Category: Hondbóltur

  • William tryggjaði H71 sigur í fyrstu finaluni

    William tryggjaði H71 sigur í fyrstu finaluni

    Tá ið 19 ára gamli William Napoleon Djurhuus í næstseinasta sekundi sveimaði inn av høgra veingi og sendi bóltin í málið, tryggjaði hann H71 ein 24-23 sigur í fyrstu FM-finaluni móti Kyndli.

    H71 var annars aftanfyri 12-9 í hálvleikinum og eisini 19-15, tá ið góðir tíggju minuttir vóru eftir at spæla.

    Men so vaknaði H71 og skoraði 10 mál seinastu tíggju minuttirnar, meðan Kyndil einans skoraði 4.

    Kyndil javnaði til 23-23 tjúgu sekund fyri tíð, men tað var ikki nokk.

    Meðan William skoraði tað mest týðandi málið á kvøldinum, var Bóas á Skipagøtu toppskjútti hjá H71 við 7 málum. Fyri Kyndil skoraði Tobias Thisen eisini 7 mál.

    Steypavinnararnir H71 vunnu harvið fyrstu av fimm møguligum FM-finalum móti verandi føroyameistarunum úr Kyndli.

    Onnur FM-finalan verður mikukvøldið klokkan 20.00 í høllini á Hálsi í Havn.

    Dómaraseðil á hsf.fo

  • Peter Krogh aftur á landsliðnum

    Peter Krogh aftur á landsliðnum

    Landsliðsvenjararnir Peter Bredsdorff-Larsen og Hjalti Mohr Jacobsen hava úttikið hesar 16 leikararnar til HM-røkkstøkkdystirnar móti Bosnia-Hersigovina, sum verða ávikavist, á útivølli í Tuzla hósdagin 14. mai, og við Tjarnir leygardagin 16. mai. Vinnarin kemur til HM-endaspælið í Týsklandi.

    Tveir leikarar úr H71 er aftur í hópinum. Verjurisin Peter Krogh og málverjin Tóraldur Kollsker.

    Fasti spældeilarin og stjørnuleikarin á liðjnum, Elias á Skipagøtu, er ikki við, tí hann dregist við skaða í økslini. Eisini strikuleikarin Ísak Vedelsvøll er skaddur.

    Málverjar:
    Pauli Jacobsen, Sandnes (Noreg)
    Tóraldur Kollsker, H71

    Bakkar:
    Tróndur Mikkelsen, HF Karlskrona (Svøríki)
    Rói Ellefsen á Skipagøtu, IF Hallby HK (Svøríki)
    Óli Mittún, GOG (Danmark)
    Pauli Mittún, Team Sydhavsøerne (Danmark)
    Vilhelm Poulsen, TSV Hannover-Burgdorf (Týskland)
    Peter Krogh, H71
    Bjarni í Selvindi, Valur (Ísland)

    Strikur:
    Teis Horn Rasmussen, Ribe-Esbjerg HH (Danmark)
    Pætur Mikkjalsson, Team Sydhavsøerne (Danmark)
    Helgi Hildarson Hoydal, H71

    Vengur:
    Rói Berg Hansen, Køge Håndbold (Danmark)
    Leivur Mortensen, HC København (Danmark)
    Hákun West av Teigum, Füchse Berlin, (Týskland)
    Allan Norðberg, Valur (Ísland)

  • VÍF formáddi sær einki – H71 í ellintu FM-finaluni á rað

    Burndeildin menn, triðja hálvfinala
    H71 – VÍF 31-18 (14-11) (H71 er í finaluni)

    Menninir hjá H71 eru í FM-finaluni ellintu ferð á rað, eftir at teir vunnu triðju og avgerandi hálvfinaluna lættliga 31-18 móti VÍF í Hoyvíkshøllini.

    VÍF skoraði tvey tey fyrstu málini í dystinum, men so tók H71 yvir í einum dystin, sum ongantíð náddi tær stóru leikligu hæddirnar. Serliga skuffaði VÍF.

    Les alla dystarfrásøgnina
  • EB/Streymur skoraði ov tíðliga móti HB

    Meistaradeildin menn
    EB/Streymur – HB 1-2 (0-0)

    HB vann 2-1, men havnarfelagið hevði tað trupult móti EB/Streymi við Margáir.

    Tað var ikki so óvæntað, tí álopsspælið hjá HB hevur verið ógvuliga stirvið í ár, og tá ið EB/Streymur aftur í ár hevur eina sera væl skipaða verjukenda spæliskipan, so er ikki lætt hjá nøkrum liði at bróta niður tøttu og hartarbeiðandi verjuna hjá Sundalagsmonnum.

    Les alla dystarfrásøgnina
  • H71 vísti VÍF hvar skápið skal standa

    Burndeildin menn, onnur hálvfinala
    H71 – VÍF 35-27 (18-12)

    Meðan VÍF í fyrstu hálvfinalunum sett ferðina fyrst í dystinum, so var tað H71, sum frá byrjan setti ferð á í seinnu hálvfinaluni í høllini í Hoyvík í gjárkvøldið.

    Spælararnir hjá H71 sóu heilt einfalt meira klárir út, komu fram um beinanvegin og áttu allan dystin sum hann var.

    Les alla dystarfrásøgnina
  • Endaliga greitt: Kvinnurnar skulu spæla EM í desembur

    Endaliga greitt: Kvinnurnar skulu spæla EM í desembur

    Hondbóltsføroyar gleða seg til desembur, tí tá skal okkara kvinnulandslið í hondbólti spæla EM-endaspæl.

    Tað gjørdist endaliga greitt, tá ið Montenegro vann í kvøld vann 34-26 móti Portugal í EM-undanbólki 4.

    Úrslitið ger, at Føroyar ikki kunnu enda verri enn nummar tvey í bólkinum. Tað gevur beinleiðis at gongd til EM-endspælið, sum verður spælti í Kekkia, Póllandi, Rumenia, Slovakia og Turkalandi í desembur í ár.

    Sunnudagin spæla Føroyar seinasta EM-undandystin móti fremsta landinum í bólkinum, Montenegro, á útivølli.

    Føroyar skulu vinna við minst sjey málum fyri at taka fyrsta plássið frá Montenegro.

    Hetta er triðja endaspælið á rað, sum røsku hondbóltskvinnurnar skulu spæla.

  • Bukaðu Ísland í einum tí besta landsdystinum nakrantíð

    EM-undanbólkur 4, kvinnur – við Tjarnir
    Føroyar – Ísland 35-30 (18-16)

    Føroysku hondbóltskvinnurnar spældu ein frálíkan landsdyst móti Íslandi í høllini við Tjarnir í gjárkvøldi, kanska tann besta landsdystin nakrantíð.

    Føroyar vunnu at enda 35-30, og kvinnurnar eru so gott sum vísar í at koma til EM-endaspælið í desembur, eftir ein dyst har álopið fleyt, verjan mentist við dystinum, og málmansspælið hjá Anniku Fríðheim Petersen gjørdist ein avgerandi lutur.

    Les alla dystarfrásøgnina
  • H71 tveitti sigurin burtur og VÍF tók av

    Burndeildin menn, 1. hálvfinala
    VÍF- H71 33-33 (16-18) (eftir longda leiktíð 41-38)

    So er hondbóltskappingin veruliga vaknað eftir langan vetrardvala við alt og nógvum týdningarleysum dystum.

    Nú telja dystirnir, og tað sást í høllini í Vestmanna í gjár, tá ið VÍF eftir longda leiktíð á tvær ferðir fimm minuttir vann 42-38 móti steypavinnarunum og favorittunum úr H71.

    Vestmenningar vóru eisini ovurfegnir eftir stríðssigurin móti H71, tí H71 smitaði sigurin burtur í seinasta minutti í vanligari leiktíð.

    Les alla dystarfrásøgnina
  • Fyrstu hálvfinalurnar hjá monnum 2. Páskadag

    Fyrstu hálvfinalurnar hjá monnum 2. Páskadag

    Fyrstu hálvfinalurnar í FM-spælinum í Burndeildin hjá monnum av trimum møguligum verða spældar 2. Páskadag.

    Klokkan 16.00 spæla VÍF og H71 í Vestmanna, og klokkan 20.00 StÍF og Kyndil á Skála.

    Í hálvfinalunum verður spælt best av trimum dystum. Hvør einstakaur dystur skal avgerast.

    Dystarskráin í FM-hálvfinalunum í Burndeildini:

    6. apríl – 2. Páskadag

    • Kl. 16.00 VÍF – H71
    • Kl. 20.00 StÍF – Kyndil

    11. apríl

    • Kl. 17.00 H71 – VÍF
    • Kl. 20.00 Kyndil – StÍF

    15. apríl

    • Kl. 18.00 H71 – VÍF
    • Kl. 20.00 Kyndil – StÍF
  • StÍF flúgvandi í hálvfinaluna

    StÍF flúgvandi í hálvfinaluna

    Burndeildin, fjórðingsfinala
    StÍF – KÍF 36-28 (20-13) (StÍF víðari)

    StÍF lat als ongan iva vera, tá ið teir hølvaðu KÍF av í fjórðingsfinaluni í høllini á Skála.

    Strandingar byrjaðu sum eitt ódnarveður og førdu 12-4, tá ið eitt korter var spælt.

    KÍF, so líkt, góvust teir ikki á hond, og royndu at berja seg inn í dystin aftur. Men hetta var ikki dagurin hjá kollfirðingum, og teir komu ongantíð nærri enn fimm mál.

    Endin var, at StÍF vann heili 36-28.

    Toppskjútti hjá StÍF var Trúgvi Hávardsson við 8 málum. Hjá KÍF skoraði útisiglarin,
    Hans Eli Sigurbjørnsson 10 mál.

    Í finaluni skal StÍF spæla móti føroyameistaranum Kyndli.

    Dómaraseðil á hsf.fo

  • Gott verjuavrik sendi VÍF í hálvfinaluna

    Burndeildin, fjórðingsfinala
    VÍF – Neistin 28-25 (13-11) (VÍF víðari)

    Menninir hjá VÍF eru í hálvfinaluni í landskappingini, eftir at teir vunnu á Neistanum

    Fyrri hálvleikur var javnur. Men tá ið í VÍF fekk verjuna upp á pláss beint fyri hálveiki, og innskifti málverjin Brandur Silvurdal eisini tók fleiri góð skot, so fór VÍF til hálvleiks frammanfyri 13-11.

    Í seinna hálvleiki var VÍF betri og vann 28-25. Teir skulu nú spæla hálvfinalu móti H71.

    Les alla dystarfrásøgnina
  • Vestmannakvinnur í hálvfinaluni

    Vestmannakvinnur í hálvfinaluni

    Júst sum væntað, vunnu kvinnurnar hjá VÍF lættliga fjórðingsfinaluna móti EB í høllini í Vestmanna.

    VÍF hevði fult tamarhald allan dystin og vann ein knúsandi 36-15. Í steðginum vóru vestmannakvinnur longu á odda 19-10.

    Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen gjørdist toppskjútti hjá VÍF við 9u málum. Hjá EB skoraði Nadja Pejovic 8 mál.

    VÍF skal í hálvfinalunum spæla móti H71. Har verður spælt best av trimum dystum.

    Í annaðkvøld klokkan 19.00 spæla Neistin og Stjørnan fjórðingsfinalu, um at møta Kyndli í hálvfinalunum.

  • Fjórðingsfinalurnar í hondbólti hesa vikuna

    Fjórðingsfinalurnar í hondbólti hesa vikuna

    Grundspælið er liðugt, og komandi mánaðin og møguliga nakað inn í mai verða bestu hondbóltsdeildirnar avgjørdar.

    Hesa vikuna verða fjórðingsfinalurnar spældar, tvær hjá kvinnum og tvær hjá monnum. Bæði kvinnur og menn hjá H71 og Kyndli eru longu í hálvfinalunum.

    Fjórðingsfinalur SMS-deildin kvinnur

    • Týsdag 31. mars, kl. 19.00 VÍF – EB
    • Mikudag 1. apríl, kl. 19.00 Neistin – Stjørnan

    Fjórðingsfinalur Burndeildin menn

    • Hósdag 2. apríl, kl. 16.00 VÍF – Neistin
    • Hósdag 2. apríl, kl. 19.00 StÍF – KÍF
  • StÍF og KÍF vunnu seinastu dystirnar í grundspælinum

    StÍF og KÍF vunnu seinastu dystirnar í grundspælinum

    Tveir teir seinastu dystirnir í gundspælinum hjá monnum vóru spældir í dag.

    Í Vestmanna vann KÍF 29-23 á VÍF. KÍF var framman fyri meginpartin av dystinum, og hóasta VÍF megnaði at javna til 19-19, so dróg KÍF frá aftur móti endanum.

    Filip Jojic skoraði 7 mál fyri VÍF, og Hans Eli Sigurbjørnsson skoraði 9 mál fyri gestirnar.

    Í Havn vann StÍF greiðan sigur, 33-21, móti Neistanum. Í hálvleikinum var 18-13 til StÍF.

    Alex Trent skoraði 5 mál fyri Neistan, meðan Pætur Ó. Barclay og Pauli Rasmssen skorðu 7 mál hvør fyri StÍF.

    StÍF og KÍF møtast í fjóringsfinalu á Skála seinni í vikuni. Í hinari fjóringsfinaluni tekur VÍF móti Neistanum í Vestmanna.

    Endaliga stigatalvan í Burndeildini

  • Kvinnurnar hjá H71 og Kyndli deildu stigini

    Kvinnurnar hjá H71 og Kyndli deildu stigini

    Tvey tey fremstu liðini í bestu kvinnudeildini, H71 og Kyndil spældi í dag seinasta dystin í grundspælinum. Undan dystinum var greitt, at bæði liðini hava spælt seg beinleiðis í hálvfinalurnar.

    Fyrri hálvleikur var javnur, og í steðginum var støðan 15-15.

    Kyndil kom fram um við trimum málum tíðliga í seinna hálvleiki, men H71 svaraði aftur beinanvegin, og kom upp á javnt 20-20.

    Aftur fór Kyndil fram um við trimum málum, men H71 kom aftur í aftur og kom eisini fram um 28-27, tá ið fýra minuttir vóru eftir.

    Seinastu minuttirnar leikaði javnt á, og endin var, at dysturin endaði javnt 31-31.

    Fyri H71 var Karina Debes Heinesen toppskjútti við 7 málum. Hjá Kyndli skoraði Turið Arge Samuelsen 12 mál.

    Kyndil vann grundspælið og fekk steyp fyri tað eftir dystin.

    Endaliga stigatalvan í SMS-deildini

  • Kvinnurnar hjá H71 nýggjan venjara komandi kappingarár

    Kvinnurnar hjá H71 nýggjan venjara komandi kappingarár

    Europamester.dk skrivar í dag, at danski venjarin hjá hoyvíkskvinnum, Rasmus Poulsen, komandi kappingarár fer til rumenskan hondbólt at venja ungdómin hjá CSM Corona Brasov.

    Tað merkir, at kvinnurnar hjá H71 skulu hava nýggjan venjara komandi kappingarár.

    Rasmus kom til H71 undan hesum kappingarárinum og hevur umframt at venja kvinnurnar, eisini verið partur av ungdómsvenjaratoyminum í Hoyvík.

    Kvinnurnar hjá H71 spæla í dag seinasta dystin í grundspælinum móti oddaliðnum Kyndli. Undan dystinum er greitt, at H71 endar nummar tvey og hevur spælt seg beinleiðis í hálvfinalurnar.

    Í fjør gjørdust hoyvíkskvinnur føroyameistarar.

  • Hákun og teir taptu fyri oddaliðnum Magdeburg

    Hákun og teir taptu fyri oddaliðnum Magdeburg

    Hákun West av Teigum skoraði trý mál, tá ið verandi meistari Füchse Berlin tapti 35-33 móti greiða oddaliðnum Magdeburg.

    Magdeburg við 48 stigum er nú átta stig frammanfyri Füchse Berlin, sum er á triðja plássi. Flensburg er nummar tvey við 41 stigum, og tí skal nógv til, um Magdeburg ikki verður týskur meistari í ár.

    Dysturin var leingi javnur og fyrsta korterið í seinna hálvleiki var Füchse Berlin frammanfyri. So kom Magdeburg fram um og vann dystin 35-33.

    Stigatalvan í Bundesliguni

  • Jana og Viborg í Final Four í European Cup

    Jana og Viborg í Final Four í European Cup

    Hóast Viborg við Janu Mittún á liðnum tapti seinnu fjórðingsfinaluna 32-26 móti Rapid Bucuresti niðri í Rumenia, so eru tær samanlagt komnar víðari við málmuninum 61-58.

    Rumenska liðið hevði munin meginpartin av dystinum og økti spakuliga. Móti endanum av dystinum kom munurin upp á seks mál. Nærri kom Rapid Bucuresti ikki, og tí eru Jana og Viborg í hálvfinaluni og Final Four í EHF European League.

    Jana skoraði fýra ferðir í dag.

    Final Four verður spælt í Graz í Eysturríki 16. og 17. mai.

  • Føroyar í EM‑bólki við Ungarn, Montenegro og Kosovo

    Føroyar í EM‑bólki við Ungarn, Montenegro og Kosovo

    Føroysku hondbóltsmenninir komu í bólk 4 saman við Ungarn, Montenegro og Kosovo í undankappingina til EM 2028.

    Føroyar hava ongantíð spælt móti Ungarn, sum gjørdist nummar 10 í seinasta EM‑endaspæli.

    Móti Montenegro hava Føroyar spælt tríggjar ferði, javnleikur 24‑24 á útivølli, tap 24‑21 heima, og síðan tann stóri 37‑24 sigurin í Oslo í 2026.

    Móti Kosovo hava Føroyar vunnið allar fimm dystirnar, seinast 32‑21 heima og 25‑23 úti í EM-undankappingini.

    Fyrsti dystur hjá Føroyum verður á heimavølli móti Kosovo mikudagin 4. november.

    EM‑endaspælið í 2028 verður leikt í Lissabon, Valencia, Madrid og Zürich. 24 lond luttaka, og fýra eru longu klár: Danmark, sum verandi evropeiskur meistari, umframt vertirnir Spania, Portugal og Sveis.

    Nummar eitt og tvey í hvøjrum bólki koma beinleiðis til endaspælið og fýra teir bestu tríararnir.

    Síggj allar EM-bólkarnar
  • Óli týðandi leiklut í avgerandi løtuni

    Óli týðandi leiklut í avgerandi løtuni

    GOG og Óli Mittún førdu 16-13 í hálvleikinum í heimadystinum í Champions League móti Zagreb.

    Í seinna hálvleik mistu teir leiðsluna, og Zabgeb kom fram um. Men so setti GOG ferðina upp, og okkara Óli Mittún skeyt nøkur sera týðandi mál í hesi avgerandi løtuni

    Óli skoraði seks mál í kvøld. Við sigrinum er GOG nú nummar fýra í bólki B við 13 stigum, og liðið heldur plássið, um PSG ikki vinnur sín dyst móti Magdeburg í kvøld.

  • Ellivu menn tikið hondbóltsvenjaraútbúgving

    Ellivu venjarar hava lokið triðja stig av venjaraútbúgvingini, sum HSF fyri fyrstu ferð hevur skipað fyri.

    Tað hevur tikið eitt ár og 165 undirvísingartímar við framløgum, fyrilestrum, bólkaarbeiði og praktiskum venjingum á gólvinum.

    Hesir venjarar eru nú klárir at taka næsta stigið og kunnu søkja upptøku á EHF Master Coach útbúgvingini.

    Teir sum tóku útbúgvingina eru Agnar Joensen, Kristinn Guðmundsson, Zeljko Jotic, Sebastian Christensen, Hjalta Mohr Jacobsen, Hans Andreas Dahl, Djóna Gaard Joensen, Dávur Clementsen, Mladen Mjerimacka, David Edvardsen og Jesper Bak og Mads Lindkvist.

  • Seinni hálvleikur bjargaði okkum undan eyðmýking í fyrra hálvleiki

    EM-undandystur í kvinnuhondbólti, bólkur 4
    Portugal – Føroyar 25-23 (15-8)

    Føroysku hondbóltskvinnurnar taptu í dag25-23 fyri Portugal, men bjargaðu sær kortini undan eyðmýking, eftir at tær spældu ein sera vánaligan fyrra hálvleiká útivølli móti Portugal.

    Fyrri hálvleikur var ógvuliga dýrur. Álopið var stirvið og verjan ov spøk. Nógv brend skot, bert átta mál, og einki riggaði. Ferreira í portugisiska málinum tók alt ov nógv og føroysku skotini vóru alt ov vánalig.

    Eftir steðgin vendi gongdin spakuliga. Annika Fríðheim Petersen kom inn og bjargaði níggju ferðir, og tað gav lív í liðið.

    Verjan fekk kroyst Portugal í verri støður, og álopið gjørdist spakuliga hvassari. Serliga Brynhild Pálsdóttir vísti stórspæl á høgra veingi við fimm málum uppá seks skot.

    Munurin minkaði heilt niður á eitt mál tvær ferðir. Órógv kom í hjá Portugal, sum skoraði sera fá mál í seinna hálvleiki.

    Hóast ósigurin vóru føroysku kvinnurnar nógv betri eftir steðgin, og at munurin gjørdist so lítil sum tvey mál kann gerast týdningarmikið í samlaða EM-roknistykkinum.

    Føroyar eru framvegis nummar tvey í bólkinum, tí tær vunnu 25-21 heima og eru betri enn Portugal í innanhýsis dystum.

    Nú bíðar avgerandi dystur móti Íslandi um ein mánaða, og enn er einki avgjørt.

    Dysturin á heimasíðuni hjá EHF

  • Rakul og verjan tryggjaðu greiðan sigur á Portugal

    EM-undandystur í kvinnuhondbólti, bólkur 4
    Føroyar – Portugal 25-21 (12-9)

    Føroysku hondbóltskvinnurnar vóru í kvøld greitt betri enn Portugal og vunnu EM-undandystin í høllini við Tjarnir 25-21.

    Serliga verjuspælið og málverjuspælið hjá Rakul Wardum vóru sannførandi í kvøld, meðan álopsspælið kundi verið betri.

    Les meira
  • Maria Nólsoy eitt fet upp

    Maria Nólsoy eitt fet upp

    Í dag gjørdist greitt, at landsliðsleikarin í hondbólti, Maria Pálsdóttir Nólsoy, í summar skiftir til København Håndbold.

    21 ára gamla Súna hevur síðan 2024 gjørt vart við seg í HH Elite í bestu donsku deildini.

    Nú er so greitt, at hon heldur fram í fremstu donsku deildini og tekur eitt stig upp í danska høvuðstaðarfelagið, København Håndbold.

    Aðrir landsliðsleikarar skifta eisini felag í summar, Pernille Brandenborg fer til CSM Bucuresti í Rumenia, og Súna Krossteig Hansen hevur gjørt eitt-ára sáttmála við montenegrinska stórfelagið ZRK Buducnost.

  • Stjørnan  fær danska tilgongd og ætlar kappast um ovastu plássini

    Stjørnan fær danska tilgongd og ætlar kappast um ovastu plássini

    Stjørnan er av álvara farin undir at styrka besta kvinnuliðið til komandi kappingarár, og formaðurin, Regin Sivertsen, sigur, at hópurin skal brynja seg til at kappast um ovastu plássini.

    Stjørnan boðar í dag frá, at avtala er gjørd við við 25 ára gomlu donsku Sarah Madsen fyri komandi kappingarár. Hon er bakspælari og sterkur verjuleikari. .

    Herfyri boðaði Stjørnan frá, at neistamálverjin seinastu árini, Yui Shibuya, skal spæla hondbólt í Klaksvík komandi kappingarár.

  • H71 vann hjá kvinnum og VÍF hjá monnum

    H71 vann hjá kvinnum og VÍF hjá monnum

    Bæði kvinnur og menn hjá H71 vitjaðu í Vestmanna í dag.

    Hjá kvinnunum vann H71 35-34 og fekk harvið hevnd fyri ósigurin í hálvfinalunum í steypakappingini.

    VÍF førdi 13-8 eitt skiftið í fyrra hálvleiki, men H71 kom aftur í aftur fyri steðgin, tá ið støðan var 14-13 til VÍF.

    Í seinna hálvleiki kom H71 fram um eftir 10 minuttir, og hildu seg framman fyri við umleið tveimum málum restina av dystinum.

    Hjá VÍF skoraði veteranurin Liljan Müller 12 mál, meðan Maria Weyhe skoraði 11 fyri H71.


    Hjá monnunum var umvent. VÍF vann við einum máli, 36-35.

    Fyrri hálvleikur var javnur, men í seinna hálvleiki fór VÍF undan og førdi 32-26 miðskeiðis í seinna hálvleiki.

    So fór H71 at hála inni, og tveir minuttir fyri tíð javnaði H71 til 35-35. Men tað eydnaðist VÍF at skora eitt mál afturat og vinna dystin.

    Hóast H71-liðið verður mett klárt tað sterkasta hetta kappingarárið, so hevur VÍF í trimum dystum móti nýklaktu steypavinnarunum vunnið tveir og spælt ein javnan.

    Fyri VÍF skoraði Filip Jojic 12 mál, og blaðungi Boas Ellefsen á Skipagøtu skoraði 10 fyri H71.

  • Óli Mittún sendi GOG í áttandapartsfinalurnar í Champions League

    Óli Mittún sendi GOG í áttandapartsfinalurnar í Champions League

    Óli Mittún átti týðandi leiklut, tá ið GOG í einum veruligum drama spældi 28-28 móti Eurofarm Pelister og tryggjaði sær pláss í áttandapartsfinalununum í Champions League.

    Ferð eftir ferð smeyg Óli sær gjøgnum verjuna hjá montenegriska liðnum. Hann skoraði sjey ferðir og legði eisini upp til fleiri mál.

    GOG hevði annars leiðsluna stóran part av dystinum og vóru á odda 16-11 í byrjanini av seinna hálvleiki.

    Pelister kom einaferð fram um 25-24, og panikkur sást í GOG‑liðnum.

    Men við góðum 30 sekundum eftir tryggjaði Óli Mittún GOG víðari luttøku í Champions League, tá ið hann skoraði til 28-27. Og so bilti ikki, at Pelister javnaði í seinastu løtu til 28-28.

  • Hugleiðing: H71 rennur undan og hini aftaná

    Hugleiðing um føroyskan hondbólt eftir stóra steypafinaluvikuskiftið í høllini við Tjarnir, har H71 staðfesti, at felagið framvegis er flaggskipið í føroyskum hondbólti.

    Les hugleiðingina
  • Kyndilsleikari biður um umbering eftir steypafinaluna

    Kyndilsleikari biður um umbering eftir steypafinaluna

    Kyndilsleikarin, Høgni Klein Olsen, hevur biðið um umbering fyri eina hending í steypafinaluni leygardagin. Tað skrivar Kringvarp Føroya.

    Tað var ímóti dystarenda, at sinnið kom í Høgna Klein Olsen, eftir at hann varð árendur av debutantinum Jónasi Fossabrúgv.

    Dómararnir dømdi fyri troki, men Høgni krøkti H71‑leikaran og datt niður á hann við alboganum.

    Málið er nú sent til Aganevndina, sum skal taka støðu til møguliga revsing.

    Høgni sigur, at hann tekur fulla ábyrgd og hevur biðið spælaranum og familjuni um umbering.

    H71 vann finaluna 37‑28.

  • U18 dreingir hjá H71 steypavinnarar

    Faxe Kondi Steypafinala, dreingir 18
    H71 – Kyndil 29-24 (16-17
    )

    Eisini seinasta finalan í stóra steypavikuskiftinum í hondbólti millum dreingir 18 hjá H71 og Kyndli gjørdist í fyrra hálvleiki líka spennandi, sum fleiri aðrar finalur.

    Ungu menninir koyrdu á av lívsins megi, og stundum var torført hjá áskoðarunum at fylgja við.

    Liðini fylgdust frá byrjan, men fram móti steðginum kom Kyndil fram um og førdi 17-16, tá ið hálvur leikur var spældur.

    Í seinna hálvleiki byrjaði H71 betri og kom fram um við trimum málum, og teir øktu spakuliga munin, sum dysturin leið.

    Endin var, at H71 vann 34-29 og eru steypavinnarar.

    Harvið vann H71 allar sunnusdagsins A-finalur.

    Hjartaliga til lukku H71.

  • H71 eisini steypavinnari hjá gentum 18

    Faxe Kondi Steypafinala, gentur 18
    Neistin – H71 19-22 (13-14
    )

    Eins og hinar finalurnar í dag, so var eisini stórur spenningur í steypafinaluni hjá gentum 18 millum Neistan og H71.

    Liðini fylgdust allan fyrra hálvleik, men beint fyri steðgin kom H71 fram um, men ikki meira enn so, at munurin var bara eitt mál 15-14 til H71 í steðginum.

    Góða gongdin hjá H71 helt fram eftir steðgin, og tær komu skjott fram um við fýra málum.

    Neistin megnaði ikki at svara aftur og hevði bara skotið eitt mál í seinna hálvleiki, tá ið eitt korter var spælt.

    Seinastu tíggju minuttirnar gjørdi Neistin eina roynd at koma inn dystin aftur og minkaði niður í tvey mál.

    Nærri kom Neistin ikki. H71 vann finaluna 22-19 og er steypavinnari hjá gentum 18.

    Hjartaliga til lukku H71.

  • H71 vann spennandi steypafinalu hjá dreingjum 14

    Faxe Kondi Steypafinala, dreingir 14
    Neistin – H71 24-25 (12-12
    )

    Neistin og H71 spældu ein brandfinalu hjá dreingjum 14.

    Liðini fylgdust allan fyrra hálvleik, og í steðginum stóð 12-12 á máltalvuni,

    Í seinna hálvleiki fekk Neistin snútan fram um, men H71 kom skjótt aftur í aftur, og síðan skiftust liðini um at skora heilt upp til støðuna 20-20, tá ið H71 fór fram um við tveimum málum.

    Neistin hevði møguleikar at javna. Men H71 helt tørn, hóast Neistin hálaði inn aftur í seinastu løtu til endaliga úrslitið 24-25.

    Hjartaliga til lukku við steypinum H71.

  • H71 er steypavinnari hjá gentum 14

    Faxe Kondi Steypafinala, gentur 14
    H71 – StÍF 23-20 (15-12)

    StÍF byrjaði heldur betri í steypafinaluni hjá gentum 14 og var frammanfyri við tveimum málum.

    H71 kom tó aftur í aftur, og hevði munin restina av fyrra hálvleiki, og førdu 15-12, tá ið liðini fóru at hvíla seg.

    StÍF byrjaði nógv betri í seinna hálvleiki, og javnaði til 15-15 eftir trimum minuttum.

    H71 kom skjótt aftur trý mál fram um, men enn einaferð bardi StÍF seg inn í dystin.

    H71 hevði tó fleiri streingir at spæla upp á og vann til endans 23-20.

    Hjartaliga til lukku við steypinum H71.

  • H71 eru steypavinnari eftir eina hondbótsframførslu á sera høgum støði

    Faxe Kondi Steypafinala, menn
    Kyndil – H71 28-37 (14-20)

    H71 er steypavinnari í manshondbólti 2026, eftir eina hondbóltsframførslu á høgu støði.

    Við skjótum og tekniskt góðum álopsspælið, og góðum verjuspæli settu teir veruliga føroyameistararnar úr Kyndli upp á pláss og vunnu 27-28.

    Kyndil gjørdi alt, teir kundu. Men tað var bara ikki nokk , og í løtuni er torført at síggja, hvør skal vinna á H71 hetta kappingarárið.

    Les meira
  • Kyndilskvinnur vunnu lættliga og eru steypavinnarar

    Faxe Kondi Steypafinala, kvinnur
    VÍF – Kyndil 23-26 (9-13)

    Kyndilskvinnur vístu í steypafinalunii, at tær í eru nógv besta liðið í føroyskum kvinnuhondbólti í løtuni.

    Sæð burtur frá fyrsty minuttunum, so sat Kyndil á restina av dystinum og vunnu 26- 23 móti VÍF, sum ikki formáddi sær tað stóra í hesi finaluni.

    Tí er tað væl og virðiliga uppiborið, at Kyndil er steypavinnari hjá kvinnum í 2026.

    Les meira
  • H71 greiður steypavinnari hjá dreingjum 12

    Faxe Kondi Steypafinala, dreingir 12
    H71 -VÍF 28-23 14-11)

    H71 og VÍF fylgdust meginpartin av fyrra hálvleiki og sjáldan var meira enn eitt mál á muni. Beint fyri steðgin legði H71 seg kortini nøkur mál fram um og førdi 14-11, tá ið liðini fóru at hvíla seg.

    H71 helt seg frammanfyri allan seinna hálvleik. VÍF minkaði nakrar ferðir niður í tvey mál, men H71 helt stand og vann at enda greiðan sigur 28-23. Harvið er H71 steypavinnari hjá dreingjum 12.

    Hjartaliga til lukku H71

  • VÍF greiður steypavinnari hjá gentum 12

    Faxe Kondi Steypafinala, gentur 12
    VÍF – H71 21-10 ( 11-4)

    VÍF var frá byrjan nógv tað betri liðið í steypafinaluni hjá gentum 12, og VÍF kom beinanvegin fram um við fleiri málum og førdi 11-4 í hálvleikinum.

    VÍF-liðið, sum hevði góðar leikarar á øllum plássum, helt munin í seinna hálvleiki og vann at enda 21-10, og er harvið steypavinnarar 2026.

    Hjartaliga til lukku VÍF.

  • H71 eisini steypavinnari hjá dreingjum 10

    Faxe Kondi Steypafinala, dreingir 10
    Kyndil – H71 17-22 ( 7-10)

    Dreingir 10 hjá Kyndli og H71 spældu leingi ein javnan fyrra hálvleik í steypafinaluni. Men beint fyri hálvleik fór H71 nøkur mál fram um, og í steðginum var 10-7 til H71.

    H71 økti beinanvegin í seinna hálvleiki og kom fimm mál fram um . Kyndil megnaði ikki at svara aftur. At enda vann H71 greitt 22-17 og er harvið steypavinnari hjá dreingjum 10

    Hjartaliga til lukku H71.

  • H71 er steypavinnari hjá gentum 10

    Faxe Kondi Steypafinala, Gentur 10
    Kyndil a – H71 a 15-15 ( 9-6), (eftir umdyst 17-18 )

    Kyndil og H71 fylgdust eina løtu í steypafinaluni hjá gentum 10, áðrenn Kyndil dróg frá, og var frammanfyri 9-6 í steðginum.

    H71 minkaði niður í eitt mál beinanvegin í seinna hálvleiki, men Kyndil svaraði skjótt aftur, legði seg fram um við nøkrum málum, og alt bendi á at Kyndil fór at vinna finaluna.

    Men seinastu minuttirnar svaraði H71 aftur og kom fram um 15-14.

    Tað eydnaðist tó Kyndil at javna til 15-15 og so varð umdystur.

    Umdystin vann H71 18-17, sum harvið gjørdust steypavinnarar

    Hjartaliga til lukku H71.

  • Ársins málverji úr Neistanum til Stjørnuna

    Ársins málverji úr Neistanum til Stjørnuna

    Fyrr í vikuni boðaði Neistin frá, at málverjin Yui Shibuya gevst í felagnum, og í gjár boðaði Stjørnan frá, at Yui skal spæla í Klaksvík komandi kappingarár.

    30 ára gamla Yui hevur verið ein av bestu málverjunum í landskappingini hjá kvinnum síðan hon kom til Neistan í 2023, og seinasta kappingarár varð hon vald til ársins málverja.

    Hon hevur áður leikt í Japan og Portugal.

    You Shibuya á Handballstatz.com

  • H71 greiður steypavinnari hjá dreingjum 16

    Faxe Kondi Steypafinala, Dreingir 16
    H71 – VB 37-28 (19-12)

    Hóast tað gekk rímiliga javnt á fyrstu løtuna, so hevði H71 munin á VB frá byrjan í steypafinaluni í hondbólti hjá dreingir 16.

    Munur øktist skjótt, tað var stórur munur á liðnunum. og tað var flott at síggja hoyvíksdreingir spæla skjótan og tekniskan hondbólt.

    Í hálvleikium var støðan 19-12 til H71.

    VB hevði eina góða løtu fyrst í seinna hálvleiki. Teir fingu munin niður á fýra mál, 21-17, og hildu munin har eina løtu.

    Seinasta korterið av dystinum setti H71 tó ferðina upp aftur og vann steypafinaluna 37-28

    Les meira
  • Neistin kom aftur í aftur og er steypavinnari hjá gentum 16

    Faxe Kondi Steypafinala, Gentur 16
    Neistin – H71 29-27 (13-14)

    H71 byrjaði dystin nógv betri, hóast Neistin var greiður favorittur undan finaluni.

    Sum hálvleikurin leið minkaði Neistin tó ummunin, men H71 helt seg tó framman fyri 14-13 í hálvleikinum

    H71 helt seg eisini frammanfyri fyrst í seinna hálvleiki og kom skjótt trý mál fram um. Hoyvíksgentur spældu skilagóðan hondbólt og høvdu tol at spæla seg til góðar málmøguleikar.

    Neistin spældi nógv upp á Sigrið Hansdóttir og í málinum stóð Bjørk Jákupsdóttir ein sera góðan dyst. Tað hjálpti og um miðjan seinna hálvleik kom Neistin upp á javnt og legði seg síðan fram um fyri fyrstu ferð í dystinum, 21-20.

    Neistin fekk nú tamarhald á dystinum, og dróg skjótt frá, og var einaferð framman fyri við fýra málum

    H71 fór fram við verjuni í eini roynd at venda dystinum og tað kom ein ávísur spenningur í dystin.

    Neistin helt tó stand og vann finaluna 29-27.

    Hjartaliga til lukku Neistin.

    Les meira
  • Fyrstu steypafinalurnar í kvøld – Tær verða stroymdar

    Fyrstu steypafinalurnar í kvøld – Tær verða stroymdar

    Í kvøld verður fyrstu steypafinalurnar í stóra steypafinaluvikuskiftinum í hondbólti, sum verður spælt í høllini við Tjarnir í kvøld, leygardagin og sunnudagin.

    Í kvøld spæla gentur 16 og dreingir 16. Hjá gentunum spæla Neistin og H71, og hjá dreingjum spælir H71 móti einum so forkunnugum liði sum VB, sum er í einari steypafinalu fyri fyrstu ferð í mong ár.

    Allar ungdómsfinalur verða stroymdar á Handball Faroe Islands – YouTube. U14A, U16 og U18 við frásøgufólki.

    Hondbóltssambandið hevur eisini gjørt ein faldara til steypafinalurnar. Les hann her.

    Leiksskráin

    Fríggjadagin 20. februar:

    • kl. 18.30 G16: Neistin – H71
    • kl. 20.00 D16: H71 – VB

    Leygardagin 21. februar:

    • kl. 09.00 G10B: Stjørnan a – ÍA a
    • kl. 09.40 D10B: Kyndil c – Neistin d
    • kl. 10.20 G12B: Tjaldur a – Kyndil b
    • kl. 11.10 D12B: Team Klaksvík b – SÍF
    • kl. 12.00 G10A: Kyndil a – H71 a
    • kl. 12.40 D10A: Kyndil a – H71 a
    • kl. 13.20 G12A: VÍF a – H71 a
    • kl. 14.10 D12A: H71 a – VÍF a
    • kl. 17.00 Kvinnur: VÍF – Kyndil (verður víst í KvF)
    • kl. 20.00 Menn: Kyndil – H71 (verður víst í KvF)

    Sunnudagur 22. februar:

    • kl. 13.00 Eydnudeildin
    • kl. 14.00 G14B: Stjørnan – Tjaldur
    • kl. 15.00 D14B: StÍF a – Neistin b
    • kl. 16.00 G14A: H71 a – StÍF a
    • kl. 17.00 D14A: Neistin a – H71 a
    • kl. 18.00 G18: Neistin – H71
    • kl. 19.30 D18: H71 – Kyndil
  • Skrá steypafinalur í hondbólti við Tjarnir

    Í vikuskiftinum verða Faxe Kondi steypafinalurnar í høllini við Tjarnir.

    Allar ungdómsfinalur verðastroymdar á Handball Faroe Islands – YouTube. U14A, U16 og U18 við frásøgufólki:

    Leiksskráin

    Fríggjadagin 20. februar:

    • kl. 18.30 G16: Neistin – H71
    • kl. 20.00 D16: H71 – VB

    Leygardagin 21. februar:

    • kl. 09.00 G10B: Stjørnan a – ÍA a
    • kl. 09.40 D10B: Kyndil c – Neistin d
    • kl. 10.20 G12B: Tjaldur a – Kyndil b
    • kl. 11.10 D12B: Team Klaksvík b – SÍF
    • kl. 12.00 G10A: Kyndil a – H71 a
    • kl. 12.40 D10A: Kyndil a – H71 a
    • kl. 13.20 G12A: VÍF a – H71 a
    • kl. 14.10 D12A: H71 a – VÍF a
    • kl. 17.00 Kvinnur: VÍF – Kyndil
    • kl. 20.00 Menn: Kyndil – H71

    Sunnudagur 22. februar:

    • kl. 13.00 Eydnudeildin
    • kl. 14.00 G14B: Stjørnan – Tjaldur
    • kl. 15.00 D14B: StÍF a – Neistin b
    • kl. 16.00 G14A: H71 a – StÍF a
    • kl. 17.00 D14A: Neistin a – H71 a
    • kl. 18.00 G18: Neistin – H71
    • kl. 19.30 D18: H71 – Kyndil
  • KÍF formáddi sær einki móti H71

    KÍF formáddi sær einki móti H71

    KÍF eru vanliga kendir fyri ongantíð at geva upp, og teir hava ongantíð tapt ein dyst fyrr enn seinasta bríksl. Men so var ikki í hálvfinalunum í Faxe Kondi Steypakappingini móti H71.

    H71 vann nevniliga ein søguliga stóran samlaðan sigur móti KÍF við 32 málum, 87-55.

    Fyrru hálvfinaluna vunnu hoyvíkingar við fimtan málum, og í seinnu hálvfinaluni í kvøld vunnu teir upp aftur meira, 46-29.

    Við hesum tryggjaði H71 sær pláss í steypafinaluni við Tjarnir komandi leygardag, har mótstøðuliðið verður Kyndil, og tá verður mótstøðan ein heilt onnur.

    Dómaraseðil á hsf.fo

  • Kiel og Elias settu spenning í Bundesliguna

    Kiel og Elias settu spenning í Bundesliguna

    Stórdystur var í Kiel í dag, tá ið oddaliðið Magdeburg, sum higartil ongan dyst hevði tapt, var á vitjan í Wunderinohøllini.

    THW Kiel gjørdi ikki minni enn at vinna dystin 31-29. Í steðginum var Magdeburg á odda 12-10. Men Kiel vendi dystinum í seinna hálvleiki, og setta harvið eina ávísan spenning í Bundesliguna.

    Elias Ellefsen á Skipagøtu skoraði fýra mál við seks skotum og legði eisini upp til fýra mál

    Kiel nummar fimm í deildini við 32 stigum, seks stig aftanfyri Magdeburg, sum enn er fremst.

    Füchse Berlin, við Hákuni West av Teigum, er næstfremst við 34 stigum. Teir vunnu í dag 37-32 á Stuttgart, eftir at hava verið aftanfyri í steðginum. Hákun skoraði fýra mál við fýra skotum.

    Hannover-Burgdorf við Vilhelm Poulsen á liðnum vann í gjár 30-25 á HSF Wetzlar og er nummar níggju í deildini.

    Stigatalvan í Bundesliguni

  • Fríða skoraði átta tey seinastu málini og tryggjaði VÍF finaluplássið

    Faxe Kondi Steypakappingini, seinna hálvfinala kvinnur
    VÍF – Neistin 25-25 (13-16) (Samanlagt 49-48)

    Tað var einki at siga til, at hondbóltskvinnurnar hjá VÍF og viðhaldsfólkini vóru ovurfegin, tá ið VÍF samanlagt hevði vunnið hálvfinalurnar í Faxe Kondi Steypakappingini við einum málið. Í dag endaði javnt 25-25, og harvið vann VÍF samanlagt 49-48 á Neistanum.

    Eins og í fyrru hálvfinaluni hevði Neistin enn einaferð mist eina rímiliga greiða leiðsu, móti rættiliga rutineraða liðnum hjá VÍF, sum onkursvegna eisini megnaði at fáa úrslitið í seinnu hálvfinaluni at koppa sín veg, hóast tað helst var meira “held enn forstand”, sum onkur vestmannaáskoðari segði.

    Í roynd og veru hevði Neistin uppiborið betri, vóru fleiri í høllini samd um.

    Les alla dystargreingingina
  • Jana dagsins leikari – Viborg spældi seg víðari í Europa League

    Jana dagsins leikari – Viborg spældi seg víðari í Europa League

    Jana Mittún og Viborg vunnu í dag 32-26 á útivølli móti pólska liðnum Zagłębie Lubin í bólki D í Europa League. Harvið tryggjaði Viborg sær pláss í fjórðingsfinalunum.

    Tað gekk heldur striltið hjá Viborg fyri steðgin og í hálvleikinum var 17-15 til heimaliðið. Men eftir steðgin kom Viborg skjótt upp á javnt og avgjørdi dystin seinasta korterið.

    Jana var eftir dystinum vald til dagsins leikara. Hon stýrdi spælinum hjá Viborg meistarliga og skoraði fimm mál.

  • Kyndilsmenn í finaluna (móti H71)

    Kyndilsmenn í finaluna (móti H71)

    Eftir at Kyndil vann fyrru hálvfinaluna við seks málum, megnaði Neistin ongantíð at skapa spenning um samlaða úrslitið í seinnu hálvfinaluni.

    Kyndil skoraði trý tey fyrstu málini og hildu seg eftir tað frammanfyri allan dystin.

    Í hálvleikinum var Kyndil frammanfyri 17-12,

    Í seinna hálvleiki kom Neistin skjótt niður á tvey máls mun 19-17. Men eftir eitt leikbrá, fekk Kyndil tamarhald á støðuni aftur og økti skjótt munin.

    Endin var, at Kyndil vann heili 36-26, og verður annað liðið í steypafinaluni leygardagin 21. februar.

    Ovi Lützen skoraði 8 mál fyri Kyndil, og tað sama gjørdi Fríði Magnussen fyri Neistan.

    Tað er nærum greitt, at H71 verður hitt liðið í finaluni, tí teir vunnu fyrru hálvfinaluna móti KÍF við 15 málum.

    Dómaraseðilin á hsf.fo

    Mynd: Kyndil

  • Kyndilskvinnur í steypafinaluni

    H71 gjørdi fyrst í dystinum sítt til, at tað kom ein ávísur spenningur í seinnu hálvfinaluna, hóast Kyndil hevði vunnið fyrru hálvfinaluna við sjey málum.

    Dystirin livdi allan fyrra hálvleik, og í steðginum var H71 frammanfyri 18-15. Tað merkti, at H71 bara var fýra mál frá at fáa Kyndil aftur.

    Men hoyvíkskvinnur vóru ikki nóg neyvar til veruliga at hótta væl smurdu kyndilsmaskinuna. Í seinna hálvleiki kom Kyndil skjótt upp á javnt, og so kom ongantið aftur spenningur í dystin.

    Endin varð, at H71 vann við einum máli, 33-32.

    Hjá Kyndli skoraði Turið Arge Samuelsen 11 mál, meðan Lukka Arge var toppskjútti hjá H71 við 8 málum.

    Dómaraseðilin á hsf.fo

    Mynd: Kyndil