U17-fótbóltur, propaganda og Rolling Stones handan forfalnu múrarnar á heimsins størsta leikvølli

Handan forfalnu og duldarfullu múrarnar koma vit inn til ein U17 dyst millum Sparta Praha og okkurt annað lið.

Vit eru sjálvan arbeiðaradagin, 1. mei, á rundferð í bussi í kekkiska høvðustaðnum Prag nærum vilst inn á ein løgnan ítróttaleikvøll uppi á heygnum eystanfyri Vlatavaánna og víðakendu Karlsbrúnna.

Eingin annar valdi at fara av her, og tað er ikki so løgið, tí hetta sær veruliga út sum ein leivd frá kommunistisku tíðini í Kekkoslovakia, sum landið æt tá.

Strahov Leikvøllurin. Faldarin sigur, at hetta er heimsins størsti ella heimsins næststrørsti ítróttaleikvøllur, sum einaferð rúmaði 250.000 fólkum.

Sum vit ganga fram við langsíðuni økist undranin. Niðurslitnir betongmúrar og graffiti Hvat er hetta fyri nakað?

Handan portrini í teimum mongu inngongdunum hóma vit væl hildnar fótbóltsvøllir, og við onkra inngongd eru nýmótans bussar, sum heilt týðiliga eru ætlaðir ítróttarliðum á høgum stigi. Eisini sæst búmerki hjá kekkiska fótbóltssambandinum á nøkrum vindeygum.

Vit koma til eina stóra inngongd. AC Sparta Praha stendur nútíðar glasbygninginum innanfyri forfaldnu múrarnar. Ein vaktur í einum vaktarhúsi noktar okkum at koma longur inn.

– Tað ber til at sleppa inn hinumegin, fáa vit at vita.

Tað tekur eina góða løtu at ganga rundan um risastóra leikvøllin. Har sleppa vit upp gjøgnum eina smæla forfalna trappuuppgongd, og koma innum múrarnar á hesum áður so stásiliga ítróttarvølli.

Áður nevndi U17-dystur er á skrá. Foreldur og onnur fylgja við, og ein maður noterar, hvat hann sær á vøllinum. Vaktir ganga rundan um vøllin, og inni á vøllinum er lætt at síggja, at hesir ungu menninir spæla fótbólt á høgum støði og uttan iva droyma um, at koma til tær stóru deildirnar í Evropa.

Í dag er Strahov Leikvøllurin venjingarmiðstøð hjá ungdómsliðum hjá Spartak Praha, og heimafturkomin havi eg lisið meg til, at besta liðið hjá Sparta Praha eisini venur her.

Á teimum 63.500 m² eru átta fótbóltsvøllir, og venjingarmiðstøðin hjá kekkiska stórfelagnum.

Eg fari yvir í eina hornið at taka nakrar myndir av øllum leikvøllinum, og áðrenn vit fara út aftur, hevur onkur okkara keypt sær okkurt at svala sær av við í hitanum í Prag hendan várdagin.


Fimleikaframsýningar, propaganda og konsertir

Strahov Leikvøllurin er ein av sermerktastu ítróttarbygningunum í heiminum. Bygdur fyri júst hundrað árum síðan, í 1926, til Sokol‑fimleikastevnur, og gjørdist í 1937 størsti leikvøllurin í heiminum við plássi fyri 250.000 áskoðarum. Risafløtan kundi rúma níggju fótbóltsvøllum í senn.

Undir týsku hersetingini brúktu nazistarnir leikvøllin til samkomur við stórum fólkamongdum og hernaðarframsýningar, sum skuldu vísa styrki og vald.

Eftir kríggið brúktu kommunistarnir Strahov til tær sokallaðu Spartakiadirnar, sum vóru risastórar hópfimleikastevnur, har upp til 200.000 fólk framførdu samstundis. Tiltøkini vóru ætlað at vísa samhaldsfesti, kropsliga styrki og sosialistiska eind. Strahov gjørdist sostatt ein ímynd upp á kommunistiskan hópítrótt og politiska propaganda.

Tá ið kommunisman fall í 1990, beyð nývaldi forsetin og fræslishetjan, Václav Havel, The Rolling Stones vælkomndum, tá ið teir spældu fyri 100.000 áhoyrarum á Strahov. Konsertin gjørdist ein ímynd av nýkomna frælsinum. Seinni spældu millum onnur Pink Floyd og U2 eisini stórar konsertir.

Í dag eru hvørki fimleikaframsýningar ella konsertir á Strahov.

Fleiri framtíðarætlanir hava verið fyri leikvøllin, so sum olympiskur býur, handilsøkið og eitt fjølbroytt býarsamfelag.

Fyribils hevur stóra fótbóltsfelagið í Kekkia, Sparta Praha, gjørt nútíðar venjingarmiðstøð til sítt virksemi handan forfaldnu múrarnar.

Framtíðin hjá Strahov er óviss, men ætlanir eru eisini um tøknikampus, ítróttarakademi, og søguligar framsýningar á hesum áður so stolta leikvølli.

Strahov stendur sostatt í dag á einum vegamóti millum fortíð og framtíð, har eingin veruliga veit, hvussu framtíðin sær út.

Keldur: Sparta Praha og Wikipedia.