• Hesir byrja fyri U21 móti Luksemborg

    Hesir byrja fyri U21 móti Luksemborg

    Hesir ellivu byrja á vøllinum nú klokkan 18.30 spælir móti Luksemborg á útvølli í U21 EM-undanbólki C.

    Televarpið vísir dystin.

    Byrjanaruppstilling:

    Hans Jákup Arngrímsson – Ejvind Mouritsen, Jákup Vilhelmsen, Ingi Arngrímsson, Virgar Jónsson, Hanus Højgaard, Árni Nóa Atlason, Mattias Hellisdal, Heini Sørensen, Áki Samuelsen, Dávid Reynheim

    Útskiftarar:

    Rasmus Olsen (má), Bjarti Thorleifsson, Jónas Prior, Aron Benjaminsen, Dávid Andreasen, Tobias Hansen, Tokil Holm, Jógvan Gullfoss, Aron Reinert Hansen

  • Ange Postecoglou nýggjur venjari í Forest

    Ange Postecoglou nýggjur venjari í Forest

    Ange Postecoglou, sum var koyrdur sum venjari hjá Tottenham eftir at hava vunnið Europa League, er settur sum nýggjur venjari hjá Nottingham Forest.

    Hann tekur yvir eftir Nuno Espirito Santo, og tað skrivar Nottingham Forest á síni heimasíðu.

    Eigarin Evangelos Marinakis sigur, at Postecoglou hevur prógvað, at hann dugir at vinna steyp.

    Australiumaðurin hevur vunnið steyp annað árið í øllum feløgum, eisini í Tottenham, hóast liðið endaði á 17. plássi í Premier League.

    Nottingham Forest skal royna seg í Conference League seinni í heyst..

  • Myndir frá landsdystinum í gjár

    Fótbóltssambandi hevur deilt myndir frá 1-0 sigrinum móti Gibralgar í gjárkvøldið. Hans Erik Danielsen hevur tikið myndirnar.

  • U21 fer eftir triðja sigrinum á rað móti Luksemborg

    U21 fer eftir triðja sigrinum á rað móti Luksemborg

    U21-manslandsliðið í fótbólti spælir í kvøld klokkan 18.30 móti Luksemborg í EM-undankappingini.

    Føroyar hava fingið eina frálíka byrjan við tveimum 2-1 sigrum og seks stigum í skjáttuni.

    Dysturin verður leiktur í Esch, og føroyingar skulu stríðast fyri triðja sigrinum á rað.

    Tobias Hansen er nýggjur í hópinum, har hann avloysir leikbannaða Jóhan Josephsen.

    Dysturin verður vístur beinleiðis á Rás1 hjá Televarpinum.

  • Nottingham Forrest sendir Nuno til hús

    Nottingham Forrest sendir Nuno til hús

    Nottingham Forrest boðar í morgun frá, at felagið hevur loyst Nuno Espirito Santo úr starvinum sum høvuðsvenjari.

    Avgerðin kemur eftir, at sambandið millum portugisiska venjaran og eigaran Evangelos Marinakis er versnað nógv seinastu vikurnar.

    Nuno tók yvir í desembur 2023 og førdi felagið til eitt minnisvert kappingarár, har Forest tryggjaði sær europaspæl fyri fyrstu ferð síðan 1996.

    Men í ár hevur hann verið kritiskur og sagt, at felagið hevur ein stóran trupulleika.

    Forest hevur bert fingið fýra stig í trimum dystum og tapti seinast 0-3 móti West Ham.

  • Luca Modric 40 ár

    Luca Modric 40 ár

    Heimskendi fótbóltsleikarin, Luca Modric, sum fyri fáum døgum síðan spældi á Tórsvølli móti Føroyum, fyllir í dag 40 ár.

    Luka Modric er ein av heimsins fremstu miðvallarleikarum og ein tann mest vinnandi spælarin í søguni hjá Real Madrid við seks Champions League heitum

    Í 2018 vann hann Ballon d’Or sum besti spælari í heiminum.

    Modric hevur spælt yvir 190 landsdystir og leiddi Kroatia til HM-finaluna í 2018 og bronsu í 2022 .

    Hann er kendur fyri leikførleika, yvirblikk og støðufesti.

    Modric skifti í summar til italska felagið AC Milan

  • Innskiftingar vendu dystargongdini

    Innskiftingar vendu dystargongdini

    HM-undanbólkur L: Gibraltar- Føroyar 0-1 (0-0)

    Føroyar raktu ongantíð rætta orkustøðið í fyrra hálvleiki og spældu ein av vánaligastu hálvleikunum undir Eyðuni Klakstein.

    Einki riggaði, og tað vísti seg at vera sera trupult hjá okkara leikarum at raka hvønn annan.

    Um tað vóru ov nógvar broytingar, er ilt at siga, men heilar seks broytingar vóru samanborið í dystin móti Kroatia.

    Tíbetur so var Gibraltar minst líka vánaligt sum Føroyar, og tí var talan um ein sera vánaligan og linligan fyrra hálvleik.

    Les alla dystarfrágreiðingina
  • Martin Agnarsson avgjørdi dystin við sínum fyrsta landsliðsmáli

    Martin Agnarsson avgjørdi dystin við sínum fyrsta landsliðsmáli

    HM-undanbólkur L: Gibraltar- Føroyar 0-1 (0-0)

    Eftir ein vánaligan fyrra hálvleiki og eitt vánaligt fyrsta kortet av seinna hálvleiki, settu tríggjar innskiftingar lív føroyska landsliðið.

    Føroyar yvirtóku spælið seinasta hálva tíman, og høvdu fleiri rímiligar royndir móti málinum.

    Tað endaði við, at Martin Agnarsson var fyrstur á einum retur, tá ið málverjin hevði bjargað einum hálvkiksaðum skoti hjá Brandi Olsen, og ungi havnarmaðurin sendi bóltin í meskarnar í sínum fyrsta landsdysti frá byrjan.

  • Jóan Símun nýtt landsliðsmet

    Jóan Símun nýtt landsliðsmet

    Jóan Símun Edmundsson kom fyri løtu síðan inn á vøllin í landsdystinum móti Gibraltar.

    Hetta er hansara landsdystur nummar 96, og harvið tekur hann landsliðsmetið hjá bygdamanni sínum, Fróða Benjaminsen.

    Jóan Símun Edmundson spældi sín fyrsta landsdyst 12. august 2009 móti Fraklandi á Tórsvølli.

  • Málleyst í linligum fyrra hálvleiki í Gibraltar

    Málleyst í linligum fyrra hálvleiki í Gibraltar

    Einki er komið burturúr hja Føroyum í einum sera tomum fyrri hálvleiki millum Gibraltar og Andorra.

    Lítil ferð er á føroyska spælinum, og tað sama kann sigast um spælið hjá Gibraltar.

    Einki bit hevur verði í álopsspælinum, og tað hevur valla verið nøkur roynd móti málinum.

    Vónandi verður betri eftir steðgin.

  • Liðformaðurin heldur fram í EB/Streymi

    Liðformaðurin heldur fram í EB/Streymi

    Andras Ólason Olsen heldur fram í EB/Streymi til og við 2027.

    Hann spældi sín fyrsta dyst í 2015 og hevur síðani 2020 verið liðformaður. Sambært FaroeSoccer hevur hann leikt 230 dystir og skorað 18 mál.

    Andras sigur við heimasíðuna hjá EB/Streymi, at felagið hevur altíð fylt nógv hjá sær.

    – Hjartað er blátt og svart, sigur hann.

  • Nógvar broytingar móti Gibraltar

    Nógvar broytingar móti Gibraltar

    Seks broytingar eru á føroyska liðum, sum í kvøld skal spæla HM-undandyst móti Gibraltar niðri í Gibraltar.

    Samuel Chukwudi kemur inn í miðverjuna fyri leikbannaða Odmar Færø. Martin Agnarsson og Jann Benjaminsen koma inn á bakkarnar fyri Jóannes Kalsø og Viljorm Davidsen. Mitt á miðjuni kemur Geza Turi inn fyri Jákup Andreasen og vinstru megin kemur Jóannes Bjartalíð inn fyri Hanus Sørensen. Heilt frammi fær Páll Klettskar møguleikan í staðin fyri Meinhard Olsen.

    Liðið er hetta:
    Mattias Lamhauge – Jann Benjaminsen, Samuel Chukwudi, Andrias Edmundsen, Gunnar Vatnhamar, Martain Agnarsson – Árni Frederiksberg, Brandur Olsen, Geza Turi, Jóannes Bjartalíð – Páll Klettskarð.

    Á beinkinum:
    Bjarti Mørk (má), Bárður á Reynatrøð (má), Jóannes Kalsø Danielsen, Viljormur Davidsen, Meinhard Olsen, Jóan Símun Edmundsson, Gullbrandur Øregaard, Adrian Justinussen, Noah Mneney, Hanus Sørensen, Poul Kallsberg, Jákup Andreasen

    Les meira
  • Manchester City og Premier League hava gjørt semju

    Manchester City og Premier League hava gjørt semju

    Manchester City og Premier League hava gjørt semju um eitt a drúgt rættarstríð um APT-reglurnar, sum eru reglur, sum stýra virksemi millum ein fótbóltsfelag og fyritøkur, sum hava tilknýti til eigararnar.

    Stríðið snúði seg um avtalu við Etihad Airways, sum Premier League helt ikki hevði rættvíst marknaðarvirði.

    Ein óheft dómstólur staðfesti, at reglurnar vóru ólógligar, og fleiri broytingar vórðu gjørdar í 2024.

    Í novemburr atkvøddu 16 feløg fyri nýggju reglunum, meðan City, Newcastle, Forest og Villa vóru ímóti.

    Semjan merkir, at forðingar avtaluni við Etihad Airways nú eru tiknar burtur. Avtalan kann nú verða góðkend, men enn er einnki endaligt komið upp á pláss.

  • Hjulmand tekur yvir í Leverkusen

    Hjulmand tekur yvir í Leverkusen

    Fyrrverandi danski landsliðsvenjarin Kasper Hjulmand fer nú at standa á odda fyri týska felagnum Bayer Leverkusen.

    Felagið boðar frá at Hjulmand tekur yvir Erik ten Hag, sum fekk sekkin eftir bert tveir dystir av kappingarárinum..

  • 45 fólk runnu fimm hálvmarathon í summar

    Fleiri enn 600 fólk runnu leygardagin Føroya Vakrasta Hálvmarathon í Vágunum. Tað skrivar Frælsur Ítróttur Føroyar. Hetta var samstundis seinasta umfar í avbjóðingini at renna 5 hálvmarathon í 2025.

    Heili 45 fólk megnaðu at fullføra allar kappingarnar. Talið er umleið tað sama sum í fjør, tá 47 fólk kláraðu avbjóðingina.

    Avbjóðingin verður aftur á skrá í 2026. Tá verður hon kallað “Renn 6 hálvmarathon í 2026”.

    Hesi runnu fimm hálvmarathon
  • Høll til sandflogbólt tikin í brúk í Fuglafirði

    ,

    Fyrsta høllin í Føroyum til innandura sandflogbólt, Koksið í Fuglafirði, varð tikin í brúk um vikuskiftið.

    Á mentanardøgunum vórðu leiktir 23 dystir fríggjakvøldið, leygardagin og sunnudagin.

    Hjá monnum vunnu Bjarni Larsen og Oleksandr Dmitriiev finaluna 2-0 á Rana Ákason og Filip Ilic.

    Hjá kvinnunum vunnu Jakobina Joensen og Daria Burrows 2-1 á Nicolu Toftegaard og Thirzu Tarazona.

    Les eisini grein hjá flogbóltssambandinum á FAcebook
  • Ætla at vinna móti Gibraltar í kvøld

    Ætla at vinna móti Gibraltar í kvøld

    Føroyska manslandsliðið í fótbólti spælir í kvøld klokkan 19.45 HM-undandyst í bólki L á útivølli móti Gibraltar.

    Í juni vunnu Føroyar á Tórsvølli 2-1 móti Gibraltar, og við útvarpið sigur landsliðsvenjarin, Eyðun Klakstein, at teir vita at teir eru favorittar í kvøld, og fara eftir sigrinum, hóast teir eisini vita, at Gibraltar er eitt gott lið.

    Eyðun Klakstein hevur boðað frá, at tað verða í minsta lagi tríggjar broytingar á liðnum.

    Samuel Chukwudi kemur inn í miðverjuna fyri leikbannaða Odmar Færø. Martin Agnarsson og Jann Benjaminsen verða møguliga møguliga á bakkkunum, og á miðvøllinum er væl møguligt at Géza Turi fær møguleikan. Heilt frammi kann væl verða, at Páll Klettskarð verður frá byrjan

    Dysturin verður vístur beinleiðis í sjónvparpinum, sum byrjar at senda beint eftir Dag og viku.

    FM1 sigur eisini beinleiðis frá dystinum og byrjar at senda klokkan 19.00.

  • Alcarez greiðan finalusigur í US Open

    Alcarez greiðan finalusigur í US Open

    22 ára gamli Carlos Alcaraz vann US Open-finaluna í New York við settúrslitunum 6–2, 3–6, 6–1, 6–4 móti Jannik Sinner.

    Við sigrinuntryggjaði hann sær sítt sætta Grand Slam-heitið og gjørdist næstyngsti spælari í søguni við seks slíkum meistaraheitum.

    Alcaraz byrjaði sum eitt óndarveður og var fullkomiliga yvirlutin í fyrsta setti.

    Sinner svaraði aftur í øðrum setti, men Alcaraz servaði hann í knús í triðja.

    Fjórða settið var spennandi, men Alcaraz vann eftir 2 tímar og 42 minuttir.

  • Vit taptu, gott avrik og Modric kom inn

    Vit taptu, gott avrik og Modric kom inn

    Vit áttu kanska, at verið glað fyri at klára eitt heiðurligt eitt máls tap móti kroatisku fótbóltsstjørnunum. Men tann tíðin má vera farin nú, og tað var ógvuliga skuffandi, at tað ikki eydnaðist at fáa okkurt stig burtur úr hetta fyrsta heystarkenda kvøldið í ár. Og tað var eisini gott at síggja skuffilsið lýsa av okkara leikarum eftir dystin.

    Landsliðsvenjararnri, Eyðun Klakstein og Atli Gregersen hava megnað, at vent tunga huglaginum, sum var um landsliðið undir Håkan Ericson, og nú er nógv meira sprell í. Nú tíma fólk aftur at hyggja eftir landsliðnum, álopsspælið er komið aftur, og í heila tikið hava teir funnið fram ein spælistíl, sum hóskar nógv betri til Føroyar.

    Nú manglar bara veruligu at lyfta seg eins og hondbólturin, so at vit vinna stig og dystir. Áskoðararnir kundu eisini nógv fleiri verið í landsliðstroyggju, og so hevði eisini verið gott, um allir áskoðararnir vóru komnir inn, tá ið tjóðsangurin verður sungin. Forrestin, so ljóðaði tað framúr, tá ið Pól Arni Holm sang fyri tjóðsangin við síni kraftmiklu rødd.

    (more…)
  • Jota spældi við einum smíli

    Jota spældi við einum smíli

    Sjokkið, sum rakti okkum tíðliga hósmorgunin, tá ið deyðsboðini av Diogo Jota frættust, var ræðiligt, og hóast vit í Føroyum ikki kendu Diogo Jota persónliga, so rakar tað allar Liverpoolfjepparar, tá ið ein av okkara leikarum brádliga doyr í syrgiligari ferðsluvanlukku.

    Men fyrst og fremst er missurin svárur hjá konuni, børnunum og foreldrunum, sum mistu tveir synir í bestu árum. Tað ber ikki til at seta seg inn í teirra støðu, og má jesuspápi fylgja teimum í hesi sváru tíð.

    Fyri okkum Liverpoolfjepparar í Føroyum og um allan heimin, var Jota ein av leikarunum, sum kom inn í stovuna hjá okkum hvørt vikuskifti, tá ið Liverpool spældi og ofta eisini mitt í viku.

    Eisini hava nógvir føroyskir fjepparar verið niðri á Anfield og sæð Jota spæla. Myndin omanfyri er tikin undan dystinum móti Tottenham í apríl, tá ið undirritaði, saman við einum feraðlagi hjá Liverpool Føroyum, sá okkara hetjur tryggja sær meistaraheitið.

    (more…)