Besti norski fótbóltsleikarin deyður – Segði nei til stóru feløgini

Tom Lund er deyður 75 ára gamal. Her heima eru helst fá sum kenna hann. Men hann verður mettur sum tann besti norski fótbótbóltsleikarin nakrantíð, í hvussu er áðrenn Erling Haaland.

Tom Lund spældi alla sína yrkisleiðfyri Lillestrøm frá 1967 til 1982. Hann gjørdist eitt ímynd í felagnum og í norskum fótbólti sum heild. Hann spældi 47 landsdystir og skoraði 12 mál fyri Noreg .

Tommy, sum hann varð róptur, var kendur fyri sítt lága tyngdarpunkt, sítt kvika rykk og at vera duga líka væl við báðum beinum.

Stóru feløgini royndu at fáa hann. Ajax vildi hava hann sum avloysara fyri sjálvan Johan Cruyff, og eisini Bayern München vísti stóran áhuga. Men Tom Lund segði nei og valdi at verða verandi í Lillestrøm . Tað gjørdi hann til eina veruliga fólkahetju.

Hann førdi Lillestrøm inn í gulløldina við bæði meistaraheitum og steypasigrum. Hann var eisini venjari í felagnum.

Uttanfyri Åråsen, leikvøllin hjá Lillestrøm, stendur standmyndin Steget, sum minni um tann leikaran, sum nógv í Noregi halda vera tann størsta nakrantíð .

Lillestrøm hevur lagt hetta filmsbrotið á Facebook