Víkingur flongdi skroypiligt HB

Løgmanssteypið, seinna hálvfinala
Víkingur – HB 4-0 (2-0) (Samanlagt 5-2)

Víkingasangurin rungaði í Sarpugerði, meðan HB-viðhaldsfólk smoygdu sær snópin suður aftur til Havnar.

Víkinginur hevði júst bukað HB av 4-0 í seinnu hálvfinaluni í steypakappinginin og harvið sent HB úr steypakappingini, sum nærum var seinasta vónin hjá havnarfelagnum at spæla seg út í Evropa komandi ár.

HB “møtti ikki”

HB førdi 1-0 frá fyrra dystinum í Havn, og ein skuldi hildið, at teir vóru til dystin fús eftir venjaraskifti, eitt gott avrík og 3-0 sigur móti B36 í vikuskiftinum.

Men HB kom ongantíð ordiliga á vøllin í Norðragøtu. Liðið lá langt afturi á vøllinum frá byrjan, og Víkingur slapp næstan ótarnað at byggja spælið upp.

Ikki tað, at Víkingur var so sannførandi fyrsta partin av dystinum, og HB hevði eisini ein góðan møguleika eftir eitt langt innkast. Men so langt afturi, sum HB lá, og so spakir teir vóru, so var bara spurningur um tíð, sum endaði galið.

Víkingur revsaði skroypiligar HB-arar

Tá ið hálvur tími var spældur vistu HB-leikararnir í høgru síðu ikki ordiliga hvønn teir skuldu verja, og Jørgin Nielsen slapp púra leysur at leggja bóltin inn fyri málið, har HB-miðverjan heldur ikki ordiliga vísti, hvønn teir skuldu verja, tí tríggir ella fýra HB-arar vardu sama áleypara við nærmastu stong, meðan Jákup Johansen stóð púra leysur aftanfyri, og so var 1-0 til Víking, og javnleikur í samlaðu støðuni.

Nú sóu vit veruliga, hvussu skroypiligt HB-liðið er í ár, og løtu seinni gjørdist 2-0, tá ið HB ikki kláraði at rudda eitt hornaspark burtur, og aftur skoraði Jákup Johansen.

Víkingur alt spælið

HB megnaði við neyð og deyð at halda dystinum á lívi til hálvleiks, og so kundi væntast, at eitt tendra HB-lið kom á vøllin eftir steðgin.

Tað hendi kortini ikki, og Víkingur helt fram við frálíka ágangandi spælinum, meðan HB ikki visti síni livandi ráð.

Tað var faktiskt heilt løgið, at vit skuldu út í miðjan seinna hálvleik, áðrenn Víkingur endaliga punkteraði dystin,

Tað var eingin annar enn Sølvi Vatnhamar, sum beindi bóltin inn um strikuna, tá ið HB ikki kláraði at rudda burtur á baklinjuni. Løtu seinni sá verjan hjá HB heldur ikki alt ov gott út, tá ið Jørgen Nielsen aftur slapp gjøgnum á baklinjuni, og aftur skoraði Sølvi.

Ungir víkingar gerast alsamt betri

Víkingur spældi í dag sín besta dyst í ár, og tað gongur framá hjá Víkingi dyst fyri dyst.

Hóast teir hava mist nógvar leikarar av meistaraliðnum fyri tveimum árum síðan, so halda teir áhaldandi fram, at seta ungar leikarar við, og teir sýnast allir at vaksa við uppgávuni hvønn fyri hvønn dyst.

Jørgen legði upp til trý mál

Umframt málskjúttarnar skaraði Jørgen Nielsen burtur úr í dag. Hann hevur havt eitt sindur torført við at finna seg til rættis í Víkingi og bestu deildini sum heild. Men í dag, spældi hann ein frálíkan dyst í vinstru síðu, og hann legði upp til trý mál.

Hvar er ungdómurin hjá HB

HB kom ongantíð inn í dystin í kvøld. Teir royndu fyrst við at seta Heðin Hansen inn, Seinni komu eisini Jákup Thomsen, Mathias Voss, Steffan Radosavljevic og Amidou Diop inn. Allir uttan Voss leikarar, sum tykast á veg niður eftur á síni fótbóltsleið.

Eftir á beinkinum sat 18 ára gamli Jógvan í Lon, meðan aðrir ungir leikarar sum Jógvan í Skála og Silas Joensen als ikki vóru við í dag.

Soleiðis hevur tað verið í HB seinastu mongu árini. Sera torført hjá ungum leikarum at fáa møguleikan, sama hvør er venjari. Somu venjarar, sum í øðrum feløgum geva ungum leikarum, tora ikki í HB.

Og tá skal hugsast um, at HB helst hevur nógv størstu tallentmongdina í Føroyum, og átti, um rætt var borið at, at kunnu gjørt, sum Víkingur og í høvuðsheitum mannað liðið við egnum leikarum.

Her skal viðmerkjast, at tað sama er galdandi fyri hini bæði stóru feløgini í Føroyum, KÍ og B36, sum eisini bert megna at fáa heilt fáar av egnum leikarum upp á besta liðið, hóast tey hava ein sera nógvar ungdómsleikarar.


Finalan í septembur

Víkingur møtir KÍ í finaluni um Løgmanssteypið leygarkvøldið 5. septembur klokkan 19. Til ta tíð kann væntast, at “nýggja” Víkingaliðið hevur hevur ment seg enn meira, og tað er so púra víst, at krútsterka liðið hjá KÍ skal vænta sæt harða mótstøðu.

Dysturin á dystir.fo