Belgia vendi dystinum og vann eftir umstrítt brotsspark

,

Belgia, sá út til at hava beina lið úr HM-endaspælinum, tá ið teir vóru aftanfyri 2-0 móti Senegal við bert fáum minuttum eftir at spæla. Belgiskir leikarar skeldaðust, og tað sá einki út.

Men so vendi dysturin. Romelu Lukaku, hvør annar, minkaði til 2-1, og løtu seinni skallaði Youri Tielemans bóltin í málið til 2-2.

Umdysturin nærkaðist endanum, tá ið VAR eftir eina hornasparksstøðu dømdi brotsspark til Belgia. Eitt av teimum brotsspørkunum, sum ongantíð hevði verið dømt uttan VAR. Youri Tielemans hamraði bóltin upp í málhornið, og so var Belgia víðari.

Belgia skal tann 6. julil spæla áttandapartsfinalu móti vinnaranum av USA og Bosnia-Hersigovina, sum spæla í nátt.


Senegal var betra landið stóran part av dystinum, og um miðjan fyrra hálvleik legði Habib Diarra Senegal fram um, tá ið hann var fyrstur á einum leysum bólti, sum hevði rakt stongina.

Belgia kom longri fram á vøllin í seinna hálvleiki og hevði onkran góðan møguleika.

Tað var tó Senegal, sum økti við einum frálíkum máli. Ein langur bóltur var sendur fram til Ismaïla Sarr, sum tamdi bóltin við bringuni og hamraði bóltin í málið.

Tað helt tó ikki hjá Senegal, sum nú fer heim.