• Frakland og Mbappe ov stórur biti hjá Svøríki

    ,

    Hóast Svøríki eftir førimuni gav stórfavorittunum í Fraklandimótstøðu, so var bitin ov stórur at gloypa, og Frakland vann sekstandapartsfinaluna 3-0.

    Frakland hevði nógvar góðar royndir í fyrra hálvleiki, og Sviar vóru ikki eiðasørir, tá ið teir fóru fram eftir vøllinum.

    Beint sum farið varð inn í yvirtíðina í fyrra hálvleiki, helt ikki longur hjá Svøríki. Kylian Mbappe breyt í gjørgnum í brotsteiginum vinstru megin málið og bendi bóltin inn við handaru stong.

    Í seinna hálvleiki økti Bradley Barcola, áðrenn Kylian Mbappe gjørdi tað til 3-0.

    Mbappe er nú við seks málum deildur HM-toppskjútti við Lionell Messi. Á tíðarinnar toppskjúttaralista hevur Mbappe skotið 17 mál, tvey aftanfyri Messi.

    Frakland møtir Paraguai í áttandapartsfinaluni 4. juli.

  • Mótstøðulið hjá HB byrjaði kenda RO-rópið hjá Noreg

    ,

    Vit minnast HÚ‑rópið hjá íslendskum fjepparum í EM 2016, og nú um dagarnar fylla norskir HM‑fjepparar allar heimsins miðlar við sínum R0‑rópið..

    Norðmenn verða ákærdir fyri at hava stolið rópið frá íslendingum. Men søgan er eldri tað.

    Upprunin liggur í skotska Motherwell, sum HB skal møta í Conference League síðst í juli.

    Í 2014 sóu fjepparar hjá íslendska felagnum Stjarnan taktklappið hjá Motherwell-fjepparum í evropeiskum dysti millum feløgini og tóku tað heim við til Íslands. Síðan gjørdi íslendska fjepparafelagið Tólfan tað til sítt egna HÚ‑róp til EM-endaspælið í 2016.

    Norska útgávan er rógva og rópa RO er nýggj, og tað var kendi norski fjepparin Ole Frøystad setta tað í gongd í 2025, og tað fór um allan heimin, tá ið Noreg vann á Senegal í fyrsta dystin i HM.

    Føroyskir hondbóltsáskoðarar hava eisini eina føroyska útgávu, sum minnir nógv um ta íslendska útgávuna.

  • Koeman gevst sum venjari hjá Niðurlondum

    Ronald Koeman boðar í kvøld frá, at hann gevst sum venjari hjá Niðurlondum, eftir at liðið fór út úr HM eftir brotssparkskapping í sekstandapartsfinaluni móti Marokko.

    Hann sigur, at avgerðin varð tikin í gjár, og at tíðarskeiðið sum venjari nú er komið at enda.

    Koeman byrjaði fyri aðru ferð sum landsliðsvenjari í 2023 og kom við Oranje í EM‑semifinaluna í 2024.

  • Fyrrverandi HB’ari til NSÍ

    Fyrrverandi HB’ari til NSÍ

    NSÍ boðar í kvøld frá, at felagið hevur gjørt sáttmála við danska miðvallarleikaran Sammy Skytte restina av kappingarárinum.

    29 ára gamli Skytte spældi tvey ár við HB og skoraði 16 mál í 49 dystum. Hann hevur eisini royndir úr Danmark, Noregi og Litava, har hann seinast spældi við FA Siauliai.

    Skytte er stórur og sterkur, dugir væl í nærdystum og í luftini, og skorar eisini nógv mál

  • Haaland sendi Noregi í áttandapartsfinaluna sum fyrsta evropeiska landið

    ,

    Noreg vann í kvøld 2-1 á Fílabeinsstrondini í sekstandapartsfinaluni í HM.

    Eftir ein javna byrjan, tók Fílabeinsstrongin yvir spælið. Men tað varð ikki teir, sum løgdu seg fram um.

    Í staðin var tað Antonio Nusa , sum fimm minuttir fyri hálvleik rak inn úr vinstru síðu, tók eitt trekk millum fleiri mótleikarar og bendi bóltin upp í handara horn við einum frálíkum skoti.

    Í seinna hálvleiki var tað sum vera man, Fílabeinsstrondin, sum hevði spælið, og tað tyktist bara at vera ein spurningur um tíð, áðrenn teir skoraðu.

    Tað hendi í 74. minutti, tá ið Amad Diallo inni í brotsteiginium beindi bóltin í málið við vinstra beininum,

    Stjørnuleikarini, Erling Haaland, var sum so ofta rættiliga ósjónligur hjá Noreg. Men fýra minuttir fyri tíð, var hann á rætta stað, tá ið innskifti Patrick Berg hegnisliga legði bóltin fyri føturnar á honum.

    Fílabeinsstrondin legði sjálvandi alt fyri at javna, og eitt frálíkt frísparkslangskot hevði beina kós upp í málhornið. Men málverjin, Ørjan Nyland, kom flúgvandi og bjargaði.

    Ovfarakæti á norðmonnum bæði á leikvøllinum og um allan heim.

    Noreg skal spæla áttandapartsfinalu móti Brasil 5. juli klokkan 21.00.

    Síggj hæddarpunktinið frá dystinum >>

  • Samuel skal spæla í bestu deildini í Eysturíki

    Samuel skal spæla í bestu deildini í Eysturíki

    Landsliðsleikarin, Samuel Chukwudi, skiftir til eysturríkska felagið SV Ried, sum spælir í bestu deildini í Eysturríki. Tað boðar felagið frá í dag.

    197 sentimetra høgi 23 ára gamli miðverjin, sum er uppvaksin í HB, hevur spælt í finska felagnum SJK Seinäjoki seinasta hálvtannað árið, og tað hevur gingið so mikið væl, at nú eru boð eftir honum á hægri stigi.

    SV Ried endaði á einum sjeynda plássið í Eysturríki seinasta kappingarár. Eysturríkska Bundesligan byrjar aftur fyrst í august.

    Samuel er longu farin at venja saman við nýggj liðfeløgunum.

    Síggj Facebook-uppsløg hjá SV Ried
  • U20-kvinnur taptu fyri Tunesia

    U20-kvinnur taptu fyri Tunesia

    Eftir ein vánaligan fyrra hálvleik vóru føroysku U20-hondbóltskvinnurnar ongantíð veruliga nær við at venda dystinum móti Tunesia og taptu 29-25 í Presidents Cup í HM-endaspælinum í Kina.

    Hondbóltssambandið skrivar, at føroyska liðið gjørdi nógvar feilir, brendi nógv skot og álopsspælið var lítið samanhangandi. Eisini fingu Føroyar fýra útvísingar í fyrra hálvleiki.

    Í steðginum var støðan 15-10 til Tunesia

    Í seinna hálvleiki kom betri glið á spælið, og okkara skoraðu 15 mál.

    Gylta á Neystabø hevði nógvar bjargingar seinastu løtuna, men munurin minkaði ongantíð undir trý mál.

    Kroatia, Føroyar og Tunesia enda øll við fýra stigum í bólki IV í Presisents Cup.

    Innanhýsis úrslitini millum hesi trý londini ger, at Føroyar enda á øðrum plássi, og skulu spæla um plássini 21 til 24. Føroyar spæla móti Argentina hósdagin 2. juli.

    Málskjúttar hjá Føroyum:

    • Silja Geirsdóttir Eystberg 8 (4)
    • Rakul Borgarlíð Joensen 4 (1)
    • Joan Johannesen 3
    • Lív Rouch Ísfeld 3
    • Helena Dahl Magnusardóttir 3
    • Rakul Christiansen 2
    • Karin Elisabeth Leonsdóttir Kjærbæk 1
    • Agatha Djurhuus 1

    Málverjar:

    • Gylta Djurhuus á Neystabø 50 min. 10 bjargingar, 36%
    • Maria Beder 10 min. 1 bjargingar, 13%
  • Marokko sendi Niðurlond til hús eftir kraftmiklan dyst og brotssparkskapping

    ,

    Marokko eru í áttaandapartsfinaluni í HM-endaspælinum. Teir vunnu móti NIðurlondum eftir 1-1 í ordiliga dystinum og brotssparkskapping.

    Dysturin var javnur, og bæði liðini brúktu nógva kropsliga styrki.

    Sum heild var Marokko vandamiklari í sínum spæli, meðan Niðurlond í stóran mun lógu afturi á vøllinum í einari fimm bakks ketu og bíðaðu eftir marokkanarum.

    Tíðliga í seinna hálvleiki rakti stjørnuleikarin hjá Marokkko, Achraf Hakimi, yvirleggjaran.

    Men brádliga fóru Niðurlond í mótálop. Júst innskifti Wout Weghorst skallaði eitt útspark frá málverjanum víðari til alla tíðina vandamikla Crysencion Summerville, sum hart kroystur megnaði at spæla bóltin til púra leysa Cody Gakpo, og so var mál.

    Marokko javnaði beint, sum farið var inn í yvirtíðina. Miðverjin, Issa Diop, var júst farin fram í álopið, tá ið hann skallaði eitt innlegg í málið.

    Longda leiktíðin helt fram við somu ferð, og Marokko hevði ein rimmar møguleika, men Bart Verbruggen bjargaði.

    So var brotsparkskapping. Har brendur Niðurlond trý og Marokko tvey.

    Marokko skal spæla móti vertstjóðini Kanada í áttandapartsfinaluni.

    Síggj hæddarpunkt úr dystinum >>

  • Týsk katastrofa – Paraguai vann eftir brotsspørk

    ,

    Týskland gjørdist tað fyrsta “stóra” landið, sum varð sligið úr HM-endaspælinum.

    Tað hendi, tá ið Paraguai vann á Týsklandi eftir dramatiska brotssparkskapping.

    Týskland hevði brent tvær ferðir, men so brendi Paraguai tvey tey seinasta brotsspørkini.

    Eyka brotsspørk mátti til. Jonathan Tah brendi fyri Týskland, og so sendi Jose Maria Canale Dominguez Paraguai í áttandapartsfinalurnar.

    Í sjálvum dystinum hevði Týskland bóltin alla tíðina. Men teir megnaðu ikki at fáa nóg nógva ferð á spælið til at brota tøttu verjuna hjá Paraguai niður.

    Í staðin skoraði Julio Cesar Enciso fyri Paraguai í einum av teirra fáu álopum.

    Stutt inn í seinna hálvleik eydnaðist Kai Havert at javna, tá ið hann skallaði bóltin í málið, eftir innlegg frá Florian Wirtz.

    Týskland helt fram við hugflogsleysa og seina álopsspælinum, sum var lætt hjá Paraguai at verja fyri.

    Týskland hevði bóltin í málinum einaferð, tá ið Jonathan Tah skallaði bóltin í málið eftir hornaspark. Men eftir VAR avgjørdi dómarin at kolldøma málið,tí at málverjin fekk eitt sera lítið skump, sum flestu serfrøðingar haldi ikki at givið fríspark.

    Týskland má nú tungu leiðina heim. Meðan Paraguai skal spæla móti vinnaranum av dystinum millum Frakland og Svøríki.

    Síggj hæddarpunkt úr dystinum >>

  • AB leyst av niðurflytingarstríðnum

    Við 1-0 sigri á Toftum er AB fyribils leyst av niðurflytingarstríðnum.

    Brian Jakobsen skoraði seks minuttir undan steðginum, tá ið B68 misti bóltin har afturi á vøllinum.

    B68 trýsti nógv eftir steðgin, men AB helt málið reint.

    AB er nú átta stig frá B68 og niðurflytingarstrikuni.

    Dysturin á dystir.fo

    Stigatalvan á dystir.fo
    (mynd: AB)

  • HB reisti seg aftur

    Alt rokið uttanfyri vøllin í HB, sást ikki á vøllinum, tá ið HB vann 4-1 móti Skála í Gundadali í kvøld.

    Nakað fyri hálvleik skoraði Stefan Radosavljevic til 1-0 eftir upplegg frá Noah Mnenéy, og Jákup L. Thomsen økti til 2-0.

    Hóast HB var nógv betri í seinna hálvleiki, var tað Markus Isaksen, sum minkaði til 2-1.

    Men HB fótaði sær aftur, og Heini Sørensen økti til 3-1 við frálíkum máli, áðrenn Noah Mnenéy staðfesti 4-1 sigurin í yvirtíðini eftir gott skjótálop.

    HB hevur nú 21 stig og níggju stig niður til niðurflytingarstrikuna og bara tvey stig upp til Víking á fjórða plássi.

    Skála er niðast við 11 stigum og fær leygardagin vitjan av B68, sum er á næstaftasta plássi við 12 stigum.

    Dysturin á dystir.fo

    Stigatalvan á dystir.fo

  • NSÍ vann týðandi stig í Gøtu

    NSÍ vann týðandi stig í Gøtu

    Víkingur førdi bæði 2-0 og 3-1, men kortini megnaði NSÍ at koma aftur í aftur, og dysturin endaði 3-3.

    Heimaliðið hevði stóra yvirvág í fyrra hálvleiki, og Aron Benjaminsen legði Víking fram vum við langskoti. Síðan legði Jósef Ólavsson Gleðisheygg legði bóltin í høvdið á Sølva Vatnhamar, og so var 2-0.

    NSÍ fekk lív aftur, tá Aron Knudsen minkaði, men í yvirtíðini í fyrra hálvleiki setti Jørgen Nielsen bóltin í málið til 3-1.

    Eftir steðgin vendi NSÍ dystinum. Petur Knudsen skoraði upp á brotsspark, og Tobias Hestad rann frá verjuni og javnaði til 3-3.

    Víkingur hevði góðar støður í endanum, men Tom Amos í málinum bjargaði NSÍ.

    NSÍ er nú trý stig frammanfyri KÍ, sum vitjar við Løkin fríggjadagin.

    Dysturin á dystir.fo

    Stigatalvan á dystir.fo

  • Martinelli avgjørdi fyri Brasil í seinastu løtu

    ,

    Japan legði seg fram um móti Brasil, tá ið Kaishu Sano skoraði í fyrra hálvleiki. Brasil hevði bóltin nógv, men kom ikki ígjøgnum, og Japan helt fast til steðgin.

    Í øðrum hálvleiki fekk Brasil tamarhald á dystinum. Casemiro javnaði til 1-1 eftir 56 minuttir, tá ið hann skallaði bóltin í málið við handaru stong. Brasil trýsti støðugt, meðan Japan royndi við seg við mótálopum við sínum kviku spælarum.

    Tá 95 minuttir vóru farnir, fall avgerðin. Gabriel Martinelli tók væl móti einari góðari sending frá Bruno Guimaraes og setti bóltin í netið til 2-1

    Brasil skal nú spæla áttandapartsfinalu móti vinnaranum av dystinum millum Noreg og Fílabeinsstrondina.

    Síggj hæddarpunkt úr dystinum >>

  • Julian met á 5 km og danskur meistari á 10 km

    Sera góða gongdin hjá okkara fremsta langteinarennara, Juliani Gregersen, heldur fram.

    Hósdagin rann hann 5 kilometrar í DM‑vikuni í Herning, har hitabylgjan merkti kappingina og gjørdi, at renningin varð sera taktisk.

    Treysti.fo skrivar, at fyrstu tríggir kilometrarnir vórðu runnir upp á 9 minuttir, og síðani setti Julian ferðina upp og rann síðsta kilometurin upp á 2.40 minuttir.

    Hann endaði á fjórða plássi við 14:33, sum er ein betran av føroyska metinum við 19 sekundum.

    Í gjár rann hann 10.000 metrar á breyt. Eingin vildi taka leiðsluna, og fyrstu 6 kilometrarnir vóru varliga.

    Tá 800 metrar vóru eftir, setti Julian endaspurtin inn við einum 62‑sekunda umfari og vann DM‑gullið góð trý sekund frammanfyri næstfremsta. Tíðin var 32:37.

    Ragnar Rasmussen og Neli Heldarskarð komu á mál ávíkavist á 4. og 5. plássi.


    Á myndini ovast: Neli Heldarskarð, Julian Gregersen og Ragnar Rasmussen (Mynd: Rune Clausen)

  • U20-kvinnur lættan sigur móti Taivan

    U20-kvinnur lættan sigur móti Taivan

    U20-kvinnulandsliðið í hondbólti vann tíðliga í morgun føroyska tíð 30-23 móti Tavian í fyrsta dystinum í Presidents Cup, har spælt verður um plássini 17 til 32 í HM-endaspælinum í Kina.

    Føroyar tryggjaðu sær leiðsluna longu í fyrra hálvleiki, tá ið støðan var 17-10. Mótstøðan var í veikara endanum.

    Okkara fingu skjótt eina trivaliga leiðslu, og venjararnir brúktu breiddina í hópinum.

    Seinni hálvleikur var misjavnur. Munurin kom niður í trý mál eina løtu, men sigurin var ongantíð í vanda.Føroyar strammaðu til í endanum og vunnu greitt 30-23.

    Silja Geirsdóttir Eystberg varð kosin besti leikari.

    Næsti dystur verður móti Tunesia tíðliga í morgin.

    Málskjúttar hjá Føroyum:

    • Silja Geirsdóttir Eystberg 8 (3)
    • Lív Rouch Ísfeld 6
    • Arnfríð Jacobsen 3
    • Mira Bendix Laursen 3
    • Joan Johannesen 2
    • Ró Reginsdóttir 2 (1)
    • Agatha Djurhuus 2
    • Marjun Jansdóttir 2
    • Helena Dahl Magnusardóttir 1
    • Karin Elisabeth Leonsdóttir Kjærbæk 1

    Málverjar:

    • Gylta Djurhuus á Neystabø 15 min. 2 bjargingar, 29%
    • Maria Beder 45 min. 6 bjargingar, 27%

    Dystartøl á heimasíðuni hjá IHF

  • Kanada fyrsta landið í áttandapartsfinalunum

    ,

    Kanadiska landsliðið í fótbólti skrivaði í kvøld søgu, tá ið Stephen Eustáquio hamraði ein fluktara flatt í málið tveir minuttir inni í yvirtíðini.

    Dysturin móti Suðurafrika var tættur og nakað av fjáltri sást á liðunum, og á SoFi leikvøllinum sást, hvussu nógv tað hevði at siga fyri vertslandið at vinna.

    Suðurafrika spældi væl, men skapti lítið. Hinvegin var Kanada meira vandamikið. Móti endanum á dystinum yvirtóku teir eisini spælið, og tað gav úrslit.

    Í næsta umfari skal Kanada møta vinnaranum í dystinum millum Niðurlond og Marokko.

  • EB/Streymur vann gott stig móti B36

    EB/Streymur vann gott stig móti B36

    Meistardeildin hjá monnum heldur fram at koma við óvæntaðum úrslitum, sum kanska ikki eru so óvæntað kortini, nú tey henda so ofta.

    Við Margáir legði B36 seg beinanvegin fram um, tá ið Bartal Páll Klein skoraði í fyrsta minutti.

    Gestur Bogason Dam, sum áður hevur spælt við B36, vilda tað tó øðrvísi, og hann bæði javnaði og legði EB/Streym fram um.

    B36 hevði meginpartin av spælinum allan dystin, og tá ið 66 minuttir vóru spældir, eydnaðist Ragnari Samuelsen at javna, tá ið hann var fyrstur á einum leysum bólti, eftir at málverjin hevði bjargað einum langskoti.

    Fleiri mál komu ikki. EB/Streymur vann eitt gott stig í botnstríðnum.

    B36 megnaði ikki at vinna triðja dystin á rað og er fyribils dragna í oddastríðnum. Teir hava tó framvegis heili nýggju stig at geva av, áðrenn teir missa plássið í Evropa.

    Dysturin á dystir.fo

    Stigatalvan á dystir.fo

  • 07 Vestur fyrsta liðið at vinna á KÍ undir Powell

    07 Vestur fyrsta liðið at vinna á KÍ undir Powell

    07 gjørdist í dag fyrsta liðið, sum vinnur á KÍ við Magnus Powell sum venjara.

    KÍ vann 1-0 við einum máli, sum Casper Hansen skoraði við fløtum langskoti miðskeiðis í seinna hálvleiki.

    KÍ trýsti nógv á seinastu løtuna at javna. Árni Frederiksberg rakti stongina, og onkursvegna bjargaði málverjin hjá 07 Vestur, Sebastian Wille, tá ið Páll Klettskarð slapp at skjóta beint framman fyri málinum.

    Harvið vann 07 Vestur annan dystin á rað, síðan Tór Ingar Akselsen tók við sum venjari. Samstundis fara teir eisini upp um niðurflytingarstrikuna, í hvussu er til Skála og B68 spæla sínar dystir mánakvøldið

    Hetta er fyrsti ósigur hjá KÍ í bestu deildini í meira enn tvey ár. 2. juni í 2024 tapti KÍ 2-0 fyri Víkingi. Hetta er, sum nevnt, eisini fyrsti ósigurin hjá venjaranum, Magnus Powel, í landskappingini, síðan hann kom til KÍ undan landskappingini í fjør.

    Ósigurin hjá KÍ gevur NSÍ ein gyltan møguleika at draga frá teimum í meistarastríðnum. Um NSÍ vinnur á Víkingi í Gøtu í morgin, eru teir fimm stig fremst.

    Dysturin á dystir.fo

    Stigatalvan á dystir.fo

  • Hvørjum sekstandapartsfinalum skalt tú hyggja eftir?

    ,

    32 lond eru komin víðari til sekstandapartsfinalurnar í HM, og nú er greitt hvørji lond spæla móti hvørjum.

    Hvørjum sekstandapartsfinalum skalt tú hyggja eftir? Her er yvirlit.


    Sekstandapartsfinalur í HM í fótbólti 2026

    Sunnudagur 28. juni

    Kl. 20:00 Suðurafrika – Kanada

    Mánadagur 29. juni

    Kl. 18:00 Brasil – Japan
    Kl. 21:30 Týskland – Paraguai

    Týsdagur 30. juni

    Kl. 2:00 Niðurlond – Marokko
    Kl. 18:00 Fílabeinsstrondin – Noreg
    Kl. 22:00 Frakland – Svøríki

    Mikudagur 1. juli

    Kl. 2:00 Meksiko – Ekvador
    Kl. 17:00 Ongland – Fólkalýðveldið Kongo
    Kl. 21:00 Belgia – Senegal

    Hósdagur 2. juli

    Kl. 1:00 USA – Bosnia-Hersegovina
    Kl. 20:00 Spania – Eysturríki

    Fríggjadagur 3. juli

    Kl. 0:00 Portugal – Kroatia
    Kl. 4:00 Sveis – Algeria
    Kl. 19:00 Avstralia – Egyptaland
    Kl. 23:00 Argentina – Grønhøvdaoyggjar

    Leygardagur 4. juli

    Kl. 2:30 Kolumbia – Gana

    Her sæst, hvussu londini møtast víðari

  • Messi kom inn og bøtti um málmetið í HM

    ,

    Lionell Messi byrjaði á beinkinum, tá ið Argentina vann 3-1 á Jordan. Men tá ið hann kom inn eftir ein tíma, skrúaði hann beinanvegin eitt frispark rundan um múrin og skoraði sítt sætta HM‑mál í trimum dystum. Messi hevur nú skotið19 HM-mál tilsamans.

    Argentina skifti níggju mans út til dystin, og Giovani Lo Celso og Lautaro Martínez høvdu longu lagt Argentin fram um 2-0, áðrenn Jordan minkaði við Mousa Al‑Tamari.

    Í hinum dystinum í bólki K millum Algeria og Eysturríki endaði javnt 3-3. Harvið fóru bæði londini víðari, akkurát sum væntað.

    Riyad Mahrez legði Algeria fram um 3-2 í yvirtíðini, men Sasa Kalajdzic javnaði beint aftaná. Úrslitið sendi Iran út av kappingini. Hetta hendi 44 ár eftir “gøluna” í Gijon», og aftur hesaferð vistu liðini, at javnleikur fekk bæði liðini víðari.

    Nú skal Algeria møta Sveis, meðan Eysturríki skal spæla móti Spania. Argentina vann bólkinn og møtir Grønhøvdaoyggjum í sekstandapartsfinaluni.

    Stigatalvurnar í HM

  • Kolumbia og Portugal einki mál í sera góðum dysti

    ,

    Í bólki K spældu Kolumbia og Portugal í nátt ein sera góðan dyst, har serliga Kolumbia spældi sera góðan og fótbólt, og at enda fekk bóltin í málið. Men málið varð eftir VAR kolldømt fyri rangstøðu, hóast var torført at síggja í endurtøkunum.

    Málleysi javnleikurin hevði við sæt, atKolumbia vann bólkin og Portugal gjørdist nummar tvey.

    Kolumbia møtia Gana í 1/16-finalunum og Portugal møtir Kroatia.

    Í hinum dystinum í bólkinum vann DR Kongo 3-1 móti Usbekistan. Kongo kom harvið víðari á triðja plássi, og skal møta Onglandi 1/16-finalunum.

    Stigatalvurnar í HM

  • Skotland úti – Steve Clarke sigur upp

    ,

    Á midnátt gjørdist endaliga greitt, at Skotaland er úti úr HM‑endaspælinum, og stutt eftir varð staðfest, at Steve Clarke hevur sagt upp eftir sjey ár sum landsliðsvenjari.

    Tá ið Gana tapti 2‑1 fyri Kroatia, var ikki longur møguligt hjá Skotlandi at røkka millum átta teir bestu tríararnar.

    Clarke skrivar í einum almennum brævi, at tað hevur verið ein heiður at vera “gaffer”, og at leikararnir hava uppiborið alt rós.

    Nú byrjar arbeiðið hjá skotska fótbóltssambandinum at finna ein nýggjan venjara.

  • Kane tók HM-met frá Lineker – Ongland vann bólk L

    ,

    Ongland tryggjaði sær við 2-0 sigri á Panama fyrsta plássið í HM‑bólki L.

    Jude Bellingham stýrdi í seinna hálvleiki einum hornasparki í netið. Síðan avgjørd Harry Kane dystin og fór fram við Gary á Lineker sum mest skorandi enski leikarin í HM‑søguni við ellivu málum.

    Ongland hevði bóltin nógv, men tað var torført at skapa stórar møguleikar, og Panama var eisini vandamikið nakrar ferðir.

    Í hinum dystinum vann Kroatia 2-1 á Gana. Petar Sucic skoraði fyrst, men Derrick Luckassen javnaði. Nikola Vlasic skoraði sigursmálið eftir hornaspark frá Luka Modric, sum við 40 ár og 291 døgum gjørdist elsti leikari nakrantíð at leggja upp til eitt mál í HM.

    Kroatia og Gana eru víðari sum nummar tvey og trý. Ongland møtir helst Senegal í 1/16-finalujni, meðan Kroatia møtir nummar tvey í bólki K, og Gana skal spæla móti vinnaranum í sama bólki. Kolumnia og Portugal spæla í løtuni um fyrsta plássið í bólki K.

    Stigatalvurnar í HM

  • 44 ára gomul gøla kann endurtaka seg í nátt

    ,

    44 ár eru síðan gøluna í Gijon, tá ið Eysturríki og Vesturtýskland spældu ein syndarligan dyst, har ein vesturtýskur 1-0 sigur gjørdi, at bæði liðini komu víðari, samstundis sum Algeria mátti heim.

    Í 80 minuttir spældu teir bóltin runt, og Algeria sendi eftir dysti klagu til FIFA, men tað hjálpti einki.

    Í nátt klokkan 3.00 kann gølan endurtaka seg, og hesaferð er Algeria beinleiðis umboðað í dystinum, tá ið teir spæla móti Eysturríki fyri fyrstu ferð síðan 1982.

    Ein javnleikur kann senda bæði londini víðari, tí bæði hava ein sigur og eitt tap. Eysturríki er nummar tvey orsakað av málmuni.

  • Áki tvey mál móti FCK

    Áki tvey mál móti FCK

    Hoyvíkingurin, Áki Samuelsen, skoraði tvey mál móti FCK í venjingardysti í dag. FCK vann 5-3.

    Áki skoraði eisini í eitt frálíkt mál í venjingardyst fyrr í vikuni.

    Tað hevur verið eitt sindur avmarkað við spælitíð hjá Áka í Allsvenskan, men møguleikin fyri meira spælitíð skuldi verið øktur við góðu avrikunum í venjingardystunum.

    Svenska andskappingin byrjar aftur 4. juli. Mjallby er nummar seks.

    Bolt.fo skrivar, at Mjallby skal spæla Champions League í summar. Teir fingu eitt gott lutakast, og skulu spæla móti vinnaranum av dystinum millum meistararnar úr Gibraltar og Andorra.

  • Messi á beinkinum móti Jordan

    Messi á beinkinum móti Jordan
    ,

    Messi verður á beinkinum í kvøld, tá ið Argentina spælir seinasta bólkadystin móti Jordan.

    Venjarin, Scaloni váttar, at Lionel Messi verður á beinkinum, tí Argentina longu er víðari sum bólkavinnari eftir sigrar á Algeria og Eysturríki.

    Messi skoraði hattrick og síðan tvey mál. Nú fáa aðrir spælarar møguleikan, sigur venjarin. Dysturin móti Jordan verður klokkan 3 í nátt.

  • U20-kvinnurnar stríddust væl, men taptu avgerandi dystin í HM

    U20-kvinnurnar stríddust væl, men  taptu avgerandi dystin í HM

    Føroysku U20-hondbóltskvinnurnar taptu 27-22 fyri Noreg í avgerandi dystinum í bólki H í HM-endaspælinum í Kina. Dysturin skuldi vinnast, um Føroyar skuldu víðari í meginumfarið.

    Noreg legði seg fram um beinanvegin í dystinum. Men seinastu tíggju minuttirnar fyri steðgin stríddu Føroyar seg inn í dystin aftur, og hálvleiksstøðan var 12-10 til Noreg.

    Seinni hálvleikur byrjaði við trimum norskum málum og so var trupult hjá okkara kvinnum at koma aftur í aftur.

    Nakrar ferðir var munurin seks mál. Men okkara góvust ikki so, og við einari væl spælandi Joan Johannesen á høgra veingi og nøkrum bjargingum frá Gyltu á Neystabø komu Føroyar niður á 21-18, og Noreg tók leikbrá.

    Nærri komu Føroyar tó ikki, og úrslitið gjørdist 27-22 til Noreg.

    Føroyskir málskjúttar vóru:
    Joan Johannesen 6, Rakul Borgarlíð Joensen 5, Rakul Christiansen 3, Karin Elisabet Leonsdóttir Kjærbæk 2, Ró Reginsdóttir 2, Silja Geirsdóttir Eystberg 2, Agatha Djurhuus og Marjun Jansdóttir 1.

    Gylta á Neystabø bjargaði 9 av 30 skotum og Maria Beder 1 av 5.

    Dystartøl á heimasíðuni hjá IHF

    Stigatalvan sæst her


    Føroyar halda nú fram í Presidents Cup, har spælt verður um plássini frá nummar 17 til 32.

    Føroyar og Kroatia úr bólki H koma her í bólk við Tunesia og Taivan. Føroyar spæla móti Taivan mánadagin og móti Tunesia týsdagin. Eftir tað verða spældir plaseringsdystir fram til 5. juli.

  • Trossard skaraði burturúr í 5-1 sigri

    ,

    Arsenal-leikarin, Leandro Trossard, gekk undan, tá ið Belgia vann 5-1 móti Nýsælandi og vann bólk G í HM-endaspælinum.

    Belgia hevur havt torført við at skora, men í nátt kom hol á í seinna hálvleiki. Trossard skoraði tvey og legði upp til eitt mál. Kevin De Bruyne, Romelu Lukaku og Alexis Saelemaekers skoraðu hini málini.

    Í hinum dystinum í bólki G endaði javnleiður 1-1 millum Iran og Egyptaland. Bæði liðini eru víðari. Iran fekk mál kolldømt á yvirtíðini, og Egyptaland gjørdist nummar tvey í bólkinum.

    Belgia spælir móti Suðurkorea í 1/16 finalunum, Egyptaland møtir Australia, meðan Iran ikki kennir mótstøðuliðið enn.

    Stigatalvurnar í HM

  • Oyggjaland víðari – Fyrrverandi heimsmeistari úti

    ,

    Spania og Grønhøvdaoyggjar eru komin víðari til 1/16-finalurnar í HM.

    Grønhøvdaoyggjar eru víðari fyri fyrstu ferð nakrantíð. Teir spældu málleysan javnleik móti Saudi Arabia. Teir spældu tríggjar javnleikir í bólkaspælinum, sum er nokk at koma víðari.

    Gleðin var sera stór, tá ið tað var greitt, at landið við 500.000 íbúgvumfólkum var komið víðari. Nú bíða Lionel Messi og Argentina í 1/16-finalunum.

    Hinvegin er tvífaldi heimsmeistarin Uruguai úti. Teir taptu 1-0 móti Spania í nátt.

    Alex Baena skoraði málið í fyrra hálvleiki, tá ið 40 ára gamla málmanslegendan hjá Uruguai, Fernando Muslera, gjørdi ein stóran feil. Muslera bað sjálvur bað um at verða skiftur út í hálvleikinum.

    Spania møtir Eysturríki ella Algeria í 1/16-finaluni.

    Stigatalvurnar í HM

  • Dembele vann á eykaliðnum hjá Noreg

    ,

    Norski landsliðsvenjarin, Ståle Solbakken, valdi heldur óvæntað at spara alt liðið í HM-dystinum móti Fraklandi í bólki I.

    Bæði liðini vóru komin víðari undan dystinum, sum var um fyrsta plássið í bólkinum.

    Ousmane Dembélé legði Frakland fram um beinanvegin og økti eisini til 2-0 um miðjan fyrra hálvleik. Thelo Aasgaard minkaði beinanvegin til 2-1 við góðum málið. Men Ousmane Dembélé var ikki liðugur enn, og skoraði nakrar minuttir seinni til 3-1.

    Í seinna hálvleiki hevði Strand Larsen møguleika at minka um munin við brotssparki, men skotið var sera vánaligt. Í yvirtíðini gjørdi Désiré Doué tað til 4-1 til Frakland.

    Harvið vann Frakland bólkin, og Noreg gjørdist nummar tvey.

    Noreg skal spæla móti Fílabeinsstrondini í 1/16 -finalunum. Frakland møtir væntandi Svøríki.

    Senegal tryggja sær triðja plássið og víðari luttøku við 5-0 sigri á Irak. Tað merkir samstundis, at Skotland ikki kemur víðari.

    Stigatalvurnar í HM

  • City keypir enskan landsliðsleikara fyri 116 milliónir pund

    ,

    Besta enska liðið seinastu tíggju árini, Manchester City, hevur gjørt avtalu við Nottingham Forest um at keypa miðvallaran Elliot Anderson. Tað skrivar Sky Sports.

    Forest hevur givið loyvi til læknakanning, men tað er óvist nær, tí England skal leygardagin spæla móti Panama í HM.

    Prísurin er 116 milliónir pund, og tað ger Anderson til dýrasta bretan nakrantíð. Í Onglandi verður spekulera, um at prísurin ikki er 115 milliónir, tí tað minnir ov nógv um tær tiltiknu 115 ákærurnar móti City fyri fíggjarligt óskil.

    Anderson er er byrjaður inni báðar dystirnar í HM-bólkaspælinum.

    10 teir dýrastu leikararnir í Premier League >>
  • Skotland bíðar eftir HM-lagnuni

    ,

    Torskildi tríararoknskapurin í HM ger, at millum annað Skotland og Svøríki eru í bíðistøðu. Skotland um teir koma víðari, og Svøríki hvørjum teir skulu møta komandi dagarnar.

    Skotland tapti 3-0 fyri Brasili og endaði nummar trý í bólki C við trimum stigum og -3 í málmuni. Teir liggja á 8. plássi á triðjaralistanum, har átta av tólv tríarum koma víðari.

    Støðan er tøtt og fleiri bólkar eru ikki liðugt spældir, og Skotland hevur sambært Opta bara 5,26% møguleika at koma víðari, og nógv úrslit skulu fella rætta vegin, um Skotland skal koma víðari. Men teir mugu bíða, áðrenn teir kunnu fara í summarfrí.

    Svøríki er eisini í óvissu. Teir eru komnir víðari sum tríari, og teir kunnu koma tí ta støðu, at teir skulu bíða til hálvtannað samdøgur áðrenn, hvørjum teir skulu spæla móti í 1/16-finaluni. Møguligt mótstøðuland eru Týskland, Frakland, Noreg, Meksiko ella USA, alt eftir hvussu tríararoknskapurin verður.

    Svensku miðlarnir kalla støðuna ótolandi.

  • Minti um avtalað spæl – Avstralia og Paraguai víðari

    ,

    Seinastu dystirnir í bólki D í HM vóru spældir tíðliga í morgun.

    Paraguai og Avstralia spældu málleysan javnleik, og so vóru bæði liðini víðari til 1/16-finalurnar í HM. Dysturin var sera keðiligur, og ikki løgið um onkur heldur, at úrslitið var avtalað spæl.

    Avstralia endar sum nummar tvey í bólkinum, meðan Paraguai endar á triðja plássi við 4 stgum, sum tryggjar teimum at enda millum átta tey bestu londini í tríararoknskapinum.

    Í hinum dystinum vann Turkaland 3-2 á USA. Hetta vóru fyrstu stigini hjá Turklandi, og ikki nokk at koma víðari. USA hevði hinvegin vunnið bólkin frammanundan eftir sigrar í tveimum teimum fyrstu dystunum.

    USA møtir Bosnia-Hersegovina í 1/16-finaluni, meðan enn er ógreitt hvørjum Avstralia og Paraguai skula spæla móti.

    Stigatalvurnar í HM

  • Svøríki víðari í HM sum tríari

    ,

    Eina løtu sá ikki gott út hjá Svøríki, men við 1-1 javnleiki móti Japan tryggjaði Svøríki sær triðja plássið í bólki F og víðari luttøku í HM.

    Japan var betra liðið stóran part av dystinum, og tíðliga í seinna hálvleiki legði Daizen Maeda Japan fram um.

    Síðan yvirtók spælið, og Anthony Elanga javnaði við góðum skoti fáar minuttir seinni.

    Móti endanum á dystinum hevði Svøríki fleiri góðar royndir móti japanska málinum, men fleiri mál komu ikki.

    Í hinum dystinum í bólki F vunnu Niðurlond 3-1 á Tunesia. Fyrsta málið var sjálvmál. Brian Brobbey økti til 2-0, áðrenn Hazem Mastouri minkaði til 2-1. Jan Paul van Hecke skoraði seinasta málið hjá Niðrulondum.

    Japan gjørdist nummar tvey í bólki F.

    Stigatalvurnar í HM

  • Ekvador vann á Týsklandi og er víðari

    Tað var sum eitt ævintýr, tá ið Ekvador vendi HM‑dystinum móti Týsklandi og vann 2-1, og harvið spældi seg víðari til 1/32-finalurnar.

    Leroy Sané legði Týskland fram um, men Nilson Angulo javnaði skjótt til 1-1.

    Í 77. minutti fall avgerðin, tá ið Gonzalo Plata sendi bóltin upp í nettakið

    Tað er greitt, at Ekvador kemur víðari, tí liðið er ovast á listanum yvir bólkatríararar við 4 stigum. Nakrir av hinum tríarunum hava longu spælt liðugt og kunnu í mesta lagi fáa 3 stig. Tað er tí ómøguligt, at Ekvador fer niður um 8. plássið í tríararoknskapinum.

    Týskland var longu bólkavinnari í bólki E, og Fílabeinsstrondin gjørdist nummar tvey eftir 2-0 sigur móti Kurasau í kvøld.

    Stigatalvurnar í HM

  • Víkingur flongdi skroypiligt HB

    Løgmanssteypið, seinna hálvfinala
    Víkingur – HB 4-0 (2-0) (Samanlagt 5-2)

    Víkingasangurin rungaði í Sarpugerði, meðan HB-viðhaldsfólk smoygdu sær snópin suður aftur til Havnar.

    Víkinginur hevði júst bukað HB av 4-0 í seinnu hálvfinaluni í steypakappinginin og harvið sent HB úr steypakappingini, sum nærum var seinasta vónin hjá havnarfelagnum at spæla seg út í Evropa komandi ár.

    Les alla dystarfrásøgnina
  • U20-kvinnur vunnu á Kroatia

    U20-kvinnur vunnu á Kroatia

    Føroyska U20-kvinnulandsliðið í hondbólti vann annan dystin í HM‑kappingini í Kina og tað hendi í einum sera spennandi dysti móti Kroatia. Føroyar vunnu 23‑22 eftir at hava verið á odda 14‑11 í hálvleikinum.

    Kroatia át seg inn á leiðsluna, men 30 sekund fyri leiklok skoraði Mira Bendix Laursen til 23‑22. Føroyska verjan helt síðstu royndini hjá kroatum burtur og sigurin kom í hús.

    Toppskjúttar vóru Silja Geirsdóttir Eystberg og Rakul Borgarlíð Joensen við 6 mál hvør.

    Í gjár tapti Føroyar 32-22 fyri Japan.

    Leygarmorgunin klokkan 9.15 spæla Føroyar avgerandi dyst um annað plássið í bólki H móti Noreg, og um hvør skal víðari til meginbólkaspælið. Føroyar mugu vinna, annars halda U20-genturnar fram í Presidents Cup, har spælt verður um plássini frá nummar 17 til 32.

    Stigatalvan sæst her

    Dysturin verður at síggja her

    Mynd: Geir Wardum á Hondbóltskjak

  • FIFA útihýsir asiatiskum landi

    Sambært The Guardian hevur FIFA útihýst Nepal frá øllum altjóða kappingum. Orsøkin er “óheimilað íblanding frá triðjaparti”, har ósemja hevur verið millum nepalska fótbóltsambandið og landsins almenna ítróttarmyndugleika.

    Tað er brot á reglurnar hjá FIFA, sum banna almennum myndugleikum at blanda seg upp í fótbóltin.

    Nepal sleppur nú ikki at spæla HM‑kappingar, kappingar um asiatiska meistaraheitið, umframt at landið ikki sleppur at vera við í menningarætlanum hjá FIFA.

  • Maria Biskopstø bøtti um egið met

    Maria Biskopstø bøtti um egið met

    Maria Biskopstø úr Treysti heldur fram við góðu gongdini. Í gjárkvøldii bøtti hon sítt egna føroyska met í 400 metra rimarenning á Boysen Memorial á Bislett í Oslo.

    Hon rann teinin upp á 1.00,56. Gamla metið setti hon í Hvidovre síðsta summar við 1.01,42.

    Hetta er ein stórur bati upp á eitt lítið ár. Maria hevur seinastu mánaðirnar tikið fleiri føroysk met, bæði á 800 metrum og 300 metrum.

  • HB sendir André til hús

    HB sendir André til hús

    HB boðar seinnapartin frá, at felagiðhevur valt at enda samstarvið við André Olsen sum høvðusvenjara hjá HB-monnum.

    Eftir vánaligu gongdina seinastu tíðina, er avgerð tikin um at enda samstarvið millum HB og André Olsen.

    HB er innan stutta tíð at seta nýggjan høvuðsvenjara.

  • AB blómar – HB fánar

    AB blómar – HB fánar

    AB hevur havt eitt gott kappingarár, meðan HB hevur havt eitt vánaligt kappingarár. Tann gongdin helt fram í dag, og AB sendi HB heim aftur um Sandá við einum 3-1 ósigri.

    HB var spælstýrandi fyrsta partin av dystinum. Men tá ið hálvur tími var spældur, gjørdi Amidou Diop í verjuni hjá HB ein rimmar feil og spædi beint til ein AB-ara. Bólturin var siðan lagdur fyri føturnar á Bjarka Hansen og so var 1-0 til argjamenn.

    Luca Ørsted Thorstensen gjørdi tað til 2-0 beint eftir steðgin. Ási Dam gav HB eina lítla løtu eftir. Men tá ið Søren Samulesen gjørdi tað til 3-1 til AB, var eingin vegur aftur hjá HB.

    Við sigrinum fór væl spælandi liðið hjá AB fram um HB upp á fimta pláss í Meistaradeildini.

    HB má hinvegin sigast at vera í stórari kreppu, og sigursvanda felagið skal veruliga halda eyga við niðurflytingarstrikuni, um tað ikki skal enda heilt galið.

    Dysturin á dystir.fo

    Stigatalvan á dystir.fo

  • Barcelona vann Champions League móti Hákun og teimum

    Spanska stórfelagið Barcelona er Champions League vinnari í manshondbólti í 2026 eftir greiðan sigur 37-34 móti Füchse Berlin og Hákun West av Teigum. Í steðginum var støðan 20-16 til Barcelona.

    Í hálvfinaluni í gjár skoraði Hákun West av Teigum upp á allar sínar møguleikar. Men í finaluni í dag hevði Hákun ein minni góðan dag. Hann brendi trý tey fyrstu skotini og mátti út á beinkin. Tá ið hann kom inn aftur seint í dystinum skoraði hann tvær ferðir

    Hetta er annað árið á rað, at Füchse Berlin tapir finaluna í Champions League. Füchse gjørdist eisini nummar tvey í Bundesliguni, men vann týsku steypakappingina.

    Finalan á heimasíðuni hjá EHF

  • Silja til danskan hondbólt

    Unga kyndilskvinnan, Silja Geirsdóttir, fer næsta kappingarár at spæla við Ajax København í næstbestu donsku hondbóltsdeildini. Harvið verður hon liðfelagið hjá Lív og Vár Bentsdóttir Zachariasen og Elsu Egholm.

    Silja, sum er fødd í 2006, hevur verið ein týdningarmikil partur av Kyndilshópinum, ið vann bæði FM og steypið í ár. Hon hevur eisini spælt nógv á føroysku U‑landsliðum.

    Silja er bakspælari. Hon spældi eitt kappingarár við besta kvinnuliðnum hjá EB, men hevur annars altíð spælt við Kyndli.

  • NSÍ gav B36 fyrsta ósigurin og er fremst

    NSÍ gav B36 fyrsta ósigurin og er fremst

    NSÍ vann í kvøld greiðan 3-0 sigur á B36 í oddadystinum hetta umfarið. Hetta var fyrsta tapið hjá B36 í Meistaradeildini í ár.

    Undan dystinum høvdu bæði liðini 26 stig, tað sama sum KÍ.

    B36 hevði meira spæl tíðliga í dystinum. Men brádliga skoraði NSÍ tvey mál eftir lítlari løtu.

    Fyrst fekk Tobias Hestad fótin á eitt innlegg frá Alex Freyr Elisson, og síðan skallaði Michal Przybylski bóltin í málið.

    Nakrar minuttir fyri hálvleik fekk Heini Vatnsdal hjá B36 sítt annað gula kort og mátti av vøllinum.

    Í seinna hálvleiki sendi Viljormur Davidsen eitt fríspark beinleiðis í málið úr spíðskum vinkli til úrslitið 3-0.

    NSÍ er nú fyribils oddalið til KÍ spælir móti Skála í morgin.

    Dysturin á dystir.fo

    Stigatalvan á dystir.fo

  • Ormurin langi størstur var

    Stórur spenningur var undan tíggjumannafarsróðrinum á Eystanstevnu eftir javna róðurin á Norðoyastevnu, tá ið Havnarbáturin vann í seinastu tøkunum.

    Í dag legði Ormurin langi seg skjótt fram um Havnarbátin, og hann dróg Klaksvíkingini fram við sær.

    Í miðróðrinum fór Ormurin langi veruliga undan Klaksvíkingi og sá út til at vinna tryggan sigur. Men tað var um reppið, at Havnarbáturin við einum ordiligum endaspurti tók Ormin langa aftur.

    Teir í Orminum hildu tó stand og vunnu Eystanstevnuróðurin.

    10-mannafør:

    • Ormurin langi (04:32.37)
    • Havnarbáturin (04:33.11)
    • Klaksvíkingur (04:34.32)

    Ormurin langi og Havnarbáturin hava nú 13 stig. Klaksvíkingur hevur 10 stig.


    Hinir róðrarnir

    • Royndin Fríða vann barnaróður 5 mf dreingir (02:34.35)
    • Gulin vann barnaróður 5 mf gentur (02:41.01)
    • Báran vann 5 mf dreingir 14–16 ár (05:07.03)
    • Smyril vann 6-mannafar menn (04:55.27)
    • Drekin vann 5 mf gentur 14–16 ár (05:29.10)
    • Gullbrandur vann 8-mannafar (04:41.01)
    • Fípan Fagra vann 5 mf dreingir 17–18 ár (05:07.47)
    • Froðbingur vann 6-mannafar kvinnur (05:13.18)
    • Sílið vann 5 mf gentur 17–18 ár (05:28.04)
    • Fípan Fagra vann 5 mf kvinnur (05:25.18)

    Síggj øll úrslitini her

  • Hákun fimm mál og í finaluna í Champions League

    Hákun fimm mál og í finaluna í Champions League

    Hákun West av Teigum spældi ein góðan dyst, tá ið Füchse Berlin vann seg í finaluna í Champions League við 40-35 sigri á týsku meistarunum og verandi Champions League-meistara Magdeburg.

    Hákun skorað fyrsta málið í finaluni, og skoraði samanlagt fimm mál við fimm skotroyndum.

    Füchse í neon-gulum troyggjum var frammanfyri meginpartin av dystinum, men miðskeiðis í seinna hálvleiki kom Magdeburg fram um eina løtu, áðrenn Füchse setti trumf á og avgjørdi dystin.

    Füchse er harvið í finaluni í Champions League annað árið á rað. Í fjør taptu teir móti júst Magdeburg.

    Finalan verður spæld í annaðkvøld klokkan 17.00 móti vinnaranum í hinari hálvfinaluni millum Aalborg og Barcelona, sum verður spæld klokkan 17.00 í dag.

    Dysturin á heimasíðuni hjá EHF

    Síggj Hákun skora fyrsta málið
  • 20 ára gamal studentur óvæntað heimsmet í 110 metra rimarenning

    Burtur úr ongum hevur 20 ára gamli amerikanski studenturin, Kobe Tharp, tikið heimsmetið í 110 metra rimarenning.

    Tharp rann teinin upp á 12,75 sekund í NCAA‑universitetsmeistarakappingini í Oregon. 14 ára gamla metið hjá Aries Merritt var 12,80 sekund.

    Tharp segði eftir semifinaluna, at hann bara royndi at yvirliva og koma víðari. Hann var málleysur og segði, at hetta var ikki nakað, hann hevði ætlað. Hann segði seg tó vera væl fyri, og hevði niðurlaga venjingina fyri, at toppa júst nú.

    ESPN sigur, at hetta er fyrstu ferð í 50 ár, at eitt heimsmet verður sett í NCAA.

  • Solbakken: Vit eru øll hyklarar

    Solbakken: Vit eru øll hyklarar

    Norski landliðsvenjarin, Ståle Solbakken, legði ikki fingrarnar millum, tá ið hann møtti fjølmiðlunum á HM-tíðindafundi.

    Hann varð spurdu um irakiska Aymen Hussein, sum varð avhoyrdur í nærum sjey tímar í Chicago.

    Solbakken segði, at “vit eru øll hyklarar”, og at nógv kundi verið gjørt øðrvísi. Hann vísti á bæði visumtrupulleikar og at vertslandið er í kríggi við annað land.

    Hann staðfesti, at nógv uttanum tað ítróttaliga órógvar fyrireikingarnar, og at fleiri støður kundur verið gjørdar øðrvísi. Men Noreg er nú her fyri at spæla fótbólt, segði hann.

    Noreg spælir fyrsta dystin móti Irak týskvøldið klokkan 23.00.

  • Trý reyð kort – Meksiko vann lættliga

    Trý reyð kort  – Meksiko vann lættliga

    Meksiko og Suðurafrika spældu í kvøld fyrsta dystin í HM-endaspælinum.

    Á heimavølli legði Meksiko trýst á Suðurafrika langt frammi á vøllinum, og tað gav longu úrslit í níggjandi minutti, tá ið Suðurafrika misti bóltin, og Julian Quinones skoraði.

    Meksiko var betra liðið og rakti millum annað stongina,

    Tíðliga í seinn hálvleiki fekk Sphephelo Sithole hjá Suðurafrika reytt kort og miðskeiðis í seinna hálvleiki økti Raul Jimenez við einum góðum skallara.

    Móti endanum á dystinum komu tvey reyð kort afturat. Themba Zwane hjá Suðurafrika fyri eitt slag sum VAR tulkaði til reytt kort, og Cesar Montes hjá Meksiko fyri ein neyðbremsu,

    Stigatalvur í øllum bólkum

    Dystarskráin og úrslit

  • Føroyar spæla í Magdeburg móti Portugal, Póllandi og Algeria

    Føroyar spæla í Magdeburg móti Portugal, Póllandi og Algeria

    Føroyar komu í sterka bólk F saman við Portugal, Póllandi og Algeria í HM-endaspælinum í manshondbólti Týsklandi í januar 2027. Føroyar skulu spæla sínar dystir í Magdeburg.

    Føroyar spæla fyrsta dystin móti

    • Algeria 14. januar
    • Póllandi 16. januar
    • Portugal 18. januar

    GETEC-høllin har dystirnir verða spældir tekur 6.500 áskoðarar.

    Um Føroyar koma víðari til meginumfari verða dystirnir í Hannover 20. januar, 22. januar og 24. januar. Trý tey bestu londini í hvørjum bólki koma víðari, og hava innanhýsis stigini við sær.

    Innleiðandi bólkaspælið verður spælt frá 13. januar til 19. januar. Meginbólkaspælið verður spælt frá 20. januar til 25 januar. Finaluumfarið, fjórðingsfinalur, hálvfinala, finala og dystirnir um plássini verða spæld frá 26. januar til 31. januar.

    Síggj allar bólkarnar í HM-endaspælinum