• Niels, Jaspur og Beinta runnu 46 og 82 kilometrar í fjøllunum á Gran Canaria

    Í gjár runnu havnarmaðurin, Niels Poulsen, og toftamaðurin, Jaspur Højgaard 82 kilometrar lendisrenning í rennikappingini, Transgrancanaria, sum verður runnin á Gran Canaria. Eisini rann Beinta Napoleonsdóttir 46 kilometrar.

    Niels Poulsen brúkti 13 tímar 34 minuttir og 33 sekund um teinin, meðan Jaspur brúkti 14 tímar, 26 minuttir og 36 sekund.

    Beinta brúkti 8 tímar 15 minuttir og 10 sekund um teir 46 kilometrarnar.

    82 kilometrateinurin, sum kallast “Advanced”, er ein sera krevjandi teinur og er góðar 4000 hæddarmetrar.

    Byrjað verður í fjallabygdini Teror, og síðan gongur leiðin gjøgnum bæði skóg, vulkanlendi og krevandi brekkur, áðrenn rennararnir enda í hitanum í Maspalomas.

    Transgrancanaria er ein av størstu ultrakappingunum í Evropa og hevur verið hildin síðan 2003.

    Kappingin savnar fleiri túsund rennarar úr øllum heiminum, og er kend fyri sítt skiftandi landslag og hørðu treytirnar, sum seta stór krøv til bæði tol og styrki. Umfram 82 kilometra teinin, ber eisini til at renna 46 kilometrar og longsti teinurin er heilar 126 kilometrar

  • So vunnu Andrias og Verona

    So vunnu Andrias og Verona

    Í fimta dystin fyri Hellas Verona eydnaðist umsíður Andrias Edmundsson at vinna sín fyrsta sigur í italsku Seriu A.

    Andrias var á vøllinum allan dystin, tá ið botnliðið Verona heldur óvæntað vann 2-1 á útivølli móti Bologna, sum er á áttandaplássið í deildini.

    Øll trý málini komu eftir steðgin. Bologna kom fram um 1-0 beint eftir steðgin. Men við tveimum málum í 53. minutti og 57. minutti kom Verona fram um.

    Hóast Verona eisini fekk eitt mál kolldømt, so hildu teir fast um leiðsluna.

    Verona er nú farið fram um Pisa, og er á næstniðasta plássið. Enn eru tó sjey upp til niðurflytingarstrikuna við tíggju dystum eftir at spæla.

  • Bjørk og Julian vunnu enn einaferð

    Bjørk og Julian vunnu enn einaferð

    Sjeynda umfar í MBM vetrarkappingini varð runnið við Kerjar í Havn leygarmogunin.

    Byrjað var við frítíðarskúlan Spíran við Rossafjósini í Havnardali, og runnir vóru 9 kilometrar í Havnardali og eftir gøtuni runt Vesturvarða.

    Skjótast hjá kvinnunum var Bjørk Herup Olsen við tíðini 40:30.8, og hjá monnunum var Julian Gregersen skjótastur við tíðini 30:54.1.

    Kappast var eisini í ymsum aldursbólkum, og her síggjast úrslitini.

    Samlaða støðan

    Mynd: Bragdið

  • AB oddalið í bestu deildini fyri fyrstu ferð í mong ár

    Meistardeildin Menn
    AB – B68 2-0 (1-0)

    AB er fyrsta oddaliðiðið í bestu deildini hjá monnum hetta kappingarárið, og tað man vera langt síðan, at tað er hent, um enn nakrantíð.

    Uppflytararnar av Argjum vunnu ársins fyrsta dyst 2-0 á heimavølli móti B68, og sigurin var uppiborin.

    Les alla dystarfrásøgnina
  • Óli sjónligur í útisigri í Champions League

    Óli sjónligur í útisigri í Champions League

    Óli Mittún spældi ein góðan dystin og skoraði sjey ferðir, tá ið GOG vann útidystin í Champions League móti ungarska liðnum Szeged 37-34, hóast teir vóru aftanfyri 16-15 í steðginum.

    Seinasti dysturin í bólkaspælinum verður mikukvøldið í Svendborg Arena móti RK Zagreb, sum bara hevur tvey stig. Vinnur GOG, og PSG ikki fær fult móti Magdeburg, kann GOG enda á fjórða plássi.

    Aftaná bólkaspælið bíða tveir røkkstøkk dystir móti liði úr bólki A, har samlaði vinnarin fer í fjórðingsfinalurnar.

    Hin føroyingur, sum spælir Champions League hetta kappingarárið, Hákun West av Teigum, hevur longu spælt seg beinleiðis í fjórðingsfinalurnar saman við liðið sínum Füchse Berlin

  • Ársins fyrst fótbóltsdystur útsettur til leygardagin

    Ársins fyrst fótbóltsdystur útsettur til leygardagin

    Veðrið ávirkar longu ársins fyrsta dyst í Meistaradeildini í fótbólti hjá monnum millum AB og B68, sum eftir ætlan skuldi spælast í morgin, fríggjakvøldið.

    Veðurforsøgnin boðar tó frá nógvum vindi, og tí verður tað ikki mett ráðiligt at spæla dystin fríggjakvøldið.

    Í staðin verður dysturin spældur leygardagin klokkan 16.45 út í Vika á Argjum.

  • NSÍ svenskan styrk

    NSÍ svenskan styrk

    NSÍ brynjar seg til at at taka meistarastríðið upp við KÍ, og boðar í dag frá, at felagið skrivað eitt ára sáttmála við 26 ára gamla svian Adrian Edqvist fyri 2026.

    Hann hevur drúgvar royndir úr næstbestu deildini í Svøríki, har hann hevur spælt við feløgum sum Kalmar, Jönköping, Gefle IF og Østersunds FK. Eisini spældi hann nakrar dystir í Allsvenskan á ungum døgum.

    Hann kann spæla bæði bakkur og vongur á báðum síðum.

  • Rakul og verjan tryggjaðu greiðan sigur á Portugal

    EM-undandystur í kvinnuhondbólti, bólkur 4
    Føroyar – Portugal 25-21 (12-9)

    Føroysku hondbóltskvinnurnar vóru í kvøld greitt betri enn Portugal og vunnu EM-undandystin í høllini við Tjarnir 25-21.

    Serliga verjuspælið og málverjuspælið hjá Rakul Wardum vóru sannførandi í kvøld, meðan álopsspælið kundi verið betri.

    Les meira
  • Maria Nólsoy eitt fet upp

    Maria Nólsoy eitt fet upp

    Í dag gjørdist greitt, at landsliðsleikarin í hondbólti, Maria Pálsdóttir Nólsoy, í summar skiftir til København Håndbold.

    21 ára gamla Súna hevur síðan 2024 gjørt vart við seg í HH Elite í bestu donsku deildini.

    Nú er so greitt, at hon heldur fram í fremstu donsku deildini og tekur eitt stig upp í danska høvuðstaðarfelagið, København Håndbold.

    Aðrir landsliðsleikarar skifta eisini felag í summar, Pernille Brandenborg fer til CSM Bucuresti í Rumenia, og Súna Krossteig Hansen hevur gjørt eitt-ára sáttmála við montenegrinska stórfelagið ZRK Buducnost.

  • Føroyskt stjørnuskot heim til Føroya og Víking

    Føroyskt stjørnuskot heim til Føroya og Víking

    Víkingur boðar frá, at 18 ára gamli Aron Benjaminsen hevur skrivað undir trý-ára sáttmála við felagið.

    Strandingurin, kemur beinavegin heim úr norska Kristiansund, har hann hevur verið í tvey ár. Hann hevur vant nógv við besta liðnum og spælt við næstbesta.

    Aron er uppvaksin á Skála og hevur longu umboðað føroyska U21-landsliðið. Hann er sonur fyrrverandi landsliðsleikaran Fróða Benjaminsen, sum var føroyameistari við Víkingi í 2017.

    Eisini eitt annað stjørnuskot, 18 ára gamli Dávid Reynheim, er komin heim til Føroya og KÍ hetta kappingarárið.

  • Stjørnan fær danska tilgongd og ætlar kappast um ovastu plássini

    Stjørnan  fær danska tilgongd og ætlar kappast um ovastu plássini

    Stjørnan er av álvara farin undir at styrka besta kvinnuliðið til komandi kappingarár, og formaðurin, Regin Sivertsen, sigur, at hópurin skal brynja seg til at kappast um ovastu plássini.

    Stjørnan boðar í dag frá, at avtala er gjørd við við 25 ára gomlu donsku Sarah Madsen fyri komandi kappingarár. Hon er bakspælari og sterkur verjuleikari. .

    Herfyri boðaði Stjørnan frá, at neistamálverjin seinastu árini, Yui Shibuya, skal spæla hondbólt í Klaksvík komandi kappingarár.

  • Fótbóltskvinnurnar javnt móti Kypros

    Fótbóltskvinnurnar javnt móti Kypros

    Kvinnulandsliðið í fótbólti spældi í dag javnt 1-1 móti Kýpros í síðstu aðalroyndini áðrenn HM‑undankappingina.

    Heimaliðið legði seg tíðliga á odda, hóast Føroyar høvdu bóltin nógv og stýrdu spælinum.

    Tá 73 minuttir vóru spældir, javnaði Anna Caroline Brændstrup, og fleiri mál komu ikki.

    Nú venda kvinnurnar sær móti Grikkalandi leygarkvøldið, har fyrsti HM‑undankappingardysturin verður spældur.

    Dysturin á FaroeSoccer

  • Andrias aftur fulla leiktíð í ósigri móti italsku meistarunum

    Andrias aftur fulla leiktíð í ósigri móti italsku meistarunum

    Aftur hetta vikuskiftið spældi Andrias Edmundsson allan dystin fyri Hellas Verona í 2–1 ósigrinum fyri italsku meistarunum, Napoli.

    Føroyski miðverjin hevði nógv at gera móti einum liði, sum hevði bóltin nógv og trýsti Verona aftur ígjøgn. Men Andrias helt fokus og arbeiddi hart í verjuni.

    Andrias hevur fingið fulla leiktíð allar fýra dystirnar, síðan hann flutti til Verona í bestu italsku deildini.

    Hóast Verona bara hevur fingið eitt stig hesar dystirnar, so lýsa italskir miðlar Andrias sum ein arbeiðssaman, álítandi og disiplineraðan leikara, sum venjarin stólar upp á.

    Verona er aftast í Seriu A, níggju stig undir niðurflytingarstrikuni.

  • 70 prosent av jørðini er sjógvur – restina verjir Géza

    70 prosent av jørðini er sjógvur – restina verjir Géza

    Gøtumaðurin, Geza David Turi, hevur síðan nýggjár fingið nógva spælitíð í Grimsby Town

    Í enska fiskivinnubýnum hava tey serliga lagt merki til hansara stóru renniorku, og á Facebook skrivar Grimsby, “70 prosent av jørðini er sjógvur. Restin er vard av Géza Dávid Turi”.

    Grimsby vann í gjár 1-0 á útivølli móti Notts County. Grimsby er nummar ellivu í fjórðbestu ensku deildini. Trý stig eru upp til sjeynda plássið, sum gevur atgongd til røkkstøkk-spælið um at flyta upp í triðbestu deildina.

    Síggj uppslagið á Facebook
  • Fyrrverandi estlendskur landsliðsleikari til HB

    Fyrrverandi estlendskur landsliðsleikari til HB

    Tað hevur ljóðað, at HB skal styrkja álopspartin, og nú hevur felagið tryggjað sær 26 ára gamla estlendska áleyparan, Erik Sorga.

    Hann hevur spælt 31 landsdystir fyri Estland og skorað 4 mál.

    Sorga hevur eisini royndir úr MLS við D.C. United, úr niðurlendska VVV-Venlo, svensku IFK Göteborg og bulgarsku Lokomotiv Plovdiv.

    Seinastu tíðina hevur hann spælt í Aserbadjan fyri Sumgayit og í Vietnam fyri Ho Chi Minh City.

    Sambært Transfermarkt skoraði hann nógv mál, sum ungur leikari, men seinnu árini hava málini verið færri í tali.

  • H71 vann hjá kvinnum og VÍF hjá monnum

    ,
    H71 vann hjá kvinnum og VÍF hjá monnum

    Bæði kvinnur og menn hjá H71 vitjaðu í Vestmanna í dag.

    Hjá kvinnunum vann H71 35-34 og fekk harvið hevnd fyri ósigurin í hálvfinalunum í steypakappingini.

    VÍF førdi 13-8 eitt skiftið í fyrra hálvleiki, men H71 kom aftur í aftur fyri steðgin, tá ið støðan var 14-13 til VÍF.

    Í seinna hálvleiki kom H71 fram um eftir 10 minuttir, og hildu seg framman fyri við umleið tveimum málum restina av dystinum.

    Hjá VÍF skoraði veteranurin Liljan Müller 12 mál, meðan Maria Weyhe skoraði 11 fyri H71.


    Hjá monnunum var umvent. VÍF vann við einum máli, 36-35.

    Fyrri hálvleikur var javnur, men í seinna hálvleiki fór VÍF undan og førdi 32-26 miðskeiðis í seinna hálvleiki.

    So fór H71 at hála inni, og tveir minuttir fyri tíð javnaði H71 til 35-35. Men tað eydnaðist VÍF at skora eitt mál afturat og vinna dystin.

    Hóast H71-liðið verður mett klárt tað sterkasta hetta kappingarárið, so hevur VÍF í trimum dystum móti nýklaktu steypavinnarunum vunnið tveir og spælt ein javnan.

    Fyri VÍF skoraði Filip Jojic 12 mál, og blaðungi Boas Ellefsen á Skipagøtu skoraði 10 fyri H71.

  • KÍ vann uppiborið Stórsteypið

    Stórsteypadystur
    KÍ – HB 1-0 (0-0)

    Greipuvinnararnir úr KÍ vístu í Stórsteypadystinum móti HB, at teir eru klárir, nú landskappingin byrjar komandi vikuskiftið. KÍ vann dystin 1-0 við málið tíðliga í seinna hálvleiki.

    Lea alla dystarfrágreiðingina
  • Áki fær spælitíð hjá svensku meistarunum

    Áki fær spælitíð hjá svensku meistarunum

    U21-liðformaðurin, Áki Samuelsen, skifti í vetur til ongan minni enn svenska meistaraliðið, Mjällby, sum heilt óvæntað vann svensku meistaraheitið í fjør.

    Nú er svenska steypakappingin farin í gongd, og Áki hevur verið á vøllinum í báðum dystunum. Í síðstu viku spældi hann 36 minuttir, tá ið Mjällby vann 2-0 á Kalmar, og í gjárkvøldið spældi hann heilar 83 minuttir í 3-0 sigrinum á útivølli móti Örgryte.

    Áki var nær við at skora í gjárkvøldið, tá ið eitt dundurskot rakti stongina.

    Svenska steypakappingini byrjar við bólkaspæli, og Mjällby hevur fult stigatal eftir tvey umfør.

  • B68 styrkir seg við hoyvíkingi og fransmanni

    B68 styrkir seg við hoyvíkingi og fransmanni

    Nú landskappingini nærkast av álvara, styrkir B68 seg við tveimum nýggjum leikarum.

    Annar er 20 ára gamli arbeiðssami miðvallarin Baldur Niclasen, sum er uppvaksin í HB, men spældi við 1. deild hjá B36 í fjør.

    Hin er 25 ára gamli fransmaðurin Loïck Lespinasse. Hann hevur spælt í Real Sociedad, bæði U18, U23 og B-liðnum í RFEF 1, síðan í Ligue 2 við PAU og seinast í Luksemborg.

    Loïck er framherji, men kann eisini spæla sum nummar 10 og á vonginum.

  • Premier League fer at senda dystir á egnari rás

    Premier League fer at senda dystir á egnari rás

    Premier League fer næsta kappingarár at royna sína egnu Netflix‑líknandi stroymingartænastu í Singapore.

    Nýggja rásin fær navnið Premier League+, og fer at vísa allar 380 dystirnar, eykatilfar og eina 24‑tíma rás, uttan at fara á vanligar sjónvarpsrásir.

    Um royndin eydnast, verður hon roynd í øðrum pørtum av heiminum

    Fleiri serfrøðingar halda, at ein slík loysn kann geva feløgunum størri altjóða inntøkur.

  • Bolt.fo: Jens Berthel favorittur í Celtic

    Bolt.fo: Jens Berthel favorittur í Celtic

    Meistaravenjarin hjá HB í 2020, danin Jens Berthel Askou, er nú sambært oddsunum størsti favorittur at taka yvir í skotska stórfelagnum Celtic. Tað skrivar bolt.fo.

    Hann vann greipuna við HB og hevur síðan staðið á odda fyri AC Horsens, IFK Gøteborg og nú Motherwell.

    Har hevur gingið sera væl hetta kappingarárið. Liðið liggur á 4. plássi og hevur bert tapt tríggjar dystir.

    Celtic hevur hinvegin havt stórar trupulleikar og skal hava nýggjan venjara. Askou er nú besta boðið, frammanfyri Roberto Martinez, Ange Postecoglou, Martin O’Neill, Robbie Keane og Graham Potter.

  • Real Madrid og Manchester City bresta saman í Champions League

    Real Madrid og Manchester City bresta saman í Champions League

    Lutakastið til áttandapartsfinalurnar í Champions League lagaði seg soleiðis, at hesi lið møtast.

    • Real Madrid – Manchester City
    • Paris SG – Chelsea
    • Bodø/Glimt – Sporting Lisboa
    • Newcastle – Barcelona
    • Galatasaray – Liverpool
    • Atletico Madrid – Tottenham
    • Atalanta – Bayern München
    • Leverkusen – Arsenal

    Fyrru dystirnir verða spældir 10. ella 11. mars. Meðan seinnu dystirnir verða spældir 17. ella 18. mars

  • Føroyar spæla U17-menningarkapping á Tórsvølli komandi dagarnar

    Føroyar spæla U17-menningarkapping á Tórsvølli komandi dagarnar

    Komandi dagarnar verður U17-menningarkapping á Tórsvølli,.Føroyar, Estland, Bosnia Hersigovina og Ísland er við.

    Føroyar spæla sínar dystir fríggjadagin 27. februar klokkan 15.30 móti Bosnia Hersigovina., sunnudagin 1. mars klokkan 15.30 móti Estlandi, og móti Íslandi mikudagin klokkan 15.00.

    Endamálið er at gera ungu spælararnar klárar til framtíðar uppgávur á altjóða pallinum.

    Síggj skránna og føroyska hópin her
  • Gilli aftur í B36

    Gilli aftur í B36

    Gilli Samuelsen skal spæla við besta mansliðnum hjá B36 í ár.

    26‑ára gamli Gilli er uppvaksin í felagnum, har evnini vóru tíðliga eyðsýnd, og hann fekk sínar fyrstu minuttir á besta liðnum longu í 2016.

    Hann hevur síðani roynt seg í 07 Vestur og B68, men skaðar hava darvað og gjørt tað trupult at fáa støðuga spælitíð.

    Í vetur hevur hann verið við í fyrireikingunum í B36, og nú er hann birgur at kappast um pláss í Gundadali.

  • Marita nýggjur aðalskrivari í ÍSF og gevst sum forkvinna í B36

    Marita nýggjur aðalskrivari í ÍSF og gevst sum forkvinna í B36

    Ítróttasamband Føroya boðar í dag frá, at Marita Debess Magnussen, er nýggjur aðalskrivari í ÍSF. Marita tekur við 1. mai, tá ið Petur Mittún leggur frá sær.

    Samstundis er eisini greitt, at hon gevst, sum forkvinna í B36. Tað segði í samrøðu við FM1, har hon staðfesti, at tað ber ikki til at vera bæði tað og aðalskrivari í ÍSF.

    Hon er 50 ára gomul og hevur drúgvar royndir úr almenna, privata vinnulívinum og ítróttinum.

    Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í ÍSF, sigur, at áhugin var stórur, og at Marita hóskar sera væl til profilin, sum søkt varð eftir..

  • Átta lið spælt seg í áttandapartsfinalurnar í Champions League

    Átta lið spælt seg í áttandapartsfinalurnar í Champions League

    Átta tey seinstu liðini í áttandapartsfinalunum í Champions League í fótbólti vóru funnin í seinnu røkkstøkk dystunum í kvøld og í gjárkvøldi.

    Í kvøld kom Juventus á heimavølli fram um 3-0 móti Galatasary, sum vann fyrsta dystin 5-2. So var umdystur, og tá skoraði turkiska liðið tvey mál og vann samanlagt 7–5.

    Í Madrid vann Real Madrid 2–1 á Benfica og fór víðarvið samanlagt 3–1. Aurélien Tchouaméni legði heimaliðið á odda, áðrenn Vinícius Júnior økti um leiðsluna og avgjørdi dystin.

    Í Bergamo vann Atalanta 4–1 á Dortmund og samanlagt 4-3.

    Í París endaði dysturin millum PSG og Monaco 2–2. PSG tryggjaði sær harvið víðari luttøku við samlaða úrslitinum 5–4.

    Í gjár vann Bodø/Glimt heilt óvænta 2-1 á Inter í Milano . Norðmenninir vunnu eisini fyrra dystin og fóru víðari samanlagt 5–2.

    Atlético Madrid hevði ongar trupulleikar í heimadystinum móti Club Brugge og vann 4–1. Tað gav spanska liðnum samanlagdan sigur 7–4 og víðari luttøku.

    Í Týsklandi tryggjaði Leverkusen sær víðari pláss eftir málleysan javnleik móti Olympiakos. Heimaliðið hevði tamarhald á dystinum og fór víðari samanlagdum 2-0 sigri.

  • Óli Mittún sendi GOG í áttandapartsfinalurnar í Champions League

    Óli Mittún sendi GOG í áttandapartsfinalurnar í Champions League

    Óli Mittún átti týðandi leiklut, tá ið GOG í einum veruligum drama spældi 28-28 móti Eurofarm Pelister og tryggjaði sær pláss í áttandapartsfinalununum í Champions League.

    Ferð eftir ferð smeyg Óli sær gjøgnum verjuna hjá montenegriska liðnum. Hann skoraði sjey ferðir og legði eisini upp til fleiri mál.

    GOG hevði annars leiðsluna stóran part av dystinum og vóru á odda 16-11 í byrjanini av seinna hálvleiki.

    Pelister kom einaferð fram um 25-24, og panikkur sást í GOG‑liðnum.

    Men við góðum 30 sekundum eftir tryggjaði Óli Mittún GOG víðari luttøku í Champions League, tá ið hann skoraði til 28-27. Og so bilti ikki, at Pelister javnaði í seinastu løtu til 28-28.

  • Televarpið gevst at selja einstakar dystir

    Televarpið gevst at selja einstakar dystir

    Tað verður ikki longur møguligt at keypa einstakar dystir í bestu føroysku deildunum á Televarpinum. Tað skrivar Televarpið.

    Undanfarin ár bar til at keypa einstakar dystir á netinum, men komandi kappingarár er tað einans kundar við haldi hjá Televarpinum, sum fáa atgongd til allar dystirnar umvegis Stórapakka+.

    Fleiri brúkarar vísa ónøgd á Facebook. Onkur kallar avgerðina monopol. Aðrir siga seg ikki vilja rinda fyri Stórapakka+. Nøkur halda, at hetta er “sjalvmál” og at Televarpið fer at missa kundar. Uppaftur aðrir mæla til at fara á vøllin hyggja.

    Allir 135 dystirnir í Meistaradeildini hjá monnum verða nú vístir á Stórapakka+. Eisini verða nakrir dystir hjá kvinnum vístir hvørt umfar.

  • NSÍ fær norskan álopskendan leikara

    NSÍ fær norskan álopskendan leikara

    NSÍ boðar frá, at felagið hevur skrivað undir við norska álopskenda leikaran Tobias Hestad.

    25 ára gamli norðmaðurin hevur gjørt eitt ára sáttmála.

    Tobias,er uppaldur í Molde FK, hann kann spæla í álopinum og á báðum vongunum.

    Hann hevur seinastu árini spælt í 2. og 3. bestu norsku deildunum, seinast við Jerv.

  • Norska Bodø/Glimt sendi Inter úr Champions League

    Norska Bodø/Glimt sendi Inter úr Champions League

    Norska Bodø/Glimt sendi í kvøld ongan minni enn italska stórfelagið Inter úr Champions League, tá ið teir vunnu seinna røkkstøkk-dystin 2-1 og samanlagt 5-2.

    Ævintýrið hjá Bodø/Glimt heldur harvið fram, og teir eru nú í áttandapartsfinalunum, har teir kunnu møta Manchester City ella Sporting Lisboa.

    Norsku garparnir hava fyrr í vetur vunnið á júst Manchester City, umframt móti Atletico Madrid á útivølli.

    Jens Petter Hauge legði Bodø/Glimt fram um við sínum sætta málið í Champions Leage í vetur, tá ið ein tími var spældur, og eitt korter seinni økti Håkon Evjen. Inter megnaði bert at skora eitt mál, og tí var norska sensatiónin veruleiki.

    Einki norskt felag hevur staðið seg so væl, síðan Rosenborg í 1996/97 rakk fjórðingsfinalunum í Champions League.

    Í 2022 spældi KÍ móti Bodø/Glimt í 1. umfari í UEFA Champions League. KÍ vann 3-1 í Klakvík, Bodø/Glimt vann 3-0 í Noreg og kom akkurát víðari..

    Champions League á heimasíðuni hjá UEFA

  • U18 og U20 spæla móti hesum londum í EM-endaspølunum í summar

    U18 og U20 spæla móti hesum londum í EM-endaspølunum í summar

    Lutakastini til U18- og U20 EM-endaspølini hjá monnum vóru í dag.

    U18-liðið varí øðrum styrkislagi og kom í bólk F saman við Spania, Eysturríki og Finnlandi.

    U18-endaspælið verður í Beograd í Serbia 29. juli–9. august.

    Hetta eru fyrstu altjóða skrásettu dystirnir hjá U18, so trupult er at meta um styrkina.


    U20-liðið var í triðja styrkislagi og kom í bólk B saman við Serbia, Sveis og Turkalandi.

    Serbia gjørdist nummar 6 í U18 EM og nummar 10 í U19 HM, Sveis nummar 11 í báðum, meðan Turkaland ikki kvalifiseraði seg.

    Føroyar gjørdust nummar 15 í U18 EM og nummar 19 í U19 HM.

    U20-endaspælið verður í Cluj og Turda í Rumenia 8.–19. juli.

    Mynd: IHF / Kolektiff / Jure Erzen

  • Nigeriskur áleypari aftur á Skála

    Nigeriskur áleypari aftur á Skála

    Skála boðar í kvøld frá, at nigeriski áleyparin, Maxwell Effiom, skal spæla fyri Skála í summar, um øll loyvi koma upp á pláss.

    26 ára gamli Maxwell spældi tíggju dystir og skorðai fimm mál fyri Skála í 2024.

    Hann kom fyrst til Føroya at spæla fyri 07 Vestur, og seinnu helvt av 2024 varð hann leigaður til Skála.

    Áðrenn hann kom til Føroya, spældi hann í næst- og triðbestu deildunum í Noreg, fyrst fyri Sandnes Ulf og síðan fyri Skeid.

    Í fjør spældi hann fyri CS Gloria Bistrița í næstbestu deildini í Rumenia.

    Keldur: Faroesoccer og Transfermarkt

  • Hugleiðing: H71 rennur undan og hini aftaná

    Hugleiðing um føroyskan hondbólt eftir stóra steypafinaluvikuskiftið í høllini við Tjarnir, har H71 staðfesti, at felagið framvegis er flaggskipið í føroyskum hondbólti.

    Les hugleiðingina
  • Lindsey Vonn: Læknin bjargaði beininum hjá mær

    Lindsey Vonn: Læknin bjargaði beininum hjá mær

    Alpinskíarin, amerikanska Lindsey Vonn, er nú útskrivað av sjúkrahúsi, tveir vikur eftir hon breyt beinið, tá ið hon datt á olympisku leikunum í Italia.

    Í einum filmsbroti á Instagram sigur hon, at læknin bjargaði beininum undan at vera tikið.

    Hon hevur fingið fimm skurðviðgerðir, har tann seinasta vardi seks tímar.

    Vonn sigur, at skaðin er tann pínufullasti í lívinum, og at nógv blóð trýsti so mikið, at tað kundi oyðilagt vøddar og nervar.

    Vonn situr nú í rullistóli, og hon vónar skjótt at sleppa á høkjur at ganga.

    Tað kann taka eitt ár, áðrenn skaðin er grógvin.

  • Kyndilsleikari biður um umbering eftir steypafinaluna

    Kyndilsleikari biður um umbering eftir steypafinaluna

    Kyndilsleikarin, Høgni Klein Olsen, hevur biðið um umbering fyri eina hending í steypafinaluni leygardagin. Tað skrivar Kringvarp Føroya.

    Tað var ímóti dystarenda, at sinnið kom í Høgna Klein Olsen, eftir at hann varð árendur av debutantinum Jónasi Fossabrúgv.

    Dómararnir dømdi fyri troki, men Høgni krøkti H71‑leikaran og datt niður á hann við alboganum.

    Málið er nú sent til Aganevndina, sum skal taka støðu til møguliga revsing.

    Høgni sigur, at hann tekur fulla ábyrgd og hevur biðið spælaranum og familjuni um umbering.

    H71 vann finaluna 37‑28.

  • U18 dreingir hjá H71 steypavinnarar

    Faxe Kondi Steypafinala, dreingir 18
    H71 – Kyndil 29-24 (16-17
    )

    Eisini seinasta finalan í stóra steypavikuskiftinum í hondbólti millum dreingir 18 hjá H71 og Kyndli gjørdist í fyrra hálvleiki líka spennandi, sum fleiri aðrar finalur.

    Ungu menninir koyrdu á av lívsins megi, og stundum var torført hjá áskoðarunum at fylgja við.

    Liðini fylgdust frá byrjan, men fram móti steðginum kom Kyndil fram um og førdi 17-16, tá ið hálvur leikur var spældur.

    Í seinna hálvleiki byrjaði H71 betri og kom fram um við trimum málum, og teir øktu spakuliga munin, sum dysturin leið.

    Endin var, at H71 vann 34-29 og eru steypavinnarar.

    Harvið vann H71 allar sunnusdagsins A-finalur.

    Hjartaliga til lukku H71.

  • H71 eisini steypavinnari hjá gentum 18

    Faxe Kondi Steypafinala, gentur 18
    Neistin – H71 19-22 (13-14
    )

    Eins og hinar finalurnar í dag, so var eisini stórur spenningur í steypafinaluni hjá gentum 18 millum Neistan og H71.

    Liðini fylgdust allan fyrra hálvleik, men beint fyri steðgin kom H71 fram um, men ikki meira enn so, at munurin var bara eitt mál 15-14 til H71 í steðginum.

    Góða gongdin hjá H71 helt fram eftir steðgin, og tær komu skjott fram um við fýra málum.

    Neistin megnaði ikki at svara aftur og hevði bara skotið eitt mál í seinna hálvleiki, tá ið eitt korter var spælt.

    Seinastu tíggju minuttirnar gjørdi Neistin eina roynd at koma inn dystin aftur og minkaði niður í tvey mál.

    Nærri kom Neistin ikki. H71 vann finaluna 22-19 og er steypavinnari hjá gentum 18.

    Hjartaliga til lukku H71.

  • H71 vann spennandi steypafinalu hjá dreingjum 14

    Faxe Kondi Steypafinala, dreingir 14
    Neistin – H71 24-25 (12-12
    )

    Neistin og H71 spældu ein brandfinalu hjá dreingjum 14.

    Liðini fylgdust allan fyrra hálvleik, og í steðginum stóð 12-12 á máltalvuni,

    Í seinna hálvleiki fekk Neistin snútan fram um, men H71 kom skjótt aftur í aftur, og síðan skiftust liðini um at skora heilt upp til støðuna 20-20, tá ið H71 fór fram um við tveimum málum.

    Neistin hevði møguleikar at javna. Men H71 helt tørn, hóast Neistin hálaði inn aftur í seinastu løtu til endaliga úrslitið 24-25.

    Hjartaliga til lukku við steypinum H71.

  • H71 er steypavinnari hjá gentum 14

    Faxe Kondi Steypafinala, gentur 14
    H71 – StÍF 23-20 (15-12)

    StÍF byrjaði heldur betri í steypafinaluni hjá gentum 14 og var frammanfyri við tveimum málum.

    H71 kom tó aftur í aftur, og hevði munin restina av fyrra hálvleiki, og førdu 15-12, tá ið liðini fóru at hvíla seg.

    StÍF byrjaði nógv betri í seinna hálvleiki, og javnaði til 15-15 eftir trimum minuttum.

    H71 kom skjótt aftur trý mál fram um, men enn einaferð bardi StÍF seg inn í dystin.

    H71 hevði tó fleiri streingir at spæla upp á og vann til endans 23-20.

    Hjartaliga til lukku við steypinum H71.

  • Bjørk og Julian vunnu vetrarrennikapping í Klaksvík

    Bjørk og Julian vunnu vetrarrennikapping í Klaksvík

    Sætta umfar í MBM vetrarkappingini varð runnið í Klaksvík leygarmorgunin.

    Runnir vóru góðir 6 kilometrar av Guttabreyt út í Oyrar og heim aftur á breytina.

    Skjótast hjá kvinnunum var Bjørk Herup Olsen við tíðini 24:31.4, og hjá monnunum var Julian Gregersen skjótastur við tíðini 20:08.5

    Kappast var eisini í ymiskum aldursbólkum.

    Úrslit í øllum aldursbólkum

    Samlaða støðan

    Mynd: Bragdið

  • H71 eru steypavinnari eftir eina hondbótsframførslu á sera høgum støði

    Faxe Kondi Steypafinala, menn
    Kyndil – H71 28-37 (14-20)

    H71 er steypavinnari í manshondbólti 2026, eftir eina hondbóltsframførslu á høgu støði.

    Við skjótum og tekniskt góðum álopsspælið, og góðum verjuspæli settu teir veruliga føroyameistararnar úr Kyndli upp á pláss og vunnu 27-28.

    Kyndil gjørdi alt, teir kundu. Men tað var bara ikki nokk , og í løtuni er torført at síggja, hvør skal vinna á H71 hetta kappingarárið.

    Les meira
  • Kyndilskvinnur vunnu lættliga og eru steypavinnarar

    Faxe Kondi Steypafinala, kvinnur
    VÍF – Kyndil 23-26 (9-13)

    Kyndilskvinnur vístu í steypafinalunii, at tær í eru nógv besta liðið í føroyskum kvinnuhondbólti í løtuni.

    Sæð burtur frá fyrsty minuttunum, so sat Kyndil á restina av dystinum og vunnu 26- 23 móti VÍF, sum ikki formáddi sær tað stóra í hesi finaluni.

    Tí er tað væl og virðiliga uppiborið, at Kyndil er steypavinnari hjá kvinnum í 2026.

    Les meira
  • Milner tikið metið fyri flestar spældar dystir í Premier League

    Milner tikið metið fyri flestar spældar dystir í Premier League

    James Milner gjørdist í dag tann leikarin, sum hevur spælt flestar dystir í Premier League.

    40 ára gamli miðvallarin byrjaði á vøllinum fyri Brighton á útivølli móti Brentford. Harvið hevur hann spælt 654 dystir, ein meira enn Garreth Barry, sum hevði metið framman undan.

    Milner hevur spælt í fremstu ensku deildini síðan 2002, tá hann var 16 ára gamal. Hann hevur umboðað Leeds, Newcastle, Aston Villa, Manchester City, Liverpool og nú Brighton.

    Metið er tó bara galdandi fyri tíðarskeiðið, síðan besta deildin fekk navnið Premier League, og framvegis er langt upp til merið hjá málverjanum Peter Shilton, sum spældi heilar 849 dystir í bestu ensku fótbóltsdeildini.

    Milner hevur vunnið meistaraheitið tríggjar ferðir og hevur eisini vunnið FA Cup, League Cup og Champions League.

  • H71 greiður steypavinnari hjá dreingjum 12

    Faxe Kondi Steypafinala, dreingir 12
    H71 -VÍF 28-23 14-11)

    H71 og VÍF fylgdust meginpartin av fyrra hálvleiki og sjáldan var meira enn eitt mál á muni. Beint fyri steðgin legði H71 seg kortini nøkur mál fram um og førdi 14-11, tá ið liðini fóru at hvíla seg.

    H71 helt seg frammanfyri allan seinna hálvleik. VÍF minkaði nakrar ferðir niður í tvey mál, men H71 helt stand og vann at enda greiðan sigur 28-23. Harvið er H71 steypavinnari hjá dreingjum 12.

    Hjartaliga til lukku H71

  • VÍF greiður steypavinnari hjá gentum 12

    Faxe Kondi Steypafinala, gentur 12
    VÍF – H71 21-10 ( 11-4)

    VÍF var frá byrjan nógv tað betri liðið í steypafinaluni hjá gentum 12, og VÍF kom beinanvegin fram um við fleiri málum og førdi 11-4 í hálvleikinum.

    VÍF-liðið, sum hevði góðar leikarar á øllum plássum, helt munin í seinna hálvleiki og vann at enda 21-10, og er harvið steypavinnarar 2026.

    Hjartaliga til lukku VÍF.

  • H71 eisini steypavinnari hjá dreingjum 10

    Faxe Kondi Steypafinala, dreingir 10
    Kyndil – H71 17-22 ( 7-10)

    Dreingir 10 hjá Kyndli og H71 spældu leingi ein javnan fyrra hálvleik í steypafinaluni. Men beint fyri hálvleik fór H71 nøkur mál fram um, og í steðginum var 10-7 til H71.

    H71 økti beinanvegin í seinna hálvleiki og kom fimm mál fram um . Kyndil megnaði ikki at svara aftur. At enda vann H71 greitt 22-17 og er harvið steypavinnari hjá dreingjum 10

    Hjartaliga til lukku H71.

  • H71 er steypavinnari hjá gentum 10

    Faxe Kondi Steypafinala, Gentur 10
    Kyndil a – H71 a 15-15 ( 9-6), (eftir umdyst 17-18 )

    Kyndil og H71 fylgdust eina løtu í steypafinaluni hjá gentum 10, áðrenn Kyndil dróg frá, og var frammanfyri 9-6 í steðginum.

    H71 minkaði niður í eitt mál beinanvegin í seinna hálvleiki, men Kyndil svaraði skjótt aftur, legði seg fram um við nøkrum málum, og alt bendi á at Kyndil fór at vinna finaluna.

    Men seinastu minuttirnar svaraði H71 aftur og kom fram um 15-14.

    Tað eydnaðist tó Kyndil at javna til 15-15 og so varð umdystur.

    Umdystin vann H71 18-17, sum harvið gjørdust steypavinnarar

    Hjartaliga til lukku H71.

  • Ársins málverji úr Neistanum til Stjørnuna

    Ársins málverji úr Neistanum til Stjørnuna

    Fyrr í vikuni boðaði Neistin frá, at málverjin Yui Shibuya gevst í felagnum, og í gjár boðaði Stjørnan frá, at Yui skal spæla í Klaksvík komandi kappingarár.

    30 ára gamla Yui hevur verið ein av bestu málverjunum í landskappingini hjá kvinnum síðan hon kom til Neistan í 2023, og seinasta kappingarár varð hon vald til ársins málverja.

    Hon hevur áður leikt í Japan og Portugal.

    You Shibuya á Handballstatz.com

  • H71 greiður steypavinnari hjá dreingjum 16

    Faxe Kondi Steypafinala, Dreingir 16
    H71 – VB 37-28 (19-12)

    Hóast tað gekk rímiliga javnt á fyrstu løtuna, so hevði H71 munin á VB frá byrjan í steypafinaluni í hondbólti hjá dreingir 16.

    Munur øktist skjótt, tað var stórur munur á liðnunum. og tað var flott at síggja hoyvíksdreingir spæla skjótan og tekniskan hondbólt.

    Í hálvleikium var støðan 19-12 til H71.

    VB hevði eina góða løtu fyrst í seinna hálvleiki. Teir fingu munin niður á fýra mál, 21-17, og hildu munin har eina løtu.

    Seinasta korterið av dystinum setti H71 tó ferðina upp aftur og vann steypafinaluna 37-28

    Les meira
  • Neistin kom aftur í aftur og er steypavinnari hjá gentum 16

    Faxe Kondi Steypafinala, Gentur 16
    Neistin – H71 29-27 (13-14)

    H71 byrjaði dystin nógv betri, hóast Neistin var greiður favorittur undan finaluni.

    Sum hálvleikurin leið minkaði Neistin tó ummunin, men H71 helt seg tó framman fyri 14-13 í hálvleikinum

    H71 helt seg eisini frammanfyri fyrst í seinna hálvleiki og kom skjótt trý mál fram um. Hoyvíksgentur spældu skilagóðan hondbólt og høvdu tol at spæla seg til góðar málmøguleikar.

    Neistin spældi nógv upp á Sigrið Hansdóttir og í málinum stóð Bjørk Jákupsdóttir ein sera góðan dyst. Tað hjálpti og um miðjan seinna hálvleik kom Neistin upp á javnt og legði seg síðan fram um fyri fyrstu ferð í dystinum, 21-20.

    Neistin fekk nú tamarhald á dystinum, og dróg skjótt frá, og var einaferð framman fyri við fýra málum

    H71 fór fram við verjuni í eini roynd at venda dystinum og tað kom ein ávísur spenningur í dystin.

    Neistin helt tó stand og vann finaluna 29-27.

    Hjartaliga til lukku Neistin.

    Les meira