Category: Fótbóltur

  • So misti United fyrstu stigini við Carrick sum venjara

    Tað eydnaðist ikki Carrick at vinna fimta sigurin á rað sum venjari hjá Manchester United.

    Tað sá út til, at United var á veg móti einum ósigri, eftir at Tomas Soucek hevði lagt West Ham fram um tíðliga í seinna hálvleiki. Men langt inni í longdu leiktíðini eydnaðist Benjamin Sesku at javna fyri United við einum frálíkum fluktara.

    Tað eina stigið , ger at United er framvegis á fjórða plássið, meðan West Ham er tvey stig undir niðurflytingarstrikuna.

    Støðan í Premier League

  • Tottenham tapti og trýstið á Thomas Frank er sera stórt

    Tottenham tapti og trýstið á Thomas Frank er sera stórt

    Tað hevur gingið sera illa í hond hjá dananum Thomas Frank í starvinum sum venjari hjá Tottenham.

    Aftur í kvøld tapti Tottenham á heimavølli 2-1 móti Newcastle, og teir eru nú fimm stig frá niðurflytingarstrikuni.

    Harvið er trýstið á Thomas Frank sera stórt, og mett verður, at hann ikki tolir nógv vánalig úrslit afturat.

    Støðan í Premier League

  • Chelsea misti stig

    Chelsea misti stig

    Chelsea, sum hevur verið sera vælkoyrandi, síðan Liam Rosenior tók við sum venjari fyrst í árinum, mátti í kvøld taka til takkar við einum 2-2 javnleiki á heimavølli móti uppflytarunum úr Leeds. Chelsea liggur tó framvegis væl fyri stríðnum um plássini í Champions League.

    Chelsea kom fram um 2-0. Joao Pedro legði Chelsea fram um í fyrra hálvleiki, og Carlton Palmer økti vit brotssparki í seinna hálvleiki.

    Nú hildu tey flestu, at dysturin var avgjørdur. Men Lukas Nmecha við brotssparki og Noah Okafor skoraðu hvør sítt mál, og Leeds vann eitt týðandi stig í botnstríðnum.

    Støðan í Premier League

  • Sleppur “heimsins kendasti” United-fjeppari at klippa sær

    Seinast 29 ára gamli viðhaldsmaðurin hjá Manchester United, Frank Ilett, klipti sær, var í oktobur 2024.

    Tá lovaði hann, at hann klipti ikki hárið aftur fyrr enn United vann fimm dystir á rað.

    Tað gekk ikki við Erik ten Hag sum venjara, og undir Ruben Amorim vann United ongantíð meira enn tríggjar dystir á rað.

    Í januar gjørdist fyrrverandi, Unitedleikarin, Michael Carrick, fyribils venjari hjá United, og síðan hevur felagð vunnið fýra dystir á rað, so nú manlgar bara ein sigur, móti West Ham , týskvøldið, so sleppur langhærdi United-fjepparin endiliga at klippa sær aftur.

    Michael Carrick sigur seg kenna væl søguna um United-fjepparan, og á netinum eru nógvar myndir vitlíkismyndir í umfer, har Michael Carrick klippur Frank Ilett.

    Síggj eina vitlíkismynd her
  • Televarpið vísir føroyskan fótbólt komandi trý árini

    Televarpið vísir føroyskan fótbólt komandi trý árini

    Televarpið heldur fram at vísa føroyskan fótbólt beinleiðis á rásum sínum komandi trý árini.

    Fótbóltssambandið og Televarpið hava gjørt avtalu um, at Televarpið eigur sjónvarpsrættindini til Meistaradeildina, sum hon nú eitur, og steypakappingina hjá bæði kvinnum og monnum til ársenda 2028.

    Televarpið hevur víst dystirnar í bestu mansdeildini í fótbólti beinleiðis síðan 2019, og seinnu árini eru eisini fleiri dystir í kvinnudeildini beinleiðis.

  • Aron heldur fram í Víkingi

    Aron heldur fram í Víkingi

    Víkingur hevur gjørt nýggjan sáttmála við Aron Jarnskor Ellingsgaard. Talan er um ein tvey ára sáttmála.

    Aron er hart arbeiðandi miðvallari, sum higartil bert hevur hevur umboðað Víking. Hann hevur sambært FaroeSoccer spælt 82 dystir á besta liðnum.

    Hóast ljóðað hevur, at hann kundi roynt seg aðrastaðni, so er tað nú greitt, at hann verður ljósabláur eisini tvey tey komandi árini.

    Víkingur leggur dent á, at bulurin á liðnum er lokalur, og hendan undirskriftin styrkir júst hetta.

  • Ungur evnaríkur klaksvíkingur til B36

    Ungur evnaríkur klaksvíkingur til B36

    Dávid Biskopstø Andreasen fer komandi tvey árini at spæla fyri B36. Tað boðar árstalsfelagið frá í dag.

    21 ára gamli klaksvíkingurin flytur úr barndómsfelagnum KÍ, har hann hevur spælt 53 dystir fyri besta liðið. Fyrstu minuttir í bestu deildini fekk hann sambært FaroeSoccer á sumri 2021.

    David mátti móti endanum av farna kappingarárið eins og aðrir ungir klaksvíkingar sanna, at tað er trupult at fáa spælitíð á besta liðið hjá KÍ, og spældi seinastu umførini við næstbesta liðnum.

    Í B36 er frammanundan ein annar ungur KÍ-ári, miðverjin Børge Petersen.

    David hevur spælt sjey dystir fyri U21-landsliðið.

  • Sølvi tekur eitt ár afturat í Víkingi

    Sølvi tekur eitt ár afturat í Víkingi

    Sølvi Vatnhamar, sum er elsti maður á besta liðnum hjá Víkingi, síðan Atli Gregersen gavst, tekur eitt ár afturat í ljósabláu troyggjuni. Tað boðar Víkingur frá í dag.

    39 ára gamli stríðsmaðurin og fyrrverandi landsliðsleikarin spældi sambært FaroeSoccer sínar fyrstu dystir í vaksnamannafótbólti fyri LÍF í 2003, og síðan 2008 hevur hann verið fastur maður á besta liðnum hjá Víkingi.

    Samanlagt hevur hann spælt 431 dystir í bestu deildini og skora 153 mál.

    Á landsliðnum varð tað til 79 landsdystir.

  • Argjamaður aftur í AB

    Argjamaður aftur í AB

    Ragnar Skálá fer aftur at spæla fyri barndómsfelagið AB, sum aftur verður at síggja í bestu fótbóltsdeildini komandi summar. Tað boðar AB frá í kvøld.

    Eftir tvey ár í útlegd hevur Ragnar skrivað undir ein tvey ára sáttmála, galdandi fyri kappingarárini 2026 og 2027. Hann er uppvaksin í AB, spældi fyrsta dystin í 2018 og hevur sambært FaroeSoccer higartil spælt 81 dystir fyri argjamenn.

    Í 2022 og 2023 menti hann seg til ein profil á miðvøllinum, serliga við kvikleika, orku og arbeiðssemi.

    Eftir niðurflytingina í 2023 fór hann til Skála, og síðan til Víking, har hann spældi 33 dystir í ár, eisini evropeiskar dystir og steypafinaluna móti KÍ.

    Nú er hann triði nýggi leikarin, sum AB hevur tryggjað sær til kappingaráríð 2026. Hinir eru Jimmy Abdul, sum kemur úr FC Suðuroy og Pálli Eirik Djurhuruus úr Víkingi.

    AB kallar hetta eina rimmar jólagávu til viðhaldsfólkini.

  • Úr TB til HB

    Úr TB til HB

    HB boðar frá, at felagið hevur skrivað sáttmála við senegalesiska miðvallaran Amidou Diop, sum spældi við TB í fjør.

    Diop er 33 ára gamal. Hann kom til TB Tvøroyri í mars í fjør, og var við sínum 196 sentimetrum sera sjónligur á vøllinum.

    Diop er sentralur miðvallari, men kann eisini spæla sum miðverji. Hann er høgur og sterkur í luftini, sterkur kropsliga, og er góður á bóltinum.

    Diop hevur spælt 181 dystir í Elituseriuni, bestu deildini í Noreg.

  • Danmark kiksaði – Skotland til HM fyrstu ferð  síðan 1998

    Danmark kiksaði – Skotland til HM fyrstu ferð síðan 1998

    Skotland og Danmark spældu ein branddyst á Hampden Park í Glasgow í kvøld. Vinnarin kom beinleiðis til HM. Danmark stóð seg við javnleiki.

    Dysturin byrjaði við einum av teimum heilt sjáldsomu málunum, tá ið Scott McTominay saksasparkaði bóltin aftur um seg í málið, eftir hart skotskt trýst. Eitt frálíkt mál.

    Danmark svaraði væl aftur og hevði alt spælið. Tað gav úrslit tíðliga í seinna hálvleiki, tá ið Rasmus Højlund javnaði við brotssparki.

    Løtu seinni fekk Rasmus Kristensen hjá Danmark sítt annað gula kort og mátti av vølli.

    So var tað Skotland sum trýsti, og Hampden Park kókaði, tá ið Lawrence Shankland legði Skotland fram um við beinleiðis hornasparki tólv minuttir fyri tíð.

    Men Danmark svaraði enn einaferð aftur, tá ið Patrick Dorgu javnaði.

    Hóast Skotland ikki megnaði at trýsta Danmark ordiliga, so javnaði Kieran Tierney í yvirtíðini við góðum skoti, tá ið Danmark ikki megnaði at sparka bóltin burtur.

    Og við seinasta sparki í dystinum sendi Kenny McLean bóltin frá miðjuni upp um Kasper Schmeichel beinleiðis í málið til 4-2.

    Skotland er víðari til HM-endaspælið fyri fyrstu ferð síðan 1998, meðan Danmark skal spæla avgerandi røkkstøkk dystir í vár.

  • Góða gongdin hjá landsliðnum helt fram í vinardysti

    Góða gongdin hjá landsliðnum helt fram í vinardysti

    Føroyar vunnu vinardystin móti Kasakstan, sum varð spældur í Kroatia í dag.

    Hóast einans fýra mans av teimum, sum byrjaðu móti Kroatia fyrr í vikuni, byrjaðu aftur í dag, so vóru Føroyar frá byrjan munandi betri enn Kasakstan í hesum typiska vinardystinum.

    Tað gav úrslit miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá ið Arnbjørn Svensson sendi ein flatan bólt móti málinum, og framman fyri málið, sett Petur Knudsen fótin á bóltin, sum fór í málið.

    Í seinna hálvleiki var Kasakstan við yvirlutan, men Føroyar høvdu framvegis góðarstøður í mótálop.

    Fleiri mál komu ikki í dystinum, og harvið helt góða gongdin undir Eyðuni Klakstein fram niðri í Kroatia.

    HB-leikarin, Ási Dam kom inn seint í dystinum í sínum fyrsta landsdysti.

    Dysturin á FaroeSoccer

  • U21: Ófatiliga bíligt brotsspark bjargaði Fraklandi móti Føroyum

    U21: Ófatiliga bíligt brotsspark bjargaði Fraklandi móti Føroyum

    U21-menninir í fótbólt høvdu týðiliga lært av 6-0 avsmurninginum móti Frakland í Klaksvík herfyri.

    Føroyar stóðu nevniliga sera væl móti komandi fronsku heimsstjørnunum og hildu teimum frá teimum stóru møguleikunum, hóast bólturin einaferð tók í yvirleggjaran.

    Føroyar vóru bert hendingaferð framman fyri miðjuna, og ta einu ferðina eydnaðist Jógvani Gullfoss at lirka bóltin frá Manchester United-leikarunum, Leny Yoro, og leggja bóltin inn til Mattias Hellisdal, sum helst átti at rakt málið, men tíverri fór bólturin upp um.

    Sum gongdin var í dystinum, bendi nógv á, at Føroyar kundu koma til hálvleiks við 0-0. Men so broytti dómarin dystin, tá ið hann dømdi eitt sera bíligt brotsspark, tá ið bólturin úr sera stuttari frástøðu heilt afturi við baklinjuna, varð sparkaður upp í armin á einum føroyskum verjuleikara, um bólturin í heila tikið rakta armin.

    Les alla dystarfrágreiðingina
  • Magnus skal venja kvinnurnar hjá NSÍ

    Magnus skal venja kvinnurnar hjá NSÍ

    Magnus Hendriksson Olsen skal venja kvinnurnar hjá NSÍ komandi kappingarár. Tað boðar NSÍ frá í dag.

    Magnus er sandoyingur úr Skálavík og vaks upp í B71. Hann býr í Runavík og spældi fleiri ár við besta mansliðnum hjá NSÍ. Hann er, sum navnið týður upp á, beiggi landsliðsleikaran, Brand Hendriksson Olsen.

    NSÍ gjørdist nummar tvey í ár, og vann bæði føroyameistaraheitið og steypakappingina í fjør.

    Allan Dybczak, sum hevur vant kvinnurnar hjá NSÍ í trý ár, verður nú venjari í HB.

  • Føroyar trý málmet:  Pluss á málkontuni fyri fyrstu ferð

    Føroyar trý málmet: Pluss á málkontuni fyri fyrstu ferð

    Í 17 undankappingum hevur manslandsliðið í fótbólti altíð havt ein málmun í minus.

    Men nú undankappingin til HM-2026 er av, er hetta broytt. Tí fyri fyrstu ferð í einari undankapping hevur manslandslið í fótbólti skorað fleiri mál enn mál eru latin inn.

    Føroyar skoraðu 11 ferðir í HM-undankappingini og lótu bara 9 mál ígjøgnum. Tað gevur ein málmun á pluss 2, sum er nógv tann besti málmunurin nakrantíð.

    Besti málmunur áðrenn var -11 í EM-undankappingunum í 2004, 2016 og 2024.

    Vánaligasti málmunurin var -39 í undankappingini til HM-2008.

    Ongantíð skora so nógv mál

    Føroyar hava heldur ongantið skorað so nógv mál sum 11. Tað besta áðrenn 10 í EM-1996 og HM-1998.

    Ongantíð latið so fá mál inn

    Og fyri tað ikki skal vera lygn, so hava Føroyar heldur ongantíð latið so fá mál sum 9 inn í eini undakapping. Metið áðrenn var 13 í seinastu undankappingin hjá Håkan Ericson til EM-2024.

    Síggj málmunin í øllum undankappingunum síðan 1990
  • Føroyski HM-dreymurin brast í Kroatia

    Føroyski HM-dreymurin brast í Kroatia

    HM-undanbólkur L
    Kroatia – Føroyar 3-1 (1-1)

    Tað byrjaði so sera væl, tá ið Geza Turi legði Føroyar fram um tíðliga í dystinum.

    Men Kroatar vóru ov sterkir, og hóast vit høvdu nakrar góðar møguleikar, so var tað til endans bara ein spurningur um, hvussu stórur kroatiski sigurin fór at verða.

    Kroatia vann dystin 3-1, og harvið er tann evarska lítli dreymurin um HM-endaspæl endaliga farin.

    Les alla dystarfrásøgnina
  • Hesir byrja fyri Føroyar í kvøld

    Eyðun Klakstein hevur valt sínar fyrsu ellivu í kvøld. Teir síggjast á myndini niðanfyri.

    Hjá Kroatia er Luca Modric millum teir, sum byrja á vøllinum.

    Dysturin á uefa.com

  • Páll Eirik til AB

    Páll Eirik til AB

    Gøtumaðurin, Páll Eirik Djurhuus, skal spæla við AB kappingarárið 2025. 21 ára gamli miðvallarin skiftir úr Víkingi til AB.

    Hann fekk sínar fyrstu minuttir í Betrideildini í 2023 og hevur síðan spælt 17 dystir fyri barndómsfelagið. Í fyrru helvt 2025 var hann útleigaður til TB, har hann spældi 13 dystir.

    Páll Eirik er sonur, Hans Jørgen Djurhuus, sum spældi við besta liðnum hjá Víkingi í mong ár.

  • Ronaldo reytt kort og Portugal tapti

    Ronaldo reytt kort og Portugal tapti

    Í kvøld hendi nakað so sjáldsamt sum, at Cristiano Ronaldo ikki skoraði í einum landsdysti.

    Portugal tapti 2-0 móti Írlandi, og so hendi tað ótrúliga, at Ronaldo sveiggjaði alboganum eftir einum mótstøðuleikara, og VAR-eftirlitið vísti greitt reytt kort.

    Hóast ósigurin er Portugal framvegis fremst í HM-undanbólki F, og kann endaliga tryggja plássið í HM móti Armenia á heimavølli sunnudagin. Tann dysturin verður nú uttan Ronaldo.

    Ungarn og Írland spæla sunnudagin í Ungarn avgerandi dystin um annað plássið í bólkinum. Írland má vinna. Ungarn stendur við við javnleik.

    Stigatalvan í øllum HM-undanbólkunum

  • Íslendski HM-dreymurin livir enn

    Íslendski HM-dreymurin livir enn

    Ísland vann í HM-undankappingini 2-0 á útivølli móti Aserbadjan í kvøld.

    Albert Guðmundsson skoraði fyrsta málið í 20. minutti, og Sverrir Ingi Ingason økti til 2-0 í 39. minutti.

    Úrslitið ger, at Ísland hevur alt í egnum hondum. Dysturin móti Ukraina sunnudagin, sum verður spældur í Póllandi, kann tryggja pláss í røkkstøkk dystunum, sum verða spældir í vár.

  • Noreg  og Haaland á gáttini til HM-endaspælið

    Noreg og Haaland á gáttini til HM-endaspælið

    Nógv skal enda galið, um Noreg ikki verður við í HM-endaspælinum í Norðuramerika komandi summar.

    Noreg vann í kvøld 4-1 móti Estlandi heima á Ullevaal. Fyrri hálvleikur endaði 0-0. Men beinanvegin eftir steðgin skoraði Alexander Sørloth tvær ferðir. Erling Braut Haaland fylgdi upp við 3-0, og tá ið tímin var farin gjørdi Haaland tað til 4-0.

    Estland minkaði einaferð, men Noreg hevur nú 21 stig og 19 mál betri málmun enn Italia.

    Vinnur Italia í Moldova í kvøld, verður alt avgjørt í Milano sunnudagin, tá ið Italia tekur móti Noreg. Men bert ein kollaps kann steðga norsku monnunum at koma til HM 2026.

  • Landsliðsleikari til HB

    Landsliðsleikari til HB

    Landsliðsleikarin, Lea Lisberg, skal komandi kappingarár spæla við HB. Tað boðar HB frá í kvøld.

    Lea spældi øll síni ungdómsár við EB/Streymi. Sum bert 15-ára gomul fekk hon pláss í fremstu deildini hjá EBS/Skála. Har var hon við til at vinna greipuna í 2017 og 2018.

    Í 2024 spældi hon við Víkingi. Har skoraði hon 25 mál í 22 dystum. Sambært FaroeSoccer hevur hon spælt 129 dystir í bestu kvinnudeildini og skotið 72 mál.

    Hon hevur spælt á øllum ungdómslandsliðum frá U15 til U19, og hon hevur spælt 20 A-landsdystir.

    Lea kann spæla bæði í verjuni og í álopinum. Hon er kvik og sterk.

    Lea Lisberg á faroesoccer.com

  • U21 tapti fyrsta vinardystin nakrantíð

    U21 tapti fyrsta vinardystin nakrantíð

    U21 fótbóltslandsliðið við monnum spældi í dag fyri fyrstu ferð nakrantíð ein vinarlandsdyst. Dysturin var móti Ungarn á útvølli.

    Dysturin minti um nógvar dystir hjá U21-landsliðnum. Mótstøðuliðið hevði bóltin mest, men Føroyar høvdu eisini sínar løtur, og millum annað hevði Thomas Bjørn Mizian í fyrra hálvleiki eina góða roynd úr stutari frástøðu og spíksum vinkli, men málverjin bjargaði.

    Beint eftir stegðin kom Ungarn fram um, tá ið ein bóltur var lagdur innfyri og skallaður upp í málhorni, uttan møguleika hjá Hans Jákup Arngrímsson at bjarga.

    Ungarn helt fram at hava spælið allan seinna hálvleik og skoraðu tvey mál afturat til úrslitið 3-0.

    Føroyar spardu fleiri leikarar. Millum annað var stjørnuleikarin, Áki Samuelsen, á beinkinum allan dystin. Meðan aðrir sum Heini Sørsensen, Mattias Hellisdal og Árni Atlason spældu bara ein hálvleik.

    Thomas Bjørn Miezian, Djóni Samuelsen, Rasmus Olsen, Marjus Nón og Markus Isaksen spældu sín fyrsta U21-landsdyst í dag.

    Mynd: FSF

  • Føroyameistarar skulu hava nýggjan venjara

    Føroyameistarar skulu hava nýggjan venjara

    KÍ boðað í gjárkvøldi frá, at Allan Drost gevst sum venjari hjá besta kvinnuliðnum, sum gjørdist føroyameistari í ár.

    Av persónligum orsøkum er danski venjarin givin í felagnum. Allan kom fyri einum ári síðan til Klaksvíkar.

    Hópurin venur árið út undir leiðslu av Rannvá B. Andreasen og Rúnu Bjartalíð.

    KÍ kvinnurnar hava verið føroyameistarar 24 ferðir síðan 1997.

  • Ronaldo gevst á landsliðnum eftir HM

    Ronaldo gevst á landsliðnum eftir HM

    Cristiano Ronaldo gevst á portugisiska landsliðnum eftir HM í 2026 í USA, Kanada og Meksiko. Tað segði hann á tíðindafundi í Saudi-Arabia.

    Hann sigur, at tá verður hann 41 ár og tí er tað rætta tíðin at gevast.

    Hann viðgongur, at tað verður torført at leggja fótbóltin frá sær, og at hann helst fer at gráta.

    Men hann gleðir seg eisini til meira tíð saman við familjuni og til síni frítíðarítriv.

    Ronaldo hevur nøkur ófatilig landsliðsmet. Hann hevur spælt 225 landsdystir og skorað 143 mál. Hann hevur flest hattrick, flest mál í HM-undankapping og hevur skorað í fimm HM-endaspæl á rað.

    Ronaldo skoraði fýra mál móti Føroyum í HM-undankappingini til HM-2018. Eitt á Tórsvølli og trý í Portugal. Á myndini ansar Sonni Ragnar Nattestad eftir portigisisku heimsstjørnuni á Tórsvølli 10 . oktobur 2016.

  • Landsliðshópurin móti Kroatia og Kasakstan

    Landsliðshópurin móti Kroatia og Kasakstan

    Eyðun Klakstein, landsliðsvenjari, hevur tikið hesar leikarar út til seinasta HM-undankappingardystin út móti Kroatia fríggjadagin tann 14. novembur og venjingardystin móti Kasakstan á útivølli týsdagin 18. novembur.


    Málverjar

    • Bárður á Reynatrøð, Víkingur
    • Mattias H. Lamhauge, FC Fredericia (Danmark)
    • Bjarti V. Mørk, HB

    Verjuleikarar

    • Andrias Edmundsson, Wisla Plock (Pólland)
    • Gunnar Vatnhamar, Víkingur (Ísland)
    • Odmar Færø, KÍ
    • Arnbjørn Svennsson, Víkingur
    • Viljormur Davidsen, NSÍ Runavík
    • Martin Agnarsson, Aarhuus Fremad (Danmark)
    • Jann Benjaminsen, NSÍ
    • Ási Dam, HB Tórshavn

    Miðvallarleikarar

    • René Shaki Joensen, KÍ
    • Noah Mneney, HB
    • Hanus Sørensen, NK Triglav Kranj (Slovenia)
    • Jákup B. Andreassen, KÍ
    • Geza Turi, Grimsby (Ongland)
    • Adrian Justinussen, Hillerød (Danmark)
    • Árni Frederiksberg, KÍ
    • Jóannes Bjartalíð, Fredriksstad (Noreg)

    Álopsspælarar

    • Páll Klettskarð, KÍ
    • Meinhard Egilsson Olsen, Kolding (Danmark)
    • Jóan Símun Edmundsson, KA Akureyri (Ísland)
    • Petur Knudsen, NSÍ
  • U21-landsliðshópurin móti Ungarn og Fraklandi

    U21-landsliðshópurin móti Ungarn og Fraklandi

    Ólavur Mikkelsen hevur tikið úr U21-landsliðshópin út til EM-undankappingardystin á útivølli móti Fraklandi mánadagin 17. novembur og venjingardystin á útivølli móti Ungarn hósdagin 13. novembur


    U21-landsliðið

    Málverjar: 
    Rasmus Olsen, FC Suðuroy
    Hans Jákup Arngrímsson, Víkingur

    Verjuspælarar
    Aron Reinert Hansen, B68 Toftir
    Jákup Vilhelmsen, B68 Toftir
    Jónas Prior, 07 Vestur
    Ingi Arngrímsson, Víkingur
    Virgar Jónsson, EB/Streymur
    Marjus Nón, B68
    Bjarti Thorleifsson, Skála ÍF
    Torkil Úlvur Holm, TB Tvøroyri

    Miðvallarspælarar
    Jógvan Gullfoss, B36 Tórshavn
    Mattias Hellisdal, Vesteras Svøríki
    Árni Nóa Atlason, Víkingur
    Dávid Biskopstø Andreasen, KÍ Klaksvík
    Ejvind Restorff Mouritsen, HB Tórshavn
    Heini Fossdalsá Sørensen, HB Tórshavn
    Hanus Højgaard, B68 Toftir
    Áki Samuelsen, Ranheim Fotball (Noreg)

    Álopsspælarar
    Djóni Samuelsen, B68
    Thomas Bjørn Miezan, EB/Streymur

  • FSF-myndir av steypasigrinum hjá KÍ

    Fótbóltssambandið hevur lagt hesar myndir frá finaluni um Løgmanssteypið út á Facebook

  • KÍ greipuvinnari fyrstu ferð hesa øldina

    KÍ greipuvinnari fyrstu ferð hesa øldina

    KÍ livdi upp leiklutin sumstórfavorittur at vinna finaluna um Løgmanssteypið móti Víkingi.

    Víkingur helt stand meginpartin av fyrra hálvleiki. Men fyri steðgin legði Mads Boe Mikkelsen KÍ fram um.

    Víkingur royndi at hótta KÍ í seinna hálvleiki, men bert hendinga ferð var bit í.

    Í staðin var tað Páll Klettskarð, sum avgjørdi finaluna seint í dystinum.

    Les alla dystarfrásøgnina
  • Aleksandar skal venja  B68

    Aleksandar skal venja B68

    Fyrr í vikuni gjørdist greitt, at Fróði Benjaminsen ikki heldur fram sum venjari hjá B68, og nú boðar felagið frá, at Aleksandar Jovevic er nýggjur høvuðsvenjari hjá besta liðnum.

    Aleksander hevur áður verið hjálparvenjari hjá B68 í 2018, 2020 og 2021. Hann var ein týðandi partur av toyminum, sum fekk felagið aftur í Betri Deildina.

    Eisini hevur hann verið venjari í Betrideildini hjá ÍF í nøkrum umførum

    Seinasta árið hevur hann roynt seg uttanlands í Barein, har hann hevði eitt spennandi starv hjá Ali CSC.

  • Allan Dybczak skal venja HB-kvinnurnar

    Allan Dybczak skal venja HB-kvinnurnar

    Eftir trý ár sum venjari hjá kvinnunum hjá NSÍ skal Allan Dybczak aftur venja bestu kvinnurnar hjá HB. Hann hevur gjørt trý ára sáttmála.

    Við sær hevur hann Petur Meinhard Magnussen, sum verður málmansvenjari hjá kvinnunum.

    Allan gevst í NSÍ eftir trý ár við góðum úrslitum. Hann kom til felagið í 2023, og longu sama ár vann NSÍ steypakappingina. Í 2024 eydnaðist tað eisini at vinna greipuna.

    Allan var venjari í HB frá 2011 til 2021, fyri tað mesta hjá kvinnunum, men eisini hjá 1. deild monnum. Eitt skifti í 2021 var hann eisini skrivaður sum venjari hjá besta mansliðnum, tí Kevin Schindler ikki hevði pappírini upp á pláss.

  • Viljormur heim til NSÍ

    Viljormur heim til NSÍ

    Í 2012 spældi landsliðsleikarin, Viljormur Davidsen, tríggjar dystir fyri barndómsfelagið NSÍ. Í seinasta dystinum fekk hann reytt kort móti grannunum, B68.

    Nú trettan ár seinni skiftir Viljormur ikki heilt óvæntað aftur til NSÍ, og hevur skrivað undir trý ára sáttmála við felagið.

    Viljormur flutti til Danmarkar bert 15 ára gamal. Har spældi hann við ungdómsliðnum hjá OB, og seinni umboðaði hann feløgini FC Fyn, FC Fredericia og Vejle Boldklub.

    Síðan 2023 hevur hann spælt við HB, har hann eisini var liðskipari.

    NSÍ skrivar, at tey gleðast um at síggja Viljorm aftur í gulu blusuni, og ynskja honum hjartaliga vælkomnan heim.

  • Atli seinastu ferð í Sarpugerði og HB vann silvur

    Atli seinastu ferð í Sarpugerði og HB vann silvur

    Atli Gregersen spældi í gjár sín seinasta dyst á besta liðnum hjá Víkingi í Sarpugerði, tá ið Víkingur tapti 2-0 fyri HB.

    Fyri Víking hevði dysturin einki at siga, uttan at halda leikararnar í gongd til steypafinaluna fríggjakvøldið klokkan 19.00 móti KÍ.

    Fyri HB merkti sigurin, at teir hava tryggja sær annað plássið, eftir eina sera vánaliga byrjan upp á kappingarárið. HB hevur ongan dyst tapt í landskappingini, síðan André Olsen tók yvir sum venjari eftir Adolfo Sormani.

    Tað var sum heild meira bit í HB millum hvirlurnar í Sarpugerði, og vindurin gjørdi at ein sending inn um Víkingaverjuna steðgaði á, so at málverjin, Bárður á Reynatrøð, ikki náddi bóltinum, og so skoraði Emil Grønn Pedersen sítt mál nummar 20 í landskappingini.

    Í hálvleikinum skifti Víkingur nógv út fyri at spara leikarar til steypafinaluna, og miðskeiðis í seinna hálvleiki, var Atli Gregersen skiftur út fyri seinastu ferð í Sarpugerði, og lógvabrestirnir rungaðu millum hvirlurnar.

    HB var framhaldandi omaná, og seint í dystinum avgjørdi Ási Dam við einum frálíkum langskoti eftir jørð.

    (Trýst á myndirnar fyri at gera tær størri)

  • KÍ vann á NSÍ og tók móti FM-steypinum

    KÍ vann á NSÍ og tók móti FM-steypinum

    Føroyameistararnir KÍ vunnu 4-2 á NSÍ í seinasta umfarið í Betrideildini leygardagin. Harvið fóra suverena KÍ ósigra gjøgnum landskappingina 2025.

    NSÍ, sum tíðliga í kappingarárinum líktist einum kappingarneyta hjá KÍ um føroyameistaraheitið, mátti í dag vinna móti KÍ, um teir skuldu hava nakra vón at fara fram um HB á øðrum plássinum.

    KÍ gjørdi skjótt av og førdi 2-0 eftir eitt stórt korter. Rene Shaki Joensen og Jákup Andreassen skoraðu málini.

    Aron Knudsen minkaði til 2-1 tíggju minuttir fyri steðgin, men beint fyri hálvleik gjørdi Filip Brattbakk tað til 3-1, og tíggju minuttir inn í seinna hálvleik skoraði hann til 4-1.

    Daniel Obbekjær minkaði til 4-2 mitt í seinna hálvleiki, men nærri kom NSÍ ikki, og KÍ vann harvið allar tríggjar dystirnar móti NSÍ hetta kappingarárið.

    KÍ skal fríggjkvøldið klokkan 19.00 royna at vinna greipuna, tá ið teir spæla finaluna um Løgmanssteypið móti Víkingi á Tórsvølli.

    Hjartaliga til lukku við meistaraheitinum KÍ.

  • Niels Pauli sendi teir næstbestu hjá KÍ niður í 2. deild

    Niels Pauli sendi teir næstbestu hjá KÍ niður í 2. deild

    1. deildar liðið hjá KÍ má tað tungu leið niður í 2. deild. Tað gjørdist greitt, tá ið avgerandi dystirnir um niðurflyting vóru spældir í seinasta umfari í 1. deild í kvøld.

    KÍ gjørdi tað, teir kundu og vunnu 1-0 móti 07 Vestur í Klaksvík. Dávid Biskopstø Andreasen skoraði málið.

    Men ólukktíð fyri KÍ, so megnaðu teir næstbestu hjá EB/Streymi, at venda 0-1 til 3-1 sigur móti B36 í Gundadali.

    Tórur Eið Eliasen legði B36 fram um beint fyri hálvleik. Men eitt korter inn í seinna hálvleik javnaði Niels Pauli Danielsen við brotssparkið, nakrar minuttir seinni legði hann EB/Streym fram um 2-1, og fyri tað ikki skal vera lygn so gjørdi hann tað til 3-1 átta minuttir fyri tíð.

    Harvið fór EB/Streymur upp á 7. plássið við 28 stigum, meðan KÍ var liggjandi á 9. plássinum við 26 stigum og flytur niður í 2. deild komandi ár.

    07 Vestur flytur eisini niður í 2. deild.

  • Dyche skal venja Nottingham Forest

    Dyche skal venja Nottingham Forest

    Nottingham Forest í ensku Premier League hevur sett Sean Dyche sum venjara fram til summarið 2027.

    Dyche, sum er triðji venjarin hjá Nottingham hetta kappingarárið, tekur yvir eftir Ange Postecoglou, sum varð koyrdur beint eftir ósigurin fyri Chelsea leygardagin eftir bert átta dystir.

    Tíðliga í kappingarárinum valdi litríki grikska eigarin Evangelos Marinakis at senda væl umtókta Nuno Espirito Santo til hús, hóast hann seinasta kappingarár førdi Forest til Evropeiskan fótbólt fyri fyrstu fer í mong ár.

    Forest liggur í løtuni á 18. plássi í Premier League. Fyrsti dysturin hjá Dyche verður hóskvøldi móti FC Porto í Europa League.

    Dyche er 54 ára gamal og hevur verið arbeiðsleysur síðan januar, tá hann varð koyrdur úr Everton.

  • Premier League-venjari skal venja Svøríki

    Premier League-venjari skal venja Svøríki

    Graham Potter er nýggjurlandsliðsvenjari ella “förbundskapten” hjá Svøríki.

    50 ára gamli eingislmaðurin avloysir danska Jon Dahl Tomasson, sum varð koyrdur eftir bert eitt stig í fýra dystum í HM-kappingini.

    Hann skal royna at fáa Svøríki til HM næsta summar, hóast tað sær rættiliga ómøguligt úrt Avtalan fevnir um komandi dystir móti Sveits og Slovenia í novembur, og møguligt playoff í mars.

    Potter hevur áður verið venjari í Svøríki. Hann førdi Östersund frá fjórðbestu deildini upp í Allsvenskan, og vann í 2017 svensku steypakappingina.

    Góðu avrikini førdu hann til Brighton og víðari til Chelsea. Har gekst ikki so væl, og heldur ikki West Ham fekk hann tað at rigga.

  • Stórhending: Evarska lítla Mjällby svenskur meistari

    Stórhending: Evarska lítla Mjällby svenskur meistari

    Vit kenna søguna um B71, Herfølge og Leicester, sum heilt óvæntað gjørdust meistarar, og nú hevur lítla svenska felagnið Mjällby eisini skriva seg inn í hendan partin av fótbóltssøguni.

    Við 2–0 sigri á IFK Göteborg tryggjaði Mjällby sær svenska meistaraheitið, heili trý umfør áðrenn kappingin endar.

    Hällevik, har felagið heldur til, er ein lítil fiskibygd við umleið 1000 fólkum. Økið hoyrir til Sölvesborg kommunu í Blekinge í Suður-Svøríki, har umleið 17.000 fólk búgva.

    BBC kallar hetta “eitt av størstu sjokkunum í nútímans evropeiskum fótbólti”.

    Mjällby var í 2016 nær við at fara á húsagang og spældi tá í fjórbestu deildini. Men í 2018 og 2019 flutti felagið upp tvær ferðir á rað.

    Nú eru teir meistarar fyri fyrstu ferð í søguni.

    AIK við føroyska Mikkjal Thomassen er nummar fimm í bestu svensku deildini.

  • Víkingur hevur tryggjað sær Evropa komandi ár

    Víkingur hevur tryggjað sær Evropa komandi ár

    Víkingur tryggjaði sær í dag fjórað plássið í Betrideildin við einum tryggum 4-0 sigri móti FC Suðuroya í Vági.

    Hunter Boaz Bell hjá FC Suðuroy var óheppin beinanvegin í dystinum at beina bóltin í egið mál, og Olaf Bárðarson økti fyri steðgin.

    Í seinna hálvleiki skoraðu Jørgen Nielsen og Arnbjørn Svensson til úrslitið 4-0.

    Hóast B36 eisini vann í dag, so er Víkingur fimm stig framma fyri, og við einum dysti eftir, hevur liðið frá Eysturkommuna harvið tryggja sær pláss í Evropa næsta ár.

    Leygarkvøldið 31. oktobur spælir Víkingur steypafinalu móti KÍ á Tórsvølli.

  • Nottingham sendir Ange til hús eftir 39 dagar

    Nottingham sendir Ange til hús eftir 39 dagar

    Fyri aðru ferð hetta kappingarárið sendir Nottingham Forest venjaran til hús og fyri aðru ferð í 2025 verður Ange Postecoglou koyrdur sum venjari í Premier League.

    Ange, sum var koyrdur í Tottenham eftir seinasta kappingarár, tók yvir hjá Nottingham Forest í septembur, tá ið vælumtóki venjarin Nuno Espirito Santo varð loystur úr starvinum eftir ósemju við grikska eigaran Evangelos Marinakis.

    Men eftir átta dystir og 39 dagar uttan sigur, tveir javnleikir og seks ósigrar, verður Ange longu sendur til hús.

    Seinasta dysturin, 0-3 móti Chelsea á heimavølli í fyrr í dag gjørdist dropin. Viðhaldsfólkini fóru heim áðrenn dysturin var liðugur, og felagið boðaði frá uppsøgnini beint eftir dystin.

    Talan er um ringastu byrjan hjá einum venjara í føstum starvi í 100 ár. Bara ein venjari hevur sitið styttri Nú verða Marco Silva og Sean Dyche nevndir sum møguligar avloysarar.

  • Politisk øði í Bretlandi um at nokta ísraelskum fjepparum atgongd

    Politisk øði í Bretlandi um at nokta ísraelskum fjepparum atgongd

    Fjepparar hjá ísraelska felagnum Maccabi Tel Aviv kunnu verða noktaðir atgongd til dystin móti Aston Villa í Birmingham 6. novembur. Trygdarmyndugleikar í Onglandi meta støðuna millum Ísrael og Palestina vera ov vandamikla.

    Bretska stjórnin hevur nú blandað seg í málið og arbeiðir saman við politinum fyri at tryggja, at allir fjepparar sleppa inn. Fleiri ráðharrar hava sagt, at avgerðin ikki kann góðtakast.

    Stjórin í Maccabi Tel Aviv, Jack Angelidis, sigur seg vera stúrnan um, hvat hetta merkir, og setir spurnartekin við, um tað kann vera eitt tekin um antisemittismu.

    UEFA heitir á partarnar um at finna trygdarloysnir, so dysturin kann spælast í tryggum umstøðum.

  • Klæmint eisini í NSÍ í 2026

    Klæmint eisini í NSÍ í 2026

    NSÍ boðar frá, at Klæmint Olsen framhaldandi verður partur av felagnum í 2026. Í løtuni er hann toppskjútti í Betrideildini við 26 málum, og hevur sostatt ein gyltan møguleika at javna og taka málmetið hjá Mikkel Dahl, sum skoraði 27 mál í 2021.

    Klæmint hevur altíð spælt við NSÍ uttan eitt ár við Breiðablik í bestu íslendsku deildini í 2023.

    Klæmint Olsen er eisini samlaður toppskjúti í bestu deildini gjøgnum tíðirnar við 265 mál fyri 424. Hann var toppskjútti i 2013, 2014, 2015, 2016, 2019 og 2020

    Hann hevur eisini málmetið á landsliðnum á 10 mál saman við Rógva Jacobsen.

    Kelda: FaroeSoccer

  • Endurminningar hjá Toda Jónsson

    Endurminningar hjá Toda Jónsson

    Um tit ikki vita, hvat tit skulu geva føroyska fótbóltsfjepparanum í jólagávu, so er endurminningarnar hjá okkara størstu fótbóltsstjørnu nakrantíð, Toda Jónsson, eitt gott boð.

    Heimasíðan torsgota.fo skrivar, at bókin Todi verður løgd fram, í Perluni í Havn hóskvøldið 6. novembur.

    Hetta er søgan um eina yrkisleið frá 1989 til 2009. Ein drongur úr Føroyum, sum fór einsamallur til Danmarkar í 1993 við einum dreymi um at gerast fótbóltsspælari, og tað eydnaðist.

    Todi var toppskorari á landsliðnum, spældi í FC København, vann fleiri meistaraheitir. Men hetta er eisini søgan um sálarligt trýst, óvissa, skuffilsi og boðini: “Vit hava ikki tørv á tær meira.”

    Sólvit Nolsø leggur fram. Leivur Frederiksen hevur samrøðu við høvundan. Erla Bech Nolsø syngur.

  • Stórleikari hjá B36 hjálparvenjari í HB

    Stórleikari hjá B36 hjálparvenjari í HB

    HB boðar frá, at Lukasz Cieslewicz skal vera hjálparvenjari hjá besta mansliðnum í felagnum. Samstundis verður hann eisini høvuðsvenjari hjá 1. deild við monnum.

    Við at samantvinna bæði størvini, sigur HB, at yvirgongdin frá 1. deild til Betrideildina verður smidligari.

    Lukasz Cieslewicz hevur verið høvuðsvenjari hjá HB-kvinnunum seinastu trý árini. Kvinnurnar hjá HB gjørdust steypavinnarar í ár.

    Lukasz spældi sambært FaroeSoccer 255 dystir í bestu deildini, nógv teir flestu við B36. Hann skoraði 84 mál.

    Hann var millum bestu mest týðandi leikarar føroysku kappingini í fleiri ár og gjørdist føroysmeistari við B36 í 2011, 2014 og 2015.

    Mynd: Rói Sørensen / HB

  • Ronaldo enn eitt met

    Ronaldo enn eitt met

    Cristiano Ronaldo hevur aftur skrivað søgu.

    Týsdagin skoraði hann bæði málini í 2-2 dystinum móti Ungarn í HM-kappingini.

    Við hesum gjørdist hann mest skorandi spælarin nakrantíð í HM-undankappingini. Ronaldo hevur nú skorað 41 mál í 50 HM-undandystum.

    Fýra av hesum málum komu móti Føroyum í HM-undankappingini til HM-2018. Eitt á Tórsvølli og trý í Portugal. Á myndini ansar Sonni Ragnar Nattestad eftir portigisisku heimsstjørnuni á Tórsvølli 10 . oktobur 2016.

    Í alt hevur hann skorað 143 mál í 225 landsdystum, og tað er eisini met fyri flest landsliðsmál.

  • Kekkia sendir venjaran til hús

    Kekkia sendir venjaran til hús

    Kekkiski venjarin, Ivan Hasek, yvirlivdi ikki 2-1 tapið móti Føroyum.

    Idnes.cz skrivar, at fótbóltssambandið í Kekkia hevur nú sagt Hasek úr starvi. Hann vann bert 11 av 21 dystum, og megnaði ikki at vinna á liðum omanfyri Kekkia á styrkilistanum.

    Dagin eftir bað landsliðslegendan og ítróttarstjórin hjá Kekkia Pavel Nedved um almenna umbering fyri kekkiska avrikið.

    Eisini 5-1 tapið móti Kroatia í summar var svárt.

    Starvsnevndin hevði kreppufund á flogvøllinum í Vágum, meðan kekkar vóru strandaðir í Føroyum av mjørka.

    Ein fyribilsvenjari skal taka yvir til dystin móti Gibraltar í novembur. Pavel Nedved hevur fingið fulla heimild at velja nýggjan venjara, sum skal skriva undir fýra ára sáttmála.

  • Áki hevur nú spælt flestar U21-landsdystir

    Áki hevur nú spælt flestar U21-landsdystir

    Á myndini heilsar liðformaðurin á U21-landsliðnum, Áki Samuelsen, upp á dómarar og liðformann hjá Sveis undan kvøldsins dysti á Tórsvølli.

    Hetta var sambært FaroeSoccer nítjandi U21-landsdystur hjá Áka, sum harvið tekur metið frá Steffan Radosavljevic, Jóannes Bjartalíð og Lukas Giesing, sum sambært FaroeSoccer hava spælt átjan U21-landsdystir.

    Áki hevur skotið tvey mál fyri U21-landsliðið.

    Tað er stórur møguleiki er fyri, at Áki fer at bøta um metið, tí U21-landsliðið skal spæla fimm dystir afturat í hesi EM-undankappingini. Næsti dystur er í Fraklandi 17. novembur.

  • U21: Mistu konsentratiónina eftir at hava javnað

    U21 – EM-undandystur á Tórsvølli
    Føroyar – Sveis 1-3 (0-1)

    Annan dystin á rað taptu okkara U21-,menn í fótbólti. Hesaferð var tað Sveis, sum vann 3-1 á Tórsvølli.

    Ikki tað, Føroyar vóru væl við leikliga, og kláraðu sum heild væl at halda Sveis frá at skapa vandamiklar støður. Sveis var als ikki á sama støði sum sera góða franska U21-landsliðið, sum vitjaði í Klaksvík hósdagin.

    Sveis kom fram um í fyrra hálvleiki. Jóhan Josephsen javnaði fyri Føroyar eitt korter fyri tíð. Men føroyska liðið var ikki nóg hugsavnað beint eftir málið, og Sveis kom fram um aftur í fyrsta álopið eftir okkara mál.

    Seinasta málið kom, tá ið Hans Jákup Armgrimsson fyrst bjargaði brotsskarki, men retururin fór í málið.

    Les alla dystarfrásøgnina
  • Svøríki sendir Jon Dahl Tomasson til hús

    Svøríki sendir Jon Dahl Tomasson til hús

    Svenska fótbóltssambandið boðar í dag frá, at landsliðsvenjarin Jon Dahl Tomasson er sagdur úr starvi.

    Danin varð settur í starv 2024, men tapið 0-1 móti Kosovo mánadagin gjørdist hansara síðsta dystur.

    Fótbóltssambandið sigur, at bert eitt stig í fýra dystum í HM-kappingini er ov lítið. Tí verður nú leita eftir nýggjum venjara.

    Ein sum longu hevur bjóðað seg fram til starvið, er enski Graham Potter, sum herfyri var koyrdur í West Ham. Hann hevur áður verið venjari hjá Östersunds í Svøríki, og er beint nú í húsinum, sum hann framvegis eigur í Svøríki

  • U21-landsdystur: Ein sigur  í kvøld gevur vónir um EM-endaspæl

    U21-landsdystur: Ein sigur í kvøld gevur vónir um EM-endaspæl

    Klokkan seks í kvøld spælir U21-manslandsliðið í fótbólti EM-undandyst á Tórsvølli móti Sveis.

    Eftir tríggjar sigrar, taptu okkara menn 6-0 móti Fraklandi í Klaksvík fríggjakvøldið.

    Nú skal U21-landsliðið reisa seg aftur og megna teir at fáa úrslit móti Sveis, serliga ein sigur, so er av álvara vón um náa øðrum plássinum, sum gevur atgongd til avgerandi røkk ella støkk dystir.

    Við fsf.fo sigur venjarin, Ólavur Mikkelsen, at lykilin er hart arbeiði og gott verjuspæl. Hann metir Sveis sum næststerkasta liðið í bólkinum.

    Dysturin á uefa.com

    Stigatalva og myndir frá venjing