Hóast AB beit frá sær, so vann B36 4-1 inni í Vika á Argjum, og nú er árstalsfelagið bara tvey stig frá toppinum.
B36 var omaná fyrst í dystinum, og Bartal Páll Klein legði teir á odda tíðliga. AB fekk tó javnað til 1-1. Tað var Obule Sunday Moses, sum skoraði.
Beint undan steðginum gjørdi AB-málverjin brotsspark, sum Bogi Reinert-Petersen setti í málið. Beint aftaná gjørdi Torgeir Børven tað til 3-1, og innskifti Tobias Hansen gjørdi tað til 4-1.
