Category: Fótbóltur

  • Ísland stig móti Fraklandi – Vónin um HM livir enn

    Ísland stig móti Fraklandi – Vónin um HM livir enn

    Grannar okkara fyri norðan, Ísland spældu seg í gjár til eitt gott úrslit móti Frakland við øllum heimsstjørnunum

    Á heimavøllinum í Reykjavík spældi Ísland javnt 2-2 móti næstbesta landinum í heiminum

    Við úrslitinum livir íslendska vónin um HM framvegis undan teimum seinastu tveimum umførunum í HM-undankappingini.

    Ísland spælir í novembur á útivølli móti Aserbadjan og Ukraina.


    Stigatalva – Bólkur D

    DVJTMál+/-Stig
    1Frakland43109–3+610
    2Ukraina42118–7+17
    3Ísland411211–9+24
    4Aserbadjan40132–13-111
  • Svensk fiasko – Vilja koyra Jon Dahl Tomasson

    Svensk fiasko – Vilja koyra Jon Dahl Tomasson

    Í morgun er kreppufundur í svenska fótbóltssambandinum, eftir at svenska fótbóltslandsliðið tapti í gjárkvøldið 1-0 móti Kosovo á heimavølli.

    Harvið hevur Svøríki bara fingið eitt stig í fýra dystum í HM-undankappingini. Tað ger, at tað bara er ein evarska lítil teoretiskur møguleiki fyri, at Svøríki kann spæla seg til HM.

    Svenskir miðlar og viðmerkjarar er sjálvandi ikki blíðir eftir vánaligu úrstlini, og er samd um, at tíðin hjá landsliðsvenjaranum, dananum Jon Dahl Tomasson, er farin og vilja hava hann koyrdan frá.

    Bólkur B – Stigatalva

    DVJTMál+/-Stig
    1Sveis43109–0+910
    2Kosovo42113–4-17
    3Slovenia40312–5-33
    4Svøríki40132–7-51
  • TB leingir við venjaran fram til 2027

    TB leingir við venjaran fram til 2027

    TB boðar í kvøld frá, at felagið hevur longt sáttmálan við høvuðsvenjaran Thomas Thinggaard fram til og við 2027.

    Thomas kom til TB fyri summarfrítíðina. Hann hevur áður verið venjari hjá U17-landsliðnum og fótbóltsmennari hjá Fótbóltssambandinum.

    TB flutti upp í bestu deildina í ár, men hevur havt trupult við at fáa úrslit. Felagið liggur niðast, og tað skal nógv til, um felagið skal bjarga sær.

    Formaðurin André Dalfoss sigur, at Thomas hevur fingið ró á felagið og er perfektur til TB. Ungir leikarar hava spælt nógv, og øll í felagnum eru sera væl nøgd við hansara arbeiði.

  • Grønhøvdaoyggjar spælt seg til HM

    Oyggjalandið, Kabo Verdi, ella Grønhøvdaoyggjar, sum tað plagdi at eita á føroyskum, hevur spælt seg til HM-endaspælið.

    Oyggjalandi við 600.000 íbúgvum, sum liggur í Atlantshavinum út fyri Afrika, vann bólk D í afrikansku HM-undankappingini eftir 3–0 sigur móti Eswatini.

    Hetta er fyrstu ferð í søguni, at Kabo Verdi spælir seg til HM-endaspælið.

    Kabo Verdi verður næstminsta landið nakrantíð í einum HM-endaspæli. Bara Ísland hevur verið minni.

    Í hópinum eru leikarar føddir í millum annað Niðurlondum, Portugal og Fraklandi.

    Kabo Verdi er fyrrverandi koloni hjá Portugal, og gjørdist sjálvstøðugt í 1975.

    Kendasti fótbóltsleikarin nakrantíð frá Kabo Verdi, er Nani, sum spældi við Manchester United og fyri portugisiska landsliðið.

  • Nedved: Ósigurin móti Føroyum kann fáa avleiðingar

    Nedved: Ósigurin móti Føroyum kann fáa avleiðingar

    Hóast Atli Gregersen í “Fótbóltspráti” útvarpinum heitti á føroyingar at brúka føroyskar miðlar, er tað altíð áhugavert at síggja, hvat útlendskir miðlar siga.

    Beinanvegin eftir 2–1 sigurin hjá Føroyum á Kekkia á Tórsvølli kom ein greið og harðorðað viðmerking frá fyrrverandi kekkiska stórleikaranum og Ballon d’or vinnaranum, Pavel Nedved. Hann segði, at ósigurin og leikgongdin í einum so týdningarmiklum dysti ikki kann góðtakast. Hann bað viðhaldsfólkini um umbering og staðfesti, at orka, skipan og stríðsvilji manglaðu.

    Nedved kom aftur í kekkiskan fótbólt í juni og hevur nú ábyrgdina av bæði A- og U21-landsliðnum, sum eitt slag av stjóra fyri landsliðsmenningini í Kekkia. Hann kann til dømis mæla til, at venjarin Ivan Hasek verður loystur úr starvi, og kekkiskir miðlar halda, at tað kann henda. Nedved segði: “Vit fara at meta um støðuna, tá vit eru afturkomnir til Kekkia.”

    Kekkiskir miðlar eru beiskir. iSport/Blesk kallar tapið “Skandala á Føroyum” og spyr, um Hasek eigur at fara frá. Lesarar krevja eisini broytingar og ivast í, um liðið er klárt til HM.

    iDNES.cz endurgevur Hasek, sum viðgongur, at okkurt ikki virkaði. Teir leggja dent á, at Kekkia, sum hevði bóltin, men ikki neyvleikan. Føroyar vóru væl skipaðar og tóku av, tá møguleikin beyð seg.

    Sport.cz skrivar, at ein fjórðingstími í seinna hálvleiki avgjørdi dystin. Teir rósa Føroyum fyri taktiskan neyvleika og stríðsvilja.

    Tapið hevur skakað kekkiska fótbóltin, og Føroyar fáa rós fyri ein væl fyrireikaðan og søguligan sigur, sum hevur vakt ans kring Evropa.

  • Dystarfrásøgn: Føroyar á flog í dreymaverð

    HM-undandystur, bólkur L, á Tórsvølli kl. 17.00
    Føroyar – Kekkia 2-1 (0-0)

    Hósdagin spældu vit ein tann besta landsdystin nakrantíð móti Montenegro, og í dag spældu vit upp aftur betri móti Kekkia.

    Okkara menn spældu upp móti einum sera góðum kekkiskum lansliðið, og hóast talan var um ein javnan dyst, so ber væl til at siga, at 2-1 sigurin var í lagi.

    Sjáldan um ikki ongantíð hava vit sæð føroyska manslandsliðið í fótbólti spæla so væl sum hesar báðar dystirnar. Landsliðið hevur fingið veruligt flog, og nú ræður um at halda flogið.

    Føroyska venjaraloysnin hevur gjørt undurverk

    Les meira
  • Undanfrásøgn: Ræður um, at fáa armarnar niður aftur

    Undanfrásøgn: Ræður um, at fáa armarnar niður aftur

    HM-undandystur, bólkur L, á Tórsvølli kl. 17.00
    Føroyar – Kekkia

    Føroyar spæla ímóti Kekkia á Tórsvølli í dag klokkan 17.00 í HM-undandysti í bólki L.

    Kekkia er nummar tvey í bókinum við 13 stigum, javnir í stigum við Kroatia á fremsta plássi.

    Føroyar eru eftir frálíka stórsigurin móti Montenegro á triðja plássi við 9 stigum. So skuldu okkara megna tað heilt óvæntaða at vunnið móti Kekkia í dag, so verða vit bara eitt stig aftanfyri teir.

    Nú ræður fyrst og fremst um at fáa armarnar niður og so at fara hugsavnaðir á vøllin at stríðast av fullum huga.

    Les meira
  • Árni skaraði burturúr í besta landsdystinum nakrantíð

    HM-undandystur, bólkur L, á Tórsvølli kl. 19.45
    Føroyar – Montenegro 4-0 (2-0)

    Føroyar vunnu í kvøld tann størsta sigurin nakrantíð, tá ið Montenegro varð sent av landinum aftur við einum 4-0 ósigri.

    Fyrri hálvleikur var leikliga rímiliga javnur fyrstu løtuna. Men Føroyar vóru vandamiklari, og tá ið eitt korter var spælt legði Hanus Sørensen Føroyar fram um.

    Tíggju minuttir fyri hálvleik øktu Føroyar, tá ið Árni Frederiksberg sendi eitt fríspark innfyri, og bólturin endaði í málinum umvegis ein montenegra ella Meinhard Olsen.

    Í seinna hálvleiki høvdu Føroyar fullkomiliga stýr á dystinum, og tað vóru ikki meira tíggju spældir, tá ið Árni Frederiksberg legði upp til sítt tríðja mál, tá ið Hanus Sørensen skallaði eitt frálíkt innlegg í málið.

    Árni Frederiksberg setti sjálvur krúnina á verkið, tá ið hann miðskeiðis í seinna hálvleiki sendi eitt brotsspark í málið.

    Dysturin og filmssamandráttur á heimasíðuni hjá UEFA

    Les dystarfrásøgnina her
  • Hesir ellivu byrja á Tórsvølli

    Hesir ellivu byrja á Tórsvølli

    Eyðun Klakstein, landsliðsvenjari, hevur valt hesar ellivu at byrja á vøllinum móti Montenegro á Tórsvølli í kvøld:

    Mattias H. Lamhauge – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson, Martin Agnarsson – Árni Frederiksberg, Brandur Hendriksson, Jákup B. Andreasen, Hanus Sørensen – Meinhard E. Olsen

    Á beinkinum:
    Bárður á Reynatrøð (má), Bjarti Mørk (má), Viljormur Davidsen, Jann Julin Benjaminsen, Arnbjørn Svensson, Hallur Hansson, Geza David Turi, Adrian Justinussen, Jóannes Bjartalíð, Páll Andrasson Klettskarð, Jóan Símun Edmundsson, Petur Knudsen.

    Kringvarpið sjónvarpar dystin, og FM1 útvarpar dystin.

    Dysturin á heimasíðuni hjá UEFA

  • Undarfrásøgn: Stríðast um triðja plássið á Tórsvølli í kvøld

    Undarfrásøgn: Stríðast um triðja plássið á Tórsvølli í kvøld

    HM-undandystur, bólkur L, á Tórsvølli kl. 19.45
    Føroyar – Montenegro

    Í kvøld klokkan 19.45 taka Føroyar móti Montenegro á Tórsvølli. Bæði liðini hava seks stig eftir fimm dystir í HM-undanbólki L, og tí er talan um beinleiðis stríð um triðja plássið.

    Tá ið londini spældu í Podgorica í mars, sá út til at enda 0-0. Men í 95. minutti skoraði Montenegro og vann 1-0. Tað var fyrstu ferð, at A-landsliðini hjá londunum møttust. Føroyar hava sostatt nakað at hevna á heimavølli.

    Les alt um dystin
  • Salah sendi Egyptaland til HM-endaspælið

    Salah sendi Egyptaland til HM-endaspælið

    Stjørnuáleyparin hjá ensku meistarunum Liverpool, Mohamed Salah, hevur havt ein sera vánaliga byrjan upp á kappingarárið í Liverpool.

    Men í kvøld skoraði hann tvey mál, tá ið Egyptaland spældi seg til HM-endaspælið í fótbólti við einum greiðum 3-0 sigri á Djibouti.

    Ibrahim Adel legði Egyptaland á odda, áðrenn Salah skoraði annað og triðja málið.

    Við sigrinum hevur Egyptaland nú 23 stig og liggur fremst í bólkinum.

    Bara ein dystur er eftir, og Burkina Faso, sum liggur fimm stig aftanfyri, kann ikki longur náa Egyptaland.

    Egyptaland hevur áður verið við í HM tríggjar ferðir. Seinast var í 2018, tá teir fóru heim úr Russlandi uttan stig.

  • U17 dreingirnir taptu greitt móti vertslandinum

    U17 dreingirnir taptu greitt móti vertslandinum

    U17-dreingirnir í fótbólti taptu greitt móti Eysturríki í fyrsta dystinum í EM-undanbólki 6. Dysturin endaði við 5-1 sigri til Eysturríki.

    Eysturríki førdi 1-0 í steðginum og kom fram um 3-0, áðrenn Dennis Anghel minkaði um munin til 3-1.

    Dennis Anghel er, sum navnið eisini bendir á, sonur Sorin Anghel, sum var týðandi leikari í bestu føroysku deildin í nógv ár.

    Eysturríki skoraði tvey mál afturat til úrslitið 5-1.

    Christian Høgni Jacobsen hevur 18 spælarar við til kappingina. Fýra av teimum spæla í donskum feløgum.

    Dysturin á heimasíðuni hjá UEFA

    Dystaskráin
    11. okt. Írland – Føroyar (Lindabrunn) kl. 11.00
    14. okt. Føroyar – Kosovo (Lindabrunn) kl. 14.00

    Síggi allan hópin her
  • André vann móti Fróða

    Tveir toftamenn vóru venjarar hjá hvør sínum liði í Gundadali í kvøld, tá ið HB tók móti B68. André Olsen og Fróði Benjaminsen.

    Undan dystinum hevði hvørgin venjarin tapt í Betrideildini higartil, Fróði gott nokk bara tveir dystir.

    Eftir dystin var bara André ósigraður, tí HB vann greitt 5-1, og var betri í øllum lutum í spælinum.

    Tað var tó B68, sum loypti hvøkk á HB, tá ið Djóni Samuelsen skoraði móti sínum barndómsfelagi tíðliga í dystinum.

    Dan í Soylu janvaði fyri steðgin, og í seinna hálvleiki orkaðu toftamenn ikki at standa í móti meira. Emil Grønn Pedersen, Sammy Skytte, Dan í Soyli einaferð afturat og Bartal Páll Klein skoraðu málini.

    NSÍ vann eisini í kvøld, og tí er HB enn á triðja plássinum. B68 liggur trygt mitt á stigatalvuni og hava bara æruni at spæla fyri.

    Dysturin á fsf.fo

    Samandráttir frá 25. umfarið frá Televarpinum

  • KÍ er føroyameistari 2025

    (Skermmynd: Televarpið)

    KÍ er føroyameistari 2026. Tað gjørdist greitt, tá ið teir í kvøld vunnu 2-1 móti 07 Vestri í Sørvági.

    Tað tók góða løtu áðrenn KÍ kom fram um. Men beint eftir hálvleiki, legði Árni Frederiksberg KÍ fram um, tá ið hann setti eitt flætt innlegg frá Filip Brattbakk í málið.

    07 Vestur javnaði tíggju minuttir seinni. Tað var Casper Gedsted Hansen, sum skoraði.

    KÍ átti tó seinasta orðið í dystinum, og tað var við tí vanligu KÍ-uppskriftini. Árni Frederiksberg til Pàll Klettskarð, og so var KÍ á meistarakós.

    Páll Klettskarð náddi at fáa reytt kort fimm minuttir fyri tíð, men fleiri mál komu ikki.

    KI er føroyameistari 2025, hóast tvey umfør eru eftir.

    Hjartaliga til lukkku KÍ.

  • Adrian skiftir til Horsens

    Adrian skiftir til Horsens

    Landsliðsleikarin, Adrian Justinussen, skiftir til AC Horsens 1. januar, tá sáttmálin við Hillerød gongur út.

    Føroyski álopsleikarin hevur gjørt vart við seg í Danmark seinastu tjúgu mánaðirnar, har hann hevur skorað 31 mál og lagt upp til sjey í 58 dystum fyri Hillerød.

    Tí hevur AC Horsens, sum er fíggjarliga sterkari enn Hillerød, gjørt tvey og eitt hálvt-ára sáttmála við Justinussen.

    Adrian hevur longu víst sítt virði í deildini. Hann skoraði tvey mál júst móti júst Horsens síðsta vikuskifti.

    Sáttmálin er galdandi til summarið 2028.

  • André í HB í 2026 og 2027

    HB boðar í dag frá, at felagið hevur longt sáttmálan við André Olsen við tveimum árum fram til og við 2027.

    André Olsen tók við í HB eftir eina sera vánaliga byrjan upp á kappingarárið undir Adolfo Sormani. Síðan tá hevur HB ongan dyst tapt í landskappingini, og einasti ósigurin var móti Brøndby í Conference League.

  • Ungir víkingar víðari í Youth League

    Ungir víkingar víðari í Youth League

    U19-dreingirnir hjá Víkingi megnaði í kvøld at skriva føroyska fótbóltssøgu við at spæla seg víðari í UEFA Youth League.

    Teir vunnu 4-1 á Narva Trans úr Estlandi á Tórsvølli. Fyrri dysturin endaði 1-0 til Narva,

    Dávid á Líðarenda legði Víking á odda undan steðginum. Arnór Brandsson brendi brotsspark, men fekk beint bóltin í málið. Jacob Bacalso økti til 3-0. Estiska liðið minkaði um munin, men Bogi á Reynatrøð punkteraði spenningin við 4-1 málinum.

    Næsti dystur er móti Genk í Belgia 22. oktober. Heimadystur verður 5. november.

  • Djóni heldur fram á Toftum

    B68 boðar frá, at Djóni Samuelsen heldur fram í B68 komandi kappingarár.

    18 ára gamli Djóni Samuelsen kom úr HB til B68 undan hesum kappingarárinum. Hann hevur sambært FaroeSoccer skotið 2 mál í 21 dystum fyri toftamenn.

    Áki er beiggi U21-landsliðsleikaran, Áka Samuelsen.

  • Áki skoraði við brotssparki

    Áki Samuelsen javnaði til 1-1 við brotssparki beint fyri hálvleik, tá ið Ranheim vann 2-1 á útivølli móti Raufoss í næstbestu norsku deildini.

    Hóast Famara Camara hjá Ranheim fekk reytt kort um miðjan seinna hálvleiki, eydnaðist Mikael Tørset Johnsen at skora sigursmálið fýra minuttir fyri tíð.

    Ranheim er nummar seks við 38 stigum, men tað eru bara trý stig upp til Start á øðrum plássið, nú seks dystir mangla. So kappingini um uppflyting er hørð millum.

    Áki hevur skotið sjey mál hetta kappingarárið.

    Støðan í OBOS-deildini


  • Landsliðshópurin móti Montenegro og Kekkia

    Landsliðshópurin móti Montenegro og Kekkia

    Eyðun Klakstein, landsliðsvenjari, hevur tikið hesar leikarar út til heimadystirnar móti Montenegro hósdagin 9. oktobur, og móti Kekkia sunnudagin 12. oktobur.


    Málverjar

    • Bárður á Reynatrøð, Víkingur
    • Mattias H. Lamhauge, FC Fredericia (Danmark)
    • Bjarti V. Mørk, HB

    Verjuleikarar

    • Andrias Edmundsson, Wisla Plock (Pólland)
    • Gunnar Vatnhamar, Víkingur (Ísland)
    • Samuel Chukwudi, SJK Seinajoki (Finnland)
    • Odmar Færø, KÍ
    • Viljormur Davidsen, HB
    • Martin Agnarsson, Aarhuus Fremad (Danmark)
    • Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ
    • Jann Benjaminsen, NSÍ

    Miðvallarleikarar

    • Brandur H. Olsen, NSÍ
    • Hallur Hansson, KÍ
    • Hanus Sørensen, NK Triglav Kranj (Slovenia)
    • Jákup B. Andreassen, KÍ
    • Geza Turi, Grimsby (Ongland)
    • Adrian Justinussen, Hillerød (Danmark)
    • Árni Frederiksberg, KÍ
    • Jóannes Bjartalíð, Fredriksstad (Noreg)

    Álopsspælarar

    • Páll Klettskarð, KÍ
    • Meinhard Egilsson Olsen, Kolding (Danmark)
    • Jóan Símun Edmundsson, KA Akureyri (Ísland)
    • Petur Knudsen, NSÍ

  • U21-landsliðshópurin móti Fraklandi og Sveis

    U21-landsliðshópurin móti Fraklandi og Sveis

    Ólavur Mikkelsen hevur tikið úr U21-landsliðshópin út til heimadystirnar móti Fraklandi í Klaksvík fríggjadagin 10. oktobur og móti Sveis á Tórsvølli týsdagin 14. oktobur.


    U21-landsliðið

    Málverjar: 
    Rasmus Olsen, FC Suðuroy
    Hans Jákup Arngrímsson, Víkingur

    Verjuspælarar
    Aron Reinert Hansen, B68 Toftir
    Jákup Vilhelmsen, B68 Toftir
    Jónas Prior, 07 Vestur
    Ingi Arngrímsson, Víkingur
    Virgar Jónsson, EB/Streymur
    Bjarti Thorleifsson, Skála ÍF
    Torkil Holm, TB Tvøroyri

    Miðvallarspælarar
    Jógvan Gullfoss, B36 Tórshavn
    Mattias Hellisdal, B36 Tórshavn
    Árni Nóa Atlason, Víkingur
    Dávid Biskopstø Andreasen, KÍ Klaksvík
    Ejvind Restorff Mouritsen, HB Tórshavn
    Heini Fossdalsá Sørensen, HB Tórshavn
    Hanus Højgaard, B68 Toftir
    Áki Samuelsen, Ranheim Fotball (Noreg)

    Álopsspælarar
    Jóhan Josephsen, B68 Toftir
    Aron Benjaminsen, Kristiansund BK (Noreg)
    Dávid Reynheim, Torino (ITA)

  • Nuno Espírito Santo skal venja West Ham

    Nuno Espírito Santo skal venja West Ham

    Nuno Espírito Santo er settur sum venjari hjá West Ham, eftir at Graham Potter var sendur til hús í vikuskiftinum.

    Sjálvur var Nuno Espírito Santo uppsagdur í Nottingham Forest fyrr í mánaðinum, hóast hann seinasta kappingarár leiddi Forest til evropeiskan fótbólt fyri fyrstu ferð í 30 ár.

    Portugisin hevur áður vant Wolves og Tottenham í Premier League. Eisini hevur hann vant Porto og Valencia.

  • B68 loypti hvøkk á KÍ, sum kann gerast meistari næsta umfar

    B68 loypti hvøkk á KÍ, sum kann gerast meistari næsta umfar

    Nakrar minuttir fyri tíð javanði Daniel Johansen til 3-3, tá ið KÍ vitjaði B68 á Svangaskarði í gjár. Harvið tryggjaði hann oddaliðnum eitt stig, sum ger, at teir kunnu tryggja sær meistaraheitið, um teir vinna móti 07 Vestur í Sørvági næsta leygardag.

    Tað sá annars stóran part av dystinum út til, at B68 fór at gerast fyrsta liðið at vinna móti KÍ hetta kappingarárið.

    Jóhan Josephsen legði B68 á odda longu í triðja minutti. Tíggju minuttir seinni økti Marjus Nón til 2-0 við frísparki, eftir at Gaston Nicolas Tellechea hjá KÍ fekk reytt kort.

    Beint eftir hálvleik fekk Fríði Petersen hjá B68 beinleiðis reytt kort, og nakrar minuttir seinni høvdu Hallur Hansson og Filip Brattbakk minka um munin og javna til 2-2.

    Jóhan Josephsen legði B68 á odda aftur, tá ið 20 minuttir vóru eftir. Men, sum nevnt, átti Daniel Johansen seinasta orðið í dystinum.

    B68 kappast við EB/Streym um sætta plássið. Bæði liðini hava 24 stig.

    Dysturin á fsf.fo

  • FC Suðuroy upp um strikuna

    FC Suðuroy upp um strikuna

    Olivur Thomsen hjá FC Suðuroy javnaði níggju minuttir fyri tíð til úrslitið 2-2 móti TB í grannadystinum, sum eisini var sera týðandi í stríðnum um at sleppa undan niðurflyting.

    Nikolei Johannesen legði TB á odda í 36. minutti. Pætur Augustinussen javnaði til 1-1 beint undan steðginum. Musah Armah skoraði til 2-1 fyri TB eftir steðgin.

    FC Suðuroy er nú á áttanda plássi við 14 stigum. TB er aftast við 12 stigum. 07 Vestur hevur 13 stig.

    Dysturin á fsf.fo

  • Víkingur heldur fast í fjórða plássinum

    Víkingur heldur fast í fjórða plássinum

    Tað er framvegis stórur spenningur í stríðnum um fjórða plássið í Betrideildini.

    B36 og Víkingur spældu javnt 1-1 í Gundadali, og Víkingur er framvegis á fjórða plássi, tvey stig frammanfyri B36.

    Símun Sólheim legði B36 á odda í fyrra hálvleiki, men stutt eftir steðgin javnaði Jákup Johansen fyri Víking.

    B36 spældi undirmannað í meiri enn ein hálvan tíma, eftir at Ragnar Samuelsen fekk sítt annað gula kort.

    Bæði liðini høvdu góðar møguleikar at vinna dystin

    Dysturin á fsf.fo

  • Emil Pedersen ekta hatrick á Eiði

    Emil Pedersen ekta hatrick á Eiði

    Emil Pedersen skoraði eitt ekta hatrick, tá ið HB vann 4-0 móti EB/Streymi á Eiði í dag.

    Fyrsta málið kom í 26. minutti, og beint undan steðginum skoraði hann tvær ferðir aftrat.

    Í seinna hálvleiki økti Ási P. Dam til 4-0.

    HB stríðist framvegis um næstfremsta plássið við NSÍ, og eru tvey stig aftanfyri runavíkingar.

    EB/Streymur stríðist við B68 um sætta plássið. Bæði hava 24 stig.

  • NSÍ manglar tólv mál í at taka málmetið

    NSÍ manglar tólv mál í at taka málmetið

    Við 5-1 sigrinum á 07 Vestur heldur NSÍ fast í øðrum plássinum, og hevur nú skorað 88 mál í bestu deildini hetta kappingarárið.

    Harvið mugu teir skora tólv mál seinastu tríggjar dystirnar fyri at taka málmetið hjá KÍ frá 2021 á 99 mál. Men tað verður kortini ikki lætt, tí NSÍ spælir móti B36, HB og KÍ seinastu tríggjar dystirnar.

    Í dag hevði KÍ ongar trupuleikar við at vinna móti vágamonnum.

    NSÍ vann greitt í Sørvági. Michal Przybylski lat upp við fyrsta málinum, Klæmint A. Olsen og Daniel Obbekjær fylgdu áðrenn steðgin. Mikkel Hyllegaard minkaði um munin, men NSÍ svaraði beinanvegin. Przybylski og Klæmint skoraðu aftur í seinna hálvleiki.

    Klæmint hevur nú 26 mál og er eitt mál frá metinum hjá Mikkel Dahl frá 2021.

    07 Vestur er aftur undir strikuni, nú TB og FC Suðuroy spældu javnt í dag

    Dysturin á fsf.fo

  • Ovfarakátar HB-kvinnur fegnast um steypasigurin

    HB hevur lagt hetta filmsbrotið av fegnum steypavinnarum út á Facebook.

  • Skála staðfesti uppflytingina

    Skála staðfesti uppflytingina

    Skála er flutt upp aftur í Betrideildina. Tað gjørdist endaliga greitt, tá ið liðið í kvøld vann 5-0 á teimum næstbestu hjá Víkingi undir Mýruhjalla.

    Við stórsigri í grannauppgerðini staðfesti Skála, at steðgurin í næstbestu deildini bert var eitt ár.

    Markus Isaksen var stóri málskjúttin hjá Skála. 19 ára gamli skálamaðurin skoraði hattrikk. Hini málini í kvøld skoraðu Martin Johansen og Simon Jørgensen

    Skála er flutt upp og niður hvørt kappingarár síðan 2020.

  • Kvinnurnar hjá HB vunnu óvæntað steypafinaluna

    Kvinnurnar hjá HB vunnu óvæntað steypafinaluna

    HB er heilt óvæntað steypavinnari hjá kvinnum. HB vann í gjárkvøldið 1-0 á stórfavorittunum KÍ á Tórsvølli.

    Rúna Jacobsen skoraði einasta máilð í dystinum eftir hornaspark, tá ið hálvur tími var spældur.

    Eftir steðgin royndi KÍ at leggja stórt trýst á, men HB verjan stóð væl. Málverjin Gunnvá Lützen hevði fleiri góðar bjargingar, og KÍ megnaði ikki at skapa nógvar greiðar málmøguleikar.

    HB hevði eisini onkrar møguleikar at økja um leiðsluna, men fleiri mál komu ikki.

    Hetta er sætta ferðin, at HB vinnur steypið, og fyrsta ferðin síðani 2019.

    Teresa Jacobsen hjá HB varð vald til dagsins leikara.

    Síggj fagnaðin í umklæðingrúminum eftir steypasigurin
  • Adrian bæði málini í sigri

    Adrian bæði málini í sigri

    Adrian Justinussen skoraði bæði málini, tá ið Hillerød í næstbestu donsku deildini vann 2-1 móti Horsens.

    Hann legði Hillerød fram um í fyrra hálvleik, og aftur í seinna hálvleiki, eftir at Horsens hevði javnað. Hin føroyski landsliðsleikarin í Hillerød, Poul Kallsberg, legði upp til seinna málið.

    Hillerød er er fremst í næstbestu deildini í Danmark.

  • West Ham sendir venjaran til hús

    West Ham sendir venjaran til hús

    Premier League-felagið West Ham boðar í morgun frá, at høvuðsvenjarin Graham Potter er loystur seg úr starvi.

    Potter tók yvir eftir Julen Lopetegui í januar. Men úrslitini í seinnu hálvu av farna kappingarári og í byrjanini av 2025/26 hava ikki livað upp til vónirnar.

    Potter er annar venjarin í Premier League, sum missir starvið hetta kappingarárið. Hin var Nuno Espírito Santo hjá Nottingham Forest, sum varð uppsagdur fyrrí septembur.

    Les fráboðanina á Facebook
  • Liverpool steingir 145.000 atgongumerkjakontur

    Liverpool steingir 145.000 atgongumerkjakontur

    Liverpool ger átøk móti sølu av atgongumerkjum á svarta markanaðinum.

    Seinastu tvey árini hevur felagið stongt heili 145.000 kontur, sum hava verið brúktar til ólógliga sølu.

    BBC sigur, at 1.114 fólk vórðu útihýst á lívstíð í fjør. 500 fingu ikki atgongd til Anfield, tí tey royndu at sleppa inn við sokallaðum “burner phones”.

    Í Bretlandi er ólóglig endursøla av atgongumerkjum vanlig, og fleiri útlendskar heimasíður royna at koma uttan um reglurnar.

    Tey, sum selja atongumerki ólógliga, brúka sjálvvirkandiforrit og falskar samleikar til at keypa hundraðtals atgongumerki, sum síðan verða seld víðari fyri ovurdýrar prísir.

    Hetta ger tað torført hjá vanligum fjepparum at keypa atgongumerki á rættan hátt, og summi enda við atgingumerki, sum ikki rigga.

  • Ísrael møguliga útihýst úr evropeiskum fótbólti

    Ísrael møguliga útihýst úr evropeiskum fótbólti

    Evropeiska fótbóltssamgongan UEFA fer í næstu viku at taka støðu til, um Ísrael skal úthýsast úr evropeiskum kappingum.

    Orsøkin er ST-frágreiðingin, sum sigur, at Ísrael fremur fólkamorð í Gaza.

    The Times skrivar, at ein stórur meiriluti av stýrinum í UEFA skal vera fyri at útihýsa Ísrael.

    Serfrøðingar í ST hava heitt á bæði UEFA og FIFA um atútihýsa Ísrael. Teir vísa á, at Russland varð útihýst eftir innrásina í Ukraina í 2022.

    UEFA kann tó ikki sjálvt útihýsa Ísrael frá HM-kappingini, men ein meiriluti í UEFA kann leggja stórt trýst á FIFA, sum skipar fyri HM.

    FIFA hevur ábyrgd av disiplinerreglum í HM, og ein møgulig útihýsing kann tí seta FIFA í ein trupula støðu.

    Forsetin í FIFA, Gianni Infantino, hevur tætt samband við amerikanska forsetan Donald Trump, og The Times skrivar, at Hvítu Húsið fer at vera sera ónøgt, um Ísrael verður útihýst undan HM í USA, Kanada og Meksiko næsta ár.

    Ein talsmaður fyri Trump sigur við Sky News, at tey fara at arbeiða uttan íhald fyri at steðga øllum royndum at útihýsa Ísrael”.

  • Geza og Grimsby taka móti Brentford í 4. umfari í EFL-Cup

    Geza Turi og Grimsby, sum fyrst sendu risastóru Manchester United úr lítlu steypakappinini í Onglandi og síðan Sheffield Wednesday, skulu í 4. umfari spæla á heimavølli móti Premier League-liðnum Brentford.

    Annars eru stóru dystirnir í 4. umfari Newcastle móti Tottenham og Arsenal móti Brighton.

    Yvirlit yvir allsr dystirnar, sum verða spældir umleið 27. oktobur, síggjast niðanfyri.:

  • Venjarin hjá Liverpool ikki blíður við sín egna áleypara

    Venjarin hjá Liverpool ikki blíður við sín egna áleypara

    Nýggi franski áleyparin hjá Liverpool, Hugo Ekiteke, ognaði sær eitt av teimum heilt býttu reyðu kortunum, tá ið hann fegnaðist um 2-1-sigursmálið móti Southampton við at lata seg úr troyggjuni og harvið fáa sítt annað gula kort..

    Tað hendi fimm minuttir áðrenn dysturin tí lítlu ensku steypakappingini, EFL-Cuð var liðugur.

    Liverpoolvenjarin, Arne Slot, var alt annað enn nøgdur: – Hatta var býtt og á ongan hátt klókt, segði hann við Sky Sports.

    Slot helt, at franski áleyparin heldur átti at havt takkað Federico Chiesa fyri góða uppleggið.

    Fyrra gulu kortið fekk Ekiteke fyri at sparka bóltin burtur í frustratión.

    Ekiteke er leikbannaður til dystin í Premier League móti Crystal Palace leygardagin.

  • Svenska fótbóltssambandið meldað hatursboð móti Jon Dahl Tomasson

    Svenska fótbóltssambandið meldað hatursboð móti Jon Dahl Tomasson

    Svenska fótbóltssambandið hevur meldað fleiri hatursboð móti landsliðsvenjaranum, Jon Dahl Tomasson, eftir at Svøríki tapti móti Kosovo í HM-kappingini.

    Á sosialu miðlunum, serliga á Instagram, hava fólk skrivað grov boð. Tomasson kallar tað fyri munnligan harðskap og sigur, at hann heldur, at tað er Eg haldi, at tað er andstyggiligt.

    Hóast trýstið, heldur Tomasson fast: – Vit leypa ikki framav. Vit hava eina ætlan og nakrar dreingir, sum vilja gera alt fyri Svøríki, sigur hann.

    Í næsta dysti møtir Svøríki sterka liðnum úr Sveis á heimavølli í Stockholm.

  • EB/Streymur stóð móti KÍ og Árna ein góðan tíma

    EB/Streymur stóð móti KÍ og Árna ein góðan tíma

    Eftir 3-0 sigurin móti EB/Streymi á Eiði í kvøld, er KÍ á gáttuni at gerast føryameistari 2025.

    KÍ hevði alt spælið í fyrra hálvleiki, og tað var rár hending at sundalagsmenn vóru inni á KÍ-hálvuni.

    Einki mál kom í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki gekk ikki longurhjá EB/Streymi.

    Ein góður tími var farin, tá ið Árni Frederiksberg skoraði sítt fyrsta mál. Eitt korter seinni legði hann upp til málið hjá Filip Brattbakk og nakrar minuttir fyri tíð skoraði Árni sítt annað mál í 3-0 sigrinum, sum saktans kundi verið størri.

    KÍ skal hava fýra stig í fýra dystum, so eru teir meistarar.

    (Skermmynd: Televarpið)

  • Føroyar betri møguleika at koma til HM í 2030

    Føroyar betri møguleika at koma til HM í 2030

    Føroyar fáa kanska ongantíð so góðan møguleika at spæla seg til eitt HM-endaspæl í fótbólti, sum til HM-endaspælið í 2030. Tí tá verða kanska 64 lond við í endaspælinum.

    NRK skrivar frá avísini La Nacion, at Forsetin í FIFA, Gianni Infantino, týskvøldið møtti forsetanum í suðuramerikanska fótbóltssambandinum Conmebol í New York.

    Har skal eitt uppskort vera lagt fram um at økja talið av luttakandi londum í 2030 til heili 64. Tað er sambært DPA fyrstu ferð, at uppskotið varð lagt fram.

    La Nacion skrivar, at tað var Infantino sjálvur, sum tók stig til fundin. Hann skal eisini stuðla ætlanini.

    HM í 2030 verður 100 ára hátíðarhald hjá HM-endaspælinum. Uppskotið um 64 lond skal vera ein eingangsætlan.

    Verður uppskotið góðkent, verða kanska 128 dystir spældir í HM í 2030. Tað eru tvífalt so nógvir sum í tíðarskeiðinum 1998–2022.

    Longu til HM í 2026 verður talið økt úr 32 til 48.

  • Heimsins besti fótbóltsleikari triðja árið á rað

    Heimsins besti fótbóltsleikari triðja árið á rað

    Spanska Aitana Bonmati gjørdist í kvøld tann fyrsta kvinnan at vinna gullbóltin trý ár á rað.

    Barcelonaleikarin fekk heiðurin handaðan frá Barcelona-legenduni Andres Iniesta.

    – Tað er serligt at móttaka heiðurin frá Iniesta. Eg havi altíð sæð upp til hann og Xavi, segði Bonmati.

    – Sum lítil helt eg ikki hetta vera møguligt. Eg sá bara menn á sjónvarpinum, segði hon.

    Spania og Arsenal-stjørnan Mariona Caldentey gjørdist nummar tvey.

  • Dembele vann Ballon d’or

    Dembele vann Ballon d’or

    Fransmaðurin, Ousmane Dembele, vann í kvøld Ballon d’or, sum merkir, hann er ársins fótbóltsleikari.

    Hann hevði eitt frálíkt kappingarár og vann saman við Paris SG Champions League og franska meistaraheitið.

    Lamine Yamal gjørdist nummar tvey og á plássunum 1-10 komu:

    3. Vitinha – Paris Saint-Germain
    4. Mohamed Salah – Liverpool
    5.Raphinha – FC Barcelona
    6. Achraf Hakimi – Paris Saint-Germain
    7. Kylian Mbappé – Real Madrid
    8. Cole Palmer – Chelsea
    9. Gianluigi Donnarumma – Manchester City
    10. Nuno Mendes – Paris Saint-Germain

  • Wiegman og Enrique vunnu Johan Cruyff heiðurin

    Sarina Wiegman, venjari hjá kvinnulandsliðnum hjá Onglandi, er vald til ársins venjara í kvinnufótbólti. Niðurlenski venjarin leiddi ensku kvinnurnar til evropameistaraheitið í summar.

    Í mansfótbólti fekk Luis Enrique, venjari hjá PSG, heiðurin. Hann var ikki til staðar undir Ballon d’or handanini, tí hann leiðir PSG í dysti móti Marseille. Enrique vann Champions League við Paris SG.

  • Yamal ársins ungi leikari

    Yamal ársins ungi leikari

    Lamine Yamal vann í kvøld sum tann fyrsti nakrantíð Kopa heiðurin tvey ár ár rað.

    Tað hendi undir Ballon d’Or-haldinum, har heiðurin verður givin besta spælara undir 21 ár.

    18 ára gamli Yamal hevur nærum ikki verið til at steðga, síðan gjøgnumbrotið sum 15 ára gamal.

    Í fjør skoraði hann 18 mál og legði upp til 25, og saman við Barcelona vann hann sponsku greipuna.

    Seinasta summar hann hann EM við Spania.

    Hjá kvinnunum vann 19 ára gamla Vicky López eisini úr Barcelona Kopa heiðurin.

  • Víkingur heldur fast í fjórða plássinum

    Víkingur heldur fast í fjórða plássinum

    Víkingur gjørdi aftur í dag sítt til at halda seg á fjórða plássi, sum gevur atgongd til evropeiskan fótbólt næsta ár.

    Tað endaði við 2-1 sigri á heimavølli ímóti 07 Vestur. Jørgen Nielsen var stóri maðurin, og hann skoraði bæði málini hjá Víkingi. Tað fyrra kom í 19. minutti, eftir at Aron Jarnskor Ellingsgaard royndi seg við langskoti, og Jørgen var fyrstur á returbóltinum. Tað seinna kom undan steðginum, við uppleggi frá Ara Olsen.

    07 Vestur minkaði um munin við sjálvmáli frá Arnbjørn Svensson, og spenningur var til síðsta bríksl.

    Hóast tapið, vístu vágamenn gott avrik og eru framvegis omanfyri strikuna.

    Víkingur skal næsta sunnudag spæla rættiliga avgerandi dyst um fjórða plássið móti B36 í Gundadali.

  • Nú manglar KÍ sjey stig

    Nú manglar KÍ sjey stig

    KÍ hevur framvegis beina kós móti føroyameistaraheitinum. Sjey stiga í fýra dystum, so er meistaraheitið tryggjað.

    Páll A. Klettskarð legði lunnar undir sigurin við tveimum málum í fyrsta hálva tíman. EB/Streymur minkaði til 2-1 við sjálvmáli frá René Shaki Joensen.

    Beint eftir steðgin økti Patrik Johannesen til 3-1. Síðan gjørdi Páll A. Klettskarð hattrikk við 4-1 málinum.

    Virgar Jónsson svaraði við høvdaramáli til 4-2. Men Daniel Johansen og Mads Bo Mikkelsen staðfestu trivaliga 6-2 sigurin.

  • B36 stórsigur í Trongisvági

    B36 stórsigur í Trongisvági

    Pætur Petersen setti hol á miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá ið B36 vann heili 5-0 í Trongisvági.

    Við til søguna hoyrir eisini, at málverjin hjá TB, Anders Tønnesen, beint fyri hálvleik fekk eitt sera ivasamt reytt kort, og tað gjørdi tað sjálvdi sera trupult hjá TB at koma aftur í aftur.

    Pætur skoraði eisini málið til 2-0, og síðan økti Marius Kryger Lindh um til 3-0.

    Tobias Hansen, sum var á besta liðnum fyri 22. ferð, gjørdist tvífaldur málskjútti og økti um til 4-0 og 5-0.

    Stóra tapið setur TB undir trýst undan grannauppgerðini og botndystinum móti FC Suðuroy komandi sunnudag og tað verur uttan málverjan, Anders Tønnesen, sum er leikbannaður

    B36 er framvegis í hørðum stríði við Víking um fjórða plássið, sum gevur atgongd til evropeiskan fótbólt komandi kappingarár. Júst B36 og Víkingur spæla í Gundadali komandi sunnudag.

  • HB basti FC Suðuroy í seinastu løtu

    HB basti FC Suðuroy í seinastu løtu

    Hóast HB var stórfavorittur, tá ið FC Suðuroy vitjaði í Gundadali í dag, so vóru tað gestirnir loyptu hvøkk á beinanvegin við ein málið, sum Fríði Holm skoraði eftir eitt skjótt mótálop.

    HB svaraði aftur eftir eitt korter, og tað var sjálvandi Emil Grønn Pedersen, sum sendi bóltin í málið við einum frálíkum skallara.

    Restina av dystinum stríddist HB við at fáa sigursmálið, men tað var ikki nóg góð góðska og neyvleiki í álopsspælinum hjá havnarliðnum.

    Best sum alt bendi á eitt óvæntað stig til FC Suðuroy, eydnaðist tað tríggjar minuttir fyri tíð innskifta Heðini Hansen at skall bóltin í málið eftir hornaspark, og so var 2-1 til HB.

    HB er á triðja plássi við 52 stigum, tvey stig aftanfyri NSÍ.

    Stigatalvan á fsf.fo

  • NSÍ heldur fast á øðrum plássi

    NSÍ heldur fast á øðrum plássi

    NSÍ vann kvøld grannadystin móti B68 á Toftum 3-1.

    NSÍ sat á spælinum frá byrjan, og Jasper van der Heyden legði NSÍ á odda í 10. minutti. Tíggju minuttir seinni økti Fabian Ness til 2-0 við einum flottum máli.

    Stutt fyri hálvleik minkaði B68 um munin, tá ið Djóni Samuelsen sendi eitt skot á stongina, og bólturin støkk út í ryggin á Kristian Joensen í málinum hjá NSÍ og haðani í málið.

    Móti endanum av dystinum fór B68 longri fram og hevði eisini nakrar góðar atsóknir. Men tað var NSÍ skoraði seinasta málið í dystinum í 88. minutti, tá ið Klæmint Andrasson Olsen smekkaði bóltin í netið staddur nakað uttan fyri brotsteigin..

    NSÍ hevur nú vunnið allar tríggjar dystirnar móti B68 í ár, og er ósigrað í ellivu dystum og hevur trý stig upp til KÍ, sum tó hevur spælt tveir dystir færri.

  • Víkingur tapti í UEFA Youth League

    Víkingur tapti í UEFA Youth League

    U19-dreingirnir hjá Víkingi taptu 1-0 móti Narva Trans í Tallinn, í fyrsta dystinum í UEFA Youth League.

    Víkingur umboðar Føroyar í kappingini fyri ungdómslið. Tað eru U17-meistararnir, sum fáa plássið, men spælt verður við U19-liði.

    Nikita Baljabkin skoraði sigursmálið fyri Narva Trans longu í 4. minutti.

    Víkingur royndi at svara, og sambært uefa.com hevði Arnór Brandsson fleiri royndir

    Víkingur hevði fýra málroyndir og fimm hornaspørk, men Narva Trans var meira vandamikil við tólv royndum og tíggju hornaspørkum.

    Seinni dysturin verður á Tórsvølli 1. oktobur klokkan 18.00..

  • FC København mundi vunnið móti Leverkusen

    FC København mundi vunnið móti Leverkusen

    FC København var sera nær við at vinna fyrsta dystin í bólkaspælinum í Champions League heima í Parkini móti Bayer Leverkusen.

    Jordan Larsson legði danska meistaraliðið á odda eftir bert níggju minuttir, eftir gott upplegg frá Elias Achouri.

    FCK hevði fleiri møguleikar at økja, men Leverkusen javnaði við frísparki frá Grimaldo í 82. minutti.

    Robert Silva legði FCK fram um aftur í 87. minutti, men eitt sjálvmál frá Pantelis Hatzidiakos í yvirtíðini gjørdi, at dysturin endaði 2-2.