
U20-manslandsliðið í hondbólti skal komandi hálvaaðru vikuna spæla EM-endaspæl í Rumenia.
Fyrsti dysturin verður spældur móti Serbia í kvøld klokkan 17.30.
Portalurin stroymir ókeypis frá dystinum, og dysturin verður eisini at hoyra á FM1.
Dystartøl á heimasíðuni hjá EHF >>
Føroyar eru í Bólki B saman við Serbia, Turkaland og Sveis.
Tvey tey bestu londini fara víðari til meginumfari. Meðan tvey tey niðastu fara í eina kapping fyri seg.
Eru tvey lond jøvn í stigum, er innhýsis úrslitið avgerandi hvør er frammanfyri.
Dystaryvirlit
- 8. juli, kl. 17.30: Føroyar – Serbia
- 9. juli, kl. 12.30: Føroyar – Turkaland
- 11. juli, kl. 17.30: Sveis – Føroyar
Leikarar
Venjararnir Scott Harrington og Kristinn Guðmundsson hava tikið hesar leikarar út til EM-endaspælið:
Málverjar:
Ingi Johannesen, Neistin
Bjarni Gunnarsson Jacobsen, VÍF
Útileikarar:
Magnus Árason, Mors-Thy Håndbold
Filip Haldansen, VÍF
William Napoleon Djurhuus, H71
Jákup Egholm, TMS Ringsted
Helgi Haldórsson Fossádal, H71
Torkil Debes Dahl, EB
Jógvan Andreas Lamhauge, Neistin
Julian Joensen, H71
Lýðar í Dímun, Neistin
Rúnar Hammer, Bjerringbro-Silkeborg
Fríði í Innistovu, VÍF
Erling Erlendsson, Kyndil
Pauli Hentze Rasmussen, TMS Ringsted
Jón Eyðunsson Midjord, Neistin
