Bæði kvinnur og menn hjá H71 vitjaðu í Vestmanna í dag.
Hjá kvinnunum vann H71 35-34 og fekk harvið hevnd fyri ósigurin í hálvfinalunum í steypakappingini.
VÍF førdi 13-8 eitt skiftið í fyrra hálvleiki, men H71 kom aftur í aftur fyri steðgin, tá ið støðan var 14-13 til VÍF.
Í seinna hálvleiki kom H71 fram um eftir 10 minuttir, og hildu seg framman fyri við umleið tveimum málum restina av dystinum.
Hjá VÍF skoraði veteranurin Liljan Müller 12 mál, meðan Maria Weyhe skoraði 11 fyri H71.
Hjá monnunum var umvent. VÍF vann við einum máli, 36-35.
Fyrri hálvleikur var javnur, men í seinna hálvleiki fór VÍF undan og førdi 32-26 miðskeiðis í seinna hálvleiki.
So fór H71 at hála inni, og tveir minuttir fyri tíð javnaði H71 til 35-35. Men tað eydnaðist VÍF at skora eitt mál afturat og vinna dystin.
Hóast H71-liðið verður mett klárt tað sterkasta hetta kappingarárið, so hevur VÍF í trimum dystum móti nýklaktu steypavinnarunum vunnið tveir og spælt ein javnan.
Fyri VÍF skoraði Filip Jojic 12 mál, og blaðungi Boas Ellefsen á Skipagøtu skoraði 10 fyri H71.

