
EM-undandystur í kvinnuhondbólti, bólkur 4
Føroyar – Portugal 25-21 (12-9)
Føroysku hondbóltskvinnurnar vóru í kvøld greitt betri enn Portugal og vunnu EM-undandystin í høllini við Tjarnir 25-21.
Serliga verjuspælið og málverjuspælið hjá Rakul Wardum vóru sannførandi í kvøld, meðan álopsspælið kundi verið betri.
Hóast dysturin ikki var serliga væl spældur frá byrjan, so vóru Føroyar heldur frægari enn Portugal. Føroyar skoraðu tvey tey fyrstu málini og høvdu eisini møguleika at skora til 3-0, men Pernille Brandenburg brendi brotskast.
Tað gekk illa hjá okkara at fáa veruligt glið á álopsspælið, og eisini sníktu nógvir smáir feilir seg inn í spælið. Millum annað kastaði Jana Mittún sjáldsama nógvar bóltar burtur.
Ein, sum kortini byrjaði væl, var Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, ið skoraði fleiri mál av høgra veingi.
Tíbetur spældi Portugal heldur ikki serliga sannførandi, og eitt sum eisini eyðkendi fyrra hálvleik, vóru nógvar útvísingar, serliga til Portugal.
Portugal fekk nøkur mál av strikuni, men tá ið føroyska verjan fekk steðgað innspælingum á strikuna, so steðgaði álopið hjá Portugal upp.
Føroyar hildu seg framman fyri allan fyrra hálvleik, og verjan stóð alsamt betri, og eisini hevði Rakul Wardum fleiri góðar bjargingar.
Samanborið við aðrar dystir, so hevði Pernille Brandenburg minni leiklut enn vanligt, tí hon hevur drigist við skaða seinastu tveir mánaðarnar. Tað gav pláss til Vár Zachariassen bæði í verju og álopi, og hon loysti uppgávuna væl.
Sterka verjan hevði við sær, at Føroyar øktu spakuliga, sum fyrri hálvleikur fór. Nógvar villur í álopsspælinum gjørdu kortini, at vit ongantíð drógu avgerandi frá, og nakrar ferðir kastaði Portugal í tómt mál.
Í steðginum var 12-9 til Føroyar.
Føroyar byrjaðu flúgvandi í seinna hálvleiki. Góða verjuspælið helt fram, og Portugal mátti veruliga stríðast fyri hvørjum máli.
Føroyar hildu seg frammanfyri við fýra fimm málum eina góða løtu, og hóast føroysku leikararnir gjørdu nakrar feilir, so minkaði munurin ikki. Tað kundu vit serliga takka stórspælandi Rakul Wardum í málinum fyri, tí hon bjargaði fleiri ferðir frá púra leysum portugisum.
Í álopinum fekk Jana tiltrongda hvíld. Maria Pálsdóttir Nólsoy og Súna Krossteig Hansen tóku í staðin veruliga ábyrgd, og álopsspælið fleyt væl hesa løtuna. Eisini skoraði Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe upp á brotskøstini, nakað sum ofta hevur verið ein trupulleiki hjá kvinnunum.
Føroyar komu fram um 21-15, tá ið 13 minuttir vóru eftir.
Nakrir føroyskir feilir gjørdu, at Portugal kom niður á fýra mál, men Føroyar hildu fast, og vunnu at enda ein tryggan 25-21 sigur.
Føroyar vóru greitt betri enn Portugal við Tjarnir í kvøld. Álopsspælið fleyt ikki, men verju- og málverjuspælið vóru sannførandi.
Flestu leikar komu á vøllin, og tað ger eisini, at fleiri lyklaleikarar eru rímiliga væl hvíldar til útidystin í Portugal sunnudagin.
Tann dysturin kann tó gerast nógv truplari enn dysturin í kvøld, tí í hondbólti er ofta stórur munur á at spæla heima og úti.
Út frá dystinum í dag eiga Føroyar tó at hava góðan møguleika fyri góðum úrsliti, tí portugisiska liðið var ikki serliga sannførandi.
Føroyar eru nú nummar tvey í bólki 4 við fýra stigum fyri tríggjar dystir. Í hinum dystinum í bólkinum vann Ísland 28-27 á oddaliðnum Montenegro, og tí er framvegis rættiliga opið, hvør fer at koma víðari til EM úr bólki 4.
Málskjúttar:
- Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen – 5/8
- Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe – 5/7
- Pernille Brandenborg – 4/5
- Maria Pálsdottir Nólsoy – 4/4
- Jana Mittún – 3/6
- Liv Bentsdottir Zachariasen – 2/2
- Bjarta Osberg Johansen – 1/1
- Rannvá Olsen – 1/1
- Brynhild Pálsdóttir – 0/1
- Vár Bentsdóttir Zachariasen – 0/0
- Marita Mortensen – 0/2
- Súna Krossteig Hansen – 0/3
- Natasja Hammer
- Elsa Egholm
Málverjar bjargingar:
- Rakul Wardum – 12/31
- Annika Fridheim Petersen – 1/3
