William tryggjaði H71 sigur í fyrstu finaluni

Tá ið 19 ára gamli William Napoleon Djurhuus í næstseinasta sekundi sveimaði inn av høgra veingi og sendi bóltin í málið, tryggjaði hann H71 ein 24-23 sigur í fyrstu FM-finaluni móti Kyndli.

H71 var annars aftanfyri 12-9 í hálvleikinum og eisini 19-15, tá ið góðir tíggju minuttir vóru eftir at spæla.

Men so vaknaði H71 og skoraði 10 mál seinastu tíggju minuttirnar, meðan Kyndil einans skoraði 4.

Kyndil javnaði til 23-23 tjúgu sekund fyri tíð, men tað var ikki nokk.

Meðan William skoraði tað mest týðandi málið á kvøldinum, var Bóas á Skipagøtu toppskjútti hjá H71 við 7 málum. Fyri Kyndil skoraði Tobias Thisen eisini 7 mál.

Steypavinnararnir H71 vunnu harvið fyrstu av fimm møguligum FM-finalum móti verandi føroyameistarunum úr Kyndli.

Onnur FM-finalan verður mikukvøldið klokkan 20.00 í høllini á Hálsi í Havn.

Dómaraseðil á hsf.fo