-
H71 er steypavinnari hjá gentum 14

Faxe Kondi Steypafinala, gentur 14
H71 – StÍF 23-20 (15-12)StÍF byrjaði heldur betri í steypafinaluni hjá gentum 14 og var frammanfyri við tveimum málum.
H71 kom tó aftur í aftur, og hevði munin restina av fyrra hálvleiki, og førdu 15-12, tá ið liðini fóru at hvíla seg.
StÍF byrjaði nógv betri í seinna hálvleiki, og javnaði til 15-15 eftir trimum minuttum.
H71 kom skjótt aftur trý mál fram um, men enn einaferð bardi StÍF seg inn í dystin.
H71 hevði tó fleiri streingir at spæla upp á og vann til endans 23-20.
Hjartaliga til lukku við steypinum H71.



-
Bjørk og Julian vunnu vetrarrennikapping í Klaksvík

Sætta umfar í MBM vetrarkappingini varð runnið í Klaksvík leygarmorgunin.
Runnir vóru góðir 6 kilometrar av Guttabreyt út í Oyrar og heim aftur á breytina.
Skjótast hjá kvinnunum var Bjørk Herup Olsen við tíðini 24:31.4, og hjá monnunum var Julian Gregersen skjótastur við tíðini 20:08.5
Kappast var eisini í ymiskum aldursbólkum.
Mynd: Bragdið
-
H71 eru steypavinnari eftir eina hondbótsframførslu á sera høgum støði

Faxe Kondi Steypafinala, menn
Kyndil – H71 28-37 (14-20)H71 er steypavinnari í manshondbólti 2026, eftir eina hondbóltsframførslu á høgu støði.
Við skjótum og tekniskt góðum álopsspælið, og góðum verjuspæli settu teir veruliga føroyameistararnar úr Kyndli upp á pláss og vunnu 27-28.
Kyndil gjørdi alt, teir kundu. Men tað var bara ikki nokk , og í løtuni er torført at síggja, hvør skal vinna á H71 hetta kappingarárið.
Les meira -
Kyndilskvinnur vunnu lættliga og eru steypavinnarar

Faxe Kondi Steypafinala, kvinnur
VÍF – Kyndil 23-26 (9-13)Kyndilskvinnur vístu í steypafinalunii, at tær í eru nógv besta liðið í føroyskum kvinnuhondbólti í løtuni.
Sæð burtur frá fyrsty minuttunum, so sat Kyndil á restina av dystinum og vunnu 26- 23 móti VÍF, sum ikki formáddi sær tað stóra í hesi finaluni.
Tí er tað væl og virðiliga uppiborið, at Kyndil er steypavinnari hjá kvinnum í 2026.
Les meira -
Milner tikið metið fyri flestar spældar dystir í Premier League

James Milner gjørdist í dag tann leikarin, sum hevur spælt flestar dystir í Premier League.
40 ára gamli miðvallarin byrjaði á vøllinum fyri Brighton á útivølli móti Brentford. Harvið hevur hann spælt 654 dystir, ein meira enn Garreth Barry, sum hevði metið framman undan.
Milner hevur spælt í fremstu ensku deildini síðan 2002, tá hann var 16 ára gamal. Hann hevur umboðað Leeds, Newcastle, Aston Villa, Manchester City, Liverpool og nú Brighton.
Metið er tó bara galdandi fyri tíðarskeiðið, síðan besta deildin fekk navnið Premier League, og framvegis er langt upp til merið hjá málverjanum Peter Shilton, sum spældi heilar 849 dystir í bestu ensku fótbóltsdeildini.
Milner hevur vunnið meistaraheitið tríggjar ferðir og hevur eisini vunnið FA Cup, League Cup og Champions League.
-
H71 greiður steypavinnari hjá dreingjum 12

Faxe Kondi Steypafinala, dreingir 12
H71 -VÍF 28-23 14-11)H71 og VÍF fylgdust meginpartin av fyrra hálvleiki og sjáldan var meira enn eitt mál á muni. Beint fyri steðgin legði H71 seg kortini nøkur mál fram um og førdi 14-11, tá ið liðini fóru at hvíla seg.
H71 helt seg frammanfyri allan seinna hálvleik. VÍF minkaði nakrar ferðir niður í tvey mál, men H71 helt stand og vann at enda greiðan sigur 28-23. Harvið er H71 steypavinnari hjá dreingjum 12.
Hjartaliga til lukku H71


-
VÍF greiður steypavinnari hjá gentum 12

Faxe Kondi Steypafinala, gentur 12
VÍF – H71 21-10 ( 11-4)VÍF var frá byrjan nógv tað betri liðið í steypafinaluni hjá gentum 12, og VÍF kom beinanvegin fram um við fleiri málum og førdi 11-4 í hálvleikinum.
VÍF-liðið, sum hevði góðar leikarar á øllum plássum, helt munin í seinna hálvleiki og vann at enda 21-10, og er harvið steypavinnarar 2026.
Hjartaliga til lukku VÍF.


-
H71 eisini steypavinnari hjá dreingjum 10

Faxe Kondi Steypafinala, dreingir 10
Kyndil – H71 17-22 ( 7-10)Dreingir 10 hjá Kyndli og H71 spældu leingi ein javnan fyrra hálvleik í steypafinaluni. Men beint fyri hálvleik fór H71 nøkur mál fram um, og í steðginum var 10-7 til H71.
H71 økti beinanvegin í seinna hálvleiki og kom fimm mál fram um . Kyndil megnaði ikki at svara aftur. At enda vann H71 greitt 22-17 og er harvið steypavinnari hjá dreingjum 10
Hjartaliga til lukku H71.


-
H71 er steypavinnari hjá gentum 10

Faxe Kondi Steypafinala, Gentur 10
Kyndil a – H71 a 15-15 ( 9-6), (eftir umdyst 17-18 )Kyndil og H71 fylgdust eina løtu í steypafinaluni hjá gentum 10, áðrenn Kyndil dróg frá, og var frammanfyri 9-6 í steðginum.
H71 minkaði niður í eitt mál beinanvegin í seinna hálvleiki, men Kyndil svaraði skjótt aftur, legði seg fram um við nøkrum málum, og alt bendi á at Kyndil fór at vinna finaluna.
Men seinastu minuttirnar svaraði H71 aftur og kom fram um 15-14.
Tað eydnaðist tó Kyndil at javna til 15-15 og so varð umdystur.
Umdystin vann H71 18-17, sum harvið gjørdust steypavinnarar
Hjartaliga til lukku H71.


-
Ársins málverji úr Neistanum til Stjørnuna

Fyrr í vikuni boðaði Neistin frá, at málverjin Yui Shibuya gevst í felagnum, og í gjár boðaði Stjørnan frá, at Yui skal spæla í Klaksvík komandi kappingarár.
30 ára gamla Yui hevur verið ein av bestu málverjunum í landskappingini hjá kvinnum síðan hon kom til Neistan í 2023, og seinasta kappingarár varð hon vald til ársins málverja.
Hon hevur áður leikt í Japan og Portugal.
-
H71 greiður steypavinnari hjá dreingjum 16

Faxe Kondi Steypafinala, Dreingir 16
H71 – VB 37-28 (19-12)Hóast tað gekk rímiliga javnt á fyrstu løtuna, so hevði H71 munin á VB frá byrjan í steypafinaluni í hondbólti hjá dreingir 16.
Munur øktist skjótt, tað var stórur munur á liðnunum. og tað var flott at síggja hoyvíksdreingir spæla skjótan og tekniskan hondbólt.
Í hálvleikium var støðan 19-12 til H71.
VB hevði eina góða løtu fyrst í seinna hálvleiki. Teir fingu munin niður á fýra mál, 21-17, og hildu munin har eina løtu.
Seinasta korterið av dystinum setti H71 tó ferðina upp aftur og vann steypafinaluna 37-28
Les meira -
Neistin kom aftur í aftur og er steypavinnari hjá gentum 16

Faxe Kondi Steypafinala, Gentur 16
Neistin – H71 29-27 (13-14)H71 byrjaði dystin nógv betri, hóast Neistin var greiður favorittur undan finaluni.
Sum hálvleikurin leið minkaði Neistin tó ummunin, men H71 helt seg tó framman fyri 14-13 í hálvleikinum
H71 helt seg eisini frammanfyri fyrst í seinna hálvleiki og kom skjótt trý mál fram um. Hoyvíksgentur spældu skilagóðan hondbólt og høvdu tol at spæla seg til góðar málmøguleikar.
Neistin spældi nógv upp á Sigrið Hansdóttir og í málinum stóð Bjørk Jákupsdóttir ein sera góðan dyst. Tað hjálpti og um miðjan seinna hálvleik kom Neistin upp á javnt og legði seg síðan fram um fyri fyrstu ferð í dystinum, 21-20.
Neistin fekk nú tamarhald á dystinum, og dróg skjótt frá, og var einaferð framman fyri við fýra málum
H71 fór fram við verjuni í eini roynd at venda dystinum og tað kom ein ávísur spenningur í dystin.
Neistin helt tó stand og vann finaluna 29-27.
Hjartaliga til lukku Neistin.
Les meira -
Fyrstu steypafinalurnar í kvøld – Tær verða stroymdar

Í kvøld verður fyrstu steypafinalurnar í stóra steypafinaluvikuskiftinum í hondbólti, sum verður spælt í høllini við Tjarnir í kvøld, leygardagin og sunnudagin.
Í kvøld spæla gentur 16 og dreingir 16. Hjá gentunum spæla Neistin og H71, og hjá dreingjum spælir H71 móti einum so forkunnugum liði sum VB, sum er í einari steypafinalu fyri fyrstu ferð í mong ár.
Allar ungdómsfinalur verða stroymdar á Handball Faroe Islands – YouTube. U14A, U16 og U18 við frásøgufólki.
Hondbóltssambandið hevur eisini gjørt ein faldara til steypafinalurnar. Les hann her.
Leiksskráin
Fríggjadagin 20. februar:
- kl. 18.30 G16: Neistin – H71
- kl. 20.00 D16: H71 – VB
Leygardagin 21. februar:
- kl. 09.00 G10B: Stjørnan a – ÍA a
- kl. 09.40 D10B: Kyndil c – Neistin d
- kl. 10.20 G12B: Tjaldur a – Kyndil b
- kl. 11.10 D12B: Team Klaksvík b – SÍF
- kl. 12.00 G10A: Kyndil a – H71 a
- kl. 12.40 D10A: Kyndil a – H71 a
- kl. 13.20 G12A: VÍF a – H71 a
- kl. 14.10 D12A: H71 a – VÍF a
- kl. 17.00 Kvinnur: VÍF – Kyndil (verður víst í KvF)
- kl. 20.00 Menn: Kyndil – H71 (verður víst í KvF)
Sunnudagur 22. februar:
- kl. 13.00 Eydnudeildin
- kl. 14.00 G14B: Stjørnan – Tjaldur
- kl. 15.00 D14B: StÍF a – Neistin b
- kl. 16.00 G14A: H71 a – StÍF a
- kl. 17.00 D14A: Neistin a – H71 a
- kl. 18.00 G18: Neistin – H71
- kl. 19.30 D18: H71 – Kyndil
-
Kendi danski landsliðsvenjarin Sepp Piontek er deyður

Kendi danski landsliðsvenjarin í 80’árunum, Sepp Piontek er deyður, 85 ára gamal.
Piontek, sum var týskari, førdi í 80’unum danska landsliðið til nýggjar hæddir við sera vøkrum og undirhaldandi spæli, og 80’ara liðið hjá dønum verður framvegis mett sum tað besta danska landsliðið nakrantíð.
Sepp Piontek var landsliðsvenjari hjá Danmark frá 1979 til 1990.
Hann førdi Danmark til EM-endaspælið í Fraklandi í 1984, har liðið rakk hálvfinaluni.
Í 1986 stóð hann á odda, tá ið Danmark fyri fyrstu ferð spældi HM-endaspæl í Meksiko.
Her heima var hetta tíðin, áðrenn føroyska landsliðið var í altjóða fótbólti, og føroyingar fylgdu ógvuliga væl við danska landsliðnum við frálíkum leikarum sum Preben Elkjær, Michael Laudruo, Morten Olsen, Søren Lerby, Frank Arnesen.
-
Arsenal tveitti tveymáls leiðsu burtur móti botnliðnum

Arsenal, sum hevur verið greitt oddalið í Premier League alt kappingarárið, snávaði í kvøld á útivølli móti botnliðnum Wolverhampton, sum púra óvæntað megnaði at koma aftur í aftur, hóast Arsenal førdi 2-0.
Bukayo Saka og Piero Hincapié sendu Arsenal á sigurskós. Hugo Bueno minkaði fyri Wolves og fýra minuttir inni í longdu leiktíðini javnaði TomEdozie.
Arsenal hevur undir spanska venjaranum, Mikel Arteta, fleiri ferðir seinnu árini mist greiðar oddasessir í Premier League, og nú er so spurningurin, sum Arsenal aftur fær tey sokallaðu “gummibeinini” hetta kappingarárið.
Arsenal, sum ikki hevur verið meistari síðan 2004, er nú fimm stig frammanfyri Manchester City, sum hevur spælt ein dyst færri.
-
Norska Bodø/Glimt vann á Inter í Champions League

Ævintýrið hjá norska felagnum Bodø/Glimt í League fær ongan enda, og í kvøld gjørdi undirtippaða norðurnorska felagið ikki mætari enn at vinna 3-1 á italska stórfelagnum Inter í fyrra røkkstøkk dystinum um at koma í áttandapartsfinalurnar í heimsins sterkastu fótbóltskapping.
Sondre Brunstad Fet legði Bodø/Glimt fram um í fyrra hálvleiki, áðrenn Pio Esposito javnaði.
Í seinna hálvleiki hildu norðmenninir fram við góðum spæli. Tá ið ein tími var spældur, legði Jens Petter Hauge heimaliðið fram um, og løtu seinni staðfesti danin Kasper Høgh 3-1 sigurin. Bodø/Glimt hevur fyrr í vetur vunnið á Manchester City og Atletico Madrid.
Í 2022 spældi KÍ móti Bodø/Glimt í 1. umfari í UEFA Champions League. KÍ vann 3-1 í Klakvík, Bodø/Glimt vann 3-0 í Noreg og kom akkurát víðari..
Tríggir aðrir røkkstødd dystir vóru í Champions League í dag.
Anthony Gordon var dagsins maður og skoraði fýra ferðir í fyrra hálvleiki, tá ið Newcastle hølvaði Qarabag úr Aserbadjan av heili 6-1.
Í Belgia spældur Club Brugge og spanska Atletico Madrid 3-3. Meðan týsku Bayer Leverkusen vunnu 2-0 móti Olympiakos í Grikkalandi.
-
Shaki skaddur alla fyrru hálvu

Norðlýsið skrivar í dag, at KÍ-eikarin, René Shaki Joensen, helst missir alla fyrru hálvu av kappingarárinum. 33 ára gamli havnarmaðurin hevur verið ein týdningarmikil partur av liðnum síðan 2022.
Hann spældi stóran part av kappingarárinum í fjør við skaða, og nú er rokningin komin.
Eftir kanningar er niðurstøðan, at hann skal binda frið í fleiri mánaði, og helst ikki spælir áðrenn summarsteðgin,
-
Rasisma: Vinicius Junior noktaði at spæla í 10 minuttir

Tað var mikið rok, tá ið Benfica tók móti Real Madrid í Champions League røkkstøkk-dystinum í Lissabon.
Real Madrid vann 1-0 við frálíkum máli, sum Vinicius Junior skoraðií 50. minutti.
Tað var tó tað, sum hendi eftir málið, ið fylti mest. Hátíðarhaldið hjá Vinicius Junior østi heimafjeppararnar og fleiri Benfica-spælarar. Tá ið dysturin var bríkslaður í gongd aftur, rann Real Madrid-vongurin yvir til dómaran og vísti á, at rasistisk orð vóra søgd við hann.
Dómarin gjørdi krossmerki við ørmunum og setti harvið í verk antirasismuprotokollina hjá UEFA.
Dysturin varð steðgaður í umleið 10 minuttir, meðan kaos var við beinkirnar, og Vinicius Junior sýntist ikki at vilja spæla víðari beinanvegin.
Seinni vóru lutir kastaðir á vøllin, og brasiliumaðurin fekk gult kort.
Venjarin hjá Benfica, José Mourinho, fekk reytt kort í 85. minutti, tá ið hann kravdi at Vinicius Junior fekk sítt annað gula kort.
-
Verandi meistarar PSG vendu dystinum í Champions league móti Monaco

Í kvøld vóru fýra røkkstøkk-dystir í Champions League.
Verandi meistarar, Paris SG, fingu ein ordans hvøkk, tá ið Monaco legði seg fram um 2-0 við tveimum málum frá Florarin Balogun. Men tað eydnaðist PSG at svara aftur við málum frá Désiré Doué, Achraf Hakami og so aftur Désiré Doué.
Evropeisku kongarnir úr Real Madrid gjørdu sítt, tá ið teir á útviølli vunnu 1-0 móti Benfica. Vinicius Junoir skoraði málið. Venjarin hjá Benfica, José Mourinho, sum er fyrrverandi venjari hjá Real Madrid, fekk seint í dystinum reytt kort fyri tvey gul.
Mest óvæntaða úrslitið var helst, at turkisku Galatasaray vunnu heili 5-2 móti italska stórfelagnum Juventus, sum førdi bæði 1-0 og 2-1.
Dortmund vann eisini ein góðan 2-0-sigur heima móti Atalanta.
-
Skrá steypafinalur í hondbólti við Tjarnir
Í vikuskiftinum verða Faxe Kondi steypafinalurnar í høllini við Tjarnir.
Allar ungdómsfinalur verðastroymdar á Handball Faroe Islands – YouTube. U14A, U16 og U18 við frásøgufólki:
Leiksskráin
Fríggjadagin 20. februar:
- kl. 18.30 G16: Neistin – H71
- kl. 20.00 D16: H71 – VB
Leygardagin 21. februar:
- kl. 09.00 G10B: Stjørnan a – ÍA a
- kl. 09.40 D10B: Kyndil c – Neistin d
- kl. 10.20 G12B: Tjaldur a – Kyndil b
- kl. 11.10 D12B: Team Klaksvík b – SÍF
- kl. 12.00 G10A: Kyndil a – H71 a
- kl. 12.40 D10A: Kyndil a – H71 a
- kl. 13.20 G12A: VÍF a – H71 a
- kl. 14.10 D12A: H71 a – VÍF a
- kl. 17.00 Kvinnur: VÍF – Kyndil
- kl. 20.00 Menn: Kyndil – H71
Sunnudagur 22. februar:
- kl. 13.00 Eydnudeildin
- kl. 14.00 G14B: Stjørnan – Tjaldur
- kl. 15.00 D14B: StÍF a – Neistin b
- kl. 16.00 G14A: H71 a – StÍF a
- kl. 17.00 D14A: Neistin a – H71 a
- kl. 18.00 G18: Neistin – H71
- kl. 19.30 D18: H71 – Kyndil
-
NSÍ gjørt sáttmála við svenskan málverja

NSÍ hevur skrivað undir sáttmála við 28 ára gamla svenska málverjan, Tom Amos, fyri kappingarárið 2026.
Tom er 196 sentimetrar høgur. Hann hevur fingið sína fótbóltsuppaling í IFK Gøteborg, har hann leikti við U17 og U19 liðnum.
Sum vaksin hevur Tom fyrst og fremst spælt í næstbestu og triðbestu deildini í Svøríki. Hann hevur eisini leikt eitt ár í Hapoel Beer Sheva í bestu deildini í Ísrael.
-
Danskur miðvallari til EB/Streym

EB/Streymur hevur skrivað undir eitt ára sáttmála við 20 ára gamla danan Marius Kallestrup Nielsen.
Hann hevur spælt ungdómsfótbólt í Silkeborg IF og hevur síðani roynt seg í lægri donskum deildum, seinast í Kjellerup IF í danmarkseriuni.
Marius er ein rennisterkur “box til box” leikari. Hann er sterkur á bóltinum, ein móti einum og hevur eitt gott spark.
-
Kvinnulandslið í fótbólti úttikið

Pætur Smith Clementsen hevur kunngjørt tær 20, ið eru úttiknar til venjingardystin móti Kýpros 2. mars og HM-undankappingardystin móti Grikkalandi 7. mars. Báðir dystirnir eru á útivølli.
Nýggj í hópinum er Súsanna Laksáfoss Godtfred úr HB
Hesar hava fingið landsliðsboð:
Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ
Birita Ryan, KÍ
Durita Hummeland, KÍ
Eyðvør Klakstein, KÍ
Tórunn Højgaard Joensen, KÍ
Sanna Svarvadal, KÍ
Sólja Ernstdóttir, KÍ
Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, Víkingur
Rakul Sørensen, Víkingur
Mona Rasmusdóttir, Víkingur
Gunnvá Lützen, HB
Teresa Jacobsen, HB
Rúna Jacobsen, HB
Julia Naomi Mortensen, HB
Sara Samson Shaki, HB
Súsanna Laksáfoss Godtfred, HB
Heidi Sevdal, NSÍ
Anna Caroline Brændstrup, Gil Vicente (Portugal)
Ásla Johannesen, Piteå IF (Svøríki)
Fridrikka Maria Clementsen, ÍBV (Ísland) -
Klæbo flest olympisk vetrargullmerki nakrantíð

Tá ið norski skíðrennarin, Johannes Høsflot Klæbo í gjár vann gull í stafettini saman við Noregi, skrivaði hann seg inn í søguna.
Við sigrinum vann 29 ára gamli Klæbo sítt níggjunda OL-gull, og so nógv hevur eingin annar vunni á olympisku vetrarleikunum.
Hann fór framum tríggjar aðrar norskar íðkarar, Ole Einar Bjørndalen, Bjørn Dæhlie og Marit Bjørgen, sum øll vunnu átta gull hvør á síni yrkisleið.
-
KÍF formáddi sær einki móti H71

KÍF eru vanliga kendir fyri ongantíð at geva upp, og teir hava ongantíð tapt ein dyst fyrr enn seinasta bríksl. Men so var ikki í hálvfinalunum í Faxe Kondi Steypakappingini móti H71.
H71 vann nevniliga ein søguliga stóran samlaðan sigur móti KÍF við 32 málum, 87-55.
Fyrru hálvfinaluna vunnu hoyvíkingar við fimtan málum, og í seinnu hálvfinaluni í kvøld vunnu teir upp aftur meira, 46-29.
Við hesum tryggjaði H71 sær pláss í steypafinaluni við Tjarnir komandi leygardag, har mótstøðuliðið verður Kyndil, og tá verður mótstøðan ein heilt onnur.
-
Kiel og Elias settu spenning í Bundesliguna

Stórdystur var í Kiel í dag, tá ið oddaliðið Magdeburg, sum higartil ongan dyst hevði tapt, var á vitjan í Wunderinohøllini.
THW Kiel gjørdi ikki minni enn at vinna dystin 31-29. Í steðginum var Magdeburg á odda 12-10. Men Kiel vendi dystinum í seinna hálvleiki, og setta harvið eina ávísan spenning í Bundesliguna.
Elias Ellefsen á Skipagøtu skoraði fýra mál við seks skotum og legði eisini upp til fýra mál
Kiel nummar fimm í deildini við 32 stigum, seks stig aftanfyri Magdeburg, sum enn er fremst.
Füchse Berlin, við Hákuni West av Teigum, er næstfremst við 34 stigum. Teir vunnu í dag 37-32 á Stuttgart, eftir at hava verið aftanfyri í steðginum. Hákun skoraði fýra mál við fýra skotum.
Hannover-Burgdorf við Vilhelm Poulsen á liðnum vann í gjár 30-25 á HSF Wetzlar og er nummar níggju í deildini.
-
Fríða skoraði átta tey seinastu málini og tryggjaði VÍF finaluplássið

Faxe Kondi Steypakappingini, seinna hálvfinala kvinnur
VÍF – Neistin 25-25 (13-16) (Samanlagt 49-48)Tað var einki at siga til, at hondbóltskvinnurnar hjá VÍF og viðhaldsfólkini vóru ovurfegin, tá ið VÍF samanlagt hevði vunnið hálvfinalurnar í Faxe Kondi Steypakappingini við einum málið. Í dag endaði javnt 25-25, og harvið vann VÍF samanlagt 49-48 á Neistanum.
Eins og í fyrru hálvfinaluni hevði Neistin enn einaferð mist eina rímiliga greiða leiðsu, móti rættiliga rutineraða liðnum hjá VÍF, sum onkursvegna eisini megnaði at fáa úrslitið í seinnu hálvfinaluni at koppa sín veg, hóast tað helst var meira “held enn forstand”, sum onkur vestmannaáskoðari segði.
Í roynd og veru hevði Neistin uppiborið betri, vóru fleiri í høllini samd um.
Les alla dystargreingingina -
Jana dagsins leikari – Viborg spældi seg víðari í Europa League

Jana Mittún og Viborg vunnu í dag 32-26 á útivølli móti pólska liðnum Zagłębie Lubin í bólki D í Europa League. Harvið tryggjaði Viborg sær pláss í fjórðingsfinalunum.
Tað gekk heldur striltið hjá Viborg fyri steðgin og í hálvleikinum var 17-15 til heimaliðið. Men eftir steðgin kom Viborg skjótt upp á javnt og avgjørdi dystin seinasta korterið.
Jana var eftir dystinum vald til dagsins leikara. Hon stýrdi spælinum hjá Viborg meistarliga og skoraði fimm mál.
-
Kyndilsmenn í finaluna (móti H71)

Eftir at Kyndil vann fyrru hálvfinaluna við seks málum, megnaði Neistin ongantíð at skapa spenning um samlaða úrslitið í seinnu hálvfinaluni.
Kyndil skoraði trý tey fyrstu málini og hildu seg eftir tað frammanfyri allan dystin.
Í hálvleikinum var Kyndil frammanfyri 17-12,
Í seinna hálvleiki kom Neistin skjótt niður á tvey máls mun 19-17. Men eftir eitt leikbrá, fekk Kyndil tamarhald á støðuni aftur og økti skjótt munin.
Endin var, at Kyndil vann heili 36-26, og verður annað liðið í steypafinaluni leygardagin 21. februar.
Ovi Lützen skoraði 8 mál fyri Kyndil, og tað sama gjørdi Fríði Magnussen fyri Neistan.
Tað er nærum greitt, at H71 verður hitt liðið í finaluni, tí teir vunnu fyrru hálvfinaluna móti KÍF við 15 málum.
Mynd: Kyndil
-
Kyndilskvinnur í steypafinaluni

H71 gjørdi fyrst í dystinum sítt til, at tað kom ein ávísur spenningur í seinnu hálvfinaluna, hóast Kyndil hevði vunnið fyrru hálvfinaluna við sjey málum.
Dystirin livdi allan fyrra hálvleik, og í steðginum var H71 frammanfyri 18-15. Tað merkti, at H71 bara var fýra mál frá at fáa Kyndil aftur.
Men hoyvíkskvinnur vóru ikki nóg neyvar til veruliga at hótta væl smurdu kyndilsmaskinuna. Í seinna hálvleiki kom Kyndil skjótt upp á javnt, og so kom ongantið aftur spenningur í dystin.
Endin varð, at H71 vann við einum máli, 33-32.
Hjá Kyndli skoraði Turið Arge Samuelsen 11 mál, meðan Lukka Arge var toppskjútti hjá H71 við 8 málum.
Mynd: Kyndil
-
Gambiskur leikari til EB/Streym

EB/Streymur hevur gjørt sáttmála við gambiska Ba Lamin Sowe. Talan er um ein 22 ára gamlan og vinstrabeintan leikara, sum kann spæla á báðum kantum og eisini sum vinstri bakkur.
Felagið sigur, at sáttmálin er galdandi í tvey ár, og at Lamin kemur við bæði royndum og stórum potentiali.
Hann hevur spælt 10 dystir fyri U20-landsliðið hjá Gambia, har hann vann bronsu í AFCON U20 sum 17 ára gamal, silvur í 2023 og luttók í U20 HM sama ár.
Lamin hevur áður verið knýttur at CD Tenerife í Spania og Krya Vrysi í triðjbestu griksku deildini. Men á Transfermarkt er hann ikki skrásettur fyri nakrar dystir.
-
Óli og GOG taptu hálvfinaluna í steypakappingini

Aalborg gjørdist ein ov stórur biti hjá GOG og Óla Mittún, tá liðini hittust í steypahálvfinaluni í Jyske Bank Boxen.
GOG hekk væl í eina góða løtu, og fimm minuttir fyri steðgin var javnt 13-13.
Men so tók Aalborg yvir, og við stórum avriki frá Niklas Landin og Sander Sagosen var 17-14 í steðginum.
Óli Mittún skoraði fýra mál, vann tvey brotskøst og legði upp til tvey mál.
Eftir steðgin fór Aalborg av álvara frá, og dysturin endaði 35-29.
GOG spælir bronusdyst í morgin.
-
Byrja Nations League móti Kasakstan á Tórsvølli í septembur

Føroyar spæla fyrsta dystin í UEFA Nations League á heimavølli leygardagin 26. septembur ímóti Kasakstan
Føroyar eru í í bólki C3 við Kasakstan, Slovakia og Moldova.
Leikskráin hjá Føroyum – UEFA Nations League 2026-2027
26. septembur: Føroyar – Kasakstan (Kl. 17:00)
29. septembur: Moldova – Føroyar (Kl. 19:45)
2. oktobur: Føroyar – Slovakia (Kl. 19:45)
6. oktobur: Kasakstan – Føroyar (Kl. 15:00)
13. novembur: Slovakia – Føroyar (Kl. 19:45)
16. novembur: Føroyar – Moldova (Kl. 15:00) -
Gidsel og Reistad heimsins bestu triðja árið á rað

Altjóða hondbóltssamgongan IHF hevur valt liðfelagan hjá Hákuni West av Teigum í Füchse Berlin, danan Mathias Gidsel, til heimsins besta hondbóltsleikara í 2025.
Tað er triðja árið á rað, at Gidsel fær henda heiðurin, og tað hevur eingin maður megnað áður. Síðan 2016 er heiðurin hvørt ár farin til ein dana.
Danski málverjin, Emil Nielsen , og kroatin Ivan Martinovic vóru eisini í uppskoti.
Hjá kvinnunum vann norska Henny Reistad somuleiðis triðja árið á rað. Brasilska Bruna de Paula og norski málverjin Katrine Lunde vóru eisini í uppskoti.
-
Arsenal misti stig í oddastríðnum

Oddaliðið Arsenal misti í kvøld tvey stig, tá ið teir spældu javnt 1-1 á útivølli móti Brentford.
Harvið er spenningurin aftur í oddastríðnum, tí nú er Manchester City á øðrum plássinum bert fýra stig aftanfyri Arsenal, sum leingi hevur sæð út til at hava beina kós móti sínum fyrsta meistaraheiti síðan 2004.
Arsenal hevði einki skot móti á málið í fyrra hálvleiki. Men tá ið ein góður tími var spældur, legði Noni Madueke Arsenal fram við við einum vøkrum máli.
Brentford fall tó ikki í fátt og javnaði tíggju minuttir seinni. Brentford var eisini nærmast sigursmálinum, hóast Arsenal eisini var nær við í síðstu løtu.
-
H71 smurdi KÍF av og er nærum steypafinaluni

Eftir ein javnan fyrra hálvleik avgjørdi H71 fyrru hálvfinaluna móti KÍF seint í fyrra hálvleiki og tíðliga í seinna hálvleiki.
Einaferð í fyrra hálvleiki førdi heimaliðið KÍF 13-10, men so steðgaði upp hjá kollfirðingum, og í steðginum vóru hoyvíkingar komnir framum 16-14.
Í seinna hálvleiki skoraði H71 seks tey fyrstu málini upp á fimm minuttir.
KÍF gjørdi eina roynd at koma inn í dystin aftur, men teir formáddu sær einki, og endin var, at H71 smurdi KÍF av, og vann heili H71 41-26.
H71 hevur næstan bæði beinini í finaluni. Seinna hálvfinalan verður spældu í Hoyvík sunnudagin klokkan 19.00,
-
Føroyar móti Kasakstan, Slovakia og Moldova í Nations League

Føroyska manslandsliðið í fótbólti kom í UEFA Nations Leagur bólk C3 saman við Kasakstan, Slovakia og Moldova, tá ið lutkastið var í Brússel seint seinnapartin.
Hetta má metast at vera ein heldur trupul og lítið áhugaverdur bólkur, har landsliðið eisini skal ferðast langt til útidystirnar.
Dystirnir verða spældir í septembur, oktobur og novembur.
Her eru allir bólkarnir í UEFA Nations LEAGUE -
Helgi og Fríða mánaðarinnar leikarar í januar

Helgi Hildarson Hoydal úr H71 og Fríða Nolsøe Olsen úr VÍF eru vald til mánaðarinnar leikarar í bestu hondbóltsdeildunum hjá áviksvist monnum og kvinnum.
Les meira -
Nottingham Forest sendir enn ein venjara til hús

Enska Premier League felagið Nottingham Forest hevur aftur sent venjaran, Sean Dyche, til hús eftir bert 114 dagar í sessinum.
Dyche tók yvir í oktobur og stóð á odda í 18 Premier League dystum, seks sigrar, fýra javnleikir og átta tap.
Hetta er triði venjarin Forest hevur sent til hús seinasta árið. Hinir vóru Nuno Espírito Santo og Ange Postecoglou.
Forest er á 17. plássi, trý stig frá niðurflyting.
-
Fjakkandi serbiskur miðverji til NSÍ

NSÍ boðar frá, at felagið hevur gjørt sáttmála við serbiska miðverjan Nikola Kovacevic fyri kappingarárið 2026.
Hann er 192 cm høgur og hevur fyri nøkrum árum síðan spælt í bestu serbisku deildini, har hann tilsamans hevur spælt 139 dystir, seinast fýra dystir í 2022.
Sambært Transfermarkt hevur hann havt eina sera fjakkandi yrkisleið, og hevur umboðað heili 16 feløg, síðan 2013.
Seinastu fýra árini hevur hann spælt í Montenegro og Indonesia, og seinasti dystur hann er skrásettur fyri var í januar 2025 í næstbestu deildini í Indonesia. Síðan í summar hevur hann verið uttan felag.
-
Aston Villa og Liverpool vunnu týðandi sigrar

Stríðið um tey fimm plássini í Champions League er hart í Premier League.
Í gjár mistu bæði Manchester United og Chelsea stig, og í kvøld gjørdu Aston Villa á triðja plássi og Liverpool sítt til at halda seg í stríðnum at sleppa við í heimsins sterkastu fótbóltskapping komandi kappingarár.
Aston Villa vann 1-0 móti Brighton, men avgerandi málið kom ikki fyrr enn fimm minuttir fyri tíð, tá ið ein leikari hjá Brighton beindi bóltin í egið mál. Aston Villa er nummar trý, seks stig eftir oddaliðið Arsenal
Liverpool vann eisini bara 1-0 móti Sunderland við málið í seinna hálvleiki, sum Virgil van Dijk skallaði í málið eftir hornaspark. Liverpool er nummar seks, tvey stig aftanfyri Chelsa á fimta plássi, sum gevur atgongd til Champions League. Ósigurin var tann fyrsti hjá Sunderland á heimavølli.
-
City avgjørdi fyri steðgin

Manchester City gjørdi í kvøld sítt fyri at fylgja við Arsenal í oddinum í Premier League, tá liðið vann greitt á Fulham í Premier League.
City hevði fult tamarhald á dystinum fyri steðgin. Antoine Semenyo og Nico O’Reilly stóðu fyri teimum báðum fyrstu málunum, áðrenn Erling Haaland økti til 3-0 við einum fløtum skoti fimm minuttir fyri steðgin.
Haaland hevur nú skorað 22 mál og er toppskjútti í kappingini.
City er trý stig aftanfyri Arsenal á fyrsta plássi, sum tó hevur ein dyst til góðar. Teir spæla í annaðkvøld í Londondysti móti Brentford.
-
Menninir hjá Kyndli væl á veg í finaluna
Kyndil livdi upp til leiklutin sum favoritturmóti Neistanum, tá ið menninir hjá havnarfeløgnum spældu fyrru hálvfinaluna í Faxe Kondi steypakappingini.
Kyndil vann dystin 31-25, eftir hálvleiksstøðuna 17-12 til Kyndil.
Kyndil fekk nøsini fram um beinanvegin og kom avgerandi fram um beint fyri steðgin, og heilt stand allan seinna hálvleiki.
Seinna hálvfinalan verður spæld leygarkvøldið klokkan 19.00 í høllini á Hálsi.
-
VÍF vendi fyrru hálvfinaluni í seinastu løtu

Neistakvinnur byrjaðu sum eitt ódnarveður í fyrra hálvfinaluni í Faxe Kondi steypakappingini móti VÍF og førdi 8-2, tá ið nærum eitt korter var spælt.
So byrjaði VÍF ein seigan róður at hála seg inn aftur á Neistan, og spakliga minkaði munurin. Í hálvleikinum var 13-10 til Neistan.
Neistin økti aftur beint eftir steðgin. Men VÍF gavst ikki so, og hálvan minutt fyri tíð skoraði Durita Jojic avgerandi málið í dystinum til 24-23 til VÍF.
Seinna hálvfinalan verður spældi í Vestmanna sunnudagin klokkan 16.00.
-
Væl spælandi kyndilskvinnur annað beinið í finaluni

Faxe Kondi steypakapping kvinnur – hálvfinala
H71 – Kyndil 29-36 (13-20)Kyndilskvinnur vunnu greitt 36-29 móti H71 í fyrru hálvfinaluni í Faxe Kondi steypakappingini.
Kyndil legði seg fram um beinanvegin og økti spakuliga allan fyrra hálvleik, og í steðginum var støðan 20-13 til Kyndil.
H71 gjørdi eitt lítið sprell fyrst í seinna hálvleiki, men so tók Kyndil yvir aftur og førdu einaferð við tólv málum.
Heilt móti endanum av dystinum, eydnaðist tí H71 at minka til endaliga úrslitið 36-29.
Les alla dystargreiningina -
Thomas Frank fingið sekkin í Tottenham

Enskir miðlar boða í morgun frá, at Tottenham hevur sent danska venjaran, Thomas Frank, til hús. Totenham hevur seinni í morgun váttað tíðindini.
Thomas Frank tók í summar við starvinum eftir Ange Postecoglou, men nú er tíðarskeiðið í London liðugt. Frank fær sekkin eftir 1–2 ósgurin móti Newcastle í gjárkvøldið.
Tottenham hevur ikki vunnið í átta dystir og liggur á 16. plássi, bert fimm stig frá niðurflyting.
Hóast trupulleikar í Premier League, hevur liðið tó klárað seg væl í Champions League og er komið beinleiðis í áttandapartsfinalurnar.
-
Sera spennandi hálvfinalur í steypakappingini í kvøld og í morgin
Í kvøld og annaðkvøld verða fyrru hálvfinalurnar í Faxe Kondi Steypakappingini hjá monnum og kvinnum spældar.
Tríggir dystir eru í kvøld. Størsti spenningurin er í Hoyvíkshøllini, har tey tey bestu kvinnuliðini seinnu árini, H71 og Kyndil, bresta saman klokkan 18.
Samstundis taka Neistakvinnur móti VÍF í høllini á Hálsi. Her má VÍF metast sum rímiliga greiður favorittur, tí vestmannakvinnur hava staðið seg væl seinnu vikurnar.
Hjá monnunum spæla grannarnir Neistin og Kyndil klokkan 20. Her eru føroyameistararnir Kyndil greiður favorittur.
Í hinari hálvfinaluni hjá monnum, sum verður hóskvøldið klokkan 20.00 í Kollafirði, eru verandi steypavinnarar, H71, greiður favorittur móti KÍF, sum ikki hevur havt eitt gott kappingarár higartil.

-
Saksurin aftur í skuffuna
Manchester United-fjepparin, Frank Ilett, sleppur ikki at klippa sær enn.
United megnaði ikki at vinna fimta sigurin á rað á útivølli móti West Ham, og tí má Frank Ilett, sum í oktobur 2024 lovaði ikki at klippa sær aftur fyrr enn fimm United-sigrar á rað, bíða í minsta lagið fimm dystir afturat.
Tað merkir, at hann sleppur at klippa sær í fyrsta lagið 20. mars


