
Fyrrverandi enski landsliðsleikarin og landsliðsvenjarin, Kevin Keegan, er deyður 75 ára gamal.
Familjan boðar, at hann andaðist eftir stríð við krabbamein í eina tíð.
Keegan var ein av størstu stjørnunum í evropeiskum fótbólti í 70’árunum.
Hann spældi við Liverpool og Hamburg og varð valdur til ársins leikara í Evropa í 1978 og 1979, Ballon d’or.
Kevin Keegan var ein veruliga superstjørna, sum umframt at duga væl at sparka, eisini sá gott út og var populerur millum konufólkini. Hann gav eisini tónleik út.
Í 90’árunum kom hann fram aftur, sum venjari hjá Newcastle, sum bjóðaði av ovast Premier League og spældi sera góðan og undirhaldandi fótbólt.
Seinni var hann eisini enskur landsliðsvenjari.
