Væl spælandi kyndilskvinnur annað beinið í finaluni

Faxe Kondi steypakapping kvinnur – hálvfinala
H71 – Kyndil 29-36 (13-20)

Kyndilskvinnur vunnu greitt 36-29 móti H71 í fyrru hálvfinaluni í Faxe Kondi steypakappingini.

Kyndil legði seg fram um beinanvegin og økti spakuliga allan fyrra hálvleik, og í steðginum var støðan 20-13 til Kyndil.

H71 gjørdi eitt lítið sprell fyrst í seinna hálvleiki, men so tók Kyndil yvir aftur og førdu einaferð við tólv málum.

Heilt móti endanum av dystinum, eydnaðist tí H71 at minka til endaliga úrslitið 36-29.

Kyndil nógv betri

Hóast tað var lagt upp til eina spennandi hálvfinalu millum sterkastu liðini í føroyskum kvinnuhondbólti seinastu árini, so gjørdist ongantíð talan tann um ein spennandi dyst í Hoyvíkshøllini í kvøld. Kyndil var heilt einfalt nógv betri frá byrjan til enda.

Við royndu leikarunum, Turið Samuelsen og Bjartu Johansen á odda í einum væl koyrandi álopið, eydnaðist nærum hvørja ferð at koma gjøgnum verjuna hjá H71, og tá ið málverjarnir hjá H71 heldur ikki tóku tað stóra í kvøld, so skoraði Kyndil nærum eftir vild.

Tað er hugtakandi, at síggja, hvussu Turið og Bjarta vilja vinna hondbóltsdystir. Tær frøast um hvørt einsata mál, hóast tær hava vunnið alt sum vinnast kann á hondbóltsyrkisleiðini. Eisini er stuttligt at síggja ein spældeilara sum Báru Hansen, sum hóast hon ikki altíð skýtur so nógv mál altíð syrgir fyri, at álopsspælið hjá Kyndli flýtur við fullari ferð.

Serliga í seinna hálvleiki vísti Kyndil stundum álopsspæl á rættiliga høgum støði, har allar sleptu bóltinum rættstundist, og fleiri ferðir var endin, at bólturin var spældur inn á strikuna til Bjartu, sum bara gerst betri fyri hvørt ár sum fer.

Ov nógv hekk á Weihe-systrunum

H71 fylgdi við eina lítla løtu til støðuna 7-6 til Kyndil. Tað var ógvuliga sigandi, at systrarnar Anna Elisabeth- og Maria Weyhe skoraðu seks tey fyrstu málini hjá H71, og tá ið dysturin var av, høvdu tær skorað 22 av 29 málum.

Trupuleikin hjá H71 í kvøld var, at ov fárir leikarar bjóðaðu seg fram. Tað gjørdi, at Anna Elisabeth og Maria brúktu nógva orku, og tað sást aftur, sum dystirin leið, tí ofta manglaði máttur í atsóknunum hjá teimum.

Í málinum hjá Kyndli gjørdi unga Gylta á Neystabø eisini lívið hjá H71-skjúttunum trupult, og serliga lá væl fyri hjá henni at taka skot av veinginum, har H71 bert skoraði heilt fá mál allan dystin.

H71 avgjørdi í roynd og veru dystin fyri steðgin, og tað gjørdi tað upp aftur verri hjá heimaliðnum, at góði verjuleikarin Elita Joensen beint fyri steðgin meiddi sær knæið so illa, at hon mátti av vølli.

Afturlatna hurðin var sett á glopp

H71 byrjaði seinna hálvleik væl, og eina løtu vóru bara fimm mál á muni, og tað er ikki nógv, tá ið ein heil hálvfinala afturat skal spælast.

Men Kyndil vaknaði skjótt aftur, og spældu sum nevnt sera góðan hondbólt í seinna hálvleiki.

Tá ið støðan var35-24 til Kyndil fimm minuttir fyri tíð tyktist hurðin endaliga læst fyri hoyvíkskvinnum.

Men Kyndil slakkaði nakað av seinastu løtuna, og setti hurðina á glopp, so at H71 hevur ein evarska lítlan møguleika at venda hálvfinaluni í seinna dystinum. Endin var, at Kyndil vann 36-29.

Seinna hálvfinalan verður spæld leygardagin klokkan 17.00 í høllini á Hálsi.

Dómaraseðilin á hsf.fo