
Norska manslandsliðið í fótbólti skrivaði í kvøld norska fótbóltssøgu, tá ið teir vunnu 2-1 móti ongum minni enn Brasil í áttandapartsfinaluni í heimsmeistarakappingini.
Sigurin var uppiborin, hóast Brasil hevði teir betru møguleikarnar í fyrra hálvleiki. Millum annað bjargaði ein av stóru norsku hetjunum, málverjin, Ørjan Nyland, brotssparki hjá Bruno Guimaraes. Her skal viðmerkjast, at 35 ára gamli Nyland einki felag hevur í løtuni.
Noreg, sum hevði bóltin mest allan dystin, hevði eisini bóltin í málinum tíðliga í fyrra hálvleiki, men málið var kolldømt fyri rangstøðu.
Í seinna hálvleiki hevði Noreg fult tamarhald á støðuni, Teir høvdu framvegis bóltin mest, og hildu Brasil frá øllum.
Og so var tað sjálvandi, Erling Braut Haaland, sum tíggju minuttir fyri tíð skallaði bóltin í málið. Ikki sast norska superstjørnan nógv í dystinum, men tá ið tað galt, so var hann har.
Brasil royndi við øllum listum at koma inn í dystin aftur. Men beint sum vanliga leiktíðin var um at fara, var tað aftur Haaland, sum vísti, at hann dugir at skora. Hesa ferð hamraði eitt flætt skot við vinstra beini millum beinini á einum verjuleikara og inn við stongini.
Ovfarakæti á øllum norðmonnum í heiminum. Men dómarin vildi gera tað eitt sindur spennandi, og gav Brasil eitt bíligt brotsspark, sum Neymar skoraði upp á.
Dómarin legði eisini i merkiliga nógva eyka tíð aftuat teimum sjey minuttunum, sum frammanundan vóru lagdir afturat. Men tað hjálpti einki hjá Brasil, sum má heim eftir eitt tað vánaligast avrikið í HM nakrantíð.
Noreg rør víðari í HM, og allir norðmenn fara at ballast í alla nátt, og helst í fleiri dagar afturat.
Noreg møtir í fjórðingsfinalunum vinnarunum av Mexico og Onglandi, sum spæla í nátt.
