AC Milan bjargaði foreldraleysa dreinginum, sum gjørdist heimsins besti verjuspælari

Franco Baresi heilsar upp á stórabeiggjan Gioseppe undan stórdysti í Milano millum AC Milan og Inter

Ein av bestu verjuleikarum í fótbóltssøguni, italiumaðurin, Franco Baresi andaðist í gjár 66 ára gamal. Tað váttar italska stórfelagið AC Milan, har hann spældi í 20 ár, frá 1977 til 1997.

Liðskiparar á hvør sínum stórfelagi

Søgan um Franco Baresi og tvey ár eldri beiggjan, Giuseppe, er heilt serlig. Báðir gjørdust fótbóltsspælarar, báðir gjørdust landsliðsleikarar fyri Italia, og tað heilt serliga var, at teir vóru liðskiparar hjá hvør sínum av stórfeløgunum í Milano. Franco í AC Milan og Gioseppe í Inter Milano. Á myndini heilsast teir undan stórdysti í Milano.

Italska Seria A var um hetta mundi besta deildin í heiminum við leikarum sum Diego Maradona og Michel Platini á vøllinum, so teir báðir brøðurnir vóru mitt í heimsins fótbóltsmeldri.

Gioseppe var fyrstur at vinna sær pláss á landsliðnum, meðan Franco við árunum gjørdist ein av tíðarinnar bestu verjuleikarum og partur av einari av heimsins bestu verjuketum í AC Milan saman við Paolo Maldini, Alessandro Costacurta, Mauro Tassotti og seinni Christian Panucci.

Gjørdust foreldraleysir

Tað var tó als ikki nøkur sjálvfylgja, at Franco gjørdist millum heimsins bestu verjuleikarar, tí bæði barndómsár og fótbóltslív vóru merkt av stórari mótgongd.

Brøðurnir vuksu upp í lítla landbúnaðarbýnum Travagliato nakað norðan fyri Milano. Pápin var bóndi og mamman var heima og tók sær av stóra systkinaflokkinum. Brøðurnir tókust fyri tað mesta við at spæla fótbólt á grasfløtunum.

Evnini at spæla fótbólt vóru eyðsýnd, og hóast brøðurnir vóru millum yngru børnini í grannalagnum, vóru teir valdir á liðini millum teir fyrstu. Teir gjørdust eisini skjótt partur av skipaðum fótbólti í lokala felagnum í býnum, og í 1972 gjørdist Gioseppe partur av unglingaliðnum hjá Inter.

Nú skiltust teirra vegir. Inter vildi ikki hava Franco, sum í staðin gjørdist partur av ungdómsakedeminum hjá AC Milan í 1974.

Um hetta mundi rakti fyrsti stóri sorgarleikurin familjuna Baresi. Mamman doyði av sjúku, og bara trý ár seinni gjørdust tey fimm systkini foreldraleys, tá ið pápin doyði í ferðsluvanlukku.

Franco og Gioseppe fluttu nú inn á fótbóltsakademiini í Milano, sum gjørdust teirra heim og teirra bjarging.

Liðskipari 22 ára gamal

Franco Baresi hevur greitt frá, at tað var sera torført at flyta til stórbýin Milano. Men í AC Milan tóku tey sær væl av honum, og sum 17 ára gamal í 1977 spældi hann sín fyrsta dyst fyri Rossoneri. Liðskipari hjá Milan var eingin minni enn barndómshetjan hjá Franco og fyrrverandi Ballon d’or vinnarin, Gianni Rivera, og hann tók sær av unga lovandi verjuleikarunum.

AC Milan gjørdist lívskærleikin hjá Franco Baresi. Árið eftir í 1978 var hann 18 ára gamal fastur maður á vøllinum, og Milan vann italska meistaraheitið í 1979.

Franco var eisini trúfastur móti AC Milan, hóast fleiri feløg vildu hava fatur á honum, tá ið felagið í tveimum umførum flutti niður í Seriu B fyrst í 80’árunum. Aftur fyri var hann gjørdur til liðskipara longu 22 ára gamal í 1982.

Tað gekk heldur tó trekt hjá Franco at fáa gongd á landsliðsleiðina. Meðan Gioseppe spældi allar sínar 18 landsdystir fram til 1986, spældi Franco flestu av sínum 80 landsdystum frá 1987 og frameftir. Hann var í EM-hópinum í 1980 og heimsmeistarahópinum í 1982, men kom ikki á vøllin. Í 1986 var hann ikki úttikin í HM-hópin.

Heimsins besti verjuleikari á heimsins besta liði

Í 1987 gjørdist Franco Baresi fastur partur av landsliðnum, og samstundis mennist AC Milan undir leiðslu av komandi forsetanunum í Italia, umstrídda Silvia Berlosconi, til heimsins besta lið seinast í 80’árunum og í fyrru helvt av 90’árunum.

Niðurlendska supertrioin Ruud Gullit, Marco van Basten og Frank Rijkaard kom til felagið, og Milan vann við Arrigo Sacchi sum venjara Seriu A í 1988 og Europa Cup fyri meistarar (Chamions League) í 1989 og 1990.

Undir Fabio Capello vann AC Milan meistaraheitið í 1992, 1993, 1994 og 1996. Eisini vann felagið Champions League í 1994.

Milan hevði, sum nevnt hesi árini eina av bestu verjuketum í fótbóltssøguni, og tað er ikki ov nógv sagt, at Franco Baresi var heimsins besti verjuleikari hetta tíðarskeiðið og ein av bestu verjuleikarum nakrantíð.

Eisini flokkaðust kendir leikararnir í AC Milan hesi árini. Burtur úr rúgvuni kunnu nevnast Dejan Savićević, Zvonimir Boban, Marcel Desailly, George Weah og Jean-Pierre Papin.

Spældi HM-finalu 25 dagar eftir skurðviðgerð í knænum

Á landsliðnum fekk Franco Baresi veruliga gjøgnumbrotið á unga landsliðnum í EM-endapspælinum í 1988. Hann var eisini ein av bestu leikarum í HM-endaspælinum á heimavølli 1990, tá ið Italia tapti hálvfinaluna móti Argentina og Diego Maradona á heimavøllinum hjá Maradona í Napoli.

Hóast Italia tapti fyri Brasil í HM-finaluni í 1994, og Franco Baresi brendi í brotssparkskappingini, so var finalan ein av bestu landsdystunum hjá Baresi. Hann gjørdist skaddur tíðliga í kappingini, men var óvæntað á vøllinum frá byrjan í finaluni. Hann stóð sum ein múrur í 120 minuttir, og brasilska álopið við Romario og Bebeto kom ongantíð ígjøgnum. Á heysti 1994 spældi Franco Baresi sín seinasta landsdyst.

Í 1997 spældi hann seinasta dystin fyri AC Milan, sum eftir tað friðaði troyggju nummar 6.

Franco Baresi skuldi hava ein leiklut í enska felagnum Fulham í 2002, men kom ongantíð í gongd. Seinni hevur hann sagt, at hann beinanvegin sá, at hann ikki kundi arbeiða fyri nakað annað felag enn AC Milan.

Seinni var hann ungdómsvenjari, nevndarlimur og eitt slag av umboðsmanni fyri AC Milan, sum var hansara stóri kærleiki alt lívið.

Lítil á vøkstri – stórur á vøllinum

Franco Baresi var bara 176 sentimetrar høgur. Hann kompenseraði við kvikleika, styrki, bóltførleiki, neyvleika og heilt serliga góðum evnum at lesa spælið.

Hann vann nógv í luftini, tí hann var skjótur í avgerðum og stóð rætt á vøllinum. Hann var eisini sera neyvur í takklingum og dugdi at taka bóltin uttan at nema við mótleikaran.

Hann var kendur fyri at stýra rangstøðufelluni meistarliga langt frammi á vøllinum.

Hann dugdi bæði sum miðverji og svipari at seta álop í gongd úr verjuni við góðum sendingum. Hann dugdi eisini ógvuliga væl at konsentrera seg um spælið, var úthaldin og var altíð til staðar á vøllinum.

Tað var ikki fyri einki, at hann fekk eyknevnið Kaiser Franz eftir týska stórspælaranum Franz Becenbauer.

Baresi vann seks ferðir Seriu A og tríggjar evropeiskar meistarakappingar. Hann spældi 81 landsdystir og var í í italska hópinum, sum vann HM í 1982. Hann gjørdist nummar 2 í Ballon d’or í 1988 eftir liðfelagan Marco van Basten.


Keldur: