Julian og Rutt vunnu ársins fyrsta hálvmarathon

Um vikuskiftið var Nýggjárshálvmarathon runnið á Skálafjørðinum.

Hjá monnum vann Føroya fremsti rennari, Julian Gregersen, við tíðini 1:13:46.7.

Hjá kvinnunum vann Rutt Gregersen við tíðini 1:25:51.5.

Byrjað varð við brandstøðina á Skála, síðan varð runnið kring Skálafjørðin og út á Toftir, har málið var niðanfyri býráðhúsið.

Hetta var fyrsta umfar av “MBM 6 hálv í 2026“. Komandi kappingarnar eru:

  • FM Hálvmarathon í Klaksvík – 2. mei
  • Sandoy 1/2-marathon – 23. mei
  • Tórshavn Marathon og hálvmarathon – 7. juni
  • Føroya Sunnasta hálvmarathon – 27. juni
  • Føroya Vakrasta hálvmarathon – 5. septembur

Síggj øll úrslitini í øllum aldursbólkum her