VAR-drama, tá ið Portugal kom víðari

,

Eftir ein góðan dyst og nógvan VAR-dramatikk kom Portugal víðari í áttandapartsfinalurnar í HM eftir 2-1 sigur á Kroatia.

Portugal hevði alt spælið í fyrra hálvleiki, og nógvir vandamiklir bóltar komu innfyri málið hjá Kroatia. Men miðverjan hjá Kroatia stóð manniliga og helt portugiskum frá teimum heilt stóru møguleikunum.

Fyrstu løtuna eftir steðgin varKroatia nógv betri við í spælinum. Tað gav skjót úrslit, tá ið eitt innlegg úr høgru síðu fór allan vegin tvørtur um málteigin, og har kom eingin annar enn veteranurin, Ivan Perišić , tamdi bóltin og beindi hann í málið.

Hetta var sjeynda málið hjá Perišić í HM-endaspølum, og so nógv hevur eingin annar kroati skorað.

Kroatia hevði fleiri góðar royndir móti portugisiska málinum. Men so brádliga var ein bóltur stendur innum verjuna til Cristiano Ronaldo, sum hegnisliga lyfti bóltin í málið. Hóast tað als ikki sá út, sum rangstøða, so kolldømdi VAR málið.

Løtu seinni skoraði Ronaldo tó endiliga sítt fyrsta HM-mál í einum røkkstøkk-dysti, tá ið Portugal fekk brotsspark eftir púra rætta VAR-døming. Ronaldo skoraði trygt mitt í málið.

Løtu seinni var Ronaldo tikin út, og hóast kroatia framvegis var betra liðið, so bendi alt á longda leiktíð.

Men í teimum tíggju minuttunum, sum vóru lagdir afturat, sendi portugal ein bólt innfyri, og har skallaði Gonçalo Ramos bóltin í málið.

Kroatar náddu at fáa bóltin í málið einaferð afturat, men enn einaferð kolldømdi VAR eitt mál, og so var Portugal víðari í áttandapartsfinalu móti Spania tann 6. juli. Tað verður eisini eitt brak.

Síggj hæddarpunkt frá øllum dystunum í HM >>