Viljormur heim til NSÍ

Í 2012 spældi landsliðsleikarin, Viljormur Davidsen, tríggjar dystir fyri barndómsfelagið NSÍ. Í seinasta dystinum fekk hann reytt kort móti grannunum, B68.

Nú trettan ár seinni skiftir Viljormur ikki heilt óvæntað aftur til NSÍ, og hevur skrivað undir trý ára sáttmála við felagið.

Viljormur flutti til Danmarkar bert 15 ára gamal. Har spældi hann við ungdómsliðnum hjá OB, og seinni umboðaði hann feløgini FC Fyn, FC Fredericia og Vejle Boldklub.

Síðan 2023 hevur hann spælt við HB, har hann eisini var liðskipari.

NSÍ skrivar, at tey gleðast um at síggja Viljorm aftur í gulu blusuni, og ynskja honum hjartaliga vælkomnan heim.