Category: Hondbóltur

  • Føroyar taptu fyri Niðurlondum í Golden League

    Føroyar taptu fyri Niðurlondum í Golden League

    Venjingarkappingin Golden League
    Niðurlond – Føroyar 30-29 (14-12)

    Føroysku hondbóltsmenninir taptu 30-29 móti Niðurlondum í fyrsta dystinum í vinarkappingini, Golden League, sum verður spæld í Tróndheimi í Noregi í hesum døgum.

    Dysturin var ikki serliga væl spældur, og var merktur á nógvum útvísingum og lítið av flótandi spæli.

    Føroyar byrjarðu illa, men komu aftur í aftur fyri hálvleik. Í steðginum var 14-12 til Niðurlond.

    Í seinna hálvleiki leikaði javnt á. Stundum vóru Føroyar framman fyri og stundum Niðurlond. Endin varð tó, at Niðurlond drógu longra stráið og vunndu 30-29.

    Les alla dystarfrásøgnina
  • Svartfjallaland gjørdist ein ov stórur biti

    EM-undanbólkur 4, við Tjarnir
    Føroyar – Montenegro 26-32 (14-14)

    Føroysku hondbóltskvinnurnar fingu eina frálíka byrjan móti stjørnunum úr Montenegro. Okkara settu nógva ferð á, og Jana Mittún var flúgvandi frá byrjan.

    Verjan stóð eisini væl, og inni millum stengurnar stóð Rakul Wardum ikki minni væl

    Sp gjørdist teirra verja tættari, og tað gjørdist truplari hjá okkum at koma i gjøgnum. Okkara gjørdu eisini nakrar álopsfeilir, og veingirnir brendu nøkur skot.

    Frá tí, at Føroyar vóru framman fyri 4-1, var Montenegro brádliga framman fyri 10-7.

    Nú fór Føroyar at spæla sjey í álopinum. Maria Weyhe kom inn í álopi og tað loysti upp, og eftir eina lítla løtu javnaðu vit til 11-11.

    Les alla dystarfrásøgnina
  • Sera sterkt landslið úr Svartfjallalandi vitjar við Tjarnir í kvøld

    Sera sterkt landslið úr Svartfjallalandi vitjar við Tjarnir í kvøld

    Føroysku hondbóltskvinnurnar skulu í kvøld klokkan 19.00 fyri fyrstu ferð nakrantíð spæla móti Svartfjallalandi ella Montenegro. Talan er veruliga um eitt sera sterkt landslið, sum vitjar í høllini við Tjarnir í kvøld.

    Spælistílur

    Montenegro roynir at stýra ferðini í álopsspælinum og verjir við einari sterkari sterkari 6-0-verju.

    Undir leiðslu av Suzana Lazovic spælir Montenegro við minni ferð ein áður og størri tolsemi. Liðið byggir á sterka verju og effektivt álop, har einstaklingar fáa rúm at blóma.

    Á vinstru bakki er Djurdina Jaukovic høvuðspersónur í álopinum, í greiða heimasigrinum móti Portugal fyri í vikuni skoraði hon 8 mál. Á strikuni er Tatjana Brnovic sera strek og vinnur nógv brotsskøst

    Katarina Dzaferovic á høgra bakki og Matea Pletikosic á miðvølli skoraðu báðar 5 mál móti Portugal, og Dijana Trivic á vinstru veingi var eisini eyðsýnd við 6 málum.

    Altíð við millum tey bestu

    Montenegro gjørdist sjálvstøðugt í 2006 og hevur verið í øllum EM- og HM-endaspølum hjá kvinnum síðan 2010, og tær gjørdust evropameistarar í 2012. Í 2022 gjørdust tær nummar trý í EM.

    Flestu leikararnir spæla við stórfelagnum, ŽRK Budućnost Podgorica, sum er einaráðani í bestu deildini í Montenegro, og er fastur partur av bólkaspælinum í Champions League.

    ŽRK Budućnost Podgorica hevur verið meistari hvørt ár síðan 1992, fyrst eina ferð í Jogoslavia, so 14 ferðir í Serbia/Montenegro og so 18 ferðir í Montenegro.

    Keldur: wikipedia.org, eurohandball.com, ihf.info, buducnostcg.me og rscg.me

  • Strandingar taptu greitt í Serbia

    Strandingar taptu greitt í Serbia

    Menninir hjá StÍFtaptu greitt í sínum fyrsta evropeiska dysti í mong ár. Strandingar máttu lúta 38-27 fyri HC Vojvodina, eftir at støðan í hálvleikinum var 17–11.

    Pauli Hentze Rasmussen gjørdist toppskjútti hjá StÍF við 7 mál. Trúgvi Hávardsson skoraði 6, og Djóni Jansson Petersen 4. Pætur Ólavsson Barclay og Jógvan Andreas Lamhauge fingu 3 mál hvør.

    Annar dysturin verður spældur sunnudagin klokkan 17.00 í Serbia.

    Dysturin á heimasíðuni hjá EHF

  • KÍF styrk úr Íslandi og Klaksvík

    KÍF styrk úr Íslandi og Klaksvík

    KÍF boðar í kvøld frá, at felagið hevur fingið tilgongd av tveimum nýggjum leikarum.

    Talan er um 20 ára gamla Benedikt Emil Aðalsteinsson úr Víkingi í íslendsku 1. deild, og 31 ára gamla Jens Paula Poulsen, sum eftir nógv ár í Team Klaksvík nú roynir aðrar leiðir.

    KÍF skrivar, at hetta er týdningarmikið, nú Tórur Joensen, unga stjørnuskotið, má sita úti restina av kappingarárinum við krossbandsskaða.

  • Óli og GOG greiðan sigur í Champions League

    Óli og GOG greiðan sigur í Champions League

    Óli Mittún skoraði fimm ferðir, tá ið GOG í Champions League vann 36-31 á RK Zagreb í Kroatia.

    Álopsspælið hjá GOG koyrdi sera væl, og teir komu fram um beinanvegin og førdu heili 19-11 í stegðinum.

    Kroatar hava tapt allar sínar fimm dystir í bólkinum. Við sigrinum er GOG nú javnt við PSG og Pick Szeged, sum eisini hava vunnið tvær ferðir. Magdeburg og Barcelona eru fremst og tykjast á beinari kós í fjóringsfinalurnar.

    Átta lið eru í hvørjum av teimum báðum bólkunum í Champions League. Tvey tey fremstu koma beinleiðis í fjóringsfinalurnar, meðan nummar trý til sekst skulu spæla playoff-dystir.

  • Menninir hjá H71 taptu greitt í Bosnia

    Menninir hjá H71 taptu greitt í Bosnia

    H71 skrivar á Facebook, at menninir hjá felagnum taptu 36-28 í fyrra dystinum í European Cup móti RK Konjuh, sum er oddalið í bosnisku deildini.

    Leikferðin var høg frá byrjan, og verjurnar vóru harðar. Hoyvíkingar spældu vertirnar tunnar í løtum, serliga við skjótum og ágangandi spæli. Brian Slyne og Jákup Egholm vóru eyðsýndir.

    Villur darvaðu tó nógv, og Peter Krogh fekk reytt kort eftir seks minuttir. RK Konjuh tók eina leiðslu upp á 9-7 eftir fimtan minuttir.

    H71 misti ferð og neyvleika, meðan vertirnir spældu við høgari ferð. Hálvleiksstøðan var 19-14.

    Eftir steðgin byrjaðu hoyvíkingar illa og brúktu átta minuttir at skora. Tá ið annar hálvleikur var hálvrunnin, var støðan 25-18.

    Móti endanum funnu hoyvíkingar álopsstevið og skoraðu tíggju mál í síðsta fjórðinginum. Men RK Konjuh helt fast.

    Endaliga úrslitið gjørdist 36-28. H71 skal vinna seinna dystin við minst átta málum fyri at koma víðari.

    Dysturin á heimasíðuni hjá EHF

  • Ein gylt hondbóltsløta í Reykjavík

    Ein gylt hondbóltsløta í Reykjavík

    EM-undandystur, kvinnuhondbóltur
    Ísland – Føroyar 22-24 (10-10)

    Føroysku hondbóltskvinnurnar gjørdu ikki minni enn at vinna móti Íslandi á útvølli í kvøld.

    Harvið heldur føroyska hondbóltsævintýrið fram, nú fyrsti landsdysturin av mongum hendan veturin er spældur. Bæði kvinnur og menn skulu til endaspøl, so tað er nógv at gleða seg til.

    Føroyar vóru í kvøld á odda stóran part av dystinum. Jana Mittún og Súna Hansen koyrdu tað føroyska spælið væl, smoygdu sær gjøgnum, spældu Pernille Brandenburg á strikuni og veingirnar leysar. Einasta orsøkin til, at vit ikki skoraðu fleiri mál, vóru ov nógvir brendir møguleikar av øllum plássum.

    Les alla dystarfrásøgnina
  • StÍF spælir evropeiskan hondbólt í Serbia um vikuskiftið

    StÍF skrivar á Facebook, at mansliðið hjá felagnum er á veg til Serbia at spæla evropeiskan hondbólt.

    Strandingar skulu spæla móti serbiska liðnum HC Vojvodina

    Dystirnir verða báðir spældir í Novi Sad í Serbia. Tann fyrri fríggjadagin kloikkan 17.00 føroyska tíð og tann seinni sunnudagin klokkan 17.00.

    StÍF á heimasíðuni hjá EHF

  • Hondbóltskvinnurnar móti Íslandi í kvøld kl.  20.30

    Hondbóltskvinnurnar móti Íslandi í kvøld kl. 20.30

    Í kvøld klokkan 20.30 spælir kvinnulandsliðið í hondbólti EM-undankappingardyst móti Íslandi í Reykjavík.

    Hetta er fyrsti dysturin í hesari EM-undankappingini. Føroyar eru í bólki við Montenegro, Íslandi, og Portugal. Leygardagin spæla Føroyar móti Montenegro heima í høllini við Tjarnir.

    Kringvarpið byrjar at senda klokkan 20.00.

    Dysturin á heimasíðuni hjá EHF

  • Fyrsta mánaðarliðið í manshondbólti

    Hagtalssíðan, Handballztatz, hevur valt fyrsta mánaðarliðið í Burndeildini hetta kappingarárið.

    Á liðnum er ungi Micah Ragnarsson úr H71 er í málinum. Jákup Egholm úr H71 er á vinstra vongi. Trúgvi Hávardsson úr StÍF, sum heldur fram góða spæli á vinstra bakki. Ársins leikari frá í fjør, Høgni Heinason mitt fyri. Ovi Lützen úr Kyndli á høgra bakki. Bárður Dam úr KÍF á høgra veingi. Og Kristian Jensen, sum er komin úr VÍF til Neistan á strikuni.

  • Óli og GOG taptu greitt fyri Magdeburg

    Óli og GOG taptu greitt fyri Magdeburg

    GOG spældi í kvøld í Champions League móti ongum minni enn Magdeburg, sum vann kappingina seinsta kappingarár.

    Óli Mittún spældi í álopinum. Hann stýrdi spælinum væl og skoraði trý mál. Tað var eisini nokk til at fylgja við týska stórfelagnum allan fyrra hálvleik.

    16-16 stóð tveir minuttir fyri steðgin og GOG hevði bóltin,. Men kortini var tað Magdeburg, sum skoraði tvey mál afturat og førdi 18-16 í steðginum.

    Í seinna hálvleiki økti Magdeburg beinanvegin og GOG kom ongantíð inn i dystin aftur. Endin var, at Magdeburg vann 39-30.

    Óli sat á beinkinum seinasta part av dystinum.

    Magdeburg hevur fult stigatal í bóllki B, meðan GOG hevur tvey stig fyri fýra dystir.

    Stigatalvan á heimasíðuni hjá EHF

  • Tvær ferðir Pauli og Høgni nýggir á landsliðnum

    Tvær ferðir Pauli og Høgni nýggir á landsliðnum

    Neistamaðurin, Pauli Høj, sum spælir við Bergsøy í Noreg, Pauli Rasmussen úr StÍF og ársins leikari Høgni Heinason úr H71 er nýggir í landsliðshópinum, sum landsliðsvenjararnir, Peter Bredsdorff-Larsen og Hjalti Mohr Jacobsen, hava úttikið til Golden League kappingina í Tróndheimi 30. oktobur til 2. novembur.

    Golden League verður spælt í Tróndheimi. Føroyar spæla móti Niðurlondum 30. oktobur, móti Noregi 1. novembur og móti Danmark 2. novembur.


    Hesir eru úttiknir til dystirnar:

    Málverjar:
    Pauli Jacobsen, HØJ Elite (DEN)
    Aleksandar Lacok, TSV St. Otmar Handball St. Gallen (SUI)

    Bakkar:
    Tróndur Mikkelsen, HF Karlskrona (SWE)
    Rói Ellefsen á Skipagøtu, IF Hallby HK (SWE)
    Óli Mittún, GOG (DEN)
    Elias Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel (GER)
    Pauli Mittún, Team Sydhavsøerne (DEN)
    Vilhelm Poulsen, TSV Hannover-Burgdorf (GER)
    Kjartan Johansen, Elitesport Vendsyssel (DEN)
    Pauli Rasmussen, StÍF
    Høgni Heinason, H71

    Vengur:
    Rói Berg Hansen, Køge Håndbold (DEN)
    Leivur Mortensen, HC København (DEN)
    Pauli Høj, Bergsøy (NOR)
    Hákun West av Teigum, Füchse Berlin, (GER)
    Allan Norðberg, Valur (ISL)

    Strikur:
    Teis Horn Rasmussen, Ribe-Esbjerg HH (DEN)
    Pætur Mikkjalsson, Team Sydhavsøerne (DEN)
    Ísak Vedelsbøl, IK Sävehof (SWE)

    Les um atgongumerkjasøluna
  • H71 vann á Eiði

    Kvinnurnar hjá H71 vunnu sum væntað 29-24 móti EB á Eiði í kvøld.

    EB fylgdi væl við í fyrra hálvleiki. Nadja Pejovic, sum er komin úr Kyndli í summar, hamraði fleiri langskot í málið. Tað sama gjørdi Sanja Pajic, og á strikuni spældi Sigrid Eidesgaard ein góðan dyst. Eisini stóð Jovana Stranjanac, sum eisini kom úr Kyndli í summar, væl í málinum.

    Beint fyri hálvleik kom H71 nøkur mál fram um, og í steðginum var 15-12 til gestirnar. Í seinna hálvleiki øktist munurin, og orkan hjá EB gekk undan. Einu løtuna var H71 frammanfyri við átta málum. Endin var, at H71 vann 29-24.

    Hjá H71 vóru málini væl deild. Sum altíð, hevur H71 nógv nýtt ungt fólk at seta við, og í kvøld var tað Fjóla Skaalum Vilhelm, sum á vinstra bakki vísti, at hon dugir at spæla hondbólt. Eisini stóð Anita Dahl ein góðan dyst í málinum.

    Dómaraseðilin á hsf.fo

  • Kvinnulandsliðið í hondbólti úttikið

    Kvinnulandsliðið í hondbólti úttikið

    Hondbóltssambandið boðar frá, at Claus Leth Mogensen og Simon Olsen, landsliðsvenjarar, hav tikið út hesar 16 leikarar til EM-undankappingardystirnar móti Íslandi og Montenegro í oktobur.

    EM-undankappingardystirnir móti Íslandi og Montenegro verða leiktir, ávikavist á útivølli við Ásvellir mikudagin 15. oktobur kl. 20.30, føroyska tíð og á heimavølli Við Tjarnir leygardagin 18. oktobur kl. 19.00.


    Hesar eru úttiknar til dystirnar:

    Málverjar:

    • Rakul Wardum, Ringkøbing Håndbold (DEN)
    • Gylta Djurhuus á Neystabø, Kyndil

    Bakkar:

    • Elsa Egholm, Ajax København (DEN)
    • Jana Mittún, Viborg HK (DEN)
    • Maria Pálsdóttir Nólsoy, HH Elite (DEN)
    • Maria Halsdóttir Weyhe, H71
    • Marita Mortensen, HØJ (DEN)
    • Lív Bentsdóttir Zachariasen, Ajax København (DEN)
    • Súna Krossteig Hansen, Skanderborg Håndbold (DEN)

    Vengur:

    • Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, VÍF
    • Karin Egholm, H71
    • Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71
    • Rannvá Olsen, Ejstrup/Hærvejen (DEN)

    Strikur:

    • Pernille Brandenborg, Storhamar (NOR)
    • Vár Bentsdóttir Zachariasen, Ajax København (DEN)
    • Bjarta Osberg Johansen, Kyndil

  • H71 misti á stokkinum móti góðum niðurlendskum liði

    H71 misti á stokkinum móti góðum niðurlendskum liði

    EHF European Cup
    H71 – Fortes Venlo 35-35 (15-12) (eftir umdyst 39-40)

    Kvinnurnar hjá H71 førdu allan dystin uttan, tá ið dómararnir floytaðu av.

    Við seinasta kastinum í ordiliga dystinum, einum brotskasti, javnaði Fortes Venlo, og tað eydnaðist eisini niðurlendsku gestunum at vinnna 40-39 eftir umdyst.

    Les meira
  • Floglíkindi gera, at H71 ikki spælir Europa Cup í kvøld

    Dysturin, sum kvinnurnar hjá H71 skuldu spæla í Evropa Cup í kvøld, er avlýstur ella útsettur.

    Flogfari, sum mótstøðuliðið Fortes Venlo úr Niðurlondum skuldi koma við, er ikki lent í Vágum, og tí er alt óvist, hvussu verður við dystunum báðum, sum skuldu spælast í kvøld og í annaðkvøld.

  • Elias og Kiel fremstir í Týsklandi

    Elias og Kiel fremstir í Týsklandi

    Elias á Skipagøtu og THW Kiel eru fremstir í týsku Bundesliguni við fullum stigatali, 12 stigum, eftir seks dystir.

    Í kvøld vunnu teir greiðan 33-25 sigur á heimavølli. Í steðginum var støðan 17-9 til Kiel.

    Elias skoraði fýra mál og legði upp til trý mál.

    Elias hevur skotið 49 mál og er deildur toppskjútti í Bundesliguni saman við Kai Häfner og Omar Inga Magnusson, sum tó hevur spælt ein dyst færri.

  • Hákun og Füchse framvegis fult stigatal í Champions League

    Hákun og Füchse framvegis fult stigatal í Champions League

    Hákun West av Teigum skoraði øll síni fimm mál fyrstu 17 minuttirnar og hevði harvið stóran leiklut í, at Füchse Berlin so at siga avgjørdi dystin í Champions League móti pólksu Kielce longu fyri steðgin.

    Berlinararnir vóru frammanfyri 22-15 í hálvleikinum.

    Dysturin endaði 37-32 til Füchse, sum hevur vunnið allar tríggjar dystirnar í bólki A.

    Mattias Gidsel skoraði 13 mál fyri Füchse

  • Neistakvinnur høvdu munin á VÍF

    Eftir ein sera spennandi enda, eydnaðist kvinnunum hjá Neistanum at vinna 27-26 móti VÍF í høllini á Hálsi í kvøld.

    Í fyrra hálvleiki var leingi talan um ein javnan dyst, men móti endanum av fyrra hálvleiki bjargaði málverjin hjá Neistanum, Yui Shibuya, fleiri leysum møguleikum, og tað var var høvuðsorsøkin til, at Neistin fór til hálvleiks framman fyri 14-11.

    Les meira
  • Stjørnan hevði munin móti EB

    Stjørnan hevði munin móti EB

    Stjørnan vann í SMS deildini hjá kvinnum ein spennandi 25-22 sigur á EB í KÍ-høllini í kvøld.

    EB var á odda 13-10 í hálvleikinum, men Stjørnan vendi gongdini í seinna hálvleiki.

    Ai Waagstein var toppskjútti hjá Stjørnuni við 6 málum, Jancy Jógvansdóttir Poulsen skoraði 5, og Joan Sørensen 4.

    Hjá EB vóru Sigrid Eidesgaard og Nadja Pejovic mest eyðsýndar við 6 mál hvør.

    Dysturin var javnur og spennandi, men Stjørnan hevði munin móti endanum og tryggjaði sær sigurin.

    Dómaraseðilin á hsf.fo

  • Kyndilskvinnur stórsigur á Skála

    Kyndil vann ein greiðan 37-12 sigur á StÍF í SMS-deildini í høllini á Skála í kvøld.

    Kyndil hevði fult tamarhald á dystinum frá byrjan til enda. Útiliðið legði seg á odda 5-0 og 11-1, og hálvleiksstøðan var 19-7.

    Bára Krossteig Hansen var toppskjútti hjá Kyndli við 9 málum, Turid Arge Samuelsen skoraði 8, og Silja Geirsdóttir Eystberg 6.

    Hjá StÍF var Malene Madsen mest eyðsýnd við 4 málum.

    Dómaraseðilin á hsf.fo

  • Óli aftur á vøllinum í sigri í Champions League

    Óli aftur á vøllinum í sigri í Champions League

    Óli Mittún, sum gjørdist skaddur í dysti mót Aalborg herfyri, var aftur á vøllinum í kvøld, tá ið GOG í Champions League vann 31-28 á útivølli móti RK Eurofarm Pelister úr Norðurmakedonia.

    Óli byrjaði ikki á vøllinum, og GOG var aftanfyri meginpartin av fyrr hálvleiki.

    Tað eydnaðist kortini hjá GOG at koma upp á javnt 14-14 í stegðinum, og í seinna hálvleiki dróg danska liðið beinanvegin frá og helt seg framman fyri allan dystin.

    Óli skoraði fýra mál, øll í seinna hálvleiki.

  • Hákun skoraði 100 prosent móti Aalborg

    Hákun skoraði 100 prosent móti Aalborg

    Meðan kappingarárið í Champions League er byrjað heldur trilvandi, so gongurbetri hjá Füchse Berlin og Hákuni West av Teigum í Champions League.

    Í kvøld vunnu teir 31-28 móti danska stórfelagnum Aaborg Håndbold í Berlin.

    Týsku meistararnir førdu meginpartin av dystinum, og einaferð vóru sjey mál á muni. Aaborg minkaði nakað um munin móti endanum. Hákun skoraði seinasta málið í dystinum og avgjørdi endaliga dystin, tá ið ein minuttir var eftir.

    Hákun West av Teigum skoraði upp á øll fýra skotini av høgra veingi.

    Füchse Berlin hevur vunnið báðar dystirnar í Champions League bólki A.

  • Elias í heimsflokki skoraði 14 mál

    Elias í heimsflokki skoraði 14 mál

    Elias á Skipagøtu var heilt stóri maðurin hjá THW Kiel, tá ið teir vunnu 40-34 móti TSV Hannover-Burgdorf við Vilhelm Poulsen á liðnum.

    Elias stórspældi frá byrjan í dystinum, sum leingi var sera javnur. Í hálvleikininum var 19-19, og tað var ikki fyrr enn seinastu tíggju mintuttirnar, at dysturin var avgjørdur, og hesa løtuna skoraði Elias fleiri mál av høgra bakki. 14 mál hevði hoyvíkingurin skorað, tá ið dysturin var av. “Weltklasse” segði týski frásøgumaðurin.

    Elias hevur veruliga fóta sær í bestu týskudeildini hetta kappingarárið, og er nummar trý á toppskjúttaralistanum við 36 málum

    Kiel hevur vunnið fýra teir fyrstu dystirnar í Bundesliguni, og eru fremstir í deildini saman við Magdeburg og Flensburg við 8 stigum.

  • Vilhelm og Elias móti hvør øðrum í kvøld kl. 18.00

    Vilhelm og Elias móti hvør øðrum í kvøld kl. 18.00

    Í kvøld klokkan 18.00 spæla landsliðsleikararnir Vilhelm Poulsen og Elias á Skipagøtu móti hvørjum øðrum í týsku Bundesliguni.

    Dysturin verður vístur á Viaplay.

  • Hákun móti Aalborg í Champions League á DR2 klokkan 17.45 í dag

    Hákun móti Aalborg í Champions League á DR2 klokkan 17.45 í dag

    Füchse Berlin og Hákun West av Teigum spæla í kvøld klokkan 17.45 móti danska stórfelagnum Aalborg í Champions League. Bæði liðini vunnu fyrsta dystin bólki A.

    Dysturin verður vístur á donsku rásini DR2

  • GOG uttan Óla tapti í Champions League

    GOG uttan Óla tapti í Champions League

    GOG uttan Óla Mittún tapti í kvøld 31-36 móti ungarska Pick Szeged í Champions League.

    Fleiri av føstu spælarunum vóru skaddir, og tað gjørdi uppgávuna trupla á heimavølli í Svendborg.

    Dysturin byrjaði javnt, men Szeged var allan tíðina á odda. GOG royndi at sníkja seg inn aftur við 7 móti 6 spæli. Teir nærkaðust móti endanum, men misbrúkti góðar møguleikar.

    GOG hevur nú tapt tveir teir fyrstu dystirnar í Champions League.

  • Stutt kliptar negl og aðrar broytingar í hondbóltsreglunum

    Stutt kliptar negl og aðrar broytingar í hondbóltsreglunum

    Nakrar broytingar í altjóða hondbóltsreglunum komu í gildi 1. juli. Endamálið við broytingunum er at gera spælið meira flótandi og tryggja rættvísari revsingar.

    Ein av teimum stuttligu broytingum er, at tað stendur í klombrum, at negl skulu vera stutt kliptar.

    Frá nú av kunnu lið hava upp til 16 leikarar og 5 hjálparfólk. Hetta skal gera tað lættari at laga manningina til einstøku dystirnar. Hetta er galdandi er fyri hondbólt á øllum aldursstigum.

    Ein onnur týðandi broyting er, at skot í høvdið á málverjanum undir straffikasti ikki føra til útvísing av sær sjálvum. Í staðin verða givnir tveir minuttir útvísing. Hetta skal minka um harðar revsingar fyri brot av óvart, uttan at tryggleikin verður settur til síðis.

    Ein av mest týðandi broytingunum er nýggja tulkingin av regluni um null fet. Fram til nú hevur ein leikari verið mettur at hava tikið fyrsta fetið, tá hann steðgar at dribla og setti fótin í gólvið. Nú verður hann í staðin mettur at vera tikið null fet, tá ið hann tekur bóltin upp í hondina. Hetta skal gera spælið meira flótandi.

    Venjaraøkið er í nýggja reglunum greitt lýst, at vera frá 3,5 metrum frá miðlinjuni til 8 metrar frá mállinjuni.

    Í brotskastskapping er ikki longur krav um at kasta øll fimm kastini, um úrslitið longu er avgjørt. Hetta samsvarar við reglur í øðrum ítróttargreinum.

    Málverjar sleppa nú at fara út úr málteiginum við bóltinum, hóast teir ikki hava fulla kontrol. Tað verður upp til dómaran at meta um støðuna.

    Broytingar í reglunum vóru royndar U21-HM í Póllandi, har Føroyar vóru við.

  • Hondbóltskvinnurnar vandu í Vestmanna í dag

    Hondbóltssambandið hevur lagt myndir á Facebook.

  • Atgongumerki til EM-undankapping til sølu fríggjadagin

    Atgongumerki til EM-undankapping til sølu fríggjadagin

    Fríggjadagin 19. septembur klokkan 10.00 koma atgongumerkini til EM-undankappingardystin hjá kvinnum millum Føroyar og Montenegro til sølu.

    Dysturin verður spældur leygardagin 18. oktobur klokkan 19.00 við Tjarnir. Sølan verður á atgongumerki.fo..

    Sitipláss eru talmerkt, meðan standipláss eru kring gyrðingina handan áskoðaraplássini. Børn undir skúlaaldur sleppa ókeypis inn, um tey sita hjá einum vaksnum.

    Í mesta lagi ber til at keypa 6 atgongumerki. Sitipláss kostar 200 krónur, standipláss 150 krónur. Avgreiðslugjald kemur afturat.

    Føroyar byrja undankappingina á útivølli móti Íslandi mikudagin 15. oktobur. Heimadysturin móti Montenegro verður leygardagin 18. oktobur. Fjórða liðið í bólkinum er Portugal, og verða dystirnir móti teimum í mars

  • Óli skjótt á vøllinum aftur

    Óli skjótt á vøllinum aftur

    Skaðin, sum Óli Mittún fekk í dystinum móti Aalborg í vikuskiftinum er ikki so álvarsamur. Tað skrivar Kringvarpið.

    Óli Mittún mátti av vølli eftir eina harða takkling seint í fyrra hálvleiki og meiddi sær økslina.

    Hann kom ikki aftur á vøllin til seinna hálvleik, og eftir dystin segði hann, at hann ikki hevði roynt álvarsligan skaða fyrr og tí var eitt sindur stúrin.

    Nú er staðfest, at talan er um eina lítla fipurspreinging undir økslini. Óli kann væntast aftur á vøllin um eina til tríggjar vikur.

  • Havnarfeløgini góða byrjan í Burndeildini

    Havnarfeløgini góða byrjan í Burndeildini

    Tveir dystir vórðu leiktir í Burn Mansdeildini í dag.

    Í Klaksvík vann Neistin greitt 30-22 á Team Klaksvík. Í steðginum vóru neistamenn á odda 15-10.

    Tað gekk javnt á fyrst partin av dystinum, men seinastu løtuna fyri steðgin dróg Neistin frá, og spenningur kom ikki í dystin aftur

    Jens Pauli Poulsen gjørdist toppskjútti hjá Team Klaksvík við átta málum. Gilli Reginsson skoraði fimm mál fyri Neistan.

    Í Havn vunnu føroyameistararnir Kyndil stórsigur 34-23 á VÍF. Í steðginum var støðan 17-13 til Kyndil.

    Spenningurin helt sær meginpartin av fyrra hálvleiki. So fór Kyndil frá, og vann stórsigur.

    Ovi Lützen gjørdist toppskjútti hjá Kyndli við sjey málum. Filip Jojic skoraði somuleiðis sjey mál fyri VÍF.

    Í gjár vann H71 32-27 á StÍF á Skála.

  • Hákun og Füchse taptu dystin beinanvegin

    Hákun og Füchse taptu dystin beinanvegin

    Týsku meistararnir Füchse Berlin við Hákun West av Teigum eru ikki ordiliga komnir í gongd higartil hetta kappingarárið, og í dag taptu teir 34-29 úti móti VfL Gummersbach.

    Heimaliðið kom fram um 8-2, og Füchse kláraði ongantíð at fáa spenning í dystin.

    Hákun skoraði upp á allar tríggjar skotroyndirnar.

    Füchse hevur bara vunnið tveir av fýra teimum fyrstu dystunum, og tá ið Bundesligan er ein vanliga kapping, uttan finalur og annað, so telur hvørt einasta tapt stig.

  • Tveir hondbóltsdystir í Burndeildini í dag

    Tveir hondbóltsdystir í Burndeildini í dag

    Tveir hondbóltsdystir í Burndeildini við monnum verða spældir í dag.

    Klokkan fýra spæla Team Klaksvík og Neistin í Klaksvík, og klokkan seks er gamli klassikarin millum føroyameistaran, Kyndil, og VÍF í høllini á Hálsi.

    Í gjár vann H71 móti StÍF á Skála.


    Sunnudagur 14. septembur

    • 16:00  Team Klaksvík – Neistin
    • 18:00  Kyndil – VÍF

  • Elias var stóri leikarin í Kiel-sigri

    Elias var stóri leikarin í Kiel-sigri

    Elias á Skipagøtu var heilt stóri spælarin, tá ið Kiel í kvøld vann 28-26 móti Hamburg í týsku Bundesliguni.

    Serliga í fyrra hálvleiki skaraði Elias framúr og skoraði 8 mál. Hálvleikstøðan var 16-14 til Kiel

    Í seinna hálvleiki hevði Hamburg nógv betri tak á Elias og Kiel, og tá ið sjey minuttir vóru eftir førdi Hamburg 25-23.

    Seinastu fýra málini í dystinum skoraði Kiel, sum sostatt hevur vunnið allar tríggjar dystirnar í Bundesliguni higartil.

    Elias endaði við at skora 11 mál, og harafturat fekk hann tvær útvísingar.

    Bóltsnildi hoyvíkingurin hevur veruliga fóta sær í Kiel higartil hetta kappingarárið og hevur skotið 23 mál í trimum dystum í Bundesliguni.

    Síggj meira á Daikin HBl
  • Kyndil, Neistin og EB vunnu

    Kyndil, Neistin og EB vunnu

    Kvinnuliðini hjá Kyndli, Neistanum og EB vunnu sín fyrst dyst í landskappingini.


    VÍF fylgdi við Kyndli og var framman fyri eina løtu í fyrra hálvleiki, men so fór Kyndil frá, og vann dystin 37-29.

    Dómaraseðilin á hsf.fo


    Hitt havnarfelagið Neistin hevði als ongar trupulleikar í Klaksvík móti Stjørnuni og vann heili 32-12. Neistin kom fram um 6-0, og so var eingin vegur aftur.

    Dómaraseðilin á hsf.fo


    Á Eiði var EB frammanfyri allan dystin móti VB. Einaferð var munurin átta mál, men VB stríddi seg heilt niður á 22-20, tá ið fimm minuttir vóru eftir. EB vann til endans 26-22

    Dómaraseðilin á hsf.fo

  • Óli Mittún  skaddi økslina – GOG tapti nógv móti Aalborg

    Óli Mittún skaddi økslina – GOG tapti nógv móti Aalborg

    Óli Mittún fekk ein skaða í økslina í eini takkling beint fyri hálvleik, tá ið hann og GOG í bestu donsku deildini taptu 40-29 mótu stórliðnum Aalborg.

    Fyrrverandi liðfelagin hjá Óla í Sävehof, Felix Möller, fekk beinleiðis reytt kort fyri takklingina.

    Óli spældi eini tvey álop eftir takklingina, men kom ikki á vøllin aftur í seinna hálvleiki.

    Eftir dystin tosaði TV2 við Óla Mittún, sum ikki ordiliga visti, hvussu álvarsamur skaðin í økslini var.

    GOG var væl við eina løtu í fyrra hálvleiki. Men Aalborg vóru ov sterkir, og førdu í hálvleikinum 20-15.

    Í seinna hálvleiki megnaði GOG uttan Óla Mittún ikki at koma aftur í aftur, og taptu til endans 40-29.

  • H71-kvinnur vunnu ársins fyrsta hondbóltsdyst

    H71-kvinnur vunnu ársins fyrsta hondbóltsdyst

    Føroyameistararnir úr H71 høvdu ikki stórvegis trupulleikar at vinna móti StÍF í fyrsta dystinum í landskappingini í kvinnuhondbólti í høllini á Skála í dag.

    Leikarar, sum Elsa Egholm Brynhild Pálsdóttir og Rúna Larsen eru ikki við H71 í ár. Men H71 hevur sum altíð nógvar yngri leikarar at seta við, og soleiðis er aftur í ár.

    Hjá StÍF er eisini broytingar, og serliga er saknur í Josefine Dyring, ið var berandi leikarin á liðnum seinasta kappingarár.

    H71 kom beinanvegin fram um, og førdi 17-12 í steðginum. Í seinna hálvleiki bara vaks munurin, og endin varð, at H71 vann 37-20.

    Fyri StíF skoraði Malene Madsen 5 mál, og hjá H71 vóru Rakul Christiansen og Elida Joensen toppskjúttar við 7 málum hvør.

    Dómaraseðilin sæst á hsf.fo

  • Hondbólturin fer í gongd um vikuskiftið

    Hondbólturin fer í gongd um vikuskiftið

    Landskappingarnar í bestu hondbóltsdeildunum byrja um vikuskiftið.

    Burn menn – Grundspæl

    Leygardagur 13. septembur

    • 16:00  StÍF – H71

    Sunnudagur 14. septembur

    • 16:00  Team Klaksvík – Neistin
    • 18:00  Kyndil – VÍF

    SMS kvinnur – Grundspæl

    Leygardagur 13. septembur

    • 14:00  StÍF – H71
    • 15:00  EB – VB
    • 18:00  Stjørnan – Neistin
    • 18:00  Kyndil – VÍF

    SMS-deildin kvinnur
    Burndeildin menn

  • Hákun og Óli hægsta met – Hvør sítt 10-tal

    Hákun og Óli hægsta met – Hvør sítt 10-tal

    Stóri danski hondbóltsmiðilin Hbold gevur bæði Hákuni West av Teigum og Óla Mittún eitt 10-tal fyri teirra avrik í dystum í Champions League í gjárvkvøldi. 10-talið er besta metið á skalanum frá 1 til 10.

    Karakterbog: Nantes – Füchse Berlin

    Karakterbog: Barcelona – GOG

    Her er eisini eitt filmsbrot við teimum seks málunum, sum Hákun West av Teigum skoraði móti Nantes:

  • Barcelona avgjørdi í fyrra hálvleiki

    Barcelona avgjørdi í fyrra hálvleiki

    Barcelona vóru ov sterkir fyri GOG og Óla Mittún í fyrsta dystinum nakrantíð í Champions League hjá føroyska stjørnuskotinum.

    Í fyrra hálvleiki fekk GOG ikki eitt bein til jørðina á útivølli, og longu eftir fýra minuttir var støðan 5-0 til heimaliðið. Í hálvleikinum var 25-14.

    Í seinna hálvleiki gekst betri hjá GOG. Barcelona spældi nógv við eykamonnunum., og hjá GOG var Óli eisini á beinkinum eina løtu.

    Einaferð kom munurin niður á fimm mál. Endin var Barcelona vann 37-32.

    Óli skoraði fimm mál.

  • Hákun týðandi leiklut í sigri í Champions League

    Hákun týðandi leiklut í sigri í Champions League

    Hákun West av Teigum skoraði seks mál, tá ið Füchse Berlin vann móti franska liðnum Nantes á útivølli í Champions League.

    Füchse vann 40-34 eftir at Nantes førdi 17-16 í steðginum.

    Hákun skoraði upp á seks av sjey skotum. Tvey komu eftir skjótálop.

    Sum ikki einaferð var Mattias Gidsel toppskjútti hjá Füchse við tíggju málum.

  • Óli og GOG móti Barcelona í Televarpinum hóskvøldið

    Óli og GOG móti Barcelona í Televarpinum hóskvøldið

    Hóskvøldið spældir Óli Mittún sín fyrsta dyst í Champions League fyri GOG.

    Mótstøðuliðið er einki minni spanska stórfelagið Barcelona.

    Dysturin verður vístur á TV3 Max, sum sæst á Televarpinum.

    Les meira