U21: Mistu konsentratiónina eftir at hava javnað

U21 – EM-undandystur á Tórsvølli
Føroyar – Sveis 1-3 (0-1)

Annan dystin á rað taptu okkara U21-,menn í fótbólti. Hesaferð var tað Sveis, sum vann 3-1 á Tórsvølli.

Ikki tað, Føroyar vóru væl við leikliga, og kláraðu sum heild væl at halda Sveis frá at skapa vandamiklar støður. Sveis var als ikki á sama støði sum sera góða franska U21-landsliðið, sum vitjaði í Klaksvík hósdagin.

Sveis kom fram um í fyrra hálvleiki. Jóhan Josephsen javnaði fyri Føroyar eitt korter fyri tíð. Men føroyska liðið var ikki nóg hugsavnað beint eftir málið, og Sveis kom fram um aftur í fyrsta álopið eftir okkara mál.

Seinasta málið kom, tá ið Hans Jákup Armgrimsson fyrst bjargaði brotsskarki, men retururin fór í málið.


Sum nevnt vóru Føroyar væl við leikliga meginpartin av dystinum. Tí var tað óheppið, at Sveis skoraði, tá ið 21 minuttir vóru spældir.

Eitt hornspark var tikið stutt, og lagt til rættis, so at Dion Kacuri slapp at senda eitt flætt langskot í málið.

Føroyar hildu fram at vera væl við í dystinum, og Virgar Jónsson fekk einar tíggju minuttir fyri steðgin ein rimmar møguleika, tá ið bólturin kom fyri føturnar á honum eftir eina deyðbóltsstøðu. Men skotið varð blokerað.

Í seinna hálvleiki fóru Føroyar meira eftir at javna, uttan at tað gjørdist so øgiliga vandamikið.

Áki Samuelsen var vandamiklasti føroyski leikarin, men hann var heldur einsamallur. Einaferð mundi hann rokkið fram til eitt gott innlegg frá Bjarta Thorleifsson úr høgru síðu og vildi hava brotsspark, men dómarin læt seg ikki lokka.

Sveis hevði tó framvegis bóltin mest, men føroyska verjan stóð væl, og Sveis hevði leingi onga veruliga roynd. Nøkur fá langskot varð tað tó til, og onkrar støður framman fyri málið eftir innlegg.

Føroyingar hildu tó áfram, og í 77. minuttir gav tað úrslit. Áki Samuelsen sendi eitt fríspark frá vinstru síðu á miðjum vølli yvir um málið. Har skallaði Ingi Arngrimsson bóltin móti málinum, og beint framman fyri málið beindi innskifti Jóhan Josephsen bóltin í málið.

Vit náddu tó ikki at fáa armarnar niður aftur, so skoraði Sveis aftur. Okkara miðvøllur hekk eftir, og tá ið bólturin var lagdur innfyri úr høgru síðu, kundi Liam Chipperfield rættiliga ótarnaåur senda eitt skot í málið.

Og tað gjørdist verri enn. Tí nakrar minuttir seinni fekk Sveis eitt brotsspark, tá ið ein sending gjørdist heldur stutt inni í brotsteiginum, og Mattias Hellisdal tók beinini undan einum sveisiskum leikara. Labinot Bajrami brendi, men setti returin í málið..

Hóast Sveis var betri liðið, so kunnu vit iðra okkum um, at konsentratiónin hjá okkara ungu monnum sveik eina lítla løta.

Men hesum læra ungu menninir av, og tað verður heldur ikki pláss fyri nógvum misstøkum í næsta dysti, sum verður móti Fraklandi á útivølli í novembur.

Dysturin á uefa.com


U21 – EM-undandystur á Tórsvølli
Føroyar – Sveis 1-3 (0-1)

0-1 Dion Kacuri (21. min)
1-1 Jóhan Josephsen (77. min)
1-2 Liam Chipperfield (78. min)
1-3 Labinot Bajrami (83. min)

Føroyar

  • Hans Jákup Armgrimsson
  • Bjarti Thorleifsson (88. Aron Benjaminsen)
  • Ingi Arngrimsson
  • Jákup Vilhelmsen
  • Mattias Hellisdal (82. Dávid Andreasen)
  • Heini Sørensen
  • Áki Samuelsen
  • Árni Nóa Atlason (82. Hanus Højgaard)
  • Ejvind Mouritsen
  • Dávid Reynheim (58. Jóhan Josephsen)
  • Virgar Jónsson

Á beinkinum:

  • Rasmus Olsen
  • Jónas Prior
  • Tokil Holm
  • Jógvan Gullfoss

Sveis

  • Silas Huber
  • Sascha Britshgi (90+1. Cyrill May)
  • Roggerio Nyakossi
  • Dion Kacuri
  • Liam Chipperfield (90+1. Noah Streit)
  • Bung Meng Freimann
  • Bruno Ogbus
  • Cheveyo Tsawa
  • Alessio Besio (61. Labinot Bajrami)
  • Alessandro Vogt (61. Winsley Botelo)
  • Junior Ze (79. Aaron Keller)

Á beinkinum:

  • Tim Spycher
  • Dircssi Ngonzo
  • Franz Ethan Meichtry
  • Dorian Derbaci

Stigatalva EM-undanbólkur C

DVJTM+M-+/-Stig
1Føroyar5302611−59
2Sveis321051+47
3Frakland2200121+116
4Ísland41214405
5Estland5023513−82
6Luksemborg301235−21