• Alonso skal venja Chelsea

    Londonfelagið Chelsea váttar í morgun, at Xabi Alonso skal taka yvir sum høvuðsvenjari í felagnum.

    Alonso spældi millum annað í Liverpool, Real Madrid og Bayern München.

    Sum venjari tók hann í 2022 við í Bayer Leverkusen. Har gjørdi hann ikki mætari enn at enda á fulkomnu yvirvágini hjá Bayern München, og vann týska meistaraheitið, steypakappingina, og spældi 51 dystir á rað uttan at tapa.

    Hann byrjaåi hetta kappingarárið sum venjari hjá Real Madrid. Men hósast hampiliga góð úrslit, so kom hann í stríð við onkrar av stjørnuleikarunum í kongaliga spanska høvðusstaðarfelagnum, og so var hann sendur til hús.

  • Grønland kom ikki til HM-endapælið

    ,

    Meðan vit her heima kundu frøast um, at manslandsliðið í hondbólti spældi seg til HM, so eydnaðist ikki Grønlandi at gera tað sama.

    Grønland, við føroyska Inga Olsen sum hjálparvenjara, tapti greitt 32-18 fyri USA í finaluni í Norður- og Miðamerikonsku undankappingini, sum var spæld í Iowa í USA.

    Í steðginum stóð 13-10 til USA. Men USA vann fyrstu tíggju minuttirnar eftir steðgin 6-1, og so var eingin veður aftur hjá Grønlandi, sum bara skoraði tvey mál fyrstu 23 minuttirnar í seinna hálvleiki.

    USA vann 32-18 og skal sostatt umboða Norður- og Miðamerkia í HM-endaspælinum í Týskland í januar 2027.

    Føroyar kunnu kom í bólk við USA. Vit eru í styrkisbólki 2 og USA í styrkisbólki 3, tá ið lutakastið verður í München 10. juni.

  • Tóku seg saman eftir steðgin – Síggjast til HM í Týsklandi í januar

    HM-røkkstøkkdystur, seinni dystur
    Føroyar – Bosnia-Hersigovina 33-28 (15-17) (samanlagt 57-50)

    Tað hevði væl verið ein lítil katastrofa, um Føroyar ikki megnaðu at spæla seg til HM-endaspælið í manshondbólti móti Bosnia-Hersigovina í høllini við Tjarnir í kvøld.

    Bosniska liðið var ikki eitt serliga gott landslið, og við tvey máls leiðslu frá fyrra dystinum á útivølli, skuldi hendan uppgávan loysast.

    Eftir ein heldur trilvandi fyrra hálvleiki, strammaði Føroyar skrúvurnar í seinna hálvleiki, og vunnu at enda greitt 33-28.

    Nú verður føroysk innrás í Týsklandi í januar.

    Les alla dystarfrásøgnina
  • Celtic “snýtti” Hearts fyri skotska meistaraheitið

    Fyri fyrstu ferð síðan 1985 hevði eitt annað felag enn Rangers ella Celtic møguleika at gerast skotskur meistar.

    Men í avgerandi dystinum í dag millum Celtic og Hearts, vann Celtic dystin 3-1 og meistaraheitið.

    Shankland skallaði Hearts fram um , men Arne Engels javnaði beinanvegin við brotssparki.

    Tað var nokk hjá Hearts. Men fýra minuttir fyri tíð skoraði Maeda fyri Celtic, og í yvirtíðini staðfesti Osmand meistaraheitið, tá ið hann skoraði í tómt, eftir at málverjin hjá Hearts var farin fram við í royndini venda gongdini.

    Fyribils venjarin hjá Celtic, legendan, MartinO’Neill hevði longu frammanundan vent kappingarárinum hjá Celtic, sum var seks stig aftanfyri, tá ið hann tók yvir, og endaði eitt stig frammanfyri Hearts.

  • Dreymamál tryggjaði Manchester City FA-cup

    Antoine Semenyo skoraði eitt eitt dreymamál við hælinum eitt korter fyri tíð, og so tryggjaði Manchester City 1-0 sigurin á Chelsea í FA-cup finaluni.

    Fyrsta tíman var ikki nógvir møguleikar. Men eftir 72 minuttir endaði eitt gott álop við at Semenyo hælaði bóltin í málið.

    Chelsea var nær við eftir eitt innlegg. Men inn fór bólturin ikki.

    Hetta var triða FA-cup, sum City vinnur undir Pep Guardiola og tað áttanda samanlagt.

  • Jana og Viborg taptu hálvfinaluna í Europa League

    Jana og Viborg taptu hálvfinaluna í Europa League

    Viborg við Janu Mittún á liðnum fingu ongantíð álopsspælið at flóta, og vóru aftanfyri meginpartin av dystinum móti Thüringer úr Týsklandi í hálvfinaluni í Final Four í Europa League.

    Munurin var tó ongantíð stórur, og stutt fyri tíð var javnleikur 24-24. Men týska liðið skoraði tvey mál seinastu løtuna.

    Jana skoraði fýra mál upp á átta royndir og legði upp til eitt mál.

    Nú skulu Viborg og Jana spæla um bronsuna í morgin.

  • Hallur Holm rann 329,7 kilometrar í 48 tímar

    Ultrarennarin, Hallur Holm úr Bragdinum, kom í dag klokkan 12 á mál eftir at hava runnið 329,7 kilometrar í 48 tímar í Viadal Ultra í Skåne í Svøríki.

    Hallur vann kappingina, og rann heilar 38 kilometrar meira enn nummar tvey. Hann tók eisini sítt persónliga met, sum frammanundan var 268 kilometrar. Hann kláraði eisini at renna longri enn tær magisku 200 ensku mílirnar.

    Í kappingini ræður um at renna so langt sum møguligt upp á 48 tímar á eini knapt 700 metra langari grúsbreyt. Hallur rann 489 umgangir hesi bæði samdøgrini.

    Unnustan hjá Halli, Elisabeth Larsen, gavst eftir 94 kilometrar, og var síðan á síðulinjuni sum hjálpari og viðhaldsfólk hjá Halli.

    Á Facebook eru aðrir rennarar hugtiknir av avrikinum hjá Halli, og skriva millum annað “okkara føroyski supermann”, “ótrúligt avrik”, “ein sonn fyrimynd” og “tú ert eitt satt beist”.

  • Geza ikki spæla á Wembley á hesum sinni

    Dreymurin hjá Geza Turi og Grimsby um at spæla uppflytingarfinalu á Wembley brast eftir longda leiktíð í seinna avgerandi dystinum móti Salford.

    Grimsby vann sjálvan dystin í kvøld 2-1, eftir at hava verið aftanfyri. Harvið var samlaða úrslitið 3-3, og longd leiktíð mátti til at avgera, hvør slapp at spæla á Wembley.

    Geza spæli í ein góðan tíma og var skiftur út, tá ið Grimsby var aftanfyri 1-0.

    Í longdu leiktíðini skoraði Salford tríggjar minuttir fyri tíð, og harvið verður tað liðið hjá fyrrverandi Manchester United-leikarunum, David Beckham og Gary Neville, sum skal spæla finalu móti Notts County um at flyta upp í triðbestu deildina

  • Pauli tryggjaði Føroyum gott útgangsstøði

    HM-røkkstøkkdystur, fyrri dystur
    BBosnia-Hersigovina – Føroyar 22-24 (10-12)

    Føroyar fingu eitt sera gott úrslit við sær heim úr Tuzla, tá ið okkara hondbóltsmenn vunnu 24-22 móti Bosnia-Hersigovina.

    Harvið er sera gott útgangsstøði undan seinna dystinum í høllini við Tjarnir leygarkvøldið.

    Les alla dystarfrásøgnina
  • HB vaknaði í seinna hálvleiki

    Løgmanssteypið, fyrra hálvfinala
    HB – Víkingur 2-1 (0-0)

    Eftir ein góðan seinna hálvleik vann HB sær ein lítlan fyrimun undan seinnu hálvlfinaluni í steypakappingini um Løgmanssteypið móti Víkingi í góðveðrinum í Gundadali í dag.

    Les alla dystarfrágreiðingina
  • H71 eigur bróðurpartin av ársins liði

    Hagtalssíðan, Handballstatz, hevur valt ársins lið í bestu hondbóltsdeildini hjá monnum. Liðið er sett saman út frá miðal HBS‑stigum fyri hvønn dyst hjá øllum leikarum, sum hava spælt meira ein tríggjar fjórðingar av dystunum.

    H71 mannar heili fýra av teimum sjey plássunum. Jákup Egholm er á vinstri vongi, Høgni Heinason á vinstri baki, Boas E. á Skipagøtu er spælskipari og Helgi H. Hoydal er strikuleikari.

    StÍF hevur tveir leikarar við. Paula Rasmussen á høgra baki og Silas F. Jacobsen á høgra vongi.

    Í málinum stendur Tórður S. Guttesen úr Kyndli.

    Ársins leikari er einans 17 ára gamli Boas á Skipagøtu úr H71.

    Øll hagtøl í Burndeildini eru her

  • Maria nýtt met í 300 metra renning

    Ungu frælsu ítróttaíðkararnir hava seinnu árini tikið nógv føroysk met, og í vikuskiftinum setti Maria Biskupstø úr Treyst nýtt met í 300 metra renning uttandura.

    Maria rann leygardin í Herning Games 300 metrar uppá 40,72 sekund, og tað er betri enn gamla metið hjá Margit Fríðmundsdóttir á 41,56.

    Maria gjørdist nummar tvey av 21 rennarum, og úrslitið gevur góðar vónir fyri komandi kappingar.

    Uttandura met hjá kvinnum

  • Barca vann á Real og tryggjaði sær meistaraheitið

    Heima á Camp Nou tyggaði Barcelona sær í gjárkvøldið spanska meistaraheitið við at vinna 2-0 móti Real Madrid.

    Eitt stig var nokk, men Barcelona gjørdi skjótt av. Marcus Rashford hamraði eitt frispark upp í hornið í níggjandi minutti, og tíggju minuttir seinni økti Ferrán Torres eftir eitt gott álop.

    Real hótti ongantíð, og Barcelona tryggjaði sær sítt 29. meistaraheitið.

    Annað árið á rað vann Real einki steyp.

    Stigatalvan í La Liga

  • AGF danskur meistari fyrstu ferð í 40 ár

    “Teir hvítu” úr Aarhus gjørdust í dag danskir meistarar í fótbólti fyri fyrstu ferð í 40 ár.

    Eftir at Midtjylland fyrr í dag bara spældi javnt, var greitt, at AGF kundu gerast meistari í dag, um teir vunnu í Brøndby.

    AGF kom eisin ibeinanvegin á sigurskós, tá ið Hendrik Dalsgaard skoraði, og um miðjan fyrra hálvleiki økti Kevin Yakob til 2-0.

    Fleiri mál komu ikki í dystinum, og heima í Aarhus, brast allur býurin er sigursrróp, nú tað endiliga eydnaðist stórfelagnum í “Smilets by” at vinna meistaraheitið, hóast ein dystur manglar at spæla.

    Stigatalvan í superliguni

  • Arsenal knógvaði seg til sigurs í meistarastríðnum

    Í einum sera dramatiskum dysti, megnaði oddaliðið í Premier League akkurát at vinna trý sera týðandi stig móti West Ham á útivølli.

    Leingi var málleyst á London Leikvøllinum og málverjin hjá Arsenal, David Raya hevði eina dystarvinnandi bjarging, beint áðrenn Arsenal skoraði einasta málið í dystinum.

    Leandro Trossard skoraði eftir sera gott forarbeiða av norðmanninum Martin Ødegaard.

    Dramatikkurin var ikki av, tí í yvirtíðina fekk West Ham bóltin inn um málstrikuna. Men eftir langan steðg, avgjørdi VAR, at fríspark var gjørti móti Raya í málinum hjá Arsenal, og málið var kolldømt.

    Arsenal er nú við 79 stigum fimm stig framman fyri Manchester City, sum hevur spælt ein dyst færri.

    Stigatalvan í Premier League

  • Hákun og teir elta plássið í Champions League

    Hákun West av Teigum skoraði seks ferðir, tá ið Füchse Berlin í dag vann heili 35-28 á Kiel, sum mátti klára seg uttan skadda Elias á Skipagøtu.

    Berlin var á odda 18-16 í steðginum og hevði tamarhald. Hákun var millum næstbestu málskjúttarnir, og nú er Füchse eitt stig frá Champions League plássi.

    Kiel stríðist við at koma á plássini, sum geva evropeiskan hondbólt næsta kappingarár.

    Stigatalvan í Bundesliguni

  • EB/Streymur og Víkingur deildu stigini

    Víkingur megnaði ikki at vinna sær øll stigini, tá ið teir vitjaðu EB/Streym við Margáir í Streymnesi.

    Dysturin var hendingarríkur og spældur við nógari ferð, og hóast Víkingur hevði stóra yvirvág, endaði tað 1-1.

    Búi Egilsson legði EB/Streym á odda við fínum skallara, men Jákup Johansen javnaði, tá ið málverjin misti bóltin.

    Hóast stóra Víkingayvirvág í seinna hálvleiki komu ikki fleiri mál.

    Við tí eina stiginum er Víkingur nú ájavnt við HB við ellivu stigum. EB/Streymur er framvegis niðast.

    Dysturin á dystir.fo

    Stigatalvan í Meistaradeildini Menn á dystir.fo

  • FC Suðuroy bukaði TB av

    FC Suðuroy bukaði TB av í fyrsta dystinum um Suðuroynna í 1. deild hetta kappingarárið. Tað gjørdist ein greiður 4-1 sigur við Stórá.

    Einki mál kom í fyrra hálvleiki, men eftir steðtin legði Kouassi Dieudonne Yao FC Suðuroya á odda, og so økti Olivur Renéson Thomsen til bæði 2-0 og 3-0, áðrenn Páll Johannesen gjørdi tað til 4-0.

    TB fekk troystarmál seint í dystinum, tá ið Omar Sheik Ali skoraði.

    FC Suðuroy hevur beina kós upp aftur í Meistaradeildini, meðan TB bara er tvey stig omanfyri niðurflytingarstrikuna.

    Stigatalvan í 1. deild á dystir.fo

  • City leggur trýst á Arsenal

    Manchester City vann í dag 3-0 móti Brentford og kom aftur á sigurskós eftir javnleikin móti Everton seinasta umfar.

    Jérémy Doku skoraði eitt framúr mál til 1-0, og Erling Braut Haaland økti til 2-0 við einum h(æ)ldigum hælsparki.

    City hevði tamarhald allan dystin, og OmarMarmoush gjørdi tað til 3-0 í yvirtíðini eftir upplegg frá Haaland.

    Nú eru bara tvey stig upp til Arsenal í toppstríðnum, og trýst er á Arsenal at vinna á West Ham á útivølli í morgin.

  • B36 stinnir móti fánandi meistarum

    Meistaradeildin menn
    B36 – KÍ 1-1 (1-0)

    Annað vikuskiftið á rað er nýtt oddalið í Meistaradeildini. B36, sum tók oddasessin frá NSÍ seinasta umfar, spældi í kvøld javnt 1-1 móti føroyameistarunum úr KÍ, og harvið er NSÍ aftur fremst eftir sigurin á HB í gjárkvøldið.

    Les alla dystarfrásøgnina
  • Lyklaleikari í NSÍ til 2031

    Landsliðsleikarin, Petur Knudsen, hevur longt sáttmálan við NSÍ við heili fimm árum fram til 2031.

    Hann kom aftur til NSÍ í 2024 eftir tvey ár í donskum og amerikonskum fótbólti.

    Samanlagt hevur hann spælt 190 dystir og skorað 82 mál fyri NSÍ.

  • Tíðindafólk velja Fernandes til ársins leikara í Premier League

    Portugiski miðvallarin hjá Manchester United, Bruno Fernandes, er í kvøld valdur til ársins leikara av Football Writers’ Association eftir eitt sera gott kappingarár.

    Hann hevur skorað átta mál og lagt upp til heili 19 í Premier League. Hann eigur stóran leiklut í, at United hevur spælt seg til Champions League komandi kappingarár.

    Hann fekk 45% av atkvøðunum frá tíðindafólkunum, greitt frammanfyri Declan Rice og Erling Haaland

    Fernandes er fyrsti United‑leikari at vinna heiðurin síðan Wayne Rooney í 2010

  • Przybylski sendi HB til Havnar við ongum

    Meistaradeildin menn
    NSÍ – HB 2-1 (1-1)

    NSÍ reisti seg í kvøld aftur eftir ósigurin fyri B36 seinasta vikuskiftið..

    Michal Przybylski var stóri maðurin í Runavík í kvøld, og skoraði bæði málini fyri NSÍ í 2-1 sigrinum móti HB, sum hevur fingið sera vánaliga byrjan upp á kappingarárið, nú ein triðingur av kappingini er spældur.

    Les alla dystarfrágreiðingina
  • Bjarni og Allan íslendskir meistarar

    Landsliðsleikararnir, Allan Norðberg og Bjarni í Selvindi, hava nú vunnið íslendska meistaraheitið við Vali eftir eina dramatiska fimtu finalu móti FH.

    Valur var omaná so at siga allan dystin og vann 27‑26 á FH.

    Bjarni í Selvindi skoraði fýra ferðir og Allan tvær ferðir. Allan spældi allar 60 minuttirnar í verjuni. FH hevði 23 sekund at javna móti endanum av dystinum, men verjan hjá Vali helt tætt.

    Hetta er fyrsta meistaraheitið hjá teimum báðum í Íslandi.

    Í næstu viku skulu teir við landsliðnum spæla avgerandi HM-undandystir móti Bosnia-Hersigovina.

  • Leikari hjá Real heilaskjálvta eftir bardaga við liðfelaga

    Tað gongur ikki altíð stillisliga fyri seg í Real Madrid, men nú ber av.

    Fraklendingurin, Federico Valverde, hevur fingið heilaskjálvta, eftir hann bardist við liðfelagan Aurélien Tchouaméni undir venjing.

    Real váttar hendingina, og at málið verður kannað.

    Valverde má nú halda seg í friði í tíggju til fjúrtan dagar. Valverde hevur eisini fingið fleiri pentur av bardaganum. Hann verður harvið ikki við í El Classico móti Barcelona í vikuskiftinum.

    Spanskir miðlar skriva um vánaligt huglag í hópinum hjá Real, og at hesin bardagin var eitt framhald frá einum bardaga frá degnum fyri.

  • Estiskur áleypari hjá HB fer heim

    HB boðar í kvøld frá, at felagið er komið ásamt við estiska áleyparan, Erik Sorga, um at enda samstarvið av persónligum orsøkum.

    HB styrkti seg við 26 ára gamla áleyparanum undan kappingarbyrjan.

    31 landsdystir og fýra mál fyri Esland boðaðu frá, at hesin leikarin kundi gerast góður. Men teir fimm dystirnar hann spældi við HB fekk hann lítið burtur úr og skoraði einki mál.

    Tað mest minniliga, hann gjørdi í føroyskum fótbólti, var at missa bóltin mitt á miðjuni móti KÍ, sum skoraði upp á eftirfylgjandi álop.

  • IOC loyvir Hvítarusslandi við til OL aftur

    Altjóða olympiski felagskapurin IOC hevur avgjørt at loyva Hvítarusslandi aftur í altjóða ítrótti aftaná fleiri ár við banni.

    Avgerðin merkir, at landið aftur kann vera við á Olympisku leikunum og Paralympics undir egnum flaggi, eisini í liðkappingum.

    Hvítarussland varð útihýst í 2022 orsakað av leiklutinum í innrásini í Ukraina, og síðan hava ítróttarfólk bara verið við sum uttanveltað.

    Nú eru allar avmarkingar tiknar burtur, og landið er tikið inn í hitan aftur

  • PSG vann stórdystin og er í CL-finaluni

    Seinna hálvfinalan í Champions League millum Bayern München og Paris Saint-Germain var ikki líka hendingarík, sum tann fyrsta, ið endaði 5-4 til PSG.

    Dysturin byrjaði tó við einum málið, tá ið PSG skoraði longu í triðja minutti. Kvaratskhelia fann Dembélé, sum bankaði bóltin upp í nettakið.

    Bayern royndi alt, og Harry Kane javnaði í yvirtíðini við einum frílíkum skoti inni í brotsteiginum við vinstra beini. Men tað var ov seint.

    PSG er nú klárt til finaluna móti Arsenal leygardain 30. mei í Budapest.

  • Kyndil er føroyameistari hóast VÍF gav góða mótstøðu

    SMS-deildin, 4. FM-finala
    VÍF – Kyndil 28-30 (14-17) (Kyndil er føroyameistari 1-3)

    Kyndil kom skjótt nøkur mál fram um VÍF í fjórðu FM-finaluni, sum var spæld í høllini í Vestmanna í kvøld.

    Hesin munurin skuldi vísa seg at gerast rættiliga avgerandi, tí hóast VÍF fleiri ferðir var um at fáa Kyndil aftur, so helt Kyndil seg framman fyri alla tíðina, og vann dystin 30-28.

    Kyndilskvinnur eru harvið føroyameistarar 2026, eftir fýra spennandi FM-finalur.

    Les alla dystarfrágreiðingina
  • Hákun brendi í brotskast – Füchse í Final Four

    Hákun West av Teigum brendi sum tann einasti hjá Füchse Beinlin í brotskastkappingini, men tað eyndaðist kortini Füchse at vinna brotskastskappingina móti Veszprém úr Ungarn og harvið spæla seg til Final Four í Champions League.

    Dysturin endaði 31-30 í Berlin, og samanlagt stóð á 65-65, Füchse vann sær góða leiðslu í fyrra hálvleiki, men Veszprém kom aftur í aftur og í steðginum var 16-14 til Füchse..

    Í seinna hálvleiki leikaði javnt á, men Füchse var alla tíðina framman fyri. Fýra minuttir fyri tíð javnaði Veszprém, Men Füchse megnaði at vinna 31-30, og harvið fáa brotskastskapping.

    Hákun skoraði tvey mál í vanligu leiktíðini.

    Final Four verður í Lanxess Arena í  Köln í juni.

  • Málverjin hjá VÍF kvinnum heim til Danmarkar

    Málverjin hjá VÍF kvinnum heim til Danmarkar

    Danski málverjin hjá VÍF‑kvinnum, Ida Mai Nielsen, fer aftur til danskan hondbólt, eftir tvey kappingarár í Vestmanna.

    21 ára gamli málverjin skal spæla fyri SIK Viborg Håndbold í næstbestu donsku deildini. Talan ikki um Viborg HK, har Jana Mittún spælir.

    Ida Mai sigur, at hon eftir tvey frálík ár í Føroyum vil heim aftur til Danmarkar.

    Ida Mai hevur enn møguleika at enda tíðina í Føroyum sum føroyameistari. VÍF spælir í hesum døgum FM-finalur móti Kyndli, og støðan eftir tríggjar finalur er 2-1 til Kyndil.

    Spælt verður best av fimm finalum, og í fjórðu FM-finaluni, sum verður spæld í Vestmanna í kvøld klokkan 19.00, má VÍF sostatt vinna fyri at halda lív í FM-vónini.

  • Arsenal í finaluna í Champions League

    Londonfelagið Arsenal spældi seg í kvøld í finaluna í Champions League. Teir vunnu 1-0 móti Atletico Madris heima á Emirates leikvøllinum og samanlagt 2-1.

    Bukayo Saka skoraði einast málið í dystinum beint fyri steðgin, tá ið hann beindin ein leysan bólt í málið, eftir at Jan Oblak í málinum hevði bjargað einum skoti frá Leandro Trossard.

    Tað eydnaðist ongantíð Atletico veruliga at hótta Arsenal í seinna hálvleiki, og í veruleikanum var Arsenal nærri við at økja, og tí var sigurin uppiborin.

    Í finaluni á Puscas leikvøllinum í Budapest í Ungarn 30. mei skal Arsenal spæli móti Bayern München ella Paris Saint-Germain, sum spæla seinnu hálvfinaluna í annaðkvøld.

    Hetta kappingarárið kann gerast nakað heilt serligt fyri Arsenal, sum ongantíð hevur vunnið stóra evropeiska steypið. Teir eru eisini fremstir í ensku Premier League, nú tríggir dystir eru eftir at spæla.

  • B36 tók sigurin og oddasessin frá NSÍ

    NSÍ hevði møguleikarnar, meðan B36 skoraði. Soleiðis kann dysturin í Gundadali í kvøld lýsast í stuttum.

    Serliga fyrstu løtuna var NSÍ nógv betri, og spældi sum eitt oddalið. Sendingarnar millum leikararnar sótu væl, og NSÍ kom eisini til góðar møguleikar.

    Les alla dystarfrágreiðingina
  • Inter italskur meistari

    Inter gjørdist í kvøld italskur meistari fyri 21. ferð eftir 2-0 sigur móti Parma.

    Milanofelagið skuldi bara hava eitt stig, og tryggjaði sær meistaraheitið longu í triðseinasta umfari.

    Marcus Thuram og Henrikh Mkhitaryan skoraðu málini, sum staðfestu meistaraheitið.

    Inter hevur vunnið næstflest italska meistaraheiti. Juventus hevur vunnið 36 ferðir, og AC Milan hevur vunnið 19.

  • U17-fótbóltur, propaganda og Rolling Stones handan forfalnu múrarnar á heimsins størsta leikvølli

    Handan forfalnu og duldarfullu múrarnar koma vit inn til ein U17 dyst millum Sparta Praha og okkurt annað lið.

    Vit eru sjálvan arbeiðaradagin, 1. mei, á rundferð í bussi í kekkiska høvðustaðnum Prag nærum vilst inn á ein løgnan ítróttaleikvøll uppi á heygnum eystanfyri Vlatavaánna og víðakendu Karlsbrúnna.

    Eingin annar valdi at fara av her, og tað er ikki so løgið, tí hetta sær veruliga út sum ein leivd frá kommunistisku tíðini í Kekkoslovakia, sum landið æt tá.

    Lesa alla greinina
  • Julian bøtti um metið í hálvmarathon á heimavegi

    Julian bøtti um metið í hálvmarathon á heimavegi

    Julian Gregersen úr Treysti heldur fram at seta nýggj føroysk met, og leygarmorgunin bøtti hann um sítt egnað met í hálvum marathon.

    Hann vann NS-hálvmarathon á heimavegi í Klaksvík, og brúkti 1 tíma 7 minuttir og 27,3 sekund um at renna teir 21,1 kilometrarnar.

    Hjá kvinnunum vann Bjørk Herup Olsen úr Bragdi við tíðini 1:27:8,3, sum eru undir Oyggjaleikakravið.

    Julian hevur seinasta árið tikið ein rúgvu av føroyskum metum, og hann átti frammanundan sjálvur metið í hávlum matathon, sum hann setti í Valencia í heyst við tíðini 1:07:57.

    Hann hevur eisini tikið legendariska metið hjá Absaloni Hansen í marathon, umframt at eiga metini á 1500 metrum, fimm kilometrum á breyt, 5 kilometrum á vegi og 10 kilometrum á vegi.

    Treysti skrivar at 121 rennarar gjøgnumførdu NS-hálvmarathon.

  • PSG og Bayern málframsýning í einum av tíðarinnar dystum

    Ofta liva dystir ikki upp til stórar vónir frammanundan. Men tað gjørdi kvøldsins hálvfinala í Champions League millum Paris SG og Bayern München, sum var við fullari ferð og fótbólti á hægsta stigi frá byrjan til enda.

    Harry Kane legði Bayern fram um við brotssparki, áðenn Khvicha Kvaratskhelia javnaði og João Neves legði PSG fram um.

    Beint fyri hálvleik javnaði Michael Olise fyri Bayern, og í yvirtíðini í fyrra hálvleiki fekk PSG eitt ivasamt brotsspark, sum Ousmane Dembélé sendi í málið til hálvleiksstøðuna 3-2.

    Framúr álopsspælið helt fram í seinna hálvleiki, og áðrenn korterið var spælt høvdu Kvaratskhelia og Dembélé gjørt tað til 5-2 til heimaliðið.

    Fótbóltsframførslan helt fram, og tað gekk ikki long tíð, so minkaði Dayot Upamecano til 5-3, tá ið hann skallaði bóltin í málið.

    Løtu seinni skoraði Luis Diaz eitt framúrskarandi mál, tá ið hann tamdi ein bólt inn um verjuna frá Harry Kane, legði bóltin til rættis og sendi bóltin í málið til 5-4.

    Bayern royndi at fáa javnandi málið, men PSG var nær við at økja, tá ið eitt skor rakti málrammuna. Og beint áðrenn seinasta bríkst bjargaði PSG á strikuni eftir hornaspark.

    Fótbóltsheimurin gleðir seg longu til seinnu hálvfinaluna í Bayern mikudagin í næstu viku.

  • Filip Jojic toppskjútti í Burndeildini

    Handballstatz gjørt yvirlit yvir toppskjúttarnar í Burndeildin við monnum.

    Toppskjúttin í ár gjørdist, eins og so ofta áður, Filip Jojic úr VÍF, sum skoraði 165 mál.

    Filip hevur gjørt eitt ordiligt comeback í málskjótingini hetta kappingarárið.

    Leikarin við flest leikmálum, tá ið brotskøst ikki eru tald við, varð topskjúttin frá í fjør, William Skovsager úr Kyndli.

    Øll hagtølini í Burndeildini eru á handballstatz.com

  • City og Chelsea í FA-Cup finaluni

    Tað verða Manchester City og Chelsea, sum skulu spæla finaluna í kendu ensku steypakappingini, FA-cup, leygardagin 16. mei.

    Manchester City vann leygardagin 2-1 á Southampton. Nico González skoraði avgerandi málið seint í dystinum. Finn Azaz legði annars Southampton fram um ellivu minuttir fyri tíð. Men Jérémy Doku janvaði til 1-1 tríggjar minuttir seinni. Hetta var fjórða finalan á rað hjá City.

    Chelsea vann sunnudagin 1-0 á Leeds. Enzo Fernández skoraði einasta málið mitt í fyrra hálvleiki. Chelsea er í síni fyrstu FA-cup finalu síðani 2022.

  • Skála lumpaði oddaliðið NSÍ

    NSÍ var á veg móti greiðum sigri, men Skála javnaði til 3-3 langt inni í yvirtíðini.

    NSÍ kom á odda við máli frá Marius Kryger Lindh. Simon Jørgensen javnaði fyri Skála, áðrenn Daniel Obbekjær og Aleks Freyr Elisson fyrsta korterið í seinna hálvleiki gjørdu til 3-1 til NSÍ.

    Men skálamenn stríddust víðari. Simon Jørgensen minkaði við brotssparki, tá ið ein tími var spældur, og í yvirtíðini lyfti Bjarti Thorleifsson fríspark hegnisliga upp um manngarðin til 3-3.

    Stigatalvan á dystir.fo

  • B36 bjóðar av í toppinum

    Hóast AB beit frá sær, so vann B36 4-1 inni í Vika á Argjum, og nú er árstalsfelagið bara tvey stig frá toppinum.

    B36 var omaná fyrst í dystinum, og Bartal Páll Klein legði teir á odda tíðliga. AB fekk tó javnað til 1-1. Tað var Obule Sunday Moses, sum skoraði.

    Beint undan steðginum gjørdi AB-málverjin brotsspark, sum Bogi Reinert-Petersen setti í málið. Beint aftaná gjørdi Torgeir Børven tað til 3-1, og innskifti Tobias Hansen gjørdi tað til 4-1.

    Stigatalvan á dystir.fo

  • B68 vann stig móti Víkingi

    Toftamenn hava fingið gongd á í Meistaradeildini. Seinasta vikuskiftið vunnu teir móti HB og í dag tóku teir stig frá Víkingi.

    Jákup Johansen legði Víking fram um beint fyri steðgin. Men B68 vendi dystinum til 2-1, tá ið Loick Lespinass og Sebastian Lau Nielsen skoraðu tvey mál upp á tríggjar minuttir.

    Fýra minuttir fyri leikloki javnaði Jørgen Nielsen til 2-2.

    Toftamenn hildu fast, sjálvt um Ahmet Latif fekk reytt og teir vóru undirmannaðir sjey teir seinastu minuttirnar.

    Stigatalvan á dystir.fo

  • 07 vann týðandi dyst móti EB/Streymi

    Vágamenn vunnu botndystin móti sundalagsmonnum 2-0 í Streymnesi í dag. Harvið komu teir upp um niðurflytingarstrikuna..

    Ole Arntsen skoraði sítt fyrsta mál fyri 07 Vestur, tá ið hann sendi fríspark upp um manngarðin og í málið. Stutt eftir økti Jasper Van Der Heyden til 2-0.

    Talan var um javnan dyst, har málleyst var í hálvleikinum.

    EB/Streymur er nú undir strikuni.

    Stigatalvan á dystir.fo

  • Turið skoraði sjey tey seinastu málini fyri Kyndil í FM-finalu sigri

    SMS-deildin kvinnur, fyrsta FM-finala av fimm møguligum
    Kyndil – VÍF 29-27 (16-13)

    Hóast 29-27 ikki ljóðar av nógvum, so var lítil spenningur í seinastu tjúgu minuttirnar í fyrstu FM-finaluni í bestu kvinnudeildin í hondbólti.

    Kyndil legði seg avgerandi fram um tíðliga í seinna hálvleiki, og so var eingin vegur aftur hjá VÍF.

    Les alla dystarfrásøgnina
  • KÍ fótaði sær og sendi HB út í kreppu

    Meistaradeildin menn
    HB- KÍ 0-2 (0-2)

    Lagið í HB-húsinum var út av lagið eftir dagsins dyst, meðan KÍ-trummurnar trummaðu tiltikna KÍ-sangin í bygdaskýlinum.

    KÍ vann greitt 2-0 í Gundadali í dystinum, har tað frammanundan var sagt, at tapandi liðið fór at vera í kreppu.

    Les alla dystarfrásøgnina
  • Heimsmet: Sawe fyrstur at renna marathon skjótari enn 2 tímar

    Heimsmet: Sawe fyrstur at renna marathon skjótari enn 2 tímar

    Fyri fyrstu ferð nakrantíð hevur ein rennari runnið Marathon skjótari enn tveir tímar.

    Í London Marathon í morgun rann 31 ára gamli kenjarin, Sabastian Sawe, teir 42.195 metrarnar við tíðini 1 tímar 59 minuttir og 30 sekund. Eisini Yomif Kejelcha úr Etiopia, sum gjørdist nummar tvey, rann undir tveir tímar við 1:59:41.

    Hjá kvinnunum vann etiopiska Tigist Assefa við tíðini 2:15:41. Tað er eisini nýtt heimsmet í Marathon, har bara kvinnur eru við. Í Marathon, har bæði kyn eru við, er skjótasta kvinnan nakrantíð Ruth Chepngetich úr Kenja við 2:09:56.

    London Marathon er stórhending í enska høvðusstaðnum, og 59.000 rennarar runnu í “Streets of London” í morgun.

  • Óli og GOG kós móti hálvfinalunum

    Óli Mittún og GOG eru nú næstfremst í bólki 1 í ovara endaspælinum í donskum hondbólti eftir 29-27 sigur á Fredericia. GOG var á odda 15-12 í steðginum. Óli skoraði trý mál .

    GOG er sostatt á greiðari hálvfinalukós við fimm stigum. Fýra av seks umførum eru leikt í ovara endaspælinum.

  • SÍ er steypavinnari hjá monnum

    SÍ vann steypafinaluna hjá monnum eftir fimmsettara ímóti ÍF í høllini við Tjarnir.

    Settúrslitini vóru 25-23, 17-25, 21-25, 25-22 og 15-12.

    ÍF legði seg á odda 2-1 og var frammanfyri 17-13 í fjórða setti, men SÍ vendi settinum og og vann javnbrótaran.

    Hetta er áttanda ferð, at SÍ vinnur steypakappingina.

    Dagsins leikari gjørdist Hákun Nón hjá ÍF.

  • Mjølnir er steypavinnari hjá kvinnum

    Kvinnur hjá Mjølnir eru steypavinnarar eftir 3-1 sigur á TB í høllini við Tjarnir.

    Settúrslitini vóru 25-17, 25-19, 22-25, 25-20.

    Ásla Johannesen úr Mjølnir gjørdist dagsins leikari.

    Hetta er níggjandu ferð, at Mjølnir vinnur steypakappingina hjá kvinnum

  • Bartal í stórformi enn eitt føroyskt met

    Bartal Erlingson Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag setti í dag í Swim Open Tórshavn føroyskt met i 100 metra frísvimjing á langgeil við tíðini 51,50 sekund. Líggjas Joensen átti meti frammanundan við tíðini 51,68, sum hann setti fyrr í ár.

    Bartal setti eisini tvey met í gjár

    Menninir hjá Havnar svimjifelag settu eisini føroyskt met í dag í 4×100 metra blandaðari svimjing við tíðini 3.57,62.

    Teir, ið mannaðu liðið vóru, Óli Mikkelsen; ryggsvimjing, Bartal Erlingsson Eidesgaard; bringusvimjing, Ísak Brisenfeldt: firvaldasvimjing og Silas Dam Lindberg, frísvimjing.

    Føroysk met í svimjing