• Kyndilskvinnur fara helst við fyrsta plássinum

    Kyndilskvinnur fara helst  við fyrsta plássinum

    Fimm dystir í bestu kvinnudeildini í hondbólti eru spældir um vikuskiftið, og allir endaðu við teimum væntaðu sigrunum.

    Fríggjakvøldið vann Kyndil 37-21 móti VB suðri í Vági. Í gjar vunnu føroyameistararnir, H71 heili 43-19 móti EB í høllini við Streymin.

    Í dag vann VÍF 38-17 móti StÍF, Kyndil 39-27 móti Stjørnuni, og Neistin 31-16 móti VB í Vági.

    Nú landskappingin fer í ein steðg í nakrar vikur orsaka av landsdystum og steypakapping liggur Kyndil nummar eitt, og sær út til at fara við tí eina plássinum, sum gevur beinleiðis atgongd til hálvfinalurnar. Hitt beinleiðis plássið í hálvfinalurnar, kappast H71 og VÍF um.

    Í botninum er spennandi, um tað verður VB ella EB, sum fer avstað við seinasta plássinum

    Stigatalvan á hsf.fo

  • Jana og Viborg kós móti fjórðingsfinlunum í European League

    Jana og Viborg kós móti fjórðingsfinlunum í European League

    Jana Mittún og Viborg tóku í dag eitt stórt stig móti fjórðingsfinalunum í EHF European Cup, tá ið tær vunnu 34-28 móti CSM Corona Brasov á útivølli í Rumenia.

    Fyrri hálvleikur var heilt javnur, og liðini fóru til steðgin við 17-17.

    Eftir steðgin fekk Viborg yvirvág og dróg frá móti endanum.

    Jana Mittún skoraði trý mál og stýrdi álopsspælinum hjá Viborg næstan allan dystin. Hon hvíldi seg ofta, tá ið Viborg vardi.

    Tvey tey fremstu liðini í hvørjum bólki koma í fjórðingsfinalurnar. Viborg er nummar tvey í bólki D við 6 stigum og eru trý stig framman fyri Brasov á triðja plássi, nú tveir dystir eru eftir í bólkaspælinum. So tað sær veruliga gott út hjá Viborg.

  • OL: Superstjørnan Lindsey Vonn datt ógvisliga

    OL: Superstjørnan Lindsey Vonn datt ógvisliga

    41 ára gamla amerikanska skíðdrotningin, Lindsey Vonn, sum valdi at kappast í olympisku leikunum, hóast hon sleit krossbandið í januar, datt, tá ið hon skuldi gera tað stóru afturkomuna og tann stóra endabrestin og vinna olympiskt gull í strok á olympisku leikunum í Italia.

    Hon kom ov nær einum breytarflaggi, datt ógvisliga og var liggjadi í kavanum, meðan hon rópti av pínu. Tað var, sum tíðin stóð still, fólk hildu ondini, og tað var púra kvirt kring skíðbreytina.

    Hon var viðgjørd í fleiri minuttir, áðrenn hon var flogin burtur við tyrlu.

    Lindsey Vonn tók skíðurnar fram aftur fyri einum árið síðan, eftir hon var givin í 2019. Les meira um tað her.

    Landskvinnan hjá Lindsey Vonn, Breezy Johnson, vann gullmerki í strok.

  • Hesi vunnu heiðrarnar á ÍtróttaFagnaðinum 2025

    Hesi vunnu heiðrarnar á ÍtróttaFagnaðinum 2025

    ÍtróttaFagnaðurin 2025 var í Varpinum í Klaksvík í gjárkvøldi og var eisini vístur í Sjónvarpinum.

    Hesi vunnu ymisku heiðrarnar
  • Skíðdrotning ætlar sær olympiskt gull við nýggjum knæi og norskum venjara

    Tey fyrstu árini hjá Sjónvarpi Føroya, sóu føroyingar nógvan skíðítrótt frá norskum sjónvarpi., og føroyingar kendu stjørnur sum italska alpinskíðaran, Alberto Tomba, norska skíðrennaran, Bjørn Dæhlie, og eysturtýsku skoytudrotningina, Katarinu Witt. Nógv er broytt, og í dag hoyra vit valla eitt orð um vetrarítrótt herheima.

    Í februar verða olympisku vetrarleikirnir í italsku býunum Milano og Cortina d’Ampezzo. Ein av stjørnunum, sum verður við, er aldrandi amerikanska alpinskíðdrotningin Lindsey Vonn, sum setti skíðirnar á hillina í 2019.

    Við nýggjum knæi, nýggjum móti og norskum venjara, hevur 41 ára gamla Vonn tikið øll av bóli og er nú aftur millum heimsins bestu.

    Les alla greinina
  • EM dystargreining: Takk fyri enn eitt ævintýr

    EM dystargreining: Takk fyri enn eitt ævintýr

    EM – hondbóltur menn, Unity Arena í Oslo í Noreg
    Slovenia – Føroyar 30-27 (16-15)

    Hóast vit øll eru vónbrotin, um ikki at koma víðari til meginumfarið í Malmø, so kunnu vit ikki annað enn takka okkara hondbóltshetjum fyri enn eitt ævintýr, sum einki stendur aftanfyri Berlin.

    Tit eru fantastiskir og góvu okkum nakrar ógloymandi løtur í Unity høllini í Fornebu í Oslo, har vit fóru gjøgnum allar kenslur, frá ovfarakæti til tómu kensluna, tá ið ævintýrið var av eftir 30-27 ósigurin fyri Slovenia í gjárkvøldi.

    Grindin sprakk úr pottinum aftur. Soleiðis er kenslan, eftir at føroysku hondbóltsmenninir vóru so sera nær við at koma víðari.

    Tað sá annars so gott út undan seinasta leikdegnum í Bólki D. Sveis skuldi hála tvey stig og sekstan mál inn á Føroyar, og tað átti næstan at verið ómøguligt.

    Men Montenegro vísti sera vánaligan ítróttaanda við at lata Sveis vinna við 17 málum. Leysasøgur vildu vera við, at montenegrar vóru sæddir í býarlívinum náttina fyri dystin. Um tað er hald í hesum søgum, vita vit ikki. Men teir spældu í hvussu er, sum um teir høvdu verið skítfullir allan náttina. Stór skomm má sigast.

    Les alla dystargreiningina
  • EM dystargreining: Spældu ein lýtaleysan dyst

    EM dystargreining: Spældu ein lýtaleysan dyst

    EM – hondbóltur menn, Unity Arena í Oslo í Noreg
    Montenegro – Føroyar 24-37 (12-19)

    Frá fyrsta bríksli spældu Føroyar nærum ein fullkomnan dyst móti Montenegro í øðrum dystinum í EM-endaspælinum í manshondbólti.

    Okkara hetjur snøgt sagt hølvaðu Montenegro av heili 37-24, og tað, at Slovenia vann á Sveis seinni um kvøldið, ger, at Føroyar eru nærum komnar víðari í millumsplælið. Sveis skal hála tvey stig og sekstan mál inn á Føroyar í seinasta umfarið, um tað skal kiksa.

    Les alla dystargreiningina
  • EM dystargreining: Fóru gjøgnum allar kenslur í javnleiki

    EM dystargreining: Fóru gjøgnum allar kenslur í javnleiki

    EM – hondbóltur menn, Unity Arena í Oslo í Noreg
    Føroyar – Sveis 28-28 (16-13)

    Sum so nógvar aðrar landsdystir, so fóru vit gjøgnum allar kenslur í fyrsta dystin í EM móti Sveis.

    Sveis kundi leggja seg fram um við tveimum málum í seinasta minutti, men misnýttu møguleikan við 15 sekundum eftir. Føroyar fór skjótt fram eftir vøllinum, og trý sekund fyri tíð javnaði Vilhelm Poulsen við skoti av høgra bakki. Sveis var tó ógvuliga nær við at fáa bóltin í tóma føroyska málið áðrenn seinasta bríksl. Men tað eydnaðist ikki, og so var ovfarakati á teimum 6000 føroysku viðhaldsfólkunum og leikarunum.

    Enn eitt megnar føroyskt avrik, og eitt sera týðandi stig var tryggjað, um vit skulu hava møguleika at koma víðari í millumspælið.

    Les alla dystargreiningina
  • Hákun hevur nú skotið næstflest mál fyri landsliðið

    Hákun West av Teigum skoraði 15 mál í teimum báðum vinardystunum, sum manslandsliðið í hondbólti spældi móti Italia um vikuskiftið.

    Harvið hevur Hákun sambært Handballstatz skotið 206 mál í 37 landsdystum. Tað merkir, at hann er farin eitt mál fram um Heina Hanusarsson upp á annað pláss á tíðarinnar málskjúttaralista á landsliðnum.

    Nú er bara Hanus Joensen, pápi Heina Hanusarsson, framman fyri Hákun á málsjúttaralistanum. Hanus skoraði frá 1971 til 1986 238 mál í 54 landsdystum.

    Hákun manglar sostatt 33 mál fyri at fara fram um Hanus. Vil ordiliga væl til so kann tað longu henda í EM-endaspælinum nú í januar.

    Les eisini: Fara til Oslo við einum sigri í skjáttuni

  • Fara til Oslo við einum sigri í skjáttuni

    Venjingarlandsdystur – hondbóltur menn
    Føroyar – Italia 38-34 (18-17)

    Bjarni á Selvindi, sum als ikki spældi fyrra dystin, byrjaði í álopinum og skoraði tvey tey fyrstu málini í seinna venjingardystinum móti Italia undan EM.

    Í hinum endanum hevði Italia sera lætt við at koma í gjøgnum okkara verju, og tá ið vit samstundis brendu nøkur skot, so kom Italia fram um 7-4.

    Tróndur Mikkelsen kom inn í verjuna og tað hjálpti beinanvegin. Ein undirtalsstøða gjørdi tó, at Italia kom fram um aftur.

    Tað gjørdist tó talan um ein javnan fyrra hálvleik, har liðini skiftust um at vera framman fyri. Bæði Pauli Jacobsen í okkara máli og italiski málmaðurin tóku fleiri leys skot, og sum heild sást í øllum lutum, at hetta var ein vinardystur.

    Pauli Mittún gjørdi tað gott, tá ið hann kom inn, og eisini var stuttligt at síggja, at Leivur Mortensen var spældur leysur fleiri ferðir á vinstra veingi og skoraði trygt.

    Eisini royndist Hákun West av Teigum, sum altíð, væl á høgra veingi, og eisini skoraði hann nøkur mál eftir skjót mótálop.

    Seinastu fimm minuttirnar komu Føroyar eitt skifti fram um við trimum málum, men Italia svaraði aftur, og í steðginum var 18-17 til Føroyar.


    Føroyar byrjaðu væl upp á seinna hálvleiki. Pauli Mittun helt fram at spæla væl, og Leivur var framvegis tryggur av vinstra veingi. Í málinum tók Pauli okkurt skot, og Føroyar komu fram um 23-20.

    Italia kom tó skjott aftur í aftur, og so var aftur talan um ein javnan dyst.

    Óli Mittún kom als ikki inn i seinna hálvleiki, og í staðin sóu vit millum annað hvør dugur er í Bjarna í Selvindi.

    Ísak Vedelsbøl royndist eisini væl á strikuni og Pauli Jacobsen hevði fleiri bjargingar, eftir at Tórður Guttesen hevði fingið nakrarminuttir í málinum.

    Endin varð, at Føroyar vunnu 38-34.

    Altíð gott at fara til Noregs við einum sigri. Venjararnir fingum heilt sikkurt roynt nógv, sum skal brúkast í Noreg, og eitt sum er heilt víst er, at verjan má gerast nógv betri, um vit skulu hava nakran sum helst møguleika móti Sveis, Svartfjallalandi og Slovenia.

    Nú gleða vit okkum til Oslo.

    Koyr á Føroyar!


    Venjingarlandsdystur – hondbóltur menn
    Føroyar – Italia 38-34 (18-17)

    Føroyar

    • Hákun West av Teigum: 7
    • Leivur Mortensen 7
    • Pauli Mittún: 5
    • Ísak Vedelsbøl: 5
    • Teis Horn Rasmussen: 4
    • Bjarni í Selvindi 4
    • Vilhelm Poulsen: 3
    • Rói Ellefsen á Skipagøtu: 2
    • Óli Mittún: 1
    • Tróndur Mikkelsen:
    • Pætur Mikkjalsson:
    • Rói Berg Hansen:
    • Helgi Hoydal
    • Allan Norðberg
    • Kjartan Johansen
    • Pauli Jacobsen (má)
    • Tórður Guttesen (má)
  • Føroysku áskoðararnir minka norska undirskotið av EM

    Føroysku áskoðararnir minka norska undirskotið av EM

    Teir túsundtals føroysku áskoðararnir, sum í næstu viku fara til norska høvðusstaðin Oslo at síggja manslandsliðið í hondbólti spæla EM, eru við til at minka um tað stóra undirskotið, sum norska hondbóltssambandið hevur av kappingini.

    Mett verður, at undirskotið verður10 til 12 milliónir norskar krónur. Tað skrivar vg.no.

    Aðalskrivarin í hondbóltssambandinum, Erik Langerud sigur samstundis, at føroysku fjeppararnir gera ein veruligan mun í fyri fíggjarliga úrslitið, tí teir dagarnar Føroyar spæla er millum 80- og 90 prosent av atgongumerkjunum seld, samanborið við bara 10 prosent til vanlig endaspøl.

    Hann sigur, at tað varð telva við at velja Føroyar, tí uttan føroysku viðhaldsfólkini hevði undirskotið verið enn størri.

    Norsku vertirnir hava selt umleið 83 prosent av øllum atgongumerkjunum til norsku dystirnar.

  • Allir fingu møguleikan í ósigri fyri Italia

    Venjingarlandsdystur – hondbóltur menn
    Føroyar – Italia 36-34 (19-17)

    Føroyar komu betri frá byrjan í fyrra venjingardystinum undan EM móti Italia í høllini við Tjarnir. Bæði liðini skulu í komandi viku spæla í EM-endaspælinum.

    Italia byrjaði við, at verja heilt langt frammi á vøllinum, og tað var akkurát tað, sum Óli Mittún hevði brúk fyri, og hann smeyg sær við sínum kvika fótskifti lættliga gjøgnum, skoraði nøkur mál og vann brotskøst, sum Hákun West av Teigum setti trygt í málið.

    Les alla dystarfrásøgnina
  • Tórður skal við til Oslo at spæla EM

    Tórður skal við til Oslo at spæla EM

    Kyndilsmálverjin, Tórður Skorheim Guttesen er kallaður inn til EM-landsliðshópin, sum skal til Oslo í januar.

    28 ára gamli Tórður hevur áður spælt 10 landsdystir frá 2018 til 2021.

    Hann er kallaður inn fyri Alaksander Lacok, sum var óheppin í í dysti fyri TSV St. Otmar Handball St. Gallen og hevur fingið ein snudd í annað knæið, sum hann er skurðviðgjørdur fyri.

    Nú verða føroysku málverjarnar í EM-endaspælinum Pauli Jacobsen og Tórður Skorheim Guttesen

  • Donsku kvinnurnar slignar úr HM

    Donsku kvinnurnar slignar úr HM

    Danmark kom ongantíð ordiliga inn í fjórðingsfinaluna móti Fraklandi.

    Í hálvleikinum var Frakland frammanfyri 17-12.

    Í seinna hálvleiki minkaði Danmark niður í tvey mál, men so dróg Frakland frá aftur og vann 31-26. Verandi heimsmeistarin er harvið komin í hálvfinalurnar, har tær spæla móti Týsklandi.

    Fyrr í dag vann vertslandi Niðurlond seg í hálvfinaluna við 28-23 móti Ungarn.

    Niðurlond spæla í hálvfinaluni móti stórfavorittunum Noreg, sum nú er einasta Norðurlandi, ið er eftir í HM.

    Hálvfinalurnar verða spælar fríggjadagin.

  • Kyndil og KÍF spældu seg í hálvfinaluna í steypakappingini

    Menninir hjá Kyndli og KÍF spældu seg í kvøld í hálvfinalurnar í Faxe Kondi steypakappingini hjá monnum úr bólki 1.

    Kyndil og StÍF spældu avgerandi dyst í høllini á Hálsi, og endin var, at Kyndil vann 33-28. Dysturin var leingi javnur, men seinasta korterið var Kyndil framman fyri og vann rímiliga greitt

    Dómaraseðilin frá dystinum

    Í Kollafirði hevði KÍF óvæntaðar stórar trupulleikar av at vinna móti næstbesta liðnum hjá Kyndli, sum fylgdi við heilt til 22-22, tá ið sjey minuttir vóru eftir. Endin var tó, at KÍF vann 27-26, og kom víðari.

    Í bólki 1 høvdu H71 og Neistin longu spælt seg í hálvfinalurnar undan kvøldsins dystum.

    H71 vann dystin um fyrsta plássið í bólkinum 32-25 móti Neistanum, og í hinum dystinum í bólkinum vann VÍF 27-22 móti Team Klaksvík eftir eina sera skuffandi steypakapping.

    Í hálvfinalunum spæla H71 móti KÍF og Kyndil móti Neistanum.

  • Føroyar høvdu neyvan gjørt nakað við Noreg

    Føroyar høvdu neyvan gjørt nakað við Noreg

    Eina løtu droymdu føroyingar um, at okkara hondbóltskvinnur kundu koma víðari í fjórðingsfinaluna í HM-endaspælinum.

    Hevði tann dreymurin gingið út, høvdu vit møtt heimsins besta kvinnulandsliðið, Noreg.

    Men kanska skulu vit glað fyri at sleppa undan at møta Noreg, tí norsku hondbóltsgenturnar eru flúgvandi og bukaðu Svartfjallaland av 32-23.

    Noreg førdu longu 14-6, tá ið tjúgu minuttir vóru spældir, og restina av dystinum, tók Noreg sær av løttum og spaseraði seg til stórsigurs.

    Í løtuni er torført at fáa eyga á nakað land, sum kann vinna á Noreg.

    Í hinari fjórðingsfinaluni í dag vann Týskland 30-23 móti Brasil.

  • Aron heldur fram í Víkingi

    Aron heldur fram í Víkingi

    Víkingur hevur gjørt nýggjan sáttmála við Aron Jarnskor Ellingsgaard. Talan er um ein tvey ára sáttmála.

    Aron er hart arbeiðandi miðvallari, sum higartil bert hevur hevur umboðað Víking. Hann hevur sambært FaroeSoccer spælt 82 dystir á besta liðnum.

    Hóast ljóðað hevur, at hann kundi roynt seg aðrastaðni, so er tað nú greitt, at hann verður ljósabláur eisini tvey tey komandi árini.

    Víkingur leggur dent á, at bulurin á liðnum er lokalur, og hendan undirskriftin styrkir júst hetta.

  • Ungur evnaríkur klaksvíkingur til B36

    Ungur evnaríkur klaksvíkingur til B36

    Dávid Biskopstø Andreasen fer komandi tvey árini at spæla fyri B36. Tað boðar árstalsfelagið frá í dag.

    21 ára gamli klaksvíkingurin flytur úr barndómsfelagnum KÍ, har hann hevur spælt 53 dystir fyri besta liðið. Fyrstu minuttir í bestu deildini fekk hann sambært FaroeSoccer á sumri 2021.

    David mátti móti endanum av farna kappingarárið eins og aðrir ungir klaksvíkingar sanna, at tað er trupult at fáa spælitíð á besta liðið hjá KÍ, og spældi seinastu umførini við næstbesta liðnum.

    Í B36 er frammanundan ein annar ungur KÍ-ári, miðverjin Børge Petersen.

    David hevur spælt sjey dystir fyri U21-landsliðið.

  • Einki óvæntað á EM-liðnum

    Einki óvæntað á EM-liðnum
    ,

    Landsliðsvenjararnir, Peter Bredsdorff-Larsen og Hjalti Mohr Jacobsen, hava úttikið hesar 18 leikararnar, sum skulu umboða Føroyar í EM-endaspælinum í januar, sum verður leikt í Danmark, Noreg og Svøríki.

    Les meira
  • Sølvi tekur eitt ár afturat í Víkingi

    Sølvi tekur eitt ár afturat í Víkingi

    Sølvi Vatnhamar, sum er elsti maður á besta liðnum hjá Víkingi, síðan Atli Gregersen gavst, tekur eitt ár afturat í ljósabláu troyggjuni. Tað boðar Víkingur frá í dag.

    39 ára gamli stríðsmaðurin og fyrrverandi landsliðsleikarin spældi sambært FaroeSoccer sínar fyrstu dystir í vaksnamannafótbólti fyri LÍF í 2003, og síðan 2008 hevur hann verið fastur maður á besta liðnum hjá Víkingi.

    Samanlagt hevur hann spælt 431 dystir í bestu deildini og skora 153 mál.

    Á landsliðnum varð tað til 79 landsdystir.

  • Julian tók legendariska metið hjá Absalon

    Julian tók legendariska metið hjá Absalon

    Klaksvíkingurin, Julian Gregersen, skrivaði seg inn í føroyska itróttasøgu, tá ið hann í morgun setti nýtt føroyskt met á marathonteininum í Valencia Marathon í Spania. Tað skrivar Norðlýsið.

    27 ára gamli Julian brúkti 2 tímar 21 minuttir og 30 sekund um teir kendu 42 kilometrarnar og 195 metrarnar. Harvið tók hann legendariska metið hjá Absalon Hansen frá 1988 við seks minuttum.

    Julian gjørdist nummar 259 av heili 38.439 rennarum. Viðmerkjast skal, at hetta var fyrstu ferð Julian rennur eitt Marathon.

    Julian hevur í ár sett fleiri føroysk met Millum annað á 1500 metrum, fimm kilometrum á breyt, 5 kilometrum á vegi og í hálvmarathon.

    Hjartaliga til lukku Julian 🇫🇴💪

  • Ein varði í føroyskari ítróttasøgu lagaður í Trier og Dortmund

    HM-endaspæl, Meginbólkur 2, Westfalenhøllin í Dortmund í Týsklandi
    Føroyar – Ísland 31-33 (14-16)

    Føroyar taptu seinasta dystin í HM-endaspælinum í kvinnuhondbólti 33-30 móti Íslandi, og harvið hvarv vónin um triðja plássi í meginbólki 2. Ístaðin mugu vit taka til takkar við fimta plássi í bólkinum.

    Avrikið hjá megnar kvinnunum er kortini meira enn góðtikið, tí við frálíka avrikinum hava føroysku hondbóltskempurnar skriva seg í føroyska ítróttasøgu, sum tær fyrstu í einum HM-endapæli, og tær fyrst at koma víðari í einum endaspæli.

    Talv og hondbóltur lagaðu fyrstu altjóða varðarnar í føroyskum ítrótti í 70’árunum. Fótbólturin legði ein stóran varða afturat í Landskrona, og ungi vágbingurin, Pál Joensen, lagaði nógvar varðar, tá ið hann bjóðaði heimselituni í svimjing av fyri nøkrum árum síðan.

    Seinastu tíggju árini hevur hondbólturin lagað flestu varðarnar í føroyskum ítrótti, manslandslið í Berlin og kvinnulandsliðið í Basel. Og nú hevur kvinnulandsliðið lagað enn ein stóran og vakran varða í týsku býunum Trier og Dortmund.

    Les Dystarfrásøgnina
  • Jana í heimsflokki tryggjaði kvinnunum eitt frálíkt stig

    Jana í heimsflokki tryggjaði  kvinnunum eitt frálíkt stig

    HM-endaspæl, Meginbólkur 2, Westfalenhøllin í Dortmund í Týsklandi
    Serbia – Føroyar 31-31 (16-14)

    Føroyar byrjaði dystin væl. Jana Mittún var flúgvandi, og vit vóru eitt mál frammanfyri annaðhvørt álop fram til 4-3.

    So skoraði Serbia trý mál á rað, millum annað tí, at vit mistu nakrar bóltar. Hesin munurin skuldi vísa vísa seg at halda hálvleikin út.

    Les alla dystarfrásøgnina
  • Brynja byrjar óvæntað at spæla hondbólt aftur í Stjørnuni

    Brynja byrjar óvæntað at spæla hondbólt aftur í Stjørnuni

    Norðlýsið skrivar í kvøld, at fyrrverandi landsliðsleikarin og neistaleikarin, Brynja Høj, er nýggjur leikari hjá Stjørnuni.

    Hon gavst annars sum hondbóltsleikari á hægsta stigi eftir seinasta kappingarár, men hevur nú valt at byrja aftur í Stjørnuni í Klaksvík.

  • Ein sigur móti Serbia hósdagin heldur lív í vónini um fjórðingsfinaluna

    Ein sigur móti Serbia hósdagin heldur lív í vónini um fjórðingsfinaluna

    Vónin, um at okkara alra HM-kvinnur skulu megna at spæla seg víðari ífjórðingsfinaluna í HM-endaspælinum livur enn, hóast Føroyar taptu greitt fyri Týsklandi fyrr í kvøld.

    Hósdagin seinnapart klokkan hálvgum trý spæla Føroyar móti Serbia. Kravið til føroysku kvinnurnar er einfalt. Dysturin má vinnast, og so mugu vit vóna, at Týskland vinnur móti Svartfjallalandi beint aftan á.

    Og tað er als ikki ómøguligt at vinna móti Serbia, sum í dag vann 31-29 móti Spania.

    Vit vunnu eisini við tveimum málum móti Spania, so í útgangsstøði skuldi verið talan um tvey jøvn lið, tá ið Føroyar og Serbia fara at dystast í Westfalenhøllini í Dortmund.

    Eitt er víst. Hósdagin fara nógvir føroyingar tíðliga heim frá arbeiði, at síggja okkara røsku hetjur í hildarleiki í Nordrhein-Westfalen har vestri í Týsklandi.

    Les eisini: Føroysku hetjurnar gjørdu einki við Týskland


    Stigatalva – HM-Meginbólkur 2

    DVJT++/-Stig
    Týskland33009971+286
    Svartfjallaland32019485+94
    Serbia32017886−84
    Spania31028584+12
    Føroyar31028093−132
    Ísland30037895−170

  • Føroysku hetjurnar gjørdu einki við Týskland

    Føroysku hetjurnar gjørdu einki við Týskland

    HM-endaspæl, Meginbólkur 4, Westfalenhøllin í Dortmund í Týsklandi
    Týskland – Føroyar 36-26 (20-14)

    Rannvá Olsen legði Føroyar fram um í fyrsta føroyska álopinum, og hóast Føroyar fingu tvær heldur óhepnar útvísingar, so megnaðu Føroyar at fylgja við stóru týsku heimafavorittunum í meginumfarinum í HM-endaspælinum.

    Føroyar fylgdu væl við til 8-8, og serliga Jana Mittún spældi sera væl, og á vinstra veingi skoraði Rannvá Olsen fleiri mál.

    Les alla dystarfrásøgnina
  • Argjamaður aftur í AB

    Argjamaður aftur í AB

    Ragnar Skálá fer aftur at spæla fyri barndómsfelagið AB, sum aftur verður at síggja í bestu fótbóltsdeildini komandi summar. Tað boðar AB frá í kvøld.

    Eftir tvey ár í útlegd hevur Ragnar skrivað undir ein tvey ára sáttmála, galdandi fyri kappingarárini 2026 og 2027. Hann er uppvaksin í AB, spældi fyrsta dystin í 2018 og hevur sambært FaroeSoccer higartil spælt 81 dystir fyri argjamenn.

    Í 2022 og 2023 menti hann seg til ein profil á miðvøllinum, serliga við kvikleika, orku og arbeiðssemi.

    Eftir niðurflytingina í 2023 fór hann til Skála, og síðan til Víking, har hann spældi 33 dystir í ár, eisini evropeiskar dystir og steypafinaluna móti KÍ.

    Nú er hann triði nýggi leikarin, sum AB hevur tryggjað sær til kappingaráríð 2026. Hinir eru Jimmy Abdul, sum kemur úr FC Suðuroy og Pálli Eirik Djurhuruus úr Víkingi.

    AB kallar hetta eina rimmar jólagávu til viðhaldsfólkini.

  • Íslendskur venjari skal føra NSÍ til meistaraheitið

    Íslendskur venjari skal føra NSÍ til meistaraheitið

    Tað verður íslendingurin, Sigurður Ragnar Eyjólfsson, eisini kallaður Siggi Raggi, sum skal royna at taka NSÍ seinasta stigi fram móti fyrsta meistaraheitinum síðan 2007.

    NSÍ boðar í kvøld frá, at Siggi Raggi skal venja felagið komandi kappingarár.

    NSÍ legði nógv fyri áðrenn farna kappingar, tá ið teir millum annað heintaðu Brand Olsen heim til føroyskan fótbólt. Nú satsa teir upp aftur meira, og millum annað er Viljormur Davidsen komin heim til NSÍ.

    Tí er lítið at ivast í, at ætlanin er, at Siggi Raggi skal vinna meistaraheitið við NSÍ.

    Siggi hevur verið høvuðsvenjari hjá íslendska kvinnulandsliðnum í sjey ár, og fekk liðið við til tvær EM endakappingar.

    Hann hevur roynt seg í Noregi sum hjálparvenjari hjá Lillestrøm IK, og í Kina, har hann bæði stóð á odda fyri Jiangsu Suning og kinesiska kvinnulandsliðnum.

    Seinastu árini, frá 2020 til 2023, var hann høvuðsvenjari hjá Keflavík IF í bestu íslendsku mansdeildini.

  • Tað er realistiskt at koma í fjórðingsfinalunar

    Tað er realistiskt at koma í fjórðingsfinalunar

    Á myndini sæst venjarin hjá Føroyum, Claus Mogensen, sum væl skiljandi er sera glaður, errin og rørdur, tá ið føroyska hondbóltskvinnurnar høvdu spælt seg víðari í millumspælið í HM-endaspælinum við at vinna greitt 36-25 móti Paraguai.

    Og tað kann lættliga gerast enn betri hjá føroysku kvinnunum.

    Um hugt verður eftir stigatalvuni í Millumbólki 3, so er als ikki óhugsandi at Føroyar kunnu spæla seg í fjórðingsfinalunar.

    Les Meira
  • Føroya døtur spældu seg til Dortmund

    HM-endaspæl, bólkur D , SWT Arena í Trier í Týsklandi
    Føroyar- Paraguai 36-25 (16-13)

    Føroysku hondbóltskvinnurnar livdu upp til leiklutin sum greiðir favorittar móti Paraguai og vunnu heili 36-25 í seinasta dystinum í bólki D.

    Tað gekk eitt sindur trupult fyri steðgin, og dysturin var als ikki avgjørdur, tá ið liðini fóru at hvíla seg í 15 minuttir.

    Tað byrjaði annars sera væl, og Føroyar komu skjótt fram um. Millum annað skoraði Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen fýra av fimm teimum fyrstu málunum.

    So kom ein løtu, har okkara kvinnur skjótt fullu í kenda leiklutin, har nógv skot vóru brend, og tí vóru einans trý mál á muni í steðginum, 16-13 til Føroyar.

    Les alla dystarfrásøgnina
  • Úr TB til HB

    Úr TB til HB

    HB boðar frá, at felagið hevur skrivað sáttmála við senegalesiska miðvallaran Amidou Diop, sum spældi við TB í fjør.

    Diop er 33 ára gamal. Hann kom til TB Tvøroyri í mars í fjør, og var við sínum 196 sentimetrum sera sjónligur á vøllinum.

    Diop er sentralur miðvallari, men kann eisini spæla sum miðverji. Hann er høgur og sterkur í luftini, sterkur kropsliga, og er góður á bóltinum.

    Diop hevur spælt 181 dystir í Elituseriuni, bestu deildini í Noreg.

  • Spanski tarvurin mátti lúta fyri Rakul og hinum føroysku hondbóltskvinnunum

    Spanski tarvurin mátti lúta fyri Rakul og hinum føroysku hondbóltskvinnunum

    HM-endaspæl, bólkur D , SWT Arena í Trier í Týsklandi
    Spania – Føroyar 25-27 (11-14)

    Føroysk ítróttasøga var skrivað í SWT høllini í Trier í kvøld, tá ið mergjaðu føroysku hondbóltskvinnurnar koppaðu sponsku hondbóltsstjørnunum í HM-endaspælinum.

    Tá ið Jana Mittún sendi bóltin í málið nøkur sekund fyri tíð til 27-25, var søguligi sigurin veruleiki, og alt bendir nú á, at føroysku kvinnurnar koma víðari til millumumfarið í HM. Tað er einki minni á heilt fantastiskt.

    Les alla dystarfrásøgnina
  • Ov nógvir brendir møguleikar í søguligum HM-dysti

    Ov nógvir brendir møguleikar í søguligum HM-dysti

    HM-endaspæl, bólkur D , SWT Arena í Trier í Týsklandi
    Svartfjallaland – Føroyar 32-27 (15-13)

    Súna Krossteig Hansen skoraði fyrsta føroyska málið í einum HM-endaspæli nakrantíð, tá ið hon javnaði til 1-1.

    Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen skoraði tvey mál av høgra veingi og Pernille Brandenburg skoraði upp á tvey brotskøst

    Les víðari
  • Hondbóltskvinnurnar taptu fyri Íslandi í seinasta fyrireikingardystinum

    Vinardystur kvinnur í høllini við Tjarnir
    Føroyar – Ísland 25-28 (11-13)

    Føroya taptu seinasta dystin áðrenn HM-endaspælið, sum byrjar í næstu viku, móti Íslandi í høllini við Tjarnir í kvøld.

    Ísland hevði munin meginpartin av dystinum og vann 28-25.

    Nú gleða vit okkum til fyrstu føroysku luttøkuna í einum HM-endaspæli í einum liðítrótti.

    Tað verður rættiliga spennandi, um tað fer at eydnast at koma víðari í millumspælið, tí møguleikin skuldi so avgjørt verið til staðar.

    Les alla dystarfrásøgnina
  • Danmark kiksaði – Skotland til HM fyrstu ferð síðan 1998

    Danmark kiksaði – Skotland til HM fyrstu ferð  síðan 1998

    Skotland og Danmark spældu ein branddyst á Hampden Park í Glasgow í kvøld. Vinnarin kom beinleiðis til HM. Danmark stóð seg við javnleiki.

    Dysturin byrjaði við einum av teimum heilt sjáldsomu málunum, tá ið Scott McTominay saksasparkaði bóltin aftur um seg í málið, eftir hart skotskt trýst. Eitt frálíkt mál.

    Danmark svaraði væl aftur og hevði alt spælið. Tað gav úrslit tíðliga í seinna hálvleiki, tá ið Rasmus Højlund javnaði við brotssparki.

    Løtu seinni fekk Rasmus Kristensen hjá Danmark sítt annað gula kort og mátti av vølli.

    So var tað Skotland sum trýsti, og Hampden Park kókaði, tá ið Lawrence Shankland legði Skotland fram um við beinleiðis hornasparki tólv minuttir fyri tíð.

    Men Danmark svaraði enn einaferð aftur, tá ið Patrick Dorgu javnaði.

    Hóast Skotland ikki megnaði at trýsta Danmark ordiliga, so javnaði Kieran Tierney í yvirtíðini við góðum skoti, tá ið Danmark ikki megnaði at sparka bóltin burtur.

    Og við seinasta sparki í dystinum sendi Kenny McLean bóltin frá miðjuni upp um Kasper Schmeichel beinleiðis í málið til 4-2.

    Skotland er víðari til HM-endaspælið fyri fyrstu ferð síðan 1998, meðan Danmark skal spæla avgerandi røkkstøkk dystir í vár.

  • Góða gongdin hjá landsliðnum helt fram í vinardysti

    Góða gongdin hjá landsliðnum helt fram í vinardysti

    Føroyar vunnu vinardystin móti Kasakstan, sum varð spældur í Kroatia í dag.

    Hóast einans fýra mans av teimum, sum byrjaðu móti Kroatia fyrr í vikuni, byrjaðu aftur í dag, so vóru Føroyar frá byrjan munandi betri enn Kasakstan í hesum typiska vinardystinum.

    Tað gav úrslit miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá ið Arnbjørn Svensson sendi ein flatan bólt móti málinum, og framman fyri málið, sett Petur Knudsen fótin á bóltin, sum fór í málið.

    Í seinna hálvleiki var Kasakstan við yvirlutan, men Føroyar høvdu framvegis góðarstøður í mótálop.

    Fleiri mál komu ikki í dystinum, og harvið helt góða gongdin undir Eyðuni Klakstein fram niðri í Kroatia.

    HB-leikarin, Ási Dam kom inn seint í dystinum í sínum fyrsta landsdysti.

    Dysturin á FaroeSoccer

  • U21: Ófatiliga bíligt brotsspark bjargaði Fraklandi móti Føroyum

    U21: Ófatiliga bíligt brotsspark bjargaði Fraklandi móti Føroyum

    U21-menninir í fótbólt høvdu týðiliga lært av 6-0 avsmurninginum móti Frakland í Klaksvík herfyri.

    Føroyar stóðu nevniliga sera væl móti komandi fronsku heimsstjørnunum og hildu teimum frá teimum stóru møguleikunum, hóast bólturin einaferð tók í yvirleggjaran.

    Føroyar vóru bert hendingaferð framman fyri miðjuna, og ta einu ferðina eydnaðist Jógvani Gullfoss at lirka bóltin frá Manchester United-leikarunum, Leny Yoro, og leggja bóltin inn til Mattias Hellisdal, sum helst átti at rakt málið, men tíverri fór bólturin upp um.

    Sum gongdin var í dystinum, bendi nógv á, at Føroyar kundu koma til hálvleiks við 0-0. Men so broytti dómarin dystin, tá ið hann dømdi eitt sera bíligt brotsspark, tá ið bólturin úr sera stuttari frástøðu heilt afturi við baklinjuna, varð sparkaður upp í armin á einum føroyskum verjuleikara, um bólturin í heila tikið rakta armin.

    Les alla dystarfrágreiðingina
  • H71 og Neistin greiðar sigrar

    H71 og Neistin greiðar sigrar

    Menninir hjá H71 vunnu rímiliga lættliga móti StÍF í Hoyvík í dag. Úrslitið gjørdist 37-31 eftir 17-13 í steðginum. H71 var frammanfyri allan dystin, og StÍF nærkaðist ongantíð veruliga.

    Fyri H71 skoraði Helgi Hildarson Hoydal og Suni Dalsgaard 6 mál hvør, og hjá StÍF lá best fyri hjá hoyvíkinginum, Jógvan Andreas Lamhauge, og Pætur Ó. Barclay, sum skoraðu 9 mál hvør.

    Dómaraseðil H71 – StÍF 37-31 (17-13)


    Neistin avgjørdi alt í fyrr hálvleiki móti Team Klaksvík. 14-3 stóð tá ið 20 minuttir vóru spældir, áðrenn klaksvíkingar minkaðu til 14-6 í steðginum.

    Í seinna hálvleiki tók Neistin sær av løttum og vann at enda 29-18.

    Hjá Neistanum gjørdi Mortan Eyðunarson 5 mál og Nikolai Bliznov 4 mál. Hjá Team Klaksvík skoraði Tóri Ragnarsson 5 mál og Jónas Sólsker 4 mál.

    Dómaraseðil Neistin – Team Klaksvík 29-28 (14-6)

    Síggj stigatalvuna
  • Brandur Silvurstein koppaði dystinum til VÍF-sigurs

    Brandur Silvurstein koppaði dystinum til VÍF-sigurs

    Kyndil var frammanfyri meginpartin av dystinum, og VÍF hevði í fyrra hálvleiki kasta fleiri bóltar framvið tóma málinum, tá ið Kyndil spældi við sjey í álopinum.

    Men júst, sum Kyndil sá út til at fara avgerandi fram um, tók málverjin hjá VÍF, Brandur Silvurstein, sum stóð ein góðan dyst, um endan. Hann bjargaði fleiri skotum, fangaði ein skjótálopsbólt og kastaði tvær ferðir í tóma mál. Hetta fekk dystin at koppa til VÍF sum vann 33-31. Í steðginum førdi Kyndil 15-12.

    Hjá VÍF skoraði Fríði Holm í Innistovu 6 mál, og Óla Jákup Gaard Olsen og Filip Jojic 5 mál hvør.

    Hjá Kyndli skoraðu Erling Erlendsson. Simon Højmark Petersen og Niklas Gaard 6 mál hvør.

    Dómaraseðil VÍF – Kyndil 33-31 (12-15)

  • VB, Neistin og H71 vunnu

    VB, Neistin og H71 vunnu

    Kvinnurnar hjá H71 og Neistanum gjørdu sítt fyri at fylgja eftir Kyndil, sum spældi javnt móti VÍF í dag. Í botninum vann VB síni fyrstu stig móti EB í høllini í Vági


    H71 vann 36-27 móti StÍF eftir hálvleiksstøðuna 18-14. StÍF fylgdi við nøkunlunda fyrsta korterið, men so kom ongantíð spenningur í dystin aftur

    Maria H. Weyhe skoraði 10 mál fyri H71 og Sára Berg á Lag 9 mál. Hjá StÍF gjørdi Malene Madsen 9 mál og Emmy Ingibjørg Kass 6 mál.

    Dómaraseðil H71 – StÍF 36-27 (18-14)


    Neistin vann stórsigur 37-21 móti Stjørnuni, og longu í hálvleikinum var støðan 18-6.

    Hjá Neistanum skoraði Silja Olivia Heðinsdóttir 9 mál og Ró Reginsdóttir 5 mál. Durita Karlsdóttir Ljósstein skoraði 8 ferðir hjá Stjørnuni og Iuliia Nalivko 6 ferðir.

    Dómaraseðil Neistin – Stjørnan 37-21 (18-6)


    Í Vági vann VB botndystin móti EB 32-28. Fyri steðgin leikaði javnt á, og VB førdi 15-14, tá ið fyrri hálvleikur var av.

    Í seinna hálvleiki lat VB ongan iva vera og einu løtuna førdi VB 30-20. At enda vann VB 32-28.

    Hjá VB skoraði Agatha Kjærbæk Djurhuus 10 mál og Barbara Krosslá Hjelm 6 mál. Hjá EB skoraði Tanja Kristiansen 10 mál og Nadja Pejovic 9 mál.

    Dómaraseðil VB – EB 32-28 (15-14)

    Síggj stigatalvuna
  • Vestmannakvinnur fyrstar at taka stig frá Kyndli

    Vestmannakvinnur fyrstar at taka stig frá Kyndli

    Fyrst sá út til, at Kyndil var á veg móti sigrinum, so sá út til, at VÍF var á veg móti sigrinum. Men endin var, at vestmannakvinnur og kyndilskvinnur deildu stigini millum sín. Harvið gjørdist VÍF fyrsta liðið, at taka stig frá Kyndli, sum verður mett sum besta boðið at gerast føroyameistari hetta kappingarárið.

    Fyrri hálvleikur var javnur og liðini skiftust um at vera frammanfyri. Í steðginum var 16-15 til Kyndil.

    Í seinna hálvleiki vann Kyndil sær skjótt eina fimm máls leiðslu, áðrenn VÍF spakuliga át seg inn aftur á Kyndil og kom eisini fram um 30-28, tá ið fýra minuttir manglaðu.

    VÍF skoraði tó ikki fleiri mál í dystinum, og tá ið Kyndil skoraði tvey, endaði dysturin 30-30.

    Fyri VÍF skoraði Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 8 mál og Sára Sundstein Lagos 5 mál.

    Hjá Kyndli skoraði Bára Krossteig Hansen 9 mál, harav 7 við brotskasti, og Silja Geirsdóttir Eystberg 7 mál.

    Dómaraseðilin VÍF – Kyndil 30-30 (15-16)

  • Magnus skal venja kvinnurnar hjá NSÍ

    Magnus skal venja kvinnurnar hjá NSÍ

    Magnus Hendriksson Olsen skal venja kvinnurnar hjá NSÍ komandi kappingarár. Tað boðar NSÍ frá í dag.

    Magnus er sandoyingur úr Skálavík og vaks upp í B71. Hann býr í Runavík og spældi fleiri ár við besta mansliðnum hjá NSÍ. Hann er, sum navnið týður upp á, beiggi landsliðsleikaran, Brand Hendriksson Olsen.

    NSÍ gjørdist nummar tvey í ár, og vann bæði føroyameistaraheitið og steypakappingina í fjør.

    Allan Dybczak, sum hevur vant kvinnurnar hjá NSÍ í trý ár, verður nú venjari í HB.

  • Jana og Viborg til bólkaspælið í European League

    Jana og Viborg til bólkaspælið í European League

    Viborg tryggjaði sær pláss í bólkaspælinum í EHF European League eftir ein greiðan 39-30 sigur á Sävehof heima í Viborg. Fyrri dysturin endaði 31-31, og sostatt vann Viborg samlaðan 70-61 sigur.

    Heimaliðið var á odda 19-16 í steðginum, og beinanvegin eftir steðgin skoraði Viborg fimm tey fyrstu málini. Tá støðan gjørdist 24-16, var spenningurin burtur úr dystinum.

    Jana Mittún skoraði fýra mál og átti avgerandi leiklut í fleiri álopum hjá Viborg.

    Næsti dystur hjá Viborg verður hálvfinalan í donsku steypakappingini móti Esbjerg 29. desembur.

    Jana Mittún fer nú at hugsavna seg um fyrstu føroysku luttøkuna í einum HM-endaspæli nakrantíð.

  • Elias stórspældi – Men Hákun vann

    Elias stórspældi – Men Hákun vann

    Tveir av føroysku spælarunum í týsku Bundesliguni, Hákun West av Teigum úr Füchse Berlin og Elias Ellefsen á Skipagøtu úr Kiel spældu móti hvørjum øðrum í Berlin í dag.

    Füchse við Hákun á høgra veingi byrjaði betri og Füchse hevði eina góða leiðslu meginpartin av dystinum. Í hálvleikinum var Füchse frammanfyri 16-14.

    Füchse byrjaði eisini betri eftir steðgin og førdi við fimm málum, tá ið eitt korter var spælt.

    So tók Elias yvir og eftir fáum minuttum javnaði Kiel til 27-27, og seinastu tíggju minuttirnir gjørdust sera spennandi. Dysturin var ikki avgjørdur fyrr enn í seinasta minuttinum, og endin var, at Füchse Berlin vann 32-29.

    Føroyingarnir báðir spældu meginpartin av dystinum. Elias, sum hevði tað trupult at byrja við, spældi seg veruliga upp í seinna hálvleiki og skoraði heili 12 mál. Hákun West av Teigum skoraði 5 mál.

  • Føroyar trý málmet: Pluss á málkontuni fyri fyrstu ferð

    Í 17 undankappingum hevur manslandsliðið í fótbólti altíð havt ein málmun í minus.

    Men nú undankappingin til HM-2026 er av, er hetta broytt. Tí fyri fyrstu ferð í einari undankapping hevur manslandslið í fótbólti skorað fleiri mál enn mál eru latin inn.

    Føroyar skoraðu 11 ferðir í HM-undankappingini og lótu bara 9 mál ígjøgnum. Tað gevur ein málmun á pluss 2, sum er nógv tann besti málmunurin nakrantíð.

    Besti málmunur áðrenn var -11 í EM-undankappingunum í 2004, 2016 og 2024.

    Vánaligasti málmunurin var -39 í undankappingini til HM-2008.

    Ongantíð skora so nógv mál

    Føroyar hava heldur ongantið skorað so nógv mál sum 11. Tað besta áðrenn 10 í EM-1996 og HM-1998.

    Ongantíð latið so fá mál inn

    Og fyri tað ikki skal vera lygn, so hava Føroyar heldur ongantíð latið so fá mál sum 9 inn í eini undakapping. Metið áðrenn var 13 í seinastu undankappingin hjá Håkan Ericson til EM-2024.

    Síggj málmunin í øllum undankappingunum síðan 1990
  • Føroyski HM-dreymurin brast í Kroatia

    Føroyski HM-dreymurin brast í Kroatia

    HM-undanbólkur L
    Kroatia – Føroyar 3-1 (1-1)

    Tað byrjaði so sera væl, tá ið Geza Turi legði Føroyar fram um tíðliga í dystinum.

    Men Kroatar vóru ov sterkir, og hóast vit høvdu nakrar góðar møguleikar, so var tað til endans bara ein spurningur um, hvussu stórur kroatiski sigurin fór at verða.

    Kroatia vann dystin 3-1, og harvið er tann evarska lítli dreymurin um HM-endaspæl endaliga farin.

    Les alla dystarfrásøgnina
  • Føroyameistarar vunnu akkurát í Vági

    Føroyameistarar vunnu akkurát í Vági

    VB gav føroyameistarunum úr H71 óvæntaða harða mótstøðu í høllini í Vági í dag.

    Allan fyrra hálvleik leikaði javnt á, og í steðginum førdi H71 18-16.

    Fyrst í seinna hálvleiki kom VB fram um og helt seg framman fyri til eitt korter var spælt, tá ið heimaliðið førdi 27-25.

    So skoraði H71 fimm mál á rað og kom fram um 30-27. Eftir hetta megnaði H71 at halda seg frammanfyri restina av dystinum og vann dystin 36-33.

    Fyri VB skoraði Agatha Kjærbæk Djurhuus heili 12 mál og Carmen Luiza Silva 7.

    Hjá H71 var Lukka Arge besti málskjútti við 8 málum. Karina Debes Heinesen og Maria H. Weyhe skutu 6 mál hvør.

    Dómaraseðilin á hsf.fo

  • Hesir byrja fyri Føroyar í kvøld

    Eyðun Klakstein hevur valt sínar fyrsu ellivu í kvøld. Teir síggjast á myndini niðanfyri.

    Hjá Kroatia er Luca Modric millum teir, sum byrja á vøllinum.

    Dysturin á uefa.com

  • Páll Eirik til AB

    Páll Eirik til AB

    Gøtumaðurin, Páll Eirik Djurhuus, skal spæla við AB kappingarárið 2025. 21 ára gamli miðvallarin skiftir úr Víkingi til AB.

    Hann fekk sínar fyrstu minuttir í Betrideildini í 2023 og hevur síðan spælt 17 dystir fyri barndómsfelagið. Í fyrru helvt 2025 var hann útleigaður til TB, har hann spældi 13 dystir.

    Páll Eirik er sonur, Hans Jørgen Djurhuus, sum spældi við besta liðnum hjá Víkingi í mong ár.

  • Ronaldo reytt kort og Portugal tapti

    Ronaldo reytt kort og Portugal tapti

    Í kvøld hendi nakað so sjáldsamt sum, at Cristiano Ronaldo ikki skoraði í einum landsdysti.

    Portugal tapti 2-0 móti Írlandi, og so hendi tað ótrúliga, at Ronaldo sveiggjaði alboganum eftir einum mótstøðuleikara, og VAR-eftirlitið vísti greitt reytt kort.

    Hóast ósigurin er Portugal framvegis fremst í HM-undanbólki F, og kann endaliga tryggja plássið í HM móti Armenia á heimavølli sunnudagin. Tann dysturin verður nú uttan Ronaldo.

    Ungarn og Írland spæla sunnudagin í Ungarn avgerandi dystin um annað plássið í bólkinum. Írland má vinna. Ungarn stendur við við javnleik.

    Stigatalvan í øllum HM-undanbólkunum