Liverpool bíðaða aftur til seinastu løtu at avgera dystin móti Burnley á Turf Moor. Teir vunnu 1-0 við brotssparki frá Mohamed Salah í fimta minutti í yvirtíðini. Liverpoolhevur vunnið allar fýra dystirnar og liggur einsamalt á odda í Premier League við 12 stigum.
Manchester City vann greitt 3-0 á Manchester United í. Phil Foden og Erling Haaland skoraðu málini, og City klatraði upp í topp 8. Hjá United gongur framvegis eitt sindur upp og niður, og tað er stórt trýst á venjaranum Ruben Amorim.
Arsenal vann 3-0 á Nottingham Forest. Martin Zubimendi gjørdist tvímálsskjútti, og Viktor Gyökeres økti til 2-0. Arsenal er á øðrum plássi við 9 stigum.
Tottenham vann 3-0 á West Ham,. Málini skoraðu Sarr, Bergvall og van de Ven. Spurs liggja nú javnt við Arsenal. Tomáš Souček hjá West Ham varð útvístur tíðliga í seinna hálvleiki.
Chelsea og Brentford spældu javnt 2-2. Carvalho javnaði í yvirtíðini, og Chelsea misti leiðsluna.
Newcastle vann 1-0 á Wolves við máli frá nýkeypta Nick Woltemade. Wolves hava enn ikki fingið stig og eru aftast.
Crystal Palace og Sunderland spældi 0-0. Robin Roefs hjá Sunderland bjargaði fleiri ferðir og tryggjaði eitt stig.
Everton og Aston Villa spældi eisini 0-0. Málverjin, Martínez, hjá Villa fekk heiðurin sum besti leikarin. Villa hevur enn ikki vunnið ella skorað hetta kappingarárið.
Fulham vann 1-0 á Leeds við sjálvmáli í yvirtíðini. Fyrsti sigur hjá Fulham í ár.
Bournemouth vann 2-1 á Brighton. Semenyo avgjørdi við brotssparki. Teir eru nú nummar fýra.
Stigatalvan í Premier League