Tíbetur er Spania heimsmeistari – Fótbólturin sigraði

,

Spania er tíbetur heimsmeistari 2026. Ferran Torres avgjørdi í umdystinum, tá ið Spania loksins fekk hol á verjumúrin hjá Argentina, sum bara var komið í finaluna fyri niðurbróta spælið hjá Spania og at berjast.

Teir hildu eisini á fram at berjast eftir dystin, og Guð viti, um teir framvegis berjast. Tað var so ikki vakurt, tað sum Argentina førdi fyri dagin í einari av vánaligastu HM-finalum í lagnar tíðir.

Spania átti leikliga alla finaluna, men hugflogið og ferðin á spælinum var ikki til staðar til at koma til teir stóru møguleikarnar. Eisini spældi stjørnuleikarin Lamine Yamal ein vánaligan dyst. Men hann kann nú sum 19 ára gamal kalla seg bæði evropameistara og heimsmeistara.

Tað byrjaði væl við nøkrum góðum álopum hjá Spania. Men Argentina er meistari at niðurbróta bæði spæl og undirhald. Dómarin hevði úr at gera við at stýra dystinum, og hansara avrik var ikki nógv at reypa av.

20-0 til Spania stóð í skothagtølunum, og Lionell Messi gekk eina og aleina í álopinum hjá Argentina, uttan nakran sum helst stuðul frá sínum viðleikarum. Løgin taktikkur, tá ið “heimsins besti” fótbóltsspælari er á liðnum.

Kortini var ikki so langt frá, at Messi javnaði heilt í endanum á umdystinum. Hann hamraði eitt skot móti málinum, men Mikel Mereino setti høvdið fyri og small í vøllin. Tíbetur kom hann skjótt upp aftur.

Spania er so væl og viruliga uppibornir heimsmeistarar. Teir fingu bæði Frakland og Argentina at síggja út sum statistar, og krútsterka verjan lat bara eitt einasta mál inn alt HM-endaspælið.

Hjartaliga til lukku Spania.

Síggj hæddarpunkt frá øllum dystunum í HM >>