Argentina var á knøunum, men vendi dystinum

,

Gjørdist tað Messi ella Salah, sum spældu seinasta HM-dystin í dag, tað var spurningurin.

Argentina var favorittur, men Egyptaland vór betriu frá byrjan, og høvdu eisini Argentina á knøunum í seinna hálvleiki.

Tá ið eitt korter var spælt, kom Egyptaland fram um. Bólturin varð lagdur inn fyri úr høgru síða, og har vann Yasser Ibrahim luftdystin við Lissandro Martinez og skallaði bóltin í málið.

Løtu seinni missbrúkti Lionell Messi ein gyltyan møguleika at fáa Argentina inn í dystin aftur beinanvegin, men málverjin bjargaði brotssparkinum.

Argentina hevði nú alt spælið og hevði eisini møguleikar at javna, men Egyptaland fór til hálvleiks við 1-0 leiðslu.

Argentina helt fram í seinna hálvleiki uttan at hótta tað stóra, og teir fingu eitt ordans sjokk tá ið umleið eitt korter var spælt. Eftir eitt frálíkt skjótálop, stakk Mohammed Salah bóltin fram til Mostafa Ziko, sum skoraði. Tíverri fyri Egyptaland varð málið kolldømt fyri eitt fríspark í mótálopinum.

Løtu seinni fór Egyptaland í enn eitt frálíkt mótálop, og hesa ferð var eingin VAR-døming, sum kundi kolldøma málið hjá Mostafa Ziko. 23 minuttir eftir og Argentina á knøunum.

Argentina helt fram at koyra í tómgongd, men mál broyta dystir, og tá ið Cristian Romero skallaði bóltin í málið eftir innlegg frá Lionell Messi vaknaði dysturin.

Fýra minuttir seinni fall bólturin fyri Messi, og so var javnleikur.

Og Argentina var ikki liðugt enn. Sum ein ordiligur meistari avgjørdu teir dystin tveir minuttir inni í yvirtíðini, tá ið Enzo Fernández skallaði í málið. Aftur var øgiligt rok, tí Egyptaland vildi hava málið kolldømt fyri eitt fríspark fyrr í álopinum, eins og tá ið teir skoraðu fyrr í dystinum.

Fleiri egyptar fingu gult kort og onkur á beinkinum reytt, men málið var standandi.

Argentina er í fjórðingsfinaluna og spælir móti vinnaranum av Sveis og Kolumbia, sum spæla í kvøld klokkan 21.00.

Síggj hæddarpunkt frá øllum dystunum í HM >>