• Hanus bjargaði Baltic Cup

    Manslandsliðið í fótbólti vann í dag bronsudystin í venjingarkappingini Baltic Cup 1-0 móti Lettlandi.

    Innskifti Hanus Sørensen skoraði málið í seinna hálvleiki eftir góða sending frá Jóannesi Bjartalíð. Hanus lat seg úr troyggjuni, og við teksti á troyggjuni innanfyri ognaði hann málið systir síni, sum hevur krabbamein.

    Hanus hevur nú skorað fimm mál fyri Føroyar og nærkast spakuliga málmetinum á tíggju mál, sum Rógvi Jacobsen og Klæmint Olsen deila sínamillum.

    Dysturin í dag var eins og ósigurin fyri Estlandi leygardagin ein typiskur vinardystur. Tað hendi millum lítið og einki. Men málið og sigurin bjargaðu føroysku æruni. Petur Knudsen sendi eisini eitt gott fríspark á stongina.

    Í heyst skulu Føroyar spæla Nations Cup móti Moldova, Slovakia og Kasakstan.

    Mynd: Hans Erik Danielsen – fsf.fo

  • Oddmar Færø farin 62 ára gamal

    Fyrverandi landsliðsleikarin í fótbólti, Oddmar Færø, er deyður 62 ára gamal.

    Hann var ein av okkara frægu fótbóltsleikarum í 80’árunum, og sambært FaroeSoccer náddi hann í 1993 at spæla ein almennan landsdyst, eftir at føroyskur fótbóltur fekk millumtjóða góðkenning. Umframt spældi hann eisini fýra landsdystir fyrst í 80’árunum.

    Oddmar var sera evnaríkur og var millum annað tikin út til danskt ungdómslandslið saman við ongum minni enn Michael Laudrup. Hann spældi eisini við Glostrup IC í Danmark.

    Seinni valdi hann tannlækna­yrkið, men spældi tó við B36 og vann FM við B68 í 1992.

    Oddmar Færø er partur av einari heilt serligar ættarsøgu í føroyskum fótbólti.

    Pápi Oddmar, sum eisini æt Odmar við einum d, var eisini góður fótbóltsleikari og landsliðsleikari, og sonur Oddmar, sum sjálvandi eitur Odmar vi einum d, hevur nú í mong ár verið fastur á landsliðnum og er tað framvegis.

    Grein um teir tríggjar á fsf.fo


    Ivan Eginsson Eysturland hevur skrivað hesi orðini um Oddmar Færø út á Facebooksíðuna World Cups & Euros 1970-1998

  • Kann gerast torført at fáa atgongumerki til HM-dystirnar hjá Føroyum

    Kann gerast torført at fáa atgongumerki til HM-dystirnar hjá Føroyum

    Hondbóltssamband Føroyar hevur í dag sent út hesa kunning um atgongumerki til dystirnar hjá Føroyum til HM-endaspælið í Týsklandi í januar 2027, tá ið nógvir føroyinar ætla sær avstað.

    Les meira
  • Myndir frá Tórshavn Marathon

    Her eru myndir frá Tórshavn Marathon, sum var runnið í gjár.

    Myndirnar eru tiknar í startinum, úti á rutini og tá ið rennarar á mál.

    Síggj myndirnar
  • Tveir nýggir meistarar í French Open

    Týski Alexander Zverev vann í dag French Open eftir eina finalu, sum tók heili fýra tímar á grúsinum í París. Hann vann 6-1, 4-6, 6-4, 6-7 og 6-1 móti italienska Cobolli. 29 ára gamli Zverev vann harvið endiliga sín fyrsta stóra sigur.

    Í gjár vann 19 ára gamla Mirra Andreeva úr Russlandi sítt fyrsta grand slam heiti, tá ið hon vann 6-3, 6-2 á Chwalinska, sum kom heilt úr kvalifikatiónini og í finaluna.

  • Eriksen small aftur um á vøllinum

    Danski landsliðsleikarin, Christian Eriksen, small um í kvøld í venjingardystinum móti Ukraina í Odense. Dysturin varð steðgaður beinanvegin, og bæði danskir og ukrainskir spælarar gjørdu ring um hann.

    Hann fekk skjóta hjálp og reisti seg aftur eftir einari løtu. Hann gekk sjálvur av vøllinum.

    Danska fótbóltssambandið boðar frá, at hann er við vit og hevur tað gott eftir umstøðunum. Hann varð koyrdur á sjúkrahús til nærri kanningar.

    Støðan minti nógv um tilburðin í EM í 2021, tá ið Eriksen eisini small um og fekk innbygdan ein hjartakvikil.

    Dysturin móti Ukraina verður ikki spældur liðugur, og liðið er sjálvandi nógv ávirkað av hendingini.

  • Týskur og svenskur vinnari í Tórshavn Marathon

    Tórshavn Marathon varð í dag runnið í Havn, inn eftir Kaldbaksfirði, til Kaldbaks og aftur til Havnar.

    Umleið 700 rennarar runnu teir fimm teinarnar. 180 teirra tann klassiska 42 kilometra langa marathonteinin.

    Hinir teinarnir vóru hálvt marathon renning, hálvt marathon til gongu, 10 kilometrar og 5,5 kilometrar.

    Hjá monnunum vann týskarin, Raoul Jankowski, marathonteinin við tíðini 2 tímar 43 minuttir og 25 sekund Hann hevur áður vunnið Tórshavn Marathon fýra ferðir og setti í 2022 rutumet á 2:35:11.

    Nummar tvey gjørdist Rógvi Kárason úr Bragdi við tíðini 2:43:56, sum er skjótasta føroyska tíðin í Tórshavn Marathon nakrantíð. Triðjur um mál kom Torbjørn Hentze somuleiðis úr Bragdi við tíðini 2:57:56.

    Skjótasta kvinnan var Frida Södermark úr Svøríki við tíðini 3:23:36. Á øðrum plássi kom Valborg Heinesen úr Bragdi við tiðini 3:30:23, og nummar trý var Marita Andrasardóttir úr Bragdi við tíðini 3:32:40.

    Tórshavn Marathon er eisini FM í Marathon. Tí eru Rógvi Kárason og Valborg Heinesen føroyameistar í marathon 2026.

    Kappingarnar í hálvum marathon vunnu hjá monnum Oliver Granhøj úr Bragdi við tíðini 1:22:52, og hjá kvinnum vann Bjørk Herup Olsen við tíðini 1:37.01.

    354 útlendskir rennarar úr 34 londum vóru við í Tórshavn marathon í dag. Teir vóru millum annað úr fjarskotnum londum sum Singapor, Kasakstan, Filipsoyggjum, Brasil og Meksiko.

    Elsti marathonrennarin var 74 ára gamla Karin Baldwin úr USA.

    Ítróttafelagið Bragdið hevur í nærum eitt ár fyrireikað hendan stóra dagin, og eini 100 sjálvboðin hava hjálpt við teimum mongu uppgávunum.

    Tórshavn Marathon hevur verið runnið síðan 2003. Men var avlýst í 2020 og 2021 av koronasmittuni.

  • Tórshavn Marathon í dag klokkan 13 – Far út og stuðla rennarunum

    Tórshavn Marathon verður í dag runnið í Havnargøtum, inn eftir Kaldbaksfirði og til Kaldbaks. Byrjað verður niðri í Vágsbotni klokkan 13.00.

    Umleið 700 rennarar fara at renna teir fimm teinarnar, 180 teirra marathon.

    Hinir teinarnir eru hálvt marathon renning, hálvt marathon til gongu, 10 kilometrar og 5,5 kilometrar.

    Fremstu føroyingarnir í Marathon verða føroyameistarar.

    Í ár eru 354 útlendskir rennarar úr 33 londum við í Tórshavn marathon.

    Týskarin, Raoul Jankowski, setti rutumetið í 2022, tá ið hann brúkti 2 tímar 35 minuttir og 11 sekund um teinin. Hann er við aftur í ár.

    Runnið verður úr Vágsbotni, yviri við Strond, eftir Ringvegnum niðan til R.C. Effersøesgøtu, oman til Skansan og so aftur yviri við Strond, Hvítanesvegin og norðureftir.

    Vendipunktið til hálvt marathon er beint áðrenn Sund og tey, sum renna heilt marathon, renna til Kaldbaks og sama veg heim aftur. Komin til krossin Hvítanesvegur/Ringvegur, skal aftur rennast yviri við Strond og so beina leið oman í Vágsbotn.

    Ítróttafelagið Bragdið skipar fyri Tórshavn Marathon. Eini 100 sjálvboðin hava fyrireikað tiltakið.

    Tórshavn Marathon hevur verið runnið síðan 2003. Men var avlýst í 2020 og 2021 av koronasmittuni.

    Her ber til at síggja Tórshavn marathon ruturnar og frá klokkan 13.00 fylgja við júst, hvar rennararnir eru: https://luttaka.com/event/tm2026/map

  • Føroyar taptu fyri Estlandi

    Føroyar taptu fyri Estlandi

    Føroyar taptu í dag 1-0 í vinardystinum í Baltic Cup móti Estlandi. Hetta var triðja tapið á rað í kappingini.

    Estland skoraði í 66. minutti, tá Tony Varjund setti verjuna av við skotfintu og sendi bóltin í stongina og inn. Føroyar høvdu fáar royndir í fyrra hálvleiki, hóast Árni Frederiksberg hevði góða roynd útifrá.

    Beint áðrenn og beint aftaná málið komu okkara fram til møguleikar, men síðsti neyvleikin manglaði, og tað eydnaðist ikki at javna.

    Áki Samuelsen spældi sín fyrsta landsdyst, tá ið hann var skiftur inn seinasta hálvan tíma.

    Nú skulu Føroyar mánadagin spæla um triðja plássið móti Lettlandi.

    Dysturin á dystir.fo

  • Kvinnulandsliðið vendi dystinum

    Kvinnulandsliðið vendi dystinum

    Kvinnulandsliðið í fótbólti var aftanfyri bæði 1-0 og 2-1. Kortini eydnaðist at vinna HM-undandystin á útivølli móti Georgia 3-2 við tveimum málum seinastu minuttirnar.

    Georgia legði seg á odda við brotssparki. Beint fyri hálvleik javnaði Brá Zakariasardóttir. Eftir steðgin kom Georgia aftur á odda, og 2-1 sá út at gerast úrslitið.

    So varð Birita Ryan feld í hornasparksstøðu. Tórunn H. Joensen skoraði brotssparkið í 87. minutti. Í 90. minutti avgjørdi innskifta Tóra Mohr eftir innlegg frá innskiftu Eydnu Dalheim.

    Føroyar vunnu 3-2 og enda nummar tvey í bólkinum við seks stigum. Í næstu viku gerst greitt, um kvinnurnar sleppa at spæla røkkstøkkdystir um at koma til HM-endaspælið í Brasil komandi summar. Tað veldst um úrslit hjá øðrum londum.

  • Hákun og Füchse nærum tryggjað sær Champions League

    Hákun og Füchse nærum tryggjað sær Champions League

    Tað skal veruliga vilja illa til, um Füchse Berlin og Hákun West av Teigum ikki skulu spæla Champions League-hondbólt komandi kappingarár. Um tað skal henda, skulu teir tapa við fleiri enn 30 málum móti Flensburg-Handewitt í seinasta dystinum hetta kappingarárið í Berlin sunnudagin.

    Füchse vann í kvøld 39-28 móti Melsungen á útvølli. Í hálvleikinum var støðan 18-16 til Füchse. Hákun skoraði trý mál tíðliga í dystinum.

    Füchse skal eisini spæla final 4 í Champions League vikuskiftið 13. og 14. juni.

  • Óli og GOG vunnu bronsuna

    Óli og GOG vunnu bronsuna

    Við greiðum sigri á Mors‑Thy tryggjaði GOG sær bronsuna í bestu donsku deildini. Kappingarárið hjá Óla Mittún fekk harvið ein góðan enda.

    GOG vann í kvøld 35-29 í Thy høllini. Í steðginum var GOG á odda 15-13. GOG vann eisini fyrra dystin 38-31 og tók bronsuna 2-0.

    Óli skoraði tvey mál og legði upp til heili átta mál.

  • Iraola skal venja Liverpool

    Iraola skal venja Liverpool

    Tað hevur verið meira ella minni greitt í nakrar dagar, og í kvøld váttar enska stórfelagið Liverpool FC, at 43 ára gamli spaniólin Andoni Iraola er nýggjur høvuðsvenjari í felagnum. Hann tekur við eftir Arne Slot, sum varð sendur til hús í seinastu viku.

    Iraola hevur í trý ár vant Bournmouth í bestu ensku deildini og hevur við undirhaldandi og orkumiklum fótbólti ført felagið til bestu úrslini nakrantíð. Í júst farna kappingarárið gjørdist Bournmouth nummar seks.

    Iraola spældi nærum alla yrkisleiðina í Athletic Bilbao, og sum venjari hevur hann millum annað vant Rayo Vallecano.

  • Noreg søguliga gott úrslit í HM í íshokki

    Norðmenn eru ovurfegnir, tí íshokkilandslið vann bronsu í HM, eftir at hava vunnið bronsudystin 3-2 móti ongum minni enn Kanada eftir umdyst.

    HM-kappingin í Sveis gjørdist ein søgulig sólskinssøga hjá norsku íshokkimonnunum. Hetta var fyrsta ferð, at Noreg yvirhøvur vann eitt HM‑heiðursmerki.

    Noreg sló risar sum Svøríki og Kekkiu út á vegnum og spældi seg heilt til hálvfinaluna har teir tó taptu 6‑0 móti vertunum úr Sveis..

    Heima í Noregi verður hetta sæð sum byrjanin upp á eina nýggja tíð har landsliðið aftur kann kappast við tey bestu.

  • Tór‑Ingar venjari hjá 07 Vestur

    Í gjár boðaði 07 Vestur frá, at venjarin Michael Schønberg er sendur til hús, og í kvøld boðar 07 frá, at tað verður Tór‑Ingar Akselsen, sum tekur yvir sum høvuðsvenjari

    Hann hevur verið hjálparvenjari og eisini venjari hjá næstbesta liðnum við uppflyting úr 2. upp í 1. deild.

    Tór‑Ingar hevur spælt meira enn 200 dystir fyri felagið og kennir væl til arbeiðið kring besta liðið

    07 Vestur sigur, at setanin er í tráð við langtíðarætlanina, har felagið vil menna lokalar leikarar.

  • Vingegaard søguligur við sigri í Giro de Italia

    Danski súkklarin, Jonas Vingegaard, gjørdist í dag søguligur, tá ið hann vann stóru súkklukappingina Giro de Italia. Harvið er hann tann áttandi at vinna allar tríggjar kappingarnar í Grand Tour, Giro d’Italia, Tour de France og Vuelta a España.

    Hann kom í mál í Roma í ljóðsareyðu føraratroyggjuni og gjørdist greiður vinnari.

    Vingegaard hevur vunnið Tour de France tvær ferðir, Vuelta a España í heyst og nú eisini Giro de Italia.

    Í Italia hevur eingin verið nær honum serliga í mótbrekkunum. Hann vann fimm teinar, hóast hann varraktur av sjúku.

  • Pætur aftur í B36 – Ein annar áleypari fer

    B36 boðar í kvøld frá, at Pætur Petersen kemur aftur í felagið og verður tøkur, tá flytingarvindeygað letur upp 15. juni

    Pætur var orkuríkur áleypari í B36 í fjør. Hann valdi í vetur at fara til Danmarkar at spæla fyri Hillerød, har tað hevur verið ógvuliga avmarkað við spælitíð.

    Hann fær nummar 11 á ryggin, tí Torgeir Børven samstundis gevst í B36. Hann spældi sín seinasta dyst á Toftum í gjár har hann skoraði og vann brotsspark

    Børven fer av persónligum ávum aftur til Noreg. Hann spældi 14 dystir og skeyt seks mál fyri B36.

  • Adrian og Horsens flyta upp í Superliguna

    Adrian og Horsens flyta upp í Superliguna

    Adrian Justinussen spældi nærum allan dystin, tá ið Horsens í dag vann 1-0 á Kolding á heimavølli og harvið tryggjaði sær uppflyting í bestu donsku deildina, Superliguna.

    Fyri nøkrum umførum síðan var lítið, sum bendi á at Horsens, sum hevur amerikanskan eigarar, fór at flyta upp.. Men við góðum úrslitum seinastu vikurnar kom Horsens upp á annað plássið, sum gevur uppflyting.

    Adrian skifti frá Hillerød til Horsens um ársskiftið, og nú verður spennandi hvønn leiklut hann fer at at hava í Superliguni,

  • Takk fyri 20. meistaraheitið – Hvat nú?

    ,

    Tað kókaði á og uttanfyri Anfield sunnudagin 27. apríl 2025. Í fagrasta sólskynsveðri vunnu Liverpool og Arne Slot 20. meistaraheitið í søgu felagsins.

    Eitt ár seinni er Arne Slot sendur til hús eftir eitt misseydna kappingarár.

    Meistaraheitið kunnu vit ongantið taka frá honum, og hann skal fáa allan tann heiður hann hevur uppiborið fyri meistaraheitið, sum hevur verið alt ov sjáldsamt seinastu 35 árini.

    Taktiskt snildni við fáum broytingum gjørdi Liverpool til meistarar 2025. Men eftir nógvar broytingar seinasta summar fótaði liðið sær ongantíð aftur, og tað var heldur ongantíð nakað, sum bendi á, at Slot fór at megna at venda keðiligu gongdini.

    Slot hevði verið undir stórum trýsti frá byrjan næsta kappingarár. Nú verður tað í staðin onkur annar venjari, sum verður undir stórum trýsti.

    Spaniólin, Andoni Iraola, verður mettur at vera besta boðið. Hann hevur við undirhaldandi og orkumiklum fótbólti gjørt Bournmouth til eitt topplið í Premier League, sum mundi tikið plássið í Champions League frá okkum. So er spurningurin bara um hann klárar at taka stigið upp at venja eitt av heimsins størstu feløgum. Tað er nógvir venjarar, sum ikki hava klárað tað.

    So kunnu vit eisini droyma stórt um Luis Enrique ella uppaftur størri um Pep Guardiola ella kanska, at Ulla ynskir at flyta aftur til Merseyside. Tað hendir neyvan nakað av hesum, og væntandi skulu vit ikki bíða leingi, so frættist hvør skal stjórna okkara monnum næsta kappingarár.

    Úrslit kann eingin garantera. Men vit kunnu í minsta lagi forlanga meira undirhaldandi fótbólt, sum vit tíma at hyggja eftir.

  • Schjønberg liðugur í 07 Vestri

    07 Vestur boðar í kvøld frá, at felagið er komið ásamt við venjaran, Michael Schjønberg, at enda samstarvið.

    Schjønberg kom aftur til 07 Vestur tíðliga seinasta kappingarár, eftir at 07 hevði eina sera vánaliga byrjan upp á kappingarárið. Hann vendi gongdini og vágamenn bjargaðu sær undan niðurflyting í seinasta umfari.

    Higartil í ár hava úrslitini ikki verið serliga góð, og 07 Vestur er aftast í Mestaradeildini, Í gjár taptu teir 2-1 á Skála.

    Michael Schjønberg spældi í 90’árunum á danska landsliðnum og var eisini týskur meistari við Kaiserslautern.

  • Einki mál og lítið undirhald

    Meistaradeildin menn
    HB – Víkingur 0-0 (0-0)

    Besti maður á vøllinum í Gundadali í dag var dómarin. Hann dømdi ein feilleysan dyst, og tað var nú heldur ikki so torført, tí liðini bæði HB og Víkingur vóru ógvuliga spøk og tannleys í sínum spæli.

    Tað var torført at síggja, at hesi bæði liðini hava verið partur av oddinum í føroyskum fótbólti seinnu árini.

    Í fyrra hálvleiki var einasti glottin á vøllinum Aron Benjaminsen, sum voldi verjuni hjá HB stórar trupulleikar við sínum avbjóðandi spælistíli, tá ið hann úr høgru síðu rak við vinstra beininum inn í vøllin. Tvær ferðir rakti hann stongina, og tað var í tí stóra heila tað sum hendi í fyrra hálvleiki.

    HB fekk álopsliga als einki at hanga saman fyri steðgin. Miðvøllurin megnaði als ikki at halda upp á bóltin. Tí var mest vandi á ferð, tá ið bólturin var sparkaður fram. Í heilt fáum førum var eisini eitt lítið sindur vandamikið framman fyri málið hjá Víkingi.

    Fyrst í seinna hálvleiki var besta løtan hjá HB. Tað riggaði at leggja trýst á Víking langt frammi á vøllinum, og tað spurdust nakrar góðar støður burtur úr. Men veruligur vandi var ikki ár ferð.

    HB hevði eisini nógvar deyðbóltar, men tað eru lítið veiggj í bæði fríspørkum og hornaspørkunum, sum Dan í Soylu øll somul sendi í alt ov bleytan boga inn móti málinum hjá Víkingi. Bleyt fríspørk eru eingin hóttan í dagsins fótbólti, og eru alt ov løtt hjá málverja og verju at rudda burtur. Eitt sindur løgið, at HB ikki hevur onkran annan møguleika enn lata Dan taka deyðbóltarnar.

    Móti endanum av dystinum var Víkingur tættast við at vinna dystin. Fyrst fekk Jørgen Nielsen ein rimmar møguleika, tá ið hann slapp at skjóta púra leysar, tá ið Víkingur lættliga slapp at spæla seg fram í vinstru síðu. Eisini hevði Sølvi Vatnhamar ein góðan møguleika, tá ið hann skallaði við nærmastu stong.

    HB hevði sínar bestu møguleikar heilt móti endanum. Fyrst Dan sum ikki fekk ordiliga skot á, og síðan Ási Dam, men Bárður á Reynatrøð gjørdi vinkulin lítlan og bjargaði.

    Dysturin á dystir.fo

    Stigatalvan á dystir.fo

  • Liverpool sendir Slot til hús

    Liverpool sendir Slot til hús

    Enska stórfelagið Liverpool boðar í morgun frá, at Arne Slot fer frá sum høvuðsvenjari og hetta hendir beinanvegin. Felagið sigur, at arbeiðið at finna ein nýggjan venjara er byrjað.

    Slot tók yvir sum venjari í Liverpool í juni í 2024 og vann beinanvegin 20. meistaraheitið hjá mest vinnandi felagnum í enskum fótbólti. Hann førdi eisini liðið í Carabao Cup finaluna.

    Júst farna kappingarár gjørdist eitt stórt skuffilsi hjá Slot og Liverpool, hóast felagið brúkti nógvar pengur upp á nýggjar leikarar, millum annað týska stjørnuleikaran Florian Wirtz og svenska stjørnuáleyparan Alexander Isak.

    Liverpool sigur, at avgerðin var torfør. Men at broyting er neyðug fyri at føra felagið víðari.

  • CL: Finalan millum tann góða og keðiliga fótbóltin

    CL: Finalan millum tann góða og keðiliga fótbóltin

    Í kvøld klokkan 17.00 verður finalan í Champions League spæld í Budapest. Verandi meistari PSG umboða tað góða spælið, meðan Arsenal umboðar eitt nýtt rák við mongum deyðbóltum og ofta keðiligum spæli.

    Fyri tíðina fer fótbólturin tann vegin, at alsamt fleiri lið spæla keðiligan fótbólt. Í Ongland hevur Arsenal gingið undan hetta kappingarárið og vanliga undirhaldandi orkufulla liðið Liverpool, hevur eisini droppað alt undirhald.

    Tí verður tað spennandi, hvør vinnur finaluna í kvøld, tann góði fótbólturin ella tann keðiligi fótbólturin.

    Tað hevur nevniliga ofta víst seg, at spælimátin hjá einum einstakum liðið, kann avirka fótbóltin í mong ár aftan á.


    Tey mongu fyrstu árini var fótbóltur undirhaldandi. Men tá ið komið var upp í 60’árini gjørdist fótbóltsspælið spakuliga meira taktiskt og verjukent. Tað rákið helt fram komandi áratíggjuni, og í 90’árini og nulluni var verjukendi fótbólturin í hæddini. AC Milan við Franco Baresi og Paolo Maldini í verjuni, nærum stongdi málið fyrst í 90’árunum, og í nullinum fingu verjukendir venjarar sum José Mourinho og Rafael Benitez góð úrslit.

    So broytti Pep Guardiola alla fótbóltsfatan við Tiki-taka-fótbóltinum hjá Barcelona, sum bygdi víðari á fótbóltstankarnar hjá Johan Cruyff.

    Í nøkur ár royndi allur heimurin at spæla Tiki-taka, til týski orkufótbólturin tók yvir við Bayern München og Týska landsliðnum.

    Síðan hevur fótbóltur á hægsta stigi verið merktur av nógvari orku og góðum bóltspæli, og bert heilt fá lið hava spælt verjukent.

    Í kvøld fáa vit so at síggja, um heldur óáhugaverdi fótbólturin hjá Arsenal fer at vinna á væl spælandi liðnum hjá PSG, og kanska venda álopssinnaða rákinum seinnu árini til meira verjukent spæl.

  • Skála vann týðandi botndystin á 07 Vestur

    Skála vann uppibornan 2-1 sigur á 07 Vestur heima á Mýruhjalla í kvøld. Øll málini komu í seinna hálvleiki. Í fyrra hálvleiki brendi Skála brotsspark.

    Gestirnir løgdu seg móti gongdini í spælinum á odda við máli frá Jonathan Flensborg, tá ið verjan hjá Skála ikki kláraði at rudda burtur.

    Skála svaraði beinanvegin aftur. Fyrst við brotssparki frá Simon Jørgensen og síðan skoraði Maxwell Effiom til 2‑1 eftir upplegg frá Markus Isaksen

    Skála hevði greiða leikliga yvirvág, fleiri góðar møguleikar og eina rúgvu av hornaspørkum.

    Við sigrinum kom Skála upp um niðurflytingarstrikuna, meðan 07 Vestur framvegis er aftast í Meistaradeildini.

    Dysturin á dystir.fo

    Stigatalvan á dystir.fo

  • David og Kári skulu venja StÍF-menninar

    David og Kári skulu venja StÍF-menninar

    StÍF boðar í kvøld frá, at felagið hevur sett nýtt venjaratoymi til menninar. David Edvardsen skal vera høvuðsvenjari og Kári Horn verður hjálparvenjari

    Báðir hava drúgvar royndir í føroyskum hondbólti.

    David kom í síni til Føroya at spæla við StÍF og hevur eisini spælt við Neistanum, Kyndli og KÍF. Hann hevur í mong ár verið ein profilur í føroyskum hondbólti bæði sum leikari og venjari.

    Kári hevur eisini nógvar royndir sum venjari. Serliga í kvinnudeildini, men seinasta kappingarár var hann hjálparvenjari hjá neistamonnum.

  • Crystal Palace vann Conference League

    Crystal Palace vann Conference League

    Enska felagið Crystal Palace vann í kvøld finaluna í UEFA Conference League 1-0 móti sponsku Rayo Vallecano. Jean‑Philippe Mateta skoraði málið tíðliga í 2. hálvleiki.

    Beint eftir sendi Crystal Palace eitt fríspark á báðar stengurnar, og retururin fór eisini á stongina.

    Rayo royndi at svara aftur, men teir ikki komu til nógvar møguleikar.

    Crystal Palace helt fast og vann 1-0 og lyfti sítt fyrsta evropeiska steyp.

    Hetta er annað árið á rað, at ensk lið vinna bæði Conference League og Europa League.

  • Adrian sendi Horsens á uppflytingarkós

    Adrian sendi Horsens á uppflytingarkós

    AC Horsens vann í dag trupla útidystin í næstbestu donsku deildini móti oddaliðnum Lyngby 2-0 eftir at Adrian Justinussen skoraði fyrsta málið.

    Málmansmistak hjá Lyngby gav Adrian ein púra leysan møguleikan, og hann legði Horsens á odda tíggju minuttir fyri hálvleik.

    Við 2-0 sigrinum er Horsens á uppflytingarkós. Teir skulu næsta sunnudag vinna seinasta dystin á heimavølli móti Kolding, so er uppflytingin í Superliguna tryggjað.

  • B36 dugir at vinna

    Meistardeildin menn
    B36 – 07 Vestur 1-0 (1-0)

    B36 vísti seg sum eitt veruligt topplið í Gundadali í dag, tá ið 07 Vestur var á vitjan.

    Allan fyrra hálvleik vóru vágamenn minst líka góðir sum B36, og gestirnir høvdu eisini nógv teir størstu málmøguleikarnar.

    Í einum føri høvdu teir tríggjar góðar møguleikar í einum. Men fyrst bjargaði Silas Eyðsteinsson, so bjargaði Símun Sólheim á strikuni, og seinasti møguleikin varð skotin upp um. Eisini hevði 07 Vestur ein púra leysan skallara, men inn fór bólturin ikki.

    Og so beint fyri hálvleik legði Boubacar Dabo hjá B36 innfyri úr vinstru síðu, og har kom Tobias Hansen og skallaði bóltin í málið.

    Tobias tók harvið av møguleikanum, nú hann byrjaði inni. Umframt at skora arbeiddi hann sera hart allan dystin og vann við síni høgu hædd nógvar luftbóltar. Eisini hevði hann onkra aðra góða atsókn.

    Í seinna hálvleiki hevði B36 nógv meira tamarhald á støðuni. Teir høvdu eisini bóltin í málinum eftir frísparksinnlegg, men av onkrari løgnari orsøk, so skuldi frísparkið takast umaftir. Á endurtøkunum hjá Televarpinum var torført at síggja hví.

    07 Vestur royndi at koma longri fram seinasta korterið, men teir skaptu ongan møguleika í seinna hálvleiki, og samanumtikið var tað í lagi, at B36 vann dystin.

    Við sigrinum vísir B36 veruliga, at teir meina tað í álvara, at teir vilja vera við í FM-stríðnum, eisini hóast lyklaleikarar sum Heini Vatnsdal og Jógvan Gullfoss eru skaddir.

    Dysturin á dystir.fo


    Hini oddaliðini vunnu eisini í dag. NSÍ vann 1-0 móti EB/Streymi á útivølli. Petur Knudsen skoraði við høvdinum. KÍ vann 2-1 móti AB, sum setti spenning í dystin móti endanum. Í Gøtu setti Skála eisini spenning í dystin, tá ið teir minkaði til 2-1, men eisini Víkingur helt stand. Harvið vunnu allir favorittarnir í dag.

    Dysturin millum B68 og HB var avlýstur av ov nógvum vindi á Svangaskarði. Hann verður spældur í morgin klokkan 18.30.

    Stigatalvan á dystir.fo

  • Eftirmeting: Endiliga er kappingarárið av – Bert heilt fáir glottar

    Seinasti dysturin hetta kappingarárið heima móti Brentford gjørdist ein spegilsmynd av elendiga kappingarárinum, sum fyri okkum Liverpoolfjepparar tíbetur endiliga er av.

    Champions League stóð upp á spæl. Troyggjurnar vóru nýggjar. Salah og Robertsen byrjaðu í sínum seinasta dysti fyri Liverpool, og eisini Alisson var við aftur. Rio Ngumoha slapp eisini at byrja, akkurát sum tey flestu ynsktu.

    Søgan var tó tann sama. Vit høvdu bóltin nógv, men bóltumgangurin var seinur, og vandin fyri at sovna frammanfyri skerminum var til staðar.

    Tann einasti á vøllinum, sum sá út til at taka dystin í álvara, var Salah, sum tyktist vilja enda ordiliga í Liverpool, eftir eitt vánaligt kappingarár. Hann var eisini besti maður, og átti næstseinasta fót á bóltinum, tá ið Jones skoraði. Hví hann skuldi takast út so týðliga, vísir bara, hvussu lítið skil er á í ár.

    Málið kom eftir skjótálop, og tað sama gjørdu hinir báðir stóru møguleikarnar. Eisini rakti Salah stongina við einum frísparki. Restin av tíðini koyrdi spælið í tómgongd.

    Heldur ikki hesuferð kláraðu vit at halda ‘nullið’. Tað hava vit bara gjørt tíggju ferðir í vetur. Tilsamans er 53 mál farin inn, og tað er tað vánaligasta, síðan farið var yvir til 38 dystir mitt í 90’arunum.

    Javnandi málið endurspeglaði verjuavrikið seinasta árið. Øll álop hjá mótstøðuliðnum gerast vandamikil. Ein avrætting, Robertson klárar ikki fram um áleyparan, og so er mál.

    Eitt vánaligt kappingarár endaði uppaftur verri. Vit vunnu ikki í fýra teimum seinastu dystunum og sóu ikki út til at tíma at vinna.

    Glottarnir síðan august kunnu teljast á einari hond. Ein góður dystur mót Real Madrid, og onkur hendinga brúkiligur dystur móti vánaligari mótstøðu í Champions Leage. Heimadysturin móti Aston Villa var eisini í lagi. Annars verða tað helst bara langskotsmálini hjá Szoboszlai, sum vit fara at minnast aftur á.

    Slot hanga vit nokk upp á summarið yvir, Men tað verður ógvuliga stórt trýst á honum frá fyrsta leikdegi í august. Spuringurin er um hann yvirlivir oktobur og novembur? Tað er lítið, sum bendir á tað í løtuni, tí tað er sjáldan, ógvuliga sjáldan, at ein venjari klárar at venda einari so vánaligari gongd.

  • Maria nýtt met á 800 metrum

    Maria nýtt met á 800 metrum

    Maria Biskopstø úr Treysti í Klaksvík hevur sett nýtt met í 800 metra renning. Tað skrivar Treysti á heimasíðuni.

    Maria rann í IFAM Outdoor í Brússel við tíðini 2 minuttir og 9,72 sekund.

    Hon tók gamla metið hjá Rebekku Fuglø á 2:10.72. Maria er fyrsta føroyska kvinnan undir 2:10.

    Í dag skal hon royna seg í 400 m rimarenning.

  • Boas og Turið ársins leikarar í hondbóltinum

    Boas og Turið ársins leikarar í hondbóltinum

    Ársins hondbóltsveitsla var í Varpinum í Klaksvík leygarkvøldið, og har vóru ársins hondbóltsheiðrar handaðir av Hondbóltssambandi Føroya.

    Hesi vórðu heiðraði í kvøld:

    Ársins leikari – Burn deildin (menn) – Boas Ellefsen á Skipagøtu, H71

    Ársins leikari – SMS deildin (kvinnur) – Turið Arge Samuelsen, Kyndil

    Ársins lið – menn – Málverji: Tórður Skorheim Guttesen, Kyndil – Vinstri vongur: Jákup Egholm, H71 – Vinstri bakkur: Boas Ellefsen á Skipagøtu, H71 – Miðja: Ovi Lützen, Kyndil – Høgri bakkur: Pauli Hentze Rasmussen, StÍF – Høgri vongur: Silas Faurholt Jacobsen, StÍF – Strika: Helgi Hildarson Hoydal, H71

    Ársins lið – kvinnur – Málverji: Gylta Djurhuus á Neystabø, Kyndil – Vinstri vongur: Sára Berg á Lag, H71 – Vinstri bakkur: Turið Arge Samuelsen, Kyndil – Miðja: Fríða Nolsøe Olsen, VÍF – Høgri bakkur: Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, VÍF – Høgri vongur: Joan Johannesen, Kyndil – Strika: Bjarta Osberg Johansen, Kyndil

    Ársins málverji – menn – Tórður Skorðheim Guttesen, Kyndil

    Ársins málverji – kvinnur – Gylta Djurhuus á Neystabø, Kyndil

    Ársins verjuleikari – menn – Helgi Hildarson Hoydal, H71

    Ársins verjuleikari – kvinnur – Bjarta Osberg Johansen, Kyndil

    Ársins áleypari – menn – Boas Ellefsen á Skipagøtu, H71

    Ársins áleypari – kvinnur – Turið Arge Samuelsen, Kyndil

    Ársins stjørnuskot – menn – Boas Ellefsen á Skipagøtu, H71

    Ársins stjørnuskot – kvinnur – Gylta Djurhuus á Neystabø, Kyndil

    Ársins venjari – menn – Djóni Gaard Joensen, H71

    Ársins venjari – kvinnur – Pether Krautmeyer, Kyndil

    Ársins toppskjútti – kvinnur – Turið Arge Samuelsen, Kyndil, 267 mál

    Ársins toppskjútti– menn Filip Jojic, VÍF, 165 mál

    Les meira á Facebooksíðuni hjá Hondbóltssambandinum

  • Harry Kane avgjørdi týsku steypafinaluna

    Enski landsliðsáleyparin, Harry Kane, er væl fyri, nú tað stundar til HM. Í kvøld skoraði hann eitt reint hatrick, tá ið Bayern München vann týsku steypafinaluna móti Stuttgart.

    Eftir málleysan fyrra hálvleik kom Kane fram til eitt innlegg frá Michael Olise og skallaði Bayern fram um.

    Seinni smekkaði hann til úr langari frástøði, og tá ið hann fekk møguleikan við brotssparki, setti hann bóltin trygt í málið.

    Kane hevur nú skorað 146 mál í 147 dystum fyri Bayern, og nú bíðar HM.

    Hann verður mettur sum eitt gott boð at vinna Ballon d’or næstu ferð. Men tað veldst helst um, hvussu Ongland og Kane fara at standa seg í HM.

  • Besti norski fótbóltsleikarin deyður – Segði nei til stóru feløgini

    Tom Lund er deyður 75 ára gamal. Her heima eru helst fá sum kenna hann. Men hann verður mettur sum tann besti norski fótbótbóltsleikarin nakrantíð, í hvussu er áðrenn Erling Haaland.

    Tom Lund spældi alla sína yrkisleiðfyri Lillestrøm frá 1967 til 1982. Hann gjørdist eitt ímynd í felagnum og í norskum fótbólti sum heild. Hann spældi 47 landsdystir og skoraði 12 mál fyri Noreg .

    Tommy, sum hann varð róptur, var kendur fyri sítt lága tyngdarpunkt, sítt kvika rykk og at vera duga líka væl við báðum beinum.

    Stóru feløgini royndu at fáa hann. Ajax vildi hava hann sum avloysara fyri sjálvan Johan Cruyff, og eisini Bayern München vísti stóran áhuga. Men Tom Lund segði nei og valdi at verða verandi í Lillestrøm . Tað gjørdi hann til eina veruliga fólkahetju.

    Hann førdi Lillestrøm inn í gulløldina við bæði meistaraheitum og steypasigrum. Hann var eisini venjari í felagnum.

    Uttanfyri Åråsen, leikvøllin hjá Lillestrøm, stendur standmyndin Steget, sum minni um tann leikaran, sum nógv í Noregi halda vera tann størsta nakrantíð .

    Síggj filmsbrotið, sum Lillestrøm hevur deilt á Facebook
  • Óli og GOG ikki í finaluna

    GOG við Óla Mittún á liðnum tapti eisini aðru hálvfinaluna móti Skanderborg Aarhuus og koma harvið ikki í finaluna um danska meistaraheitið.

    Skanderborg‑Aarhus vann í kvøld rættiliga greitt 33-26. Í steðginum var Skanderborg‑Aarhus á odda 20-18. GOG førdi leingi í fyrra hálvleiki, men mista leiðsluna beint fyri hálvleik. Í seinna hálvleiki var Skanderborg Aarhuus nógv betri og serliga málverjin, Simon Sejr, spældi sera væl.

    Óli skoraði fýra mál, umframt at spæla upp til fleiri mál og vinna okkurt brotskast.

    Nú skal Skanderborg Aarhuus við Jóhan á Plógv Hansen spæla finalur móti stjørnuliðnum Aalborg. GOG skal spæla bronsudyst móti Mors-Thy.

  • Carrick fingið fast venjarastarv í United

    Manchester United boðar í dag frá, at Michael Carrick heldur fram sum venjari hjá stórfelagnum.

    Hann hevur fingið góð úrslit, sum fyribilsvenjari síðan hann tók yvir í januar, eftir at Ruben Amorim varð koyrdur.

    Partarnir eru samdir um ein tvey ára sáttmála við møguleika fyri einum ári afturat.

    Undir leiðsluni hjá Carrick spældi liðið seg upp á 3. pláss og tryggjaði sær pláss í Champions League komandi kappingarár.

    Carrick spældi 464 dystir fyri United sum miðvallari og hevur áður verið hjálparvenjari í felagnum.

  • Guardiola gevst í Manchester City

    Manchester City váttar í dag, at venjarin seinastu tíggju árini, spanski Pep Guardiola, gevst sum venjari í felagnum.

    Hann hevur hesi tíggju árini vunnið seks ensk meistaraheiti, eitt Champions League, trý FA‑Cup, fimm League Cup og eitt heimsmeistaraheiti fyri feløg. Í ár hevur City vunnið League Cup og FA-cup, meðan teir enda nummar tvey í Premier League.

    Guardiola hevur ikki bara vunnið nógv, men verður av fótbóltsserfrøðingum mettur sum ein venjari, ið hevur ment fótbóltsspælið til heilt nýggjar hæddir.

    City heiðrar honum nú við at uppkalla nýggju landsíðuna eftir honum, The Pep Guardiola Stand, og einari standmynd uttanfyri.

    Guardiola sigur, at tíðin er komin, og at einki varir í allar tíðir.

    Enzo Maresca er sambært bretskum miðlum favorittur at taka yvir.

  • Málverji leingir við B36 til 2028

    Málverji leingir við B36 til 2028

    Silas Eyðsteinsson hevur havt eitt frálíkt kappingarár í málinum hjá B36, og er helst høvðusorsøkin til góðu úrslitini hjá felagnum.

    Fyrr í dag vara hann eisini útikin til landsliððið, og í kvøld boðar B36 frá, at Silas verður í B36 til og við 2028.

    28 ára gamli sandavágsmaðurin kom sambært FaroeSoccer til B36 í 2023, og hevur veruliga bitið seg fasta sum fyrsti málverji B36.

  • Áki spældi 35 minuttir í Allsvenskan

    Fyrr í dag var Áki Samuelsen tikin út til føroyska landsliðið fyri fyrstu ferð, og í kvøld spældi hann ein lítlan hálvleik fyri Mjällby í 1-1 javnleikinum móti Elfsborg á útivølli.

    Elfsborg legði seg fram um tíðliga í dystinum, og Mjällby janvnaði beint eftir stegðin.

    22 ára gamli hoyvíkingurin kom inn tíggju minuttir eftir stegðin og stóð seg væl og bjóðaði verjuni av nakrar ferðir.

    Mjällby er á fjórða plássi í bestu svensku deildini

    Stigatalvan í Allsvenskan

  • Hákun og Füchse mistu týðandi stig móti Vilhelm og Burgdorf

    Tað var føroyingdystur í Bundesliguni í kvøld, tá ið Füchse Berlin og Hákun West av teimum tóku móti Vilhelm Poulsen og Burgdorf.

    Füchse stríðist fyri at koma upp á annað plássið í Bundesliguni, sum gevur atgongd til Champions League næsta kappingarár. Burgdorg er mitt á stigatalvunni

    Füchse byrjaði dystin best, men skjót kom Burgdorf fyri seg og førdi 15-11 í steðginum.

    Í seinna hálvleiki javnaði Füchse beinanvegin, og so fylgdust liðini restina av dystinum.

    Tá ið farið var inn í seinasta minuttin var javnleikur 30-30, og hvørki liðið skoraði upp á sítt seinasta álop. Harvið misti Füchse eitt sera týðandi stig í stríðnum at koma í Champions League.

    Hákun hevði ein av sínum minni góðu døgum og skoraði bara eitt mál upp á fýra skot. Vilhelm, spældi fyri tað mesta í verjuni, ikki kom á máltavluna.

    Stigatalvan í Bundesliguni

  • Kvinnulandsliðshópurin til dystin móti Georgia

    Kvinnulandsliðshópurin til dystin móti Georgia

    Pætur Smith Clementsen, landsliðsvenjari hjá kvinnulandsliðnum í fótbólti, hevur tikið hesar leikarar út til HM undankappingardystin Georgia – Føroyar fríggjadagin 5. juni 2026:

    Málverjar

    • Gunva Lützen, HB Tórshavn
    • Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ Klaksvík

    Verjuspælarar

    • Julia Naomi Mortensen, HB Tórshavn
    • Rúna Jacobsen, KÍ Klaksvík
    • Birita Ryan, KÍ Klaksvík
    • Durita Hummeland, KÍ Klaksvík
    • Tórunn Højgaard Joensen, KÍ Klaksvík
    • Helga Mikkelsen, NSÍ Runavík
    • Mona Rasmusdóttir, Víkingur

    Miðvallarspælarar

    • Sara Samson Shaki, HB Tórshavn
    • Súsanna Laksáfoss Godtfred, HB Tórshavn
    • Eyðvør Klakstein, KÍ Klaksvík
    • Sanna Svarvadal, KÍ Klaksvík
    • Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, Víkingur
    • Rakul Sørensen, Víkingur
    • Anna Carine Petersen, Gil Vicente (Portugal)
    • Ásla Johannesen, Piteå IF (Svøríki)

    Álopsspælarar

    • Brá Zajariasardóttir, HB Tórshavn
    • Sólja Ernstsdóttir, KÍ Klaksvík
    • Heidi Sevdal, NSÍ Runavík
  • So er Áki úttikin til landsliðið

    So er Áki úttikin til landsliðið

    Tað hevur bíðað leingi, men nú er Áki Samuelsen loksins tikin út til landsliðshópin.

    Hann hevur í eina tíð verið ein tann føroyingurin, sum hevur staðið seg best í útlendskum fótbólti.

    Áki skifti undan hesum kappingarárinum til svensku meistararnar Mjällby, har hann hevur fingið fitt av spælitíð á hægri støði enn flestu føroysku fótbóltsleikarar.

    Hóast tað hevur hann higartil ikki verið tikin út til landsliðið, serliga tí hann hevur havt aldur at spæla við U21-landsliðnum, har hann er liðskipari og fær fulla spælitíð og nógvar royndir.

    Nú er hann so tikin út saman við hesum leikarunum, sum Eyðun Klakstein landsliðsvenjari hevur tikið út til venjingardystirnar  6. juni á útivølli ímóti Estlandi og 9. juni móti annahvørt Lettlandi ella Litava.


    Landliðshópurin:

    Málverjar

    • Bárður á Reynatrøð, Víkingur
    • Mattias Heðinsson Lamhauge, Strømsgodset IF (Noreg)
    • Silas Eyðsteinsson, B36 Tórshavn

    Verjuspælarar

    • Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
    • Odmar Færø, Kí Klaksvík
    • Samuel Chukwudi, SJK Seinäjoki (Finnland)
    • Gullbrandur Øregaard, Sandnes ULF (Noreg)
    • Arnbjørn Svensson, Víkingur
    • Viljormur Davidsen, NSÍ Runavik
    • Martin Agnarsson, Aarhus Fremad (Danmark)
    • Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ Klaksvík
    • Jann Julin Benjaminsen, NSÍ Runavík

    Miðvallarspælarar

    • Jakup Biskopstø Andreassen, Ki Klaksvík
    • Géza Dávid Turi, Grimsby Town FC (England)
    • Brandur Hendriksson Olsen, NSÍ Runavík
    • Noah Hans Mneney, HB Torshavn
    • Árni Frederiksberg, KÍ Klaksvik
    • Jóannes Bjartalíð, FC Kyzylzhar (Kasakstan)
    • Hanus Sørensen, NK Triglav Kranj (Slovenia)
    • Áki Samuelsen, Mjällby AIF (Svøríki

    Álopsspælarar

    • Petur Knudsen, NSí Runavík
    • Adrian Justinussen, AC Horsens (Danmark)
    • Páll Andrasson Klettskarð, KÍ Klaksvík
  • Aston Villa vann Europa League

    Aston Villa vann Europa League

    Enska felagið Aston Villa vann í kvøld finaluna í Europa League 3-0 móti týsku Freiburg.

    Aston Villa var greitt betri frá byrjan, og stutt fyri hálvleik legði Youri Tielemans Aston Villa fram um. Í yvirtíðini í fyrra hálvleiki økti Emiliano Buendía við einum frálíkum skoti.

    Freiburg royndi at koma inn í dystin aftur, men Aston Villa hevði tamarhald á dystinum, og tá ið Morgan Rogers prikaði ein bólt inn við nærmastu stong, var als eingin ivi.

    Enski krúnprinsurin William og hini viðhaldsfólkini hjá Aston Villa kundu við dystarlok frøast um annað frálíka úrslitið í hesi vikuni. Fríggjakvøldið vunnu teir 4-2 á Liverpool og tryggjaðu sær pláss í Champions League næsta kappingarár.

    Hetta er fyrsta evropeiska finalan og fyrsta steypið hjá Aston Villa síðan 1982. Tá vunnu teir Europa Cup fyri meistarar, ella Champions League, sum tað eitur í dag.

    Hetta var fimtu ferð, at venjarin hjá Aston Villa, Unai Emery, vinnur Europa League. Hann hevur áður vunnið tríggjar ferðir við Sevilla og eina ferð við Villareal.

    Hjartaliga til lukku øll føroysk viðhaldsfólk hjá Aston Villa.

  • Óli og GOG taptu fyrstu hálvfinaluna

    Óli og GOG taptu fyrstu hálvfinaluna

    Eftir tvær ferðir fimm minuttir umdyst, tapti GOG við Óla Mittún á liðnum 38-35 móti Skanderborg AGF á útivølli í fyrstu hálvfinaluni um danska meistaraheitið av trimum møguligum.

    GOG var betri í fyrra hálvleiki, og tað lá væl fyri hjá Óla, hóast hann ikki skoraði so nógv mál. Í staðin stýrdi hann álopinum meistarliga, og megnaði nærum hvørt álop at binda fleiri verjuleikarar og spæla bóltin víðari. Í steðginum var 19-15 til GOG.

    Í seinna hálvleiki fekk Skanderborg AGF nógv betri fatur á í verjuni, og millum annað megnaðu teir nógv betri at steðga Óla.

    Munurin minkaði skjót, og tá ið tíggju minuttir vóru spældir var javnt 23-23. Heimaliðið kom eisini fram um, og var á veg til sigurs, men í seinastu løtu eydnaðist GOG at javnað til 32-32.

    So var umdystur, og nú dróg Skanderborg AGF longra stráðið og vann 38-35.

    Onnur hálvfinalan verður spældi í Gudme leygardagin klokkan 17.00.

  • EB styrkir seg við fyrrverandi donskum landliðsleikara

    Hondbóltskvinnurnar hjá EB fáa munandi styrk næsta kappingarár. Felagið hevur gjørt tvey ára sáttmála avtalu við fyrrverandi danska landsliðsleikaran Mariu Fisker Stokholm, og tað má sigast at vera ein veruligur fongur hjá eiðiskvinnum.

    35 ára gamla Maria, sum spælir á vinstra veingi, kemur úr Viborg HK, har hon var liðskipari og spældi saman við Janu Mittun.

    Hon hevur havt eina yrkisleið á hægsta stigi, og hevur umframt Viborg, spælt fyri Randers HK og CSM Bucuresti. Hon hevur vunnið bæði heimlig meistaraheiti, steypakappingar, EHF Cup og tvær ferðir EHF Champions League.

    Hon hevur spælt 100 dystir fyri danska landsliðið og skorað 250 mál, og vann HM‑bronsu í 2013.

    Í EB fer Maria bæði at spæla og byrja sum venjari saman við Kristinn Guðmundssyni. Hon flytur til Føroya við manni og trimum børnum.

  • Arsenal meistari fyrstu ferð í 22 ár

    Enska stórfelagið, londonfelagið, Arsenal, gjørdist í kvøld enskur meistari uttan at spæla, tá ið kappingarneytarnir, Manchester City, ikki megnaðu at vinna á útívølli móti Bournmouth.

    Tað er fyrstu ferð í 22 ár, at felagið úr Norðurlondon er meistari.

    Arsenal hevur verið fremst í Premier League meginpartin av kappingarárinum, men er ongantíð sloppið heilt leyst av Manchester City, sum so spakuliga hevur vunnið seg aftur til styrkini frá undanfarnum kappingarárum.

    Arsenal hevur kortini hildið stand, hóast mátin at spæla upp á, við nógvum deyðbóltum innfyri, ikki hevur verið so væl dámdur av øllum.

    Spaniólin, sum áður spældi við Arsenal, gjørdist venjari hjá felagnum í 2019, eftir at hava verið hjálparvenjari hjá júst Pep Guardiola í Manchester City. Nú hevur Arteta so bast lærimeistaranum og hevur gjørt Arsenal til enskar meistarar.

    Arsenal er eisini í finaluni í Champions League móti Paris SG, og kann sostatt eisini gerast evropameistari fyri lið. Tann finalan verður spæld leygardagin 30. mei.

    Kvøldsins dystur millum Bournmouth og City endaði 1-1. Erling Haaland tryggjaði City janvleikin í yvirtíðini, og tað hevði við sær, at Bournmouth misti møguleikan at spæla seg til Champions League komandi kappingarár..

    Hjartaliga til lukku allir føroyskir Arsenalfjepparar

  • Njósnaragøla kostar Southampton møguleikan fyri uppflyting

    Southampton missur møguleikan at flyta upp eftir eina njósnaragølu, sum Sky Sports hevur navngivið spygate.

    Middlesbrough fær í staðin plássið í uppflytingarfinaluni móti Hull City 23. mai.

    Southampton byrjar eisini við fýra minusstigum næsta kappingarárið í Championship. Felagið kann tó kæra avgerðina.

    Middlesbrough sigur, at hetta sendir týðilig boð um ítróttarligt rættvísi.

    Gølan byrjaði 7. mai, tá ið ein maður úr Southampton varð sæddur filma eina venjing hjá Middlesbrough.

    Maðurin royndi at flýggja inn á eina golfbreyt og skifti klæðir, skrivar BBC.

    Southampton vann annars røkkstøkk-dystirnar millum feløgini, og skuldi eftir ætlan spæla uppflytingarfinaluna.

  • Arsenal ein sigur frá meistaraheitinum

    Við 1-0 sigri á Burnley er Arsenal nú heilt tætt við fyrsta meistaraheiti síðan 2004.

    Kai Havertz skoraði inn eftir hornaspark frá Saka tíggju minuttir fyri steðgin.

    Arsenal hevur nú alt í egnum hondum og kann vinna Premier League longu týskvøldið, um Manchester City ikki vinnur sín dyst móti Bournmouth.

    Sunnudagin kann Arsenal, so avgera alt sjálvt móti Crystal Palace á útivølli.

  • EB/Streymur tók HB á bóli og vann málríkan dyst

    Meistaradeildin Menn
    HB- EB/Streymur 3-4 (0-3)

    Sundalagsmenn komu í kvøld upp um niðurflytingarstrikuna og gjørdu samstundis kreppuna í HB enn djúpari, enn hon var frammanundan.

    4-3 vann EB/Streymur í Gundadali, eftir at teir førdu 3-0 í hálvleikinum.

    Grundalagið undir sigrinum var lagt beinanvegin í dystin, tá ið gestirnir skoraðu tvey í fyrstu tíggju minuttunum.

    HB vaknaði ikki fyrr enn í seinna hálvleiki og megnaði at leggja stórt trýst á EB/Streym. Men tað var ikki nokk, og sundalagsmenn vóru ovurfegnir fyri tey trý stigini.

    Les alla greinina
  • Hesum londum kann manslandsliðið møta í HM

    Nú eru allar undankappingar til HM-endaspælið í manshondbólti av, og tí er greitt, hvørji 30 av 32 londum skulu spæla um HM í Týsklandi í januar 2027.

    Londini eru nú deild í fýra styrkisbólkar, har eitt land í hvørjum styrkisbólki fer í hvønn HM-bólk.

    Føroyar eru í styrkisbólki 2, og kunnu ikki møta nøkrum av hinum londunum í hesum styrkisbólki. Talan er millum annað um sterk lond sum Frakland og Noreg.

    Les meira
  • 32 ferðir á Mount Everest

    Fjallaklintring er vandamikil ævintýrítróttur, og tá ið tað kemur til at klintra upp á heimsins hægsta fjall Mount Everest, ella Sagarmatha, sum tað eitur í Nepal, verður veruliga farið at ytstu mørkum.

    Bert ein føroyingur hevur verið uppi á Himnana Gudinnu. Tað var leirvíkingurin Arni Vatnhamar í 2014.

    Hinvegin so er tað næstan gerandisdagur hjá sherpafólkunum í Nepal at fara upp á Mount Everest, og Kami Rita Sherpa hevur júst verið á heimsins hægsta tindi fyri 32. ferð síðan 1994 og bøtt um sítt egnað met. Tað skrivar Reuters.

    55 ára gamli fjallaklintrarin er við árunum vorðin ímyndin av fjallinum, og nú hevur hann aftur skrivað søgu.

    Les alla greinina