Vestmannakvinnur í FM-finaluni

SMS-deildin, kvinnur – 3. hálvfinala
H71 – VÍF 25-26 (13-15) (VÍF í FM-finalu)

VÍF vann triðju og avgerandi hálvfinaluna í bestu kvinnudeildini móti H71 í Hoyvíkshøllini í kvøld. Harvið skulu vestmannakvinnur spæla FM-finalu móti Kyndli.

Dysturin var sera javnur. H71 var frammanfyri stóran part av fyrra hálvleiki, men beint fyri steðgin kom VÍF fram um og førdi 15-13, tá ið liðini fóru at hvíla seg.

VÍF helt munin fyrst í seinna hálvleiki, og hóast H71 javnaði fýra ferðir seinastu fimm minuttirnar, so var endin, at VÍF vann 26-25.

Fríða Nolsøe Olsen skoraði seinasta málið hjá VÍF við brotskasti fimtan sekund fyri tíð, og eftir leikbrá streyk H71 gjøgnum verjuna hjá VÍF. Men tíverri fyri hoyvíkingar, so sendi Inga Maria Joensen bóltin langt upp um. Vestmenningar kundu frøast, um ein stríðssigur, sum var grundlagdur við góðum verjuspæli beint fyri steðgin og í seinna hálvleiki.


H71 byrjaði annars dystin betri, og hevði sum heild lætt við at koma gjøgnum verjuna hjá VÍF. Millum annað fekk Maria Weyhe góðan frið frá VÍF-verjuni, og hon skoraði trý av sínum fýra málum tíðliga í dystinum. Eisini skoraði Karin Egholm nakrar ferðir trygt av høgra veingi.

Tað var tó ongantíð tann stóri munurin á liðnunum. VÍF bygdi stundum álopsspælið upp frá grundini, fekk ferð á spælið, so at verjan opnaðist, og kom til góðar málmøguleikar. Serliga vóru tað Lív Sveinbjørnsdóttir og Fríða Nolsøe Olsen, sum skoraðu málini hjá VÍF í fyrra hálvleiki.

Seinastu løtuna av fyrra hálvleiki strammaði VÍF upp í verjuni, sum brádliga flutti seg betri og var meira kompakt mitt fyri. Tað gjørdi, at VÍF fór frá at vera aftanfyri 13–11 til at vera frammanfyri 15-13 í hálvleikinum.


VÍF hevði eisini nøkulunda tamarhald á støðuni fittan part av seinna hálvleiki. Verjan arbeiddi framhaldandi væl, og megnaði ofta at steðga uppspælinum hjá H71, so at tað ikki kom gongd á spælið. Hinvegin so var VÍF-verjan meira opin á veingjunum, og har fekk H71 nógvar møguleikar í seinna hálvleiki.

VÍF kom tríggjar ferðir fram um við trimum málum. Men H71 megnaði at koma aftur, og minkaði til støðuna 22-21. VÍF fekk tá tvær útvísingar á rað, tó uttan at H71 veruliga gagnnýtti støðuna.

Restina av dystinum fylgdust liðini, og sum nevnt var tað VÍF, sum hevði hepni og neyvleika at vinna dystin 26-25.

Hjá VÍF hevði Liljan Müller avgerandi týdning við fýra málum í seinna hálvleiki. Meðan serliga Anna Elisabeth Weyhe helt H71 inni í dystinum við fleiri málum.


Fyrsta finalan móti Kyndli verður í høllini á Hálsi í Havn sunnudagin klokkan 16.00. Tá skal VÍF vita, um tær megna at steðga stórfavorittunum úr Kyndli, sum nærum hava verið einaráðandi higartil hetta kappingarárið.

Dómaraseðilin á hsf.fo