Føroyar spæla í Magdeburg móti Portugal, Póllandi og Algeria

Føroyar komu í sterka bólk F saman við Portugal, Póllandi og Algeria í HM-endaspælinum í manshondbólti Týsklandi í januar 2027. Føroyar skulu spæla sínar dystir í Magdeburg.

Føroyar spæla fyrsta dystin móti

  • Algeria 14. januar
  • Póllandi 16. januar
  • Portugal 18. januar

GETEC-høllin har dystirnir verða spældir tekur 6.500 áskoðarar.

Um Føroyar koma víðari til meginumfari verða dystirnir í Hannover 20. januar, 22. januar og 24. januar. Trý tey bestu londini í hvørjum bólki koma víðari, og hava innanhýsis stigini við sær.

Innleiðandi bólkaspælið verður spælt frá 13. januar til 19. januar. Meginbólkaspælið verður spælt frá 20. januar til 25 januar. Finaluumfarið, fjórðingsfinalur, hálvfinala, finala og dystirnir um plássini verða spæld frá 26. januar til 31. januar.

Bólkarnir í HM-endaspælinum:

Bólkur A – í München

  • Týskland
  • Serbia
  • Tunesia
  • Urugvai

Bólkur B – í Stuttgart

  • Egyptaland
  • Italia
  • Grønhøvdaoyggjar
  • Saudi Arabia

Bólkur C – í München

  • Kroatia
  • Spania
  • Kili
  • Turkaland

Bólkur D – í Stuttgart

  • Argentina
  • Frakland
  • Brasil
  • Kuveit

Bólkur E – í Kiel

  • Svøríki
  • Noreg
  • Grikkaland
  • Katar

Bólkur F

– í Magdeburg

  • Portugal
  • Føroyar
  • Pólland
  • Algeria

Bólkur G – í Kiel

  • Danmark
  • Slovenia
  • USA
  • Angola

Bólkur H – í Magdeburg

  • Ísland
  • Norðurmakedonia
  • Barain
  • Japan