síðan ári síðan var eg so heppin at vera til staðar á Anfield saman við øðrum limum í Liverpool Føroyum, tá ið Liverpool hølvaði Tottenham av og tryggjaði sær meistaraheitið. Størsta fótbóltsupplivilsi í lívinum.

    Nú ellivu mánaðir seinni var Tottenham aftur á vitjan, og við dystarlok hoydust buhróp frá heimaáskoðarunum og fleiri vóru longu rýmdir.

    Ja, eitt ár er sanniliga long tíð í fótbólti.

    Les alla tíðargreinina
  • Svenski Duplantis heimsmet fyri 15. ferð

    Svenski Duplantis heimsmet fyri 15. ferð

    Svenska superstjørnan Armand Duplantis hevur sett nýtt heimsmet í stangarlopi fyri 15. ferð.

    26 ára gamli Duplantis sendi seg av stongini 6,31 metrar upp í luftina í síni egna kapping, Mondo Classic, í Uppsala í Svøríki.

    Hann manglar nú bert tvey met, so hevur hann sett eins nógv met, sum legendariski ukrainin Sergej Bubka, sum setti 17. heimsmet seinast í farnu øld.

  • Kiplimo tók heimsmetið í hálvum matathon aftur

    Kiplimo tók heimsmetið í hálvum matathon aftur

    Jacob Kiplimo úr Uganda tók sunnudagin heimsmetið í hálvum maraton aftur, tá hann rann 57 minuttir og. 20 sekund í Lisboa í Portugal.

    Við eini miðalferð á 22,08 kilometrar um tíman setti 25 ára gamli rennarin nýtt heimsmet.

    Kiplimo legði gróthart út og hevði tað eitt sindur tyngri seinastu helvt, men kortini bøtti hann um metið hjá eteopiska Yomif Kejelcha frá 2024 við tíggju sekundum.

    Kiplimo tók eisini heimsmetið í 2021, tá hann rann 57.31 í somu rutu í Lisboa. Í 2025 rann hann 56.42 í Barcelona, men tað heimsmetið bleiv kolldømt, tí hann fekk ólógliga hjálp.

    Mett verður, at Kiplima kann gerast fyrsti rennarin nakrantíð at renna eitt marathon undir tveir tímar.

  • KÍ vísti vágamonnum ongar náðir og setir beina kós móti FM

    KÍ vísti vágamonnum ongar náðir og setir beina kós móti FM

    KÍ var undan kappingini av teimum flestu mett sum stórfavorittur at endurvinna føroyameistaraheitið, og eftir fyrsta dysti vestri í Sørvági móti 07 Vestur mugu teir metast sum upp aftur størri favorittar. KÍ gjørdi ikki mætari enn at hølva 07 Vestur av 5-1.

    Eitt gott korter var spælt, tá ið Filip Brattbakk legði klaksvíkingar fram um, og longu í 25. minutti avgjørdi Daniel Johansen dystin, tá ið hann sendi eitt langskot í málið, eftir hornasparksupplegg frá Árna Frederiksberg.

    Í seinna hálvleiki gjørdi KÍ skjótt av, og tá ið sjey minuttir vóru spældir, høvdu Patrik Johannesen við tveimum málum og Árni Frederiksberg lagt KÍ fram um 5-0.

    Vágamenn pyntaðu um úrslitið, tá ið Jasper van der Heyden skoraði til 5-1.

  • Niels, Jaspur og Beinta runnu 46 og 82 kilometrar í fjøllunum á Gran Canaria

    Í gjár runnu havnarmaðurin, Niels Poulsen, og toftamaðurin, Jaspur Højgaard 82 kilometrar lendisrenning í rennikappingini, Transgrancanaria, sum verður runnin á Gran Canaria. Eisini rann Beinta Napoleonsdóttir 46 kilometrar.

    Niels Poulsen brúkti 13 tímar 34 minuttir og 33 sekund um teinin, meðan Jaspur brúkti 14 tímar, 26 minuttir og 36 sekund.

    Beinta brúkti 8 tímar 15 minuttir og 10 sekund um teir 46 kilometrarnar.

    82 kilometrateinurin, sum kallast “Advanced”, er ein sera krevjandi teinur og er góðar 4000 hæddarmetrar.

    Byrjað verður í fjallabygdini Teror, og síðan gongur leiðin gjøgnum bæði skóg, vulkanlendi og krevandi brekkur, áðrenn rennararnir enda í hitanum í Maspalomas.

    Transgrancanaria er ein av størstu ultrakappingunum í Evropa og hevur verið hildin síðan 2003.

    Kappingin savnar fleiri túsund rennarar úr øllum heiminum, og er kend fyri sítt skiftandi landslag og hørðu treytirnar, sum seta stór krøv til bæði tol og styrki. Umfram 82 kilometra teinin, ber eisini til at renna 46 kilometrar og longsti teinurin er heilar 126 kilometrar

  • Bjørk og Julian vunnu enn einaferð

    Bjørk og Julian vunnu enn einaferð

    Sjeynda umfar í MBM vetrarkappingini varð runnið við Kerjar í Havn leygarmogunin.

    Byrjað var við frítíðarskúlan Spíran við Rossafjósini í Havnardali, og runnir vóru 9 kilometrar í Havnardali og eftir gøtuni runt Vesturvarða.

    Skjótast hjá kvinnunum var Bjørk Herup Olsen við tíðini 40:30.8, og hjá monnunum var Julian Gregersen skjótastur við tíðini 30:54.1.

    Kappast var eisini í ymsum aldursbólkum, og her síggjast úrslitini.

    Samlaða støðan

    Mynd: Bragdið

  • Føroyskt stjørnuskot heim til Føroya og Víking

    Føroyskt stjørnuskot heim til Føroya og Víking

    Víkingur boðar frá, at 18 ára gamli Aron Benjaminsen hevur skrivað undir trý-ára sáttmála við felagið.

    Strandingurin, kemur beinavegin heim úr norska Kristiansund, har hann hevur verið í tvey ár. Hann hevur vant nógv við besta liðnum og spælt við næstbesta.

    Aron er uppvaksin á Skála og hevur longu umboðað føroyska U21-landsliðið. Hann er sonur fyrrverandi landsliðsleikaran Fróða Benjaminsen, sum var føroyameistari við Víkingi í 2017.

    Eisini eitt annað stjørnuskot, 18 ára gamli Dávid Reynheim, er komin heim til Føroya og KÍ hetta kappingarárið.

  • Fyrrverandi estlendskur landsliðsleikari til HB

    Fyrrverandi estlendskur landsliðsleikari til HB

    Tað hevur ljóðað, at HB skal styrkja álopspartin, og nú hevur felagið tryggjað sær 26 ára gamla estlendska áleyparan, Erik Sorga.

    Hann hevur spælt 31 landsdystir fyri Estland og skorað 4 mál.

    Sorga hevur eisini royndir úr MLS við D.C. United, úr niðurlendska VVV-Venlo, svensku IFK Göteborg og bulgarsku Lokomotiv Plovdiv.

    Seinastu tíðina hevur hann spælt í Aserbadjan fyri Sumgayit og í Vietnam fyri Ho Chi Minh City.

    Sambært Transfermarkt skoraði hann nógv mál, sum ungur leikari, men seinnu árini hava málini verið færri í tali.

  • Marita nýggjur aðalskrivari í ÍSF og gevst sum forkvinna í B36

    Marita nýggjur aðalskrivari í ÍSF og gevst sum forkvinna í B36

    Ítróttasamband Føroya boðar í dag frá, at Marita Debess Magnussen, er nýggjur aðalskrivari í ÍSF. Marita tekur við 1. mai, tá ið Petur Mittún leggur frá sær.

    Samstundis er eisini greitt, at hon gevst, sum forkvinna í B36. Tað segði í samrøðu við FM1, har hon staðfesti, at tað ber ikki til at vera bæði tað og aðalskrivari í ÍSF.

    Hon er 50 ára gomul og hevur drúgvar royndir úr almenna, privata vinnulívinum og ítróttinum.

    Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í ÍSF, sigur, at áhugin var stórur, og at Marita hóskar sera væl til profilin, sum søkt varð eftir..