Um vikuskiftið var Nýggjárshálvmarathon runnið á Skálafjørðinum.
Hjá monnum vann Føroya fremsti rennari, Julian Gregersen, við tíðini 1:13:46.7.
Hjá kvinnunum vann Rutt Gregersen við tíðini 1:25:51.5.
Byrjað varð við brandstøðina á Skála, síðan varð runnið kring Skálafjørðin og út á Toftir, har málið var niðanfyri býráðhúsið.
Hetta var fyrsta umfar av “MBM 6 hálv í 2026“. Komandi kappingarnar eru:
- FM Hálvmarathon í Klaksvík – 2. mei
- Sandoy 1/2-marathon – 23. mei
- Tórshavn Marathon og hálvmarathon – 7. juni
- Føroya Sunnasta hálvmarathon – 27. juni
- Føroya Vakrasta hálvmarathon – 5. septembur

